Lønjavningargrunnur

 

47  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn


Orðaskifti viðgerð fríggjadagin 4. december 1999.

 

Tingmenninir Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen og Marjus Dam fram løgdu broytingaruppskot.

Henrik Old (Jf.)

 

Harra formaður. Viðmerkingarnar til hetta broytingaruppskotið eru tær, at undir viðgerðini av hesum løgtingsmáli hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum Anfinn Kallsberg, ført fram, at ikki ber til at hava verandi Yrkisráð eftir, at nýggja stýrisskipanin er sett í gildi, tí skjóta vit upp at geva ráðnum heimild samsvarandi teimum, sum sjúkrahúsráðini hava fingið í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um sjúkrahúsverk Føroya, § 3 heimildir, sum sjúkrahúsráðini hava fingið, eru ikki í stríð við tær reglur, sum eru ásettar í stýrisskipanarlógini. Vit seta broytingaruppskot samsvarandi hesum, í løgtingsmáli nr. 47 við formansins loyvi. Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Lønjavningargrunn a: § 1 nr. 3 verður orðað soleiðis: § 3 landsstýrið velur eitt 5 manna ráð, sum skal hava møguleika at viðgera øll mál Lønjavningargrunninum viðvíkjandi. Stk. 2. Nærri reglur viðvíkjandi ráðnum, bygnaðinum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða ásettar av landsstýrinum. b. Í § 1 verður sett inn nýtt nr. 4, sum verður orðað soleiðis: § 4 verður strikað og c. § 1, nr. 4, verður hereftir § 1, nr. 5. Tað, sum vit siga í stk. 2, tað eru nærri reglur viðv. ráðnum og bygnaðinum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða ásettar av landsstýrinum. Hetta er akkurát tað, sum verður sagt um sjúkrahúsráðið, og eftir tí metingini í hvørfall, so haldi eg, og tað er ikki bara eg men fleiri onnur eisini, at sjúkrahúsráðini hava munandi víðari heimildir í mun til hvør ætlanin var við Yrkisráðnum. So at tá ið Yrkisráðið koliderar við stýrisskipanarlógina, so tykist tað løgið, at hetta skal ganga glatt ígjøgnum uttan nakað og hetta hevur væl virkað og hevur havt fundir, hetta er tann munur á hesum og Yrkisráðnum, hetta hevur havt fundir, og Yrkisráðið hevur ongar fundir havt, tí man hevur ikki viljað havt tað at rigga. Tí skjóta vit upp soleiðis, at møguleiki skal verða til at hava tað sama. Takk fyri.

 

 

 

Løgmaður

 

Harra formaður. Tað sær út til, at man hóast alt vil sleppa at verða við og tað er einki galið í tí. Men, eg meinti, at vit vóru samdir um hin dagin, at tað, sum vit vildu hava, tað var ein Lønjavningargrunn, sum virkaði væl og skjótt og tað varð m.a. ført fram av Henrik Old, at tað var ógvuliga avgerandi, at man tók skjótar avgerðir í Lønjavningargrunninum. Um nú landsstýrismaðurin skal hava ábyrgdina og avgerðina á Lønjavningargrunninum og ta fyrisitingarligu ábyrgdini, at hann so skal hoyra eitt ráð í øllum málum, sum ikki skal hava nakran avgerðarrætt, so kemur tað ikki at verða skjótari av teirri orsøk. Tað, sum er trupulleikin við lógini í dag, tað er ikki, um tú hevur eitt ráð ella ikki hevur eitt ráð at ráðføra teg við, tað, sum er trupulleikin er, at løgtingið fyri einum ári síðan innførdi í lógina, at tann fyrisitingarligi parturin hjá Lønjavningargrunninum skuldi liggja hjá hesum ráðnum eisini. Tí fari eg at mæla tinginum til at halda fast við tað uppskotið, sum bleiv samtykt við 2. viðgerð, tí hetta ger bara fløkjuna uppaftur størri. Tað var betri, um man vil hava viðurskiftini hjá Lønjavningargrunninum inn í eina fasta skipan, sum vinnan eisini ráðgevur í, at koyrt tað inn í tey verandi ráðini, sum eru. Also inn í fiskivinnuráðið sum ein part av teirra arbeiði. Í staðin fyri at liggja við einum truplum umsitingarliði aftrat her. Hetta kemur at gera tað, at fleksibiliteturin fyri at tillaga umsitingina í Lønjavningargrunninum blívur uppaftur nógv meira stívur, og tað kemur at ganga út yvir teir borgarar, sum hava brúk fyri Lønjavningargrunninum ofta í eini skjótari og knappari vending, og har eru vit væl allir samdir, at vit skulu gera grunnin, soleiðis at tað verður skjót hjálp, sum er dupult hjálp úr Lønjavningargrunninum, tá hon krevst.

