Postverk Føroya

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -5

Bræv frá Færøernes Ulykkesforsikringsråd til Føroya landsstýri
dagfest 5. mars 1996

Við skrivi, dagfest 16. februar 1996 (j.nr. 1015-7/91) hevur landsstýrið sent ráðnum útkast til uppskot til løgtingslóg um sosialar pensjónir.

Málið hevur verið vigjørt á fundi í ráðnum tann 29. februar 1996, har samtykt varð at svara, at ráðið fyri sítt viðkomandi ikki hevur viðmerkingar til fyriliggjandi uppskot. Tó  heldur ráðið, at verandi Kærunevnd í Almannamálum ikki hevur neyðugar fortreytir fyri at virka sum kærustovnur í teimum málum, sum í løtuni verða viðgjørd av ráðnum, og kann tí ikki mæla til, at heimildin hjá Den Sociale Ankestyrelse, sum er, verður flutt til Kærunevndina í Almannamálum sambært grein 55, 4. stk., í uppskotinum.

sign. Joen H. Andreassen