Skattur

 

43  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 3, stk. 2 og 3 verður "landsstýrismaðurin í skattamálum" broytt til: "Toll-og Skattaráð Føroya".
  2. Sum nýtt stk. 5 verður sett:
    "Stk. 5. Avgerðir hjá Toll-og Skattaráð Føroya eftir stk. 1 og stk. 2 kunnu innan 4 vikur kærast til Landsskattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Freistin verður roknað frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina."
  3. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis:
    "Børn verða sett sjálvstøðugt í skatt av allari inntøku teirra."
  4. § 29, nr. 8 verður orðað soleiðis:
    "8) Vinningur av burturluting v.m., jbr. løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m."
  5. Í § 29, nr. 13 verður skoytt uppí: "uppihaldspening, sum tað almenna hevur álagt at rinda til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan og uppihaldspening, sum tað almenna hevur álagt at rinda til børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga,"
  6. Í § 29 verður sum nýtt nr. 20 sett:
    "20) Privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í samband við arbeiði.".
  7. Í § 29 verður sum nýtt nr. 21 sett:
    "21) Gjøld, sum starvandi umborð á flogfari fáa útgoldið, sum endurgjald fyri kostnað av hesum starvi. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð upphæddirnar á hesum gjøldum."
  8. Í § 29 verður sum nýtt nr. 22 sett:
    "22)Virðið á fríari ferð og fríum bústaði hjá persóni, sum ikki hevur bústað í Føroyum, og sum er í bráðfeingis arbeiðsørindum í Føroyum. Við bráðfeingis arbeiðsørindum skilst dvølur innan fyri eitt 12 mánaða tíðarskeið í styttri enn 180 dagar uttan mun til, um persónurin hevur verið burtur ímillum ella ikki."
  9. Aftaná § 29 verður sum nýggj grein sett:
    "§ 29a. Toll-og Skattaráð Føroya kann eftir umsókn loyva, at persónur undir fullari skattskyldu til Føroya verður frítikin fyri inntøkuskatt av løn og aðrari samsýning, vunnin fyri arbeiði, sum Danida skipar fyri og fíggjar, um so er, at arbeiðið fyri lønina og samsýningina er gjørt í einum menningarlandi, og persónurin er útsendur av Danida.
    Stk. 2. Persónur, sum verður útsendur og løntur av fyritøku, ið hevur gjørt avtalu við Danida, er eisini fevndur av stk. 1.
    Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur fyri skattafrítøku eftir hesi grein, og fyri hvørji skjalprógv o.a. skulu viðleggjast umsóknini.
    Stk. 4. Avgerðir hjá Toll-og Skattaráð Føroya eftir stk. 1 og stk. 2 kunnu innan 4 vikur kærast til Landsskattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin. Freistin verður roknað frá tí degi, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. "
  10. § 30, stk. 1, 4. punktum verður orðað soleiðis: "Felag, sum útlutar vinningsbýti, skal halda aftur hetta avgjald og í seinasta lagi 14 dagar aftaná aðalfundarsamtykt um hetta rinda peningin til Toll- og Skattstovu Føroya og leggja við yvirlit yvir, hvussu avgjaldið er roknað, og hvørji feløg ikki skulu rindað avgjald."
  11. Í § 47, stk. 2 verður eftir "kommunuskattinum" sett: ", tó í mesta lagi ájavnt við álíknaða kommunuskattin."
  12. § 48a verður orðað soleiðis:
    "§ 48a. Peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur og vinnurekandi grunnar, sum eftir reglunum í hesi lóg bert eru skattskyldug til eina kommunu sum tilhalds-/heimakommunu, eru atvinnuskattskyldug til allar hinar kommunurnar í Føroyum."
  13. Í grein 55 verður "Føroya Gjaldstovu" broytt til: "Toll-og Skattstovu Føroya."
  14. Í § 76, 2. pkt. verður "31. mars" broytt til: "31. januar".
  15. § 77, stk. 1, litra c) verður orðað soleiðis: "c) Fyribilsskattur, sum sambært skattarokning er goldin."
  16. Í § 79, stk. 4 verður "1. august" í trimum støðum broytt til: "1. oktober".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999, tó so, at §§ 6, 7, 8, 9, 11 og 15 eru galdandi frá 1. januar 1998.

