Lønjavningargrunnur

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn

 

Orðaskifti við 1. viðgerð hósdagin 19. november 1998.

Málið viðgjørt saman við løgtingsmáli 48/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Forskotsgrunn Fiskiflotans.

Heini O. Heinesen (Tf.)

Harra formaður. Nú er tað soleiðis, at man hoyrir ymiskt í tinginum, sjálvt um menn ikki hava orðið, so tosa teir bara um fullveldi nú aftanfyri meg, javnaðarmenninir, so man líka sum verður ávirkaður, tá man skal viðgera hesi málini, um tað er navnið, og her er eitt navn eisini sum man tosar um, her er tað Lønjavningargrunnurin ella Lønjavningarstovan. Man plagar at siga tað soleiðis, at her er ikki so nógv at viðgera harra formaður, tað er eitt navn, sum man skal viðgera her, og vit kenna hetta frá fyrr av, teir sum vóru í undanfarna tingi, so her er ikki tað stóra at viðgera í hesum báðum málunum her, tað er um tað skal eita grunnur ella stova, tað er tað, sum málið snýr seg um, um eg havi skilt málið rætt, tað er møguligt, at onkur annar hevur funnið okkurt annað burtur úr tí. So er tað spurningur um tað skal eita, tað sum onkur hevur fingið ganir av, tjóðveldi ella fullveldi, tað plaga vit at hava onkrar menn har í Kunoy, sum plaga at skera ganir, teir eru teir flestu deyðir nú, so man skuldi kanska fingið onkrar her at skorið ganir, onkrar av javnaðarmonnum, við hesum vælsignaða fullveldisorðinum sum nú líka sum regnar niður í nakkan á mær, tað var líka handa viðmerkingin har, orsakað. Hatta var uttanfyri sjálvt málið, men hetta eru tvey nøvn, sum skulu broytast, og tí hugsaði eg at hetta hevur ikki størri týdning enn so, at tað er spurningurin um hetta skal eita Lønjavningargrunnurin ella Lønjavningarstovan, tað er tað tað snýr seg um. Vit hava viðgjørt hetta í Vinnunevndini fyrr, og har var ein meirluti tá fyri at lata tað eita grunnur, men nú siga teir kønu, at tað kann ikki eita grunnur, tað skal eita stova, so at hetta málið verður viðgjørt í vinnunevndini, so fáa vit at síggja, hvat menn koma at siga til tað har. Fyri meg kann tað gera tað sama, um tað eitur stova ella grunnur, tað má eg erlig talt siga. Takk.

 

 

Jógvan á Lakjuni (Ff.)

