Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur

 

87  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999,  2. mars, legði Vilhelm Johannesen, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin fram soljóðandi

U p p s k o t
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn verður gjørd hendan broyting:

Í § 2, 1. stk. verður "1/2%" broytt til "1%".

§ 2.

Hendan lóg fær gildi frá 1. januar 2000.

Viðmerkingar:
Endamálið við hesum uppskotinum er at hækka útgjaldið úr arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum. Fyri at røkka hesum máli er neyðugt at hækka inngjaldið. Skotið verður upp, at inngjaldið, sum nú er ½ prosent frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, verður hækkað við 0,50 prosentum, soleiðis at hetta verður 1 prosent frá hvørjum.

Sum kunnugt fór arbeiðsmarknaðargrunnurin at gjalda út tann 1. apríl 1997. Fyrsta árið varð mánaðarliga útgjaldið til hvønn móttakara 500 kr. 1. januar 1998 hækkaði útgjaldið upp í 525 kr. og 1. januar 1999 upp í 560 kr. Um inngjaldið verður óbroytt, kunnu vit rokna við, at útgjaldið verður 594 kr. um mánaðin í 2000, men um hetta uppskotið hjá javnaðarflokkinum verður samtykt saman við uppskotinum í løgtingsmáli nr. 86 verður mánaðarliga útgjaldið umleið 1200 kr. næsta ár.

Fyri at lýsa søguligu gongdina, skal verða nevnt, at við løgtingsmáli nr. 120/1987: Lóg um sam-haldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, varð tann 17. mars 1988 lagt uppskot fram á ting um eina arbeiðsmarknaðareftirløn fyri øll. Í uppskotinum varð ásett, at inngjaldið skuldi verða 3% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum tó soleiðis, at inngjaldið fyrsta árið (1990), skuldi verða 1%, næsta árið 1,5%, triðja árið 2% o. s. fr., til tað frá 1. januar 1997 kom upp á tey 3%. Eftir 1. viðgerð tann 15. apríl 1988 varð málið beint í arbeiðaramálanevndina. Eftir uppskoti frá meirilutanum í nevndini varð endaliga inngjaldið frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum sett til 2%.

Løgtingslóg nr. 71 frá 9. juni 1988 um samhaldsfastan arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum kom í gildi frá 1. januar 1990, fór kortini ongatíð at virka. Við løgtingsmáli nr. 58/1990 varð uppskot til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn lagt fram á ting tann 5. apríl 1991. Inngjøldini vórðu nú sett til ½% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum. Goldið er inn í grunnin síðani 1. januar 1992. Sum nevnt var útgjaldið 500 kr. um mánaðin fyrsta árið. Við óbroyttum inngjøldum hækkar útgjaldið við 6% um árið tey næstu árini.

Javnaðarflokkurin vísir á, at tað upprunaliga høga inngjaldið í grunnin upp á 3%, varð ásett út frá teimum góðu tíðunum í áttati árunum, meðan tað lága inngjaldið upp á ½% frá hvørjum parti varð ásett eftir, at tann herviliga og lemjandi búskaparkreppan var farin at hótta samfelagið. Flokkurin heldur, at nú tíðirnar eru við at gerast meira vanligar aftur, er tað bæði ráðiligt, rætt og rímiligt, at inngjaldið verður hækkað, soleiðis at endamálið við hesum, sum er ein hægri arbeiðs-marknaðareftirløn, lutvíst og stigvíst kann verða rokkið.

Um vit seta okkum fyri, at inngjaldið árliga hækkar við 0,50%, til tað endaliga er komið upp á 3% frá hvørjum parti á arbeiðsmarknaðinum, røkka vit málinum í 2004. Havandi í huga, at mánaðarliga útgjaldið við verandi lága rentustøði hækkar við 6% árliga, kunnu vit rokna við, at útgjaldið í 2004 kemur upp á einar 4 – 5.000 kr. um mánaðin. T.v.s. at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður ájavnt við verandi fólkapensión (grundupphædd + pensións viðbøtur).

