Almannapensjónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensjónir o.a. - skjal 1

 

SØGULIG LÝSING.

LÝSING AV BROYTINGUNUM Í PENSJÓNSLÓGUNUM SÍÐAN 1948
Við útgangsstøði í almennu viðmerkingunum til lógaruppskot síðan 1949 er niðanfyri gjørd ein stutt lýsing av upprunanum til galdandi lógir og søguligu gongdini, hvat broytingum viðvíkir. Greitt verður einans frá teim lógarbroytingum, sum hava verið umfatandi og prinsippiellar.

Eitt høvuðsendamál við broytingum, sum eru framdar í pensjónslógunum gjøgnum árini, hevur verið at tillaga føroysku veitingarsløgini, veitingarstøðið og treytirnar fyri tillutan av pensjón til donsku ásetingarnar hesum viðvíkjandi, har danska lógin alla tíðina er broytt nøkur ár frammanundan hini føroysku. Eisini aftaná 1975, tá fyrisitingin varð yvirtikin, hevur ein høvuðsgrundgeving fyri broytingum verið at skapa samsvar millum ríkispartarnar. Seinast í 1988, hóast langt var ímillum broytingar av stórvegis týdningi í 70- og 80-árunum.

Lógarbroytingarnar í 1970 eru tó eitt undantak í mun til sínámillum tillagingina, tí tá verða samanberingar gjørdar við lønarlagið í hvørjum landi sær. Niðurstøðan bleiv, at veitingarnar í Føroyum ikki skuldu hækka samsvarandi hækkingunum í Danmark, tí lutfallið millum lønir og pensjón var umleið tað sama í báðum ríkispørtunum uttan broyting (umleið 48%). Av viðmerkingunum til lógaruppskotini sæst ikki, at tílíkar sammetingar hava verið gjørdar fyrr, heldur ikki seinni.

Meðan donsku pensjónsreglurnar hava verið fyri grundleggjandi endurskoðan í øllum lutum nakrar ferðir, er hetta ikki hent í Føroyum. Í lógunum fyri Føroyar eru partar av donsku broytingunum tiknar við, meðan aðrir partar ikki eru tað. Úrslitið er, at trupult er at skilja samanhang í lógunum og endamál við nógvum av ásetingunum í galdandi lógum.

Ellis- og avlamisrenta
Galdandi fólkapensjónslóg hevur sín uppruna í fólkapensjónslógini frá 1959, sum avloysti lógina um ellisrentu frá 1949.

Ovara aldursmarkið fyri at fáa ellisrentu var 60 ár fram til 1949. Aldursrentuupphæddin var í trimum stigum, heft at og hækkandi við tilgangsaldrinum 60, 65 ella 70 ár, og varð rentan útgoldin hvønn ársfjórðing.

Frádráttur varð gjørdur í rentuni fyri inntøkur yvir ávísa avmarkaða upphædd, sum móttakarin hevði framíhjá, og fall rentan burtur, tá inntøkan út yvir rentina, ognarinntøka íroknað, fór uppum eitt ásett mark. Frádratturin í rentuni fyri inntøkur var í trimum stigum eftir inntøkustødd við ávikavíst 60, 72 og 84 prosentum.

Rentumóttakarar høvdu rætt til ókeypis læknahjálp, heilivág, sjúkrahúsviðgerð o.a. í tann mun, hesar útreiðslur ikki komu undir stuðul sambært reglunum hjá sjúkrakassanum; harumframt var møguligt at søkja um persónligt ískoyti til ellisrentuna, sum kundi játtast, um mett varð í tí einstaka málinum, at støðan hjá viðkomandi var sera trupul.

Avlamispensjónslógin hevur sín uppruna í avlamispensjónslógini frá 1961, sum avloysti avlamistryggingarlógina, ið, eins og lógin um ellisrentu, var fyri umfatandi broytingum í 1949.

Treytin fyri at fáa avlamisrentu var limaskapur í avlamistryggingini, sum var tvungin fyri njótandi limir av statsgóðkendu sjúkrakassunum og sjálvboðin fyri gjaldandi limir og fyri limir av statskontrolleraðu sjúkratryggingini. Avlamispremia varð kravd inn av sjúkrakassanum saman við sjúkrakassalimagjaldinum.