Harra formaður. Tað er løgtingsmál nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn og nr. 48/1998: Forskotsgrunn fiskiflotans, sum eru til viðgerðar. Hetta er ivaleyst eitt nokk so einfalt mál, sum Heini O. Heinesen var inni á, og tað er í uppskotinum til broyting í løgtingslógini um lønjavningargrunn, ella í viðmerkingunum verður greitt frá, hvat ið orsøkin er til hetta her. Tað stendur í viðmerkingunum við formansins loyvi: Endamálið við hesi lógarbroyting er at tilpassa lógina um Lønjavningargrunn, sum varð endurskoðað á vári 1997, og Lønjavningargrunnur skipsfiskimanna varð avtikin til galdandi reglur um ábyrgd landsstýrismanna, og sum eg skilji hetta, so er tað ikki í tráð við galdandi reglur um ábyrgd landsstýrismanna, at hetta hugtakið grunnur verður brúkt í samband við, at landsstýrismaðurin skal umsita henda stovnin, tí verður skotið upp at broyta hetta til Lønjavningarstova. Tað havi eg sum so ikki so nógvar viðmerkingar til, tað haldi eg uppá ein máta, sum undanfarni røðari segði, kann gera tað sama, hvussu tað eitur ,um tað annars riggar, sum tað skal. Eg fann mær í áðni, tað álitið sum vinnunevndin í fjør, ella uppskotið var til viðgerðar í fjør í vinnunevndini ,og tað er í mars mánaði tað hevur verið til viðgerðar, og so er tað farið í vinnunevndina,og vinnunevndin hevur so sítt álit, og við formansins loyvi fari eg at lesa úr tí. Har er ein meirluti, sum var Jørgen Niclasen, Bjørn á Heygum, Álvur Zachariassen og Jákup Olsen, teir siga, at teir eru samdir við landsstýrinum í, at landsstovnur ikki kann verða nevndur við heitinum grunnur. Meirlutin vísir á, at undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at landsstýrið hevur gloymt, at navnið Lønjavningargrunnur verður nevnt í løgtingslógini um evnisskráir, og tað førir við sær, at um navnið á núverandi Lønjavningargrunni verður broytt til Lønjavningarstova Fiskimanna, so kann stovnurin ikki nýta P-talið. Meirlutin mælir tí til, at stovnurin fyribils skal eita Lønjavningargrunnurin, men heitir samstundis á landsstýrið um fyrst í komandi tingsetu at koma við uppskoti um at broyta navnið heruppií eisini at broyta navnið í løgtingslógini um evnisskráir. So verður tað samtykt soleiðis, at tað framvegis æt grunnur. Tá eg nú hyggi eftir hesum her, sum vit hava fingið lagt fyri í dag, so er tað hetta uppskotið um at broyta navnið á Lønjavningargrunninum og so at broyta hetta navnið eisini í lógini um forskotsgrunnin. Men eg havi ikki sæð nakað um evnisskráir komið her, tí, sum eg skilji, so er navnið eisini brúkt í tí lógini, t.v.s. so skuldi tað eisini verið broytt har. Eg kundi hugsað mær at spurt løgmann, um teir hava hugsað um hatta har, ella hvussu tað hongur saman? Annars er ein onnur broyting í hesum her, ella hin broytingin í hesum her, at yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin verður avtikið, og argumentini fyri tí hjá landsstýrinum her í viðmerkingunum eru, at tað eru fleiri funktiónir sum ráðgeva, teir vísa á, at alt, sum verður viðgjørt, verður lagt fyri Fískivinnustarvsnevndina, og tí halda teir, at tað ikki er neyðugt at hava hetta yrkisráðið, og tað er møguligt. Annars stendur her, at hetta hevur verið hjá Fiskivinnustarvsnevndini til ummælis, men tað stendur ikki, hvat Fiskivinnustarvsnevndin hevur sagt til hetta her, tað kundi kanska eisini verið áhugavert at vita. Annars vil eg siga, at Fólkaflokkurin tekur undir við hesum her, og vit vilja viðgera hetta málið í Vinnunevndini við vælvild. Takk fyri.

 

 

Henrik Old (Jf.)

 

