Nevndarval

 

72  Nýval av nevndum

A. Upprunauppskot
B. Tikið aftur

Ár 1998, 11. december, legði Óli Breckmann, løgtingsmaður, fram soljóðandi

U p p s k o t
til
samtyktar

Løgtingið samtykkir, at løgtingsnevndirnar, sum eru umrøddar í § 24 í tingskipanini, verða valdar av nýggjum

Viðmerkingar
Nú, Jørgen Niclasen tekur við sum landsstýrismaður, er neyðugt at umskipa fíggjarnevndina, og fyri at fáa býtið av formanssessum í nevndunum at ganga upp, metir uppkotsstillarin, at nevndarval eigur at fara fram av nýggjum smb. § 26 í tingskipanini.

Hvat viðvíkir § 19 nevndini, sum Jørgen Niclasen eisini er limur í, er ikki neyðugt at velja hana av nýggjum, men kann nýtt umboð fyri Fólkaflokkin verða valt eftir § 78, stk. 4 í tingskipanini, og tí verður bert skotið upp at velja nevndirnar eftir § 24 í tingskipanini og ikki eisini eftir § 25.

Á tingfundi 16. december 1998 tók uppskotsstillarin uppskotið aftur. Sambært § 55 í tingskipanini spurdi tingformaðurin um annar løgtingsmaður, løgmaður ella landsstýrismaður tekur upp aftur uppskotið. Eingin tók uppskotið uppaftur.