Undirnevndarálit um samsýning løgtingsmanna

Serliga løgtingsnevndin at viðgera tingmannalønir setti á fundi 8. januar 1999 eina undirnevnd at koma við einum áliti um tingmannalønir. Í nevndini sótu Jógvan Amonsson, løggildur grannskoðari, Julianna Klett, adv. og Allan Skaalum, stjóri á arbeiðsloysisskipannini.  Hetta álit var latið tingmonnum á tingfundi 29. januar 1999.  Álitið er soljóðandi:

1. Inngangur
2. Niðurstøða og tilmæli
3. Stutt lýsing av verandi skipan og uppskotinum til nýggja skipan.
4. Samanbering millum lógaruppskotið og verandi skipan.
5. Skipanir í grannalondum
6. Samandráttur
Fylgisskjøl
   Skjal 1: Samanbering av lógartekstunum
    Skjal 2: Kostnaðarendurgjald
    Skjal 3: Yvirlit yvir eftirlønarskipanir í norðanlondum
    Skjal 4: Sammeting millum løgtingsmannalønir v.m.
    Skjal 5: Eftirløn eftir verandi skipan og nýggja uppskotinum
    Skjal 6: Yvirlit yvir tingmannalønir og aðrar samsýningar/góðar
    Skjal 7: Dømir um løgtingsmannasamsýningar

 

1. Inngangur

Aftaná at løgtingsmál nr. 73/1998: Uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna varð framlagt á tingi, avgjørdi løgtingið at seta serliga løgtingsnevnd at viðgera málið. Henda nevndin heitti á niðanfyri standandi arbeiðsbólk at gera tilmæli í málinum.

Tilmælið skuldi latast serligu løgtingsnevndini til víðari viðgerð av løgtingsmálinum.

Setningurin hjá arbeiðsbólkinum var:

  1. Gjøgnumganga løgtingsmál nr. 73/1998: Samsýning og eftirløn løgtingsmanna og gera viðmerkingar til uppskotið, skipan og upphæddir.
  2. Samanbera uppskotið við og lýsa verandi skipan og upphæddir.
  3. Samanbera uppskotið við skipanir í grannslondum, serstakliga í Danmark og Íslandi.
  4. Evt. gera uppskot til broytingar til uppskotið í løgtingsmál nr. 73/1998.

Í arbeiðsbólkinum sita:

Á fundi leygardagin tann 9. januar 1999 við løgtingsformannin Finnboga Ísakson og skrivstovustjóran Súsonnu Danielsen, varð arbeiðssetningurin handaður arbeiðsbólkinum, saman við ymiskum tilfari.

Undir arbeiðnum hjá arbeiðsbólkinum hevur løgtingsskrivstovan verið arbeiðsbólkinum til hjálpar at fáa til vega ymiskt tilfar.

Arbeiðsbólkurin hevur undir viðgerðini loyvt sær at svara pkt. 1 og 2 undir einum.

Um serliga løgtingsnevndin ynskir at tosa við arbeiðsbólkin, eru vit fús at koma á fund.

 

Tórshavn, tann 25. januar 1999

Jógvan Amonsson            Julianna Klett               Allan Skaalum

 

2. Niðurstøða OG TILMÆLI

2.1 Lógaruppskotið

Lógaruppskotið umrøður í høvuðsheitum 3 ymiskar partar, nevniliga løn, eftirløn og kostnaðarískoytið.

Lønin og eftirlønin verða lutvíst ásettar í Løgtingslógini um samsýning og eftirløn til tingmenn, sum eisini vísir til Løgtingslógina um tænastumannaeftirlønir og til lønartalvuna millum Tænastumannafelag Landsins og Føroya Landsstýri.

Hetta merkir, at Tænastumannafelagið og Føroya Landsstýri óbeinleiðis áseta lønina og eftirlønina hjá tingmonnum. Tað sýnist eitt sindur órímiligt, at lønin hjá tingmonnum verður ásett á ein slíkan hátt. Tí hevði møguliga verið rættast, at lógin um tingmannalønir og eftirlønir var ein sjálvstøðug lóg, við øllum ásetingunum, soleiðis at ikki verður neyðugt at vísa til ásetingarnar í aðrari lóg.

2.2 Skipanin

Nú tá tingarbeiðið er munandi broytt, verður skotið upp, at tingsessur skal vera høvuðsstarv hjá tingmanni. Hetta merkir, at tinglimur sum er í almennum starvi, skal fara niður í tíð, soleiðis at hann í mesta lagi røkir borgarliga starvið í hálva tíð. Samstundis verður álagt almennum stovnum, at geva tingmonnum farloyvi so leingi teir sita á tingi.

Hesa skipanina heldur arbeiðsbólkurin er sera skilagóð. Tá tingsessur verður mettur sum høvuðsstarv, kundi verið freistandi at álagt tingmanni um at fáa fult farloyvi. Men tá er vandi fyri, at tinglimurin kann missa ta fakligu menningina, sum alla tíðina er í einum og hvørjum starvi og útbúgving.

2.3 Løn, eftirløn og kostnaðarískoyti

Skotið verður upp, at í sambandi við at tingarbeiðið er munandi broytt tey seinnu árini, og serliga eftir at nýggja Stýrisskipanarlógin kom í gildi á Ólavssøku 1995, skulu tinglimir umflokkast, soleiðis at mánaðarlønin verður hægri og fundarpeningurin fellur burtur. Skotið verður upp, at tinglimir framyvir skulu verða løntir eftir 34. lønarflokki í lønartalvuni fyri Tænastumenn Landsins, tvs. at við lønartalvuni pr. 1. januar 1999 broytist lønin úr kr. 16.028,46 upp í kr. 24.920,77 um mánaðan. Sum nevnt omanfyri, vilja vit mæla til, at tingið ásetir sjálva lønina í "Løgtingslógini um samsýning og eftirløn til tingmenn", og ikki tengir lønina afturat einum lønarflokki hjá tænastumonnunum.

Tað er sera trupult at meta um, hvussu høg lønin skal vera, men kr. 25.000 um mánaðin meina vit er á einum hóskandi stigi í dag. Verður samanborðið við lønina hjá einum fólkatingsmanni og einum altingsmanni eftir at skattur er goldin, hevur løgtingslimurin kr. 1.000 minni eftir um mánaðan enn altingsmaðurin og kr. 3.300 minni enn fólkatingslimurin.

 

Eftirløn uppá 60 % av føstu mánaðarlønini tykist rímilig, mett eftir eftirlønum annars í samfelagnum. Men eisini her vilja mæla til, at allar ásetingarnar eru í somu lóg, soleiðis at broytingar í aðrari lóggávu ikki førir við sær, at samsýningin ella eftirlønin hjá tingmonnum broytist. Henda samantvinningin hevur ført við sær, at hóast onki verður gjørt við samsýningina til tinglimir, so má eftirlønarparturin broytast, tí lógin um tænastumannaeftirlønir er broytt og ávirkar henda lógin eftirlønina hjá bæði verandi og fyrrverandi tingmonnum. Harafturat er ógreitt, hvussu leingi børn verða mett at vera børn. Í sambandi við deyða, fáa børn samsýning, um tey eru undir 18 ár, meðan tey fáa eftirløn, so leingi tey eru undir 21 ár. Viðvíkjandi eftirlønini til tinglimir, sum ikki sita longur í tinginum, so vilja vit mæla til, at hesir eisini verða viðgjørdir í tí serligu lógini, sum mælt verður til skal vera viðvíkjandi samsýning, eftirløn og kostnaðarískoyti til tinglimir.

Kostnaðarískoytið, sum í verandi lóg verður nevnt kostnaðarendurgjald, verður veitt sum eitt skattafrítt ískoyti til tann kostnað, sum løgtingssessurin førir við sær. Her er serliga talan um:

  1. Ferðakostnaður (ferga og bilur/bussur)
  2. Matur og uppihald í Tórshavn
  3. Telefon
  4. Fax
  5. Telda
  6. Annað

Í sambandi við arbeiði eru tað eisini aðrir føroyingar, sum hava ávísan kostnað. Hesir persónarnir fingu fyrr ein ávísan frádrátt í skattskyldugu inntøkuni, men er hetta broytt, soleiðis at tað verður latin ein stuðul nú. Hesin stuðulin er skattafríur. Hesin stuðulin minnir um kostnaðarískoyti (endurgjaldið) til tinglimir. Men í sambandi við teir stuðlar, ið verða latnir, skal skattaborgarin uppfylla ávís krøv, sum Toll- og Skattstova Føroya skal kanna. Stuðul verður latin fyri ferðing millum bústað og arbeiðspláss og fyri dupult húsarhald.

Bæði innan almenn og privat arbeiðspláss verður latið privatfólki endurgjald fyri kostnað í sambandi við ferðing, kost og uppihald í arbeiðsørindum. Hesi endurgjøld eru skattafrí, um tey ikki eru hægri enn tær upphæddir, ið Toll- og Skattstova Føroya góðtekur.

Vit vilja mæla til, at tingmenn antin fáa:

  1. Kostnaðin endurgoldnan eftir skjalprógvi og/ella reglunum um dagpening og náttarvíðbót, sum landsstýrið og tænastumannafelagið hava avtalað, og sum so at siga øll ganga eftir í dag, ella
  2. fáa stuðul eftir vanligu stuðulsskipanunum, tvs. ferðastuðul og stuðul fyri dupult húsarhald.

Tað liggur í luftini, at kostnaðarískoytið eisini er eitt slag av løn, tí ískoytið er hægri enn tann útroknaði meðalkostnaðurin, sum løgtingslimir hava, jvb. skjal 2. Men nú tá løgtingsstarvið verður umflokkað, soleiðis at tinglimir fáa eina rímuliga ársløn fyri tingsessin, er tað ikki rímiligt, at tað har afturat verður latið eitt skattafrítt endurgjald, sum er hægri enn kostnaðurin, samstundis sum reglurnar á hesum økinum eru sera strangar fyri aðrar borgarar.

Umframt ferða- og livikostnaðin, hava tinglimir ein ávísan kostnað, sum er beinleiðis tengdur at hesum serliga starvinum. Tað er fyrst og fremst samskiftiskostnaðir (telefon, telefax, postgjald og internet), harafturat skal valdømið røkjast, neyðugt er at fylgja sera væl við í tí, sum hendir í Føroyum, og eisini í londunum rundan um okkum umframt møguliga eisini í meiri fjarskotnum londum. Eisini eru meiri individuellir kostnaðir, sum eru tengdir at, hvussu tinglimurin ynskir at føra seg sjálvan fram. Hesir meirkostnaðirnir eru truplir at staðfesta, tí teir eru sera ymiskir frá persóni til persón. Her vilja vit mæla til, at allir tinglimir fáa eitt ávíst skattafrítt kostnaðarískoyti til hesar kostnaðirnar, sum eru serligir fyri júst hetta starvið. Ein upphædd uppá umleið kr. 25.000 árliga meina vit er á leið tað sum hetta kann kosta.

Skjal 7 vísir, hvussu nógv er netto til tinglimir eftir galdandi løn og kostnaðarendurgjaldi, og harafturat hvussu nógv verður eftir til tinglimirnar eftir omanfyri standandi tilmæli. Útrokningarnar eru gjørdar fyri tey ymisku økini í Føroyum.