Harra formaður. Her má man siga tað, at nú byrjar vælvildin hjá mær at ganga undan, tá tað kemur til hetta málið. Hini bæði framanundan hevur ikki verið nakar trupulleiki sum so. Hetta er sjúkligt uppskot, sum umsitingin vil pressa niður yvir høvdið á parlamentinum, man vil ikki aksepterað tað, at parlamentið hevur eina støðu til eitt ella annað, so sigur man, at gongur tað ikki fyrstu ferð, so prøvar man einaferð afturat, og gongur tað heldur ikki aðru ferð, so bíðar man til eitt valg er farið afturum, og sigur sum so, kanska teir, sum nú eru komnir, at teir verða meira linir í knøunum og siga lad gå, lat okkum fáa eina stovu í staðin fyri, tí vit hava for fáar stovur frammanundan. Tað er tað, sum verður roynt einaferð afturat frá umsitingini at prøva, um vit kunnu upprætta eina stovu afturat, og tað haldi eg ikki er nøkur sum helst grund til. Hetta hevur verið rópt fyri ein Lønjavningargrunnur, vit hava forrestin ovmikið av øðrum nøvnum, sum eisini verða brúkt í umsiting o.a. sum líkna við onnur nøvn úti í samfelagnum, so eg dugi ikki at síggja, hvat trupulleikin er við tí. So skyldar man uppá, at tað verður trupult at umsita tað. Tað er lagt undir umsitingina av landsstýrismanninum. Í dag hevur landsstýrismaðurin fulla ábyrgd av hesum og hann avtekur Yrkisráðið eftir hesum uppskotinum, so hann hevur ongan at spyrja eftir nakað sum helst, so hann kann gera akkurát sum hann vil, um tað eitur Per ella Pól, tað er fullkomiliga undirordnað. So kann man rista uppá høvdið ella siga okkurt annað, tí at sum tað hevur virkað, síðani landsstýrismaðurin yvirtók tað. Ja, eg dugi ikki at síggja, hvussu tað kann koma at virka annarleiðis enn tað, sum tað ger í dag. Stjórin er undirlagdur landsstýrismanninum og reglugerðir o.t., so tað skuldi ikki verið tann stóri trupulleikin. Landsstýrið hevur ábyrgd av at góðkenna reglugerðina fyri Lønjavningargrunnin, tað sum var, og her skjýtur man so upp at avtaka Yrkisráðið, sum er við lóg ásett. Tað kann møguligt verða rætt. Tað eru nú ikki somu fólkini, sum eru í Fiskivinnurstarvsnevndini, sum eru í Lønjavningargrunnin, tey, sum hava sitið í Yrkisráðnum, umboða vinnuna, tey hava havt eitt beinleiðis tilknýti til vinnuna, akkurát til hasi tingini, Fiskimannafelagið við 2 limum, Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, væl fyri at taka støðu til tey málini, sum ivamál eru um, tað eru jú bara ivamál og tey eru sum oftast í ringum tíðum, tey eru ikki í góðum tíðum, tá gongur tað sum oftast nokk so glatt, men í ringum tíðum, sum vit hava upplivað frammanundan, tá er tað sjálvandi øðrvísi. Hví man skal troðka allar føroyskar fiskimenn inn í eina stovu, sum teir ikki eru til dagliga, tað skilji eg bara als ikki. Hetta má verða ein ella annar formur fyri terapi, hvar ein umsiting einki hevur at gera, hon er jú blivin so óhugnaliga stór, man hoyrir, at man skal leiga frá einum landsstýrismanni yviri við Strond, hvar ið tvey stór hús skulu fyllast við fiskivinnuumsiting, og tað verður ikki smávegis, ið tá kemur at ferðast frá Strond og heim í løgtingið til at broyta nøvn, hvat man nú einaferða kann finna uppá hjá teimum, sum einki hava at gera, tí tað verða nógv, sum hava for lítið at gera, tá húsið hjá landsstýrismanninum Yviri við Strond er fult, tá verða nógv, sum hava for lítið at takast við, og for fá ið fara at fiska.

 

Vit hava fleiri onnur nøvn í samfelagnum, sum eita "grunnur", tað kundi kanska verið ein uppgáva hjá, eg veit ikki hvørjum, Skúlabókagrunninum, kanska, sum eingi annað hevur at takast við, uttan at finna uppá ymiskt, vit hava jú leiðaran, hann er jú ikki langt hiðani frá ella fyrrverandi, Munkagrunnurin er eitt, Mykinesgrunnurin eitt annað, skulu vit broyta Mykinesgrunnin og Munkagrunnin, vit hava tveir Føroya Bankar, annan fiskar man á og annan lænir man pengar úr, tað kann jú heldur ikki, tað vildi verið heilt sinnsvakt at brúkt tveir Føroya Bankar, vit hava havt for nógv av tí eina, og soleiðis kundi man hildið fram. Vit hava jú eisini fiskimenn, teir brúka Lønjavningargrunnin, teir brúka eisini ein banka sum eitur Bill Beyli banki, umsitingin á landi, sum einki annað hava at takast við, tey rópa tað fyri Ytri banki, sjálvt um ein banki liggur uttanfyri, so fáa tey hann at eita Ytra banka, var hetta kanska ikki eitt mál fyri Málnevndina, sum er arbeiðsleys alíkavæl, at tikið støðu til, at kanska funnið útav, um hetta var rætt, um tann bankin, sum ikki liggur uttast, verður róptur fyri Ytri banki, hetta er bara líka sum ein samanbering, harra formaður, tað er jú ikki nakað nýtt, at man brúkar samanberingar í øllum viðurskiftum. Eg haldi, man skuldi innkallað málnevndina í Vinnunevndina fyri at vita, um teir kundu sagt gott fyri hesi óhugnaligu broytiningi. Ella sum verður populert nú, brúka einar 200.000 kr. at útskriva eina kapping og hvør kundi funnið uppá tað best navnið í staðin fyri Lønjavningargrunnin og so útskriva eina kapping um, hvør kundi funnið uppá okkurt annað navn, enn eina stovu. Tað ringasta navnið vit kunnu brúka til ein fiskimann tað er ein stova, tað allar ringasta, og sjálvandi má umsitingin finna uppá tað ringasta, tí tað er jú teirra lív til dagliga, tey liva jú í eini stovu, tað sama við landsstýrismanninum, so hetta var líka sum bara ein samanlíkning. Løgmaður umsitur hetta málið nú, og eg rokni við, at hann fer at koma við eini fínar frágreiðing um, hví tað er so lívsneyðugt at broyta henda Lønjavningargrunnin, sum allir føroyingar hava hildið og hevur riggað væl í flestu førum. Yrkisráðið, fyri líka at venda aftur til tað. Tað var ein fyrispurningur herfyri og vit fingu at vita tað, at tað var valt, ella landsstýrið hevði valt sítt umboð í fjørheyst fyri gott og væl einum ári síðani, men tað er ongantíð kallað saman, og tað er møguligt tí, at einki hevur verið at snakka um, at man ikki hevur kallað Yrkisráðið saman, og lat okkum so hopa at vit sleppa undan framyvir. Men Fiskivinnustarvsnevndin og hesi fáu fólkini í Yrkisráðnum, tað er himmalvíður munur millum nøkur av teimum, nøkur av teimum grensa ikki til nakað sum eitur fiskiskap ella nakað í tann rættning, men eg vil fyrisláa, at vit innkalla málnevndina fyri at vita, um vit eru á beinari leið, tí hetta er tað mest sinnsvaka, sum man kann takast við í einum tingi, tað er at brúka tíð uppá eitt mál sum hetta fyri triðju ferð, eg haldi tað er triðju ferð og ikki fjórðu ferð, ið royndin verður gjørd. Takk fyri.

