Tollur

 

39  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður,  vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll

§ 1

Í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 14 verður stk. 3 orðað soleiðis:

"Stk. 3. Sum vinnuligur innflutningur er at skilja innflutningur, sum hevur beinleiðis samband við vinnuvegin hjá innflytaranum.".

2) Í § 21, stk. 2 verður "Føroya Gjaldstova" strikað og í staðin sett: "Toll- og Skattstova Føroya".

3) Í § 37, stk. 6 verður "Føroya Gjaldstova" strikað og í staðin sett: "Toll- og Skattstova Føroya".

§ 2

Lógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Talan er um nágreining av § 14, stk. 3 soleiðis, at vinnuligt kontra privat virksemi kemur klárari fram.

Tað, ið sermerkir vinnuligt virksemið, er, at tað fyri egna rokning og ábyrgd verður rikið búskaparligt virksemi við tí endamáli at fáa yvirskot. Vinnuliga endamálið er harafturat vanliga sermerkt av, at virksemið er nøkulunda regluligt ígjøgnum eitt ávíst ikki heilt stutt tíðarbil, harafturat at vavið av virkseminum gevur møguleika fyri avlopi.

Ætlanin er, at Toll-og Skattstova Føroya framyvir skal taka sær av innkrevjing og panting. Tí er neyðugt at broyta greinarnar 21 og 37.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:

Ad 1)
Henda broyting er ein nágreining av § 14, stk. 3 soleiðis, at vinnuligt kontra privat virksemi kemur klárari fram.

Tað, ið sermerkir vinnuligt virksemið, er, at tað fyri egna rokning og ábyrgd verður rikið búskaparligt virksemi við tí endamáli at fáa yvirskot. Vinnuliga endamálið er harafturat vanliga sermerkt av, at virksemið er nøkunlunda regluligt ígjøgnum eitt ávíst ikki heilt stutt tíðarbil, harafturat at vavið av virkseminum gevur møguleika fyri avlopi.

Ad 2) og 3)
Hesar broytingar eru neyðugar av tí, at Toll- og Skattstova Føroya framyvir skal taka sær av innkrevjing og panting.

1. viðgerð 19. november 1998. Løgtingsmálini 39 og 40/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 19. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Viðvíkjandi broyting nr. 2 og 3 verður víst á viðmerkingarnar í álitinum í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins. 

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2540-39/97
Ll.nr. 100/1998 frá 29.12.1998