2.4 Tilmæli

Møguleiki I:

  1. Serstøk lóg fyri tinglimir, ið ikki vísur til tænastumannalógina og tænastumannaeftirlønarlógina, men hevur í sær tær reglur, sum nú standa í hesum báðum lógum.
  2. Lønaruppskot: umleið kr. 25.000 um mánaðin.
  3. Kostnaðarendurgjald:
  4. a) Eftir almennum ásetingum, ella

    b) stuðul sambært kunngerð um stuðul til ferðaútreiðslur og dupult húsarhald

  5. Skattafrítt árligt kostnaðarískoyti uppá kr. 25.000

Møguleiki II:

Punktini 2) til 4) saman við løgtingsmáli nr. 73/1998.

3. Stutt lýsing av verandi skipan og uppskotinum til nýggja skipan.

Løgtingslóg um stýrisskipan Føroya, ið kom í gildi Ólavsøkudag 1995, førdi við sær broyting í heimildunum hjá Føroya Løgtingi. Í § 1 stendur, at lóggávuvaldið er hjá løgtinginum og løgmanni í felag. Útinnandi valdið er hjá landsstýrinum.

Fyrra stýrisskipanarlógin heimilaði løgtinginum saman við landsstýrinum at taka ávísar fyrisitingarligar avgerðir, og nevndararbeiði tá snúði seg nógv um hesar heimildir. Sambært stýrisskipanarlógini í dag skal Føroya Løgting lóggeva burturav. Løgtingið hevur sambært stýrisskipanarlógini § 38 eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útinnt á lógligan hátt. Aðrar heimildir eru at seta fyrispurningar til landsstýrimenn. Tann einstaki tinglimurin kann sambært § 21 í stýrisskipanini leggja fram til viðgerðar eitt og hvørt alment mál og tí viðvíkjandi krevja frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni. Sambært § 17 í stýrisskipanarlógini eru løgtingsfundirnir almennir. Útvarpið og sjónvarp er frítt at senda beinleiðis av fundinum. Hetta eftirlit við lóggávuarbeiðnum, sum fer beinleiðis út til veljararnar, førir eisini við sær, at løgtingslimirnir mugu verða væl fyrireikaðir til fundirnar.

Stýrisskipanarlógin setur sostatt størri krøv til Løgtingið og harvið til tann einstaka løgtingslimin um dyggari arbeiði, sum krevur, at løgtingslimurin má nýta størri orku til at útinna tað arbeiði, sum hann hevur bjóðað seg framm at útinna fyri Føroya Fólk.

Arbeiðsbyrðan hjá Føroya Løgtingi er í dag øðrvísi og størri enn bert fyri fáum árum síðani, av tí at nógv mál eru yvirtikin sum sermál sambært heimastýrislógini.

Løgtingsformaðurin hevur ein týðandi leiklut, bæði fyrisitingarliga og politiskt sambært stýrisskipanarlógini, og tí eru serreglur um hetta starv.

Nevndu broytingar føra sostatt við sær, at størri krøv verða sett til løgtingsarbeiðið.

Uppskotið avspeglar hesa broyting, við tað at uppskotið hevur við sær reglur um umskipan/umflokking av samsýningini til løgtingslimirnar, farloyvi, egineftirløn, hjúnafelagaeftirløn, barnaeftirløn v.m. Havast má sostatt í huga, at samsýning/løn ikki hevur somu merking sum í galdandi lóg, tí í uppskotinum liggur ein umskipan av løgtingsarbeiðnum og ein umflokking.

Tað verður lagt upp til, fyri at útinna arbeiðið best møguligt, at løgtingsarbeiðið í framtíðini skal verða høvuðsstarvið - eins og í grannalondum okkara.

Nevnarformenn fáa tó eyka samsýning fyri at fyrireika nevndarfundirnar.

Í Føroyum verður mett eins og í Danmark og Íslandi, at løgtingsarbeiðið kann útinnast saman við hálvum starvi, og tí er ásett í lógini, at tinglimur hevur krav um farloyvi úr starvi hjá tí almenna, meðan hann er tinglimur. Farloyvið verður viðgjørt sum onnur farloyvir. Tinglimur kann í mesta lagi arbeiða 50% av tíðini í almennum starvi ella hjá ríkinum. Tað kann ikki áleggjast ríkinum at veita farloyvi, meðan tað kann áleggjast tinglimi at fara niður í hálva tíð. Eingin regla er sett fyri tinglim í privatari vinnu.

Lønin er í uppskotinum sett at verða sambært 34. lønarflokkur í tænastumannalógini. Til sammetingar kann upplýsast, at henda lønin liggur ímillum skúlalærarar og studentaskúlalærara á endastigi.

Prinsippið í uppskotinum er at lønir, eftirlønir og eftirsitilønir fylgja broytingunum í lønartalvuni, sum er galdandi fyri tænastumenn, og broytingunum í løgtingslóg um tænastumanneftirlønir. Hetta er harafturímóti ikki galdandi fyri kostnaðarískoytinum í § 1.2 og samsýningum samb. § 2.1 og øðrum samsýningum ásettar í hesum uppskotið. Skulu tær broytast, má lógin broytast.

Í uppskotinum í mun til galdandi lóg eru ongar reglur um fundarpening, av tí at nevndararbeiðið er partur av løgtingsarbeiðnum.

Aftrat samsýningini verður veitt løgtingslimi árligt kostnaðarískoyti eftir bústaðnum í mun til galdandi kostnaðarendurgjald. Munurin millum kostnaðarendurgjald og kostnaðarískoyti er, at kostnaðarískoyti umframt endurgjald fyri ferðing, kost og uppihald, eisini fevnir um útreiðslur av sjálvum tingarbeiðnum, so sum telefon, brúk av teldu, røkjan av valdøminum v.m.. Eftir uppskotinum fáa tinglimur búsitandi í Tórshavn, Argjum og í Hoyvík gjald fyri telefon v.m. og løgtingslimur av Hvítanesi fær nú kostnaðarískoyti.

Reglur eru ásettar, nær og hvørja samsýning løgtingslimur fær, tá ið hann fer frá.

Reglurnar um eftirløn eru neyvar. Upphæddin fylgir upphæddunum í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, tvs. eftirlønin er grundað á tænastumannaskipanina. Tað tekur tað einum løgtingslimi 16 ár at náa hægstu eftirlønina, meðan tænastumaður hevur 37 ár um tað. Eftirlønaraldurin er 67 ár. Hetta er nakað hægri enn í ávísum Norðanlondum. Eftirlønin er 60% av eftirlønargevandi lønini, sum ásett í tænastumannalógini. Í galdandi lóg er hægsta eftirlønin 90% av tænastumannaeftirlønini í tí lønarflokki, tinglimir verða løntir eftir. Vegna umskipanina av eftirlønini ber ikki til beinleiðis at samanbera tey stig, eftirlønin verður sett eftir sambært galdandi reglum og nýggja uppskotinum. Tó vil tað vera soleiðis, at linglimir við lágum starvsaldri fær lægri eftirløn eftir lógaruppskotinum, meðan tinglimur við hægri starvsaldri fær hægri eftirløn eftir uppskotinum.

Útgjalding av lønunum v.m. er ikki broytt í mun til galdandi lóg.

Hjúnafelagi hevur rætt til hjúnafelagaeftirløn. Eftirlønin er 74% av egineftirlønini sambært uppskotinum, í mun til 2/3 í galdandi lóg.

Neyvar reglur eru settar í uppskotinum, hvørjar eftirlønir ávirka/ikki ávirka rættin til eftirløn og hvørjar avmarkingar verða gjørdar við útgjaldi. Reglan er, at tí føri, har rættur er til fleiri eftirlønir, eru avmarkingar settar fyri støddini á løn/eftirløn. Eftir hesum kann samlaða eftirlønin í mesta lagi verða hægsta eftirløn eftir tænastumannalógini, tað er fyri 40. lønarflokk. Fer eftirlønin upp um hesa upphædd, verður løgtingseftirlønin lækkað. Sama er galdandi fyri eftirlønir til hjúnafelaga.

Løgtingsformaðurin er í uppskotinum settur í sama lønarflokk sum løgmaður, tað er í 40. lønarflokk. Í galdandi lóg er løgtingsformaðurin í 39. lønarflokki. Her má havast í huga tann tign, ið fylgir við starvinum í mun til onnur størv.

Reglur eru ásettar, nær og hvørja samsýning løgtingsformaður fær, tá ið hann fer frá. Eisini eru reglur gjørdar um egineftirløn, farloyvi, eftirsituløn, barnaeftirløn o.s.fr.

Uppskotið hevur eisini reglu um serliga viðbót til teir tinglimir, ið ikki sita á tingi longur soleiðis, at hóast eftirlønin annars verður lækkað, so varðveita teir eftirlønina á verandi stigi.

Løgtingslóg nr. 11 frá 8.1.1993 er framvegis galdandi fyri eftirløntar tinglimir og fyri fyrrverandi tinglimir, sum hava krav uppá eftirløn innan uppskotið kemur í gildi. Annars skuldi lógin koma í gildi 1. januar 1999.

4. Samanbering millum lógaruppskotið og verandi skipan.

Til eina samanbering av verandi lógarteksti um samsýning og eftirløn til tingmenn og uppskotinum til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna (løgtingsmál nr. 73/1998) verður víst til skjal 1: "Samanbering av lógartekstunum".

Niðanfyri verða viðmerkingar gjørdar til lógaruppskotið og verandi lóg. Uppskotið verður altíð nevnt fyrst.

4.1 Samsýning og kostnaðarískoyti

Ad § 1.1 í báðum lógunum.
Báðar greinirnar lýsa lønurnar hjá løgtingsmonnum. Báðar lønirnar hava heimild í løgtingslóg um tænastumenn ll. nr. 31 fra 5.7.1971 við seinni broytingum. Uppskotið er, at lønirnar verða í 34. lønarflokki, meðan lønirnar í galdandi lóg eru í 17. lønarflokki. Pr. 1. januar 1999 eru lønirnar ávikavist kr. 24.620,77 og kr. 16.028,46 um mánaðan.

Ad § 1.2 í báðum lógunum.
Báðar greinirnar lýsa kostnaðarískoytið/kostnaðarendurgjaldið. Hesi verða veitt aftrat samsýningini í stk. 1 og verða veitt eftir bústaði og eru skattafrí. Í uppskotinum eru Tórshavn, Argir og Hoyvík skilt frá Suðurstreymoy annars. Í verandi lóg er talan um endurgjald fyri ferðing, kost og uppihald. Hetta endurgjald verður í lógaruppskotinum víðkað til eisini at umfata aðrar útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum tinglimur, sum t.d. telefon og brúk av egnari teldu. Við hesi grundgeving verður í lógaruppskotinum lagt upp til at geva tingmonnum úr Tórshavn, Argjum og Hoyvík, sum eftir verandi lóg ikki fáa kostnaðarendurgjald, kr. 6.000 sum ískoyti. Tinglimir av Hvítanesi, sum eftir verandi lóg ikki fáa kostnaðarendurgjald, fáa sambært uppskotinum rætt til kr. 25.000 sum ískoyti.