 

 

Jógvan á Lakjuni (Ff) viðm.

 

Harra formaður. Tað var ein lítil viðmerking til tað, sum Henrik Old segði, tað var nokk so stuttligt at lurta eftir honum, tí at eg eri ikki so heilt ósamdur við hann, tá ið hann fer at tosa um hetta, at man skal bara broyta eitt orð, tí man kann sagtans brúka eitt orð í nógvum samanhangum, men hetta má verða ein juridiskur spurningur uppá ein ella annan máta, sum kanska løgmaður fer at greiða okkum frá.

Annars haldi eg ikki, tað er heilt rætt, sum Henrik Old segði, at man ger ímóti tí, sum løgtingið hevur sagt, tí at eg læs álitið upp, sum vinnunevndin hevði skriva,ð og tann meirlutin í vinnunevndini hann heitti á landsstýrið um at koma aftur við málinum í ár, so eg haldi, at har ger landsstýrið rætt sambært tí, sum tað verður biðið um av løgtinginum, tað var tað. Takk fyri.

 

Henrik Old (Jf.) seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

 

Harra formaður. Tað er møguligt, at tað er tann juridiska síðan av tí, men eg eri heilt sikkur í, at um vit fóru at spyrja nógvar juristar, so høvdu vit fingið ein triðing fyri, ein triðingur hevði sagt, at tað skuldi verða, sum tað varð og tann síðsti triðingurin hevði onga støðu, tí at høvuðsprinsippið hjá einum juristi fyri at yvirlivi tað sama sum hjá einum ráðgeva, tað er tað, at hann má verða ósamdur við ein ella annan. Um man blívur samdur, so tekur man lívið av sær sjálvum, so býttur er væl eingin. So tað er einki problem at fáa tveir ella tríggjar partar, sum eru einigir í hesum málinum. Men, sum onkur annar segði, tað er innihaldið í hesum her, sum er er spurningurin, virkar Lønjavningargrunnurin væl innihaldsliga, navnið hevur ikki ein skitt at merkja. Tann meirlutin, sum tilráddi hetta í fjør, hann er burtur, eg haldi, at onkur av teimum er heilt burtur enn tá. Takk fyri.

 

 

Alfred Olsen (Sb.)