Hjálagda uppskot verður lagt fram við tí fyri eyga, at gera tað liviligari hjá tí eldra ættarliðnum í Føroyum, og er tað javnaðarfloksins vón og ynski, at hetta uppskot fær eina góða og sakliga viðgerð her á tingi, og ikki minst, at tað vinnur frama millum tingmenn soleiðis, at uppskotnu broytingarnar verða settar í verk

1. viðgerð 17. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina. Løgtingsformaðurin rættaði á tingfundi 18. mars 1999 og segði, at uppskotið skuldi av røttum beinast vinnunevndini, sum tann 15. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av Javnaðarflokkinum tann 2. mars 1999 og eftir 1. viðgerð tann 18. mars 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 13. og 15. apríl 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í Almanna- og Heilsumálum.

Nevndin hevur frá fíggjarmálastýrinum fingið eitt yvirlit yvir tey inngjaldsprosent, sum verða goldin í pensjónsskipanir hjá arbeiðstakarafeløgunum innan tað almenna.

Landsstýrismaðurin upplýsti, at tað arbeiði, sum nú fer fram í Almanna- og Heilsumálastýrinum er býtt í tvey. Sosiala pensjónslógin er nú løgd fyri tingið, og inniheldur hendan lógin tær ásetingar, sum ætlandi skulu verða galdandi á økinum. Í heyst verður uppskot, ið viðgerð spurningin um pensjónsupphæddirnar, lagt fyri tingið. Harafturat er ætlan um at seta í gildi eina serliga lóggávu, sum skal tryggja, at allir borgarar hava eina pensjónsuppsparing, sum líkist teimum, sum flestu feløgini á arbeiðsmarknaðinum hava í dag.

Eisini varð upplýst, at so at siga øll feløg innan tað almenna hava eina 4-8 ella eina 5-10 pensjónsskipan í dag, undantikin eru bara onkri tímalønt.

Meirilutin í nevndini (Heini O. Heinisen, Jógvan á Lakjuni, Jákup Sverri Kass og Niels Th. Petersen) mælir løgtinginum frá at samtykkja uppskotið vísandi til, at landsstýrið arbeiðir við eini heildarloysn fyri nýskipan á økinum.

Heini O. Heinesen førir harumframt fram, at Samhaldsfasti Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin er eitt politiskt hjartamál, sum Tjóðveldisflokkurin virkar fyri at styrkja til miðleingjuna í eini tryggari, varandi og samhaldsfastari pensiónsskipan til allar føroyingar. Tí verður tikið undir við tankanum í uppskoti Javnaðarfloksins um, at inngjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin eigur at hækkast.

Men lagnan hjá grunninum hevur tíverri verið, at hann gjørdist ein politisk kastibløka, sum í kreppuárunum varð útholaður av politiska meirilutanum. Hetta er eitt talandi dømi um ein vantandi heildarpolitikk á pensjónsøkinum, sum er dyggiliga afturúrsiglt. Uppskot Javnaðarfloksins tykist tí sum ein roynd at bøta aftur ein lítlan part av skaðanum av skeivum politiskum avgerðum.

Uppskotið gevur í sjálvum sær ikki nakran munandi bata fyri pensjónistarnar, og uppskotið er ikki liður í nakrari heildarloysn á pensjónsøkinum.

Heini O. Heinesen mælir tí frá at samtykkja uppskot Javnaðarfloksins og vísir ístaðin til, at samgongan arbeiðir við eini heildarloysn á pensjónsøkinum, sum beinanvegin bøtir munandi um samhaldsføstu skipanina.

Samgongan hevur samtykt, at frá 1. januar ár 2000 hækkar viðbótin til fólkapensiónina við í minsta lagi 500 kr. um mánaðin fyri hjún og lutfalsliga meira fyri støk um mánaðin.