Ad § 1.3 í uppskotinum og § 1.4 í galdandi lóg.
§ 1.3 í uppskotinum sigur at næstformenninir í tinginum og formenn í nevndum sambært § 24 og 25 í tingskipanini frá fasta árliga samsýning uppá kr. 30.000,00. Løgtingslimir fáa bert eina samsýning sjálvt um teir eru formenn í fleiri nevndum. Hetta seinasta er ein broyting. Henda grein samsvarar við § 1.4 í galdandi lóg, tó er ongin samsýning til nevndarformenninar í nevndum sum eru settar smbr. § 27 í tingskipanini.

Ad § 1.4 í uppskotinum
§ 1.4 í uppskotinum staðfestir praksis um ferðaendurgjald, dag- og tímapening sum fyri tænastu-menn landsins. Hetta er nýtt í mun til galdandi lóg.

Ad § 1.5 og § 1.6 í galdandi lóg.
§ 1.5 í galdandi lóg um dupultan fundarpening til næstformenn er ikki endurtikið í uppskotinum, tí fundarpeningurin § 1.6 er burtur.

Ad § 2.1 í uppskotinum og § 7.1 og § 7.3 í galdandi lóg.
Hesar greinar um útgjaldingar av samsýning og kostnaðarendurgjaldið/ískoyti v.m. eru samsvarandi Hesi verða goldin við 1/12 um mánaðin frammanundan.

Ad § 2.2 í uppskotinum og § 2 í galdandi lóg.
Í uppskotinum verður ásett, at tinglimur fær samsýning eftir § 1.1. (cfr. stk. 2 og 3) í 4 - 6 mánaðir eftir at hann hevur lagt tingsessin frá sær, nevnliga bert tá hann ikki verður afturvaldur ella vegna sjúku. Annars fær hann onga samsýning. § 2 í galdandi lóg sigur bert, at tá løgtingslimur fer frá, fær hann samsýning í 4 mánaðir.

Doyr løgtingslimur fáa hjúnafelagi og børn undir 18 ár samsýning í 6 mánaðir. Her er eingin broyting.

Yvirlit yvir samsýningar v.m. er víst í skjali 6.

4.2 Farloyvi frá tinginum

Ad § 2.3-6 í uppskotinum og § 1.7,a)-b), § 7.2 og § 8 í galdandi lóg.
Sambært § 2.3 varðveitir løgtingslimur, sum fær farloyvi vegna sjúku ella ferðum uttanlands í løgtings- og fólkatingsørindum, rættin til samsýning og forvinnur eftirlønaraldur. Sjúkan skal prógvast fyri umsitingini.

§ 2.4 er nýggj regla um rætt til farloyvi uttan frádrátt í samsýning og eftirløn í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Hetta er sama regla sum tænastumenn landsins fáa við barnsburð/ættleiðing.

Reglan í § 2.5 ásetur, at løgtingslimir í farloyvi annars fáa ikki samsýning og forvinna sær ikki eftirlønaraldur, eitt nú um teir verða landsstýrismenn. Í galdandi lóg stendur sama regla um samsýning í § 7.2.

Reglan í § 2.6 ásetur, at varalimur fyri løgtingslim fær samsýning og forvinnur eftirlønaraldur. Er tíðin styttri enn 30 dagar, fær hann 1/30 hvønn dagin. Varalimur av aðrari orsøk fær ikki samsýning v.m. eftir § 1. Reglur um samsýning til varamann er í § 8 í galdandi lóg.

Uppskotið lýsir meira nágreinliga treytirnar fyri farloyvi við samsýning o.ø. enn núgaldandi lóg § 7 a) og b) og § 63 í tingskipanini. Lógin sigur, at løgtingslimur bert fær samsýning í farloyvistíðini um hann hevur verið sjúkur í farloyvistíðini ella at avrit av ferðaloyvi frá løgtingsformanninum, sum sýnir, at løgtingslimurin verður ella hevur verið uttanlands í løgtingsørindum í farloyvistíðini, fyriliggur.

4.3 Farloyvi frá øðrum almennum starvi

Ad § 3 í uppskotinum.
Henda grein sigur, at løgtingslimur í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felags-skapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Løgtingslimur í starvi hjá áðurnevndu stovnum ella hjá ríkinum, kann í mesta lagi starvast 50% av tíðini í hesum starvi. Sama regla er galdandi fyri varamann. Hetta er nýggj regla í mun til galdandi lóg.

4.4 Eftirløn og eftirsituløn

Ad §§ 4-7 í uppskotinum og §§ 3-4 í galdandi lóg.
Í § 4 í uppskotinum verður sagt, at løgtingslimur hevur rætt til egineftirløn tá hann hevur verið í minsta lagi í 1 ár á tingi tilsamans. Eftirlønin verður goldin, tá ið tinglimur er fyltur 67 ár og útgjalding sambært § 1 er steðgað. Reglan um útgjald er í verandi lóg § 7.3.

Stk. 2 nevnir tvey undantøk frá 1. stk. Tinglimur kann fáa eftirløn frá tí hann er fyltur 60 ár, um aldurin á tingmanni og tvær ferðir starvsaldurin á tingi í minsta lagi gevur 95 ár, og formannskapurin kann veita løgtingsmanni eftirløn um heilsu-, fíggjarlig ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí. Hett er ein nýggj regla.

Stk. 3. sigur, hvussu eftirlønin verður vunnin. Hægsta eftirløn er 60% av eftirlønargevandi lønini í 34. lønarflokki og verður veitt tá ið løgtingslimur hevur verið 16 ár á tingi. 1.-8. árið telja 4,5% point hvørt, og 9. árið og upp til 16. ár telja við 3% point hvørt.

Eftir uppskotinum skal vøksturin í eftirlønini broytast til at vera eftir starvsaldri, soleiðis at byrjað verður á einum heldur lægri støði og líðandi hækka eftirlønina fyri hvørt árið sum tinglimur. Sum er, hækkar eftirlønin við størri lopum eftir ávikavist 4, 8, 12 og 16 árum sum tinglimur.

Stk. 4 ásetur støddina á viðbótini, sum tinglimir, sum ikki eru fyltir 67 ár, kunnu fáa. Henda er fyri hvørt árið, teir hava verið á tingi, 1/16 av viðbótini í § 6 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Viðbótin er ávikavist kr. 1.756 til giftar og kr. 2.210 til ógiftar fyrrverandi tinglimir. Hesar upphæddir gerast fyri løgtingstinglimir, ið hava verið tinglimir í 16 ár, kr. 28.092, um teir eru giftir og kr. 35.360 um teir ikki eru giftir.

§ 3.1 í galdandi lóg sigur um egineftirløn, at løgtingslimur hevur rætt til egineftirløn tá hann er 67 ár.

Eftirlønin verður vunnin sum ásett í § 3.2 í lógini. Eftir verandi skipan fær tinglimur rætt til eftirløn eftir tveimum árum í tingi. Hægsta eftirløn er 90 % av hægstu eftirløn í lønarflokkinum, ið tinglimir verða løntir eftir, tá ið løgtingslimur hevur verið meiri enn 16 ár á tingi. Eftir uppskotinum gerst hægsta eftirløn 60 % av eftirlønargevandi lønini aftaná 16 ár. Her skal verða mint á umflokkingina av lønini.

Stk. 3 sigur, at fyrrverandi løgtingslimur, sum fær samsýning sum landsstýrismaður fær ikki eginløn sum løgtingslimur.

Stk. 4 Løgtingslimur sum eisini hevur rætt til tænastumannaeftirløn ella landsstýrismannaeftirløn hevur bert rætt til hægstu eftirlønina.

Í mun til uppskotið verður víst til viðmerkingarnar ad § 7, stk. 2 og 3.

Treytin fyri at fáa eftirløn er, at tinglimurin er 67 ár. Tað eru tó tvey undantøk frá hesi reglu, sum gera tað, at tinglimur kann fáa eftirløn frá 60. ári, nevniliga um tinglimur hevur sitið so mikið leingi á tingi, at hann lýkur 95 ára-regluna, ella um hann er heilt illa fyri heilsuliga ella fíggjarliga kann formamansskapurin veita tingmanninum eftirløn frá 60. ári.

§ 5 í uppskotinum sigur, at eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til eftirløn um løgtingslimurin, tá ið hann doyði, hevði rætt til eftirløn, uttan mun til, um hann tá hevði rætt til at fáa hana útgoldna. Treytin er, at tey vóru gift, áðrenn løgtingslimurin var fyltur 60 ár, meðan hann hevði sæti á tingi og tey vóru gift í meira enn 3 mánaðir tá tinglimurin doyði. Seinasta treytin er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði.

Stk. 2 sigur, at støddin á eftirlønini er 74% av egineftirlønini, jfr. § 4, stk. 3. Hetta gevur kr. 10.777 um mánaðin við støði í lønini pr. 1.1.1999.

Stk. 3 sigur, at eftirløntur hjúnafelagi fær somu viðbót sum í § 4.1 í hesi lóg. Víst verður til hesar viðmerkingar.

Stk. 4. er teknisk regla um at aldursmunur fær eftirlønini at lækka, nevniliga um aldur á tí deyða, frádrigið árunum hjúnarbandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi við meira enn 10 árum, tá verður eftirlønin lækkað við 2 % fyri hvørt árið, munurin fer upp um 10 ár. Hetta er ein nýggj regla.

Stk. 5. Eftirlønin verður ikki ávirkað av sundurlesing. Við hjúnarskilnað er reglurnar í ll. um tænastumannaeftirløn galdandi.

Stk. 6. Um einkja/einkjumaður 2 ferðir eftir løgtingslimi verður bert hægsta eftirlønin goldin.

§ 4 í galdandi lóg sigur um eftirløn til hjúnafelagan, at støddin er 2/3 av egineftirlønini, sum løgtingslimurin hevði rætt til uttan so, at tey giftust á deyðastrá, eftir at løgtingslimurin hevði fylt 60 ár ella var farin frá sum løgtingslimur.

§ 6 í uppskotinum sigur víðari um egineftirløn og eftirløn til hjúnafelagan, at lóg um tænastumannaeftirlønir, § 8 (uppsøgn vegna óarbeiðsføri vegna løst í starvi, sum gevur rætt til endurgjald sambært vanlukkutrygging, tá krav um eftirløn sum við 16 ár eftirlønaraldri jbr. § 2 (uppsøgn vegna minkandi førleika), og § 12.4 (skaðatilburður) er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir.

§ 7 í uppskotinum lýsir hvørji lønar- og eftirlønarviðurskifti ávirka/ikki ávirka rættin til eftirløn/hjúnafelagaeftirløn.

Stk. 1 sigur at reglur í lóggávu ella viðtøku um, at tænastumaður ikki má hava annað starv, sum gevur rætt til eftirløn, ikki forðar fyri, at tænastumaður kann varðveita tænastumannastarv sítt og forvinna eftirlønarrætt sum løgtingslimur.

Tinglimir kunnu - sum eftir galdandi lóg - fáa løn fyri starv við síðina av og forvinna sær rætt til eftirløn í fleiri almennum størvum jbr. stk. 1 og skt. 2 í hesi grein.

