Skattur

 

68  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit

D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð


Ár 1998, 8. december, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 1, nr. 9 verður orðað soleiðis:
    "9) Tryggingarfeløg, vinnurekandi grunnar sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhversmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992."

  2. § 25a, stk. 7 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 7. Hýra frá skipum undir Føroysku Altjóða Skipaskránni og frá skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá, verður skattliga viðgjørd eins og veiðiinntøka."

  3. Í § 29 verður sum nýtt nr. 23 sett:
    "23) innskot, sum fer til grunsfæ ella hækking av grunsfæi í vinnurekandi grunnum sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhvervsmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunni Føroya og Fíggingargrunninum frá 1992. Til skattskyldugu inntøkuna teljast tó innskot í grunnar, hvørs fæ verða brúkt til útluting, ella um so er, at viðtøkur grunsins áseta, at grunsfæið eftir nærri tilskilaðari tíð skal brúkast til útluting ella innskot í grunnar, hvørs viðtøkur geva limum av einari ávísari ætt ella ávísum ættum framíhjárætt til veitingar úr grunnunum ella framíhjárætt til ávís størv."

  4. § 48a verður orðað soleiðis:
    "§ 48a. Peningastovnar, tryggingarfyritøkur, telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur, vinnurekandi grunnar sambært lóg nr. 286 frá 6. juni 1984 om erhvervsmæssige fonde, smb. kongligari fyriskipan nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsmæssige fonde, Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992, sum eftir reglunum í hesi lóg bert eru skattskyldug til eina kommunu sum tilhalds-/heimakommunu, eru atvinnuskattskyldug til allar hinar kommunurnar í Føroyum."

§ 2.

Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998.

Almennar viðmerkingar
Við hesum uppskoti verða reglurnar um skatting av vinnurekandi grunnum og skatting av sjómonnum settar greidligari upp enn higartil.

Vinnurekandi grunnar hava verið undir fullari skattskyldu síðani 1. januar 1995. Við hesum uppskoti verður útgreinað, hvørjir grunnar eru at rokna sum vinnurekandi, nevniliga allir grunnar, sum eru fevndir av lógini um erhvervsmæssige fonde umframt Framtaksgrunnur Føroya og Fíggingargrunnurin frá 1992. Í uppskotinum verður eisini lógarfest tann meginregla, at innskot, sum fer til grunsfæ ella at hækka fæi í framman fyri umrøddu grunnum, ikki skal teljast við í skattskyldugu inntøkuna.

Viðvíkjandi skatting av sjómonnum hevur hetta uppskotið við sær, at eisini hýra hjá teimum, sum sigla við skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í skattalógini (útlendsk skip, sum eru bare-boat leigað av føroyskum reiðaravirki til ferðafólka- og/ella farmaflutning) verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um FAS, verður skattliga viðgjørd sum veiðiinntøka eftir § 25a.

Tá talan er ikki um at áleggja eyka ella nýggjar skattir, verður skotið upp, at lógin fær gildi frá 1. januar 1998.

Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær meirútreiðslur ella meirinntøkur fyri landskassan.

Viðmerkingar til tær einstøku broytingarnar
Ad. 1. Við hesi broyting verður nágreinað, hvat skilst við vinnurekandi grunnar. Talan er ikki einans um teir grunnar, sum eru fevndir av lógini um erhvervsmæssige fonde, men eisini um Framtaksgrunn Føroya og Fíggingargrunnin frá 1992, hóast hesir ikki skuldu verið fevndir av lógini um erhvervsmæssige fonde.

Ad. 2. Henda broyting hevur við sær, at tað verður lógarfest, at hýran hjá teimum, sum sigla við útlendskum skipum, sum eru bare-boat leigað av føroyskum reiðaravirki til ferðafólka- og/ella farmaflutning, men sum ikki eru undir FAS, verður skattliga viðgjørd eftir reglunum í § 25a (sum veiðuinntøka).

Ad. 3. Broytingin hevur við sær, at innskot, sum verður brúkt til grunsfæ ella hækking av grunsfæi í teimum vinnurekandi grunnunum, sum nevndir eru undir broyting 1), Framtaksgrunninum og Fíggingargrunninum frá 1992, skulu ikki roknast upp í skattskyldugu inntøkuna. Tó skulu slík innskot teljast við í skattskyldugu inntøkuna, um tey aftaná at vera skotin inn sum grunsfæ, kunnu lutast út aftur ella sambært viðtøkum gunsins geva framíhjárættindi til limir í ávísum ættum.

Broytingin verður sett sum nr. 23 í § 29, og byggir hetta á løgtingsmál nr. 43/1998, ið er til viðgerðar í tinginum í løtuni. Har verða nr. 20, 21 og 22 skotin upp sum nýggj nr. í § 29.

Ad. 4. Talan er um eina broyting í orðingini, sum er ein avleiðing av broyting nr. 1).

1. viðgerð 10. december 1998. Tingmálini 68 og 71/1998 viðgjørd undir einum og bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi 

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 8. desember 1998 og eftir 1. viðgerð 10. desember 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

Meirilutin (Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Jógvan Durhuus, Annita á Fríðriksmørk og Flemming Mikkelsen) tekur undir við málinum, men vísir á, at fíggjarmálastýrið hevur heitt á nevndina um at broyta gildiskomuna soleiðis, at atvinnuskattskyldan fyri telesamskiftisfyritøkur og oljusølufyritøkur ikki kemur í gildi fyrrenn 1. januar 1999. Meirilutin mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting og setir tí fram soljóðandi

 b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

§ 2 verður soljóðandi: "§ 2. Henda lóg fær gildi frá 1. januar 1998. Atvinnuskattskyldan fyri telesamskiftisfyritøkur og oljusølufyritøkur eftir § 1, nr. 4 kemur tó ikki í gildi fyrrenn 1. januar 1999."

Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Jákup Sverri Kass) tekur ikki undir við at broyta skattaviðurskiftini hjá telesamskiftisfyritøkum og oljusølufyritøkum, tí hetta gongur í móti hugtakinum "kommunalt sjálvstýri", og gongur hetta eisini út yvir skattaviðurskifti hjá privatum partafeløgum. Samsvarandi hesum setir minnilutin fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

 Í § 1 nr. 4 verða orðini "telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur" strikað.  

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá Lisbeth L. Petersen og Jákup Sverra Kass til § 1 fall 6-1-21. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini til § 2 samtykt 27-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-1-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Á tingfundi 22. december 1998 løgdu tingmenninir Rúna Sivertsen, Jákup Sverri Kass, Lisbeth L. Petersen, Finnur Helmsdal, Jógvan Lützen og Bjarni Djurholm fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

  1. Í § 1, nr. 4, verða orðini "telesamskiftisfyritøkur, oljusølufyritøkur" strikað og í staðin fyri sett inn "Føroya Tele".
  2. Í § 2 verða orðini "telesamskiftisfyritøkur og oljusølufyritøkur" strikað og í staðin fyri sett inn "Føroya Tele".

3. viðgerð 22. december 1998. Broytingaruppskot frá Rúnu Sivertsen, Jákup Sverra Kass, Lisbeth L. Petersen og Finni Helmsdal, Jógvan Lützen og Bjarna Djurholm fall 13-1-15. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-2-9.

J.nr. 688-2/98
Ll. nr. 103/1998 frá 29.12.1998