Almannapensjónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 2

Frágreiðing frá Almannastovuni um fíggjarligu avleiðingarnar

Nýggj pensjónslóg
Niðanfyri verður mett um fíggjarligar avleiðingar av uppskotinum um nýggja fólka- og fyritíðarpensjón. Metingin er gjørd við pensjónsútgjaldingini fyri desember 1995 sum grundarlagi, og er gjørd so væl, vit hava verið før fyri við tí stutta skábrái, sum vit hava havt.

Fólkapensjón:

Grundarupphædd:
Broytingin, samanborið við núverandi pensjónslóggávu, er, at grundarupphæddin fyri tey 67-69 ára gomlu ikki verður inntøkujavnað.

Í skipanini eru skrásettir 916 persónar, og hava umleið 67 av hesum arbeiðsinntøku. Umframt eru skrásettir 52 hjúnafelagar 67-69 ára gomul, sum vegna inntøku onga pensjón fáa.

Meirkostnaðurin av ongari inntøkujavning av teim 916 er mettur til + 1.200.000
52 hjúnafelagar á 28.152 + 1.463.904

Okkum vantar tølini fyri 67-69 ára gomul, sum als ikki eru skrásett í pensjónsskipanini, men hesi eru ávegis frá Landsfólkayvirlitinum.

Hjúnabandsviðbót:

Hjúnabandsviðbót fellur burtur.  Sparingin er 

-80.000

Aldursviðbót:
Aldursviðbót fellur burtur. Sum er, verða 4.277.856 krónur latnar í aldursviðbót til 1209 persónar. Henda útreiðsla fellur burtur so hvørt, sum tey doyggja, og er 0 eftir umleið 20 árum.

Aldursbýti av hesum fólkum er:

Ár Tal Upphædd
80 206 683.492
81 123 416.388
82 165 565.620
83 137 479.820
84 112 391.968
85 95 344.904
86 82 305.712
87 69 252.696
88 54 199.524
89 43 157.512
90 37 138.696
91 24 92.052
92 25 97.596
93 14 53.496
94 09 33.576
95 11 43.296
97 2 7.872
99 1 3.936

Bíðiviðbót:
Bíðiviðbótin fellur burtur so við og við. Sum er, verða 172.000 útgoldnar í bíðiviðbót til 80 pesónar millum 71 og 95 ár.

Hægsta fyritíðarpensjón:

Hjúnabandsviðbót

Hjúnabandsviðbót fellur burtur -42.000
Fyri meðal og hægstu fyritíðarpensjón fellur 20% frádráttur burtur.
Her er talan um 25 persónar og ein meirkostnað uppá
+269.000

Lægsta fyritíðarpensjón:

(Inniheldur núverandi lægstu avlamispensjón, fólkapensjón áðrenn tíðina, 62-66 ára gomul gift við 67-69 ára gomlum)

Grundarupphædd/fyritíðarupphædd

Hetta verður mett til ein meirkostnað

+2.623.000

Frá hesum talinum skal trekkjast núvverandi kombinatiónir 26/04, sum eru umleið 40 í tali.

Børn við hálvari barnaviðbót

Her er talan um 68 børn á 334,- ella

+292.500

Kompensatión fyri mista avlamisviðbót

28 persónar ella

+267.200

Einkjupensjón:

Meirkostnaður vegna broyttan frádrátt

-105.000

Avlamisveiting

Eingin broyting.
Umframt eru 9 avlamispensjónistar 15 - 17 ár.
Samskipanarfrádrátturin fær ongan fíggjarligan týdning.