Stk. 2. Eftirlønir eftir uppskotinum verða útgoldnar við teimum avmarkingum, sum eru ásettar í stk. 3 og 4, uttan mun til um viðkomandi annars fekk løn ella eftirløn úr landskassanum og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn/eftirløn. Sama er galdandi um løn/eftirløn, sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingslimur, landsstýrsmaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.

Stk. 3 sigur, at um løgtingslimur hevur rætt til eftirløn úr einum ella fleiri størvum sum nevnt í stk. 2, tá kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir og egineftirlønin frá løgtinginum verður í slíki førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Hægsta egineftirlønin eftir tænastumannaeftirlønarlógini er 60 % av kr. 36.000, ið er kr. 21.600 um mánaðin. Um eftirløntur løgtingslimur hevur lønarinntøku, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í pkt. 1 kann samða løn og eftirløn ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin frá løgtinginum verður sett niður, sum ásett í pkt. 1.

Stk. 4. setur eftirlivandi hjúnarfelaga somu avmarkingar, sum eru ásettar í stk. 3 fyri løgtingslimir.

4.5 Tingformaðurin

Ad §§ 8-11 í uppskotinum og § 1, stk. 3 í verandi lóg.
§ 8 í uppskotinum sigur, at løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann (40. lønarflokkur + borðfæ).

§ 1, stk. 3 í galdandi lóg sigur um løgtingsformannin, at áseting í grein 1 (samsýning) fevnir ikki um løgtingsformannin, men verður hann løntur í 39. lønarflokki í tænastumannalógini, tó fær løgtingsformaðurin ikki fundarpening.

§ 9 í uppskotinum sigur víðari um løgtingsformannin, at tá løgtingsformaðurin fer frá, fær hann samsýning smb. § 8 í seks mánaðir (sambært § 2, stk. 1, fáa løgtingslimir hesa veiting í fýra til seks mánaðir).

Stk. 2. Við deyða í starvi fær eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning í 6 mánðir. (sama er galdandi sambært § 2, stk. 2 fyri eftirsitandi eftir løgtingslimir).

Stk. 3. Reglurnar í § 2, stk.1 (útgjald av samsýning og kostnaðarendurgjaldi), stk. 3 (farloyvi vegna sjúk o.s.fr.) og stk. 4 (farloyvi vegna barnsburð/ættleiðing) og § 3, 1. pkt. (rætt til farloyvi úr almennum starvi) eru eisini galdandi fyri samsýning til løgtingsformannin.

§ 10 viðvíkir støddini á eftirlønini. Henda er tann sama, sum fyri løgtingslimir, nevniliga í mesta lagi 60 % av eftirlønargevandi lønini í 40. lønarflokki. Hægsta eftirløn verður forvunnin eftir 8 árum. Sama avmarking viðvíkjandi egineftirløn frá tingarbeiðinum í sambandi við aðrar almennar eftirlønir ella inntøkur er galdandi, sum fyri løgtingslimir eftir § 7. Eisini eru reglurnar í § 4, stk. 1, stk. 2, stk. 4, stk. 5 og í § 6 galdandi fyri eftirløn hjá løgtingsformanninum.

§ 11 sigur, at løgtingsformaður skal leggja øll størv frá sær. Undantak kan gevast av floksformonnunum.

4.6 Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót

Ad § 12 í uppskotinum og § 5 í galdandi lóg.
§ 12 í uppskotinum siga, at reglurnar í kapitul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi, t.e. til børn undir 21 ár. Her er talan um eina víðkan í mun til galdandi lóg, við tað at aldurin á børnum, ið fáa rætt til eftirløn, verður víðkað frá 18 árum til upp til 21 ár. Eisini verður heimild givin til at geva barnaeftirlønarviðbót eftir reglunum í tænastumannaeftirlønarlógini. Hinvegin liggur ein avmarking í reglunum, við tað at barn bert kann móttaka ta einu veitingina í senn.

§ 5 í galdandi lóg gevir børnum undir 18 ár rætt barneftirløn samb. tænastumanneftirlønarlógini.

4.7 Aðrar reglur

Ad § 13 í uppskotinum.
§ 13 í uppskotinum sigur, at ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í tænastumannaeftirlønarlógini eisini eru galdandi fyri eftirlønir eftir hesi lóg. Samsýning eftirl § 1, 3 stk. (§§ 24 og 25 í tingskipanini) verður javnað við somu viðbótum sum tænastumenn fáa. Hetta er sostatt ikki galdandi fyri kostnaðarendurgjald og aðrar samsýningar. Um hesi skulu javnast, skal lógin broytast.

Ad § 6 í galdandi lóg.
Henda grein er um samskipannarfrádrátt. Henda regla er ikki longur aktuel, av tí at samskipannarfrádrátturin er burturdottin í tænastumannaeftirlønarlógini.

Ad § 9 í galdandi lóg.
§ 9 sigur at samsýningar eftir hesi lóg verða javnaðar við somu viðbótum, sum tænastumenn fáa. Henda regla finst ikki í uppskotinum, tí í uppskotinum eru viðbøtur íroknaðar lønini.

Ad § 14 í uppskotinum og §§ 10-12 í galdandi lóg.
§ 14 í uppskotinum eru gildisásetanir. Lógin kemur í gildi 1.1.1999 og er galdandi fyri tinglimir, sum fingu sætu á tingi 12.5.1998 og seinni. Lóg nr. 11 frá 8.1.1993 fer samstundis úr gildi. Tó er lógin frá 1993 galdandi fyri eftirløntar tinglimir og fyri fyrrverandi tinglimir, sum hava krav uppá eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi. Reglurnar í tænastumannaeftirlønarlógini § 37 eru galdandi fyri hesar eftirlønir.

Gildisásetingarnar í galdandi lóg eru í §§ 10-12.

5. Skipanir í grannalondum

Í hesum parti verða skipanirnar viðvíkjandi ymiskum samsýningum til tinglimir í nøkrum av grannalondum okkara lýstar. Hugt verður at tingmannalønini, kostnaðarískoytinum og tingmannaeftirlønini.

5.1 Løn

Niðanfyri standandi talva vísir tingmannalønirnar pr. mánaða í Danmark og Íslandi samanhildið við lønarásetingarnar í lógaruppskotinum. (Við krónukursinum ultimo mai 1998).

(kr. um mánaðin) Eftir lógaruppskoti Danmark Ísland
Tinglimir 24.921 30.987 21.428
Tingformaður 40.614 60.539 33.000
Næstformenn 2.500 0 2.759
Nevndarformenn 2.500 0 2.759
Floksformenn 0 0 2.759

Lønin hjá tingmonnum er skattskyldug í øllum londunum rundan um okkum, og tað er hon eisini í Føroyum. Hóast tað er sera trupult at samanbera lønir, sum eru forvunnar í ymiskum londum, so eru lønirnar eftir skatt pr. mánaða settar upp í niðanfyri standandi talvu:

(kr. um mánaðin) Eftir lógaruppskoti Danmark Ísland
Tinglimir 13.200 16.500 14.200
Tingformaður 21.300 31.200 20.500

     

Roknað er við miðalskattaprosentum. Í Føroyum er skatturin settur til 47,0 %, í Danmark 48,5 % og í Íslandi til 38 % av øllum inntøkum, sum eru yvir kr. 2.336 um mánaðin.

5.2 Kostnaðarískoyti

Í grannalondum okkara er skipanin við kostnaðarískoyti/-endurgjaldi eisini nýtt. Í Danmark er kostnaðarískoytið fastlagt í § 108 í "Bekendtgørelse af lov om valg til folketinget". Ískoytið, ella "omkostningstillægget", sum tað verður nevnt, er skattafrítt og verður ásett í mun til, hvar viðkomandi býr. Mánaðarligu upphæddirnar vóru sambært skjali 4: "Sammeting millum løgtingasmannalønir v.m" fylgjandi í 1995:

Í Keypmannahavn ella innanfyri 45 km. frá Høvuðsjarnbreytarstøðini kr. 2.948
Á Sælandi uttanfyri 45 km. frá Høvuðsjarnbreytarstøðini í Keypmannahavn kr. 4.040
Í øðrum pørtum av Danmark (Føroyar og Grønland ikki íroknað) kr. 7.494
Í Føroyum ella Grønlandi kr. 8.641

Javningin av ískoytinum fer fram eftir broytingunum í prístalinum við 2,5 % fyri hvørji 6 stig, prístalið broytist frá 242, sum tað var í januar 1988. Umframt nevndu upphæddir fær fólkatingslimur ferðirnar goldnar.

Í Íslandi er kostnaðarískoytið endurgjald fyri bústað og uppihald í Reykjavík fyri tinglimir uttanfyri Reykjavík, ferðaendurgjald í valdøminum og endurgjald fyri aðrar arbeiðsútreiðslur. Endurgjald fyri bústað og uppihald og ferðaendurgjald er skattafrítt. Mánaðarligu upphæddirnar kunnu sambært skjali 2 til "Uppskot um nýggja skipan fyri samsýning til tingmenn": "Lønin hjá altingsmonnum", dagf. 8. okt. 1998, liggja innanfyri hesar avmarkingar:

Altingslimir sum búgva meira enn 50 km. frá Reykjavík kr.7.889-10.616
Aðrir kr. 2.435- 3.311

Umframt hetta, verður veitt endurgjald fyri ferðir aftur og fram millum valdømið og Reykjavík, endurgjald fyri privata telefon umframt at altingsmenn fáa fartelefon.

Fyri onnur grannalond kann samanumtikið sigast, at upphæddirnar fyri kostnaðarískoyti eru millum kr. 0 (Áland) og kr. 17.410 (Finnland) um mánaðin. Skipaninar í grannalondunum eru ymiskar. Har kann talan vera um skattafríar upphæddir, partvis skattafríar upphæddir og skattskyldugar upphæddir. Burtursæð frá eftir grønlendsku og álendsku skipanunum, broytist upphæddin í mun til hvar í landinum, tinglimur býr. Sum meginregla er talan um fastar upphæddir, men í Finnlandi er upphæddin sett sum ávísur prosentpartur av tingmannalønini.

5.3 Eftirløn

Eftirlønir eru vanliga sera torskildar, og sjálvsagt verður tað munandi verri um fleiri ymiskar eftirlønarskipanir verða umrøddar út í æsir. Víst verður til skjal 3: "Yvirlit yvir eftirlønarskipanir í norðanlondum".

Í Danmark hevur fyrrverandi fólkatingslimur rætt til eftirløn frá 60 ára aldri. Um heilsuligar, sosialar ella aðrar orsøkir tala fyri tí, kann játtast fyrrverandi tinglimi at fáa eftirløn áðrenn 60 ára aldur. Harumframt fær fólkatingslimur eftirlønarískoyti, ið er 1/20 av tí í "Tjenestemandspensionslovens" § 6, stk. 6, nevnda ískoyti fyri hvørt árið, viðkomandi hevur verið fólkatingslimur, til 67 ára aldur.