Almennar viðmerkingar:
Løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, vanliga nevnd Skattalógin, er høvuðslógin í føroyskari skattalóggávu.

Tilgongdin í samfelagnum hevur tí ofta við sær, at størri ella smærri broytingar ella ískoyti verða gjørdar í hesi lóg. Hetta uppskotið er einki undantak í so máta.

Føroyska skattaskipanin verður fyrisitin av Toll- og Skattaráð Føroya og Toll- og Skattstovu Føroya. Landsstýrið heldur tí, at rættast er, at tað eisini er Toll- og Skattaráðið, sum fær myndugleikan at veita skattafrælsi til persónar, sum vinna inntøkurnar í samband við kirkjulig ella manngóð endamál og til felagsskapir, sum sambært viðtøkunum einans nýta inntøkurnar til alment góðgerin ella kirkjulig, manngóð, listarlig, vísindalig ella tílík endamál.

Uppihaldspeningur til børn yngir enn 18 ár og hjúnafelaga, sum tað almenna hevur álagt einum persóni at rinda, hevur síðani 1. januar 1997 verið skattskyldugur hjá ávikavist barninum og hjúnafelaganum. Hinvegin hevur persónurin, sum hevði skyldu til at rinda uppihaldspeningin, kunna fingið endurgoldið 50% av goldnu upphæddini í stuðli úr landskassanum. Uppskot verður nú lagt fram fyri løgtingið um at strika stuðulslógina, og samstundis verður uppihaldspeningur til børn og hjúnafelaga við hesum uppskoti gjørdur skattafríur. Við tað, at stuðulslógin samstundis verður tikin av, sum henda broyting kemur í gildi, fer uppskotið væntandi ikki at hava eyka útreiðslur við sær fyri landskassan.

Lóggávan um skatting av vinningum frá spølum hevur verið sera ógreið og  í einstøkum førum beinleiðis misvísandi. Ein arbeiðsbólkur varð settur at rudda upp á økinum og gera lóggávuna einfaldari. Hetta hevur eisini við sær broytingar í skattalógini. Annars verður víst til viðmerkingar í uppskotinum til lóg um gjald av vinningi við burturluting v.m.

Nógv starvsfólk ráða í dag yvir teldu, ið arbeiðsgevarin hevur latið - telda, sum kann verða nýtt í arbeiði og privat. Tann í dag nógv nýtta farteldan hevur við sær møguleikan at kombinera arbeiðs- og privattelduna. Hetta hevur við sær størri fleksibilitet í tilrættaleggingini av arbeiðinum; m.a. ber tað í ávísum førum til at verða heima og arbeiða, og møguleika at hava teldu við sær í arbeiðsørindum. Við atliti til galdandi lóg hevur ein ávís óvissa og eftirlitstrupulleiki verið, tá fáir ella ongir eftirlitsmøguleikar hava verið. Sambært galdandi lóg er telda ikki undantikin skattskyldu. Fyri at fáa hesa óvissu burtur á hesum øki, verður uppskot sett fram um, at privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í sambandi við arbeiði, ikki telist til ta skattskyldigu inntøkuna, sjálvt um teldan o.a. eisini kann nýtast privat. Hetta hevur ongar fíggjarligar útreiðslur við sær og umsitingarliga vil hetta verða ein lætti.

