Lønjavningargrunnur

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn


Orðaskifti við 2. viðgerð týsdagin 1. desember 1998.

 

Heini O. Heinesen (Tf.)

Harra formaður. Tað er álit í løgtingsmáli nr. 47/1998: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn. Tað er soleiðis, at vit hava akkrát verið á skeiði í morgun fyri at læra okkum tað nýggju stýrisskipanarlógina, men tað sær ikki væl út fyri at tað eru nógvir, sum hava skilt hetta her. Tá man so hevur lisið Dimmalætting, so kann eg líka taka tað beinavegin, tí eg haldi, at av teimum viðmerkingum, sum eru komnar fram, haldi eg ikki, at man kann lata málið víðari. Eg skal líka nevna hetta her, at tað varð soleiðis, at tað lá eitt tilmæli frá Fiskivinnustarvsnevndini í samband við hetta lógaruppskotið her, sum var soljóðandi, við formansins loyvi: "Fiskivinnustarvsnevndin, hevur á fundi í dag viðgjørt niðanfyri standandi uppskot landsstýrisins um broyting í løgtingslóg v.m." so standa tey niðureftir. Broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn, L 73 frá 23. mai 1997, so siga teir her tann 24. november 1998 "Fiskivinnustarvsnevndin viðmælir uppskotinum." Hatta er tað, sum vit í meirlutanum hava tikið okkara støðu út frá. Tann 30. november 1998: "Meirlutin í fiskivinnustarvsnevndini mælir frá at Yrkisráðið sambært løgtingslóg frá 23. mai 1997 um Lønjavningargrunn verður tikið av." Yrkisráðið sum vit tosa um. So siga teir: "Hin 28. oktober 1998 viðgjørdi Fiskivinnustarvsnevndin saman við øðrum uppskotum uppskotið til broyting í løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997. Tríggir nevndarlimir vóru á fundi, og svarið til landsstýrið varð, at Fiskivinnustarvsnevndini viðmælti uppskotinum. Ein nevndarlimur, sum var á fundi 28. oktober 1998 hevði ikki skilt uppskotið soleiðis, at Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin skuldi takast av, men at bert talan var um at broyta heitið á Lønjavningargrunninum til Lønjavningarstova, hesir nevndarlimir eru ikki fyri at avtaka Yrkisráðið. Formaðurin gjørdi tí av at viðgera uppskotið til broyting í løgtingslóg nr. 73 um Lønjavningargrunn av nýggjum, og fór henda viðgerð fram fríggjadagin 27. november. 4 av nevndarlimunum mæla frá, at Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin verður tikið av, meðan 5. nevndarlimurin heldur fast við avgerðina frá 28. oktober 1998."

 

Søgan um hetta málið er tað, at vit verða skýrdir fyri at avtaka løgtingið, tí vit hava mælt til at fylgja stýrisskipanarlógini, so hava vit løgtingsmál nr. 92. Teir, sum vóru partur av landsstýrinum, sum sótu áðrenn valið, vóru teir, sum skriva í Dimmalætting í dag, at vit eru fyri ikki at brúka orðið landsforrædarar men so okkurt annað. So sigur landsstýrið hjá hesum sama í dag, formanninum í Fiskimannafelagnum, sum var landsstýrismaður tá. Við formansins loyvi: Nýggj stýrisskipanarlóg gevur einstakum landsstýrismanni fulla ábyrgd av málsøki sínum og harvið fyrisiting av málsøkinum. Tað verður tí hildið verið skeivt, at tað í lógini verður fyrisett, at Yrkisráðið skal ráðgeva landsstýrinum í fyrisitingarligum spurningum, hetta er tað landsstýrið, sum sat undan okkum, Sambandsflokkurin,Verkamannafylkingin og Fólkaflokkurin. So má man spyrja seg sjálvan, hvat hesir meina. So hava vit eisini eitt bræv, sum er komið frá Fiskimannafelagnum, sum er komið í dag, og tí kundi eg hugsað mær at fingið málið aftur í nevndina, so vit kunnu viðgera málið av nýggjum og gera púra greitt. Hetta Yrkisráðið hevur yvirhøvur onga uppgávu í sær sjálvum, hevði tað verið ein klagustovnur til teir, sum ikki fingu síni rættindi, so kundi man skilt tað. Um hetta Yrkisráðið skal mæla landsstýrinum til at gjalda meir pengar út, enn lógin tilskrivar, so mæla teir landsstýrismanninum til at broyta lógina, og um hann betalur minni pengar út, so mæla teir eisini til at bróta lógina. Tí má man siga sum so, at teir, sum atkvøddu fyri stýrisskipanarlógini, hava við teimum broytingum gjørt, at hetta ráðið er uttan ávirkan, tað er veruleikin, tað er tað, sum er hent í hesum málinum. Lønjavningargrunnurin er ógvuliga nógv broyttur gjøgnum tíðina, tað var ein grunnur tá, sum onkur, sum fiskaði, betalti inn í, og tað var so góð innbetaling, at tað var onkur, sum avtók seg sjálvan við at gjalda í henda grunnin, meðan aðrir fingu ein flota, sum ikki var brúk fyri á Føroyagrunninum, uttan at koma inn á tað. Sum málið liggur í løtuni, so haldi eg, vit fara at hyggja uppá málið einaferð afturat í nevndini. Eg fari at mæla formanninum til, at vit fáa høvi at hyggja aftur uppá málið. Eg haldi eisini, at vit mugu gera tað púra greitt, tí hetta blívur við ferð eftir ferð. Eg dugi ikki at síggja, at málið hevur nakran skund sum so, eg haldi tað hevði verið gott at fingið tað aftur í nevndina, tí eg vil ikki verða skýrdur at verða tann, sum avtekur løgtingið, so mugu tað heldur verða tey sum áttu uppskotið um nýggja stýrisskipanarlóg tað haldi eg nú heldur ikki.