 

 

 

Henrik Old (Jf.) viðm.

 

Harra formaður. Tað er soleiðis, at royndirnar hava hava verið tær, við fiskivinnuumsitingini og eisini í samband við Lønjavningargrunnin, at tá ið tað hevur verið neyðugt at farið til umsitingina, tá hevur tað gingið heilt ómetaliga seint, heilt ómetaliga seint. Og tað eru mánaðir aftaná mánaðir frá tí, eitt bræv er farið frá Lønjavningargrunninum til landsstýrið og til eitt svar er komið aftur um einstøk mál, hvussu tey skulu tulkast, tá spurningarnir taka seg upp, og tað eru periodir, hvar tulkingarspurningar taka seg upp, tí hetta hevur við menniskju at gera, beinleiðis við mennisku at gera, og sum oftast er tað í situatiónum, hvar tað er trupult við inntøku. Tá vit vísa til sjúkrahússtýrið, um tað er so tungt, so skuldi man trúð, at tað var heilt galið at havt sjúkrahúsráðini inni, tí tað hevur trods alt við sjúk fólk at gera, og har skal tað eisini ganga rímiliga skjótt og ikki mánaðar frá tí, man tekur eina avgerð. Hetta er ikki ein spurningur at sleppa at verða við. Tá ið løgmaður vísur til tað verandi fiskivinnuráð, so er tað ein samanseting, sum ikki hevur beinleiðis tilknýti til vinnuna. Tú kann taka formannin, sum er starvsmaður hjá Almanna- og Heilsumálastýrinum, tú kann taka limirnar, sum eru skrivstovumenn hjá fyritøkum í býnum, og tað kunnu verða umboð fyri arbeiðarafeløgini t.d., tey hava ikki beinleiðis tilknýti, tey hava ein meirluta. Tey, sum sita uttanfyri, tey hava ein meiriluta. Hesi, sum eru skotin upp í hesum ráðnum her, tað eru fólk, sum beinleiðis hava tilknýti, Fiskimannafelagið, Skipara- og Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Meginfelag Útróðrarmanna, tey kenna hvørt nikk og prikk í hesum her. Tað er tí, vit halda hetta, at fáa tað at virka skjótt, hesir, sum sita í hesum ráðnum, eru teir, sum reagera skjótast í samfelagnum, tá nakað er galið, altíð reagera teir skjótast, hitt kemur aftaná.

 

 

Kristian Magnussen (Jf.) viðm.

Harra formaður. Eg skilji ikki rættiliga hugburðin hjá landsstýrinum í hesum málinum her, serliga tá tað er vinnan sjálv, sum ynskir at koma í eitt ráð, hvar hon kann ráðgeva landsstýrinum. Tað mátti verið ein fyrimunur eisini fyri at fyribyrgt, at trupulleikar uppstanda ímillum vinnuna og landsstýrið í umsitingini av hesum málinum, av Lønjavningargrunninum, at landsstýrið hevði eitt stað, hvar tað kundi farið og ráðgivið seg í principiellum spurningum nettupp fyri at fyribyrgt, at umsitingin fekk ov nógvar trupulleikar seinni, og tað er eingin vandi fyri, haldi eg sjálvur, at tað blívur at farið í detaljur í hesum ráðnum her, tí tað stendur jú í stk. 2, at nærri reglur viðv. ráðnum, bygnaðinum og fyrisitingarligum viðurskiftum verða ásettar av landsstýrinum. Her kann landsstýrið áseta, at hetta ráðið skal verða ráðgevandi í yvirordnaðum spurningum, tað eigur at verða ein fyrimunur, harra formaður, ella tað vildi eg hildið. Um vinnan ynskir at verða ráðgevandi hjá landsstýrinum, so mátti tað verið ein fyrimunur hjá einum landsstýrismanni at fari til vinnuna og spurt, hvat ið vinnan heldur um nakrar principiellar problemstillingar, sum man sjálvandi altíð renur seg inn í. Takk fyri.

