Almannapensiónir

 

91  Uppskot til  løgtingslóg um almannapensiónir o.a.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um almannapensiónir o.a.

Kapittul 1
Heimild

§ 1. Henda lóg um sosialar pensiónir er givin út sambært § 1, stk. 2, nr. 2 í ríkislóg nr. 315 frá 17. mai 1995 "om sociale ydelser på Færøerne".

Kapittul 2
Veitingar

§ 2. pensiónir eftir hesi lóg eru:
1) fólkapensión,
2) hægsta fyritíðarpensión,
3) miðal fyritíðarpensión,
4) lægsta fyritíðarpensión og
5) veitingar eftir kap. 11.
Stk. 2. Allar pensiónirnar sambært stk. 1, nr.1-4 eru settar saman við eini grundupphædd og eini viðbót.
Stk. 3. Til pensiónir, kunna eftir reglunum í kapittul 4, verða veittar hesar viðbøtur:
1) barnaviðbót
2) hjálparviðbót,
3) røktarviðbót, og
4) persónlig viðbót.

Kapittul 3
Treytir

Heimarættur, bústaður, o.a.

§ 3. Rætturin til pensión er treytaður av, at tann, ið fær pensión

  1. hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti,
  2. hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi skrásett í Føroyum, og
  3. hevur havt fastan bústað í danska ríkinum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið.

Stk. 2. Samsvarandi reglum í sáttmálum við onnur lond, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um undantak frá treytunum í stk. 1, nr. 1 og 2.
Stk. 3. Tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, nr. 1, fyri persónar, sum hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi 10 ár millum fylta 15. árið og fylta 67. árið, herav minst 5 ár beint áðrenn pensión verður tillutað. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, nr. 2, fyri persónar, sum aftaná at hava fingið pensión búsetast í útlandinum.

Treytir fyri tillutan av tí einstøku veitingini

§ 4. Rætt til fólkapensión hava persónar, sum hava fylt 67 ár.

§ 5. pensión kann ikki tillutast persónum undir 60 ár, um møguleikar eru fyri at seta í verk fyriskipanir, ið meira enn fyribils betra arbeiðsevnini, ella um møguleiki er fyri at útvega eitt eftir viðurskiftunum hjá viðkomandi hóskandi arbeiði.

§ 6. Hægsta fyritíðarpensión kann tillutast persónum, sum hava fylt 18 ár, men sum ikki hava fylt 60 ár, tá umsóknin verður latin inn, ið, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, mugu roknast sum varandi óarbeiðsførir í eini og hvørjari vinnu, ella sum einans hava smávegis eftir av arbeiðsføri.

§ 7. Miðal fyritíðarpensión kann tillutast

  1. persónum, sum hava fylt 18 ár, men sum ikki hava fylt 60 ár, tá umsóknin verður latin inn, hvørs arbeiðsføri, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, varandi er minkað við í minsta lagi 2/3,
  2. persónum yvir 60 ár, hvørs arbeiðsføri er minkað sum ásett í § 6, og
  3. einkjum og einkjumonnum við uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár.

§ 8. Lægsta fyritíðarpensión kann tillutast

  1. persónum millum 18 og 67 ár, hvørs arbeiðføri, orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni, varandi er minkað við í minsta lagi eini helvt,
  2. persónum millum 50 og 67 ár og persónum, ið hava móttikið pensión eftir § 7, stk. 1, nr. 3, men hava mist rættin til hesa, tí yngsta barnið hevur fylt 18 ár, tá viknandi heilsa, vantandi arbeiðsmøguleikar ella aðrar serligar umstøður gera, at viðkomandi hevur brúk fyri hjálp til uppihald.

§ 9. Í metingini av, í hvønn mun arbeiðsførið er minkað eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1, skal metast um

  1. ta inntøku, sum viðkomandi verður mettur at kunna forvinna við einum arbeiði, sum svarar til hansara kreftir og førleikar, og sum við atliti til útbúgving og virksemi fyrr kann verða kravt av honum, samanborið við ta inntøku, sum persónar við samsvarandi útbúgving vanliga kunnu forvinna í sama øki,
  2. aldur, lívsstarv, bústað og arbeiðsmøguleikar, umframt líkindi fyri betran ella versnan av avlamninum,
  3. slíkar aðrar umstøður, sum hildið verður í tí einstaka førinum, at dentur skal leggjast á í heildarmetingini av skerda arbeiðsførinum.

Kapittul 4
Viðbøtur

§ 10. Barnaviðbót verður veitt einum pensiónisti, sum hevur uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár.
Stk. 2. Hava fleiri pensiónistar uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis sama barni, verður barnaviðbót útgoldin til tann, sum er álagdur at rinda gjald til barnið, ella um gjald ikki er ásett, til tann, sum einsamallur ella í størstan mun uppiheldur ella hevur uppihildið barninum.
Stk. 3. Barnaviðbót verður útgoldin við somu upphædd fyri hvørt barnið sum vanliga gjaldið eftir lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
Stk. 4. Barnaviðbót verður ikki veitt í førum, sum nevnd eru niðanfyri:

  1. um pensiónisturin býr saman við einum persóni, ið ikki er pensiónistur, og hesin hevur uppihaldsskyldu mótvegis sama barni,
  2. um pensiónisturin fær ella hevur rætt til gjald eftir 1. ella 2. parti í lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. ella beinleiðis móttekur gjald frá tí uppihaldsskylduga,
  3. um barnið er uppihildið uttan fyri heimið eftir forsorgar- ella barnaforsorgarlóggávuni.

Stk. 5. Barnaviðbótin verður útgoldin eina ferð um mánaðin saman við pensiónini.
Stk. 6. Broyting av barnatali undir 18 ár hjá einum pensiónisti fær gildi frá 1. í mánaðinum aftaná broytingina.

§ 11. Hjálparviðbót kann tillutast einum fyritíðarpensiónisti, um viðkomandi støðugt má hava persónliga hjálp frá øðrum, ella um avlamnið stavar frá blindi ella nógv niðursettari sjón.
Stk. 2. Røktarviðbót kann tillutast í staðin fyri hjálparviðbót, um avlamnið hevur við sær tørv á varandi røkt ella støðugari umsjón, ið ger tað neyðugt, at annar persónur er støðugt hjáverandi.
Stk. 3. Almannastovan kann taka avgerð um, at hjálparviðbót og røktarviðbót verða ikki útgoldnar, um pensiónisturin í sama tíðarskeiði fær stuðul sambært lóg um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima. Útgjaldingin verður tikin uppaftur, tá ansingarstuðulin heldur uppat.

§ 12. Persónlig viðbót kann verða veitt einum pensiónisti, sum hevur serliga trupul kor.
Stk. 2. Avgerð kann takast um, at persónlig viðbót eftir stk. 1 viðvíkjandi útreiðslum til egnan bústað, skal gjaldast aftur. Afturgjaldskravið kann avskrivast, tá tað innan fyri eitt rímiligt áramál, aftaná at kravið er sett fram, verður mett, at eingin fíggjarligur møguleiki er fyri at fremja kravið.
Stk. 3. Avgerð kann í undantaksførum verða tikin um, at persónlig viðbót skal afturgjaldast, tá

  1. persónlig viðbót verður veitt orsakað av skilaleysari peninganýtslu,
  2. tað um játtanarmundið eru viðurskifti, ið vísa, at pensiónisturin sjálvur innan stutta tíð verður førur fyri at gjalda hjálpina aftur,
  3. pensiónistur, ið hevur fingið persónliga viðbót, seinni fær eina upphædd útgoldna, til sama endamál og fyri sama tíðarskeið, sum persónliga viðbótin.

