Kolvetnisskattalógin

 

79  Uppskot til  løgtingslóg um at skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi (Kolvetnisskattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit

D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 19.  februar, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um at skatta inntøkur av kolvetnisvirksemi
(Kolvetnisskattalógin)

Kapittul 1

Almennar reglur

§ 1. Undir hesa lóg kemur skatting av inntøkum av øllum sløgum í sambandi við at forkanna, leita eftir og framleiðslu av kolvetni og av virksemi, knýtt at hesum, millum annað at leggja rørleiðingar, útgerðartænastu og flyta framleidd kolvetni við skipum ella í rørleiðingum, tá ið inntøkurnar eru vunnar við at útinna slíkt virksemi, ella arbeiðið er gjørt

  1. í Føroyum, millum annað í føroyskum land- og sjóøki og føroyskum meginlandsstøði;
  2. í øðrum landi, millum annað í tess sjóøki og meginlandsstøði, soleiðis sum hetta viðvíkir kolvetni í einum øki, ið kemur undir nr. 1, og í øðrum landi, um so er, at kolvetnisframleiðsla heilt ella lutvíst er undir føroyskum myndugleika sambært avtalu við tílíkt annað land;
  3. í øðrum økjum enn teimum, ið nevnd eru í nr. 1, hvat viðvíkir at flyta kolvetni í rørleiðingum, tá ið kolvetni eru framleidd í einum øki, ið kemur undir nr. 1 ella nr. 2, tá skattingin er tilskilað Føroyum sambært avtalu við annað land.

Stk. 2. Inntøkan verður gjørd upp sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið henda lóg hevur við sær.

§ 2. Av inntøku sambært § 1 skal verða goldin persónsskattur, skattur í sambandi við deyðsbúgv, felagsskattur og annað sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið kapittul 2 og 3 hava við sær.

§ 3. Skyldu til at gjalda skatt eftir hesari lóg hava persónar, deyðsbúgv, feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir og onnur, ið reka vinnu, sum kemur undir hesa lóg.
Stk. 2. Skattskyldug sambært hesi lóg, sum ikki eisini koma undir reglurnar í §§ 1 - 2 í skattalógini, kunnu bert draga frá tær útreiðslur, sum viðvíkja inntøkum, ið koma undir § 1. Er hin skattskyldugi eisini skattskyldugur sambært skattalógini, verður uppgerðin sambært hesi lóg tikin við í uppgerðini av øllum inntøkunum hjá skattskylduga, sbr. tó § 4.
Stk. 3. Annars vera reglurnar um skattskyldu í skattalógini nýttar.

Kapittul 2

Serligar reglur um at gera upp skattskyldugu inntøkuna

§ 4. Hin skattskyldugi verður settur í skatt fyri seg av hesum inntøkum:

  1. inntøku av fyrstu sølu av framleiddum kolvetni;
  2. inntøku, ið er ásett sum ein partur av framleiddum kolvetni ella virðinum á tí;
  3. vinningi ella tapi við beinleiðis ella óbeinleiðis at lata frá sær loyvisbræv, loyvi ella rættindi til at forkanna, leita eftir ella at framleiða kolvetni;
  4. vinningi ella tapi sum umrøtt í avskrivingarlógini §§ 4-5 og 12, tá ið tað snýr seg um ognir, sum koma undir reglurnar í § 7, stk. 3 og § 8;
  5. vinningi sum umrøddur í § 25 í avskrivingarlógini, tá ið tað snýr seg um ognir, ið eru nýttar í sambandi við at framleiða kolvetni.

Stk. 2. Søluvirðið á tí kolvetni, sum hin skattskyldugi tekur til tilvirkingar ella til egna nýtslu, verður roknað við í inntøkuuppgerðina.
Stk. 3. Vinningur ella tap sambært stk. 1, nr. 3, verður gjørt upp sum munurin millum samsýning, ið fæst við at avhenda, og útveganarkostnaðin við frádrátti fyri avskrivingar, ið eru gjørdar sambært § 9.
Stk. 4. Inntøkan eftir stk. 1, 2 og 3 verður gjørd upp sambært vanligum reglum í skattalóggávuni við teimum broytingum, ið standast av §§ 5-10. Tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, kunnu bert tær útreiðslur verða drignar frá, sum viðvíkja inntøkum, sum eru nevndar í stk. 1 og 2. Eingin frádráttur verður givin fyri søluprovisiónir, avsláttir ella tílíkt av at lata kolvetni millum virki, ið mugu haldast at hava sínámillum áhugamál.
Stk. 5. Skattur, sum verður goldin av inntøku, sum nevnd í stk. 1 og 2, ognast landskassanum.
Stk. 6. Hin skattskyldugi verður fyrstu ferð settur í skatt fyri tað inntøkuárið, tá ið forkanningin og leitingin verður byrjað.

§ 5. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at normprísir skulu verða ásettir fyri framleidd kolvetni til at nýta í uppgerðini av skattskyldugu inntøkuni. Avgerast kann, at normprísir bert verða settir á flótandi kolvetni.
Stk. 2. Normprísurin skal svara til marknaðarprísin í sølu millum óheftar partar undir fríum marknaðartreytum. Normprísurin skal verða ásettur aftureftir fyri 3 mánaðir í senn.
Stk. 3. Eru normprísir ásettir sambært stk. 1, verður nevnda inntøka í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2, gjørd upp eftir tí normprísi, ið var galdandi, tá sølan fór fram, ella úttøka sambært § 4, stk. 2 varð framd av tí framleidda kolvetni við teimum broytingum, sum eru treytaðar av frávikum í dygd, latingarstaði, latingartreytum og gjaldstreytum fyri ta einstøku latingina.
Stk. 4. Uppgerðarháttur, nevndur í stk. 3, skal verða nýttur uttan mun til, um tann veruliga inntøkan víkir frá tí ásettu inntøkuni.

§ 6. Ein nevnd, ið landsstýrismaðurin setir, setir normprísin. Í nevndini eru formaður og 4 aðrir limir umframt eykalimir fyri teir. Formaðurin verður settur eftir tilmæli frá sorinskrivaranum. Í nevndini skal vera umboðan við løgfrøðiligum, búskaparligum, roknskaparligum og tøknifrøðiligum serkunnleika. Í minsta lagi tveir av limunum skulu harumframt hava serstakan kunnleika til handil við kolvetni. Limirnir og tiltakslimirnir fyri nevndarlimirnar verða tilnevndir fyri 4 ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger starvsskipanina hjá nevndini.
Stk. 3. Avgerðir hjá nevndini kunnu ikki verða skotnar inn fyri annan fyrisitingarligan myndugleika.

§ 7. Í uppgerð av tí skattskyldugu inntøku, nevnd í § 4, kunnu útreiðslur, sum eru hildnar í tilknýti til, at hin skattskyldugi rekur vinnu við framleiðslu av kolvetni, verða drignar frá. Eru útreiðslur hildnar, áðrenn hin skattskyldugi er farin at framleiða í einum øki, ið kemur undir hesa lóg, kann hin skattskyldugi í staðin nýta frádráttin yvir 5 inntøkuár við 20 prosentum um árið og fyrstu ferð draga frá í tí inntøkuárinum, tá hin skattskyldugi er farin undir tílíka framleiðslu.
Stk. 2. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella tekur landsstýrismaðurin tað aftur, og rekur hin skattskyldugi eftir hetta ikki virksemi við atliti at framleiða kolvetni í einum øki, ið kemur undir hesa lóg, kunnu útreiðslurnar verða drignar frá í tí inntøkuári, tá søla, innlating ella afturtøka verður framd.
Stk. 3. Útreiðslur til at útvega maskinur, innbúgv og tílík rakstrargøgn, skip og bygningar, sum verða nýtt til forkanningar- og leitingarvirksemi, verða avskrivað sambært reglum í avskrivingarlógini. Boripallar verða avskrivaðir sambært reglunum í kapitli 1 í avskrivingarlógini, ið er galdandi fyri rakstrargøgn.
Stk. 4. Verða ognir, nevndar í stk. 3, lutvíst nýttar í sambandi við annað virksemi, verður avskrivingin sambært stk. 3 gjørd, grundað á tann partin av saldovirðinum, sum svarar til ta lutfalsligu nýtslu av ognini í forkanningar- og leitingarvirksemi. Tann lutfalsliga nýtslan av ognini í sambandi við annað virksemi er grundarlag fyri avskriving av ognini í uppgerðini av tí partinum av tí skattskyldugu inntøkuni, sum ikki kemur undir § 4. Avskriving sambært hesi reglu skal verða gjørd serstakt fyri hvørja ogn.
Stk. 5. Til hin skattskyldugi er farin at framleiða í einum øki, sum kemur undir hesa lóg, kunnu avskrivingarupphæddir sambært stk. 3 verða fluttar til frádrátt í inntøkuuppgerðini sambært regluni í stk. 1, 2. punktum.

§ 8. Framleiðsluútbúnaður, pallar og annar útbúnaður millum annað rørleiðingar og útbúnaður, knýttur at hesum, og onnur útgerð, sum verður nýtt í sambandi við at vinna inntøku, sum nevnd í § 4, nr. 1 og 2 ella stk. 2, verða avskrivað sambært reglunum um rakstrargøgn í kapitli 1 í avskrivingarlógini.
Stk. 2. Skip og bygningar, sum ikki koma undir stk. 1, skulu verða avskrivað sambært reglunum um hetta í avskrivingarlógini.
Stk. 3. Verður ogn, ið loyvd er at avskriva, lutvíst nýtt til annað virksemi, verður avskrivingin roknað sambært stk. 1 og 2, grundað á tann partin av saldovirðinum, sum samsvarar við ta lutfalsligu nýtsluna av ognini í sambandi við virksemi, sum nevnt í stk. 1. Tann lutfalsliga nýtslan av ognini í sambandi við annað virksemi er grundarlag fyri avskriving av ognini í uppgerðini av tí partinum av skattskyldugu inntøkuni, sum ikki kemur undir § 4. Avskriving sambært hesi reglu skal verða gjørd serstakt fyri hvørja ogn.

§ 9. Útveganarupphædd fyri loyvisbrøv, loyvir og rættindir, sum nevnd í § 4, stk. 1, nr. 3, kunnu verða avskrivað við javnstórum árligum upphæddum yvir 5 ár.
Stk. 2. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella tekur landsstýrismaðurin hetta aftur, kann tann ikki avskrivaði parturin sambært stk. 1 verða avskrivaður í tí inntøkuári, tá søla, innlating ella afturtøka verður framd.

