Fiskifør til útflutnings

 

44  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 38 frá 20. mai 1988 um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995, verður gjørd henda broyting:

Í § 5, stk. 2 verður "6 %" broytt til: "12 %".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.

Viðmerkingar
§ 5, stk. 1 í lógini varð broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 8. mars 1994, soleiðis at landsstýrinum varð heimilað at veita upp til 12% í rentustudningi til felag, ið byggir fiskiskip á føroyskari skipasmiðju.

Mett verður tí eisini rættast, at § 5, stk. 2 verður samsvarandi, tí at treytin fyri at veita studning í sambandi við umbygging er, at umbyggingarvirðið er 8 mió. kr. ella meira. Ein slík umbygging vil tí í flestu førum í kostnaði verða at javnmeta við bygging.

Málið hevur verið lagt fram í vár, men datt burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.

Fíggjarligar avleiðingar í hesum uppskoti eru avmarkaðar til ta upphædd, sum í dag er avsett á fíggjarlógini.

1. viðgerð 19. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 26. november 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

til

uppskot landstýrisins

1) Í § 1 verða orðini "sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 83 frá 13. juni 1995" broytt til "við seinni broytingum, verður danski teksturin í lógini strikaður og".

2) § 2, 2. pkt. verður strikað.


Viðmerkingar:
Talan er bert um tekniskar broytingar.

Lógin er ikki seinast broytt í 1995, men í 1996. Harumframt er tað danski teksturin í upprunalógini við seinni broytingum, sum verður strikaður, ikki í hesi lógini.

2. viðgerð 1. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 1 og 2 samtykt 32-0-0. §§ 1 og 2 soleiðis broyttar samtykt 32-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 4. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 1400-8/91
Ll. nr. 85/1998