Stk. 4. Afturgjald sambært stk. 3, nr 1 og 2 kann einans krevjast, um pensiónisturin við játtan av persónligu viðbótini er kunnaður um afturgjaldsskylduna.
Stk. 5. Stuðul kann harumframt veitast til umsorgararbeiði fyri pensiónistar.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um

  1. veiting av persónligari viðbót eftir stk. 1, herundir um møguligt egingjald,
  2. afturgjalding eftir stk. 2, og
  3. stuðul til umsorgararbeiði eftir stk. 5.

Kapittul 5
Útrokning

Innvinnan eftir bústaðartíð í danska ríkinum

§ 13. Rætturin til fulla pensión til persónar yvir 67 ár er treytaður av føstum bústaði í danska ríkinum í minsta lagi 40 ár.
Stk. 2. Er treytin fyri fullari pensión eftir stk. 1 ikki lokin, verður pensiónin ásett eftir lutfallinum millum bústaðartíðina og 40 ár.
Stk. 3. Tá ein pensiónistur fer frá fyritíðarpensión til fólkapensión við 67 ára aldur, verður pensiónin útgoldin við eins nógvum fjørutiundapørtum, sum pensiónin higartil hevur verið útgoldin.

§ 14. Rætturin til fulla pensión til persónar undir 67 ár er treytaður av, at bústaðartíðin í danska ríkinum er í minsta lagi 4/5 av árunum frá tí fylta 15. árinum til dagfestingina fyri játtan av pensión.
Stk. 2. Er treytin fyri tillutan av fullari pensión eftir stk. 1 ikki lokin, verður pensiónin ásett eftir lutfallinum millum bústaðartíðina og 4/5 av tíðini frá tí fylta 15. árinum til dagfestingina fyri tillutan av pensión.
Stk. 3. Tann útroknaði parturin av fullari pensión verður lækkaður til næsta talið av fjørutiundapartum av fullari pensión.

§ 15. Við útrokning av pensión eftir § 13, stk. 2, og § 14, stk. 2, verður fulla pensiónin fyrst útroknað eftir reglunum í §§ 18-20. Síðani verður útroknaða pensiónsupphæddin lækkað við tí útroknaða talinum av fjørutiundapartum. Viðbøtur sambært § 10 og § 12 verða tó ikki lækkaðar.

Uppgerð av bústaðartíðini

§ 16. Tá ið bústaðartíðin verður gjørd upp eftir ásetingunum í § 3, stk. 1, nr. 3 og §§ 13 og 14 verður við bústað í danska ríkinum javnsett

  1. hýra við føroyskum, grønlendskum ella donskum skipi,
  2. uppihald uttanlands sum útsent umboð fyri ein føroyskan, grønlendskan ella danskan almennan myndugleika,
  3. uppihald uttanlands annars í sambandi við starv í føroyskum, grønlendskum ella donskum almennum áhuga,
  4. uppihald uttanlands í sambandi við starv á deild av eini føroyskari, grønlendskari ella danskari fyritøku ella dótturfelag hjá hesum fyritøkum, ella
  5. uppihald uttanlands við atliti til útbúgving.

§ 17. Í uppgerðini av bústaðartíðini verður einans roknað við bústaðartíðum frá tí fylta 15. árinum, tó í mesta lagi til fylta 67. árið. Fleiri bústaðartíðarskeið verða samanløgd, og samlaða bústaðartíðin verður lækkað til næsta heila talið av árum. Tó verða tær nevndu bústaðartíðirnar avrundaðar til næsta heila talið av mánaðum við útroknan av lutfallinum eftir § 14, stk. 2.

Lækking av pensión

§ 18. Grundupphæddin til fólkapensión verður útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensión.
Stk. 2. Grundupphæddin til fyritíðarpensión og viðbøturnar verða eftir reglunum í § 19 útroknaðar eftir inntøku.

§ 19. Viðbótin til fólkapensión verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum eftir § 20. Viðbótin til giftan pensiónist verður, uttan mun til um tann eini ella báðir hjúnafelagarnir fáa pensión, lækkað við grundarlag í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.
Stk. 2. Viðbótin til fyritíðarpensión verður lækkað við 60% av inntøkugrundarlagnum pensiónistsins eftir § 20.
Stk. 3. Grundupphæddin til fyritíðarpensión verður lækkað við 60% í framhaldi av og eftir somu reglum sum lækkingin av viðbótini eftir stk. 2.
Stk. 4. pensiónin dettur burtur, tá hon er minni enn 1/40 av grundupphæddini.

Inntøkugrundarlag

§ 20. Inntøkugrundarlagið fyri útrokning av upphæddum sambært § 19 verður gjørt upp soleiðis:

  1. øll inntøka við frádrátti fyri egnum gjaldi til eftirløn. Inntøkur av fíggjarogn, verða einans roknaðar upp í inntøkugrundarlagið, um munurin millum inntøkur og útreiðslur er positivur. Hjúnafelagar standa fyri eini helvt í part av fíggjarognarinntøkum hjá báðum tilsamans,
  2. møgulig inntøka av fyribils hjálp sambært forsorgarlógini verður løgd afturat inntøkuni, um so er, viðkomandi heldur fram at fáa ta arbeiðsinntøku, sum forsorgarhjálpin kom í staðin fyri.

Stk. 2. Upp í inntøkuna eftir stk. 1 skulu ikki roknast sosialar pensiónir, herímillum pensión eftir hesi lóg og sosial pensión útgoldin í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensión, umframt sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli. Arbeiðsmarknaðareftirløn eftir løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn verður heldur ikki roknað upp í inntøkuna.
Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta av skattavaldinum álíknaða inntøkuárið.
Stk. 4. Um so er, at inntøkan varandi broytist í sambandi við pensiónstillutan, verður fyrsta pensiónsútrokningin grundað á væntaða inntøku frameftir í staðin fyri seinast álíknaðu skattskyldugu inntøkuna.
Stk. 5. Áðrenn upphæddirnar til fyritíðarpensión og viðbótin til fólkapensión verða útroknaðar eftir inntøku, verður ein frádráttur gjørdur í inntøkugrundarlagnum.
Stk. 6. Tann eftir stk. 1-5 uppgjørda inntøkan verður avrundað niðureftir til næstu upphædd, ið kann deilast við 100.

Kapittul 6
Árlig ásetan, broytingar, afturtøka, o.a.

§ 21. pensiónin verður ásett eina ferð um árið eftir inntøkugrundarlagnum eftir § 20.

Stk. 2. pensiónin verður umroknað í árinum,

  1. um inntøkan broytist meira enn fyribils, og ein útrokning av pensiónini, grundað á væntaðu inntøkuna í framtíðini, hevur við sær, at pensiónsupphæddin broytist, ella
  2. um broytingar henda í teimum persónligu viðurskiftunum, herímillum hjúnabandsstøðu, uppihaldarastøðu ella øðrum viðurskiftum, sum hava týdning fyri støddina av pensiónini.

Stk. 3. Um ein broytt væntað inntøka frameftir er óviss at meta um, kann pensiónin verða ásett við styttri millumbilum enn eina ferð um árið við grundarlagi í teirri inntøku, ið er skrásett hjá Toll- og Skattstovu Føroya. Inntøkugrundarlagið verður broytt til seinast álíknaða inntøkuár, tá inntøkuviðurskiftini gerast støðug og samsvar er millum inntøkuna eftir 1. pkt. og seinastu álíknaðu inntøkuna.
Stk. 4. Fyritreytin fyri at broyta pensiónsútrokningina hjá einum pensiónisti er, at viðkomandi hevur boðað Toll- og Skattstovu Føroya frá inntøkubroytingini.
Stk. 5. pensión, ásett sambært stk. 2-4, og pensión, ásett eftir § 20, stk. 4, verður eftirroknað, tá inntøkan viðkomandi ár er skattaálíknað.
Stk. 6. Hevur ein pensiónistur fingið lægri veiting, enn hann við veruligu inntøkuni sum grundarlagi hevði havt rætt til viðkomandi ár, verður avlopsupphæddin útgoldin. Hevur ein pensiónistur fingið hægri veiting, enn viðkomandi við veruligu inntøkuni sum grundarlagi hevði rætt til viðkomandi ár, verður ov nógv útgoldna upphæddin kravd aftur, møguliga við mótrokning í pensiónini teir eftirfylgjandi mánaðirnar.