Fyri at gerast limur í sjúkratryggingini, skuldi viðkomandi lúka heilsutreytirnar, t.v.s. ikki hava afturvendandi og ólekiligar sjúkur og brek. Hjá teimum, sum orsakað av heilsutreytunum ikki kundu gerast limir, var fátækrahjálp einasti útvegur í neyðstøðu.

Treytin fyri at fáa avlamisrentu var, at vinnuførleikin var skerdur niður í ein triðing. Avlamisrentan var ein lægri upphædd enn hægsta ellisrenta (svarandi til tilgangsaldurin 70 ár), tó hægri enn miðal ellisrenta við 65 ára tilgangsaldri. Eitt hjálparloysisískoyti kundi játtast, tá viðkomandi hevði tørv á støðugari røkt og hjáveru.

Eisini í avlamisrentuni varð gjørdur ein frádráttur fyri inntøkur, sum rentumóttakarin hevði út yvir rentuna, tó soleiðis, at rentan ikki kundi lækka meira enn niður í ein triðing.

Avlamisrentumóttakarar høvdu, eins og móttakarar av ellisrentu, rætt til ókeypis læknahjálp, heilivág, sjúkrahúsviðgerð o.t., og høvdu harumframt rætt til hjálp til fyribyrgjandi heilsufyriskipanir (t.d. venjing í brúki av bandagum, røkt og viðgerð, o.t.). Persónligt ískoyti, eftir meting av fíggjarligu viðurskiftunum í tí einstaka førinum, kundi somuleiðis veitast til avlamisrentuna.

Umframt at lúka treytirnar viðvíkjandi limaskapi, aldri, skerdum vinnuførleika, heimarætti og bústaði, var játtan av ellis- og avlamisrentu treytað av, at viðkomandi leyk sonevndu tignartreytirnar ("værdighedsbetingelserne"). Tað vildi til dømis siga, at umsøkjarin

Rættaravleiðingin av fátækrahjálp kundi m.a. vera tap av valrætti, hjúnabandsforboð, afturrindan av móttiknari hjálp o.a.

Kommunustýrini gjørdu tilráðing um ellisrentuna og høvdu eftirlit við og váttaðu, um treytirnar fyri framhaldandi rentu vóru tilstaðar. Amtmaðurin/ríkisumboðsmaðurin tók avgerð, útroknaði veitingina og metti, um umsókn um persónligt ískoyti til pensjónina skuldi játtast.

Áheitan um avlamisrentu varð innlatin til kommunustýrið, sum sendi áheitanina, saman við váttan frá sjúkrakassa og læknaváttan, víðari til sorinskrivaran, sum hevði skyldu at ansa eftir, at sjúkrakassaviðurskifti vóru í lagi og tignartreytirnar loknar. Vanlukkutryggingarráðið metti og tók avgerð, um vinnuførleikin var niðursettur til 1/3 og um óhjálpni fyrilá. Við hesum og øðrum upplýsingum sum grundarlag varð rentan umsitin av amtinum.

Í 1949 vórðu, sum sagt, týðandi ábøtur framdar í lógunum, og eru hesar upprunin til ta pensjónsskipan, vit kenna í dag. Ellis- og avlamisrenturnar hækkaðu munandi, og reglurnar um frádrátt fyri inntøkur vórðu gjørdar lagaligari.

Avlamisrentan varð upprunaliga inntøkujavnað á sama hátt sum ellisrentan. Í 1949 vórðu frávik gjørd í sambandi við frádrátt í avlamisrentuni fyri inntøkur. Eingin hækking skuldi gerast í inntøkugrundarlagnum fyri ognarinntøkur, og loyvt var at hava eina arbeiðsinntøku, sum svaraði til útgoldnu rentuupphæddina, áðrenn frádráttur varð gjørdur. Var móttakarin giftur, varð einans helvtin av inntøkuni tikin við í útrokningargrundarlagið.