Starvsfólk umborð á flogførum hava í mong ár fingið útgoldnan tíma-og dagpening, sum arbeiðsgevarin hevur rindað sum endurgjald fyri útreiðslur í sambandi við starvið, skattafrían. Við gildi frá 1. januar 1998 hava líkningarmyndugleikarnir kravt, at starvsfólk umborð á flogførum skulu skattast av hesum peningi uttan so, at tey hava ligið nátt yvir í útlondum. Landsstýrið heldur, at hesin starvsfólkabólkur skal varðveita síni rættindi, og skjýtur tí upp, at landsstýrismaðurin í skattamálum fær heimild í kunngerð at áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi. Tá talan er um at varðveita eina higartil galdandi mannagongd, hevur broytingin hvørki fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær.

Tað hevur víst seg at verið trupult at manna størv innan fyri almennu tænastuna, sum krevja fólk við serligum fakligum førleika. Neyðugt hevur tí verið at troytt møguleikarnar á útlendskum arbeiðsmarknaðum. Prísurin fyri slíka arbeiðsmegi er sjálvsagt hægri. Landsstýrið heldur tað tí vera skilagott at veita lætta yvir skattaskipanina í hesum føri. Tí verður skotið upp, at persónar, sum koma til Føroya í bráðfeingis arbeiðsørindum, sleppa undan  skatti av fríari ferð og fríum bústaði. Mett verður, at broytingin fer ikki at hava stórar útreiðslur ella krøv til umsiting við sær, tí roknað verður ikki við, at stórt tal av skattgjaldarum koma at fáa hesar sømdir.

Við løgtingslóg nr. 16 frá 27. februar 1996 um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, varð við § 29a møguleiki fyri at frítaka skattskyldugar persónar fyri skatt av inntøku, sum forvunnin varð fyri arbeiði, sum Danida skipar fyri og fíggjar. Henda áseting varð tó tíðaravmarkað frá 1. januar 1995 til og við 31. desember 1997.

Endamálið hjá landsstýrinum í 1996 at seta § 29a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt í gildi var m.a., at betra um møguleikarnar hjá føroyskum vinnuvirkjum at bjóða uppá arbeiði, sum Danida felagsskapurin skipar fyri og fíggjar. Ætlanin hjá landsstýrinum var harafturat at skapa somu skattligu fortreytir hjá teimum persónum, sum vórðu útsendir av føroyskum vinnuvirkjum til Danidaverkætlanir, sum fyri teirra donsku starvsfelagar.

Avgjørt var, at lógin skuldi vera tíðaravmarkað fyri tíðarskeiðið 1995-1997 fyri at fáa møguleika at endurskoða skipanina og meta, um neyðugt var at halda fram eftir hetta tíðarskeið.

Landsstýrið ynskir við hesum lógaruppskoti at seta § 29a í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt í lógina aftur.

Arbeiðið, sum teir útsendu hava gjørt í sambandi við Danidaverkætlanir, er á einum høgum fakligum støði. Hetta hevur merkt, at teir, sum hava verið útsendir og harvið eisini teirra virkir, hava fingið eina vitan og nakrar royndir, sum teir annars ikki høvdu fingið. Teir hava við hesum fingið betri møguleikar framyvir fyri at luttaka í kappingum um størri arbeiðsuppgávur í útlandinum, og eisini fáa teir nýtt royndirnar frá útlandinum í sambandi við arbeiðsuppgávur/verkætlanir í Føroyum.

Í tíðarskeiðinum 1995 til 1997 vóru 7 persónar útsendir av føroyskum vinnuvirkjum í samband við Danidaverkætlanir, sum komu undir § 29a. Persónarnir, ið útsendir vóru, hava ein serkunnleika á ávísum økjum, og hava hesir verið fult frítiknir fyri at gjalda skatt í 1½ til 6 mánaðir; ein persónur tó í eitt ár. Bruttolønin hjá teimum útsendu hevur verið 25.000 kr. um mánaðin.

Viðmerkjast skal, at ein stórur partur av arbeiðinum í sambandi við Danidaverkætlanir fer fram í Føroyum. Inntøkurnar sum koma frá hesum arbeiðum verða uppgjørdar serskilt, og verða skattaðar, sum vanlig skattskyldug inntøka í Føroyum.