Hægsta egineftirløn í Danmark er 57 % av lønini, ella kr. 17.100 um mánaðin. Hesa eftirløn hevur ein rætt til eftir 20 ár ella meira sum fólkatingslimur. Eftir 1 ár sum fólkatingslimur, er rætturin 3,25 % av grundlønini, áðrenn arbeiðsmarknaðargjøld eru drigin frá. Eftirlønin, sum prosentpartur av grundlønini, hækkar fyri hvørt ár soleiðis:

1.-9. ár 3,25 %
10.-17. ár 2,80 %
18.-19. ár 1,80 %
20. ár 1,75 %

 

Eftirsitandi hjúnafelagið hjá fyrverandi fólkatingslimi, ið hevur verið í fólkatinginum í meira enn eitt ár, hevur rætt til eftirløn, um hjúnalagið er inngingið:

Eftirlønin hjá eftirsitandi hjúnafelaga er 71 % av eftirlønini, ið fyrrverandi fólkatingslimurin hevði havt rætt til. Eisini eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til eftirlønarískoyti eftir somu reglum sum fyrrverandi fólkatingslimur.

Er stórur aldursmunur á fyrrverandi fólkatingslimi og eftirsitandi hjúnafelaga, verður eftirlønin hjá eftirsitandi hjúnafelaga lækkað eftir somu reglum, sum skotið verður upp skulu galda í Føroyum.

Eftir donsku reglunum er eisini rættur til barnaeftirlønarviðbót eftir reglunum í tænastumannaeftirlønarlógini.

Í Íslandi er vanligi eftirlønaraldurin hjá fyrrverandi altingslimum 65 ár. Um viðkomandi fyllur 65 ár innan 4 ár eftir at viðkomandi fer frá sum tinglimur, ella um fyrrverandi tinglimur gerst óarbeiðsførur, kann viðkomandi fáa rætt til eftirløn áðrenn 65 ára aldur. Um aldur á tinglimi og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum tilsamas geva í minsta lagi 95 ár, fær tinglimur rætt til eftirløn frá 60 ára aldri. Eftir uppskotinum verður mælt til, at henda regla skal galda í Føroyum.

Hægsta eftirløn er 70 % av lønini sum altingslimur, ella kr. 13.650 um mánaðin. Eftirlønin verður sett sum prosentpartur av altingslønini, og hækkar soleiðis:

Upp til 5 ár, fyri hvørt árið 2 %
9 ár 30 %
12 ár 40 %
15 ár 50 %
18 ár 55 %
21 ár 60 %
Meira enn 21 ár, 60 % + 2 % fyri hvørt ár, tó hægst 70 %

 

Meginreglan er, at eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til helmingin av eftirlønini, sum fyrrverandi altingslimur vildi fingið, við 20 % løgdum afturat.

Eftirlønaraldurin í Finnlandi er millum 60 og 65 ár. Í Álandi er eftirlønaraldurin 65 ár. Í Svøríki kann fyrrverandi ríkisdagslimur fáa eftirløn frá 50 ára aldri.

Í Finnlandi og Álandi fæst rættur til hægstu eftirløn eftir 15 árum í tinginum, í Svøríki eftir 12 árum.

Hægsta eftirløn í Finnlandi er um kr. 20.800 um mánaðin. Í Álandi er upphæddin umleið kr. 8.000.

6. Samandráttur

Ein av teimum grundleggjandi broytingunum í uppskotinum í mun til verandi skipan er, at tinglimir, ið eru í almennum starvi, hægst kunnu hava hálvt starv, samstundis sum teir eru tinglimir. Henda skipan er eisini galdandi í Danmark og fyri altingslimir í starvi hjá íslendska statinum.

Í uppskotinum verður mælt til, at løgtingslimir verða samsýntir eftir 34. lønarflokki í lønartalvuni fyri tænastumenn, t.e. kr. 24.921 um mánaðin. Sum er, verða teir løntir eftir lønarflokki 17 á 1. stigi eftir somu lønartalvu, t.e. kr. 16.028 um mánaðin.

Út yvir sjálva mánaðarlønina, er ásett í lógaruppskotinum, at næstformenn tingsins og formennirnir í teimum føstu nevndunum og í teimum serligu nevndunum eftir § 25 í Tingskipanini, skulu hava kr. 30.000 árliga. Aðrar ásetingar eru ikki í lógaruppskotinum viðvíkjandi sjálvari lønini. Fundarpeningur, sum er ásettur í galdandi lóg (§ 1, stk. 6), fyri teir dagar, tingið ikki er saman, er ikki við í lógaruppskotinum.

Harafturat er ásett í § 8, at løgtingsformaðurin verður samsýntur eftir somu reglum sum løgmaður, tað er eftir 40. lønarflokki og við kr. 60.000 árliga sum borðfæ. Eftir galdandi lóg verður løgtingsformaðurin løntur eftir 39. lønarflokki.

Uppskotið til tingmannaløn er eitt sindur lægri enn tingmannalønin er í Danmark og nakað hægri enn tingmannalønin er í Íslandi. Verður hædd tikin fyri skattinum, er munurin minni, og er lønin eftir uppskotinum tá lægri enn bæði í Danmark og Íslandi.

Eitt er at samanbera lønir við tilsvarandi størv í øðrum londum. Men tað eru so mong ymisk viðurskiftir, sum ávirka ta nyttu, sum løntakarin fær burturúr lønini. Eitt er sjálvsagt skatturin. Men kostnaðarstøðið, almenn avgjøld, tann sosiala skipanin o.s.fr. - alt hevur týdning fyri, hvat kann fáast fyri lønina. Tá er ólíka lættari og rættari at samanbera lønir í sama landi. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir mánaðarlønirnar hjá ymiskum alment løntum starvsfólkum. Av tí at starvsfólk vanliga hækkað í løn eftir starvsaldri, meðan bæði verandi lóg og lógaruppskotið áseta, at allir tinglimir fáa somu løn, eru í yvirlitinum vístar bæði byrjunar- og endaløn fyri hvønn starvsbólkin. Eftirlønargjaldið og fastar viðbøtur eru íroknaðar lønini.

(kr. um mánaðin) Byrjunarløn Endaløn
Skrivstovufólk 14.170,32 17.017,69
Fulltrúar 18.044,62 27.295,36
Deildarleiðarar 21.476,96 29.786,94
Lærarar 18.151,33 23.443,60
Studentaskúlalærarar 18.354,00 26.630,10
Postboð 13.529,14 17.166,18
Sjúkrasystrar 17.190,68 18.924,89

  

Skipanin við kostnaðarendurgjaldi er vanlig fyri starvsfólk innan almennu fyrisitingina. Reglurnar, ið eru gjørdar fyri tænastumenn landsins, verða eisini nýttar av øðrum, sum ikki starvsast sum tænastumenn. Meginreglan er, at endurgjald fæst fyri ávísar skjalprógvaðar útreiðslur, og at ávísar avmarkingar eru fyri, hvussu nógv verður endurgoldið fyri útreiðslur sum t.d. gisting. Møguleiki er at fáa ferðaforskot. Eisini eru almennar reglur fyri, at fólk kunnu fáa stuðul fyri ferðakostnað millum bústað og arbeiðsstað og fyri dupult húsarhald.

Fyri løgtingslimir er skipanin tann, at skattafrítt kostnaðarendurgjald verður veitt, uttan at útreiðslur eru skjalprógvaðar. Í teimum førum, har tinglimur skal uttanlands, verða útreiðslur endurgoldnar sambært ferðauppgerð og skjalprógvum. Í kostnaðarendurgjaldinum, ið tinglimir fáa, eru ferðaútreiðslur innanoyggja, kostur og uppihald íroknað. Eftir uppskotinum verður endurgjaldið nevnt "ískoyti", og skal hetta ískoyti eisini umfata aðrar útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum tinglimur.

Tað er ein spurningur, um ásetingin av kostnaðarískoytinum er tíðarhóskandi, tá hugsað verður um broytingina í ferðamynstrinum og samferðslumøguleikunum.

Skjal 2: "Kostnaðarendurgjald" vísur eina samanbering av, hvat tað kostar at ferðast í sambandi við løgtings- og nevndarfundir, íroknað kr. 150 pr. dag til kost og uppihald. Her sæst, at uppskotið til kostnaðarískoyti árliga gevur millum kr. 2.780 (Søldafjørður/Fuglafjørður) og kr. 54.600 (Tvøroyri) meira, enn hvat kostnaðurin er roknaður til at vera.

Eftir uppskotinum til nýggja skipan viðv. kostnaðarendurgjaldi fyri løgtingslimir, eru mánaðarligu upphæddirnar fyri tinglimir uttanfyri Tórshavn uppá millum kr. 2.083 og kr. 7.500. Í sammetingini við kostnaðarískoytini í grannalondunum skal havast í huga, at í uppskotinum til nýggja skipan fyri løgtingslimir er ískoytið eisini endurgjald fyri ferðaútreiðslur. Í hinum norðanlondunum verður veitt ferðaendurgjald umframt kostnaðarískoytið. At kostnaðarískoytið er hægri enn veruligu útreiðslurnar førir við sær, at lønarskipanin fyri tinglimir ikki er so greið sum fyri aðrar løntakarar.

Í nøkrum londum eru skipanir fyri javning av kostnaðarískoytinum. Í Finnlandi fer javningin fram í sambandi við at lønirnar broytast (er ásett sum ávísur prosentpartur av lønini), og í Danmark fer ein prístalsgrundað javning fram av upphæddunum. Í Føroyum er hvørki í verandi skipan ella teirri, sum verður skotin upp, løgd nøkur javning inn av kostnaðarendurgjaldinum.

Víst verður annars til skjal 4: "Sammeting millum løgtingsmannalønir v.m".

Eftirlønin fyri tinglimir verður veitt eftir somu meginreglum sum fyri tænastumenn. Sama er galdandi fyri eftirlønina eftir nýggja uppskotinum. Í uppskotinum verða fleiri av teim broytingum, sum hava verið gjørdar fyri tænastumenn seinnu árini, tiknar við. Eftir uppskotinum er lógarteksturin viðvíkjandi eftirlønum víðkaður nakað í mun til í verandi lóg. Víst verður til skjal 1, har lógartekstirnir eru settir upp móti hvør øðrum.

Tað ber ikki til beinleiðis at samanbera eftirlønirnar, tí bæði útrokningargrundarlagi og sjálv útrokningin eru munandi broytt. Hóast grundarlagi er broytt, so er eftirlønin eftir verandi skipan hægri í einstøkum førum.

Eftir verandi skipan hevur løgtingslimur rætt til eftirløn eftir tveimum árum sum tinglimur. Í uppskotinum til nýggja skipan verður skotið upp, at hetta skal broytast til at vera frá eftir einum ári, og hækka við ávísum prosentparti fyri hvørt ár í tinginum í upp til 16 ár. Í Danmark og Íslandi tekur tað ávikavist 20 og 26 ár at koma á hægsta eftirlønarstig. Í øðrum norðanlondum skal starvsaldurin vera millum 12 og 15 ár fyri at koma upp á hægsta eftirlønarstig. Hægsta egineftirløn er eftir uppskotinum 60 % av eftirlønargevandi lønini í tí lønarflokki, tinglimir verða løntir eftir. Í Danmark er hetta 57 % og í Íslandi 70 %.