 

Harra formaður. Til viðgerðar er løgtingsmál nr. 47/1998 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn. Uppskotið viðførir, at orðið Lønjavningargrunnurin verður broyttur til Lønjavningarstovan, í § 1, § 2 og § 5. Orðið Lønjavningargrunnur fellur náttúrligari hjá einum sjómanni enn Lønjavningarstova, tað eri eg fullt samdur við Henrik Old í. Harumframt verður sagt, at orðið er ein justering í samband við stýrisskipanina, og tað kanska vit fáa ein upplýsing frá løgmanni um, hví so er. Men, harumframt verður í máli nr. 47 mælt til, at § 3 og § 4 verða strikaðar. Hyggja vit so eftir § 3, so umfatar hon stjóran, og tí er ein spurningur, um hetta eisini viðførir, at stjórin verður strikaður, og § 4 viðvíkur Yrkisráðnum, og er tað eisini meiningin, at Yrkisráðið skal verða strikað. Løgtingsmál nr. 48, sum verður viðgjørt saman við nr. 47, er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um forskotsgrunn fiskiflotans, og har eru tað bara orðini Lønjavningargrunnur verður broytt til Lønjavningarstova. Eg vil, eins og Jógvan á Lakjuni, spyrja, tað stendur her við formansins loyvi: Fiskivinnustarvsnevndin hevur havt uppskotið til ummælis, men tað stendur ikki, hvat hon er komin til, tí vil eg spyrja, hvat mælir Fiskivinnustarvsnevndin til? Takk fyri.

 

 

Løgmaður

Harra formaður. Tað er rætt, sum tað hevur verið sagt, at hetta málið hevur fingið viðgerð fyrr her á tingi, og Jógvan á Lakjuni læs upp úr álitinun frá seinast, hann var her, har tað álegði landsstýrinum at koma aftur við hesum broytingum, tá ávísar aðrar broytingar vóru gjørdar, og tað er tað, man ger. Hetta er beinleiðis ein áheitan frá løgtinginum og aftrat kann eg svara til Jógvan á Lakjuni, at viðvíkjandi evnisskráunum, broytingunum har, skal eg syrgja fyri, at tað málið eisini kemur niðan í tingið. Henrik Old, eg haldi, at tann positivi andin hjá honum var við at verða uppi, tað er altíð keðiligt at fara yvir í hina grøvina, tá man hevur verið positivur so leingi ein dag, tað er altíð nógv positivari fyri okkum aðrar, ið hvussu so er. Men orsøkin til, at Lønjavningargrunnurin verður broyttur til Lønjavningarstovan, er tað, at vit hava fingið eina nýggja skipan, og tað skuldi helst verið soleiðis, at tað var samsvar ímillum navnið og innihaldið á einum stovni, og tað er tað ikki í Lønjavningargrunninum í dag, tí sambært navnið so er tað ein grunnur og skal tað verða ein grunnur eftir tí definitión, sum okkara landsgrannskoðari hevur sett upp, so skal ein grunnur fyri tað fyrsta verða ein sjálvstøðug eind við egnari nevnd, við egnum roknskapi og við egnum stjóra, og tað er her, ið samsvarið ikki kemur ímillum navnið og innihaldið, tí Lønjavningargrunnurin er ikki ein sjálvstøðugur grunnur í dag. Hann hevur ikki eina sjálvstøðuga nevnd, sum hevur tað evsta valdið í grunninum, og eftir hesum, so skal man gera tillaðingarnar soleiðis, at Lønjavningargrunnurin í framtíðini sum Lønjavningarstova kemur at verða partur av fiskivinnufyrisitingini, tað er tað, sum liggur í hesum broytingunum. Um Lønjavningarstovan er tað rætta navnið, tað er so nakað heilt annað, og tað kunnu tit sagtans diskutera um, og er tað áhugi í tinginum at senda tað til málnevndina ja, so ger man tað. Men at varðveita eitt navn, sum í sínum navni hevur eina tilvísing til eina funktión, sum ikki er í samsvar við navnið, tað haldi eg er skyldan hjá landsstýrinum at boða løgtinginum frá og mæla løgtinginum til at broyta, og tað er tað, ið landsstýrið ger, sjálvandi er tað løgtingið, ið tekur að endaligu avgerðina í hesum máli.