§ 10. Vísir skattskylduga inntøkan, nevnd í § 4, hall, kann hetta hall verða drigið frá í samsvarandi skattskyldugari inntøku 20 tey næstu árini. Hesa tíðina kann frádrátturin tó bert verða fluttur til eitt seinni inntøkuár, um hesin frádráttur ikki kann rúmast í inntøkum í fyrri árum.
Stk. 2. Vísir skattskylduga inntøkan, nevnd í § 4, hall, hevur hin skattskyldugi møguleika fyri heilt ella lutvíst at flyta hetta hall til frádrátt í aðrari inntøku.
Stk. 3. Hall í sambandi við aðra inntøku enn inntøku nevnda í § 4 kann ikki verða flutt til frádrátt í inntøku eftir § 4.

Kapittul 3

Aðrar reglur

§ 11. Persónar, ið ikki koma undir reglurnar í §§ 1 og 2 í skattalógini um skattskyldu, og sum hava inntøku í sambandi við vinnuligt virksemi, ið kemur undir hesa lóg, gjalda bert inntøkuskatt til landskassan, 35 prosent av skattskyldugu inntøkuni. Undantikin er inntøka, sum er nevnd í § 4.
Stk. 2. Persónar, ið ikki koma undir reglurnar í § 1 í skattalógini, og sum arbeiða fyri ein arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating her á landi, gjalda ein endaligan skatt til landskassan, 35 prosent av bruttoinntøku, ið kemur undir hesa lóg. Undantikin er inntøka, sum er nevnd í § 4, og onnur sløg av inntøku av vinnuligum virksemi.
Stk. 3. Persónar, ið hava inntøku, sum er nevnd í § 4, stk. 1 og 2, gjalda bert inntøkuskatt til landskassan av tílíkari inntøku eftir einum ásettum prosentstigi, ið svarar til galdandi skattastig fyri partafeløg. Inntøkuskatturin verður at rokna serstakt av inntøku, ið kemur undir § 4, stk. 1 og 2.
Stk. 4. Skattur, ið er goldin av feløgum, sjálvsognarstovnum, felagsskapum, deyðsbúgvum, o.ø., sum ikki koma undir reglurnar í §§ 1 ella 2 í skattalógini, og sum hava inntøkur, ið koma undir hesa lóg, undantiknar inntøkur, nevndar í § 4, fellur allur til landskassan.

Kapittul 4

Ígildissetan

§ 12. Henda lóg kemur í gildi 19. februar 1999, og er galdandi fyri inntøkur, vunnar henda dag og eftir henda dag. 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

Almennar viðmerkingar

A. Alment

Endamálið við lógaruppskotinum er at skapa grundarlag undir skynsamari skatting av inntøku frá leiting og framleiðslu av kolvetni (oljulindir, jarðgass og dropagass (kondensat)) í føroyskum øki, millum annað í sjóøki og meginlandsstøði.

Í løtuni er nógv virksemi við at leita eftir og framleiða kolvetni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Farnu árini eru skattaskipanirnar í Danmørk, Noregi og Bretlandi broyttar meira og minni, og hetta avmyndar m.a. skiftandi vánirnar fyri inntøku av at framleiða kolvetni. Menningin hevur skift ímillum at vaksa og minka skattin. Reglurnar, sum galda í Danmørk, Noregi, Bretlandi og Írlandi, eru umrøddar í stuttum í parti D.

Skotið verður upp, at inntøka av kolvetnisframleiðslu verður gjørd upp óheft av inntøku, ið stavar frá øðrum virksemi. Uppskotið hevur eisini í sær reglur, sum tryggja, at Føroyar kunnu skatta inntøkur í sambandi við leiting og framleiðslu, hóast inntøkan eftir vanligum reglum um skattskyldu ikki hevði verið skattskyldug í Føroyum. Í hvønn mun víðkaða skattskyldan kann fáast ígjøgnum, er tó treytað av teimum avmarkingum, sum feldar eru niður í teir tvískattasáttmálar, sum Føroyar hava gjørt.

Lógaruppskotið fær gildi 19. februar 1999, og er galdandi fyri inntøkur, vunnar henda dag og eftir henda dag.

Arbeitt verður í løtuni við sjálvstøðugum lógaruppskoti, sum hevur serligar reglur um álíkning, innkrevjing, eftirlit og annað.

Uppskotið um at skatta inntøku í sambandi við kolvetnisframleiðslu hevur tvey endamál:

Reglur um skattskyldu, sum eru í vanligu skattalóggávuni, hava ikki beinleiðis við sær skattskyldu fyri vinnuligt frálandsvirksemi. Við hesum uppskoti verður sligið fast, at vinnuligt virksemi í sambandi við kolvetnisframleiðslu (undir tí eisini forkanningar og leitingar) kemur undir skatt, hóast talan er um frálandsvinnu.

Í aðru syftu skal ein kolvetnisskattalóg verða við til at áseta alt skattastigið fyri sjálvt virksemið í sambandi við at framleiða og selja kolvetni. Endaliga skattastigið má kortini ásetast við støði í nógvum øðrum viðurskiftum, sum ikki eru endaliga greidd enn. Tí má verða gjørt greitt, at við lógaruppskotinum er støða ikki endaliga tikin til, á hvørjum stigi heildarskattingin skal vera.

Heilt greitt er, at Føroya fólk eigur kolvetnistilfeingið í føroysku undirgrundini, og tað at brúka slíkt náttúrugivið tilfeingi kann hava óvanliga stórar inntøkur við sær. Í summum førum verður tað tí rímiligt at leggja størri skatt á slíkt virksemi enn á vinnuvirksemi annars. Sum kunnugt hava summi lond eisini ymsan serskatt á kolvetnisframleiðslu.

Hetta uppskot ásetir sum útgangsstøði bara skatt, ið samsvarar við vanligan felagsskatt. Seinni - men framman undan fyrsta útbjóðingarumfari - verður støða tikin til, um eisini er tørvur á og møguleiki fyri at seta ein serskatt inn í skattalóggávuna.

Jarðfrøðiligu metingarnar undantiknar, er skattastigið at rokna millum eitt av týdningarmestu viðurskiftunum, ið oljufeløgini hugsa um, áðrenn avgerð verður tikin um at søkja um loyvi í føroyskum øki.

Ásetti skatturin í skattalóggávuni má í hesum sambandi síggjast í samanhangi við fleiri onnur viðurskifti. Støðutakan til ein møguligan serskatt stendur óloysiliga saman við teimum krøvum, sum annars verða sett oljufeløgum, tá ið loyvir verða latin, sum til dømis møgulig nýtslugjøld (royalty), møguliga borin luttøka hjá landsoljufelagi, arbeiðsskyldur og annað. Búskaparliga byrðan frá heildarkrøvunum skal verða sammett við metingarnar av útlitunum í útbjóðaðu økjunum, og í hesum sambandi er neyðugt, at oljuleiting kring Føroyar vísir seg at vera kappingarfør við íløgumøguleikar, ið eru at finna aðrastaðni.

Við øðrum orðum skal heildarprísurin á "vøruni" verða borin saman við, hvussu góð "vøran" er, men eisini við prís/góðsku á "vørunum", sum verða bjóðaðar út av øðrum londum, ið bjóða oljufeløgum at gera oljuleitingar.

B. Aðrir spurningar í sambandi við eina kolvetnisskattalóg

Landsstýrið veit, at hetta uppskotið hevur við sær, at ymisk skattlig viðurskifti í verandi skattalóggávu kanska eiga at broytast. Aftrat hesum kemur, at í hesum uppskoti er støða ikki tikin til, hvussu spurningurin viðvíkjandi avtøkukostnaði skal verða loystur skattliga.

Í høvuðsheitum kunnu trupulleikarnir, sum kunnleiki er um, verða býttir sundur sum tilskilað niðanfyri. Arbeitt verður við hesum trupulleikum, og har tað verður hildið neyðugt, verður lógaruppskot lagt fram undan fyrsta útbjóðingarumfari.

Tunn kapitalisering
Hugsast kann, at tørvur er á møguleika at avmarka rentufrádráttarrættin. Orsøkin til tess er, at útibúgv ella dótturfeløg hjá útlendskum feløgum gjøgnum lánitransaktiónir fara at kunna halda eina óveruliga høga fremmandfígging og á tann hátt lækka inntøkugrundarlagið í sambandi við felagsskattin.

Slík støða kann hava munandi avleiðingar fyri samlaðu kolvetnisinntøkur til landskassan. Í høvuðsheitum ger sami spurningur seg galdandi fyri útibúgv og dótturfeløg hjá útlendskum feløgum, sum reka vanligt skattskyldugt virksemi í Føroyum. Av hesum hava avleiðingarnar higartil ikki verið so stórar. Í høvuðsheitum er spurningurin tískil ikki knýttur serliga at kolvetnisvirksemi, og møguligar reglur um avmarking í rentufrádráttarrættinum eiga tí at verða framdar sum ein almenn skattaregla.

Avtøkukostnaður
Í lógaruppskotinum verður ikki tikin støða til skattligu viðgerðina í sambandi við, at hildið verður uppat við skattskyldugum virksemi. Í tí sambandi kann m.a. verða talan um stórar útreiðslur til at beina burtur framleiðsluútbúnað, sum kann hava við sær, at skattgjaldarin í sínum seinasta ári við skattaskyldu kemur at sita eftir við stórum útreiðslum uttan at hava samsvarandi stórar inntøkur. Samstundis kann skattgjaldarin hava goldið stóran skatt árini frammunundan, at hildið verður uppat.

Ein loysn kundi verið, at tað í slíkum føri verður loyvt at regulera sjálvuppgávuna í til dømis 4 ár fyri árið, tá hildið verður uppat, soleiðis at møguleiki verður at afturføra avtøkukostnaðin (carry back).

Væntandi leikar ikki á at halda uppat við kolvetnisvirksemi tey fyrstu árini, tí verður ikki bráðneyðugt beinanvegin at nøkta tørvin á reglum hesum viðvíkjandi. Viðurskiftini eiga kortini at fáast í rættlag í góðari tíð, áðrenn avtøka kann gerast veruleiki, og annars hava oljufeløgini sjálvandi ein áhuga í at kenna reglurnar skjótast til ber. Arbeitt verður tí longu nú við at meta um ymsar møguleikar.

Bindandi boð frammanundan
Í eini skattaskipan við meira fjøltáttaðum reglum, meira fjøltáttaðum feløgum og skattligum uppgerðum enn vanligt, verður tað upp aftur meira umráðandi við fullgóðari myndugleikaviðgerð. Samsvarandi heldur landsstýrið tað vera umráðandi at bøta um skattaborgarans rættarstøðu við tí í hyggju at kunna fáa dyggan kunnleika um skattligu avleiðingarnar av ætlaðum virksemi. Tí verður longu nú arbeitt við reglum um bindandi boð frammanundan, og hugt verður eisini eftir, hvørjar reglur av slíkum slagi eru í øðrum londum, eitt nú í Danmørk.