Vanligi tingmannaeftirlønaraldurin, sum í Føroyum er 67 ár, er í Danmark 60 ár, í Íslandi 65 ár og í Svøríki 50 ár.

Verandi skipan ásetur, at egineftirlønin er í mesta lagi 90 % av verandi eftirløn sambært 17. lønarflokki. Ásetingarnar verða ikki javnaðar í mun til hvørt ár, tinglimur hevur í starvsaldri, men fyri hvørji 4 ár, tó er tað 2 ár millum hækkingarnar 2 tær fyrstu ferðirnar. Eftir § 14 í uppskotinum, verður henda lógin framhaldandi galdandi fyri teir tinglimir, ið ikki hava sæti á tingi í dag.

Eftir § 14 í uppskotinum verður ásett, at skiftisreglurnar í § 37 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir er galdandi fyri tinglimir. Tað merkir, at eftirlønin fyri tinglimir, ið ikki hava sæti á tingi í dag, ikki lækkar. Av tí at reglurnar um eftirløn til tinglimir eru so tætt tengdar at tænastumannaeftirlønarreglunum, verður neyðugt at broyta tingmannaeftirlønirnar, nú løgtingslógin um tænastumannaeftirlønir er broytt.

Um ein tinglimur hevur rætt til fleiri eftirlønir, tað kann vera frá politikki og/ella sum tænastumaður, verða allar eftirlønirnar lagdar saman, men mugu ikki fara uppum hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært lógtingslóg um tænastumannaeftirlønir. Í løtuni er hægsta egineftirlønin umleið 21.600 kr./mánaðan, roknað út frá 40. lønarflokki. Fer samlaða egineftirlønin uppum hesa upphæddina, verður løgtingsmannaeftirlønin lækkað tilsvarandi. Spurningurin er, um tað kann koma fyri, at tingmannaeftirlønin er so mikið lág í mun til aðrar eftirlønir, at tað er ov lítið bert at lækkað samlaðu eftirlønirnar við tingmannaeftirlønini, fyri at koma niður á hægstu eftirløn eftir 40. lønarflokki.

Eftir uppskotinum fær eftirløntur tinglimur, sum aftur tekur sæti á tingi, ikki eftirløn, meðan hann situr á tingi. Í verandi lóg eru hesi viðurskiftini ikki umrødd.

Í uppskotinum til nýggja skipan í Føroyum, er sonevnda "95-ára reglan", sum verður nýtt í Íslandi, endurtikin.

Skotið verður upp at hækka tann partin, sum eftirsitandi hjúnafelagi hevur rætt til sum eftirsituløn av eftirlønini hjá tinglimi, úr 66 % upp í 74 %. Av tí at talan er um heilt ymiskar upphæddir, ið roknað verður av, viðførur broytingin í prosentum ikki serligar broytingar í upphæddum, um tinglimur hevur verið fá ár á tingi, meðan upphæddin gerst hægri enn eftir verandi skipan, um tinglimur hevur verið fleiri ár á tingi. Í uppskotinum verður mælt til at geva eftirsitandi hjúnafeløgum árliga viðbót, umframt eftirlønina.

Tað eru ásettar nakrar treytir fyri m.a. hvussu aldurslutfallið millum tingmannin og eftirsitandi hjúnafelaga, nær tey eru gift o.s.fr. ávirkar eftirsitulønina. Hetta eru somu ásetingar, sum eru í tænastumannaeftirlønarlógini, og eisini teimum, sum eru galdandi í Danmark.

Eftir galdandi lóg kunnu børn bert fáa barnaeftirløn upp til 18 ára aldur, meðan reglurnar í tænastumannaeftirlønarlógini geva rætt tilbarnaeftirløn upp til 21 ára aldur. Upphæddin er í løtuni kr. 23.464 árliga pr. barn. Við nýggju skipanini verður skotið upp, at eftirløntir tinglimir eisini fáa rætt til barnaeftirlønarviðbót eftir somu reglum sum tænastumenn. Upphæddin er kr. 23.464 um árið fyri hvørt barnið.

Fyri eina samanbering av eftirlønini eftir starvsaldri sambært verandi skipan og uppskotinum verður víst til skjal 5: "Eftirlønin eftir verandi skipan og nýggja uppskotinum".

Fylgisskjøl

Skjal 1: Samanbering av lógartekstunum

Skjal 2: Kostnaðarendurgjald

Skjal 3: Yvirlit yvir eftirlønarskipanir í norðanlondum

Skjal 4: Sammeting millum løgtingsmannalønir v.m.

Skjal 5: Eftirløn eftir verandi skipan og nýggja uppskotinum

Skjal 6: Yvirlit yvir tingmannalønir og aðrar samsýningar/góðar

Skjal 7: Dømir um løgtingsmannasamsýningar

 

Skjal 1: Samanbering av lógartekstunum.

Orðarøtt samanbering millum uppskot til løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna og núgaldandi løgtingslóg um samsýning og eftirløn løgtingsmanna

 

Uppskotið (lm. 73/1998)

Núgaldandi lóg nr. 11 frá 08.01.1993

§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir samsvarandi 34. Lønarflokki í tænastumannalógini íroknað vanliga viðbót.

2. stk. Aftrat samsýningini eftir stk. 1 verður veitt løgtingsmonnum árligt kostnaðarískoyti, sum er endurgjald fyri útreiðslur, sum standast av arbeiðnum sum løgtingsmaður.

Kostnaðarendurgjaldið, sum er skattafrítt, verður veitt eftir bústaðnum hjá løgtingsmanninum soleiðis:

Tórshavn, Argir og Hoyvík            kr.   6.000

Suðurstreymoy annars                   kr. 25.000

Norðstreymoy                              kr. 45.000

Eysturoy                                       kr. 55.000

Vágoy, Sandoy                            kr. 80.000

Aðrastaðni                                   kr. 90.000

 

§ 1. Løgtingsmenn verða samsýntir eftir 17. lønarflokki á 1. stigi í tænastumannalógini.

2. stk. Aftrat samsýningini verður veitt løgtingsmonnum árligt kostnaðarendurgjald eftr bústaðnum soleiðis:

 

Suðurstreymoy, undantikið Tórshavn,

Argir, Hoyvík og Hvítanes          kr. 25.000

Norðstreymoy                              kr. 45.000

Eysturoy                                      kr. 55.000

Vágoy, Sandoy                            kr. 80.000

Aðrastaðni                                  kr. 90.000

Kostnaðarendurgjaldið er ikki skattskyldugt

 

 

3. stk. Næstformonnum tingsins og nevndarformonnum sambært §§ 24 og 25 í tingskipanini verður veitt samsýning, sum er kr. 30.000,- árliga. Um tingmaður røkir fleiri størv eftir 1. pkt., fær hann bert eina samsýning.

4. stk. Í sambandi við ferðing uttanlands í løgtingsørindum verður veitt ferðaendurgjald og dag- og tímapening eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri tænastumenn landsins.

4. stk. Formennininir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25 og 26 í Tingskipan Føroya Løgtings og næstformenninir í formansskapi løgtings fáa 30.000 árliga. Formenninir í løgtingsnevndum sbrt. § 27 í Tingskipan Føroya Løgtings fáa 2.500 um mánaðin.

 

5. stk. Næstformenninir í løgtingsnevndum fáa dupultan fundarpening, tá teir taka við sum formenn sambært Tingskipan Føroya Løgtings, tað sama er galdandi, tá teir virka sum skrivarar í nevndini.

6. stk. Limirnir í løgtingsnevndunum sbrt. §§ 25-27 og næstformenn í formanskapinum fáa fundarpening eins og tænastumenn landsins fyri fundir, ið hildnir verða teir dagar, tá tingið ikki hevur fund. Er talan um fleiri fundir ein dag, kann samlaði fundarpeningurin ikki fara upp um fundarpening fyri ein dag eftir galdandi reglum.

 

§ 2. Samsýningarnar og kostnaðarendurgjaldið eftir § 1 verða goldnar við 1/12 mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná, at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til endan á tí mánaði, løgtingsmaður leggur tingsessin frá sær.

§ 7. Samsýningin í § 1 verður goldin við 1/12 frammanundan frá 1. degi í mánaðinum aftaná at løgtingið hevur góðkent valbrævið hjá viðkomandi løgtingsmanni, til tann mánaðurin er úti, tá løgtingsval hevur verið.

§ 7, 3. stk. Eftirlønin verður goldin mánaðarliga frammanundan frá 1. degi í mánaðinum eftir, at løgtingsmaðurin hevur fylt 67 ár.

 

2. stk. Verður løgtingsmaður ikki afturvaldur ella má leggja tingsessin frá sær vegna sjúku, fær hann samsýning sambært § 1, stk. 1 í 1 mánað fyri hvørt árið, hann hevur havt sess á tingi, tó í minsta lagi 4 mánaðir og í mesta lagi í 6 mánaðir. Doyr løgtingsmaður, fáa hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir § 1, stk. 1 í 6 mánaðir.

§ 2. Tá løgtingsmaður fer frá, fær hann samsýning í 4 mánaðir.

Stk. 2. Doyr løgtingsmaður meðan hann er í starvi, fær hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning í 6 mánaðir.

 

3. stk. Løgtingsmaður, sum fær farloyvi úr tinginum vegna sjúku, ella tí hann hevur fingið farloyvi at fara uttanlands í løgtings- ella fólkatingsørindum, varðveitir rættin til samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur.

 

 

4. stk. Løgtingsmenn hava rætt til farloyvi uttan frádrátt í samsýning eftir § 1 stk. 1 og eftirlønaraldri í samband við barnsburð ella ættleiðing eftir reglunum, sum eru galdandi fyri

tænastumenn.

5. stk. Løgtingsmenn, sum fáa farloyvi, í samband við at teir gerast landsstýrismenn ella av øðrum orsøkum enn teimum, sum eru nevndar í stk. 3-4, missa rættin til samsýning og forvinning av eftirlønaraldri frá tí degi, teir fáa farloyvi úr tinginum, til tann dagin, teir taka við aftur løgtingssessinum.

6. stk. Varalimur fyri løgtingsmann fær samsýning og forvinnur sær eftirlønaraldur frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning, ella um hann tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá. Fyri tíðarskeið, sum eru minni enn 30 dagar, verður samsýningin roknað sum 1/30 av samsýningini fyri hvønn dagin, hann hevur sæti á tingi. Varamaður, sum hevur tikið sæti á tingi av aðrari orsøk enn fyri løgtingsmann, sum er vorðin landsstýrismaður og fær farloyvi úr tinginum, hevur ikki rætt til samsýning og forvinnur sær ikki eftirlønaraldur í farloyvistíðarskeiðnum.

§ 1, 7. stk. Tá løgtingsmaður hevur fingið farloyvi sbrt. reglunum í Tingskipan Føroya Løgtings, verður løn bert veitt í farloyvistíðini, um løgtingsskrivstovustjórin fær:

a) læknaváttan um, at løgtingsmaðurin hevur verið sjúkur í farloyvistíðini.

b) avrit av ferðaloyvi frá løgtingsformanninum, sum sýnir, at løgtingsmaðurin verður ella hevur verið uttanlands í løgtingsørindum í farloyvistíðini.