 

 

 

Jógvan á Lakjuni (Ff.)

Harra formaður. Tað er 2. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í lógingslóg um Lønjavningargrunn, sum er til viðgerðar. Hetta málið fekk 1. viðgerð 6. november og síðani tá hevur tað verið í Vinnunevndini, har sum eg sjálvur eri limur, og tað, sum undrar meg eitt sindur í hesum málinum, tað er tað, at tá tað var til 1. viðgerð fyrst í mánaðinum, also tað eru tvey ting í hesi broytingini, sum hava nakað uppá seg. Tað fyrra tað er tað, at Lønjavningargrunnurin navnið skal broytast til Lønjavningarstova, og hitt er so tað, at §§ 3 og 4 verða strikaðar, og í hesum liggur, at Yrkisráðið skal takast av. Tá málið var til 1. viðgerð, tað stóra orðaskiftið, sum var á tingi, tað var um navnabroytingina, sum skuldi verða, og eg hoyrdi lítið og onku um hina broytingina, sum hevði við Yrkisráðið at gera, heldur ikki frá teimum, sum í álitinum í dag skriva so øgiligt bara um Yrkisráðið og ikki um hitt. Tað undar meg nokk so nógv, at minnilutin í nevndini, sum gjørdi øgiliga nógv burturúr hesum, at navnið skuldi broytast, og sum einki gjørdi burturúr, at Yrkisráðið skuldi avtakast til 1. viðgerð, og heldur ikki í nevndararbeiðnum, har hevur man bara tosað um hetta, at man var ímóti at broyta navnið, men man hevur als ikki tosað um hetta við Yrkisráðnum, tað er møguligt, at tað líka hevur verið uppi og vent, men annars hevur tað ikki verið trupulleikin í nevndini. Men, nú tá man lesur álitið hjá minnilutanum, nú stendur ikki eitt orð um hesa navnabroytingina, men bara mótmæli ímóti at avtaka hetta Yrkisráðið, so man fær ein mistanka um, at hetta er ávirkað uttanífrá á ein ella annan hátt síðan nevndarviðgerðina. Tá ið hetta var til viðgerðar, eg haldi, eg spurdi um hetta undir 1. viðgerð, eg haldi løgmaður svaraði uppá tað hetta við Yrkisráðnum. Tað, sum tað gongur út uppá, also argumentatiónirnar fyri at taka tað av, at tað eru fleiri funktiónir, sum ráðgeva, og man heldur ikki, tað er nøkur orsøk til tað, og tað er eisini møguliga í stríð við stýrisskipanarlógina, og at øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava samband við fiskivinnuna, tað varð lagt fyri Fiskivinnustarvsnevndina, har sum hesi somu feløgini hava umboð stórsæð mærvitandi, so eg dugi ikki at síggja tað stóra problemið í hesum her. Men, nú mælti Heini til at fáa tað aftur í nevnd, og tað ivist eg í, um tað er neyðugt, men eg haldi, at eg skal ikki siga meir í hesum sambandi. Eg haldi løgmaður kanska fer at greina okkum málið eitt sindur betri út. Takk fyri.

 

 

Heini O. Heinesen (Tf.) viðm.

Harra formaður. Eg haldi, at tá man verður skýrdur at vilja avtaka løgtingið í tí størsta blaðnum í landinum, so má man hava loyvi at skriva nakað um hasi tingini har, og eg haldi, tað er best at skriva tað í álitið, um so er. Men, sjálvandi um tit kunnu atkvøða um málið í dag og tað er nóg mikið, hetta sum eg havi ført fram nú, so veit eg ikki, um eg skal taka uppskotið aftur, men eg havi so skotið tað upp og haldi, at tað skal standa við, um tað skal aftur í nevnd, tí eg haldi, at tað er so mikið lítið skriva um hatta har. Eg haldi eisini, man má fáa ein enda á hesum her, at man hevur fingið nýggja stýrisskipanarlóg, soleiðis at tað er púra greitt, at vit, sum atkvøddu fyri nýggju stýrisskipanarlógini, ella teir, sum gjørdu tað, hava góðtikið hetta, at ráðini verða avtikin, tað er heilt givið.