§ 22. Persónar, sum fáa veiting eftir hesi lóg, skulu boða Almannastovuni frá eini hvørjari broyting í sínum viðurskiftum, sum ætlast at hava við sær, at veitingin lækkar ella fellur burtur.

§ 23. Hevur ein persónur, ið fær veiting, ikki hildið sína upplýsingarskyldu eftir § 22 ella móti betri vitan av órøttum fingið veiting, skal viðkomandi ella deyðsbúgv hansara gjalda aftur ta upphædd, sum er fingin av órøttum.

§ 24. Eru munandi broytingar hendar í viðurskiftum, sum hava týdning fyri rættin til fyritíðarpensión, skal málið takast upp til nýggja døming.
Stk. 2. pensión eftir § 6 og § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 kann hvørki afturtakast ella broytast til hægri ella lægri pensión aftaná fylta 60. árið.
Stk. 3. Rætturin til pensión eftir § 7, stk. 1, nr. 3 heldur uppat, um pensiónisturin giftist uppaftur. Hetta við endan av tí mánaði, ið kemur aftaná mánaðin, ið viðkomandi verður giftur.

§ 25. Almannastovan skal taka avgerð um afturtøku av pensión, um týðandi broytingar henda í viðurskiftum, herundir arbeiðsmøguleikunum, inntøkuviðurskiftunum o.ø. hjá einum pensiónisti, ið fær pensión eftir § 7, stk. 1, nr. 3 og § 8, nr. 2.
Stk. 2. Almannastovan kann taka avgerð um, at útgjald av fyritíðarpensión fyribils verður steðgað, tá fyriskipan eftir forsorgarlógini, ið hevur til endamáls at menna ella endurmenna arbeiðsevni pensiónistsins verður sett í verk.
Stk. 3. Almannastovan skal reisa málið fyri Vanlukkutryggingarráðnum um afturtøku ella yvirflyting til aðra pensión,

  1. um ein fyritíðarpensiónistur hevur persónligar inntøkur, sum fara upp um eina upphædd svarandi til dupultu árligu grundupphæddina fyri støk,
  2. um arbeiðsførið er týðandi betrað ella versnað hjá einum pensiónisti, smb. § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2, § 8, nr. 1,
  3. um broytingar eru farnar fram í viðurskiftum hjá einum persóni, sum fær hjálpar- ella røktarviðbót, sum gera, at roknast má við, at hann ikki longur lýkur treytirnar fyri at fáa slíka veiting.

Stk. 4. Tær í stk. 1 og 3 nevndu broytingar kunnu eisini reisast av persóninum sjálvum.

§ 26. Til pensiónistar, sum skifta frá fyritíðarpensión til fólkapensión, og sum við umskiftið fingu hjálparviðbót ella røktarviðbót, verða hesar viðbøtur framhaldandi veittar.
Stk. 2. Persónar, sum fáa fyritíðarpensión skifta uttan umsókn til fólkapensión frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið.

§ 27. Rætturin til veitingar sambært hesi lóg heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, ein pensiónistur doyr.
Stk. 2. Doyr ein giftur pensiónistur, og hava bæði hann og hjúnafelagin fingið pensión, hevur eftirsitandi hjúnafelagin rætt til at fáa pensiónina og møguligu persónligu viðbótina til bústaðarútreiðslur hjá báðum tilsamans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensiónisturin doyr. Tó fella møguligar hjálpar-, røktar- og barnaviðbøtur burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, ein pensiónistur doyr.

§ 28. Fær ein pensiónistur uppihald á einum stovni, herundir bústovni, sambýli o.l., fyri persónar við víttfevnandi likamligum ella sálarligum breki, sum er góðkendur eftir lógini um almenna forsorg, ella á samsvarandi almennum ella privatum stovni, fella røktar- og hjálparviðbótin burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, pensiónisturin fær uppihald á viðkomandi stovni.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi fyri pensiónistar, sum verða innlagdir á sjúkrahús ella fáa uppihald á ellis- ella røktarheimi, umframt fyri pensiónistar, sum av teimum undir stk. 1 nevndu stovnum verða settir í røkt í privatum heimum undir umsjón av einum almennum ella alment góðkendum stovni. Somuleiðis er ásetingin galdandi fyri pensiónistar, tá serligar stuðulsfyriskipanir, sum hava sama endamál sum hjálpar- og røktarviðbótin eru ætlaðar at fevna, verða settar í verk.
Stk. 3. Tá ein pensiónistur situr revsing ella er undir øðrum frælsisskerjandi fyriskipanum sambært dómi, verður pensiónin útgoldin honum í 6 mánaðir frá endan av tí mánaði, viðkomandi byrjar at sita dómin av. pensiónin dettur burtur írestandi revsitíðina. Hjálpar- og røktarviðbót detta burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, viðkomandi byrjar at sita dómin av.
Stk. 4. Reglur um, hvat annars hendir við pensiónini og um møguligt gjald fyri stovnsuppihaldi, tá ein pensiónistur fær uppihald á teimum í stk. 1 og 2 nevndu stovnum, røktarheimum o.ø., verða ásettar í serligari løgtingslóg.

Kapittul 7
Upphæddir og javning

§ 29. Upphæddir og frádráttir sambært hesi lóg og javning av hesum, verða ásettar í serligari løgtingslóg.
Stk. 2. Í ásetan av pensiónini verður ein giftur persónur javnsettur við ein einsamallan, tá samlívið við hjúnafelagan er slitið.
Stk. 3. Upphæddirnar sambært §§ 44 og 45 verða ikki javnaðar.

Kapittul 8
Umsókn, útgjalding o.a.

§ 30. Veitingar sambært hesi lóg verða bert veittar eftir umsókn.
Stk. 2. Serligt umsóknarblað skal nýtast, tá søkt verður um veiting.
Stk. 3. Við umsóknini skulu fylgja upplýsingar og skjalprógv, sum eru neyðug fyri, at avgerð kann takast.
Stk. 4. Almannastovan sendir umsóknina um pensión eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1 við tilráðing víðari til Vanlukkutryggingarráðið. Við umsóknini og tilráðingini frá Almannastovuni skulu fylgja neyðugar upplýsingar og skjalprógv.
Stk. 5. Almannastovan kann av sínum eintingum reisa mál um játtan av veitingum eftir hesi lóg.

§ 31. Almannastovan og Vanlukkutryggingarráðið kunnu krevja skattamyndugleikar, Landsfólkayvirlitið, kommunalar myndugleikar, arbeiðsgevarar og onnur viðkomandi, herímillum sjúkrahús, læknar o.o., ið hava kunnleika til viðurskiftini, eftir upplýsingum av týdningi fyri viðgerð av pensiónsmálum.

§ 32. pensión eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1 verður útgoldin frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse.

Stk. 2. pensión annars verður veitt frá tí degi, treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftaná dagfestingina fyri móttøku av umsóknini.