Tvískattasáttmálar
Skattalóggávan – íroknað henda lóg - veitir Føroyum heimild at skatta allar inntøkur, sum fáast í føroyskum øki, undir hesum eisini meginlandsstøðinum.

Tvískattasáttmálar við onnur lond kunnu merkja ávísa avmarking av hesum rætti til at skatta, men høvuðsendamálið við at gera tvískattasáttmálar er at tryggja, at persónar ella feløg ikki verða tvískattað.

Fyrilit við vinnulívinum er eisini umráðandi, tá ið tvískattasáttmálar verða gjørdir. Sáttmálarnir áseta rættiliga neyvt, hvussu rætturin til at skatta skal verða býttur millum tey lond, sum gera sáttmála. Hetta merkir, at tá ið virki í einum sáttmálabundnum ríki hevur ætlanir um at fara undir eitt arbeiði ella tænastu, at gera íløgur ella at seta pening í í einum øðrum sáttmálabundnum ríki, eru tær skattligu avleiðingarnar av vinnuvirkseminum greiðar.

Sum er, eru Føroyar við í norðurlendska tvískattasáttmálanum, og danski/indiski og danski/eysturríkski sáttmálin eru víðkaðir til eisini at fevna um Føroyar. Nøkur av fleirtjóðaðu oljufeløgunum hava gjørt vart við, at tað hevði verið gott, um Føroyar gjørdu tvískattasáttmálar við lond, ið kundu verðið týdningarmikil í sambandi við vinnuvirksemi í føroyskum øki. Landsstýrismaðurin í skattamálum fer at kanna, um og nær tvískattasáttmálar eiga at verða gjørdir. Viðmerkjast skal tó, at tað at gera og umsita tvískattasáttmálar krevur nógva arbeiðsorku í einari lítlari umsiting sum teirri føroysku.

Virksemi í útibúgvi og ognarvinningsskattur
Fara persónar/virkir undir skattskyldugt virksemi í Føroyum, skulu rakstrargøgn, sum verða tikin við, tá virksemi verður byrjað, verða virðismett til handilsvirðið, og verða avskrivingar gjørdar sambært hesum. Verandi føroysk lóggáva gevur hinvegin ikki heimild til at skatta ognarvinning, tá ið virkið heldur uppat, ella tá ið rakstrargøgn verða tikin úr virkinum at brúka aðrastaðni enn í Føroyum.

Tekur til dømis eitt borifelag upp á seg at royndarbora við einum boripalli, sum felagið sjálvt eigur, rekur tað kanska hetta virksemið í nakrar fáar mánaðir. Á inntøkuuppgerðini kann boripallur og annað støðisfæ, ið loyvt er at avskriva, verða avskrivað upp í 30% av saldovirðinum. Tá ið felagið heldur uppat við virksemi sínum, fer virðið á ognunum neyvan at vera fallið 30%. Onnur lond hava tískil reglur, sum tryggja, at skattað verður, tá ið hildið verður uppat við virksemi (exit-reglur). Í verki skal handilsvirðið á støðisfænum verða mett, og eitt møguligt yvirskot í mun til tað skattliga niðurskrivaða virðið skal verða skattað.

Hetta er eitt mál, sum ikki er serstakt fyri kolvetnisvirksemi, og tískil skulu reglur vera í vanligu skattalóggávuni, ið tryggja, at rakstrargøgn verða virðismett av nýggjum, tá ið tey verða tikin úr rakstri, ella raksturin heldur uppat, soleiðis at gjørdar skattligar avskrivingar fyri tíðarskeiðið við skattskyldu ikki koma upp um veruligu virðisminkingina á støðisfænum í hesum tíðarskeiði. Í løtuni verður arbeitt við at gera slíkar reglur. Nevnast kann, at norðurlendski tvískattasáttmálin hevur eina serreglu um hetta í samband við kolvetnisvirksemi. Í sáttmálanum er ásett, at persónur í øðrum norðurlandi, sum rekur frálandsvirksemi við Føroyar, er frítikin fyri skatting í Føroyum av vinningi, sum hann verður roknaður at hava fingið vegna flytan av boriútbúnaði ella hotelpalli, ið kunnu flytast til øki uttan fyri Føroyar.

C. Høvuðsmál í lógaruppskotinum

Í uppskotinum eru tveir høvuðspartar:
a. reglur um skattskyldu,
b. reglur um uppgerð av útrokningargrundarlagnum til felagsskatt (ella inntøkuskatt fyri persónar) fyri inntøku av
        kolvetnisframleiðslu.

Ad. a: Víðkaðar reglur um skattskyldu

Reglurnar hava til endamáls at víðka persónsbundnu skattskylduna fyri virkir og persónar, sum virka ella hava lønarinntøku í sambandi við virksemi við kolvetnisframleiðslu í Føroyum. Undir víðkaðu skattskylduna koma virkir og einstaklingar, sum ikki hava slíkt tilknýti til Føroyar, at hesi koma undir verandi reglur um skattskyldu.

Víðkaða skattskyldan fer serliga at gerast týdningarsom fyri leitingarvirksemi, undirarbeiðstakaravirksemi, tænastuvirksemi o.a. í sambandi við kolvetnisframleiðslu og fyri starvsfólk í hesum virkjum.

Fyri henda bólk av skattskyldugum verður vanliga bert talan um at svara persónligan inntøkuskatt ella felagsskatt.

Víðkaða skattskyldan fer í summum førum ikki at virka til fulnar, av tí at Føroyar í gjørdum tvískattasáttmálum heilt ella lutvíst hava latið frá sær rættin til at skatta.

Eitt dømi um hetta er norðurlendski tvískattasáttmálin, sum m.a. ásetir, at ein persónur (likamligur persónur, felag og hvør onnur samtøka av persónum), heimahoyrandi í einum av hinum norðurlondum, sum rekur frálandsvinnu við Føroyar í samband við forkanning, rannsókn ella brúk av kolvetnisfyrikoming, ikki stovnar fastan rakstrarstað (og við hesum skattskyldu) í Føroyum, fyrr enn hann hevur rikið slíkt virksemi í Føroyum meira enn 30 dagar í einum 12 mánaða tíðarskeiði.

Í norðurlendska sáttmálanum er eisini ásett, at løn fyri arbeiði umborð á norðurlendskum skipi, sum veitir hjálpartænstu o.a. til frálandsvinnu við Føroyar, kann verða skattað í landinum, har skipið hevur tjóðarprógv, og at løn fyri arbeiði umborð á flogfari (tyrlu), sum veitir hjálpartænastu o.a. til frálandsvinnu við Føroyar, kann bert verða skattað í tí landinum, virkið er heimahoyrandi.

Ad b: Uppgerð av útrokningargrundarlagnum fyri felagsskatti

Feløg (ella persónar), sum hava inntøku av kolvetnisframleiðslu í Føroyum, og virki, sum fáa inntøku ásetta sum part av framleiddum kolvetni ella virðinum av tí, skulu gjalda felagsskatt (ella inntøkuskatt fyri persónar) av slíkari inntøku.

Felagsskattur (ella inntøkuskattur fyri persónar) verður álíknaður sambært reglunum, sum eru í gildi í skattalógini við hesum broytingum:

1) Normprísir

Eftir reglunum verða inntøkur av kolvetnissølu vanliga gjørdar upp við faktureraðum søluprísum sum grundarlagi.

Í teimum førum, tá ið áhugafelagsskapur er millum keypara og seljara, kann vera neyðugt hjá skattamyndugleikum at kanna, um faktureraði prísurin svarar til marknaðarprísin. Hetta skal tryggja, at skattagrundarlagið millum seljara og keypara ikki verður avlagað.

Í verandi skattareglum eru tvær reglur, sum viðgera henda spurning. § 37 í skattalógini hevur eina almenna reglu um at eftirroyna prísásetingina millum føroysk dótturfeløg og útlendsk móðurfeløg. § 2 í skattalógini hevur eina reglu um, at til útibúgv skal verða førd tann inntøka, sum útibúgvið má haldast at hava fingið, um tað hevði verið ein óheft fyritøka.

Mett verður, at skattavaldið við støði í nevndu reglum fer at hava trupult við at seta til viks nýttar prísir. Ikki minst av torgreiddum felagsbygnaðum og fíggjarhandlingum, sum eru torførar at gjøgnumskoða, fer tað at bera til at sleppa uttan um verandi reglur, ella at gera eftirlitið ógvuliga torført, og trupult verður hjá skattavaldinum at gera tær kanningar, sum neyðugar verða til tess at meta um og gera sannlíkt, um prísásetingin er í samsvari við marknaðarprísin.

Lógaruppskotið gevur tí heimild til, at tá ið skattskyldug inntøka verður líknað, kann normprísur fyri kolvetni verða brúktur. Í teimum førum skal yrkiskøn nevnd áseta normprísirnar. Prísirnir verða ásettir fyri eitt skeið í senn, og skulu samsvara við marknaðarprísin við umsetningi ímillum óheftar partar undir fríum marknaðartreytum.

Støðið er, at faktureraðu prísirnir verða grundarlagið, tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, og atgongdin til at brúka normprísir er bert ætlað at verða brúkt, um skattavaldið heldur, at brúktir prísir ikki samsvara við marknaðarprísin.

Tílík regla er í Danmørk, men higartil hevur ikki verið neyðugt at brúka hana í verki.

2) Serstøk uppgerð av inntøkuni av kolvetnisframleiðslu

Eftir lógaruppskotinum verður gjørd ein serstøk uppgerð av inntøkuni, soleiðis at hall av aðrari vinnu ikki kann verða drigið frá í inntøkuni frá kolvetnisframleiðslu. Harafturímóti kann hall frá kolvetnisframleiðslu verða ført til frádrátt í aðrari inntøku.

Tílíkar ásetingar eru í gildi í Danmørk, Noregi og Bretlandi.

3) Avskrivingar av framleiðsluútbúnaði o.a.

Eftir lógaruppskotinum verður allur framleiðsluútbúnaður o.a. avskrivaður sambært reglum, sum eru í gildi um avskrivingar av rakstrargøgnum, tað merkir avskriving upp í 30% av saldovirðinum fyri hvørt ár.

4) Frádráttur fyri leitingarútreiðslur

Eftir lógaruppskotinum verða leitingarútreiðslur drignar frá í skattauppgerðini.