 

 

Henrik Old (Jf.)

 

Harra formaður. Eg harmist eitt sindur um, tá Jógvan á Lakjuni sigur tað, at tað hevur verið lítið orðaskifti um Yrkisráðið, tí nakrar dagar frammanundan 1. viðgerð hevði eg ein fyrispurning, og Anfinn Kallsberg, løgmaður, svaraði fyrispurninginum, sum bara gekk upp á Yrkisráðið og onki annað. Vit høvdu eina nokk so fitta diskusión, sjálvandi vóru tað ikki aðrir, sum løgdu uppí ta diskussiónina, men tað var ein rættiliga fitt ósemja millum løgmann og meg í hvørfall um áskoðanina hjá landsstýrinum í hasum málinum. Fyrispurningurin var bara rættaður inn uppá Yrkisráðið og onki annað. Rætt er tað, at tá tað kom fyri her, tá bleiv tað ikki serliga nógv diskuterað, men í hvørfall nevndi eg, at mín støða var ikki øðrvísi, enn hon var undir fyrispurninginum, tí tók eg sjálvandi ikki undir við tí. Í nevndini var tað tað sama, eg haldi, at eg nokk so greitt segði frá, hvat eg helt í hvørfall funktiónin hjá ráðnum var og hvat funktiónin hjá tí gomlu nevndini hevði verið, at taka støðu til speciell ting, sum vóru á vegnum, tí tað hendur ymiskt í ringum tíðum í flotanum, tá skal tað oftani farast á markið, hvat ið er rætt og hvat er skeivt ella hvat er rímiligt og hvat er órímiligt, m.a. um menn koma til skaða og doyggja og hvørt av sínum. Nú skjýtur Heini O. Heinesen upp, at málið fer í nevnd, og tað ætlaði eg so eisini at gera, men sjálvandi er eisini tann møguleikin at fella tað, tað ber jú eisini til at fella uppskotið, so er tað yvistaðið, men fer tað aftur í nevnd, so kann man sjálvandi diskutera tað har. Nú er tað, sum maðurin segði, rivið um, nú kundi man koyrt tað í nevnd aftur og saltstroytt eitt lítið sindur aftur, soleiðis at tað kundi ligði eina tíð har, til tann nýggi landsstýrismaðurin var komin, so fekk man at síggja, um hansara áskoðan var tann sama, sum hetta gevur úttrykk fyri. Nú kann man altíð hava ein mistanka um, at tað er umsitingin, sum vil hava tað vekk og sum ávirkar nakað, men tað er sum altíð tann fungerandi landsstýrismaðurin, sum hevur ábyrgdina av einum máli. Tá ið tað verður sagt her í, at tað vóru tríggir limir á fundi, tá málið var til viðgerðar, og tað bleiv skundað undir, og tann eini hevur uppfatað tað sum, at tað var ikki at avtaka Yrkisráðið, men at broyta navnið til Lønjavningarstovu, og tað bara vóru tríggir limir á fundi, so er tað ikki so órímiligt, tá man veit, hvørjir hinir limirnir eru, tí teir hava ikki nakað serligt forhold til Yrkisráðið, tann, sum er formaður t.d., hann er heilt uttanfyri tað systemið, sum hevur nakað við fiskiskap at gera, og so er tað so skjótt at tað kann blíva lítil áhugi fyri at diskutera tað. Nú veit eg ikki harra formaður, eg las ikki minnilutaálitið, tað plagdi at verða tað vanliga, man startar orðaskiftið, áðrenn man er liðugur at gjøgnumganga álitið, eg veit ikki, hvat orsøkin er til tað. Um tað fer aftur í nevnd, so er nokk ongin vandi, men fer tað ikki aftur í nevnd, so fer tað væl í gjøgnum uttan, at minnilutin hevur lisið sítt álit upp, og tað má sjálvandi verða, ja vit hava jú hálv meirlutadiktatur og tað er kanska ikki nakað óvanligt í tí, at meirlutin sigur bara av eini ella aðrari orsøk, so kann man ikki taka undir við tí, og so koyrir man tað bara ígjøgnum, men av røttum so skuldi hetta frálíka álit, sum minnilutin hevur skrivað, verið lisið upp. Men tað kunnu vit nýta høvi til, eg fari at biðja um orðið aftur, um tað verður felt og viðgerðin heldur fram at koyra tað í nevnd, at lesa hetta frálíka álitið.

 

 

Heini O. Heinesen (Tf) viðm.