 

 

Løgmaður, seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

 

Fyri tað fyrsta so vil eg siga til Kristian Magnussen, at sjálvt um stk. 2 sigur, at nærri reglur viðv. ráðnum verða gjørdar av landsstýrinum, so stendur í tí ovaru greinini, at viðgera øll mál Lønjavningargrunninum viðvíkjandi, og er tað soleiðis, at Henrik Old hevur so lítið álit á fiskivinnuumsitingini, at tað ganga mánaðar, áðrenn Lønjavningargrunnurin fær svar upp á eina fortolkning, so verður tað væl ikki betri av at innføra hetta princippið aftrat, tí nú fær landsstýrið, ið hvussu er, tað áleggið aftrat, at tá ið málið er komið í Tinganes, so skal tað sendast víðari til hetta ráðið, ráðið skal so kallast inn og viðgera tað og taka støðu, geva tilmæli, sum so landsstýrið so aftur skal viðgera, so hava tað verið fleiri mánaðir frammanundan, so verða tað uppaftur fleiri mánaðir, áðrenn fortolkningurin fyriliggur.

 

Hetta er at gera umsitingina upp aftur tyngri, enn hon er í dag. Tað forhindrar ikki landsstýrinum ella landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at hoyra seg hjá vinnuni um slík mál sum hetta her, og eg haldi, tað var meira náttúrligt, at tað var ein partur av tí dagliga arbeiðnum hjá landsstýrinum sum umsitingarligur myndugleiki at spurt seg fyri hjá vinnuni, í staðin fyri at man við lóg leggur tað inn í nakrar fastar truplar karmar, sum kann blíva tað, at man skjýtur skyldina yvir á aðrar, tí at man knappliga hevur fingið eitt nýtt ábyrgdarøki, t.v.s. ein partur liggur hjá ráðnum her og ein partur liggur hjá umsitingini í Tinganesi. Tað er tað, sum er sera óheppið við at hava so torskildar reglur og so nógvar samanblandingar, at einki kemur burturúr. Tí fari eg at fasthalda og heita á tingið um at taka undir við uppskotinum, soleiðis sum tað varð samtykt við 2. viðgerð.

 

 

Heini O. Heinesen (Tf.)

Tað er nokkso ringt at skilja summar menn her í løgtinginum, tá teir sita í samgongu, hava teir eina meining, og tá ið teir skifta flokk, so hava teir eina aðra meining. Tað var nettupp landsstýrið hjá undanfarnu samgongu, sum legði hetta uppskotið niðan í tingið enn tá tvær ferðir, uttan at koma nærri inn á tað. Men hetta ráðið hevur yvir høvur ongar heimildir, og so stendur her eisini, at tað er Lønjavningargrunnurin, tað navnið er burtur, so eg veit ikki, hvønn tað so meinast við, tí navnið er broytt, vissi onnur broyting kemur inn, so hetta hevur ongan týdning, um hetta verður samtykt, hetta uppskotið her.

 

