Tónleikur

 

83  Uppskot til  løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999,  23.   februar, legði Kristian Magnussen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi:

U p p s k o t
til
løgtingslóg um stuðul til tónleikaútflutning

§ 1. Á árligu løgtingsfíggjarlógini verður settur av peningur at stuðla marknaðarføring og útgávu av tónleiki til útflutnings sambært reglunum í hesi lóg.

§ 2. Landsstýrismaðurin í vinnumálum setir eina nevnd at umsita lógina. Nevndin viðger og tekur støðu til umsóknir um stuðul.
Stk. 2. Avgerðir hjá nevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.
Stk. 3. Nevndin hevur 3 limir, ein umboðandi Føroya Undirhaldstónleikarafelag, ein skal hava altjóða royndir innan tónleikaídnað og ein formann, ið umboðar vinnumálastýrið. Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn, tó so at nevndarlimur verður sitandi, til nýggjur er valdur.
Stk. 4. Vinnumálastýrið tekur sær av skrivstovuhaldi nevndarinnar.
Stk. 5. Nevndin skal í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað, lata vinnumálastýrinum ársroknskap og frágreiðing um virki nevndarinnar í farna ári.
Stk 6.
Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi ráðsins.

§ 3. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Almennar viðmerkingar:
Fyri at styrkja um møguleikarnar hjá evnaríkum listafólki at hava tónleikin sum livibreyð, fyri at skapa møguleikar fyri nýggjum arbeiðsplássum og størri inntøkumøguleikum hjá landskassanum, leggur Javnaðarflokkurin hetta uppskotið fram. Uppskotið letur upp fyri møguleikanum at veita fíggjarligan stuðul til marknaðarføring og útgávu av føroyskum tónleiki uttanlands.

Føroyski búskapurin er viðbrekin, tí vit mestsum bert hava fiskivinnuna at liva av, sum er. Royndirnar at skapa nýggjar vinnur, ið ikki eru tengdar at fiskivinnuni, hava ikki allar givið tað, ið vónir hava verið um.

Hóast hugflogið er stórt, og ávís menning er innan fleiri øki, eru summir áhugaverdir møguleikar næstan ikki royndir og enn minni stuðlaðir fíggjarliga ella moralskt.

Í Føroyum hava vit ein hóp av evnaríkum tónleikarum, ið skapa tónleik á sama góðskustøði sum tónleikur, ið er at hoyra á alheims hitlistum.

Trupulleikin hjá føroyskum tónleikarum er, at tað er fíggjarliga tungt at fáa givið tónleikin út og fáa fíggjarligt avkast í einum so lítlum marknaði sum tí føroyska. Flestu tónleikarar forvinna ikki eitt oyra av útgávum sínum, men standa ofta eftir við skuld, tá gjørt verður upp.

Hóast vøran er fyrstafloks og saktans kundi verðið seld uttanlands, so er fíggjarliga orkan brúkt, tá tónleikurin er komin á føroyska marknaðin, og ofta manglar eisini vitan til marknaðarføring uttanlands.

Alheims tónleikaídnaðurin er ein fíggjarligur risi, og ein føroyskur tónleikabólkur við røttu marknaðarføringini og nakað av hepni kann útvega nýggj arbeiðspláss og stórt fíggjarligt íkast til føroyska búskapin. Eydnast tað at fáa viðurkenning og gjøgnumbrot á alheims marknaðinum, eru stórir møguleikar fyri víðari menning. Møguleikarnir eru bæði innan tónleik, við sangi bæði á enskum og føroyskum máli og instrumentalum tónleiki.

Onkur tingmaður heldur kanska, at vit hava annað at nýta skattaborgarans pening til enn til tílíkar royndir, ið eingin vissa er fyri fer at geva nakað av sær. Men neyðugt er, at vit trúgva uppá, at tað neyðuga potentiali og áræði er innan føroyskan tónleik.

