Fiskamjøl og lýsi

 

45  Uppskot til  løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna løgmann, vegna landsstýrið, fram soljóðandi
 

Uppskot
til
løgtingslóg um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi v.m. á goymslu

§ 1. Landsstýrismanninum er heimilað landskassans vegna í fíggjarárinum 1998 at veita óbeinleiðis borgan fyri lánum til fiskamjøl, lýsi, matsild og makrel á goymslu. Borgan verður givin fyri lánum ikki upp um 70% av lánsvirðinum.

§ 2. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 1998.

Almennar viðmerkingar
Uppskotið er samsvarandi løgtingslóg nr. 42 frá 28. apríl 1997, sum fór úr gildi 31. desember 1997, sí løgtingsmál nr. 46/1996, og er uppskotið bert ein endurnýgging av lógini.

Tey virki, sum árini frammanundan hava biðið um borgan sambært lógini, viðgera í høvuðsheitum fiskasløg, hvørs veiða er nær tengd at árstíðum. Rávørunøgdirnar eru sera ójavnar, og goymslan av lidnum vørum til tíðir stór og kapitalbindandi. Eitt av virkjunum, sum árini frammanundan hevur umboðað meginpartin av upphæddini til borganir, roknar við, at helmingurin av allari ársrávøruni kemur á virkið í mai og juni mánaði, meðan mjølið og lýsið skal brúkast og seljast yvir munandi longri tíð. Tí verður mett, at lógin hevur stóran týdning, soleiðis at rakstrarfígging til virkið kann viðgerast skjótari av peningastovnunum.

Málið hevur verið lagt fram í vár, men datt burtur, tá val varð útskrivað.

Fíggjarligur kostnaður
Í fíggjarárinum 1997 eru borganir veittar fyri 25 mió. kr., og mett verður, at borganir í fíggjarárinum 1998 verða áleið tær somu sum fyri 1997.

Víst verður annars til løgtingslóg nr. 36 frá 25. mai 1963, tá fyrsta lógin um goymslulán kom í gildi.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar
Ad. § 1.
Talan verður bert um at veita óbeinleiðis borgan (simpla kautión) fyri lánum til fiskamjøl, lýsi, matsild og makrel á goymslu. Borgan verður givin fyri lánum, ið ikki mugu fara upp um 70 % av lánsvirðinum.

Ad. § 2. Lógin verður galdandi í fíggjarárinum 1998.

1. viðgerð 19. november 1998. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 16. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landstýrinum tann 6. november 1998 og eftir 1. viðgerð tann 19. november 1998 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 23. november 1998 og 16. desember 1998.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, men ynskir, at løgtingslógin eisini skal verða galdandi fyri 1999. Nevndin heldur, at einki endamál er við at samtykkja lógina bara fyri 1998, nú so lítið er eftir av árinum. Nevndin hevur frá landsstýrinum fingið upplýst, at møguligar borganir fyri 1999 undir øllum umstøðum verða væl lægri enn tær 25 mió. kr., sum vórðu veittar í 1997.

Nevndin mælir við hesi grundgeving løgtinginum til at samtykkja uppskotið við niðanfyristandandi:

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landstýrisins

1) Í §§ 1 og 2 verður "1998" broytt til "1999".

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd samtykt 21-1-3. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-0-2. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu. 

3. viðgerð 29. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-1-1. Málið avgreitt.

J. nr. 1400-7/91
Ll.nr. 111/1998 frá 29.12.1998