Almannapensjónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -1

Viðmerkingar Almannastovunnar til samanløgdu pensjónslóggávuna

Almennar viðmerkingar

1. Umsiting

Almannastovan skal gera vart við, at ein høvuðstreyt fyri, at Almannastovan kann røkja sínar skyldur til lítar mótvegis sínum viðskiftafólki, er, at hon fær neyðugu amboðini at arbeiða við. Her verður m.a. hugsað um ta tøkniligu tillagingina til pensjónslóggávuna.

Samskiftið við Toll- og Skattstovu Føroya (T&S)) er av avgerandi týdningi. Almannastovan hevur havt fund við T&S og fekk ta greiðu fatan, at T&S hevur ikki allar tær upplýsingar, sum sambært hesi pensjónslóg skulu nýtast í útroningargrundarlagnum fyri at útrokna pensjónina, m.a. vóru vinningsbýti og eftirløn nevnd sum dømi. Almannastovan vísir á, at skal lógin umsitast optimalt, mugu vit fáa allar upplýsingar, og kunnu vit ikki fáa tær, so má politiski myndugleikin gera av, hvørt ein loysn verður funnin til tess at fáa hesar upplýsingar til vega, ella at tær verða sleptar sum liður í útrokningini av pensjónini.

2. Onnur lóggáva

Almannastovan vísir eisini á, at øll "grannalóggáva" má kannast og fáast at sampakka. T.e. at har ásetingar í hesi lóg møguliga koma at stríða ímóti aðrari lóggávu, so mugu neyðugu broytingarnar gerast, so tær sampakka. T.d. kann verða nevnt, at T&S møguliga fær truypulleikar við skrásetingarlógini, og eisini má kannast, um henda lóg sampakkar við Norðurlendsku Konventiónina.

3. Uppskot til broytingar

Víst verður á almennu viðmerkingarnar á s.23, og vart verður gjørt við, at ásetingarnar um at lata lønarinntøku ávirka pensjónina í størri mun enn onnur inntøka beinleiðis "venda tunga endan niðureftir", tí tað sjálvandi eru tey fíggjarligu frægari stillaðu, ið hava kunnað skapt sær møguleika fyri at hava rentuinntøku og aðra pensjónsinntøku. Sosialpolitiskt sæð er hetta prinsippið skeivt.

Almannastovan skjýtur haraftur upp, at hugtakið einkjur og einkjumenn verður strikað í nýggju lógini, og at hesi verða at meta sum einlig. Orsøkin er, at hesin skilnaður millum einkjur og einkjumenn øðrumegin og einlig hinumegin hevur havt óhepnar fylgjur við sær.
Skulu fyritíðarviðbøturnar verða, sum skotið verður upp, skulu tær útgreinast nærri (helst fáa hvør sítt heiti), so eingin ivi er um, hvørja viðbót talan er um.

Somuleiðis skjýtur Almannastovan upp, at pensjónsútreiðslurnar kundu verðið býttar øðrvísi, soleiðis at tey, ið eru ringast fyri, fáa lutfalsliga meira í sín part. Útreiðslur landskassans verða ikki øktar, tá hetta t.d. kann verða gjørt á tann hátt, at grundarupphæddin verður minkað og pensjónsviðbøturnar hækkaðar samsvarandi.

Mælt verður til, at pensjónin verður sett saman av somu upphæddum, óansæð um talan er um hjún, har bæði fáa pensjón ella bert annað teirra. Stakir persónar skulu so fáa eina serliga viðbót. Henda broyting hevði lætt munandi um umsitingina avlógini.

4. Málsligir spurningar o.a.

Annars verður mælt til, at lógaruppskotið verður gjøgnumgingið av fólki vð málsligum kunnleika, eins og ein neyv "lógarteknisk" gjøgnumgongd verður gjørd.

Sum dømi um málsligar broytingar kunnu vit nevnda at "stk." átti at verið "petti", "pensjón" verður broytt til "pensión", "grundupphædd" verður broytt til "grundarupphædd" o.s.fr.

Konkretar viðmerkingar

Grein 1:
Definitión skal gerast bæði av pensjón og pensjónisti. Almannastovan hevur havt dømi um, at vit meta persón sum pensjónist, sjálvt um hann ikki fær pensjón, og tað kann hava týdning í ymiskum støðum.
Annars metir Almannastovan tað vera sera heppið, at lógin byrjar við, hvat er at skilja sum pensjónistur og pensjón í hesi lóg.