Í mun til løgtingslóg nr. 16 frá 27. februar 1996 verður mælt til, at reglan ikki longur verður tíðaravmarkað. Hetta tí, at skipanin hevur víst seg at virka uttan trupulleikar, og harafturat er tað óheppið at gera lutfalsliga stuttar tíðaravmarkingar, tá fleiri av verkætlanunum, sum Danida skipar fyri og fíggjar, ganga yvir long tíðarskeið.

Hvørki landsstýrið eller Toll- og Skattstova Føroya hava haft nakað munandi meirarbeiði av lógarbroytingini. Nærri reglur og mannagongdir, skjalprógv v.m. hava gjørt, at lógin verður umsitin uttan trupulleikar.

Næsta broytingaruppskot er ein tilpassan av lógini um landsskatt og kommunuskatt til nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, sum kom í gildi 1. januar 1998. Endamálið við pensjónistafrádráttinum í § 3 í løgtingslóg um áseting av skatti var at tryggja, at pensjónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldi rinda skatt. Samskatting er sett úr gildi fyri øll, eisini fyri pensjónistar, og ónýttur frádráttur eigur sambært galdandi lóg ikki at kunna flytast frá einum pensjónisti til annan. Vísandi til endamálið annars við pensjónistafrádráttinum, nýggju sjálvuppgávuna og framlagda uppskot til broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan verður tí skotið upp at strika møguleikan fyri at flyta ónýttan frádrátt í kommunuskatti til hin hjúnafelagan. Henda broyting hevur ikki fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar við sær.

Við gildi frá 1. januar 1997 samtykti løgtingið, at kommunuskatturin hjá peningastovnum, tryggingarfeløgum og vinnurekandi grunnum skuldi býtast millum allar kommunurnar í mun til fólkatalið, uttan mun til í hvørjari kommunu virksemi varð rikið. Við hesum uppskotið verður tað sama galdandi fyri oljusølufyritøkur og telesamskiftisfyritøkur.

Endaliga eru nakrar smærri broytingar, sum gera umsitingina av lógini lættari. Hesar broytingar hava ikki fíggjarligar avleiðingar við sær.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar:
1) Føroyska skattaskipanin verður fyrisitin av Toll-og Skattaráð Føroya og Toll-og Skattstovu Føroya. Landsstýrið heldur tí, at rættast er, at tað eisini er Toll-og Skattaráðið, sum fær myndugleika at veita skattafrælsi sambært § 3, stk. 2 og 3 í Skattalógini.

3) Hetta er einans ein umorðing av verandi reglu. Børn eru skattskyldug av øllum inntøkum uttan mun til, um tað er inntøka av ognum ella ikki, burtursæð frá teimum inntøkunum, sum eru undantiknar skatti sambært hesi lóg.

4) Henda broyting verður framd, eftirsum tað bert skulu vera vinningar, ið lata avgjald eftir lógum um gjald av vinningi við burturluting v.m., sum eru undantiknir landsskatt og kommunuskatt.

5) Broytingin hevur við sær, at uppihaldspeningur til børn yngri enn 18 ár og til hjúnafelaga, sum tað almenna hevur álagt einum persóni at gjalda, framyvir ikki skal roknast við uppí skattskyldugu inntøkurnar.

6) Eftir uppskotinum skal privata nýtsluvirðið av teldu við útbúnaði, sum arbeiðsgevari hevur latið løntakara at ráða yvir í sambandi við arbeiði, ikki teljast til ta skattskyldigu inntøkuna, sjálvt um teldan o.a. eisini kann nýtast privat.

Sum útbúnaður er í hesum sambandi at skilja: software, scannari, modem o.a., meðan harafturímóti t.d. telefonsamband, ið kann nýtast til datatransmissión, verður viðgjørt eftir reglunum um fría telefon.