§ 33. Tá umsókn um fyritíðarpensión er latin Vanlukkutryggingarráðnum, og mett verður sannlíkt, at pensión verður játtað, kann fyritíðarpensión útgjaldast sum forskot.
Stk. 2. Forskotið verður veitt innan fyri tær upphæddir, sum roknað verður við, at pensiónin fer at verða.
Stk. 3. Um so er, at umsøkjarin fær eina lægri pensión, verður munurin at rokna sum hjálp uttan afturgjaldsskyldu eftir lóg um almenna forsorg.

§ 34. pensiónin verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin.
Stk. 2. Flytur ein pensiónistur, skal hann geva Almannastovuni fráboðan um nýggja bústaðin.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir, aftaná samráðingar við donsku stjórnina, nærri reglur fyri, hvussu verður við pensiónini, tá ein persónur, sum fær pensión eftir donskum reglum, flytur til Føroya.

§ 35. Verður Almannastovan varug við, at ein pensiónistur ikki eigur at hava avgerðarrætt yvir pensiónini, tekur Almannastovan avgerð um, hvussu pensiónin skal útgjaldast. Almannastovan kann, um neyðugt, reisa mál um, at viðkomandi verður gjørdur ómyndugur.

§ 36. Krøv um veitingar eftir hesi lóg kunnu ikki gerast til mál fyri úttøku ella aðrari rættarsókn. Avtalur um tílík krøv eru ógildugar.
Stk. 2. Krøv um ov nógv útgoldna pensión kunnu mótroknast, tá talan er um upphæddir, sum eru útgoldnar sambært skeivum upplýsingum ella vantandi innlatan av upplýsingum frá viðkomandi.
Stk. 3. Krøv um ov nógv útgoldna pensión, sum stava frá ov stórum útgjaldi til ein pensiónist í tíðini frá tillutingardegi til útgjaldingardag fyri pensión hjá hjúnafelaga hansara, kunnu mótroknast í eftirgjaldinum hjá hjúnafelagnum.

Kapittul 9
Vanlukkutryggingarráðið

§ 37. Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av pensión eftir § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1, og viðbótum eftir § 11, umframt nær treytirnar fyri tillutan, broyting og afturtøku eru loknar.
Stk. 2. Ráðið kann gera av, at eitt mál skal takast uppaftur til kanningar seinni.
Stk. 3. Ráðið kann gera av, at ein pensión í sambandi við afturtøku skal gjaldast aftur yvir í mesta lagi 12 mánaðir. Harumframt kann ráðið, tá umstøðurnar tala fyri tí, gera av, at rætturin til pensión fyribils, tó hægst í 3 ár, skal verða hvílandi.
Stk. 4. Ráðið kann áleggja einum umsøkjara at møta í ráðnum at geva frágreiðing. Harumframt kann ráðið, grundað á móttikna frágreiðing, áleggja einum pensiónisti at møta í ráðnum at geva frágreiðing.
Stk. 5. Ráðið kann eisini áleggja umsøkjaranum at viðvirka í lýsingini av málinum, millum annað við at lata seg kanna og viðgera av lækna ella innleggja til kanningar og viðgerð.
Stk. 6. Ráðið kann gera av, at málið dettur burtur, ella pensión verður tikin aftur í førum, har ein persónur ikki virkar við í neyðugum kanningum, uppvenjing ella øðrum fyriskipanum, sum ætlast at hava við sær munandi betran av arbeiðsførinum.
Stk. 7. Ráðið hevur heimild til at senda ein ella fleiri sakkøn at útinna eftirlit á staðnum við atliti til arbeiðsførið ella at kalla pensiónistar inn til eftirlit.
Stk. 8. Darvar ein pensiónistur kanning ráðsins, kann formaðurin í ráðnum, tá hann metir sannlíkt, at ein nýggj avgerð í málinum vil hava við sær, at pensiónin verður tikin aftur, fyribils steðga útgjaldingini. Ráðið skal í slíkum førum taka avgerð skjótast møguligt. Útreiðslur til eftirlit verða goldnar av ráðnum.

§ 38. Reglur fyri virksemi hjá Vanlukkutryggingarráðnum viðvíkjandi málum um pensión o.a. eftir hesi lóg verða ásettar av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá ráðnum.
Stk. 2. Fyri virksemi sítt eftir hesi lóg fáa limir ráðsins eina samsýning. Útreiðslurnar av viðgerð ráðsins av málum eftir hesi lóg verða goldnar av landinum.
Stk. 3. Ráðið sendir árliga landsstýrismanninum og Den Sociale Ankestyrelse frágreiðing um virksemi sítt eftir hesi lóg.
Stk. 4. Møguligur ferðakostnaður, sum stendst av at møta í ráðnum, og tann parturin av útreiðslum til viðgerð, sum sjúkrakassin ikki hevur skyldu til at gjalda, verður goldin av ráðnum, eins og læknaváttanir, sum eru umbidnar av ráðnum, verða goldnar av hesum.

Kapittul 10
Kærurættur

§ 39. Avgerðir hjá Almannastovuni sambært hesi lóg kunnu kærast til Kærunevndina í Almannamálum.
Stk. 2. Kærast skal innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.

§ 40. Avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum sambært hesi lóg kunnu kærast til Den Sociale Ankestyrelse.
Stk. 2. Kærast skal innan 3 mánaðir eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá Den Sociale Ankestyrelse eftir stk. 1 kann leggjast til Kærunevndina í Almannamálum.

Kapittul 11
Reglur um gildiskomu og skiftisreglur

§ 41. Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2000, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 58 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om folkepension", sbr. lógarkunngerð nr. 103 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, lóg nr. 55 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om invalidpension m.v." sbr. lógarkunngerð nr. 101 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við lóg nr. 1131 frá 21. desember 1994, §§ 27-31 í lóg nr. 56 frá 15. mars 1967 "for Færøerne om offentlig forsorg", sbr. lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 177 frá 30. desember 1997 og løgtingslóg nr. 36 frá 4. mai 1977 um uppískoytisveiting til einkjur, sum broytt við løgtingslóg nr. 120 frá 29. desember 1983.

§ 42. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til hægstu, miðal og lægstu avlamispensión eftir § 3 í avlamispensiónslógini, hava frameftir rætt til hægstu, miðal og lægstu fyritíðarpensión eftir ávikavist § 6, § 7, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 8, nr. 1 í hesi lóg. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til hjálpar- og røktarviðbót eftir § 11 í avlamispensiónslógini ella § 16 í fólkapensiónslógini, fara yvir til somu veitingar eftir ávikavíst § 11 og § 27, stk. 2 í hesi lóg.
Stk. 2. Kvinnur, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til einkjupensión eftir § 27, stk. 1, í forsorgarlógini hava frameftir rætt til miðal fyritíðarpensión eftir § 7, stk. 1, nr. 3, í hesi lóg. Kvinnur, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til pensión eftir § 27, stk. 2, í forsorgarlógini, hava frameftir rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir § 8, nr. 2, í hesi lóg.
Stk. 3. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión eftir § 2, stk. 1, nr. 1, í fólkapensiónslógini, hava frameftir rætt til fólkapensión eftir § 4 í hesi lóg. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión eftir § 2, stk. 1, nr. 2-4, hava frameftir rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir § 8, nr. 2, í hesi lóg.
Stk. 4. pensiónin verður útgoldin við sama tali av fjørutiundapartum av fullari pensión, sum higartil. Tó skulu ásetingarnar í kapittul 6 nýtast.

§ 43. Uttan mun til ásetingarnar í §§ 13-15 hevur persónur við donskum heimarætti, ið er føddur í 1938 ella fyrr, rætt til fulla fólkapensión, um viðkomandi seinasta árið, áðrenn umsókn um pensión er latin inn, hevur havt fastan bústað í danska ríkinum, ella kann javnsetast við ein slíkan, sbr. § 16.

