Politiets Efterretningstjeneste


76 Uppskot til 
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999,  12.  februar, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna Høgna Hoydal, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste"

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar uppskot til "lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste" við teirri broyting, at § 3, stk. 1 í uppskotinum verður orðað soleiðis:

"Undersøgelseskommisionen har til opgave at undersøge, klarlægge og vurdere, om Politiets Efterretningstjeneste siden 1968 i sin virksomhed i forhold til politiske partier, faglige konflikter og politisk ideologisk prægede grupperinger og bevægelser i Danmark og på Færøerne har efterlevet de regler og retningslinier for tjenestens virksomhed, som har været fastsat af Folketinget eller regeringen."

Viðmerkingar
Ríkismyndugleikarnir hava spurt landsstýrið, um uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste skal setast í gildi fyri Føroyar. Uppskotið er í løtuni til viðgerðar í Rættarnevndini hjá fólkatinginum.

Seinastu árini hevur í fleiri londum í Evropa, og nú eisini í Danmark, verið kjakast um leiklutin og heimildirnar hjá fregnartænastum í demokratiskum londum.

Í Danmark hevur orðaskiftið serliga viðgjørt spurningin, um Politiets Efterretningstjeneste (PET) hevur hildið seg til avgerðina hjá donsku ríkisstjórnini frá 1968 um, at: "Registrering af danske statsborgere ikke længere må finde sted alene på grundlag af lovlig politisk virksomhed."

Serliga seinasta árið er komið nógv undan kavi, ið bendir á, at so er ikki.

Sambært uppskotinum skjýtur tí danska ríkisstjórnin upp at gera eina kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste, til tess at staðfesta, um avgerðin hjá donsku ríkisstjórnini frá 1968 er hildin, og um virksemið annars hevur hildið seg til reglurnar.

Uppskotið til arbeiðssetning hjá kanningarnevndini, er soljóðandi:

"Undersøgelseskommissionen har til opgave at undersøge, klarlægge og vurdere, om Politiets Efterretningstjeneste siden 1968 i sin virksomhed i forhold til politiske partier, faglige konflikter og politisk ideologisk prægede bevægelser i Danmark har efterlevet de regler og retningslinier for tjenestens virksomhed, som har været fastsat af Folketinget eller regeringen."

Sum uppskotið er orðað í løtuni, fevnir arbeiðssetningurin sostatt ikki um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste mótvegis t.d. politiskum flokkum, feløgum, fakligum ósemjum og fylkingum í Føroyum.

Um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar í núverandi líki, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, sum hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, fakligar ósemjur og rørslur í Danmark.

Mett verður, at hetta er óheppið av fleiri orsøkum:

Til tess at tryggja, at hesi atlit verða fylgd, verður mælt til, at løgtingið samtykkir uppskotið til ríkislógartilmæli.

Mett verður ikki, at uppskotið fær fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri Føroyar.

Hjálagt er:

"Forslag til lov om undersøgelse af Politiets Efterretningstjeneste".

1. viðgerð 19. februar 1999. Málið beint í rættarnevndina, sum 25. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 12. februar 1999, og eftir 1. viðgerð tann 19. februar 1999 er tað beint rættarnevndini.

Rættarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 18. og 22. mars 1999. Undir viðgerðini hjá nevndini, er nevndin vorðin samd í, at tað í arbeiðssetningi hjá kanningarnevndini eisini liggur ein skylda til at fáa upplýst, hvør í Føroyum hevur útint arbeiði vegna PET.

Ein samd nevnd mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 8. apríl 1999. Uppskotið samtykt 29-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

Viðgerðin av málinum steðgaði á, tí at endaliga orðingin av lógauppskotinum í Danmark ikki var greið. Greiða var ikki fingin á hesum á seinasta vanliga tingfundi 17. mai, og málið fall tí burtur  sbr. stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3, tí at málið ikki var liðugt viðgjørt fyri ólavsøku 1999.

J.nr. 512-3/98