Stava útreiðslurnar frá tíðini, áðrenn framleiðsluvirksemið er byrjað, kann ein loyvishavi velja at útreiðsluføra ella at aktivera hesar útreiðslur. Verða útreiðslurnar aktiveraðar, verða tær drignar frá í líka stórum upphæddum yvir fimm fylgjandi ár og fyrstu ferð í tí ári, tá ið framleiðsluvirksemið verður byrjað.

5) Framføring av halli

Av teimum serligu viðurskiftunum fyri virksemi í sambandi við kolvetnisvinnu við stórum íløgum og eitt lutfalsliga langt tíðarbil ímillum at íløgurnar eru gjørdar, og til inntøkurnar eru, verður regla skotin upp, sum sigur, at møguleikin at framføra hall frá virksemi í sambandi við kolvetnisframleiðslu verður longdur frá teimum vanligu 5 árunum upp í 20 ár.

Í Danmørk er samsvarandi áramál 15 ár.

D. Danskar, norskar, bretskar og írskar reglur

Danskar reglur

Skattur er settur saman av felagsskatti, sum er 34% (tá skal skatturin verða goldin á conto í inntøkuárinum) umframt ein eykaskatt (kulbrinteskat). Arbeitt verður ikki longur við nýtslugjaldi (royalty), men avgjald verður latið fyri at flyta í land ígjøgnum rørleiðingar. Ætlanin er í løtuni at minka felagsskattin til 32%.

Kolvetnisskattagrundarlagið verður gjørt upp fyri hvørt øki sær, og samlaða kolvetnisskattagrundarlagið eru tey økir, sum hvørt sær gevur eitt positivt skattagrundarlag. Tá ið kolvetnisskattagrundarlagið verður gjørt upp, verður givin ein frádráttur, sum er 25% av gjørdum íløgum - hesin frádráttur, sum er 25%, verður givin fyri eitt 10 ára skeið, hetta merkir tilsaman ein eykafrádrátt, sum er 250% av gjørdum íløgum. Hetta hevur við sær, at økir við stórum íløgum, verða lagaligari skattað enn økir við lutfalsliga smáum íløgum. Felagsskattur og leitingarútreiðslur kunnu verða drigin frá í kolvetnisinntøkuni uttan økisavmarkingar.

Kolvetnisskattastigið er 70%, men higartil hevur tað bert givið smávegis inntøku til ríkiskassan og einans í árunum 1985 og 1986. Hetta er sjálvsagt tí, at rentabiliteturin í kolvetnisframleiðslu í donskum øki ikki hevur verið nóg góður til at javnviga móti teimum rættiliga lagaligu frádráttarreglunum, tá ið kolvetnisinntøkan verður gjørd upp.

Inntøka av kolvetnisvirksemi verður gjørd upp fyri seg, og hall frá øðrum virksemi kann ikki verða drigið frá í inntøkuni.

Norskar reglur

Framleiðslugjald verður goldið fyri framleiðslu sambært loyvi givið frammanundan 1972 við einum stigi, sum er 10%. Fyri loyvir givin í tíðini ímillum 1972 og 1987 verður framleiðslugjaldið roknað eftir virðinum á framleiðslustaðnum við einum stigi úr 8% upp í 16% eftir framleiddari mongd. Framleiðslugjald verður ikki goldið fyri nýggjari loyvir.

Felagsskatturin upp til 1975 var 42,8%. Í tíðini 1975-91 var felagsskatturin 50,8%, men síðan 1992 hevur felagsskatturin verið 28%.

Síðan 1975 hevur serligur oljuskattur verið álagdur oman á vanliga felagsskattastigið. Frá 1975-79 var serskatturin 25%. Hann varð hækkaður upp í 35% í 1980 og lækkaður aftur niður í 30% í 1987. Síðan 1992 hevur skattastigið fyri serliga oljuskattin verið 50%.

Serligi oljuskatturin verður roknaður eftir vanligu skattskyldugu inntøkuni, men eyka frádráttur (fríinntøka) verður givin umframt rakstrarútreiðslur/avskrivingar. Fríinntøkan 1977-1979 varð roknað sum 10% av gjørdu íløgunum. Frádrátturin var yvir 15 ár, og soleiðis var fríinntøkan 150% av íløgunum. Í tíðini 1980-1986 varð fríinntøkan minkað niður í 6 2/3% í 15 ár, sum svarar til 100% av íløgunum. Reglan um fríinntøku var ikki í gildi fyri íløgur í tíðini 1987-91, men síðan 1992 hevur fríinntøkan verið 5% av íløgunum í 6 ár ella tilsaman 30% av íløgunum.

Bretskar reglur

Bretland hevur eins og Noreg havt kolvetnisleiting og framleiðslu í mong ár. Hesa tíð eru nógvar broytingar gjørdar í skattaskipanini. Ein av orsøkunum man vera tey ógvuliga skiftandi inntøkuviðurskifti í ídnaðinum. Rentabiliteturin hevur sjálvsagt verið ávirkaður bæði av stórum príshækkingum eins og stórum prísfalli, og aftrat hesum koma stórar kostnaðarskerjingar seinastu árini, sum stava frá einari samanseting av betri tilvitan um kostnað og betri tøknifrøði.

Í 1997 varð felagsskatturin lækkaður úr 33% niður í 31%. 1. apríl 1999 lækkar felagsskatturin niður í 30%. Fyri nýggj økir eru í løtuni hvørki nýtslugjøld ella serskattur.

Fyrr hevur kortini verið arbeitt við bæði nýtslugjaldi og serskatti. Nýtslugjaldið hevur verið heilt uppi á 12,5%, men skattastigið á serskatti hevur verið rættiliga ymiskt - hægsta ígildissetta skattastigið hevur verið 75%.

Viðmerkjast skal, at bretski serskatturin (PRT) hevur verið álíknaður fyri hvørt øki sær (tað merkir, at fíggjarliga avlopið og møguliga serskattur av tí, eru roknað fyri hvørt einstakt øki - økir, sum geva hall, geva sostatt ikki frádrátt í økjum, sum geva fíggjarligt avlop), men afturímóti hevur møguleiki verið fyri heilt stórum botnfrádráttum í útrokningini av serskattinum.

Fyri stuttum hevur orðaskifti verið, um skattingin av oljufeløgum hevur verið ov lagalig, og tað er kanska íkomið av stóra oljuprísfallinum, at ein herðing av skattinum kortini ikki er skotin upp.

Írskar reglur

Írsku skattareglurnar eru broyttar soleiðis, at tær nú hjá feløgunum standa sum lagaligastu skattareglurnar í heiminum. Álagdur verður einans felagsskattur við einum lækkaðum stigi, sum er 25%. Lagt skal verða afturat, at í løtuni er ikki stórvegis oljuframleiðsla.

Tað tykist, sum lagaliga írska skattingin kann hava havt við sær, at áhugin fyri at kanna í írskum øki er vaksin. Tey viðurskifti, at olja er funnin í Atlantsmótinum, og at tað hevur eydnast oljuídnaðinum at minka leitingar- og framleiðsluútreiðslurnar, hevur tó kortini verið avgerandi fyri tann vaksandi áhugan fyri írska økinum.

Ein høvuðstrupulleiki við sera lagaligum reglum er sjálvsagt, at ein slík skipan verður nógv úti fyri krøvum um broytingar, skuldu stórar oljuinntøkur gjørst veruleiki.

E. Almenn luttøka í leiting og kolvetnisframleiðslu

Sambært kolvetnisvirksemislógini er møguleiki fyri, at í einum loyvi til leiting ella framleiðslu kann verða ásett sum treyt, at tað almenna ella eitt felag, sum tað almenna eigur, skal hava rætt at sleppa upp í virksemið, sum kemur undir loyvið.

Í summum øðrum londum hevur tað almenna verið við í kolvetnisvirksemi eftir "carried interest" -grundregluni, og eftir henni eigur tað almenna ikki nakran part av leitingarútreiðslunum. Hetta hevur sjálvsagt eina fíggjarliga byrðu við sær fyri hinar luttakararnar, men verður ikki hildið at vera ein beinleiðis skatting, og møguligar reglur um almenna luttøku verða tí heldur ikki mettar at skula verða partur av einari kolvetnisskattalóg.

F. Møguleiki fyri útlendskum kredit fyri skatti, sum kemur undir lógaruppskotið

Tað kann valla vera ivi um, at skattur, sum lagdur verður á eftir kapitli 2 í lógaruppskotinum, verður mettur sum krediterbarur skattur í útlondum, soleiðis at útlendska felagið, sum arbeiðir kring Føroyar við útibúgvum, kann fáa krediterað føroyska skattin í tí skatti, sum heimlandið roknar grundað á felagsins globalinntøku, undir hesum inntøka av kolvetnisvirksemi í Føroyum.

"Vanliga" kreditreglan hevur við sær, at heimlandið hjá felagnum loyvir frádrátti fyri skatt, ið goldin er í arbeiðslandinum (Føroyum), í tí skatti, sum heimlandið útroknar. Hetta er ein avleiðing av, at heimlandið í fyrstu atløgu setir felagið í skatt eftir globalu inntøkuni, (hetta merkir uttan mun til hvaðani úr heiminum inntøkan kemur.) "Arbeiðslandið" setir eisini felagið í skatt - tó bara av inntøkuni í "arbeiðslandinum" og ikki av globalinntøkuni - og hetta førir við sær, at felagið í roynd og veru verður skattað tvær ferðir av fíggjarliga avlopinum, ið vunnið er í "arbeiðslandinum". Henda tvískatting er orsøkin til, at heimlandið loyvir, at skattur goldin í "arbeiðslandinum" kann verða drigin frá í útroknaða skattinum í heimlandinum - vanliga er frádrátturin kortini avmarkaður til eitt stig, sum samsvarar við skattastigið í heimlandinum.

Er eingin tvískattasáttmáli millum ávíst útlendskt ríki og Føroyar, verða tvískattaspurningar viðgjørdir eftir skattalóggávuni í avvarandi londum.

Í innanhýsis tillagingarreglum í flestu londum og í flestu tvískattasáttmálum, verður tvískatting tikin av við kreditgrundregluni. Kortini er eisini ein onnur grundregla, sum verður brúkt, hóast kreditgrundreglan verður mest brúkt. Talan er um eksemptiónsgrundregluna.

At brúka eksemptiónsgrundregluna merkir vanliga, at bert inntøkur, sum stava frá heimlandinum, verða skattaðar. Inntøka og goldin skattur frá "arbeiðslandinum" er tí als ikki viðkomandi í skattauppgerðini í heimlandinum. Ein slík skipan er til dømis kend úr Hálandi.