Grein 2:
Kunnu vit brúka"móttakarin" ístaðin fyri "ið fær veiting"?
"Játtan av" verður broytt til "rættinum til"
3. petti skal samsvara við konventiónina.

Grein 3:
Yvirskriftin: Átti at verið "innvinnan av pensjónsrættindum"
Orðingin í hesi grein lýkur ikki treytirnar í konventiónini (15-67 ár). Í hesi grein stendur bert "persónar yvir 67 ár"

Grein 4:
Skal sampakka við konventiónina.

Grein 5:
Lógirnar um bjálving og brennistudning mugu definerast í mun til hesa greinina. Hava tey, ið fáa deilpensjón rætt til bjálvingarstuðul og brennistuðul. Um ja - hvussu nógv?

Grein 6:
Skal samsvara við konventiónina.

Grein 7:
Orðið "avrunda" merkir tað hækka ella lækka?

Grein 8:
í lagi.

Grein 9:
Í lagi.

Grein 10:
Í lagi - tó málsligar villur.

Grein 11:
Almannastovan hevur javnan mett tað sum ein trupulleika, at hægsta pensjón ikki kann játtast til viðskiftafólk, ið eru eldri enn 60 ár. Ásetingin hevur onga meining, síðan tryggingarparturin varð tikin úr avlamispensjónslógini. Metingin má vera, at lán o.a. eru lagað eftir, at tú væntar at vera í vinnu, til tú kemur í vanligan pensjónsaldur. Inntøkumissurin er hin sami, um tú ert 59 ella 60 ár, og inntøkan er vanliga ikki lægst tey seinastu árini á arbeiðsmarknaðinum.
Vit meta, at aldursmarkið fyri allar fyritíðarpensjónistar átti at verðið broytt til 67.

Grein 12:
§ 12, 2. petti (samanber almennu viðm. s. 20): Almannastovan metir framvegis, at tað er sosialpolitiskt skeivt at hava lætta atgongd til at pensjónera einkjur og einkjumenn, ið eru so ung, at tey enn hava uppihaldsskyldu at børnum. Hetta kann lættliga hava við sær ógvuliga stórar sosialar avleiðingar, ikki minst avbyrging. Tey eru munandi betri fyri við eitt nú endurbúgving e.ø. tiltøkum eftir forsorgarlógini.

Einkjurnar/einkjumenninir eiga at verða koyrd burtur úr lógini sum serstakur bólkur.

Grein 13:
Skulu tey, ið eru yngri enn 50 ár, ikki hava rætt til lægstu fyritðarpensjón - eisini av sosialum orsøkum (og ikki bert læknaligum)?

Grein 14:
Verður óviðkomandi, um broytingarnar verða gjørdar í greinunum 11 og 12.

Grein 15:
Orðingin "kræfter og færdigheder" verður nýtt á donskum. Vit meta ikki, at tann føroyska týðingin er nóg beinrakin/umfatandi.

Grein 16:
Meira arbeiði hjá Almannastovuni.
Útilokar allar einkjupensjónir.

Grein 17:
Í lagi.

Grein 18:
Í lagi.

Grein 19:
Óarbeiðsførisviðbót verður strikað soleiðis, at greinin endar við "fyritíðarviðbót".

Grein 20:
2. petti leggjast saman við "einkjuproblematikkinum".

Grein 21:
Í lagi.

Grein 22:
1. petti: Í lagi.
2. petti: Í lagi.
3. petti: Konventiónin!

Grein 23:
1. petti: Í lagi.
2. petti: Bert galdandi fyri einkjupensjónir.
3. petti: Í lagi.
4. petti: Grein 53, 1. petti, nr. 5: 1/6 problematikkurin, er hann rættvísur? Í Danmark er minstaupphæddin nógv lægri.

Grein 24:
Grein 24 er í okkara verð ein "tekniskur" trupulleiki, sum má greiðast við T&S.
Viðvíkjandi innihaldinum er greinin í lagi, tó skal viðmerkjast, at ATP verður roknað sum inntøka - sum nú er.
Ber tað til, at ognarinntøkan skal býtast í tvey?
Skal ikki vera skattskyldug inntøka, men brutto-inntøka, vit brúka.
4. petti: "inntøku av upphæddum" broytast til "inntøku av ognum", "pensjónisturin við burturgeving" broytast til "pensjónisturin og hjúnafelagin við burturgeving".
Annars verður mett, at 4. petti er so gott sum ógjørligt at umsita.