 

Harra formaður. Eg skal gera púra greitt, at eg var púra greiður yvir, hvat uppskotið gekk út uppá, tí tað hevur verið somikið ofta í tinginum. Samgongan, sum Óli Jacobsen var partur av, legði tað fram aftur av nýggjum, tað er løgtingsmál nr. 92 frá í vár, noyðagtigt sama uppskot at avtaka Yrkisráðið, tí at tað var í stríð við stýrisskipanarlógina, og tí kundi eg hugsað mær at spurt undanfarna røðara, hvørja heimild Yrkisráðið hevur til sambært galdandi lóg at mæla einum landsstýrismanni til at útgeva meira pengar ella at lata verða við at gjalda meira út. Eg meini, at tað skal standa í lógini, um hasi og hasi tingini henda, so er hatta galdandi, tí nýtist man ikki at hava eitt Yrkisráð, tá lóggevur man so nágreiniliga, at tað var ikki brúk fyri Yrkisráðnum. Eg havi onki ímóti, at Yrkisráðið er har, men vit mugu halda landsins lógir, vit sum lóggeva, tað er soleiðis við tí. Takk

 

 

 

Henrik Old (Jf.) viðm.

Harra formaður. Fyrst skal siga tað, at í viðmerkingunum frá landsstýrinum, stendur at Fiskivinnustarvsnevndin hevur havt málið til ummælis, hvat teir siga, um teir siga a ella b, tað sigur uppskotið frá landsstýrinum einki um, akkurát hin partin, tá málið er lagt fram av fyrrverandi landsstýrinum, og Óli Jacobsen ikki hevur fylgt nóg væl við, tað tori eg ikki, sum maðurin segði, at leggja høvdið á blokkin fyri, men man kundi hugsað sær, at hetta kom fram í tí ruðuleikanum, tá nøkur og 90 blivu løgd á borðið eftir einum degi, lat okkum siga, at tað vóru tveir dagar, men tað rímiliga eini 60 – 70 av teimum komu fram ein dagin, uttan at forsvara Óla Jacobsen, tað er sjálvandi ikki mín uppgáva, men tað kann jú verða, at tað tá er dottið niðurímillum, tann landsstýrismaðurin, sum sat tá hjá Fólkaflokkinum, hann hevur hildið tað sama tá, sum hann helt nú hesuferð. Hitt við heimildini, teir hava ongar heimildir, teir hava ráðgeving og kunnu ráðgeva landsstýrismanninum í teimum viðurskiftunum, sum viðvíkja teirra limum, limum hjá Fiskimannafelagnum, limirnir hjá Skipara- og Navigatørfelagnum also stýrimenn og skiparar og maskinmenn og motorpassarar og teir, sum har eru í. Hesir, sum umboða teir, hava ráðgevandi myndugleika ella heimild ella hvat, man kallar tað fyri. So landsstýrismaðurin kann til eina og hvørja tíð fara til teir sum serkønir á økinum. Teir, sum eru í Fiskivinnustarvsnevndini, eru ikki serkønir á økinum, tí teir grensa ikki til fiskiskap, ein partur av teimum, tað er tað, sum er munurin á Fiskivinnustarvsnevndini og hesum ráðnum. Summir av teimum hava onki samband við fiskiskap av nøkrum sum helst slagi, grensa als ikki til tað, m.a. formaður, hann hevur ongantíð grensa til tað, uttan at hann kann verða ok fyri tann skyld. Hesir fýrarnir eru serfrøðingar á økinum í hvørfall, tað má man ganga út frá. Takk fyri.

 

 

Marjus Dam (sb)

 