Spurningurin, um útlendsk feløg kunnu fáa kredit í heimlandinum fyri føroyskan skatt, hevur stóran fíggjarligan týdning. Viðurkennir heimlandið ikki skattin í "arbeiðslandinum" sum ein "veruligan" skatt, kann skatturin, goldin í "arbeiðslandinum", ikki verða mótroknaður í skattinum í heimlandinum, men verður í staðin mettur sum kostnaður, og verður tí tikin við í útrokningargrundarlagnum fyri globalinntøku hjá felagnum.

Heilt einfalt er fíggarliga ávirkanin tann, at er skatturin frá "arbeiðslandinum" krediterbarur, fæst í heimlandinum ein lætti í skattinum, sum er fult ájavnur við skattin, goldin er í "arbeiðslandinum". Fyri goldnan skatt, sum er 100 í "arbeiðslandinum", fæst ein lækking í skatti, sum er 100 í heimlandinum. Er skatturin ikki krediterbarur, og heimlandið í staðin metir skattin sum eitt avgjald (og sostatt sum útreiðslur, sum kunnu verða drignar frá), fær felagið bert ein lætta, sum svarar til felagsskattastigið í heimlandinum, til dømis 35%. Hetta viðførir, at ein goldin skattur í "arbeiðslandinum", sum er 100, bert gevur eina lækking í skatti í heimlandinum, sum er 35. Skattur goldin í "arbeiðslandinum" gerst sostatt nógv meira tyngjandi fyri felagið. Tað er tí týdningarmikið, at skattingin fer fram á ein hátt, ið verður altjóða viðurkendur sum ein veruligur inntøkuskattur. Tað merkir, at skattur verður roknaður eftir realiseraðum inntøkum, har (allar) útreiðslur sum staðist hava av hesum, eru frádrignar.

G. Reglur um álíkning, eftirlit, skuldbinding, kæru o. a.

Sum longu umrøtt undir punkti A, verður arbeitt við einum sjálvstøðugum lógaruppskoti um álíkning, innkrevjing, eftirlit, skuldbinding, kæru o.a. fyri tey skattskyldugu, sum koma undir hetta lógaruppskot.

Sum grundarlag undir hesum lógaruppskoti skulu vanligu reglurnar í skattalóggávuni verða nýttar við teimum broytingum, sum standast av lógaruppskotinum. Á ávísum økjum eru vanligu reglurnar í skattalógini kortini ikki førar fyri at nøkta serligu krøvini, sum verða kravd fyri at seta í verk ymsu reglurnar í lógaruppskotinum.

At tillaga vanligu reglurnar í skattalógini, soleiðis at tær eisini kunnu verða nýttar í hesum lógaruppskoti, hevði kravt nógvar broytingar í verandi skattalóggávu. Havandi í huga, at undir lógaruppskotið koma bara skattskyldug í Føroyum í avmarkaðum tali, verður tað mett skynsamast - eins og í Noregi og Danmørk - at savna allar neyðugar broytingar í eina serliga lóg, ið, sum áður nevnt, verður løgd fram sjálvstøðugt lógaruppskot.

H: Fylgjumetingar - inntøkur, fyrisiting o. a.

Í løtuni ber ikki til at gera nakra meiningsfulla meting av stødd á framtíðar inntøkum í sambandi við inntøkuskatting eftir hesum lógaruppskoti.

Umráðandi er at hava í huga, at enn er ongin dagfesting á fyrsta útbjóðingarumfari, og frammanundan ber ikki til at vita, hvussu stórur áhugin er fyri at leita í føroyskum øki, tá ið møguleikar verða til tess. Treytað av nógvum viðurskiftum - av hesum ráða Føroyar bert fyri einstøkum, kann áhugin liggja ímillum antin at verða rættiliga avmarkaður ella at verða stórur.

Enn ber ikki til at vita á nakran hátt, um leiting fer at geva fundir, sum tað loysir seg at framleiða.

Í besta føri kunnu framtíðar skattainntøkur gerast rættiliga stórar, tó kunnu hesar somuleiðis verða lítlar og ongar. Hóast kolvetnisskattalógin kemur í gildi í ár, so verða skattainntøkurnar helst rættiliga avmarkaðar av væntaðum forkanningar-og leitingarvirkseminum í tíðarskeiðinum, sum er eftir av hesum ári.

Útreiðslur í sambandi við fyrisiting av kolvetnisskattalógini verða eisini avmarkaðar, áðrenn ein verulig leiting og møgulig framleiðsla verður byrjað. Tað er umráðandi ikki at byggja upp eina stóra umsiting, ið kanska slettis ikki verður brúk fyri. Tó er ein ávís fyrisiting sett í verk, og málið er at hava eina dugnaliga (tó avmarkaða) fyrisiting, sum eftir rímiliga stutta freist skal kunna byggjast upp til at umsita álíkning og eftirlit við einum stórum virksemi, skuldi tað verið neyðugt. 

Viðmerkingar til einstøku greinirnar

Kapittul 1

Til § 1

Undir lógaruppskotið kemur skattur av inntøku av at forkanna, leita eftir og framleiða kolvetni í Føroyum (undir hesum sjóøkið og meginlandsstøðið) ella virksemi í sambandi við tað. Lógaruppskotið viðvíkir bæði inntøku av vinnuligum virksemi og lønarinntøku og aðrar inntøkur

Undir heitið kolvetni kemur ráolja, jarðgass og dropagass.

Í lógaruppskotinum er tilskilað, at virksemi í sambandi við at forkannna (eisini seismiskar kanningar), leita og framleiða koma undir uppskotið. Inntøka í sambandi við uppbygging, rakstur og viðlíkahald av leitingar- og framleiðsluútbúnaði kemur sum avleiðing av hesum eisini undir skattskyldu í tann mun, virksemið fer fram í Føroyum. Tað sama er galdandi fyri tænastuveitingar, sum eru knýttar at rakstri av útbúnaðinum. Virksemi, sum bara verður gjørt í útlondum, til dømis prosjekterings- og konstruktiónsarbeiðir, kemur ikki undir lógaruppskotið. Uppskotið broytir ikki tær galdandi reglurnar um, at ein fyritøka heimahoyrandi í Føroyum, verður skattað av allari inntøku, sum er fingin bæði hiðan av landi og úr útlondum (globalinntøka).

Í lógaruppskotinum er serliga gjørt vart við, at inntøka av at leggja og reka rørleiðingar eins og inntøka av útgerðartænastu og skipaflutningi, kemur undir skatting. Raffineringsvirksemi kemur harafturímóti ikki undir uppskotið av tí, at slíkt virksemi í Føroyum framman undan kemur undir skattareglur, sum eru í gildi.

Undir lógaruppskotið koma Føroyar, íroknað sjóøki, havbotnur, undirgrund og føroyskt meginlandsstøði.

Reglan í nr. 2 viðvíkur inntøkum frá kolvetnum, sum breiða seg um bæði føroyskt meginlandsstøði og meginlandsstøði hjá fremmandum londum. Í slíkum førum kann avtala verða gjørd um samskipaða leiting og framleiðslu við viðkomandi land við tí í hyggju at tryggja, at kolvetni verður gagnnýtt sum ein heild. Eisini loyvishavar, sum eru partur í málinum, verða tiknir við í møguligum samráðingum.

Reglan í nr. 3 viðvíkir inntøkum av rørleiðingaflutningi av kolvetni, sum er framleitt í føroyskum øki, men har rørleiðingin (til dømis av tøkniligum ávum) verður førd í land í fremmandum ríki, og Føroyar eiga rættin til at skatta sambært avtalu við hetta ríkið.

Í § 1, stk. 2 í lógaruppskotinum er staðfest, at inntøkan verður gjørd upp eftir vanligu reglunum í skattalóggávuni við teimum broytingum, sum standast av uppskotinum.

Inntøkuhugtakið í lógaruppskotinum er tað sama sum inntøkuhugtakið í § 25 í skattalógini, og fatar soleiðis um allar inntøkur hjá tí skattskylduga av tí virksemi, sum nevnt er í § 1, um so inntøkurnar eru í reiðum peningi ella í ognum, sum hava peningavirði.

Til § 2

Í § 2 í uppskotinum er nevnt, at skattað verður sambært vanligu reglunum í skattalóggávuni, kortini við teimum broytingum, sum standast av kapitlunum 2 og 3.

Til § 3

Skotið verður upp í § 3, at persónsbundna (subjektiva) skattskyldan verður víðkað. Eftir lógaruppskotinum eru persónar og feløg, sjálvsognarstovnar, felagsskapir og annað, sum hava inntøku, sum viðgjørd er í § 1 í uppskotinum, skattskyldug í Føroyum av hesi inntøku. Undir hetta koma útlendsk virkir, uttan mun til, um virkið sambært vanligu reglunum í § 2 í skattalógini hevur fastan rakstrarstað ella ikki.

Løgfrøðiligir persónar, sum koma undir uppskotið, eru allar tær fyritøkur, sum §§ 1-2 í skattalógini fevna um. Harafturat eru persónar eftir lógaruppskotinum skattskyldugir av lønarinntøku o. ø., ið verður vunnin í sambandi við virksemið, nevnt í § 1. Hetta uttan mun til, um lønarinntøka ikki er skattskyldug sambært reglunum í § 61, litra b í skattalógini, tí lønin stavar úr útlondum, (hetta merkir, at útgoldin løn er frá arbeiðsgevara, sum ikki hevur heimating í Føroyum). Harumframt eru deyðsbúgv skattskyldug av inntøku, sum lógaruppskotið fevnir um.

Annars skulu vanligu reglurnar í skattalógini um skattskyldu galda fyri persónar, feløg og onnur. Tað merkir reglurnar um, nær skattskyldan tekur við, heldur uppat, og hvørji undantøk eru frá skattskylduni.

Tað, sum ger av, í hvønn mun Føroyar kunnu skatta eina inntøku, er kortini ikki bara, um heimild er til tess í føroyskari skattalóggávu, men eisini um Føroyar sambært gjørdum tvískattasáttmála kunnu skatta inntøkuna.

Sambært reglunum, sum eru í gildi um skattskyldu í §§ 1-2 í skattalógini, eru feløg heimahoyrandi í Føroyum fult skattskyldug, meðan útibúgv av útlendskum feløgum eru avmarkað skattskyldug. Viðurskiftini um skattskyldu fyri sjálvstøðug vinnurekandi koma á sama hátt undir reglurnar í §§ 1-2 skattalógini um fulla og avmarkaða skattskyldu. Tá ið gjørt verður av, um eitt virksemi hevur við sær avmarkaða skattskyldu sambært reglunum í skattalógini, § 2 litra d, viðvíkjandi føstum rakstrarstaði, verður í Føroyum lagdur stórur dentur á ta útgreining av hugtakinum fastur rakstrarstaður, sum er ásett í OECD modellkonventiónini (altjóða modell fyri tvískatting). Sambært hesum reglum hava feløg fastan rakstrarstað, tá ið framleiðsla byrjar.