 

Viðvíkjandi tí at strika Yrkisráðið, so er tað aftur her ein spurningur um, um tað er samsvar millum lógina og tær ásetingar, sum nú eru gjørdar í stýrisskipanini, tí tú kanst ikki hava eitt ráð, sum hevur ein kompitansa, tá ið hesin stovur, stova ella grunnur liggur undir ræðinum hjá landsstýrismanninum. Hevur man eitt ráð, sum umsitingarliga er evsti mynduleiki, so hevur tú framvegis ein grunn, og so er tað ikki landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgd av grunninum, men tað er júst tað, man hevur broytt í lóggávuni, tí er ikki samsvar ímillum tað, sum nú stendur eftir í lógini um hetta Yrkisráðið og stýrisskipanarlógina, og tí haldi eg eisini, tað er skylda hjá landsstýrinum at koma niðan í tingið at boðað frá hesum og mæla tinginum til, at tað verður samsvar ímillum stýrisskipanarlógina og tann umsitingarliga myndugleika, sum er ansvarligur mótvegis løgtinginum á hesum øki. Tað er noyðagtiga tað sama sum er galdandi tá tað kemur til forskotsgrunnin, her er also ikki eftir landsstýrisins meting samsvar ímillum navnið ella heitið á grunninum og innihaldið í sjálvum grunninum. Forskotsgrunnurin er heilt øðrvísi. Eg skal ikki fara inn í tað diskussiónina, tí tann einasta broyting ið er her, tað er tað at tað er í lógini í forskotsgrunninum at Lønjavningargrunnurin verður broyttur til Lønjavningarstovan, men forskotsgrunnurin liggur uttanfyri ábyrgd landsstýrismann og tí kann tú gott brúka forskotsgrunnin í tí samanhanginum, tí har er tað ikki landsstýrismaðurin sum hevur ábyrgd av tí grunninum. Takk fyri harra formaður.

 

 

 

 

 

Henrik Old (Jf.) viðvm.

Harra formaður. Man stendur sjálvandi ikki sterkur ímóti argumentatiónini móti løgmanni í hesum her, tí vit hava jú hoyrt frá teimum yvirordnaðu, at hetta kann ikki lata seg gera, aðrir hava sagt, at teir duga ikki at síggja, hvat munurin er um man rópar tað fyri a ella b ella Per ella Pól. Onkrar aðrar reglar, eg veit ikki, eg havi roynt at leita, nú havi eg funnið ein av teimum, um mynstringina hjá smærru útróðrarbátunum, har haldi eg, at Lønjavningargrunnurin stadivekk er innií, sum tú skal senda hesar seðlarnar til, tað er møguligt at tað er broytt, men mærvitandi hava vit ongantíð tikið orðið "stova" í brúk. Seinasta løgting var tað for fínt at brúka stovu, og eg havi ein mistanka um, at Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna stendur framvegis í lógini um mynstring ella skráseting hjá útróðrarbátum, so eftir øllum at døma, so verður tað soleiðis sum løgmaður sigur í sínum meirluta, tað mugu vit aðrir so rætta okkum eftir. Lat meg líka nevna tað, at eitt negativt er komið afturat, tað er gongdin við, tað er soleiðis at í ringum tíðum so er tað so at siga, hvørt einasta fiskimannaheim í landinum, sum hevur við Lønjavningargrunnin at gera, umskylda at eg blívi við at siga Lønjavningargrunnurin, men har hevur tað verið soleiðis at tað vit nú rópa fyri Yrkisráð, fiskimannafelagið, maskinmenn og teir, tóku støðu til nøkur ting, onkutíð var tað ivingarsamt, hvat tað hoyrdi til, men tað gekk skjótt. Erfaringarnar frá hinum, at skriva oman í Tinganes, tað at tað vóru mánaðir áðrenn avgerð kom aftur, meðan fólk bíðaðu, til tað óendaliga. Eg eri heilt yvirbevístur um, at tað fer at taka seg uppaftur nú, man hevur fingið spulað alt hetta av vegnum, Yrkisráð og fyri at rópt tað fyri eina stovu um tað kann stilla sinnið hjá meirlutanum.

