Skattur

 

71  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

 
Ár 1998, 8. december, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

 

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður gjørd hendan broyting:

§ 30, stk. 1 verður orðað soleiðis:
"Av vinningsbýti, sum sambært § 25, nr. 3, litra a ikki er undir skattskyldu hjá móttakara, verður latið eitt avgjald til landskassan upp á 35%. Feløg, sum eiga 25% ella meiri av partapeninginum/innskotspeninginum í tí útlutandi felagnum, skulu ikki gjalda avgjald av vinningsbýtinum. Avgjald skal ikki latast av vinningsbýti til partabrøv/innskotsprógv, sum tað útlutandi felagið sjálvt eigur. Av vinningsbýti, sum eitt dótturfelag hevur goldið móðurfelagnum avgjaldsfrítt framløgudagin av hesum lógaruppskoti í løgtinginum ella seinni, og sum av móðurfelagnum er brúkt til at gjalda skuld, sum beinleiðis ella óbeinleiðis stavar frá keypi av virðisbrøvum í dótturfelagnum, verður latið eitt avgjald til landskassan upp á 35% av tí partinum av vinningsbýtinum/útgjaldinum, sum svarar til munin millum áljóðandi virðið á teimum keyptu virðisbrøvunum og keypspeningin fyri virðisbrøvini. Felag, sum útlutar vinningsbýti, skal halda aftur hetta avgjald, og í seinasta lagi 14 dagar aftaná aðalfundarsamtykt um hetta, rinda peningin til Toll-og Skattstovu Føroya og leggja við yvirlit yvir, hvussu avgjaldið er roknað, og hvørji feløg ikki skulu rinda avgjald."

§ 2.

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd, og er galdandi frá 8. desember 1998.

Almennar viðmerkingar
Tann 1. januar 1998 komu í gildi ymsar skattareglur viðvíkjandi partafeløgum. Talan var t.d. um skattafría samanlegging av partafeløgum, samskatting av móður- og dótturfeløgum og rindan av vinningsbýti uttan avgjald frá felag til annað felag, sum eigur í minsta lagi 25% av partapeninginum í tí útlutandi felagnum.

Ætlanin við hesum broytingum var, at tað skattliga skuldi vera smidligari at umskipa og samanleggja vinnuligt virksemi millum feløg, og at sleppa partafeløgum undan dupultskatting av vinningsbýti. Hinvegin var ætlanin ikki, at tað skuldi gerast lættari at flyta pening úr vinnuliga peningaumfarinum til tað privata peningaumfarið uttan at rinda tann ásetta skattin ella avgjaldið.

Kortini hevur tað víst seg, at royndir hava verið gjørdar at koma uttan um ætlanina við lóggávuni, eitt nú við at selja partabrøv (sum eru útvegað fyri meira enn 10 árum síðani) til eitt nýstovnað felag fyri ein søluprís, sum svarar til tann upparbeidda eginpeningin í gamla felagnum. Slíkur søluvinningur er skattafríur. Og sambært broytingunum, sum komu í gildi 1. januar í ár, er gjørligt at útluta vinningsbýti avgjaldsfrítt til nýstovnaða felagið, sum síðani kann brúka peningin at gjalda fyri partabrøvini. Hevur hin skattskyldugi í framman fyri nevnda dømi útvega partabrøvini fyri 500.000 kr. og selur tey fyri 5.000.000 kr., hevur hann fingið 4.500.000 kr. (vinningin) í hondina uttan skatt ella avgjald.

Ætlanin við hesum uppskoti er at steðga hesum møguleika, sum í roynd og veru er ein undanstøkking fyri at kunna tøma partafelag uttan at gjalda vinningsbýtisavgjald. Hetta verður gjørt á tann hátt, at avgjald upp á 35% verður lagt á tann partin av vinningsbýtinum, sum er ájavnur við munin millum áljóðandi virðið á virðisbrøvunum og keypspeningin fyri virðisbrøvini, sum eitt dótturfelag beinleiðis ella óbeinleiðis (t.d. afturgjalding av láni úr peningastovni) hevur rindað móðurfelagnum avgjaldsfrítt, um móðurfelagið brúkar vinningsbýtið til at gjalda skuld, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum.

Landsstýrið ásannar, at spurningurin um útluting av vinningsbýti, skattlegging av vinningi av sølu av virðisbrøvum, rættindum til virðisbrøv v.m., treingir til at verða dagførdur. Landsstýrismaðurin arbeiðir tí við at seta ein arbeiðsbólk, sum skal endavenda hesum spurningi og koma við tilmæli um møguligar broytingar av lógggávuni á hesum øki. Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin eisini skal mannast við umboðum fyri vinnulívið.

Skotið verður upp, at lógin fær gildi dagin eftir, at hon er lýst. Men at hon fevnir um vinningsbýti, sum dótturfelag hevur goldið móðurfelagnum avgjaldsfrítt framløgudagin ella seinni og treytað av, at hetta vinningsbýtið er brúkt til at gjalda skuld hjá móðurfelagnum, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum.

Ilt er at siga, um uppskotið hevur meirinntøkur fyri landskassan við sær, tí talan er um skatt, sum av røttum eigur at falla til landskassan. Mett verður ikki, at uppskotið hevur við sær meirútreiðslur fyri landskassan.

1. viðgerð 10. december 1998. Tingmálini  nr. 68 og 71/1998 viðgjørd undir einum og bæði beind í fíggjarnevndina, sum tann 15. december 1998 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 8. desember 1998 og eftir 1. viðgerð 10. desember 1998 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum.

Landsstýrið sigur í viðmerkingunum, at "Landsstýrið ásannar, at spurningurin um útluting av vinningsbýti, skattlegging av vinningi av sølu av virðisbrøvum, rættindum til virðisbrøv v.m., treingir til at verða dagførdur. Landsstýrismaðurin arbeiðir tí við at seta ein arbeiðsbólk, sum skal endavenda hesum spurningi og koma við tilmæli um møguligar broytingar av lóggávuni á hesum øki. Ætlanin er, at arbeiðsbólkurin eisini skal mannast við umboðum fyri vinnulívið." Fíggjarnevndin mælir landsstýrinum til, at hesin arbeiðsbólkur verður settur beinanvegin, so møguligar lógabroytingar koma skjótast gjørligt.

Landsstýrismaðurin hevur gjørt vart við, at ein setningur av misgáum er dottin burtur úr í § 1 í sambandi við keyp av virðisbrøvum frá likamligum persónum, og setir nevndin fram broytingaruppskot hesum viðvíkjandi.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins við nevndu broyting og setir fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýsisins

Í § 1, 4. punktum verður eftir orðini "óbeinleiðis stavar frá keypi" sett inn "frá likamligum persónum"

Á tingfundi 17. december 1998 legði fíggjarnevndin fram soljóðandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins

Sett verður inn soljóðandi nýtt 5. pkt. í § 1 (§ 30 stk. 1): "Feløg, sum hava skuld, sum stavar frá keypi av virðisbrøvum í dótturfelag, kann ikki nýta lógina um skattafría samanlegging o.a., so leingi hendan skuld ikki er goldin."

2. viðgerð 18. december 1998. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd samtykt 29-0-0. Broytingaruppskot frá Vilhelm Johannesen, Eyðun Viderø, Jógvan Durhuus, Annitu á Fríðriksmørk, Jákup Sverra Kass, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 22. december 1998. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 688-2/98
Ll.nr. 104/1998 frá 29.12.1998