Leiting og útgerðartænasta, hjálpartænasta o. a. við skipum og flogførum kann sambært galdandi reglum, verða skattað í Føroyum, um felagið hevur fastan rakstrarstað í Føroyum, (t.d. hevur skrivstovu ella slíkt). Í norðurlendska tvískattasáttmálanum hava Føroyar kortini givið frá sær rættin til at skatta inntøkur av skipa- og loftferðslu í altjóða ferðslu í teimum førum, tá ið persónurin (allýstur í art. 3, stk. 1, litra b og c – likamligur persónur, løgfrøðiligur persónur, fólkasamtak) eru heimahoyrandi í útlondum.

Reglurnar, sum skotnar eru upp, broyta ikki reglurnar, sum eru í gildi um fult skattskyldug. Við lógaruppskotinum fer harafturímóti fram ein víðkan í skaranum av avmarkað skattskyldugum viðvíkjandi inntøku av vinnuligum virksemi í sambandi við leiting eftir og framleiðslu úr kolvetnisfundum í Føroyum. Sum grundregla fer tað sambært uppskotinum at verða ein skylda at gjalda skatt av slíkari inntøku, so skjótt sum virksemið er byrjað. Hvussu nógv henda víðkaða skattskylda kann verða brúkt, er kortini treytað av tvískattasáttmálum, ið gjørdir eru.

Útlendingar, sum vinna lønarinntøku úr Føroyum av virksemi, sum gjørt verður í Føroyum, eru avmarkað skattskyldugir av sínari lønarinntøku frá fyrsta degi eftir teimum vanligu reglunum um skattskyldu. Verður lønin vunnin úr útlondum og er talan ikki um arbeiðsútleigu, kemur inntøkan harafturímóti ikki undir reglurnar í skattalógini um avmarkaða skattskyldu. Skatting verður í fyrsta lagi virkin sambært galdandi reglum, tá ið full skattskylda er íkomin eftir 6 mánaða uppihald í Føroyum. Við lógaruppskotinum verður lønin úr útlondum í sambandi við kolvetnisvirksemi og annað gjørd skattskyldug frá fyrsta degi. Hetta verður sostatt galdandi, um viðkomandi lúka treytirnar í §§ 1-2 í skattalógini ella ikki um ávikavist fulla og avmarkaða skattskyldu. Hesar víðkaðu reglur um skattskyldu av lønarinntøku kunnu Føroyar kortini hava latið frá sær heilt ella lutvíst í tvískattasáttmálum.

Skattgjaldarar, sum hava avmarkaða skattskyldu, sum bara fylgir hesum lógaruppskoti, kunnu eins og skattgjaldarar, sum koma undir § 2 í skattalógini um avmarkaða skattskyldu, bara draga tær útreiðslur frá, sum eru hildnar fyri at vinna tær inntøkur, sum lógaruppskotið fatar um. Fyri løntakarar eru serligar reglur sambært § 11, stk. 2.

Um inntøkan hjá hinum skattskylduga eftir hesum lógaruppskoti ikki fatar um kolvetnisinntøkur, sum nevndar eru í § 4, og hin skattskyldugi samstundis kemur undir reglurnar um skattskyldu í tí vanligu skattalóggávuni, skal inntøkan verða gjørd upp saman við møguligum øðrum inntøkum hjá hinum skattskylduga. Í slíkum førum verður skattað sambært teimum vanligu reglunum í skattalóggávuni, og undir hetta koma eisini ásetingarnar um inntøkubýti millum landskassan og kommunur.

Í Danmørk, Noregi og Bretlandi er skattskyldan víðkað samsvarandi reglunum í kapittli 1.

Kapittul 2

Til § 4

Lógaruppskotið býtir upp inntøkur í sambandi við leiting og kolvetnisframleiðslu í tveir inntøkubólkar. Í øðrum bólkinum er inntøka, sum stavar beinleiðis frá at gagnýta tilfeingið, og í hinum bólkinum er "avleidd" inntøka, til dømis frá gjørdum kanningum (og sølu av úrslitum), veitingartænastu og øðrum tænastulíkum virksemi. Bert fyrst nevndi inntøkubólkur kemur undir tær serligu ásetingarnar í kapitli 2 í lógaruppskotinum.

Í § 4 verður avmarkað, hvør inntøka, sum kemur undir serligu reglurnar um inntøkuuppgerðina í kapitli 2. Reglan hevur sum fortreyt, at serstøk sjálvuppgáva verður latin inn at brúka í sambandi við uppgerðina av inntøkuni sambært kapitli 2 frá og við árinum, tá ið byrjað verður at forkanna ella at leita.

Skotið verður upp, at skattur bara skal verða goldin landskassanum av inntøkum, sum nevndar eru í § 4. Tað merkir, at kommunurnar fáa ikki part av felagsskattinum av hesum inntøkum. Persónar gjalda ikki kommunuskatt av inntøkum, sum nevndar eru í § 4, sambært reglunum í § 11. Kommunurnar fáa heldur ikki part av møguligum skatti frá deyðsbúgvum.

Tær inntøkur, sum í lógaruppskotinum verða fyri serligari skattligari viðgerð, eru í fyrstu atløgu inntøkur frá fyrstu sølu av framleiddum kolvetni (stk. 1, nr. 1). Inntøkan skal sambært teimum vanligu galdandi grundreglum verða tikin við í inntøkuuppgerðini við tí fingna søluprísinum. Um normprísskipanina í uppskotinum verður víst til viðmerkingarnar til §§ 5 - 6.

Harumframt fatar § 4 um inntøku, sum er ásett sum ein partur av tí framleidda kolvetni ella virðinum av hesum, nevnd "farming in" (stk. 1, nr. 2). Luttøka á slíkan hátt í oljuvinnu hevur við sær, at loyvishavin býtur fíggjarliga váðan og møguleikan fyri vinningi við onnur virki í sambandi við leiting og framleiðslu. Hesin háttur at taka nýggjar samarbeiðsfelagar uppí, kann til dømis verða at bjóða einum felag ein ávísan part í framtíðar framleiðslu í einum øki, afturímóti at felagið til dømis ger eitt ávíst og avmarkað leitingararbeiði. Kunnleiki er um slíkar avtalur.

Sambært uppskoti til kolvetnisvirksemislóg kann eitt loyvisbræv ella loyvi ikki verða latið øðrum, uttan so, at landsstýrið góðkennir treytirnar og gevur loyvi til hetta. Skotið verður upp, at vinningur ella hall í sambandi við avhending verður tikið við í inntøkuni sambært stk. 1, nr. 3. Vinningurin ella hallið verður gjørt upp sum munurin ímillum tað gjald, sum fæst av søluni og útveganarkostnaðirnar við frádrátti fyri gjørdum avskrivingum á útveganarupphædd á loyvisbrævinum.

Undir regluna kemur ein og hvør háttur til at selja loyvisbrævið og annað, undir hesum ognartøka. Í § 9 er ásett, at útveganarupphæddin verður avskrivað yvir 5 ár. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella kallar landsstýrismaðurin í kolvetnismálum tað aftur, áðrenn útveganarupphæddin er fult avskrivað, kann restupphæddin verða avskrivað í sama inntøkuári, ið søla, innlating ella afturkalling fer fram.

Kemur ein samstarvsfelagi uppí við tí í hyggju at luttaka í kolvetnisframleiðslu, vil tað møguliga gjaldið, sum loyvishavin fær frá samstarvsfelaga fyri luttøku í kolvetnisframleiðslu og tí at hesum tengda møguleika fyri vinningi, verða ein óbeinleiðis avhending av einum parti av teimum rættindum, ið loyvisbrævið hevur við sær.

Ein søla kann eisini vera óbeinleiðis sum partabrævasøla, sum kann veita avgerandi ávirkan á eitt felag, ella ger av avtalum/sáttmálum, sum hava somu ávirkan. Í skattligum samanhangi kemur partabrævasøla undir vanligu reglurnar um skatt av partabrævasølu. Slík søla kemur ikki undir lógaruppskotið.

Harumframt fatar inntøkan eftir § 4 um afturvunnar avskrivingar av ognum, tá ið avskrivingarnar hava verið tiknar við í uppgerðini av slíkari inntøku og umframt hetta staðfestur vinningur í sambandi við, at slíkar ognir verða seldar (stk. 1, nr. 4). Reglan hevur ávirkan á avhending av framleiðsluútbúnaði og rakstrargøgnum við sølu ella uppathaldi av framleiðsluvirksemi, ímeðan tær avhendingar, ið verða framdar, meðan raksturin er í gongd, hava við sær eina niðurskriving í avskrivingarsaldoini. Sambært stk. 1, nr. 5 verða afturvunnar avskrivingar á bygningum á landi, sum verða brúktir í sambandi við kolvetnisvirksemi, eisini roknaðar upp í inntøkuna eftir § 4. Reglan kann til dømis verða brúkt í sambandi við fyrisitingarbygningar, sum verða brúktir í sambandi við framleiðsluvirksemi.

Verður ogn lutvíst brúkt í sambandi við leiting og framleiðslu í Føroyum, og lutvíst í sambandi við annað virksemi, verður bara taldur við ein so stórur partur av vinninginum (ella hallinum), sum lutfalsliga samsvarar við, hvussu nógv ognin hevur verið brúkt til leiting og framleiðslu í Føroyum.

Um ein loyvishavi harumframt rekur raffineringsvirki, og sostatt millum annað viðger ráolju, framleidd í egnum virki í føroyskum øki, kunnu trupulleikar standast av at eyðmerkja tann partin av vinninginum av raffineringsvirkseminum, sum kann stava frá hesi ráolju. Av hesi orsøk er mett at verða hóskandi í skattligum samanhangi, at viðgera kolvetni, sum verður tikið út til virkingar í egnum raffineringsvirki, á sama hátt sum kolvetni, sum er selt til meiri virking. Ásett verður tískil í stk. 2, at søluvirðið á slíkum kolvetni skal verða tikið við í uppgerðini av inntøkuni sambært § 4. Slíkar reglur eru kendar úr Danmørk, Noregi og Bretlandi. Reglan er eisini galdandi fyri at taka út til egna nýtslu, men at avbrenna gass í sambandi við at framleiða olju kemur ikki undir regluna. Gass- ella ráoljunýtsla til upphiting og annað á pallum, kemur ikki undir regluna.