Harra formaður. Tað uppskot um løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn, ið er til viðgerðar. Tá vit hyggja eftir hesi lógini, so eru tað nakrar broytingar, ið skulu verða gjørdar í tí núgaldandi lógini, umframt at tvær paragraffir verða strikaðar. Hyggja vit eftir, so er § 1 orðið Lønjavningargrunnur, við formansins loyvi: Í § 1 verður Lønjavningargrunnur broytt til Lønjavningarstovu, § 2 har er tað sama, at Lønjavningargrunnur broytt til Lønjavningarstova og í § 5 har verður aftur endurtikið tað sama at Lønjavningargrunnur broytt til Lønjavningarstova, so verða §§ 3 og 4 strikaðar og tær umhandla Yrkisráðið. Sjálvt um eg ikki eri serliga gamal maður, so minnist eg, at tá høvdu vit her á landi eitt, sum at Lønjavningargrunnur Skipsfiskimanna, tað er broytt til Lønjavningargrunnin og í dag kann Lønjavningargrunnurin ikki brúkast meir, tað má broytast til Lønjavningarstova. Tað er nakað, sum eitur "meningsløst arbejde", sum teir kalla tað í Danmark. Eg haldi, at tað, vit hava fyri okkum í dag, nærmast er tað sum eitur "meningsløst arbejde", at vit í dag skulu hava eina fyrisiting, sum skal brúka tíð og kreftir uppá at broyta Lønjavningargrunn til Lønjavningarstovuna. Vit sótu undir 1. viðgerð her meir enn 30 fólk og viðgjørdu hesa lógina, hon er farin í nevnd, hon er komin niðanaftur og nú skal aftur kjak verða um hetta. Hvønn veg koma vit við at broyta orðið Lønjavningargrunn til Lønjavningarstovu. Tað er mín einfaldi spurningur. Hevur Føroya Løgting ikki annað at gera enn at gera slíkar bakatell broytingar. Mær vitandi hava vit eitt, sum eitur Parkinsológ, ið æraði løgtingsmaður Óli Breckmann, plagar at citera dúgliga úr. Har verður m.a. nevnt, at eru 2000 fólk í eini umsiting, so kunnu øll hesi fólkini hava 8 tímars arbeiðsdag,við internari kommunikatión, tey kunnu senda brøv, koyra frímerkir uppá, aftur og fram og skriva og arbeiðstíðin gongur, men reelt so hendir einki arbeiði. Mær tykir, at ein broyting sum tann, vit hava í dag, tað er ein nulloysn, ið vit skulu brúka tíð og kreftir uppá at viðgera. Eg haldi, at hetta hoyrir ikki heima nakrastaðir, og eg haldi tað, at skulu vit syrgja fyri at fáa Føroyar at virka betur, so mugu vit sleppa av við broytingaruppskot og at brúka tíð og kreftir uppá uppskot sum hesi. So koma vit til §§ 3 og 4, sum skulu verða strikaðar, tað er eitt yrkisráð, orsøkin til, at vit skulu avtaka Yrkisráðið, tað verður nevnt, at tað verður til at minka kostnaðin av felagsútreiðslum og ein samskipan av Fiskimálastýrinum o.s.fr., also fyrisitingarligu uppgávurnar verða lættari at umsita og til fyrimun fyri borgaran, men tað sum eg dugi at meta um, so hevur hetta Yrkisráðið ikki havt so mikið sum ein fund, so har er ikki serliga nógv at spara. Tá tað so verður nevnt um Fiskivinnustarvsnevndina, sum skal taka sær av hesi Lønjavningarstovuni, so vil eg nevna eitt afturat, sum eg haldi man eisini skal hugsa um, áðrenn man kemur fram við slíkum uppskotum, og tað er nevnliga, at um hetta uppskotið verður samtykt, so skal hvør ein lóg, har Lønjavningargrunnurin stendur í í hesum landinum gjøgnumgangast og hetta skal broytast, tað vil siga papírarbeiði oman á papírarbeiði, og vit fáa einki gagn burturúr tí, uttan at tað kostar og vit skulu gjalda tað, og tann, ið skal gjalda tað, er m.a. tann fiskimaðurin, sum hevði havt betur gagn av, at vit bøttu um umstøðurnar hjá honum, heldur enn hann skal liggja og fiska og landa her á landi, og lønin skal fara til at gjalda skatt fyri slíkar meingsleysar broytingar.

 

So er eitt, ið eg líka skal nevna aftrat, og tað er nevnliga Fiskivinnustarvsnevndin, ið skal taka sær av hesum lógunum, har høvdu vit fyri eini tíð síðan eitt rættiliga gjølligt ummæli frá Fiskivinnustarvsnevndini, har ógvuliga nágreiniliga var grundgivið fyri, at fiskidagatalið ikki skuldi minka, tað skuldi hava frið, vit skuldu síggja, hvussu okkara fiskidagalóg virkaði. Teirra væl gjøgnumarbeidda ummæli bleiv kveistrað til viks, og vit fingu, sum eg skilti, so hava vit í løtini eina fiskivinnustarvsnevnd sum er, eg veit ikki, um eg skal siga, at tað er ivasamt, um hon virkar, vit hava ikki bert eitt Yrkisráð, sum ongan fund hevur havt, men kanska hava vit eisini eina fiskivinnustarvsnevnd, sum heldur ikki virkar. Tí, sum eg skilti ein stóran meirluta á tí nevndini, so ynsktu teir nærmast at vita, hvussu landið lá, áðrenn teir fóru at halda fram. Eg vil mæla til, at vit lata Lønjavningargrunnin hava frið, og at hann eitur Lønjavningargrunnur í framtíðini, tí at tað, sum Lønjavningargrunnurin skal arbeiða eftir, tað er ein reglugerð, og tað er hon, tað kemur ann uppá, tað er ikki navnið. So vil eg eisini halda, sum vit hava nevnt í minnilutaálitinum, at Yrkisráðið, í staðin fyri at avtaka tað, so skulu vit syrgja fyri, at tað fær loyvi at fungera. Eg vil mæla til, at man tekur undir við minnilutanum í hesum máli. So eri eg eisini rættiliga glaður um, at æraði talarin Heini O. Heinesen, ynskti at fáa málið í nevnd aftur. Hann bakkar í hesum lítla máli. Eg vil vóna, at hann í størri málum, sum hava størri týdning fyri føroyingin, finnur útav at bakka eisini, áðrenn tað verður ov seint. Takk fyri.