§ 44. Persónar, sum innan 1. januar 1993 eftir reglunum í § 9 í fólkapensiónslógini, sum broytt við lóg nr. 1075 frá 23. desember 1992, hava útsett ella áðrenn hava kunna útsett áheitan um fólkapensión, varðveita rættin til somu viðbót, sum higartil er útgoldin viðkomandi við niðanfyri nevndu upphæddum:

Hjún, tá bæði lúka treytirnar fyri at fáa pensión:
Kr. um árið við útsetan til hin eldri hjúnafelagin fylti
70 ár 3.828
72 ár og seinni 5.880

 

Einsamøll umframt hjún, tá bert tann eini hjúnafelagin lýkur treytirnar:
Kr. um árið við útsetan til fylta
70. árið 2.616
72. árið og seinni 3.792

 

Einsamallar kvinnur:
Kr. um árið við útsetan til fylta
65. árið    852
67. árið 1.860

§ 45. Persónar, sum til tann 1. januar 2000 eftir reglunum í § 10 í fólkapensiónslógini høvdu rætt til aldursviðbót, varðveita hesa viðbót við somu upphædd, sum higartil er útgoldin við niðanfyri nevndu upphæddum:

Kr. um árið til hjún, tá bæði høvdu fylt 80 ár, hvør: 3.276
Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár, og hin fekk fólkapensión 2.184
Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár, og hin fekk lægstu avlamispensión 3.300
Kr. um árið til hjún, tá tann eini hevði fylt 80 ár, og hin fekk miðal ella hægstu avlamispensión 2.748
Kr. um árið til einsamallar persónar, sum høvdu fylt 80 ár, ella giftar persónar, sum høvdu fylt 80 ár, og hjúnafelagin ikki fekk pensión 4.116

 

Viðmerkingar

I. ALMENNAR VIÐMERKINGAR

1. INNGANGUR.
Galdandi reglur um pensiónir finnast í fólkatingslógunum fyri Føroyar um:

Frá 1. juli 1993 varð allur stuðulin úr statskassanum umlagdur frá eini endurgjaldsskipan til eina heildarveiting. Samstundis varð tann 6. apríl 1994 avtalað, at rammulóg skuldi gerast fyri sosiala økið.

Við fólkatingslóg nr. 315 frá 17. mai 1995 um almannaveitingar í Føroyum (rammulógini) verður álagt og heimilað føroyska heimastýrinum at gjøgnumføra fyriskipanir fyri í rímiligan mun at fyribyrgja og bøta um sosialar trupulleikar og at áseta reglur á almannaøkinum.

Fyriskipanirnar skulu m.a. fevna um fólka- og fyritíðarpensión, sí § 1, stk. 2, nr. 2, í nevndu lóg.

Lógin hevur við sær, at so hvørt sum heimastýrið útfyllir rammulógina, hevur landsstýrið ta ábyrgd, sum áður lá hjá Sosialmálaráðnum, at hava eftirlit við teim reglum, sum løgtingið ásetir, bæði innihaldsliga og viðvíkjandi umsitingini av teimum.

Til nýggjar løgtingslógir eru settar í gildi, verða tær donsku fólkatingslógirnar verandi í gildi.

Ynski um endurskoðan av almannalóggávuni hevur ofta verið frammi í Føroyum, bæði frá politiskari og umsitingarligari síðu. Landsstýrið hevur í 1989 og 1992 sett nevndir at endurskoða almannalóggávuna, men er arbeiðið steðgað upp í báðum førum. Í fyrru nevndini í sambandi við val í úrtíð. Seinna nevndin fór frá vísandi til nýggju støðuna, sum hevði tikið seg upp við danska kravinum í 1993 um umlegging av stuðulsskipanini frá endurgjaldsskipan til heildarveiting.

Arbeiðssetningurin hjá báðum nevndunum var at endurskoða alla almannalóggávuna og at smíða uppskot, sum skuldi gera lóggávuna einfaldari, meira nútímans og tillagað til føroyskar fyritreytir heldur enn verandi hefting at donskum siðum, stovnum og orðingum.

Í báðum nevndum varð byrjað við pensiónslógunum. Fyrra nevndin kom nakað áleiðis við arbeiðinum. Nakrar av broytingunum, sum tann nevndin var samd um, ganga aftur í hesum uppskoti.

Lógaruppskotið hevur við sær, at skipanin er broytt soleiðis, at hon gerst meira nútímans, einfaldari, nágreiniligari, umsitingarliga meiri rationell og í størri mun lagað til aðrar fyriskipanir, herímillum skattaskipanina, sum umsitingin av pensiónslógunum beinleiðis er heft at. Fyriliggjandi uppskot er tilevnað við útgangsstøði í hesum.

Seinni í ár er ætlanin at leggja fram eitt lógaruppskot um tvungna eftirlønaruppsparing. Landsstýrismaðurin hevur sett eina nevnd til at gera hetta uppskot.

Somuleiðis er farið í gongd við, Almanna- og heilsumálastýrið saman við Fíggjarmálastýrinum, at hyggja eftir skattingini av almannaveitingunum sum heild.

1.1. Broytingar eftir fyriliggjandi uppskoti - ein samandráttur:
1. Í uppskotinum eru galdandi lógir um pensiónir samanskrivaðar í eina lóg umfatandi eina fólkapensión og eina fyritíðarpensión í trimum stigum, við hesum broytingum:

a) pensión verður játtað til persónar, ið hava fylt 18 ár. Í galdandi lóg er aldurin 15 ár,

b) vanligi fólkapensiónsaldurin verður 67 ár fyri øll. Møguligt er sambært uppskotinum hjá øllum at søkja fyritíðarpensión grundað á heilsu-, arbeiðs- ella aðrar serligar umstøður frá 50 ára aldri. Einsamallar kvinnur og kvinnur, sum eru giftar við pensiónistum, hava í dag rætt til pensión frá 62 ára aldri. Í galdandi lógum hava einkjur og einsamallar kvinnur møguleika at søkja hesa pensión frá 50 ára aldri, meðan onnur kunnu søkja frá 60 ára aldri,

c) fyritreytin fyri at fáa pensión yvirhøvur, áðrenn umsøkjarin er fyltur 60 ár, er, at tað ikki hevur verið møguligt at útvega arbeiði ella at menna vinnuførleikan hjá viðkomandi; pensión er sostatt einasti forsorgarmøguleiki. Eftir galdandi lóg er hetta einans beinleiðis ásett sum ein fyritreyt, tá talan er um avlamispensión,

d) lægsta avlamispensión er hækkað og broytt soleiðis, at hon í upphædd og viðgerð verður hin sama sum aðrar fyritíðarpensiónir á fólkapensiónsstøði; eingin pensión er sostatt eftir uppskotinum lægri enn fólkapensiónin,

e) ásetingarnar um hjúnabands-, sjúkrakassa- og aldursviðbøtur og avlamisveiting verða settar úr gildi. Í uppskotinum verður viðbótin hækkað við verandi sjúkrakassaviðbót; aldursviðbótin verður framhaldandi, við skiftisreglu, varðveitt fyri tey, sum fáa hana í dag. Hjúnabandsviðbótin fellur heilt burtur. Avlamisveiting kann sambært galdandi lóg tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión. Henda veiting fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum, verður øll fyritíðarpensiónin inntøkuregulerað, og fellur pensiónin harvið burtur, tá pensiónisturin hevur inntøku yvir eina vissa upphædd. Tí er tað rættast, at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður eisini, at henda veiting ikki er so neyðug sum fyrr. Avlamisveitingin skuldi dekka tær eykaútreiðslur, brekið hevði havt við sær. Aðrar lógir og aðrar skipanir, so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni, dekka sama endamál. Hinar viðbøturnar, fyritíðarviðbótin, óarbeiðsførisviðbótin og pensiónsviðbótin verða lagdar saman til eina viðbót. Ætlanin er, at viðbótin til fólkapensiónistar í minsta lagi skal svara til pensiónsviðbótina í dag. Viðbótin til hægstu fyritíðarpensiónina skal í minsta lagi svara til pensiónsviðbótina, fyritíðarviðbótina og óarbeiðsførisviðbótina tilsamans, viðbótin til miðal fyritíðarpensiónina skal svara til pensiónsviðbótina og fyritíðarviðbótina tilsamans, og viðbótin til lægstu fyritíðarpensiónina skal svara til pensiónsviðbótina í dag. Upphæddirnar verða ásettar í serligari løgtingslóg.