 

 

§ 7, 2. stk. Sigur løgtingsmaður seg frá fyri styttri ella longri tíð við løgtingsins samtykt, verður samsýningin v.m.goldin til tann dagin hann sigur seg frá. Tekur hann við aftur, fær hann samsýning v.m. goldna frá tí degi hann tekur við aftur.

§ 8. Varamaður fyri løgtingsmann fær í samsýning 1/30 av løgtingsmannasamsýning um dagin frá tí degi, hann hevur fingið tingsins góðkenning ella, um hann tekur við seinni, so frá hesum degi, til hann fer frá, ella tá løgtingssetan endar. Tíma- og dagpening fær hann eftir somu reglum sum tænastumenn landsins.

 

§ 3. Løgtingsmaður, sum er í starvi hjá landinum, eini kommunu, kommunalum felagsskapi, landsfyritøku ella hjá einum konsessioneraðum felag, hevur rætt til farloyvi úr starvi sínum. Løgtingsmaður, sum hevur starv hjá einum stovni eftir 1. pkt ella hjá ríkinum, kann í mesta lagi starvast 50% av tíðini í hesum starvi, meðan hann er løgtingsmaður ella varamaður fyri løgtingsmann.

 

§ 4. Løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn, tá hann í einum ella fleiri tíðarskeiðum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi 1 ár tilsamans. Eftirlønin verður útgoldin frá 1. í mánaðinum eftir, at tingmaðurin er fyltur 67 ár, og útgjalding eftir § 1 er steðgað, jvb. tó 2. stk.

2. stk. Um aldurin á tingmannni og tvær ferðir starvsaldurin í tinginum tilsamans geva í minsta lagi 95 ár, fær tingmaðurin eftirløn frá 60 ára aldri eftir somu reglum, sum eru ásettar í stk. 1. Formansskapur løgtingsins kann veita

tingmanni, sum er farin frá og er fyltur 60 ár, egineftirløn samb. 1. stk., um heilsu- fíggjarlig- ella onnur sosial viðurskifti tala fyri tí.

3. stk. Hægsta egineftirlønin, sum er 60 % av eftirlønargevandi lønini í 34. lønarflokki, verður veitt, tá løgtingsmaður hevur havt sæti á tingi í 16 ár ella meira. Hvørt árið verður talt

við í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. til og við 8. árið telja 4,5 % point og frá 9. árið og upp til meira enn 16 ár telja við 3 % point.

4. stk. Til eftirløntar tingmenn, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum fyri hvørt árið, tingmaðurin hevur havt sæti á tingi, er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir.

5. stk. Eftirløntur tingmaður, sum aftur tekur sæti á tingi, fær ikki eftirløn í tí tíðarskeiði, hann fær samsýning eftir § 1.

 

§ 5. Eftirsitandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann, sum hevur havt sæti á tingi í minsta lagi 1 ár, hevur, uttan mun til um løgtingsmaðurin hevði rætt til egineftirløn, tá hann doyði, og uttan mun til um hann var limur í løgtinginum, tá hann doyði, rætt til hjúnafelagaeftirløn, treytað av at tey vóru gift:

  1. áðrenn løgtingsmaðurin var fyltur 60 ár
  2. meðan løgtingsmaðurin enn hevði sæti á tingi
  3. ella vóru gift meira enn 3 mánaðir innan løgtingsmaðurin doyði.

Stk. 1 nr. 3 er ikki galdandi, um orsøkin til deyðstilburðin stendst av skaðatilburði í røking av løgtingsstarvinum.

2.stk. Hjúnafelagaeftirlønin er 74 % av egineftirlønini eftir § 4, 3. stk.

3. stk. Eftirløntum hjúnafeløgum, sum ikki eru fyltir 67 ár, verður veitt viðbót, sum er 1/16 av viðbótini í § 6, stk. 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirløn.

4. stk. Um so er, at aldurin á deyða hjúnafelagnum við frádrátti av teimum árum, hjúnabandið hevur vart, fer upp um aldurin á longstlivandi hjúnafelagnum við meira enn 10 árum, verður hjúnarfelagaeftirlønin lækkað eftir stk. 2 við 2 % fyri hvørt ár, munurin fer upp um 10 ár.

5. stk. Rætturin til hjúnafelaeftirløn verður ikki ávirkaður av sundurlesing. Hvat viðvíkir rættinum til hjúnafelagaeftirløn, um hjúnini eru skild, eru reglurnar, sum eru ásettar í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, galdandi.

6. stk. Um hjúnafelagi eftir løgtingsmann eftir omanfyristandandi reglum hevur rætt til fleiri eftirlønir frá tinginum, verður bert tann hægsta eftirlønin útgoldin.

§ 6. Reglurnar í lóg um tænastumannaeftirlønir § 8, jvb. § 2 og § 12, 4. stk. er eisini galdandi fyri eftirlønir og hjúnafelagaeftirlønir eftir hesi lóg.

§ 3. Fyrrverandi løgtingsmenn hava rætt til eftirløn frá tí teir eru 67 ár.

 

 

 

 

 

Stk.2. Egineftirlønin verður roknað sum partur av hægstu eftirløn í lønarflokkinum, teir eru løntir eftir:

Løgtingsmaður í:

0-2 ár                            0%

2 til 4 ár                      20%

4 til 8 ár                     40%

8 til 12 ár                  60%

12 til 16 ár                75%

yvir 16 ár                 90%

3. stk. Fyrrverandi løgtingsmaður sum fær samsýning sum landsstýrismaður, fær ikki egineftirløn.

4. stk. Løgtingsmaður, sum eisini hevur vunnið sær rætt til tænastumannaeftirløn ella landsstýrismannaeftirløn, hevur bert rætt til ta hægstu eftirlønina.

§ 4. Eftirsitandi hjúnarfelagi eftir løgtingsmann fær 2/3 av teirri eftirløn, sum løgtingsmaðurin hevði rætt til uttan so, at tey giftust á deyðastrá, eftir at løgtingsmaðurin hevði fylt 60 ár ella var farin frá sum løgtingsmaður.

 

§ 7. Reglur í lóggávu ella viðtøku um, at ein tænastumaður ikki má hava annað starv, sum gevur rætt til eftirløn, er ikki til hindurs fyri, at tænastumaður kann varðveita tænastumannastarv sítt og forvinna eftirlønarrætt sum løgtingsmaður.

2. stk. Egineftirløn og hjúnafelagaeftirløn eftir hesi lóg verða útgoldnar við teim avmarkingum, sum eru ásettar í 3. og 4. stk., uttan mun til um viðkomandi annars fær løn ella eftirløn úr landskassanum, og hevur onga ávirkan á rættin til slíka løn ella eftirløn. Tað sama er galdandi, um viðkomandi fær løn ella eftirløn sum landsins tænastumaður, statstænastumaður, fólkatingsmaður, landsstýrismaður ella frá starvi í eini kommunu, konsessioneraðum felag, øðrum statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðrari tænastumannalíknandi eftirlønarskipan.

3. stk. Um so er, at løgtingsmaður hevur rætt til egineftirløn sum løgtingsformaður, landsstýrismaður, fólkatingsmaður, borgarstjóri, tænastumaður landsins, statstænastumaður, frá statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknindi eftirløn, kann samlaða egineftirlønin ikki fara upp um hægstu egineftirlønina, sum kann fáast sambært løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir, og egineftirlønin frá løgtinginum verður í slíkum førum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn henda. Um eftirløntur løgtingsmaður hevur lønarinntøku í einum starvi, sum gevur rætt til eftirløn, sum ásett í 1. pkt., kann samlaða lønin og eftirlønin ikki fara upp um hægstu eftirlønargevandi tænastumannaløn, og eftirlønin frá løgtinginum verður í tí føri sett niður, sum ásett í 1. pkt.

4. stk. Um eftirlivandi hjúnafelagi eftir løgtingsmann hevur rætt til hjúnafelagaeftirløn, sum stavar frá, at hjúnafelagin fær eftirløn, tí løgtingsmaðurin hevur verið landsstýrismaður, løgtingsformaður, fólkatingsmaður, tænastumaður landsins, statstænastumaður ella statsstuðlaðum eftirlønarkassa ella aðra tænastumannalíknandi eftirløn, kann samlaða hjúnafelagaeftirlønin ikki fara upp um hægstu hjúnafelagaeftirløn sambært lógini um tænastumenn landsins, og verður eftirlønin frá tinginum sett niður við tí upphædd, sum er hægri enn hendan.

 

§ 8. Løgtingsformaður verður samsýntur eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri løgmann.

§ 9. Tá løgtingsformaðurin fer frá, fær hann ta skattskyldugu samsýningina eftir § 8 í 6 mánaðir. Um fráfarni løgtingsformaðurin framvegis er tingmaður, fær hann bert ta hægru samsýningina.

2. stk. Doyr løgtingsformaðurin meðan hann er í starvi, fær eftirsitandi hjúnafelagi ella børn undir 18 ár samsýning eftir stk. 1 í 6 mánaðir.

3. stk. Reglurnar í § 2, 1., 3. og 4. stk. og § 3, 1. pkt. eru eisini galdandi fyri samsýningina hjá løgtingsformanninum.

§ 10. Hægsta egineftirlønin hjá løgtingsformanninum, sum er 60 % av eftirlønargevandi lønini í lønarflokkinum, hann er samsýntur í, verður veitt, tá løgtingsformaðurin hevur verið formaður í 8 ár ella meira. Hvørt árið verður talt í eftirlønaraldrinum soleiðis, at 1. og 4. árið telja 9 % point og frá 5. til og við 8. árið 6 % point.

2. stk. Reglurnar í § 4, stk.1, stk. 2, stk. 4 og stk. 5, § 6 og § 7 eru eisini galdandi fyri eftirløn hjá løgtingsformanninum.

§ 11. Hevur løgtingsformaðurin, tá hann tekur við, størv í almennari tænastu ella privatum virkjum, samtøkum ella stovnum, skal hann vanliga siga tey frá sær. Tó kann hann í hendinga førum við samtykki frá floksformonnunum í tingi halda tílíkum størvum, um formaðurin ikki heldur, at tey kunnu hava við sær trupulleikar í røkjanini av embætisskyldu hansara. Floksformenninir á tingi skulu í seinasta lagi 14 dagar eftir, teir hava fingið umsókn formansins, svara honum, og boðar formaðurin síðan tinginum frá, hvørji størv hann hevur fingið loyvi at hava.

2. stk. Løgtingsformaðurin má ikki taka ímóti nøkrum av teim í stk. 1 nevndu størvum, meðan hann situr sum løgtingsformaður.

§ 1, 3. stk. Ásetingin í lógarinnar § 1, fevnir ikki um løgtingsformannin, men verður hann løntur í 39. lønarflokki í tænastumannalógini, tó fær løgtingsformaðurin ikki fundarpening.

 

§ 12. Reglurnar í kapittul 4 í løgtingslóg um tænastumannaeftirlønir um barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót eru galdandi. Barnaeftirløn og barnaeftirlønarviðbót verður tó ikki goldin, um hesar verða goldnar eftir tænastumannalógini v.m., lógini um samsýning landsstýrismanna ella fólkatingsvallógini.