Sum nevnt, skal hin skattskyldugi gera upp inntøku av kolvetnisframleiðslu óheft av aðrari inntøku. Av hesum, kunnu útreiðslur bert verða drignar frá, sum standast av at vinna slíkar inntøkur. Hetta ger tað neyðugt at býta útreiðslur, sum ikki beinleiðis kunnu verða vístar til annaðhvørt framleiðsluvirksemi ella annað virksemi. Rentur av lánum kunnu bert verða drignar frá so nógv, sum lánini hava verið við til at fíggja framleiðsluvirksemið. Sambært stk. 4 verður ongin frádráttur latin fyri søluprovisión, avsláttur ella tílíkt, tá ið kolvetni verður latið millum fyritøkur, ið kunnu haldast at hava sínámillum áhugamál.

Sum tað verður gjørt greitt í § 4, stk. 4 skal vanliga hugtakið um rakstrarkostnað í skattalógini verða brúkt. Tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp eftir § 4 (serstøk kolvetnisinntøka) kunnu bert tær útreiðslur verða drignar frá, sum viðvíkja inntøkunum, ið nevndar eru í stk. 1 og 2.

Dentur skal leggjast á, at rakstrarútreiðslurnar í hesum samanhangi eisini fata um tey avgjøld, sum verða áløgd í sambandi við virksemið undir hesum, millum annað møguliga økisavgjøld og framleiðslugjøld/nýtslugjøld.

Til §§ 5-6

Eftir galdandi reglum verða inntøkur í sambandi við olju- ella gasssølu, í skattligu uppgerðini av inntøku, vanliga gjørdar upp eftir faktureraðum prísum.

Í teimum førum, tá ið áhugafelagsskapur er millum keypara og seljara, kann tað verða neyðugt hjá skattavaldinum at kanna, um faktureraði prísurin samsvarar við marknaðarprísin fyri at tryggja, at forskjóting ikki er í skattagrundarlagnum millum keypara og seljara. Tað hevur serliga áhuga, um annar parturin er felag, sum ikki er skattskyldugt í Føroyum.

Í skattareglunum, sum eru í gildi, eru tvær reglur, sum umrøða henda spurning. § 37 í skattalógini hevur í sær almenna áseting til slíka eftirkanning av prísásetingini millum føroysk dótturfeløg og útlendsk móðurfeløg. § 2 í skattalógini hevur í sær reglu um, at til útibúgv skal førast tann vinningur, sum útibúgvið má haldast at hava fingið, um tað var ein óheft fyritøka.

Tað verður hildið, at skattavaldið fer at hava ilt við at seta tilsíðis brúktar prísir við støði í nevndu ásetingum. Ikki minst av torgreiddum felagsbygnaðum og fíggjarhandlingum, sum eru torførar at gjøgnumskoða, fer at bera til at sleppa uttan um galdandi reglur, ella gera eftirlitið ógvuliga torført, og tað verður torført hjá skattavaldinum at gera tær kanningar, sum verða neyðugar til tess at meta um og gera sannlíkt, um prísásetingin er í samsvari við marknaðarprísin.

Í lógaruppskotinum er tí heimild til, at tað í sambandi við álíkning av skattskyldugu inntøkuni, kunnu nýtast normprísir fyri kolvetni. Í teimum førum skal ein yrkiskøn nevnd áseta normprísirnar. Í slíkum førum skulu prísirnir verða ásettir fyri eitt skeið í senn og skulu teir samsvara við marknaðarprísin við sølu ímillum óheftar partar undir fríum marknaðartreytum.

Teir faktureraðu prísirnir verða grundarlagið, tá ið skattskyldug inntøka verður gjørd upp, og atgongdin til at brúka normprísir er bara ætlað at verða brúkt, um skattavaldið heldur, at brúktu prísirnir ikki samsvara við marknaðarprísin.

Royndir í Danmørk við at brúka tær almennu reglurnar (uttanfyri kolvetnisskattaøkið) um prísáseting til marknaðarprís, hava prógvað, at tað er ógvuliga trupult at koma ígjøgnum við broytingum til faktureraðu prísirnar.

Á kolvetnisøkinum hevur reglan í Danmørk eftir øllum at døma verið fyribyrgjandi, av tí at higartil hevur ikki verið neyðugt at brúkt hetta amboð. Hóast myndugleikarnir ongantíð hava brúkt møguleikan til at áseta normprísir, eru ongar ætlanir um at strika regluna.

Í Noregi er mótsatt gjørt av at lata normprísskipanina verða meginregluna, soleiðis at skattskylduga inntøkan skal verða gjørd upp grundað á normprísir, sum myndugleikarnir hava ásett og ikki teir faktureraðu prísirnar. Kortini skal verða viðmerkt, at normprísir verða ásettir við støði í marknaðarprísum. Í Noregi varð grundarlagið undir normprísskipanini í sínari tíð sett soleiðis upp:
"Av umfatandi samskipan og miðsavnan í oljuídnaðinum verður tað ein óloysandi arbeiðssetningur hjá líkningarmyndugleikunum at útvega neyðugu upplýsingarnar til tess at kunna meta um, um áhugafelagsskapur er, sum møguliga kann ávirka prísirnar í ymsu førunum.Trupulleikarnir mugu haldast at vera serliga stórir, tá ið tað ræður um ráolju, av tí at nógv størsti parturin av altjóða oljuhandlinum fer fram millum samskipaði fleirtjóða feløg. Stórir partar av ráoljuumsetninginum er á henda hátt ikki fyri vanligari prísáseting á marknaðinum. Somuleiðis er tað ikki so sjáldan, at handil ímillum ikki samskipað feløg fer fram undir serligum treytum, til dømis við býtissáttmálum."

Norsku skattamyndugleikarnir draga fram fyrisitingarligu fyrimunirnar við norsku skipanini, men fyrimunurin við einfaldu skipanini má m.a. verða tann, at í Noregi er talan um nógvar skattgjaldarar og eitt rættiliga stórt tal av handlum.

Verður hugt at donsku royndunum, tykist norska skipanin at vera óneyðuga víðfevnd, og ein slík skipan hevði tá eisini verið brot á ta grundleggjandi meginregluna í galdandi føroysku skattalóggávu um at gera upp skattskylduga inntøku, sum verður grundað á veruliga vunnar inntøkur. Samstundis hevur menningin á oljumarknaðinum havt við sær, at tað nú er meira talan um vanliga prísáseting.

Tí verður ein skipan skotin upp, sum samsvarar við tær donsku reglurnar, og í tann mun normprísir ikki verða ásettir fyri framleidda kolvetni, verður skattur álíknaður við støði í faktureraðu prísunum og við teimum vanligu kærumøguleikunum.

Uppskotið merkir, at landsstýrismaðurin í skattamálum kann gera av, at tað til nýtslu í álíkningini skulu verða ásettir normprísir fyri tað kolvetnið, sum er framleitt í einum øki, sum kemur undir lógaruppskotið. Normprísurin skal í givnum føri samsvara við marknaðarprísin í umsetningi millum óheftar partar undir fríum marknaðartreytum. Verða normprísir brúktir, verða teir ásettir aftureftir fyri eitt 3 mánaða skeið í senn. Í hesum skeiði kann nevndin gera av at lata prísirnar skifta.

Normprísir fyri ráolju kunnu verða ásettir, uttan at tað samstundis verða ásettir normprísir fyri gass.

Eru normprísir ásettir, verða inntøkurnar, nevndar eru í § 4, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2 gjørdar upp eftir tí normprísi, sum var í gildi, tá ið sølan fór fram ella úttøkan av kolvetni til virkingar ella til egna kolvetnisnýtslu, við teimum broytingum, sum dygd, frávik við atliti at latingarstaði og latingartreytum fyri ta einstøku vørulatingina kundu treytað. Søluútreiðslur, sum neyðugar eru fyri kolvetnissølu á tí staði, sum normprísurin setur sum vørulatingarstað, eru loyvdar at draga frá. Frádráttur verður ikki givin fyri søluprovisión, tá ið kolvetni verður latið ímillum fyritøkur, sum kunnu haldast at hava sínámillum áhugamál, sbr. § 4, stk. 4. Normprísur, sum er í gildi, er tann normprísur, sum verður ásettur aftaná, at tað 3-mánaðaskeiðið er runnið, har sølan og annað er farin fram. Tann nevndi uppgerðarháttur skal verða brúktur, uttan mun til, um hin skattskyldugi kann prógva, at tann veruliga vunna inntøkan, víkir frá tí ásettu inntøkuni.

Normprísin ásetur ein nevnd, sum landsstýrismaðurin í kolvetnismálum setur. Í nevndini eru formaður og 4 aðrir limir. Formaðurin verður tilnevndur eftir tilmæli frá sorinskrivaranum. Tveir limir skulu hava serligan kunnleika til oljuhandil og verða tilnevndir eftir samráð við vinnuna. Limirnir og tiltakslimirnir fyri teir verða tilnevndir fyri 4 ár. Eisini fólk, sum ikki eru búføst í Føroyum ella ikki hava danskan ríkisborgararætt, kunnu verða tilnevndir sum limir í nevndini.

Normprísir verða ásettir eftir ávísum fortreytum við atliti at latingarstaði, kredittíð og øðrum, og skattavaldið má tí í sambandi við álíkningina, regulera teir prísir, sum nevndin hevur ásett, grundað á tær ítøkiligu sáttmálatreytirnar við atliti at kredittíð, latingarstaði, flutningsútreiðslum, trygging og øðrum. Normprísnevndin fær á henda hátt høvi til at seta normprísirnar á eitt grundarlag, sum er skikkað til marknaðarviðurskiftini.

Avgerðir nevndarinnar kunnu ikki verða skotnar inn fyri annan fyrisitingarligan myndugleika, men kunnu verða lagdar fyri rættin.

Um ongin normprísur er ásettur fyri framleidda kolvetni, verður skattaálíkningin gjørd sambært vanligu reglunum grundað á teir faktureraðu prísirnar og við teimum vanligu møguleikunum fyri kæru.

Til § 7

Skotið verður upp, at útreiðslur í sambandi við vinnu hjá hinum skattskylduga av kolvetnisframleiðslu í Føroyum, kunnu verða drignar frá í tí løtu, at útreiðslan er staðfest.

Rekur hin skattskyldugi ikki framleiðsluvirksemi enn, sum kemur undir lógaruppskotið, fer hesin frádráttarrættur vanliga at gera, at inntøkan verður negativ. Hin skattskyldugi hevur í staðin møguleikan at gera av at aktivera leitingarútreiðslurnar. Í tí føri verða útreiðslurnar drignar frá yvir 5 inntøkuár 20% um árið, við fyrsta frádrátti í tí inntøkuári, tá ið hin skattskyldugi hevur sett framleiðslu í gongd. Annar møguleiki er, at hallið, sambært reglunum í § 10, verður flutt til frádrátt í aðrari inntøku.

