Føroya Lívstrygging

 

67  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Lívstrygging

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. 2. viðgerð
D. 3. viðgerð

Ár 1998, 11. december, legði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting av løgtingslóg fyri Føroya Lívstrygging

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 77 frá 23. mai 1997 fyri Føroya Lívstrygging við seinni broyting, verða gjørdar hesar broytingar:

1) Í § 1, stk. 2 verður "1. januar 1999" broytt til: "1. januar 2000".

2) Í § 7 verður "1. januar 1999" broytt til: "1. januar 2000".

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon kunngjørd.

Almennar viðmerkingar
Við løgtingslóg nr. 77 frá 23. mai 1997 samtykti Føroya Løgting nýggja lóg fyri Føroya Lívstrygging. Lógin kemur í gildi 1. januar 1999, og tá fer galdandi løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966 um lívstryggingarvirksemi úr gildi.

Lógin ásetur, at aftaná ígildiskomuna heldur landskassaábyrgdin uppat, tó ikki fyri galdandi tryggingaravtalur, og at nýggjar tryggingar kunnu ikki teknast í Føroya Lívstrygging.

Landsstýrinum verður heimilað at gera avtalur við onnur lívstryggingarfeløg um leiðslu av Føroya Lívstrygging. Eisini kann landsstýrið selja ella avhenda tryggingarmongdina í Føroya Lívstrygging til annað felag ella at umskipa Føroya Lívstrygging til eitt alment partafelag.

Ivi hevur verið um rættarligu støðuna hjá Føroya Lívstrygging. Vinnumálastýrið hevur viðgjørt henda spurningin og er komið til ta niðurstøðu, at Føroya Lívstrygging er partur av almennu fyrisitingini sum eitt serligt fyrisitingarsubjekt.

Mett verður at besti mátin at skipa stovnin og at varðveita virði landskassans, er at stovnurin verður umskipaður til eitt partafelag, har allar ognir Føroya Lívstryggings verða lagdar, og sum kann tekna nýggjar lívstryggingar.

Í samband við hesa umskipan verður gjørd ein meting av stovninum grundað á grannskoðaðan roknskap fyri Føroya Lívstrygging umframt meting av tryggingarmongdini, grundað á frágreiðing frá aktuari. Hendan meting skal føra við sær, at ein fær eina meira nágreiniliga meting av, hvat er støddin av eginogn stovnsins. Roknað verður við, at hendan umleggingin kemur at taka gott og væl eitt hálvt ár. Tann í dag uppførda eginogn stovnsins er grundað á galdandi løgtingslóg nr. 64 frá 10. oktober 1966.

Við tað at Føroya Lívstrygging sambært lóg nr. 77 frá 23. mai 1997 við seinni broytingum ikki hevur loyvi til at tekna nýggjar tryggingar aftaná 1. januar 1999, og tá ætlaða umskipanin ikki kann gerast áðrenn 1. jan. 1999 verður skotið upp at leingja freistina í verandi lóg til 1. januar 2000.

Hin møguleikin var at geva Føroya Lívstrygging heimild at tekna lívstryggingar uttan landskassaveðhald, men vil hetta gera umleggingina nógv truplari, tí so skal umleggingin umfata tvær skipanir - ein við landskassaveðhaldi og ein við ongum landskassaveðhaldi.

Samlaða tryggingarmongdin er, sum er, einar 838 milj. kr. Í einum 1 ára skeiði vil hetta økjast við einum 50 milj. kr, harav einar 5 milj. kr kunnu væntast at stava frá nýtekningum. Ikki er sannlíkt, at landskassaveðhaldið verður innfríað, tí krøvini til fíggjarligu íløgurnar hjá lívstryggingarfeløgum eru sera strong.

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan.

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar:
Til §1, nr. 1og §7:
Neyðugt er at leingja freistina frá 1. januar 1999 til 1. januar 2000. Lívstryggingarfeløg skulu lúka ásetingarnar í kap 3 í løgtingslóg nr. 3 frá 11. februar 1996 um tryggingarvirksemi. Eftir øllum at døma, hevur arbeiðið við at umskipa Føroya Lívstrygging til eitt partafelag verið meira tíðarkrevjandi enn mett varð frammanundan. Tíðarkarmurin fram til 1. januar 1999 ov trongur, og tí verður skotið upp at longja tíðarkarmin við einum ári.

1. viðgerð 16. december 1998. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 18. december 1998. §§ 1 og 2 samtyktar 22-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 691-2/98
Ll. nr. 93/1998 frá 29.12.1998