Tað, sum eg kundi hugsað mær, vissi man ikki hevði álit á fiskivinnuumsitingini, so hevði man eina klagunevnd, tá ið avgerðin hjá landsstýrismanninum var tikin, sum man kundi klaga til. Tað er væl hann, sum skal taka ábyrgdina fyri hesum her, tað avgerð, sum hann tekur. Tí kundi man heldur hugsa um tað, vissi tað var neyðugt, so kundi ein klagunevnd, men eg dugi ikki at síggja nakað sum helst í øllum hesum her ráðunum. Eitt eitur fiskivinnustarvsnevndin, tað eru somu barónarnir, ella Tordenskjolds-soldátarnir, sum ganga aftur í øllum hesum her allan vegin ígjøgnum, tað er veruleikin. So tosar man um at avtaka løgtingið. Hetta er at seta nakað, sum er í millum landsstýrið og løgtingið, og tað má bestemt vera at avtaka løgtingið, tí tað ber væl til at lóggeva so nágreiniliga, at øll problemir í sambandi við henda grunnin her saktans kunnu standa í lógini, tí grunnurin er so nógv broyttur frá tí upprunaliga, man setti prís og alt á fiskin tá, hann var næstan tann besti fiskakeyparin í landinum, Lønjavningargrunnurin í sínari tíð, tá ið vit høvdu kilostudning o.s.f. So blívur man við at koyra hetta fram bara fyri at rumbla, tað er sannheitin av tí heila, tað er veruleikin, hetta er einki annað, tað kann tingið gera sær púra greitt. Eg fari at mæla til, at man samtykkir uppskotið, sum tað var samtykt við 2. viðgerð, og er tað tað, man meinar, at landsstýrið ikki tekur rættar avgerðir, so kundi tað verið ein klagunevnd, vissi man tosaði um tað, tað vildi verið tað rætta. Sjúkrahúsráðini hava ongan týdning í dag, tað vita øll, fullkomiliga ongan týdning, tað er bara veruleikin. Teir, sum vóru so glaðir fyri stýrisskipanarlógina, kunnu takka sær sjálvum fyri hetta her. Eg var ein av teimum, sum ikki akkurát var so glaður fyri tað, men hetta dugi eg onga meining at síggja í hesum her, fiskivinnustarvsnevnd, eitt ráð fyri Lønjavningargrunnin ella Løngjaldingarstovuna og alt hetta forskelliga, tað sær út til, at man heldur seg ikki vera føran fyri at lóggeva, tá ið onkrir aðrir skulu sita og siga, hvussu hesar lógirnar skulu skiljast, høvdu teir so verið løgfrøðingar, so mundi eg forstaði tað. Eg fari at skjóta upp, at løgtingið samtykkir hetta her, sum tað varð samtykt við 2. viðgerð, tí uppskotið her kann ikki brúkast soleiðis sum tað er framsett, uttan man tekur eisini og broytir tað við navninum. Eg leggi stóran dent á, at tað er ikki altíð semja í hasum har. Eg veit t.d. Fiskimannafelagið og Meginfelag útróðrarmanna eru tveir mótsetningar í hesum her, tað kann eg vísa á í vinnunevndini beint upp undir valið, hvussuleiðis teir kollgingu Meginfelag útróðrarmanna í samb. við sjúkradagpening o.a.t., tað er bara eitt dømi, eg kundi tikið fleiri dømir, lat tað liggja, tí tað er ikki neyðugt at diskutera við fólk, sum ikki eru her í tinginum, sum royna at spilla okkum út.

 

 

Henrik Old (Jf.) viðm.

 

Hvussu hesir báðir partarnir skulu hava mótsigandi sjónarmið, tað dugi eg ikki ordiliga at skilja, tí at teir tæna báðir fyri sama endamáli burtursæð frá, at annar parturin brúkar ein minni bát, og hin brúkar ein størri bát, men báðir eru í sama báti, vissi man kann brúka ta myndina. Hetta snýr seg um nakrar einstakar persónar, hetta er ikki specielt akkurát um lógirnar, men tá ið tað eru ivamál, og tað eru einstøk menniskju, tá man hevur havt við Lønjavningargrunnin at gera, so veit man, at tað eru spurningar um einstøk menniskju, summi av teimum eru enntá farin av verðini, og hava tí ikki møguleika sjálvi at svara fyri síni viðurskifti. Tað eru serliga sovorðni ting, sum koma inn, og tað eru neyðugt at brúka nøkur, sum hava við vinnuna at gera, tí royndirnar eru, at tá ið løgmaður sigur, at tað tekur longri tíð, so er tað nevniliga tað mótsatta av tí. Tá ið tú kanst fara til ráðið og siga, er hetta rímiligt ella er tað órímiligt, so avgreiðir man tað við tí. Hitt hava vit royndir av, tað hevur ligið, tað hevur fjakkað frá fiskivinnuumsiting yvir lógardeildina, frá lógardeildini yvir aftur til fiskivinnuumsitingina og frá Peri til Pól, Heródusi til Pilatus. Soleiðis hevur tað verið, tað kann eg svara uppá, tí sigi eg tað, so tað nyttar einki, at løgmaður ristir upp á høvdið, og tí hevur tað tikið ómetaliga langa tíð, áðrenn summi fólk hava fingið sínar pengar. Her kann tað gerast einkult og greitt við, at hesir tríggir siga, at soleiðis halda vit, vissi tað skal gerast ein broyting, soleiðis halda vit hon skal verða, tí at soleiðis rakar hon best, og ikki tá ið umsitingin kemur við henni, so rakar tvørturyvir høvdinum á øllum teimum, sum skulu hava við hana at gera. Og vissi teir halda, at sjúkrahúsráðini eru yvirflødig, sum Heini Heinesen, so er at taka tey av, tí tey eru nógv meira mannað, enn hesi her, og kanska kosta nógv meira, tey hava fund.

 

 

 

Marjus Dam (Sb.) viðm.