Bæði rentusløgini fingu felags grundupphædd, avlamisískoyti varð lagt afturat avlamisrentuni sum endurbót fyri serligar útreiðslur av avlamni, og allir rentumóttakarar, ið høvdu børn undir 18 ár, fingu eina barnaviðbót afturat rentuni. Avlamisískoyti og barnaviðbót vórðu somuleiðis lækkað eftir inntøku við síðuna av pensjónini.

Ellisrentualdurin varð hækkaður frá 60 til 65 ár, fyri einsamallar kvinnur tó 62 ár. Sum endurbót við uppseting av ellisrentu til hægri aldur (67 ella 70), varð veitt ein bíðiviðbót.

Broyting varð gjørd í reglunum um avlamisrentu, soleiðis at børn undir 15 ár og ung ímillum 15 og 18 ár, ið, orsakað av heilsutreytunum, ikki kundu gerast limir í sjúkrakassa, kundu fáa stuðul til avlamisfyribyrgjandi fyriskipanir.

Rentan fall burtur, og lummapeningur varð í staðin útgoldin til persónar, sum høvdu uppihald á ellisheimi.

Útgoldið varð annanhvønn mánað í staðin fyri hvønn ársfjórðing.

Landsstýrið kom í 1949 við í fyrisitingina. Leiðbeinandi rætningslinjur fyri inntøkuútrokningina, serliga viðvíkjandi naturaliuinntøkum, skuldu gerast av ríkisumboðnum í samráð við landsstýrið. Avgerðir í tí einstaka málinum um persónligt ískoyti til pensjónina, umframt meira fastar reglur fyri játtan av persónligum ískoyti, skuldu gerast í samráð við landsstýrið.

Broytingarnar í 1949 høvdu við sær eina ferfaldan av samlaðu útreiðslunum til ellis- og avlamisrentur, sum vórðu fíggjaðar við helvtarbýti millum statin og heimastýrið. Avlamisrentan varð tó partvís fíggjað av inngoldnu premiunum (umleið 1/3).

Frá rentu til pensjón í 1959
Í 1959 varð fólkapensjónslógin sett í gildi, og ellisrentan avskaffað. Samstundis fær avlamisrentan pensjónsheitið, hóast talan framvegis er um trygging, í og við at hon framhaldandi partvís verður fíggjað við premiuinngjøldum.

Minstaupphæddin (folkepensionens mindstebeløb) lýsir prinsippiella umskiftið frá eini "tørvspensjón", t.v.s. eini inntøkuheftari veiting, til eina rættarbundna fólkaveiting til øll yvir 67 ár, uttan mun til fíggjarlig viðurskifti.

Afturat prinsippiella umskiftinum verða, umframt aðrar broytingar av minni týdningi, stórar hækkingar gjørdar í upphæddum, aldursviðbót til pensjónistar yvir 80 ár verður innførd, frádráttarreglurnar viðvíkjandi inntøkujavningini verða gjørdar lagaligari, aldursmarkið fyri fólkapensjón verður hækkað til 67 ár, pensjónin verður útgoldin hvønn mánað, og automatisk prístalsjavning av pensjónsveitingunum verður sett í gildi.

Talan var um sera stórar og dýrar ábøtur. T.d. varð avlamisrentan hækkað við umleið 85 prosentum. Fíggjarligu avleiðingarnar vóru nærum ein tvífaldan av samlaðu útreiðslunum til rentur og pensjón. Tí varð eitt tvungið fólkapensjónsgjald uppá 1 prosent av skattskyldugu inntøkuni innført fyri lutvíst at fíggja meirkostnaðin av nýskipanini, og vórðu broytingarnar framdar í 3 stigum fram til 1. apríl 1961.

Avtøka av tignartreytunum, broytt avlamishugtak o.a. í 1961
Í 1961 vórða tignartreytirnar settar úr gildi. Reglan um, at umsøkjarin ikki tey seinastu 10 árini skuldi hava verrað sína fíggjarligu støðu við burturgeving, oyðslutum ella óryggiligum levnað, varð tó broytt, soleiðis at slíkur atburður ikki longur forðar fyri at fáa pensjón, men skuldi takast við í útrokningini av pensjónini í staðin, sum um viðkomandi framvegis átti ta upphædd, hann hevði "formøblað". Henda reglan er framvegis í gildi.