Hartil virkar Tjóðveldisflokkurin í samgonguni fyri eini varandi heildarloysn á pensjónsøkinum, sum hvílir á tveimum súlum:

  1. Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin verður umskipaður til ein samhaldsfastan fólkapensjónsgrunn. Henda skipanin liggur sostatt uttan fyri vanligu fíggjarlógina og skal tryggja øllum, sum ikki hava aðra pensjónsskipan eina fólkapensjón, sum er munandi betri enn í dag.
  2. Álagt verður øllum, sum hava lønarinntøku, at hava eina pensjónsskipan á arbeiðsmarknaðinum. Eitt minstamark skal setast fyri inngjaldi, men annars verða tað partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum skulu samráða seg til bestu skipan eftir góðkendum reglum.

Henda loysn skal byggja á, at tey, sum á arbeiðsmarknaðinum hava tryggjað sær eina høga pensjón, fáa minni úr samhaldsfasta fólkapensjónsgrunninum, meðan tey, sum hava eina lægri skipan á arbeiðsmarknaðinum, fáa meira burtur úr samhaldsfasta pensjónsgrunninum. Tey, sum ikki hava havt møguleika fyri eini pensjón á arbeiðsmarknaðinum, skulu sjálvsagt hava hægsta gjald úr samhaldsfasta pensjónsgrunninum.

Miðað verður eftir, at heildarloysnin fær breiða undirtøku á tingi, og er tað vónin, at uppskotstillarin og Javnaðarflokkurin fara at taka undir við heildarloysnini eftir hesum leisti.

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old og Dan R. Petersen) tekur undir við uppskotinum, serliga út frá tí at tað koma skiftandi útmeldingar frá samgonguni um, hvat man ætlar at gera á pensjónsøkinum. Tað seinasta nýggja er, at landsstýrismaðurin upplýsir fyri vinnunevndini, at samgongan í staðin fyri at hækka samhaldsfasta ætlar at seta í verk tvungna uppsparing uppá minst 8%, og at hetta einans skal vera frá arbeiðstakaranum.

Harumframt upplýsir formaðurin í vinnunevndini, at samgongan er samd um eina heildarloysn á pensjónsøkinum, sum frá 1. januar komandi skal hækka pensjónsviðbøturnar við góðum 500 kr. til hjún.

Ikki er neyðugt hjá minnilutanum at gera vart við, at vit halda hetta vera eina alt ov lítla hækking, tí at allir 3 flokkarnir í andstøðuni fyri kortum høvdu uppskot í løgtinginum um munandi størri hækking, men sum samgongan tíverri feldi í løgtinginum.

Minnilutin (Henrik Old og Dan R. Petersen) vil heita á landsstýrismannin um at taka stig til at lækka skattin í sama mun, og so hvørt sum inngjaldið til arbeiðsmarkaðareftirlønargrunnin hækkar.

Ein annar minniluti í nevndini (Alfred Olsen) tekur ikki undir við uppskotinum, men kann taka undir við viðmerkingunum hjá hinum minnilutanum um, at útmeldingar frá samgonguni um, hvat man ætlar at gera á pensjónsøkinum, eru sera skiftandi.

Minnilutin (Alfred Olsen) sigur, at Sambandsflokkurin lovaði at hækka pensjónirnar. Tað hevur Sambandsflokkurin lagt uppskot fram um, tí Sambandsflokkurin er altíð at líta á.

Pensjónsætlanin hjá Sambandsflokkinum er í tveimum stigum. Tann fyrra ætlanin er at hækka pensjónirnar alt fyri eitt eftir galdandi skipan. Talan er um eina dagføring, sum hevur munandi hækking við sær. Eina hækking uppá ca. 1300 kr. til hjún og einar 1700 til stakar pensjónistar.

Seinna stigið er at vera við í arbeiðnum at gera eina framtíðar pensjónsskipan. Arbeiðið byrjaði í undanfarnu samgongu, og endamálið er at skapa trygg pensjónsviðurskifti fyri allar føroyingar í framtíðini.

2. viðgerð 20. apríl 1999. §§ 1 og 2 fullu 8-6-15. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.