Tað er ein lítil viðmerking til æraða tinglim Heina O. Heinesen. Tað er ikki sørt at undrast at hoyra Heina halda, at tað er einki skil í, hvussu ið einstakir tingmenn taka støðu. Undir seinastu viðgerð, tá upplivdu vit, at Heini O. Heinesen frá tingsins røðarapalli ynskti at fáa hetta málið í nevnd aftur, nakrar fáa minuttir seinni, so tók hann áheitanina aftur og atkvøddi fyri uppskotinum í óbroyttum líki. Tað, haldi eg, er at broyta støðu, so at tað stendur eftir. So eitt annað, ið eg haldi, man skal lurta eftir, tað er, hvat sigur fiskivinnan sjálv? Har hevur tað verið nógv skriving í bløðunum seinastu dagarnar, og tað hevur Heini O. Heinesen lisið. Eg trúði, at Tjóðveldisflokkurin var ein flokkur, ið umboðaði fiskivinnuna. Heini Heinesen hvat við at lurta eftir, hvat sjómenn og fiskimenn og fakfeløgini hjá teimum siga og taka tað til eftirtektar? Eg haldi, at vit mugu lurta eftir, hvat ið fiskivinnan sigur í hesum málinum. Teir vilja hava eitt ráð, ið líkist Yrkisráðnum, og tað er tað, ið hetta broytingaruppskotið í dag gongur út uppá, og eg haldi, at tingmenn skulu hugsa seg væl um, áðrenn teir taka og fella hetta broytingaruppskotið, ið er stikk í móti tí, ið fiskivinnan í hesum landi ynskir. Takk fyri.

 

 

Kristian Magnussen (Jf.) viðm.

Ja, harra formaður. Eg haldi, at Heini O. Heinesen kom inn á nakað, sum er rættiliga principielt, og tað er tað, at tað ikki finnast nakrir kærumøguleikar, tá ið tað snýr seg um veitingar, sum fiskimenn kunnu fáa frá Lønjavningargrunninum t.d. Har er eingin kærumøguleiki, so rættartrygdin hjá føroyingum, sum koma í hóslag við ta skipanina, hon er ikki góð nokk sum er. Tí skilji eg ikki rættiliga Heina O. Heinesen, hetta her uppskotið kundi verið ein møguleiki at kompensera fyri manglandi kærumøguleikar tað, at landsstýrið hevur eitt stað, har teir, sum sita í einum ráði, varða at vinnuni og kann fáa teirra metingar um, um landsstýrið er á góðari leið ella ikki í sínum praksis t.d. So eg haldi, at Heini O. Heinesen, vissi hann er bekymraður um rættartrygdina hjá sjómonnum og útróðrarmonnum, so kundi hetta verið ein máti at kompensera eitt lítið sindur fyri teir manglarnar, sum eru í lógini generelt. Takk fyri.

 

 

Heini O. Heinesen (Tf.) seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

Harra formaður. Eg dugi ikki at síggja annað enn, at tað melur fyri summum tingmonnum og kanska eisini fyri teimum, sum skriva í bløðunum, tí vit vita tað, at tað var ein heit linja frá ávísum nevndarlimum í fiskivinnunevndini ella í vinnunevndini til landsstýrismannin. Tann skipanin, sum útróðrarmenn høvdu í inntøkutrygd, hon bleiv torpederað gjøgnum ta heitu linjuna har. Sjúkradagpeningurin bleiv tikin frá útróðrarmonnum, so tað er ikki rætt at siga, at tað eru ikki mótsetningar í hesum, tað eru tað. Teir, sum lógu niðan fyri 30 tons, teir kunnu ikki mynstra eftir sáttmálanum hjá teimum, sum koyra eftir tí hægru skipanini, sum er 18.000 um mánaðin, vissu tú hevur nóg nógvar dagar, meðan hesir hava 8.200 og høvdu 8.900 fyri hesar skrásettar útróðrarmenn. Tað eru hasi tingini har, sum eg haldi, at vit sum lóggevandi eiga at lata veður og streymur verða líka fyri allar. Eg dugi ikki at síggja annað enn, at tá ið man blívur við at mótarbeiða sínum egnu. Sambandsflokkurin sat í undanfarnu samgongu við Edmundi Joensen sum løgmanni – til Marius Dam – og Marius Dam kemur upp her og tosar, sum hann skuldi vita alt millum himmal og jørð, men hetta er ikki nøkur læknavísind, tí hann veit slett yvir høvur ikki, hvat hann tosar um, tað er sannheitin av tí heila fyri at siga tað, tá ið man tosar um hatta har. Tað er nógv fyri at koma upp og siga tað, at menn standa her og tosa bara fyri at tosa, tað er veruleikin. Tí vissi man vildi gjørd nakað rætt við hesar menninar her, so hevði man eina klagunevnd við juristum, og tað ger man ikki við einum ráði her, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum og siga við hann at útbetala so og so. Men hvør hevur ábyrgdina, tá ið eitt ráð situr har og sigur, teir hava onga heimild í hesum lógaruppskotunum her. Vit hava fiskivinnustarvsnevndina, sum ráðgevur eisini á hesum økinum her, og tað eru somu Tordenskjold-soltátarnir, sum ganga aftur har. Vissi man vildi skilt nakað burturúr, og Reiðarafelagið skal verða við í hesum her, hesi ráðgevingini, teir eru inhabilir her, tá ið tað kemur til tær heilt ekspertavgerðirnar, sum skulu verða, teir eru kanska partur av hýruni. So sigur man bara so, lat Lønjavningargrunnin bara betala, vit sleppa frá at betala, tað er veruleikin. Takk.