 

 

Heini O. Heinesen (f) viðm.

Harra formaður. Nú byrjar at mæla fyri monnum her í løgtinginum, nú sigur hann, at Fiskivinnustarvsnevndin kom við einum tilmæli, sum segði, at man skuldi ikki minka fiskidagatalið í vár, og minnist eg tað tilmælið rætt, so var tað eitt so merkiligt tilmæli, sum gekk beinleiðis ímóti lógini um vinnuligan fiskiskap, og tað ljóðaði nakað soleiðis, at teir, sum høvdu fiskað langt omanfyri sítt prosentmark, teir skuldu fáa fleiri dagar, meðan teir, sum ikki kláraðu sín part, har skuldi man inndraga dagarnar á teimum bólkunum, tað var tilmælið hjá hesari fiskivinnustarvsnevndini, nú havi eg ikki akkurát orðalagið, men tað var nakað soleiðis, so eg haldi at Marjus Dam, skuldi havt lisið uppá, áðrenn hann kom upp her at halda langar talur um nakað, sum hann als ikki hevur sett seg inn í. Eg haldi eisini, at hann má taka ábyrgd av tí stýrisskipan, sum hansara egni fyrrverandi løgmaður hevur sett í verk. Hetta er ein fylgja av stýrisskipanarlógini og einki annað. Yrkisráðið hevur yvirhøvur ongar heimildir, tað er veruleikin. Eg haldi hann skuldi lisið hatta hjá fiskivinnustarvsnevndini, tilmælið, sum kom tá, tað er fullkomiliga hol í høvdið, hatta var skipanarnevndin, sum hevði hatta tilmælið, og ikki Fiskivinnustarvsnevndin. Takk.

 

 

Marjus Dam (Sb.) seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

 

Ja, eg eri glaður og má takka Heina O. Heinesen fyri, at hann rættleiddi meg. Hann hevur nokk rætt í tí seinasta, hann nevndi, at tað var ikki handa nevndin, men man tekur fleiri ferðir og kveistrar góð og væl undirbygd tilmæli burtur, tað er tað, eg vil siga við hesum her, og so er tað eitt, at henda lógin, sum liggur frammi fyri okkum í dag, hetta er papírarbeiði frá einum enda í hin, og tað er tað, eg taki avstand fra. Takk fyri.

 

 

Løgmaður

 

Harra formaður. Eg má siga, at ger man ikki sítt arbeiði sum landsstýrismaður, so fær man rís frá løgtinginum, og ger man tað, so fær man eisini rís frá løgtinginum, at man ger tað. Eg haldi, at løgtingsmenn skulu taka fram, nú hava teir fingið alt á internetinum og aðrastaðir við, teir hava kjans til at síggja, hvat liggur aftanfyri tað, sum er komið á tingborð. Um teir taka løgtingstíðindi fyri 1997 á bls. 450, har stendur álitið frá Vinnunevndini, sum viðgjørdi løgtingsmál nr. 79 frá 5. mars 1997, og har stendur við formansins loyvi: Meirilutin í nevndin, Jørgen Niclasen, Bjørn á Heygum, Álvur Zachariassen og Jákup Olsen, eru samdir við landsstýrinum í, at ein landsstovnur, ikki kann verða nevndur við heitinum grunnur. Meirlutin vísir á, at undir viðgerðini í nevndini er komið fram, at landsstýrið hevur gloymt, at navnið Lønjavningargrunnurin verður nevnt í løgtingslóg um evnisskráir, og tað førir við sær, at um navnið á núverandi Lønjavningargrunni verður broytt til Lønjavningarstova Fiskimanna, so kann stovnurin ikki nýta p-talið. Meirilutin mælir tí til, at stovnurin fyribils skal eita Lønjavningargrunnurin, men heitir samstundis á landsstýri um fyrst í komandi tingsetu at koma við uppskoti um broyting av navninum. Tað er orøkin til, at landsstýrið kemur við broyting av navninum, so er ørsøkin til hina broytingina tað, at Vinnunevndin ger eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá landsstýrinum og fær tað samtykt á løgtingi, og við formansins loyvi vil eg citera tað, ið stóð í uppskotinum hjá landsstýrinum, og tað, sum bleiv samtykt. Har stóð í § 4, at ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðv. inntøkutrygd v.m. verður sett eitt yrkisráð við 5 limum og síðan stendur, hvussu tað verður mannað. Men broytingaruppskotið, sum bleiv samtykt og kom inn í lógina, har stendur § 4. Fyrsta pkt. verður orðað soleiðis, at ráðgeva landsstýrismanninum í spurninginum viðv. inntøkutrygd v.m. og í spurningum viðv. fyrisitingini hjá Lønjavningargrunninum verður sett eitt yrkisráð við 5 limum. Also løgtingið fer inn og sigur, at nú skal eitt ráð verða við at skipa fyrisitingina av Lønjavningargrunninum. Har koma vit í stríð við sjálva stýrisskipanina hjá okkum, tí tað er landsstýrismaðurin og landsstýrismaðurin aleina, sum hevur ábyrgdina av fyrisitingini. Tí ynskir landsstýrið at broyta hetta, og við tað, at tað eru onnur organir, ið ráðgeva landsstýrismonnum, sum umboða somu feløg, so heldur man, at tey ráð, man vil hava í samband við inntøkutrygd v.m., kunnu líka so væl liggja hjá hesum ráðum. Fyri at skilja samnanhangin í hesum, so haldi eg, at man skal fara eitt sindur lonur aftur í tíðina, nevnliga tá Lønjavningargrunnurin í síni tíð varð stovnaður, tá var tað ikki ábyrgdin hjá landsstýrinum, hvussu Lønjavningargrunnurin fungeraði og var stýrdur, tá var tað ein nevnd, ein 5 mannanevnd og tað eru nógvir góðir løgtingsmenn, sum hava sitið í nógv Harrans ár, og stýrt Lønjavningargrunninum, men tað er klár, at tá man kemur til har, at vit skulu hava eina nýggja stýrisskipan, har ið fyrisitingin verður ábyrgd hjá viðkomandi landsstýrismanni, so ber tað ikki til meir, og tað er tað, man gjørdi við broytingini í 1997.