Grein 25:
Einkjuproblematikkurin eisini við her.

Grein 26:
Í lagi.

Grein 27:
Skal samsvara við konventiónina.

Grein 28:
FUR avger røktar- og hjálparviðbót. Skulu tey ikki eisni taka avgerð viðvíkjandi ansing av eldri og óhjálpnum? Ansingin verður nevniliga veitt samb. læknaligum metingum, FUR má sigast at vera tann læknaligi sakkunnleikin.
Eru allir fyritíðarpensjónistar umfataðir av greinini?
Greinin átti at havt 3 petti soleiðis, at hjálp, røkt og ansing av eldri standa hvør í síni grein.

Grein 29:
3. petti: Verður ikki praktiserað.
4. petti, nr. 2: Má vera knýtt saman við "einkjuproblematikkinum".
5. petti: Barnaviðbótin eigur at verða útgoldin skattafrítt til pensjónistin.
6. petti: Broytast til "eftir barnið er føtt".

§ 29, 1. og 3. petti: Neyðugt er at fáa sligið fast, um "normalbidragið" er faðir og móðurgjald, tá bæði eru pensjónistar. Hetta hevur eisini áhuga í mun til forsorgarlógina. Almannastovan metir, at talan sjálvsagt eigur at vera um báðar partar av gjaldinum.

Grein 30:
"viðbót" skiftast út við "ískoyti".
Ístaðin fyri "trong fíggjarlig kor" átti at staðið "serliga trong kor". Hetta tí at neyðugt kann vera at veita ískoyti, hóast tey fíggjarligu korini eftir vanligari meting ikki eru trong. Viðmerkingin til samsvarandi greinirnar (almennu viðmerkingarnar s. 16) í gomlu lógunum er beinleiðis skeiv í mun til galdandi lógartekst.
2. petti: Í lagi.
3. petti: Seta greiðar reglur millum grein 18.5 í forsorgarlógini og persónligt ískoyti. "Verður veitt" broytast til "kann veitast".
4. petti: Í lagi
5. petti: Í lagi

Grein 31:
2. petti: "hava rætt til" broytast til "fáa".

Grein 32:
"Avlamisískoyti" strikast, eingin fyritíðarpensjónistur fær avlamisískoyti.

Grein 33:
Er yvirskriftin røtt, sæð í mun til grein 1? Kanska átti at staðið "Avlamisveiting".

Grein 34:
1. petti: Størri arbeiðsbyrða hjá Almannastovuni
2. petti: Størri arbeiðsbyrða hjá Almannastovuni. Skulu umsóknarbløðini til hjálpar- og røktarviðbót viðgerast á Almannastovuni?
Broytingar, sum Almannastovan annars heldur vera rímiligar - men fara at hava við sær munandi meira arbeiði fyri Almannastovuna. Tí verður helst neyðugt við minst trimum starvsfólkum afturat til at loysa uppgávuna.
3. petti: Málsligar broytingar.
4. petti: Almannastovan skal gjalda læknaváttan óansæð, og heldur tá vera margháttligt, um hon bert skal gjalda fyri læknaváttanina, um pensjón verður játtað. Talan er ikki um gjald fyri at medvirka til, at perónur fær pensjón, men um gjald fyri eitt umfatandi fakliga krevjandi arbeiði, ið ikki verður lønt. Viðskiftafólkið søkir sjálvandi pensjón, tí tað heldur seg lúka treytirnar. Viðkomandi væntar tí kki - og eigur ikki at kunna vænta - at fáa útreiðslur   av at royna at fáa sín rætt sambært almannalóggávuni.
5. petti: Málsligar broytingar.

Grein 35:
Í lagi.

Grein 36:
Í lagi.

Grein 37:
Í lagi. Tó meira arbeiði til Almannastovuna.

Grein 38:
4. petti: Óneyðugt.

Grein 39:
Greinin er óneyðug. Um so er, at ein persónur hevur akuttan tørv á pengum, kann hann fáa hesar sum forsorgarhjálp, sum síðani verður umkonterað, um pensjón verður játtað.

Grein 40:
1. petti: Skal gjaldast forút.
2. petti: Loyst við beinleiðis sambandi til Landsfólkayvirlitið.
3. petti: Sampakka við konventiónina og siga FUR frá, sum skal senda síni skjøl.
4. petti: Í lagi, men hvussu við øðrum londum uttan fyri konventiónsøkið?