2. Eftir galdandi lóg lækkar grundupphæddin, tá inntøkan fer upp um eina ávísa upphædd (19.864 kr.). Áðrenn grundupphæddin verður útroknað, verður ein minni frádráttur síðan gjørdur í inntøkugrundarlagnum (5.465 kr.). Avlamispensiónistar hava harumframt ein eykafrádrátt fyri arbeiðsinntøkur, áðrenn grundupphæddin verður roknað (15.660 kr.) Sambært uppskotinum verður grundupphæddin til fólkapensiónistar útgoldin uttan mun til fíggjarligu viðurskiftini hjá tí, ið fær pensión, meðan grundupphæddin til fyritíðarpensiónistar verður lækkað eftir inntøku. Frádráttur verður tó gjørdur í inntøkugrundarlagnum (20.000) fyri hvørja pensión sær.

3. Ásetan av inntøkugrundarlagnum verður nágreinað og lagað til skattskyldugu inntøkuna. Hervið verður samsvar millum skrásetingarnar hjá skattamyndugleikunum av inntøkum og ta inntøku, ið nýtast skal í pensiónsútrokningini. Inntøkur av ogn eru tær inntøkur av fíggjarogn, sum ikki eru skattskyldugar, men avgjaldsskyldugar eftir rentuskattalógini. Frá hesum rentuinntøkum verða rentuútreiðslur drignar, áðrenn nettorentuinntøkan verður løgd afturat skattskyldugu inntøkuni.

Eftir galdandi lógum skulu samskipanarfrádráttur í tænastumannaeftirlønum, barnapengar útyvir normalgjaldið og naturaliuinntøkur leggjast afturat inntøkuni. Sambært hesum uppskoti verða hesar upphæddir ikki roknaðar við í inntøkugrundarlagnum.

4. Eftir galdandi lóg skal pensiónin hjá einum pensiónisti, sum seinastu 10 árini hevur minkað um ogn sína við at geva, oyðsla ella á annan hátt hevur handlað til fyrimuns fyri børn síni, ella á annan óvanligan hátt hevur minkað um ogn sína, roknast út sum um pensiónisturin ikki hevði handlað, sum hann hevur gjørt. Mælt verður til at seta hesar reglur úr gildi, av tí at tær eru ógjørligar at umsita. Tað vil raka pensiónistar tilvildarliga, serliga tá tað snýr seg um fastogn, nær og um umsitingin gerst varug við slíka burturgevan.

5. Eftir galdandi lóg skal ein frádráttur gerast í pensiónini, tá pensiónistur hevur fingið eitt deyðs- ella avlamisendurgjald hægri enn við 20% avlamni, og stendur hesin frádráttur við so leingi, sum pensión verður veitt. Hesin 20%´s frádráttur verður strikaður eftir uppskotinum. Rentuinntøkur av møguligum endurgjøldum verða roknaðar upp í inntøkuna í sama mun sum rentuinntøkur av øðrum fíggjarognum.

6. Reglur um, hvat hendir við pensiónini, tá pensiónistur fær uppihald á ellis- og røktarheimi, stovni sambært forsorgarlógini ella líknandi almennum ella alment góðkendum stovni, umframt reglur um møguligt gjald fyri uppihaldið, verða gjørdar í serligari løgtingslóg, sum verður løgd fyri tingið í næstum.

7. Nógvir myndugleikar eru við í fyrisitingini av pensiónum eftir galdandi lóg: kommunustýri, sýslumenn, Føroya Landfúti, Almanna- og heilsumálastýrið (eisini í einstaklingamálum), Vanlukkutryggingarráðið og Almannastovan. Eftir uppskotinum koma einans Almannastovan og Vanlukkutryggingarráðið at hava fyrisitingina av einstaklingamálum.

8. Minsta útgjaldingarupphæddin, sum kann verða útgoldin eftir galdandi lóg til pensiónistar undir 67 ár, er 1/6 av grundupphæddini. Ein pensiónsupphædd, sum við inntøkujavning kemur niður um hetta mark, verður ikki útgoldin.

9. Hetta verður sambært uppskotinum broytt soleiðis, at rætturin til veitingar heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, ein pensiónistur doyr. Sambært galdandi lóg fellur pensiónin burtur sama mánað, pensiónisturin doyr.

10. Herumframt broytingar sum avleiðing av samanskrivingini og umskipanini av lógunum og broyttum málbrúki.

Den Sosiale Ankestyrelse í Danmark er kærumyndugleiki fyri avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum um avlamispensión. Henda skipan kann halda fram, hóast eingin áseting er um tað í rammulógini. Eftir avtalu tryggjar sosialmálaráðið, at fyritreytirnar fyri tí eru í lagi. Neyðugar tillagingar verða av donsku myndugleikunum gjørdar í reglunum, soleiðis at avgerðir hjá Vanlukkutryggingarráðnum um fyritíðarpensión vegna avlamni framhaldandi kunnu kærast til Den Sosiale Ankestyrelse. Landsstýrismaðurin hevur tó heimild til at leggja henda kærumyndugleika til Kærunevndina á Almannamálum.

Viðvíkjandi beinleiðis yvirgongd til fólkapensión millum ríkispartarnar ásetir rammulógin, at samráðast skal um spurningin, tá løgtingið hevur samtykt nýggja lóg á økinum. Frammanundan kann tó sigast, at einki sýnist at vera til hindurs fyri beinleiðis yvirgongd, hvat fólkapensión viðvíkir, tí treytirnar í báðum ríkispørtunum eru í tí líki, sum uppskotið nú fyriliggur, sera líkar.

Somuleiðis eru treytirnar fyri at fáa fyritíðarpensión líkar. Tí skuldi heldur ikki hetta elvt til trupulleikar. Í Danmark verður tó arbeitt við at endurskoða fyritíðarpensiónsskipanina. Hvat úrslitið av hesum verður, og hvørja ávirkan tað kann fáa, ber ikki til at siga nakað um enn.

1.2. Avleiðingar
Fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum verður víst til s. 25. Tann fíggjarliga avleiðingin kann ikki gerast endaliga upp, fyrr enn uppskotið til løgtingslóg um áseting og javning av veitingum fyriliggur.

Viðvíkjandi starvsfólkum verður mett, at tað ikki verður neyðugt við fleiri, men heldur ikki færri fólkum. Starvsfólkini fáa aðrar uppgávur at røkja, uppgávur, sum í dag ikki verða røktar á nøktandi hátt.

2. GALDANDI pensióNSREGLUR
Prinsippið um innvinnan av pensión í mun til bústaðartíð varð innført í pensiónslógirnar í 1994, tá samtykt varð at verða við í norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd. Hini norðanlondini byggja sínar pensiónir á hetta prinsipp, og fyri at samskipa, er neyðugt at tillaga seg.

Frammanundan var rætturin til fulla pensiónsveiting, umframt at hava heimarætt í danska ríkinum, einans treytaður av, at viðkomandi hevði fastan bústað í Føroyum, og at viðkomandi hevði búð í ríkinum í minsta lagi 1 ár fyri pensiónstillutan.