 

Tá ið álitið nú verður lagt framaftur, so stendur her við formansins loyvi í seinastu reglu: Tað er óskiljandi, at somu løgtingsmenn, sum dagliga harðliga átala, at løgtingið letur ov nógv av sínum valdi til landsstýrismannin at ráða yvir, góðtaka, at landsstýrismaðurin ikki fylgir eini løgtingslóg. T.v.s. at minnilutin uppfatar tað at fáa skipað viðurskifti, hvør hevur ábyrgdina og avgerðarrætt av einum stovni, tað er, at løgtingið gevur frá sær vald. Har eru vit heilt og aldeilis úti á glatísi, tá tað kemur til stýrisskipanina. Um tað er ætlanin hjá løgtinginum, at løgtingið skal stýra einum umsitingarligum stovni, so er at seta tað púra greitt í lógina, men so er tað í stríð við stýrisskipanina. Hetta við at býta upp og siga, at landsstýrismaðurin, og tað segði Henrik Old, fyri eini løtu síðani, at tað er landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum hevur ábyrgdina av Lønjavningargrunninum, men samstundis sigur hann her, at løgtingið skal ikki frágeva sær vald á hesum økinum, tað vil siga, at løgtingið skal hava ein fingur við í spælinum. Nei, løgtingið skal geva landsstýrismonnunum teir karmar, teir skulu arbeiða innanfyri. Antin má tað verða soleiðis, at tað er løgtingið, sum hevur avgerðina og ábyrgdina, ella er tað landsstýrið, sum hevur avgerðina og ábyrgdina innan fyri teir karmar, sum løgtingið gevur. So eg haldi, at sum málið liggur, er einki at ivast í, at tingið skal taka støðu til ein ógvuliga princippiellan spurning, um man nú við lóggávu einaferð afturat ætlar at blanda lóggevandi og umsitingarligt vald, ella um man ætlar at halda tann greiða skilnað, sum stýrisskipanarlógin leggur upp til.

 

Eg má siga, at Heini O. Heinesen hevur púra rætt í tí sum hann hevur ført fram í hesum málinum, hann hevur víst á tann mátan, sum hetta er. Eg haldi, tað er ikki neyðugt at fara aftur í nevndina við hesum málinum, tingið eigur at taka støðu til, hvønn veg man fer, og vegurin er púra greiður her, tað nýtist ikki nakað broytingaruppskot, antin samtykkir man hetta uppskotið ella eisini fellur man uppskotið, og við at fella uppskotið, so hevur tingið harvið blandað fyrisitingarliga og lóggevandi partin samanaftur í lógina.

 

Tað, at Yrkisnevndin ongan fund hevur havt, tað er orsakað av, hvat er tað fyri spurningar, sum løgtingið meinar við skulu leggjast fyri hetta yrkisráðið. Skal tað verða soleiðis, at spurningar um fyrisitingina av Lønjavningargrunninum skulu verða eftir einum uppleggi ella eini góðkenning av Yrkisráðnum, ella hvat er tað, og tí er tað neyðugt hjá landsstýrinum at koma aftur í tingið at fáa at vita, hvat er tað, sum tingið meinar við, og er tað soleiðis, at tingið meinar, at vit skulu blanda tingini samanaftur, so haldi eg, man skal taka lógina frá 1954 framaftur og seta eitt ráð, sum løgtingið velur og er leyst av landsstýrinum, men so er tað ikki landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av hesum økinum.

 

 

Henrik Old (Jf.) viðm.