 

 

 

Formaðurin

Nú er tíðin farin. Eg fari at gera vart við, at tingmenn vita, hvat teir tosa um, og at tað er skeivt at draga tað borgarliga starvið hjá einum tingmanni fram í tinginum. So hevur løgmaður orðið.

 

 

Løgmaður

 

Harra formaður. Eg kann vera samdur við undanfarna røðara í, at tað begynnur at mala fyri monnum nú. Henrik Old var her uppi og nevndi, at hetta ráðið kundi brúkast í staðin fyri, at umsitingin sendi eitt mál til lógardeildina. Tað kann væl ikki vera so, at ætlanin við hesum ráðnum er, at tað skal seta seg omanfyri tær heimildir, sum liggja í lógini, tá haldi eg, tað melur fyri onkrum, tá man kemur so langt.

 

Eg vil siga tað sama til Marius Dam. Hann sigur, vit skulu lurta eftir fiskimanninum, fiskivinnuni, fakfeløgunum hjá teimum. Vissi tað er ætlanin hjá Føroya løgtingi, at tað er fiskivinnan, fakfeløgini og teirra feløg, sum skulu dríva Lønjavningargrunnin, so er tað ein onnur lóggáva, vit skulu hava á borðið enn tann, sum liggur her í dag, tí skuldu teir stýra tí, so skulu teir eisini hava ábyrgdina av tí. Men løgtingið leggur ábyrgdina á landsstýrismannin, men stýringina, fortolkningina yvir til eitt ráð, hvar eru tá avgerð og ábyrgd, sum eru alfa og omega í tí nýggju stýrisskipanarlógini?

 

Síðani til Kristian Magnussen. Hann kemur inn á rættartrygdina. Tað kann gott vera, tað mangla kærumøguleikar her, men eitt ráð, sum skal ráðgeva landsstýrismanninum, kann aldri blíva rættartrygdin í einum máli, tað má vera ein annar, jú Kristian Magnussen, tað bleiv ført fram her frá tingsins røðarapalli, at henda nevndin kundi verða tað, sum kom í staðin fyri kærumøguleikarnar og rættartrygdina. Tað er so langt úti, sum tað kann verða, tí at hetta ráðið skal eftir uppskotinum, sum eg lesi tað, verða tað, sum verður hoyrt í øllum málum, sum viðvíkja Lønjavningargrunninum, men ábyrgdin liggur framvegis hjá landsstýrismanninum. Tí haldi eg, vissi tað er soleiðis, at tit meina, at tað er forkert, at ábyrgdin og avgreiðslan og umsitingin av hesum grunninum liggur hjá fiskimálaráðharranum, so skulu til gera eina nýggja lóg um Lønjavningargrunnin og lata ábyrgd og avgerð fylgjast. Men so leingi, sum ábyrgdin liggur hjá landsstýrismanninum, so skal hon liggja har, og hann skal hava teir møguleikar at forsvara tær avgerðir, sum verða tiknar sambært ta lóg yvir fyri løgtinginum.

 

 

 

Henrik Old (Jf.) viðm.

