Ítróttarvedding

 

56  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Ítróttarvedding

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1998, 6. november, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Ítróttarvedding

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding við seinni broyting verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 1, stk. 1, 2. pkt. verður eftir orðini "veita loyvi til talspæl (lotto)" sett: "og onnur spøl".
  2. Í § 1, stk. 1 verður sum 3. pkt. sett: "Í sambandi við, at landsstýrismaðurin gevur loyvi til, at veddingin samstarvar við veddingarskipanir í hinum norðurlondunum, kann landsstýrismaðurin góðkenna, at tær fylgitreytir, sum hesar veddingarskipanir virka undir, verða galdandi.
  3. § 5 verður strikað.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngørd.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi danski teksturin í løgtingslóg nr. 50 frá 20. mai 1983 um ítróttarvedding við seinni broytingum.

Viðmerkingar
Uppskotið verður lagt fram fyri at gera nakrar dagføringar og nágreiningar av ásetingunum í lógini, og fyri at gera broytingar, sum, sum fylgja av, at ásetingarnar um avgjaldi, ið latast skal landskassanum av vinningum av spølum, hereftir verða settar í eina lóg, burturlutingarlógina, og verður uppskot um hetta lagt fyri tingið samstundis við hesum.

Viðvíkjandi fíggjarligum avleiðingum av uppskotinum verður víst til viðmerkingarnar til tað samstundis framlagda uppskotið um burturlutingarlóg.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Til § 1, nr. 1. Hendan broyting verður skotin upp soleiðis, at landsstýrið eftir hesi lógini eisini kann veita loyvi til skavispøl og onnur spøl.

Til § 1, nr. 2. Hetta er ein nágreining av galdandi reglum soleiðis, at ivi ikki longur skal vera um, at landsstýrismaðurin hevur hesa heimildina.

Til § 1, nr. 3. § 5 verður strikað, tí ásetingar um avgjøld av vinningum av spølum, hereftir verða í einari lóg, burturlutingarlógini".

Málið hevur verið lagt fram í vár, men fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað.

1. viðgerð 17. november 1998. Løgtingsmálini nr. 30, 54, 55 og 56/1998 viðgjørd undir einum. Hetta málið beint í rættarnevndina, sum tann 3. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. november 1998, og eftir 1. viðgerð tann 6. november 1998 er tað beint rættarnevndini.

Uppskotið er ein avleiðing av uppskoti landsstýrisins í løgtingsmáli nr. 30/1998: Uppskot til løgtingslóg um gjald av vinningi við burturluting v.m., har nýggjar og felags reglur verða skotnar upp fyri avgjald av ymiskum vinningum. Harumframt verða skotnar upp dagføringar av lógini orsakað av føroyska samstarvinum við Dansk Tipstjeneste.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20.11.1998, 25.11.1998 og 03.12.1998. Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Høgna Hoydal, landsstýrismann, Rúna Joensen, stjóra á løgdeildini og Sørin Pram Sørensen, fultrúa og umrøddi við teir, umframt avgjaldsspurningin av vedding í Føroyum, eisini allar ivaspurningarnar, sum eru í sambandi við virksemi hjá Dansk Tipstjeneste í Føroyum.

Við teirri fyritreyt, at fíggjarnevndin tilmælir uppskoti landsstýrisins í áður nevnda løgtingsmáli nr. 30/1998, mælir ein samd nevnd til at samtykkja bert tær broytingar, sum landsstýrið skjýtur upp, sum eru orsakaðar av løgtingsmáli nr. 30.

Men, nevndin heldur, at tað eru so nógv ógreitt í veddingarlógini, at neyðugt er, at landsstýrið sum skjótast eigur at leggja fyri løgtingið uppskot til nýggja veddingarlóg. Broytingarnar, sum ikki eru orsakaðar av løgtingsmáli nr. 30, kunnu gerast samstundis við, at nýggj veddingarlóg verður løgd fyri løgtingið.

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 1 nr. 1 og 2 verða strikað, og í § 1 verða orðini "hesar broytingar" broytt til "hendan broyting", og nr. 3 verður uttan nr. áseting.

2. viðgerð 8. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari rættarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 15. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 663-4/98
Ll. nr. 89/1998 frá 29.12.1998