Fólkapensjónsrætturin varð víðkaður til, umframt einsamallar kvinnur, eisini at umfata kvinnur, sum vóru giftar við pensjónistum, frá 62 ára aldri. Harumframt kundi framskundað fólkapensjón játtast frá 60 ára aldri, um heilsuviðurskifti ellar aðrar serligar umstøður talaðu fyri tí.

Treytin fyri avlamispensjón varð broytt. Arbeiðsførið skuldi vera niðursett varandi, áðrenn pensjón kundi játtast. Fyritreytin fyri játtan av pensjón var, at vinnuførið ikki kundi betrast við íverksetan av uppvenjingar- og útbúgvingarfyriskipanum. Fyri at fremja hetta, bleiv tilskot latið til rakstur av endurbúgvingarfyriskipanum, og ráðnum verður heimilað at taka pensjónsrættin aftur, tá vinnuførið var ella kundi betrast.

Avlamisstuðul varð víðkaður út um tað, sum hevði beinleiðis týdning við atliti til vinnu. Stuðul kundi latast fyri at lætta um gerandisdagin sum heild hjá avlamnum. Heimild ráðsins at játta stuðul til hjálpartól (hoyritól o.t.) varð víðkað samsvarandi hesum, og húslig hjálparviðbót varð innførd. Umframt hetta kundi avlamisveiting játtast til persónar, sum læknaliga mett uppfyltu treytirnar fyri pensjón, men tó høvdu so mikið stóra inntøku, at pensjón ikki kundi játtast.

Hjálparloysisískoytið varð avloyst av hjálparviðbót og røktarviðbót, sum innibar eina graduering av stuðlinum eftir, hvussu umfatandi hjálpartørvurin var.

Avlamispremiugjaldið varð avskaffað við lógarbroytingunum í 1961. Hereftir skuldi ¼ av fólkapensjónsgjaldinum roknast sum avlamispensjónsgjald. Samstundis varð kravið um limaskap í sjúkratrygging avskaffað, og reglan um, at persónar við afturvendandi og ólekiligum sjúkum ikki kundu avlamistryggjast, sett úr gildi.

Ásettar vórðu reglur fyri avsetan av eini upphædd til stovnssetan av ellis- og røktarheimum, og føst inntøkuheft gjøld ásett fyri uppihald á stovnum hjá persónum, sum høvdu aðra inntøku enn pensjónina.

Av nýskipanum annars í 1961 kunnu nevnast:

 

Inntøkuóheft grundupphædd, nýggjur avlamispensjóns-strukturur o.a. í 1967
Lógarbroytingarnar í 1967 umfataðu fleiri prinsippiellar broytingar.

Viðvíkjandi fólkapensjónini hendi tann broyting, at øll yvir 67 ár, undantikið tey, sum fingu almenna tænastumannaeftirløn, fingu fulla grundupphædd, ið var væl hægri enn minstaupphæddin. Hetta uttan mun til fíggarlig viðurskifti annars. Stats- og aðrir tænastumenn varðveittu minstaupphæddini. Umframt hetta varð barnaviðbótin gjørd óheft av inntøku. Sum mótvekt móti omanfyristandandi, ið fyrst og fremst kom teimum fíggarliga vælbjargaðu til góðar, varð pensjónsviðbót innførd til teirra, sum lítið og einki høvdu av inntøku við síðuna av pensjónini.

Avlamispensjónin varð, umframt hækkað munandi, grundleggjandi broytt. Pensjónin skuldi útgjaldast í trimum stigum, alt eftir hvat talan var um at endurbøta fyri: fult, trý kvart ella hálvt avlamni.

Aftan fyri broytingarnar, sum áðrenn vórðu framdar í Danmark, liggur í fyrsta lagi sjónarmiðið, at avlamispensjónin skal vera hægri enn fólkapensjónin, tí avlamispensjónistar eru í einum aldri, har vanligt er at hava arbeiðsinntøkur. Í øðrum lagi er broytingin grundað á endurgjaldssjónarmiðið, sum hevur við sær, at pensjónin skal vera sambærilig við lønarlagið í samfelagnum. Og í triðja lagi, at pensjónin skuldi lagast eftir, í hvussu stóran mun arbeiðsførið var niðursett.