Grein 41:
Í lagi, tó átti "onnur privat" at verið "øðrum".
Nýtt 2. petti: "Landsstýrið ásetir nærri reglur .........."

Grein 42:
Í lagi.

Grein 43:
1. petti: Inntøkurnar verða ov gamlar, um 1. januar skal standa, t.d. eru inntøkurnar fyri 1995 ikki tøkar fyrrenn 01.10.1996.
2. petti: Í lagi
3. petti: Orðingin "reint fyribils" er ógreið.
4. petti: Í lagi
5. petti: Í lagi.
6. petti: Enda við "útgoldin", restin strikast.
7. petti: Strikast.

Grein 44:
"Skal lækka" verður broytt til "lækkar".

Grein 45:
Í lagi.

Grein 46:
Greinin býtast upp í 2 petti, soleiðis at 2. petti byrjar: "Um so er, at ........."
Í 1. petti eigur at verða víst til §§ 11, 12, 1. petti og 13, 1. petti.

Grein 47:
Inntøkumarkið skal vera ymist, alt eftir um talan er um miðal fyritíðarpensjón ella hægstu fyritíðarpensjón.

Grein 48:
1. petti: Fáa pensjónina aftur frá tí degi, tey eru útskrivað frá psykiatrisku deild. Fáa játtað pensjón, tá tey eru innløgd, men fáa hana ikki útgoldna, fyrrenn tey eru útskrivað.
Pettini 2-4: Persónlig viðbót skal eisini detta burtur.
5. petti: Grein 49, stk. 2: Broytast til "§ 49, 1. petti".
6. petti: Broytast til at tey fáa eina barnaviðbót.
7. petti: Í lagi.
8. petti: Í lagi.

Grein 49:
1. petti: Broyta 60-ára markið til 67 ár og hækka 20%-upphæddina.

Grein 50:
1. petti: "varðveita livikor familjunnar higartil" broytast til "varðveita rímilig livikor".

Grein 51:
1. petti: Í lagi.
2. petti: Í lagi
3. petti: "munandi" strikast.
4. petti: Heldur ikki juridiskt. Eisini trupulleikar við T&S.

Grein 52:
"sambúgvandi" fellur burtur.

Grein 53:
Fellur burtur. Upphæddirnar ásetast við kunngerð.

Grein 54:
3. petti: Strikast.

Grein 55:
3. petti: Strikast.
4. petti: Almannastovan heldur, tað vera óðamannaverk at umhugsa at flyta kærumyndugleikan í avlamispensjónsmálum til Kærunevndina í almannamálum, uttan so at skrivstovufunktiónin hjá kærunevndini verður styrkt við fleiri heiltíðarstørvum afturat. Harumframt krevur hetta helst eisini eina øðrvísi samanseting av kærunevndini.

Grein 56:
Avgerðin um játtan av pensjón verður tikin á serligum fundi á Almannastovuni.

Grein 57:
Í lagi.

Grein 58:
Í lagi.

Grein 59:
Í lagi.

Grein 60:
Í lagi.

Grein 61:
1. petti: Í lagi.
2. petti: Almannastovan ivast í, hvørt tað er rætt at flyta avgerðarheimildirnar viðvíkjandi játtan av pensjónum og endurbúgving. Fyri okkum at síggja virka verandi skipanir rættiliga væl, og líta vit at royndunum frá skrivstovufunktiónini hjá Kærunevndini í almannamálum, er í hvussu er greitt, at heimildirnar ikki kunnu flytast, uttan at nýggi fyrisitingarligi myndugleikin verður so mikið væl mannaður, at til ber at skapa eitt livandi sjálvstøðugt, fakligt umhvørvi.

Grein 62:
Í lagi.

Grein 63:
Í lagi.

Grein 64:
Í lagi.

Grein 65:
Í lagi.

Grein 66:
Hygg tó eftir grein 68 í lov om social pension. Henda grein hevur við sær, at persónur við donskum heimarætti, sum er føddur í 1938 ella áður, kann flyta til FR og fáa pensjón, hóast hann ikki lýkur treytirnar í DK.

Grein 67:
Í lagi.

Grein 68:
Í lagi.

Grein 69:
Í lagi.

Grein 70:
Í lagi.

Grein 71:
Í lagi.