§ 13. Ásetingarnar um javning av eftirlønum og eftirsitilønum í § 26 í lóg um tænastumannaeftirlønir er eisini galdandi fyri javning av eftirlønum eftir hesi lóg. Samsýningin eftir § 1, 3. stk. verður javnað við somu viðbótum sum tænastumenn fáa.

§ 5. Eftirsitandi børn undir 18 ár hava rætt til barnaeftirløn sambært § 14, stk. 2 og § 15 í tænastumannaeftirlønarlógini.

 

§ 6. Reglurnar um samskipannarfrádrátt í 9. kapitli í tænastumannaeftirlønarlógini eru galdandi fyri eftirlønir sambært §§ 3 og 4.

 

§ 9. Samsýningar eftir hesi lóg verða javnaðar við somu viðbótum, sum tænastumenn fáa.

 

§ 14. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 1999 og er galdandi fyri tingmenn, sum fingu sæti á tingi 12. mai 1998 ella fáa sæti á tingi eftir henda dag. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 11 frá 8. januar 1993.

2. stk. Løgtingslóg nr. 11 frá 8. januar 1993 er framvegis galdandi fyri eftirløntar tingmenn og fyri fyrrverandi tingmenn, sum hava krav uppá eftirløn, innan henda lóg kemur í gildi. Reglurnar í tænastumannalógini § 37 eru galdandi fyri hesar eftirlønir.

§ 10. Reglurnar í § 3 eru galdandi frá 1. juli 1971, tó verða árini løgtingsmenn hava fingið bíðipening sum løgtingsmenn, drigin frá í eftirlønaraldrinum.

§ 11. Fyrrverandi løgtingsmenn sum fáa bíðipening, tá henda lóg fær gildi, kunnu velja, um teir vilja hava bíðipening ta ásettu tíðina, ella fáa rætt til eftirløn sambært reglunum í hesi lóg.

§ 12. Henda lóg fær gildi 1. januar 1993 og fer samstundis úr gildi løgtingslóg nr. 51 frá 9. mai 1976 um samsýning løgtingsmanna við seinni broytingum.

 

Skjal 2: Kostnaðarendurgjald

Út frá skjali 7 til "Uppskot um nýggja skipan fyri samsýning til tingmenn": "Kostnaðarendurgjald", dagf. 18. sept. 1998, er niðanfyri gjørd ein samanbering av uppskotinum um kostnaðarendurgjald við verandi skipan og útroknaða kostnaðinum íroknað kr. 150 í dagpeningi í 100 dagar fyri ávís støð í landinum.

 

Øki

Uppskot

Verandi

Kostnaður,

Íroknað dagpening

Klaksvík

Kunoy

Søldafjørður og Fuglafjørður

Toftir

Oyri

Vestmanna

Kollafjørður

Sørvágur

Miðvágur

Sandoy

Tvøroyri

Vágur

90.000

90.000

55.000

55.000

55.000

45.000

45.000

80.000

80.000

80.000

90.000

90.000

90.000

90.000

55.000

55.000

55.000

45.000

45.000

80.000

80.000

80.000

90.000

90.000

63.680

67.860

52.220

50.840

39.940

38.200

27.260

61.780

57.980

40.860

35.400

51.060

 

Skjal 3: Yvirlit yvir eftirlønarskipanir í norðanlondum

Í skrivinum "uppskot um nýggja skipan fyri samsýning til tingmenn" hevur Løgtingsskrivstovan gjørt eitt yvirlit yvir tingmannaeftirlønirnar í ymiskum norðurlondum.

Niðanfyri er tann talvan endurgivin:

 

Mánaðarløn:

15.300

30.000

19.500

24.612/
31.090

13.223

22.139

19.370

Ár

Føroyar

Danmark

Ísland

Finnland

Áland

Noreg

Grønland

0-2

0

975

390

 

533

   
2-4

2.770

1.950/
2.925

780/
1.170

2.746/
4.119

1.066/
1.599

   
4-8

5.540

3.900/
6.825

1.560/
2.730

5.492/
9.611

2.133/
3.733

   
8-12

8.310

7.800/
10.450

3.120/
5.850

10.984/
15.103

4.267/
5.867

   
12-16

10.388

11.290/
13.810

7.800/
9.750

16.644/
-

6.400/
8.000

   
+16

12.465

14.650/
17.100

10.725/
13.650

20.800

8.000

   

 

Skjal 4: Sammeting millum løgtingsmannalønir v.m.

Innihaldið í skjali 3 til "Uppskot um nýggja skipan fyri samsýning til tingmenn": "Sammeting", dagf. 8. oktober 1998, har tingmannalønir v.m. úr hinum norðanlondum og Føroyum eru gjørdar upp fyri 1995, er niðanfyri endurgivið við smávegis broytingum. Fastar lønir eru uppgjørdar í donskum krónum um mánaðin við gjaldoyrakursi pr. ultimo mai 1998.

 

Land

Løn

Tingformenn

Kostnaðar-
Ískoyti

Fundar-pengar

Annað

Føroyar

14.988

36.993

2.083/
3.750/
4.583/
6.667/
7.500

Ja

Ferðir uttanlands

Danmark

28.814

Uml. 60.000

2.948/
4.040/
7.494/
8.641

Nei

Fríar ferðir

Noreg

22.139

Ískoyti 5.507

3.428/
7.675

Nei

Fríar ferðir/partvís telefon/
Umboðan kr. 14.000 p.a.

Svøríki

23.080

54.500

5.065/
6.093

Nei

Fríar ferðir/
Karensdagar

Finnland

24.612/
31.090

Ískoyti 7.750
Skattafrítt

33 %/
45 %/
56 %

Nei

Fríar ferðir

Ísland

18.390

33.000

6.695/
4.997

Nei

Endurgjald fyri tveir bústaðir/-Ferðing til og frá eina ferð um vikuna/Bíðipening, 3-6 mdr.

Áland

13.223

Føst løn

Nei

Nei

Dag- og tímapening/
Ferðaendurgjald/bústað í Mariuhamn um neyðugt

Grønland

19.370

 

4.145

Nei

Dagpening fyri ferðir í valøkinum/hjúnafelagaferðir

 

Skjal 5: Eftirlønin eftir verandi skipan og nýggja uppskotinum

Niðanfyri standandi talva vísir eftirlønirnar eftir verandi lóg, tvs. bæði hjá teimum tingmonnum, sum nú fáa eftirløn, og hjá fráfarnum tingmonnum, sum fara at fáa eftirløn. Harafturat vísir talvan, hvussu høg eftirlønin verður eftir uppskotinum.

 

(kr. um mánaðin)

Verandi eftirløn pr. mánað

Nýggja

Ár á tingi

Uttan frádrátt

Við frádrátti

skipanin

0
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17

0
0
2.770
2.770
5.540
5.540
5.540
5.540
8.310
8.310
8.310
8.310
10.388
10.388
10.388
10.388
10.388
12.465

0
0
1.934
1.934
3.868
3.868
3.868
3.868
5.802
5.802
5.802
5.802
7.253
7.253
7.253
7.253
7.253
8.703

0
1.099
2.198
3.297
4.396
5.496
6.595
7.694
8.793
9.526
10.258
10.991
11.724
12.457
13.189
13.922
14.655
14.655

 

Sjálvar upphæddirnar fyri eftirlønirnar eftir verandi skipan eru tiknar burturúr skjali, sum tinglimir hava fingið, tað er nevnt "Uppskot til nýggja skipan fyri samsýning til tingmenn". Í tí gráu súluni er eftirlønin sett upp, sum hon vildi verið eftir seinastu broytingini í løgtingslógini fyri tænastumannaeftirlønir.

Skjal 6: Yvirlit yvir tingmannalønir og aðrar samsýningar/góðar

 

Uppskotið

§

Galdandi lóg

§

Mánaðarløn (34. fl./17. fl.)

24.920,77

1,1

16.028,46

1,1

Árligar samsýningar:
- Næstformenn tingsins, eykasamsýning

30.000

1,3

30.000

1,4

Nevndarformenn í:

       

- Fíggjarnevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Uttanlandsnevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Landsstýrismálanevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Vinnunevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Trivnaðarnevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Mentunarnevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

- Rættarnevndini

30.000

1,3

30.000

1,4

Aðrar nevndir smb. § 25 í Tingsk.

30.000

1,3

30.000

1,4

Formenn í sbr. § 27 í gl. Tingskipanina

   

2.500

1,4

"Uppsagnartíð" og "sjúka"

4-6 mðr.

2,2

4 mðr.

2

Deyði, hjúnarfelagi og børn < 18 ár

6 mðr.

2,2

6 mðr.

2

Farloyvi vegna sjúku og uttanl.ferð

Løn

2,3

   

Barnsburðarfarloyvi

Løn

2,4

   

Farloyvi vegna landsstýrissess

Onga løn

2,5

   

Fundarpeningur

   

Sum tænastum.

1,6

Løgtingsformaðurin

40.614

8

36.993

1,3

Farloyvi, "uppsøgn", deyði...

 

2,2-2,5

   

 

Um samlaði kostnaðurin til samsýningar verður settur upp fyri eitt ár, verður úrslitið hetta:

(kr. um árið) Eftir lógaruppskoti Eftir galdandi lóg Munur
Tingformaður 487.731 443.922 43.449
Tinglimir 9.270.526 5.962.587 3.307.939
Næstformenn, eyka 90.000 90.000 0
Nevndarformenn, eyka 210.000 210.000 0
Fundarpeningur 0 890.334 -890.334
  10.058.257 7.596.843 2.461.414

 

Skjal 7: Dømi um løgtingsmannasamsýningar

 

Tingmannalønir v.m.                                            Kommunuskattur                                                     20%

Tórshavn,Argir og Hoyvík

Suður-
streymoy

Norð-
streymoy

Eysturoy

Vágoy og
Sandoy

Norður-
oyggjar

Suðuroy

Aðra
-staðni

16.028

192.342

192.342

192.342

192.342

192.342

192.342

192.342

192.342

Skattur

75.982

75.982

75.982

75.982

75.982

75.982

75.982

75.982

116.360

116.360

116.360

116.360

116.360

116.360

116.360

116.360

Kostnaðarendurgjald

0

25.000

45.000

55.000

80.000

90.000

90.000

90.000

116.360

141.360

161.360

171.360

196.360

206.360

206.360

206.360

Ferðakostnaður

2.500

10.000

32.730

47.667

53.540

65.770

43.230

53.540

Eftir

113.860

131.360

128.630

123.693

142.820

140.590

163.130

152.820

Her eru fundarpeningurin ikki íroknaður, hann er í meðal kr. 2.300 p. mð/tingmann, áðrenn skatt

Uppskot

24.921

299.049

299.049

299.049

299.049

299.049

299.049

299.049

299.049

Skattur

137.228

137.228

137.228

137.228

137.228

137.228

137.228

137.228

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

Kostnaðarískoyti eftir rokning/uppgerð

0

0

0

0

0

0

0

0

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

161.821

Kostnaðarískoyti annars

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

25.000

Eftir

186.821

186.821

186.821

186.821

186.821

186.821

186.821

186.821

Munur

72.962

55.462

58.192

63.128

44.002

46.232

23.692

34.002