Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur

 

86  Uppskot til  løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999,  2. mars, legði Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t
til
Løgtingslóg um endurgjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin

§ 1. Úr landskassanum verða kr. 30.200.000,00 endurgoldnar Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum fyri mista inntøku frá 1. apríl 1993 til 31. mars 1994. Landsstýrinum verður heimila at gjalda upphæddina í fíggjarárinum 1999.

§ 2. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. 

Viðmerkingar:

Í 1992 og 1993 var støðan í føroyska samfelagnum sera vánalig. Arbeiðsloysið øktist við rúkandi ferð. Hóast eitt inngjald upp á 2,75 prosent frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, megnaði Arbeiðsloysisskipanin ikki at svara hvøjum sítt, og landskassin, sum hevði sera vánaligt gjaldføri hesi árini, var ikki mentur at veita ALS nakran stuðul út yvir tað, ið landskassin sum almennur arbeiðsgevari rindaði inn í skipanina.

Fyri at tryggja Arbeiðsloysisskipanini nóg mikið av peningi, soleiðis at skipanin kundi gjalda teim arbeiðstøku tað í lógini ásetta útgjaldið, vórðu ymisk tiltøk sett í verk frá almennari síðu. Millum annað fekk ALS eitt lán úr Arbeiðsmarknaðareftirlønar- grunninum (Samhaldsfasta) upp á 70 milliónir krónir. Seinni er semja gjørd millum partarnar (ALS og AMEG) um, hvussu lánið verður rentað og afturgoldið, og gongur hetta nú sína gongd.

Eitt annað tiltak, ið tað almenna setti í verk, var, at inngjaldið til Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin við lóg varð koyrt í Arbeiðsloysisskipanina í eitt heilt ár. Hetta varð gjørt í tíðarskeiðnum frá 1. apríl 1993 til 31. mars 1994. Samlaða upphæddin, ið ALS fekk burtur úr hesum, var 30,2 milliónir krónir. Samstundis misti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin eina samsvarandi inntøku. Hetta er stórt spell, tá hugsað verður um, hvussu illa nógv av okkara gomlu eru fyri.  

Í dag koyrir Arbeiðsloysisskipanin væl. Inngjøldini í grunnin eru munandi hægri enn útgjøldini. Við hesi gongdini verður ALS væl konsoliderað, og skipanin verður sostatt før fyri at taka í móti eini nýggjari kreppu, um ein tílík skuldi komið. Fyri at geva ALS møguleikan fyri konsolidering, heldur Javnaðarflokkurin ikki, at tað er rætt, at álagt verður Arbeiðsloysisskipanini at endurrinda Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum inntøkumissin frá 1993/94.

Tí verður skotið upp, at landskassin, sum í dag hevur eitt óføra gott gjaldføri, skal endurrinda Arbeiðsmarknaðareftirlønar- grunninum nevndu upphædd. Eftir uppskoti frá landsstýrinum var tað løgtingið, sum tók hesa inntøkuna frá eftirlønargrunninum. Sostatt er tað náttúrligt, at løgtingið nú lóggevur so, at landskassin endurrindar grunninum tapið.

Um uppskotið verður samtykt, eigur upphæddin (30,2 mió. kr.), at verða løgd afturat fænum hjá Arbeiðsmarknaðareftirlønar- grunninum, og hetta merkir, at meirinntøkan, sum grunnurin fær í rentuinntøkum av hesum, kemur at ávirka útgjaldið úr grunninum soleiðis, at tað verður 40 kr. hægri um mánaðin.

Annars verður víst á viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 87/1998: Broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

1. viðgerð 17. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum 7. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Javnaðarflokkurin legði málið fram 2. mars 1999, og eftir 1. viðgerð 17. mars 1999 varð málið beint í fíggjarnevndina.

Fíggjarnevndin hevur viðgjørt málið á fundi 30. og 31. mars 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í arbeiðsmarknaðarmálum Finnboga Arge.

Ein meiriluti í nevndini (Bjarni Djurholm, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal P. í Grund) vísir á, at landsstýrið arbeiðir við eini umskipan av eftirlønum sum heild og tekur av hesi orsøk ikki undir við málinum og mælir tinginum frá at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins.

Ein minniluti í nevndini (Vilhelm Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins.

Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen føra fram, at tá hugsað verður um tað smásinni, sum landsstýrissamgongan hevur lagt fyri dagin, tá flokkar úr andstøðuni hava sett fram uppskot fyri at bøta um støðu teirra gomlu, verður tikið undir við uppskotinum.

2. viðgerð 9. apríl 1999. §§ 1 og 2 fullu 13-0-14. Málið sostatt falli. Málið avgreitt.