Nú er treytin, umframt ríkisborgarrætt í danska ríkinum og fastan bústað í Føroyum, at viðkomandi hevur havt fastan bústað í minst 3 ár í danska ríkinum frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið. Norðurlendski sáttmálin hevur við sær, at frávik verður gjørt fyri hesar reglur, soleiðis at ein norðurlendingur, sum hevur búð í Føroyum í minsta lagi 3 ár, hevur rætt til partvísa pensión í Føroyum, eins og ein føroyingur, ið hevur búð í einum norðurlandi, hevur rætt til pensión í hesum norðurlandi, hóast teir ikki búgva í viðkomandi landi. Treytin er, at viðkomandi býr í einum øðrum norðurlandi ella einum EØS-landi.

pensión til ein norðurlending, herímillum ein føroying, sum hevur búð í fleiri norðanlondum, verður útgoldin við talinum av fjørutiundapørtum av bústaðartíðini í hvørjum landi sær. Full upphædd verður útgoldin við 40 ára bústaðartíð í einum landi. Sum skiftisregla er ásett, at reglurnar um partspensión ikki umfata persónar við donskum heimarætti, sum eru føddir áðrenn 1. januar 1938, um hesir seinasta árið hava havt fastan bústað í ríkinum. Hetta merkir, at persónar, ið fáa rætt til pensión innan fyri 9 ár frá tí, at reglurnar komu í gildi, ikki eru umfataðir av reglunum.

2.1. Fólkapensión
Rætt til vanliga fólkapensión hava øll frá 67 ára aldri; einsamallar kvinnur og kvinnur, ið eru giftar við pensiónistum, hava tó rætt til fólkapensión frá 62 ára aldri.

Fólkapensión er samansett av grundupphædd og pensiónsviðbót. Í pensiónsviðbótina er íroknað viðbót fyri sjúkrakassalimagjald.

Til fólkapensiónina verður veitt ein aldursviðbót, tá pensiónisturin er blivin 80 ár.

Framskundað fólkapensión kann eftir tørvi, grundað á meting av heilsuviðurskiftum, arbeiðsmøguleikum og øðrum serligum viðurskiftum, tillutast persónum yvir 60 ár.

Til ein giftan fólkapensiónist verður veitt ein hjúnabandsviðbót, um hjúnafelagin ikki móttekur pensión.

2.2. Avlamispensión
Hægsta avlamispensión kann tillutast persónum millum 18 og 60 ár, sum orsakað av avlamni verða mettir varandi óarbeiðsførir í einhvørji vinnu, ella sum einans hava smávegis arbeiðsevni.

Hægsta avlamispensión er samansett av grundupphædd, pensiónsviðbót, avlamisviðbót og óarbeiðsførisviðbót.

Miðal avlamispensión kann tillutast persónum millum 18 og 60 ár, hvørs vinnuføri, orsakað av avlamni, verður mett niðursett minni enn hjá einum hægsta avlamispensiónisti, tó í minsta lagi við einum triðingi. Harumframt kann miðal avlamispensión tillutast persónum millum 15 og 18 ár og millum 60 og 67 ár, hvørs vinnuføri er niðursett samsvarandi hægstu avlamispensión.

Miðal avlamispensión er samansett av grundupphædd, pensiónsviðbót og avlamisviðbót.

Til hægstu og miðal avlamispensión verður somuleiðis løgd ein hjúnabandsviðbót, um hjúnafelagin ikki móttekur pensión.

Treytin fyri at fáa lægstu avlamispensión er, at viðkomandi er ímillum 15 og 67 ár, og at arbeiðsførleikin varandi er niðursettur við í minsta lagi eini helvt.

Lægsta avlamispensión er samansett av hálvari grundupphædd og hálvari avlamisviðbót.

2.3. Einkjupensión og pensión til einsamallar kvinnur
Rætt til vanliga einkjupensión hevur einkja, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis einum ella fleiri børnum undir 18 ár.

Einkjupensiónin er samansett av somu upphæddum sum fólkapensiónin við eini uppískoytisveiting eftir løgtingslóg um uppískoytisveiting til einkjur, svarandi til fulla avlamisviðbót.

Einkja, sum hevur móttikið vanliga einkjupensión, hevur rætt til hálva uppískoytisveiting 1 ár aftaná, at barnið er blivið 18 ár.

Einsamallar kvinnur yvir 50 ár og einkjur, sum hava móttikið vanliga einkjupensión, kunnu eftir tørvi, t.v.s. um heilsuviðurskifti, arbeiðsmøguleikar og onnur serlig viðurskifti tala fyri tí, fáa pensión við somu upphædd sum fólkapensiónin.

2.4. Viðbøtur
Umframt nevndu viðbøtur kunnu pensiónistar hava ella fáa rætt til barnaviðbót og hjálpar- ella røktarviðbót. Barnaviðbótin til lægstu avlamispensión er hálv.

Einkjur hava rætt til barnastyrk sambært lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar við somu upphædd sum barnaviðbótin og fáa ikki barnaviðbót til pensiónina.

Ikki-pensiónistar kunnu fáa rætt til avlamisveiting.

Allir pensiónistar hava skyldu til at vera limir í sjúkrakassa.

2.5. Endamál, stødd og regulering av teim ymsu pensiónsupphæddunum (seinast ásettar pr. 1. februar 1999)
Grundupphæddin verður sum útgangsstøði útgoldin til allar pensiónistar at gjalda fyri grundleggjandi livikostnaðin. Grundupphæddin er 39.756 kr. um árið, um hjúnafelagin eisini fær pensión, og 50.028 kr. í øðrum førum. Grundupphæddin til pensiónistar undir 67 ár, sum hava aðra inntøku, og til pensiónistar millum 67 og 70 ár, sum hava arbeiðsinntøku, verður minkað við 60 kr. fyri hvørjar 100 kr., sum inntøkan fer upp um 25.200 kr. árliga. Hjá avlamispensiónistum verður ein upphædd upp á 15.600 kr. fyri arbeiðsinntøkur løgd afturat teim 25.200 kr., áðrenn grundupphæddin verður minkað. Grundupphæddin er skattskyldug.

pensiónsviðbótin er serliga ætlað pensiónistum uttan ella við smáum eykainntøkum at gjalda fyri vanliga livikostnaðin. pensiónsviðbótin er 5.832 kr. um árið, um hjúnafelagin eisini fær pensión, og 7.728 kr. í øðrum førum. pensiónsviðbótin hjá einum pensiónisti, giftum við einum pensiónisti, verður minkað við 15 kr. fyri hvørjar 100 kr., sum inntøkan fer uppum eina samlaða inntøku hjá hjúnunum uppá 18.700 kr. um árið, í øðrum førum við 30 kr. fyri hvørjar 100 kr., um inntøkan fer uppum 12.700/18.700 kr. um árið. pensiónsviðbótin er skattskyldug.

Avlamisviðbótin er upprunaliga ætlað til at gjalda tær útreiðslur, sum eru tengdar at brekinum hjá viðkomandi. Gjøgnum árini eru møguleikarnir fyri at fáa endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av brekinum, eftir øðrum lógum so umfatandi, at avlamisviðbótin nú í veruleikanum fyri størsta partin fer til at dekka vanliga livikostnaðin. 5 ymiskir satsir eru fyri avlamisviðbótina, treytað av um viðkomandi er giftur við pensiónisti, og hvat slag av pensión hjúnafelagin í so fall fær. T.d. er avlamisviðbótin hjá einum støkum persóni 23.304 kr. um árið, meðan hon er 19.968 kr, um hjúnafelagin hevur rætt til sama slag av viðbót. Avlamisviðbótin verður veitt uttan mun til inntøku og er ikki skattskyldug.