Avlamispensjónsskipanin fekk í 1967 tað snið, hon hevur í dag:

Hægsta avlamispensjón (óarbeiðsføri = 1):

Miðal avlamispensjón (óarbeiðsføri = ¾):

Lægsta avlamispensjón (óarbeiðsføri = ½):

Avlamisviðbótin avloysti gamla avlamisískoytið. Avlamis- ella óarbeiðsførisviðbótin vóru óheftar av inntøku við síðuna av pensjónini. Avlamisveitingin (til ikki-pensjónistar) varð ásett við somu upphædd sum avlamisviðbótin.

Allar upphæddir hækkaðu soleiðis, at samsvar var millum ríkispartarnar, hvat veitingarstøði viðvíkti.

Fíggjarligu avleiðingarnar av lógarbroytingunum var ein so mikið stórur meirkostnaður, at rættarbundna grundupphæddin til fólkapensjónistar varð framd stigvíst fram til 1970. Harumframt varð fólkapensjónsgjaldið hækkað frá 1 til 2,5 % av skattskyldugu inntøkuni.

Av øðrum broytingum í 1967 kunnu nevnast:

 

Avtøka av pensjónsgjaldinum, broytt ínntøkugrundarlag fyri útrokning o.a. í 1970
Pensjónsgjaldið varð, aftaná at hava verið í gildi í góð 10 ár, avtikið í 1970.

Annars vórðu broytingar gjørdar, sum í ávísan mun høvdu við sær einfaldari umsiting av lógini. T.d. varð farið frá at javna grundupphædd og pensjónsviðbót eftir ymiskum inntøkuásetingum. Í staðin fyri at javna pensjónirnar eftir nettoinntøkum (inntøku minus skatt) skuldu tær javnast eftir bruttoinntøkum, t.v.s. eftir inntøkum uttan frádrátt fyri skatt og aðrar frádráttir. Tillagingar blivu gjørdar í frádráttarfríu upphæddini soleiðis, at broytingin í inntøkuásetingini ikki fekk avleiðingar fyri veitingarstøðið. Frádráttarprosentið varð broytt til 60% av inntøkuni mótvegis fyrr 60, 72 og 84 prosent, treytað av inntøkustødd.

Av øðrum broytingum kunnu nevnast:

Vísandi til, at fólkapensjónsupphæddin í prosentum av bruttoarbeiðslønini hjá einum ófaklærdum arbeiðara í Føroyum var umleið tað sama sum í hinum ríkispørtunum (ávikavist 48,4 og 48,8%) og vísandi til, at pensjónsviðbótin í hinum ríkispørtunum varð hækkað fyri at veita endurgjald fyri miss í sambandi við skattligar broytingar í Danmark, blivu hesar upphæddir, umframt viðbøturnar í avlamispensjónini, ikki hækkaðar í 1970.

Gongdin frá 1972 til í dag
Møguleikin fyri at fáa pensjón áðrenn vanligan pensjónsaldur varð í 1972 víðkaður soleiðis, at persónar, sum høvdu fylt 60 ár, kundu fáa framskundaða fólkapensjón grundað á vantandi vinnumøguleikar. Hugsað varð serliga um teir fiskimenn í fjarfiskiskapi, sum orsakað av heilsutrupulleikum og vantandi møguleikum fyri øðrum arbeiði á landi, máttu gevast, tá teir komu upp í árini. Reglan viðvíkjandi tilkennan av pensjón vegna "svigtende helbred" verður víðkað til eisini at umfata "manglende erhvervsmuligheder" og "undtagelsesvis" í lógargreinini varð strikað til tess at slaka krøvini.

Fyri at geva so nógvum eldri sum gjørligt møguleika at verða verandi heima og harvið eisini sum longst at forða fyri innlegging á ellis- og røktarheim, vórðu reglur í 1972 innførdar í fólkapensjónslógina, sum heimilaðu at veita stuðul til umbygging av bústaðnum og hjálpartól, í prinsippinum uttan atlit til fíggjarlig viðurskifti hjá tí einstaka. Reglan um stuðul sum persónligt ískoyti kundi frammanundan nýtast til hetta endamál, men var treytin tá, at fíggjarligu viðurskiftini loyvdu eyka stuðli.