Fyri at vísa á, hvørjir møguleikar eru í hesari vinnu, kann nevnast, at svenski tónleikaídnaðurin gevur meira av sær av útlendskum peningi til svenska statskassan en nøkur onnur serstøk vinna, og danski tónleikaídnaðurin til útflutnings gevur fleiri hundrað milliónir í danska ríkiskassan árliga.

Ein fyritreytin fyri, at henda vinna kann kasta nakað av sær og geva eitt íkast til føroyska samfelagsbúskapin og útvega fleri arbeiðspláss, er, at hon verður stuðlað fíggjarliga frá almennari síðu. Neyðugt verður eisini at lata henda stuðul í ávíst áramál, hóast einki ítøkiligt spyrst burturúr at byrja við. Vísast skal eisini á, at peningurin, ið verður settur av á fíggjarlógini, ikki verður játtaður nakrari umsókn, um góðskan ikki verður mett at vera í lagi.

Løgtingið tekur á hvørjum ári í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini støðu til, hvør upphædd skal setast av til at fremja endamálið við lógini. Mett verður, at 1 mió.kr. árliga er ein hóskandi upphædd.

Av hesum verður metti umsitigarligi kostnaðurin:
Umsiting

kr.   50.000,00

Fundarpeningur og annað

kr. 100.000,00

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:
ad § 1. Stuðulin er avmarkaður til ta upphædd, sum á hvørjum ári verður sett av á fíggjarlógini. Eisini er ein avmarking í, at stuðul bara kann veitast til marknaðarføring og útgávu av tónleiki til úrflutnings. Annað endamál kann sostatt ikki stuðlast.

ad § 2. Heimildirnar sambært lógini skulu leggjast til eina serkøna nevnd, hvørs avgerðir ikki kunnu kærast. Nevndin er soleiðis einasti fyrisitingarligi myndugleiki, sum kann taka avgerðir sambært lógini.

Í sambandi við ábyrgd og eftirlit landsstýrisins við fyrisitingini skal nevndin lata landsstýrismanninum ársroknskap og frágreiðing um virki nevndarinnar. Eisini kann landsstýrismaðurin gera nærri reglur um virksemi ráðsins.

1. viðgerð 25. februar 1999. Málið beint í vinnunvendina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 23. februar 1999 og eftir 1. viðgerð tann 25. februar 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 22., 24. og 30. mars 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin og umboð fyri Føroya Tónleikarafelag.

Nevndin hevur frá landsstýrismanninum fingið eitt skriv viðvíkjandi íslendskum tónleikaídnaði.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at vinnumálastýrið hevur arbeitt seriøst við spurninginum um tónleik sum vinnugrein, og í hesum sambandi sammetti hann við tey góðu úrslitini, sum tónleikavinnan hevur í Svøriki. Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at tað eru fleiri áhugaverdar verkætlanir við møguleikum.

Landsstýrismaðurin segði, at uppskotið frá Javnaðarflokkinum er fult í tráð við tað, sum vinnumálastýrið vil, men at spurningurin bert er, hvussu tað verður gjørt rættast.

Landsstýrismaðurin minti á, at talan eisini er um ein fíggjarligan spurning.

Landsstýrismaðurin vísti á, at tað ber til í dag at fáa stuðul úr grunninum til ídnaðarfremjandi endamál, men at tað tó ikki er nógvur peningur til tónleikavinnu í hesum grunninum.

Landsstýrismaðurin helt, at ein møguleiki kundi verið, at ásett verður, at grunnurin til ídnaðarfremjandi endamál skal nýtast til tónleikaútflutning fyri ein ávísan part.

Umboðið fyri Føroya Tónleikarafelag greiddi frá, at Føroya Tónleikarafelag er ein paraplyorganisasjón fyri fýra tónleikafeløg, har ímillum Føroya Undirhaldstónleikarafelag.

Føroya Tónleikarafelag tekur undir við uppskotinum, men skilir ikki, at eitt tónleikarafelag er valt burturúr at vera umboð í nevndini. Føroya Tónleikarafelag og herundir eisini Føroya Undirhaldstónleikarafelag halda, at umboðið í nevndini eigur at vera frá Føroya Tónleikarafelag.

