Dómarasetanir v.m.

61 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri fyri Føroyar "lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og lov for Færøerne om retsafgifter"


Fundarfrásøgn frá fundi í Løgmálaráðnum tann 5. mai 1999 kl. 15-17.

 

Á fundinum møttu:

Fyri Løgmálaráðið: Frank Jensen, løgmálaráðharri, Mikael Lunn, Torsten Hellsebjerg, og Jens Kruzenstjerne Mikkelsen.

Fyri Forsætismálaráðið: Anne Dannerfjord og …..

Fyri grønlendska heimastýrið: Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður og Kaj Kleist.

Fyri føroyska heimastýrið: Høgni Hoydal, landsstýrismaður og Rúni Joensen.

Evni: Ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar " lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje og lov for Færøerne om retsafgifter".

Frank Jensen legði fyri við at greiða frá málinum og upplýsti, at málið er komið uppá pláss hvat viðvíkur Grønlandi.

Hvat viðvíkur Føroyum so eru nakrir trupulleikar við málinum.

Fyri tað fyrsta er tað tilmælið hjá løgtinginum í álitinum hjá rættarnevndini pkt. 4, har skotið er upp, at umboðini, ið skulu luttaka í valinum av dómarum í Føroyum verða vald av løgmálaráðharranum eftir tilmæli frá og ímillum fólk, ið eru á nevningalistanum.

Hetta heldur løgmálaráðharrin er óheppið, tí ætlanin er, at hesi fólk skulu hava eitt ávíst "pondus," sum hann málbar seg, og ikki tilvildarlig fólk.

Hann heldur eisini, at tað verður trupult at umsita eina sovorðna skipan í verki.

Høgni Hoydal segði, at hann er ikki samdur í hesum sjónarmiði, tí endamálið er at tryggja eina umboðan frá almenninginum t.e. við leikfólki.

Høgni Hoydal greiddi frá viðurskiftunum millum løgting og landsstýri sambært stýrisskipanarlógini, tá ið mál verða send heimastýrinum til ummælis, og legði dent á, at tá ið løgtingið hevur gjørt sítt tilmæli í einum máli sum hesum, so hevur hann onga heimild til at gera avtalur, ið á nakran hátt ganga ímóti einum sovorðnum tilmæli.

Høgni Hoydal segði annars, at hann tekur undir við uppskotinum hjá løgtinginum í síni heild.

Umrøðan av hesum punkti endaði við, at Frank Jensen kundi góðtaka pkt. 4 í álitinum, soleiðis sum tað er orðað av rættarnevndini hjá løgtinginum.

Annar trupulleikin er, sambært Frank Jensen, pkt. 3 í álitinum hjá løgtingsins rættarnevnd. Her verður mælt til at dómaratilnevningarráðið eisini skal tilnevna dómarafulltrúar.

Verður hetta gjøgnumført verða óivað trupulleikar við felagnum hjá dómarafulltrúum. Hetta kann elva til, at tað kann verða trupult at fáa dómarafulltrúar í størv í Føroyum.

Høgni Hoydal endurtók enn einaferð, at hann hvørki vil ella kann samráðast um broytingar í tilmælinum hjá løgtinginum.

Hann segði, at um broytingar skulu gerast, má málið fyri løgtingið enn einaferð.

Triði trupulleikin hjá Frank Jensen er pkt. 2 í álitinum hjá løgtingsins rættarnevnd. Her spurdi Frank Jensen um ein loysn kundi verið, at tilmælið hjá løgtinginum kundi komið inn í viðmerkingarnar í uppskotinum.

Høgni Hoydal spurdi um tað er Forsætismálaráðið, ið er trupulleikin í hesum máli, tí tað sær út til, at Forsætismálaráðið heldur, at metast skal í hvørjum einstøkum føri um ein ríkislóg gongur ímóti heimastýrislógini.

Frank Jensen skilti, at Høgni Hoydal ikki hevði nakra heimild at samráðast um broytingar. Hetta var Høgni Hoydal samdur við honum í.

Frank Jensen appeleraði til eina loysn av málinum.

Høgni Hoydal segði, at ynskið hjá heimastýrinum um, at dómarar og dómarafulltrúar skulu duga føroyskt mál er eitt fakligt krav. Talan er ikki um at etniskir føroyingar skulu hava nakran framíhjárætt, tá ið størv verða sett. Heldur ikki er talan um eitt krav, sum gongur fram um fakligu løgfrøðiligu krøvini.

Í uppskotinum verður sagt: "der skal tillige lægges vægt på at ansøgere behersker det færøske sprog i skrift og tale og har indsigt i færøsk lovgivning, samfundsforhold og kultur."

Høgni Hoydal vísti til brævið hjá løgtingsformanninum, sum hann tók undir við, har løgtingsformaðurin hevur víst til, at talan ikki er um eitt krav, sum gongur fram um fakligu løgfrøðiligu krøvini.

Høgni Hoydal vísti á, at løgtingsins vilji má fylgjast, annars hava vit ein prinsipiellan trupulleika.

Frank Jensen segði at hann er noyddur at seta fram uppskotið nú, um tað skal verða samtykt áðrenn fólkatingið fer heim.

Ætlanin er tí at seta uppskotið fram nú, soleiðis sum tað er orðað í sínum uppruna, men

um løgtingið ikki góðtekur tær broytingar, ið løgmálaráðið ætlar at gera í tilmælinum hjá løgtinginum, so verður føroyski parturin tikin úr uppskotinum og Føroya Rættur má so fyribils verða umsitin av Løgmálaráðnum.

Frank Jensen bað so Forsætismálaráðið og Løgmálaráðið um at finna eina loysn á spurninginum, at dómarar og dómarafulltrúar skulu duga føroyskt mál.

Aftaná ein stuttan steðg komu umboðini fyri Forsætismálaráðið og Løgmálaráðið aftur og boðaðu frá, at Forsætismálaráðið mátti hava umhugsunartíð til loysn av hesum spurningi.

Frank Jensen spurdi at enda Høgna Hoydal um hann vildi endurgeva sjónarmiðini og greiða løgtinginum frá tí, sum varð ført fram á fundinum.

Tað segði Høgni, at hann vildi.

Fundurin endaði við, at Frank Jensen segði, at hann fer at senda Høgna Hoydal eitt bræv, har hann boðar frá á hvørjum økjum, ríkisstjórnin vil fylgja tilmælinum hjá løgtinginum í hesum máli, og hvar ríkisstjórnin ikki er sinnað at fylgja tilmæli løgtingsins.

 

Tinganes, tann 10. mai 1999

Rúni Joensen.