Frádráttarprosentið fyri javning av pensjónsviðbótini varð í 1973 sett niður frá 60 til 30 kr av hvørjum 100 í inntøku út yvir pensjónina, og pensjónsstøðið varð hækkað við 15% fyri at skapa samsvar millum føroysku pensjónirnar og tær í hinum ríkispørtunum, sum í 1972 vórðu hækkaðar út yvir tær hækkingar, sum stóðust av prístalshækkingum.

Umsitingin av sosiallóggávuni varð yvirtikin av heimastýrinum í 1975, og varð Almannastovan sett at umsita allar einstaklingaveitingar. Landsstýrið bleiv kærumyndugleiki fyri avgerðir, tiknar av Almannastovuni.

Undantikið hækkingum í upphæddum, sum fylgdu automatisku prístalsviðgerðini og onkrum smávegis justeringum, hendir ikki stórvegis fyrr enn í 1988, tá hesar broytingar vórðu framdar:

Í 1989 varð heimilað heimastýrinum at upprætta kærustovn at avgera kærur sambært sosialu lógunum, burtursæð frá kærum um avlamispensjón, sum framhaldandi verða avgjørdar av donskum myndugleika.

Í 1992 varð heimilað umsitingini at veita stuðul til bústaðarútreiðslur sambært reglunum um persónligt ískoyti við afturgjaldsskyldu og tinglýsing av kravinum.

Í 1993 varð bíðiviðbótin avskaffað, og regla innførd um frádrátt í grundupphæddini fyri arbeiðsinntøkur hjá 67-69 ára gomlum pensjónistum.

Í 1994 varð tilskotsskipanin á sosiala økinum broytt frá endurgjaldsskipan til eina heildarveiting, og reglurnar um sats- og prístalsregulering v.m. yvirførdar til heimastýrið.

1. januar 1995 komu reglurnar um innvinnan av pensjónsrætti, sum tillaging til Norðurlendsku konventiónina, sum Føroyar undirskrivaðu í 1994, í gildi.

Og seinni í mai 1995 varð rammulógin fyri almannaveitingar í Føroyum viðtikin.

Umframt tær broytingar, sum nevndar eru, eru broytingar farnar fram sum fylgja av bygnaðarbroytingum í donsku umsitingini, eitt nú viðvíkjandi kærumyndugleika, ráðgevingarskyldu o.a., umframt prístals- og satsreguleringarnar.

Síðan 1959, tá automatiska prístalsviðgerðin av pensjónunum varð sett í gildi, og fram til 1.7. 1993 hava veitingarnar verið javnaðar eftir donskum reglum. Við lóg nr. 227 frá 6. apríl 1994 verður heimilað heimastýrinum at gera reglur á hesum øki. Eingin regulering er farin fram síðan 1993.

Broytingar í einkjupensjónini síðan 1960
Reglurnar um hjálp til einkjur eru í forsorgarlógini, sum varð sett í gildi í 1960 í Føroyum. Frammanundan kundi hjálp veitast sambært lóg um fátækraverkið í Føroyum (frá 1895) og í lóg um kommunalar hjálparkassar (frá 1913). Rætt til einkjupensjón høvdu 

Einkjupensjónin varð tá, sum nú, ásett samsvarandi reglunum í fólkapensjónslógini og hava broytingar í støði o.ø. sostatt fylgt broytingunum í hesi lóg. Reglurnar annars hava verið sera álíkar teimum, sum framvegis eru galdandi.

Í 1977 vórðu treytirnar fyri at fáa einkjupensjón broyttar til tað, tær eru í dag: vanlig einkjupensjón til einkjur, sum hava børn undir 18 ár og í undantaksførum til 50 ára gamlar einkjur og einsamallar kvinnur yvir 50 ár, sí omanfyri undir 3).

Uppískoytisveitingin til einkjur, í upphædd svarandi til avlamisviðbót, varð í 1977 innførd við løgtingslóg, sum í 1983 varð broytt soleiðis, at hálv uppískoytisveiting kundi veitast 1 ár aftaná, at treytirnar fyri vanligari einkjupensjón ikki longur vóru loknar.