Tá framleiðsla er byrjað, fara útreiðslur eftir hesa løtu ikki at kunna verða aktiveraðar.

Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, ella tekur landsstýrismaðurin í kolvetnismálum tað aftur, til dømis í førum, tá ið loyvishavin misrøkir sínar skyldur ella verður koyrdur á húsagang, og rekur hin skattskyldugi eftir hetta ikki virksemi, sum er undir hesi lóg, kunnu allar aktiveraðar útreiðslur verða drignar frá sambært regluni í stk. 2 í tí inntøkuári, tá ið innlating ella afturtøkan verður framd. Reglan er serliga týdningarmikil fyri loyvishavarar, sum eingi úrslit fáa burtur úr leiting, og sum tí vilja sleppa at gevast við slíkum virksemi í føroyskum øki. Í slíkum førum verður skattliga gjørt upp í tí ári, tá hildið verður uppat, og útreiðslurnar kunnu tá verða mótroknaðar í møguligum skattskyldugum vinningi, sum verður staðfestur í sambandi við, at virki heldur uppat.

Sambært stk. 3 skulu ognir, sum koma undir avskrivingarlógina, framhaldandi verða avskrivaðar sambært reglunum í nevndu lóg. Hetta er galdandi fyri maskinur, innbúgv og onnur rakstrargøgn, skip og bygningar. Gjørt verður vart við, at boripallar altíð verða saldoavskrivaðir á sama hátt sum rakstrargøgn.

Verður boripallur brúktur í inntøkuárinum bæði í Føroyum og uttanfyri føroyskt øki, skal tað sambært stk. 4 gerast eitt lutfalsligt býti av avskrivingunum. Reglan er galdandi fyri eina og hvørja leitingarogn, sum verður brúkt í øðrum virksemi í Føroyum ella í virksemi aðrastaðni.

Um hin skattskyldugi avskrivar frammanundan tí ári, tá ið framleiðsla verður byrjað, kunnu avskrivingarupphæddirnar verða aktiveraðar á sama hátt, sum staðfestar útreiðslur annars.

Til § 8

Skotið verður upp, at framleiðsluútbúnaður, pallar og annar útbúnaður, undir hesum rørleiðingar við terminalskipan, og onnur útgerð, sum brúkt verður í sambandi við kolvetnisframleiðslu í einum øki, sum kemur undir hesa lóg, kann verða saldoavskrivað upp í 30% um árið eftir teimum reglum í avskrivingarlógini, sum viðvíkja rakstrargøgnum. Somu reglur galda fyri avskrivingar av ognum, sum brúktar verða í sambandi við at vinna inntøkur, sum verða ásettar sum ein partur av framleiðsluni, sbr. § 4, stk. 1, nr. 2. Skotið verður upp, at skip og bygningar, sum ikki kunnu metast sum framleiðsluútbúnaður o.a., verða avskrivað sambært galdandi reglum í avskrivingarlógini um tey.

Eftir tí skipan, skotin er upp, skulu allar framleiðsluognir verða avskrivaðar eftir saldogrundregluni. Hetta verður fyri fastar og mobilar pallar við rakstrargøgnum og maskinum, rørleiðingar, pumpur, goymslutangar og aðra útgerð og møguliga sjálvstøðugar hotellpallar. Harumframt kemur fastur framleiðsluútbúnaður o.a. á landi undir regluna. Bygningar verða avskrivaðir eftir galdandi reglum um bygningar í avskrivingarlógini.

Við skipanini í uppskotinum slepst undan ivaspurningum um, á hvønn hátt tær einstøku framleiðsluognirnar o.a. skulu verða avskrivaðar eftir avskrivingarlógini.

Inntøkuárið, tá ið avskrivingin skal byrja, verður ásett sambært vanligu reglunum í avskrivingarlógini. Ognin skal soleiðis verða latin virki, sum er í gongd, og talan skal verða um eina ogn, sum er gjørd liðug til at verða brúkt eftir sínum endamáli. Nýggir loyvishavar, sum enn ikki hava sett framleiðslu í gongd, kunnu byrja at avskriva í tí ári, tá ið hin skattskyldugi fyri fyrstu ferð vinnur inntøku av framleiðsluni. Brúkar hin skattskyldugi síni egnu starvsfólk til t.d. at projektera útbúnað, verða lønarútreiðslurnar aktiveraðar og avskrivaðar saman við restini av keypsupphæddini fyri útbúnaðin.

Hin skattskyldugi skal sum ein fylgja av, at inntøkur frá kolvetnisvirksemi verða skattaálíknaðar fyri seg, føra serligar roknskapir fyri avskrivingar av ognum, sum brúktar verða í framleiðsluni, og ognum, sum verða brúktar í sambandi við annað vinnuvirksemi.

Verða ognirnar nýttar bæði í sambandi við framleiðsluvirksemi og í sambandi við annað virksemi, verður gjørt eitt lutfalsligt býti av avskrivingarupphæddunum eftir lutfallinum ímillum nýtsluna av ognini í sambandi við framleiðsluvirksemi og annað virksemi. Serstakur roknskapur verður gjørdur fyri slíkar ognir.

Í Danmørk verður avskrivað á sama hátt, sum skotið er upp her. Í Noregi verður framleiðsluútbúnaður avskrivaður eftir linjurættari avskriving 16,67% um árið. Samlaðu saldoavskrivingarnar tey fyrstu 4 árini verða í Føroyum størri enn samsvarandi norskar avskrivingar. Eftir fimta árið er avskrivað eins nógv. Í Noregi verður saldo avskrivað við restini 16,67% sætta árið, ímeðan restavskrivingin í prinsippinum varir ævigt í Føroyum.

Til § 9

Reglan, sum skotin er upp, veitir møguleika at avskriva keypsupphæddina fyri eitt loyvisbræv, loyvi ella rættindi, sum umrøtt í § 4, stk. 1, nr. 3, við eins stórum árligum upphæddum yvir 5 ár. Selur ella letur hin skattskyldugi innaftur loyvisbræv, loyvi ella rættindi, ella tekur landsstýrismaðurin í kolvetnismálum hetta aftur, áðrenn keypsupphæddin er fult avskrivað, kann restupphæddin verða avskrivað í sama inntøkuári, tá ið søla, innlating ella afturtøka verður framd.

Til § 10

Sambært galdandi reglu í § 33 nr. 5 í skattalógini, kann hall verða ført fram til útlíkningar í positivari inntøku yvir tey næstu 5 fylgjandi inntøkuár. Av ovurhonds stóru íløgunum, sum eru í sambandi við leiting og kolvetnisframleiðslu, hevur tað verið hildið skynsamt, at tíðarbilið verður longt upp í 20 ár fyri hetta serliga slag av virksemi til tess at tryggja upp aftur betur, at íløgurnar í leiting og framleiðslu ikki verða mistar í skattligum samanhangi. Í sambandi við hetta serliga virksemi verður skattevni hjá hinum skattskylduga soleiðis mett yvir rættiliga langa tíð.

Vísir skattskylduga inntøkan hall av framleiðslu, kann hin skattskyldugi gera av fult ella lutvíst at flyta hallið til frádrátt í aðrari inntøku. Hetta kann hugsast at fáa veruligan týdning í tveimum ymsum førum. Hjá føroyskum virkjum, sum verða skattskyldug eftir kapitli 2 í kolvetnisskattalógini, kann eitt hall verða drigið frá í skattskyldugu vanligu inntøkuni. Hjá útlendskum virkjum, sum verða skattskyldug eftir kolvetnisskattalógini, kann eitt hall møguliga virka fyri at gera íløgur í Føroyum við tí í hyggju at brúka hallið.

Reglan í stk. 3 forðar fyri, at hall av øðrum virksemi kann verða flutt yvir til frádrátt í inntøku av kolvetnisframleiðslu. Henda avmarking hevur til endamáls at tryggja skattagrundarlagið undir framleiðsluvirkinum í førum, tá ið hin skattskyldugi rekur annað virksemi, sum gevur hall.

Kapittul 3

Til § 11

Stk. 1 viðvíkir sjálvstøðugum vinnurekandi, sum bara hava skattskyldu eftir hesi lóg og ikki eftir skattalógini, og sum ikki hava inntøkur, ið koma undir § 4 í lógaruppskotinum. Hesir vinnurekandi rinda sambært uppskotinum skatt til landskassan við einum skattastigi, sum er 35%. Reglan fatar t.d. um útlendskar sjálvstøðugt vinnurekandi, sum í stutt skeið hava uppgávur í sambandi við frálandsvinnu.

Sambært stk. 2 skulu løntakarar, sum bara eru skattskyldugir eftir hesi lóg, og ikki eftir reglunum í skattalógini um fulla ella avmarkaða skattskyldu, rinda endaligan skatt til landskassan av lønarinntøkum o.ø. Av fyrisitingarligum ávum verður skotið upp, at endaligur bruttoskattur verður kravdur av slíkum persónum. Eftir uppskotinum verður skattað við einum stigi, sum er 35% av bruttoinntøku.

Stk. 3 snýr seg um persónar, sum hava skattskyldu annaðhvørt eftir skattalógini ella eftir § 3 í lógaruppskotinum, og sum hava inntøku av tí slagi, ið nevnt er í § 4, til dømis sum luttakari í framleiðsluvirksemi sum íognari. Hesi skattskyldugu rinda sambært uppskotinum bert inntøkuskatt til landskassan av inntøkuni frá kolvetnisframleiðslu.

Í stk. 4 verður skotið upp, at skattur, sum feløg, felagsskapir, deyðsbúgv o.o. gjalda, og sum einans eru skattskyldug eftir § 3 í lógarauppskotinum, og sum bara hava inntøkur, sum koma undir § 1, men ikki § 4, fellur til landskassan. Hetta verður ikki so, um hesir skattgjaldarar samstundis eru skattskyldugir eftir ásetingunum í skattalógini.

Skattingina, sum skotin er upp eftir § 11, kunnu Føroyar hava latið frá sær - fult ella lutvíst – við gjørdu tvískattasáttmálunum.

Kapittul 4

Til § 12

Lógaruppskotið fær eftir uppskotinum gildi 19. februar 1999, og er galdandi fyri inntøkur vunnar henda dag og eftir henda dag.

1. viðgerð 25. februar 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 16. mars 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 19. februar 1999 og eftir 1. viðgerð 25. februar 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Talan er um uppskot til eina rammulóg, og upplýst er fyri nevndini, at seinni kemur lógaruppskot, sum hevur serligar reglur um álíkning, innkrevjing, eftirlit og annað.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 8. apríl 1999. Uppskotið samtykt 27-0-0. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.

J.nr. 688-19/99
Ll. nr. 26/1999
frá 21.04.1999