 

 

 

Løgmaður, seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

Harra formaður. Tað er møguligt, at tað eru aðrar lógir, sum hava tilvísing til Lønjavningargrunnin. Men forútsetningurin fyri at gera tær broytingar er væl, at vit í lógini um Lønjavningargrunnin fáa eitt heitið. Verður tað heitið broytt til Lønjavningarstovan, sum landsstýrið skjýtur upp, ja, so má landsstýrið fara at gjøgnumganga allar tær lógir og øll tey, sum hava tilvísing til Lønjavningargrunnin til at broyta tær lógirnar til at verða Lønjavningarstovan, tað er klárt. Nú tosaði Henrik Old um tann langa vegin at fara út í Tinganes í mun til at fara til nevndina í Lønjavningargrunninum, tað er møguligt, at tað kanska er ein langur vegur, men netupp við at fjerna millumliðini, so skuldi tú fingið Lønjavningargrunnin so tætt uppá umsitingina í Tinganesi, hon verður jú inndrigin í umsitingina í Tinganesi, so tað skuldi faktist ikki verið nakað millumlið og tað skuldi bæði gjørt tað bíligari og meira rationelt og skjótari, alt annað, haldi eg, er løgið, tí tað hevur væl verið soleiðis, at tú hevur havt tríggjar kommandolinjur, tú hevur havt Lønjavningargrunnin, tú hevur havt nevndina og seinni Yrkisráðið og síðani hevur tú havt landsstýrið, tað er klárt, at við at kuta eitt út, so verður ein minni faktorur at forsinka málið í.

 

 

Henrik Old (Jf.)

Harra formaður. Tað er møguliga rætt, sum løgmaður sigur, at kommandovegurin verður styttur, men um hann verður betur, tað ivist eg uppaftur meira í, at tað verður betur eftir hesum uppskotinum, tí nú fella hesir sjálvandi burtur. Sum eg nevndi í áðni, í teimum ringu periodunum, tá eru tað, also hetta hevur við einstøk ting at gera. Ein umsiting, sum ikki kennir til tað, at eitt skip liggur yvir í New Foundlandi hevur trupulleikar við at gjalda inn til Lønjavningargrunnin, tað er skilt, at til Forskotsgrunnin, men maskinstopp ella hvørt av sínum, sum kemur upp í leikin, tað eru nøkur menniskjalig virðir, sum koma í klemmu, nøkur ting sum koma í klemmu. Eg kenni tað frá teimum 10 árunum, eg var har, og tá er tað gott at hava nøkur, sum kenna til hesi viðurskiftini. Har er tað serliga Fiskimannafelagið, sum sjálvandi kennir hvønn einstakan fiskimann og veit, hvussu støðan er, tá ið ymisk ting koma uppí, ólukkur, deyði og hvørt av sínum. Tað rørir við Lønjavningargrunnin, tá tað hendir. Eg ivist í, at tey, sum nú taka yvir róðrið, at tey hava tey somu følilsini at greiða tey málini uppá líka góðan máta. Mínar royndir eru tað, at tey, sum hava havt hesa uppgávuna, hava klárað hana betur enn tey, sum nú skulu taka yvir.

 

 

 

Løgmaður viðm.

Harra formaður. Eg trúgvi tað, at eg og Henrik Old, eru púra samdir um tað, at vit skulu gera hetta so smidigt og so gott fyri tann einstaka. Tí, tann sum kemur í klemmu og hevur brúk fyri hjálp, tí har er eitt gamalt orð, sum sigur, at skjót hjálp er dupult hjálp. Og tað sum eg haldi, at Henrik Old, gloymir í hesum samanhanginum, er tað, at hann talar nú út frá forútsetninginum, sum hann hevur sum formaður í Lønjavningargrunninum í nógv ár, og veit, hvussu systemið hevur virkað har. Til tað, at nú er tað systemið farið, tað er eingin nevnd í Lønjavningargrunninum meir, tað er ein yrkisnevnd, sum er ein ráðgevandi nevnd hjá landsstýrismanninum í fyrisitingarligum spurningum. Tað vil siga tað, at Óli Jacobsen kemur nú at hava ein at fara til og tað er landsstýrismannin í fiskivinnumálum, um tað eru trupulleikar við Lønjavningargrunninum, og tað eigur at verða og skal verða ein skjótari og betri fyrisiting, sum kemur burturúr, enn at tú hevur fleiri stig á vegnum.

 

Málið varð beint í vinnunevndina.