Postverk Føroya

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 4 -8

Bræv frá Føroya Kommunufelag til Føroya landsstýri
dagfest 6. mars 1996

 

Viðv.: Uppskot til lóg um sosialar pensjónir, j.nr. 1015-7/91
Lógin viðvíkir kommuunum ógvuliga lítið - leikluturin hjá kommunum minkar eftir øllum at døma í uppskotinum.

Tá hugsað verður um, at ein av orsøkunum til lógina er, at danski staturin í 1993 krevur, at refusiónirnar til sosiala økið verða broyttar til blokktilskot, er tað løgið, at kommunurnar sambært § 62 framvegis skulu veita refusión til landskassan.

Hendan refusiónin virkar á mangan hátt uppá sama máta sum pensjónsgjaldið uppá 2.5%, ið varð lagt á hvønn skattgjaldara, og varð tikið burtur í 1970. Tá kommunuskatturin er linierur, virkar kommunala refusiónin sum eitt % gjald, ið er lagt á hvønn skattaborgara.

Skal stigið verða tikið fult út, eigur hendan seinasta leivdin frá tíðini, har tað ráddi um at skifta útreiðslurnar millum so nógvar kassar sum gjørligt, at verða tikin burtur.

Kommunurnar bera seg ikki undan at hjálpa til, har tær kunnu í umsitingini av almannamálum, men beinleiðis at gjalda aftur fyri at veita hesa hjálp, halda vit vera órímiligt. Tí mæla vit til, at hetta gjaldið fellur burtur sum skjótast.

sign. Sveiney Sverrisdóttir, skr.