65 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til
uppihaldspening
A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur
Ár 1998, 1. desember, legði
Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna vegna landsstýrið fram soljóðandi
Uppskot
til
broyting í løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 90 frá 6. juni 1997 um stuðul til uppihaldspening verður gjørd henda broyting:
§ 1, stk.1, nr. 2 verður strikað.
§ 2.
Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999.
Viðmerkingar
Løgtingslógin um stuðul til uppihaldspening er at síggja sum ein liður í eini
bruttoskattaskipan. Ein ávísur prosentpartur verður útgoldin sum stuðul ístaðin
fyri sum frádráttur í inntøkuni.
Lógin hevur verið í gildi í skjótt tvey ár.
Endamálið við løgtingslógini um stuðul til uppihaldspening var at stuðla teimum persónum, sum av tí almenna eru álagdir at gjalda uppihaldspening til hjúnafelaga, skildan ella sundurlisnan, og uppihaldspening til børn yngri enn 18 ár, sum ikki búgva hjá uppihaldsskylduga.
Nógvar treytir skulu vera uppfyltar, áðrenn stuðulin verður útgoldin. Lógin hevur tí verið trupul og tíðarkrevjandi hjá Almannastovuni at umsita. Hóast uppihaldspeningurin til børn lutfalsliga er lítil fyri hvørt barnið, so er tað umsitingin av hesum, sum hevur víst seg at vera nógv tað mest arbeiðskrevjandi hjá umsitingarmyndugleikanum at umsita. Harumframt kann tað eisini tykjast at vera skeivt, at tað almenna skal lata stuðul til gjøld, sum eru áløgd av tí almenna.
Vanligt gjald til uppihaldspening er kr. 669 um mánaðin.
Í fíggjarlógini fyri 1998 eru 3,5 mió. kr. avsettar. Tann sama upphæddin var avsett í 1997. Eingin peningur er settur av í uppskoti til fíggjarlóg fyri 1999. Mett verður tó, at stuðulin til uppihaldspening til hjúnafelaga fer at verða umleið 0,5 mió. kr. í 1999.
Samstundis, sum hetta uppskot verður lagt fram, verður lagt fram eitt uppskot um at broyta skattalógina soleiðis, at uppihaldspeningur til hjúnafelaga og uppihaldspeningur til børn yngri enn 18 ár, verður skattafríur.
Á tingfundi 15. december 1998 tók uppskotsstillarin hetta mál aftur. Sambært § 55 í tingskipanini spurdi tingformaðurin, um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Eingin tók uppskotið uppaftur.
J.nr. 687-5/98