7) Starvandi umborð á flogførum eru fram til 1. januar í ár sloppin undan at inntøkuføra gjøld (svarandi til avtaluna millum landsstýrið og tænastumannafelag landsins), sum arbeiðsgevarin hevur goldið teimum sum endurgjald fyri kostnað (tíma-og dagpening) í hesum starvi, hóast tey ikki hava verið nátt burtur í útlondum. Síðani 1. januar í ár hevur líkningarvaldið kravt, at tey starvandi skulu inntøkuføra hesi gjøld, tá heimferðin hevur verið sama dag.

Landsstýrið ásannar, at hesin bólkur av starvsfólkum við hesum hevur mist nøkur peningalig rættindi, sum tey hava havt í mong ár, og skjýtur tí við hesum upp, at lógin verður broytt, so eingin ivi er um, at tey sleppa undan at inntøkuføra gjøld, ið landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð, og sum arbeiðsgevarin veitir sum endurgjald fyri flogfarastarvið uttan mun til, um tey liggja nátt í øðrum landi ella ikki. Av tí sama verður skotið upp, at broytingin fær gildi frá 1. januar í ár.

8) Innan nakrar vinnugreinir og almennar tænastur á føroyska arbeiðsmarknaðinum er trot á arbeiðsmegi, sum hevur tann neyðuga ella kravda fakliga førleikan. Tørvur er tí á at fáa til vega arbeiðsmegi úr útlandinum, um sertænastur av ymsum slagi skulu veitast føroyska samfelagnum á forsvarligum støði. Fyri at lætta um møguleikarnar fyri at útvega hesa arbeiðsmegi úr útlandinum og sostatt medvirka til at loysa ein staðfestan trupulleika á arbeiðsmarknaðinum, skjýtur landsstýrið upp, at persónar, sum koma til Føroya í bráðfeingis arbeiðsørindum, sleppa undan at geva upp til skattingar virðið á fríari ferð og fríum bústaði, sum arbeiðsgevarin veitir teimum.

9) stk 1. Skattafrítøkan (tann fæbundna) er bert tengd at persónum undir fullari skattskyldu í Føroyum, sum gera arbeiði í menningarlondunum.

Skattafrítøkan fevnir bert um inntøku, sum ein persónur hevur vunnið fyri arbeiði, sum Danida skipar fyri og fíggjar, og tá arbeiðið er gjørt í einum menningarlandi. Orsøkin til at velja einans Danidaarbeiði er, at Danida virkar sum ein vælskipaður altjóða felagsskapur innan fyri menningararbeiði.

Talan skal vera um at útsendar persónar, sum hava eina ella aðra servitan á einum øki. Persónarnir skulu tí lúku tey krøv, sum Danida vanliga setir fyri at kunna fremja eina verkætlan.

stk 2. Lógaruppskotið umfatar bæði persónar, sum gera beinleiðis sáttmala við Danida, og persónar, sum verða útsendir, og har eitt felag ella annað felag, hevur gjørt sáttmála við Danida. Her verður hugsað um entrepriseviðurskifti og undirentrepriseviðurskifti.

Tann føroyska fyritøkan kann ikki verða frítikin fyri at gjalda skatt av sáttmálaupphæddini frá Danida.

stk. 3. Frítøkan kann veitast eftir umsókn til Toll- og Skattaráð Føroya. Fyri at allar umsóknir skulu fáa eina einsháttaða og fullfíggjaða viðgerð, fær landsstýrismaðurin í skattamálum heimild til í kunngerð at áseta nærri reglur fyri, hvussu hesi mál skulu umsitast.

10) Toll- og Skattstova Føroya skal framyvir taka sær av innkrevjingini. Tí er neyðugt við hesi broyting.

11) Endamálið við pensjónistafrádráttinum var at tryggja, at pensjónistar, ið bert fingu grundupphæddina, ikki skuldu rinda skatt. Meiningin við ásetingini var soleiðis upprunaliga ikki, at ónýttur frádráttur skuldi flytast frá einum pensjónisti til annan.