 

Harra formaður. Eg má siga tað, at eg eri ósamdur við løgmanni í einum rættiliga fittum parti av hansara áskoðan í hesum her, tí landsstýrismaðurin kann brúka hetta her, tað er eingin, sum sigur, at hann skal, tað er ein ráðgeving, eitt Yrkisráð, sum man kann ráðføra seg eftir, hann kann brúka limirnar til tað, sum hann skal broyta í samband við m.a. inntøkutrygd og minstuløn hjá útróðrarmonnum og hvørt av sínum. Tí, tað ber væl til at fáa ein landsstýrismann, sum ikki hevur fyritreytirnar fyri at gera hesi tingini, tað er tað, sum er, og um løgmaður hugsar seg um, so hava vit onnur ting, vit hava eitt sum eitur sjúkrahúsráð, hvat uppgávu hevur hetta sjúkrahúsráðið? Tað eru nøkur fólk, sum er vald út av nøkrum bestemtum áhugabólkum, sum eru knýttir at sjúkrahúsverkinum meir og minni, og tey kann so avvarandi landsstýrismaður brúka, um hann hevur fyri neyðini at fáa meira at vita um nøkur einstøk, og tað er tað sama við hesum landsstýrismanninum, hann kann brúka hetta Yrkisráðið, tað er eingin sum sigur, um hann skal, og um vit hyggja eftir, so hevur hann ikki brúkt tað, og sum Marjus Dam so útmerkað vísti á, tá landsstýrið umskyldaði seg við, at hetta kostaði for nógv, tá ráðið ongan fund hevur havt enn, so kann tað ikki kosta alla verðina, tí so er eingin løn at útgjalda. Tað er har, sum eg haldi, at munurin er á, um man er óheppin og treffur ein landsstýrismann og ikki hevur fortreytirnar fyri at vita, hvussu tað heila er samanskrúvað við inntøkutrygd, og vit hava havt teir, sum ikki hava havt fortreytirnar, so kann hann brúka hetta her og hevur hann ikki brúk fyri tí, so kostar tað ikki eitt tvey oyra, so kann hann henvenda sær til hesar menninar, sum eru serfrøðingar á økinum, tað sama sum tey, sum eru í sjúkrahúsráðnum eru serkøn, tey eru vald út frá heilt øðrum enn tað politiska systemið, sum valdi sjúkrahúsráðini fyrr, nú velur man sjúkrahúsráðini út frá, at fólkini vita eitt lítið sindur um og hava áhuga og hava vinnubólkar innanfyri sjúkrahúsráðið, man nýtist ikki at lurta eftir teimum, man nýtist heldur ikki lurta eftir Yrkisráðnum, men man kann hitta tríggjar serfrøðingar á hesum økinum, um man tímir at tosa við teir.

 

 

 

 

 

 

Løgmaður seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

Harra formaður. Tað er tann munurin á yrkisráðnum, soleiðis sum løgtingið broytti tað, og einum sjúkrahúsráði, at sjúkrahúsráðið er ikki ráðgevandi í umsitingarligum spurningum, men í fakligum spurningum, og eitt yrkisráð, sum landsstýrið skjeyt upp í 1997 var, at yrkisráðið skuldi verða ráðgevandi, tá tað kom til inntøkutrygd og onnur ting, hvussu man skuldi forma lóggávu o.s.fr. á tí økinum. Men tað er tann umsitingarligi parturin, sum er tann sum oyðileggur hetta málið, og har hevur man so sagt, at tann fakligi parturin er til staðar í øðrum ráðum, sum fiskimálaráðharrin hevur at ráðføra seg við í vinnuni, og tí heldur man, at man kann rationalisera við at leggja hesar uppgávurnar til tey eksisterandi ráðini, sum eru. Henrik Old, vísti til fyrispurningin um hetta málið og tað er púra rætt, vit høvdu eina góða diskussión og eg minnist eisini, at Henrik Old, segði vell, tað sær út til, at Yrkisráðið nú fer í søguna, og tað var orsakað av stýrisskipanarlógini, og so mátti man nokk liva við tí, og har var eg púra samdur. Eg trúgvi, at man kann fáa hesar funktiónirnar at virka í tí eksisterandi systeminum sum umboða vinnuna, sum eisini í dag sambært hesa lógina eru í hesum Yrkisráðnum, og tí trúgvi eg ikki, at vinnan skal verða verri hoyrd ella minni við í tí tilrættalegging av lóggávu, enn tað hon er í dag, og hon kann so ikki blíva minni at sita í einum Yrkisráði, sum ongantíð hevur fungerað.

 

Formaðurin

Tað eru ikki fleiri, sum hava biðið um orðið, og vit fara atkvøða í málinum.

 

Atkvøðugreiðsla

Uppskot frá Heina O. Heinesen um at beina málið aftur í nevnd, varð afturtikið av uppskotsstillaranum. §§ 1 og 2 samtyktar 18-0-14. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.