Í orðaskiftinum undir viðgerðini hevur dentur verið lagdur á, at endamálið við uppskotinum er vinnuligt og ikki mentanarligt.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinisen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Suni Joensen og Jákup Sverri Kass) ásannar, at tónleikur kann gerast ein føroysk útflutningsvinna, um rætt verður borið at. Tað er ein sannroynd, at tað í fleiri londum er eydnast at gera tónleik til ein týðandi vinnuveg, t.d. verða Danmark og Svøríki tikin fram sum fyrimyndir, og vit vita, at íslendska Vinnumálastýrið roynir at eggja íslendingum til at fremja ein vøkstur á hesum øki.

Meirilutin tekur undir við tankunum hjá Kristiani Magnussen, løgtingsmanni, og vísir á, at Vinnumálastýrið í Vinnupolitikkinum (Rit 1) eisini peikar á tónleik sum møguliga útflutningsvinnu.

Meirilutin vil undirstrika, at vit í dag hava eina vinnuframaskipan, sum gevur møguleika hjá tí almenna at stuðla tónleikaútflutningi. Í grunninum til ídnaðarfremjandi endamál undir stuðulskipan 2.1. Søluroyndir, sølufremjandi tiltøk og marknaðarkanningar, ber til at søkja um stuðul til marknaðarføring av tónleiki uttanlands.

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 1999 eru játtaðar kr. 5.000.000 til grunnin fyri ídnaðarfremjandi endamál.

Nevnast kann, at Vinnumálastýrið, hin 24.3.1999, hevur játtað kr. 135.000 í grunninum til ídnaðarfremjandi endamál til reprovirkið og tónleikastudio Repro-Z/JakZac til marknaðarføring av fløguni Lena – Long Distance í Kanada og USA. Somuleiðis hevur Vinnumálastýrið játtað eina minni stuðulsupphædd til Tutl. Tað er tó ein treyt, at stuðulin ikki fer upp um 50% av samlaða kostnaðinum, og at talan veruliga er um vinnuligar inntøkumøguleikar.

Út fra hesum heldur meirilutin ikki, at tað er rætt at stovnseta nýggja fyrisitingarliga eind at avgreiða umsóknir í sambandi við tónleikaútflutning, við tað at vit í dag hava eina góða skipan á økinum. Meirilutin heldur eisini, at tað ikki er rætt at fara út um verandi fíggjarkarm, sum løgtingið hevur samtykt fyri 1999. Heldur eigur at verða umhugsað at hækka játtanina til grunnin til ídnaðarfremjandi endamál komandi fíggjarár og at eyðmerkja eina ávísa upphædd til tónleik.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

Ein minniluti í nevndini (Alfred Olsen, Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur undir við uppskotinum, men heldur at Føroya Tónleikarafelag skal umboðast í nevndini í staðin fyri Føroya Undirhaldstónleikarafelag. Eisini skal § 2, stk. 6 rættast til, soleiðis at tað kemur at standa "virksemi nevndarinnar" í staðin fyri "virksemi ráðsins".

Minnilutin tekur undir við málinum, men skjýtur upp, at uppskotið verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i
til
uppskot landsstýrisins

  1. Í § 2, stk. 3 verða orðini "Føroya Undirhaldstónleikarafelag" broytt til "Føroya Tónleikarafelag".
  2. Í § 2, stk. 6 verður "ráðsins" broytt til "nevndarinnar".

Viðmerkingar:

Ad. 1) Við broytingini verður tað umboð fyri Føroya Tónleikarafelag, ið eisini umboðar Føroya Undirhaldstónleikarafelag, sum skal hava sæti í nevndini í staðin fyri umboð fyri Føroya Undirhaldstónleikarafelag.

Ad. 2) § 2 snýr seg um setan av eini nevnd, og tað er tí eitt mistak, at tað í stk. 6 stendur "virksemi ráðsins".

2. viðgerð 9. apríl 1999. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini til § 2 fall 12-2-13. §§ 1, 2 og 3 fullu 12-1-14. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.