Vísandi til endamálið við reglunum, og annars nýggju reglurnar um hjúnabandsskatt og sjálvuppgávu, verður skotið upp at strika møguleikan til at flyta ónýttan frádrátt til hin hjúnafelagan.

12) Fyri einum ári síðani samtykti løgtingið (løgtingslóg nr. 175 frá 30. desember 1997), at kommunuskatturin hjá peningastovnum, tryggingarfeløgum og vinnurekandi grunnum skuldi býtast millum allar kommunurnar í Føroyum í mun til fólkatalið.

Við hesum uppskoti verður tað sama galdandi fyri oljusølufyritøkur og telesamskiftisfyritøkur.

13) Toll- og Skattstova Føroya skal framyvir taka sær av innkrevjingini. Tí er henda broyting neyðug.

14) Galdandi freist til 31. mars ger, at Toll- og Skattstovan í prinsippinum skal bíða til aftaná 31. mars við at skriva skattauppgerðina út, um uppgerðin skal vera eftirfarandi. Skotið verður tí við hesum upp, at freistin verður sett til 31. januar, soleiðis at eftirfarandi skattauppgerðir kunnu sendast út longu í februar mánaði.

15) Núverðandi orðing er: Fyribilsskattur, sum sambært skattarokning "skuldi verið goldin". Tá endamálið við hesi grein er at gera eina endaliga skattauppgerð, er skilabest at mótrokna við upphæddum, sum í roynd og veru eru goldnar, og ikki upphæddum, sum áttu at verið goldnar. Tí verður skotið upp at gera hesa broyting.

16) Seinasta freist fyri at lata inn sjálvuppgávu er 15. august, og uppgerðin kann tí í fyrsta lagi gerast fyrst í september. Skotið verður tí upp, at 1. august verður broyttur til 1. oktober.

1. viðgerð 26. november 1998. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð 26. november 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Broytingin, ið mælt verður til í § 1, nr. 12 til § 48a, er eisini við í tingmáli nr. 68/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, og har er orðingin meira útgreinað. Nevndin mælir tí til at strika broytingina í hesum uppskoti og setir fram broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Viðvíkjandi broytingini í § 1, nr. 13 verður víst á viðmerkingarnar í tingmáli nr. 35/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti.

Ein teknisk villa komin í § 2, har tað stendur "at §§ 6, 7, 9, 11 og 15 eru galdandi frá 1. januar 1998", skal standa "at § 1, nr. 6, 7, 9, 11 og 15 eru galdandi frá 1. januar 1998".

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við teimum broytingum, nevndin mælir til og setir tí fram soljóðandi.

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 1, nr. 12 verður strikað, og § 1 nr. 13-16 verða § 1, nr. 12-15".

2) Í § 2 verða "§§" broytt til "§ 1. nr."

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 22. december 1998 løgdu tingmenninir Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Annita á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus, Jákup Sverri Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 1, nr. 5, verður soljóðandi: "Í § 29, nr. 13, verður skoytt uppí: "uppihaldspening, sum tað almenna hevur álagt at rinda til børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga,""

Viðmerking:
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, hevur tikið aftur løgtingsmál nr. 65/1998: Uppskot til broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening, sum var beinleiðis orsøkin til at skjóta upp at gera broytingina í § 29, nr. 13, í skattalógini. Tá broytingin í lógini um stuðul til uppihaldspening nú ikki verður framd, verður mett neyðugt at taka aftur uppskotið til hesa broyting av skattalógini, tá tað snýr seg um skattafrítøku av uppihaldspeningi til hjúnafelaga, meðan børn yngri enn 18 ár, og sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga, framyvir verða skattafrí av móttiknum uppihaldspeningi.

3. viðgerð 22. december 1998. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Annitu á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus, Jákup Sverra Kass,  Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen samtykt 29-0-0. Uppskotið sum samtykt við 2. viðgerð og soleiðis broytt endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 2540-5/91
Ll.nr. 101/1998 frá 29.12.1998