Harra formaður. Man kann spyrja løgmann, um tað er soleiðis, um sjúkrahúsráðini drýva sjúkrhúsverkið, drýva tey tey einstøku sjúkrahúsini? Hvør er uppgávan hjá teimum, er tað uppgávan at drýva tey og seta læknar og gera ditt og datt? Tað skilji eg ikki, at hatta skal vera tann stóri trupulleikin. Og vissi vit t.d. høvdu havt hesi her inni og blivu eftirspurd, tá ið vit gjørdu tær seinastu broytingarnar, sum Heini O. Heinesen sipar til við 30 tonsum, so eri eg yvirbevístur í, at so nýttist okkum ikki hasa lógina um bátar til mynstring undir 30 tons, eg eri heilt yvirbevístur í tí. Ein av teimum trimum ekspertunum har, rópi eg teir fyri, hevði fangað hatta, sjálvt um tað ikki bleiv fangað her í húsinum, eg eri heilt yvirbevístur í, at vit høvdu umgingist handa feilin. Vit høvdu umgingist nógvar aðrar feilir, sum vit hava gjørt her, heilt nógvar av hasum slagnum. Tí at tað er ikki spurningur um at drýva Lønjavningargrunnin, tað er spurningur um landsstýrismannin, tí tú fært ein landsstýrismann, sum ikki kennir til tey einstøku viðurskiftini. Hetta viðvíkur hvørjum tí einasta fiskimanni í landinum. Upp á eitt ella annað tíðspunkt kemur tú sum fiskimaður í hóslag við Lønjavningargrunnin, og tá er tað, at løgmaður sigur, hann skal seta seg yvir lógardeildini. Tað er ikki tað, mínar royndir eru, at man hevur brúkt lógardeildina til ein umskylning at siga soleiðis og soleiðis skal hetta tulkast. Tá ið tað hevur verið endamálið um einstaklingar fyri at fáa tað so langt drigið út, at viðkamandi missir mótið og sleppir endanum. Soleiðis hevur tað verið, og eg eri heilt sikkur í, vissi tú brúkti 3 av hesum fólkunum, so slapst tú undan hasum grefligastu feilunum.

 

 

Kristian Magnussen (Jf.) viðm.

 

Harra formaður. Nú veit eg ikki, hvussu eg málbar meg, men meiningin var ikki at málbera meg soleiðis, sum løgmaður pástendur, at eg havi sagt, at hetta skuldi verða í staðin fyri, at teir, sum fáa avgerðir tiknar av Lønjavningargrunninum skuldu hava kærumøguleikar, tað var tað ikki. Eg segði, at hetta kundi verða ein kompensatión í núverandi støðu við ongum kærumøguleikum, tað var tað, sum lá í tí, sum eg segði, soleiðis at landsstýrismaðurin hevði eitt stað at fara og ráðgeva seg, áðrenn man tók kanska principiellar avgerðir fyri at fyribyrgt, at kanska umsitingin kom til at taka avagerðir, sum ikki kanska vóru heilt hepnar, tá ið nú fólk ongan kærumøguleika hava. Tað kann vera, at vit við hesum kunnu fáa eitt lyfti um frá landsstýrinum, at landsstýrið vil arbeiða við at skaffa kærumøguleikar í avgerðum, tiknar av Lønjavningargrunninum. Tað veit eg ikki, um nakar kann svara upp á her og nú, kanska formaðurin í tingbólkinum hjá Tjóðveldisflokkinum vil royna at arbeiða fyri, at tað verður ein kærumøguleiki. Takk fyri.

 

Marjus Dam (Sb.) viðm.

Harra formaður. Tað er sera dátt at hoyra løgmann tosa í morgun. Fyri nøkrum mánaðum síðan so hoyrdu vit sama løgmann standa her uppi við breiðum favni og ynskja eitt breitt samstarv. Tað fyrsta hann sigur í morgun er, tað sær út sum at Javnaðarflokkurin og helst Sambandsflokkurin eisini ætla at blanda seg uppí. Tað næsta, sum hendir, er tað, at vit fáa at vita, at tað sløðrar fyri okkum. Tað, sum eg haldi, tað er tað, at løgmaður kanska skuldi rætt siktið inn í seg sjálvan, kann tað hugsast, at tað er farið at sløðra fyri onkrum heilt øðrum? Har haldi eg, at løgmaður hevur ein stóran trupulleika og ein stóran forkláringstrupulleika, vit hava alla vinnuna í móti okkum í hesum málum ella samgongan. Eg haldi tað, at løgmaður burdi lurta eftir, hvat ið vit siga i hesum máli, nevniliga sum Heini O. Heinesen nevndi, eg eri ein, sum eri fakmaður innan læknaøkið, eg fari ikki at útkasta meg at vera fakmaður innan fyri fiskivinnuna, og tí haldi eg, at tað er rímiligt, at vit lurta eftir, hvat fiskivinnan ynskir.

 

 

 

Løgmaður, seinasta viðmerking í hesum umfarinum.

 

Harra formaður. Nú hopi eg ikki, at Marjus Dam tosar sum fakmaður men sum tingmaður, men eg vil siga tað, at tað varð ikki sagt av mær, at tað var Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, sum blandaðu seg uppí ella ætlaðu at blanda seg uppí. Tað, sum eg havi roynt at víst á, tað er tað, at stýrisskipanarlógin ger eitt greitt uppbíti í millum tað lóggevandi og tað útinnandi, í hesum føri er tað millum løgtingið og millum landsstýrið. Tað, løgtingið nú ætlar, er, at tað skal leggja ein umsitingarligan myndugleika inn í millum løgingið og landsstýrið, tað er tað, tað snýr seg um. Tað, haldi eg, er sera óheppið, tær funktiónirnar, sum liggja til ráðgeving hjá landsstýrinum, sum hevur ábygdina av umsitingini, tær liggja í, at vit hava eina fiskivinnustarvsnevnd, sum er umboðandi alla vinnuna. Sambært lógum og reglum um tað, so skulu allar lógir, allar kunngerðir og allar reglugerðir leggjast fyri hetta ráð til ummælis. Eg vil siga við Henrik Old, at hann pástendur, at tann broytingin, sum kom nú í mynstringini á bátum undir 20 tons, hana hevði man fanga í Lønjavningargrunninum, vissi hetta ráðið hevði virkað. Tað málið hevur verið til ummælis hjá fiskivinnustarvsnevndini, sum hevur næstan teir somu limirnar, hon hevur ið hvussu so fleiri av av teimum somu limunum, tað hevur hon. Hon hevur ið hvussu so er umboð fyri vinnuna, og teir hava so ikki uppdaga tað har. Um Yrkisráðið hevði funnið út av tí, um tað hevði fingið tað til ummælis, tað veit eg ikki, eg eri ikki sikkur í tí, ið hvussu so er, hevur hetta uppskotið verið til ummælis hjá Fiskivinnustarvsnevndini, og har var tað, ið hvussu so er, okkurt umboð fyri vinnuna, sum ikki hevði forstaðið, hvat tað snúði seg um. So eg veit ikki, um vit koma so nógv longri við teimum ymisku ráðunum, men eg haldi hetta er ein rationalisering í tí, og eg haldi, vit skulu samtykkja hetta uppskotið, sum tað liggur.

 

 

Henrik Old (Jf.)

 

Harra formaður. Tá ið løgmaður sipar til, at tann eini limurin her, so havi eg skilt tað soleiðis, at mál, sum man vil hava gjøgnum Fiskivinnustarvsnevndina skjótt, í gjøgnum løgtingið skjótt, tá boðar man frá kl. 10 um kvøldið til fundar kvøldið fyri, sum málið verður viðgjørt kl. 10 um morgunin, og tað er ikki bara einaferð, tað er heldur ikki fýra ferðir ella fimm ferðir, tað er ferð eftir ferð at Fiskivinnustarvsnevndin fær boð frá kl. 9 til kl. 11 um kvøldið at møta morgunin eftir til at viðgera mál, sum teir ikki fáa eitt bein til jørðina. Tað, sum eg vísi á, er at ein partur av teimum, teir hava ikki tilknýti til vinnuna, formaðurin í nevndini er starvsmaður í Almanna- og heilsustýrinum, og tá hevur tú ikki forútsetningar at vita um einkult ting, um mynstringar við 30 tonsarum og hvørt av sínum. Teir hava meirilutan, og tað eru heldur ikki somu soldátar, tað kann vera tann eini, tað tori eg ikki at garantera fyri, hvussu er við tí eina, restin er ikki teir somu menninir. Hetta er praktiserað ferð eftir ferð, tað kann løgmaður prøva at broyta upp á teir dagarnar, hann hevur eftir.

 

 

 

Formaðurin

 

So eru tað ikki fleiri, sum hava biðið um orðið, og orðaskiftið er endað, og vit fara at atkvøða í málinum.

 

 

 

Atkvøðugreiðsla

 

 

Broytingaruppskot frá løgtingsmonnunum Henrik Old, Vilhelm Johannesen, Edmund Joensen og Marjus Dam, fall 10-0-14. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 14-0-10. Málið avgreitt.