Óarbeiðsførisviðbót skal kompensera fyri vantandi inntøkumøguleikar, sum fylgja av fullum óarbeiðsføri. Viðbótin er 23.364 kr. um árið, um hjúnafelagin eisini hevur rætt til óarbeiðsførisviðbót og 32.304 kr. í øðrum førum. Viðbótin verður veitt uttan mun til eykainntøku og er skattskyldug.

Uppískoytisveitingin varð innførd í einkjupensiónina, sum frammanundan var sama upphædd sum fólkapensiónin, fyri at dekka vanliga livikostnaðin hjá forsyrgjandi einkjupensiónistum. Veitingin verður minkað í framhaldi av grundupphæddini á sama hátt sum hendan. Uppískoytisveitingin er sama upphædd sum avlamisviðbótin til stakan persón og er skattskyldug.

Hjúnabandsviðbótin, sum er 4.392 kr. um árið, verður útgoldin til giftar pensiónistar, um hjúnafelagin ikki er pensiónistur. Viðbótin verður minkað við eykainntøkum á sama hátt sum og í framhaldi av pensiónsviðbótini. Hjúnabandsviðbótin er skattskyldug.

Barnaviðbótin er ætlað til meirlivikostnaðin, sum stendst av at uppihalda børnum, og verður veitt øllum pensiónistum, sum hava uppihalds- ella gjaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár. Tó undantikið, um barnið móttekur barnagjald ella er undir almennari forsorg. Barnaviðbótin er sama upphædd, sum ásett í lógini um barnagjald til stakar uppihaldarar v.m, t.vs. 8.400 kr. um árið. Barnaviðbótin er óheft av inntøkuni.

Aldursviðbót verður veitt til fólkapensiónistar yvir 80 ár. Upphæddirnar eru 5 í tali, treytaðar av um pensiónisturin er einsamallur, giftur, giftur við pensiónisti, og hvat slag av pensiónisti, hann er giftur við. Fyri ein stakan pensiónist er aldursviðbótin 4.116 kr. um árið.

Persónligt ískoyti kann veitast til allar pensiónistar, hvørs (fíggjarligu) viðurskifti eru serliga trupul.Eingin avmarking er gjørd í lógini fyri, hvørji endamál persónligar viðbøtur kunnu veitast til, ella støddina av viðbótini. Almannastovan kann gera av, hvørji endamál eru rímilig, nær rímiligt er at veita (inntøku- og ognartreytir) og við hvussu stórari upphædd, aftaná eina ítøkiliga meting í tí einstaka førinum. Landsstýrið kann gera reglur fyri, hvussu veitast skal. Mest vanligu veitingarnar eru ískoyti til heilivág, tannviðgerð, sjúkuviðgerð o.t. Harumframt verður ofta latið ískoyti til útreiðslur av umvæling og útskiftan av húsarhaldstólum o.t. Seinnu árini hevur talið av umsóknum um ískoyti til bústaðarútreiðslur verið vaksandi.

Avlamisveiting verður tilkend persóni, hvørs arbeiðsføri orsakað av avlamni læknaliga sæð verður mett samsvarandi tí hjá einum hægsta ella miðal avlamispensiónisti, men sum orsakað av høgari inntøku ikki verður tilkendur pensión. Veitingin verður útgoldin uttan mun til inntøku og hevur í sínum uppruna sama endamál sum avlamisviðbótin. Avlamisveitingin er 18.228 kr. um árið, um hjúnafelagin fær somu veiting ella avlamisviðbót, og 22.440 kr. um árið í øðrum førum, also nakað lægri enn avlamisviðbótin, sum hon upprunaliga varð ásett samsvarandi. Avlamisveitingin er ikki skattskyldug.

Hjálparviðbót verður tillutað persónum, sum tørva persónliga hjálp frá øðrum ella eru blindir ella hava nógv niðursetta sjón, og røktarviðbót verður tillutað persónum, sum varandi hava brúk fyri røkt ella støðugari hjáveru til tess at gjalda fyri útreiðslur, ið standast av hesum. Hesar viðbøtur verða veittar uttan mun til inntøku og eru ávíkavist 23.304 kr. og 46.500 kr. um árið. Hjálpar- og røktarviðbót eru ikki skattskyldugar.

2.6. Inntøkugrundarlag fyri útrokning av pensiónum
Inntøkur, ið sum útgangsstøði skulu takast við í grundarlagið, sum pensiónin verður javnað eftir, er bruttoinntøkan, t.v.s. inntøkan uttan skattafrádrátt ella annan frádrátt.

Sambært galdandi reglum skulu allar inntøkur, sum pensiónistar hava forvunnið kalendaraárið fyri, roknast uppí, tá inntøkan stavar frá persónligum arbeiði, eftirløn, fastogn, fíggjarogn, lívrentu, privatum ella almennum studningi, lívrentu o.l.

Frá inntøkuni kunnu dragast rakstrarútreiðslur, t.v.s. tær útreiðslur, sum eru nýttar til at vinna, tryggja og viðlíkahalda inntøkuna.

Sosialar pensiónir, barnastyrkur og aðrar samsvarandi sosialar veitingar verða ikki roknaðar uppí. Uppihaldspeningur til børn skal einans roknast uppí við teirri upphædd, sum hesin er hægri enn vanliga barnagjaldið (bidrag).

Síggjast skal burtur frá samskipanarfrádráttinum, sum verður gjørdur í tænastumannaeftirlønum frá stati, landi, kommunum o.t. T.v.s. at hesin frádráttur skal leggjast afturat útgoldnu tænastumannaeftirlønini í útrokningini av inntøkugrundarlagnum.

Virðið av naturalium skal leggjast afturat, og kann Almanna- og heilsumálastýrið gera rætningslinjur fyri inntøkuútrokningina, herímillum leiguvirði av egnum bústaði. Hesar reglur eru ikki gjørdar.

Um so er, at pensiónisturin knappliga hevur mist møguleikan at forvinna somu arbeiðsinntøku (sum seinasta kalendaraár), skal fyrsta pensiónsútrokningin grundast á ta minnu arbeiðsinntøkuna, sum hann, aftaná broytingina, verður mettur at vera førur fyri at forvinna.

Inntøkugrundarlagið kann broytast í árinum, tá inntøkan hjá einum pensiónisti varandi broytist so mikið, at ein nýggj útrokning gevur annað pensiónsúrslit.

Tá allar inntøkur eru samanlagdar sambært omanfyri standandi, verður inntøkugrundarlagið lækkað við eini frádráttarfríari inntøkuupphædd og einum frádrátti við útrokning av grundupphæddini fyri allar pensiónistar. Hjá avlamispensiónistum verður harumframt drigin ein eyka frádráttur fyri arbeiðsinntøkur. Ein minni frádráttur verður gjørdur í inntøkugrundarlagnum, áðrenn pensiónsviðbótin verður útroknað.

2.7. 20%´s frádráttur fyri endurgjøld
Tá avlamis- ella einkjupensiónistur hevur fingið avlamis- ella deyðsendurgjald, ið er eins stórt og tað endurgjald, ið verður veitt við minking av vinnuførinum við yvir 20% sambært lógini um vanlukkutrygging el. líkn. føroyska, danska ella útlendska lóg, verður ein frádráttur gjørdur í pensiónini. Frádrátturin er 20% av teirri upphædd, sum faktiska rentan ella lívrentan, sum kundi verið keypt fyri kapitalupphæddina, um endurgjaldið varð kapitaliserað, fer upp um eina upphædd upp á í løtuni 8.306 kr. fyri støk og 11.800 kr. fyri onnur.

2.8. Útrokning av pensión í sambandi við burturgeving, óryggiligan og oyðslutan levnað
Um so er, at pensiónistur ella hjúnafelagi hansara við hansara vitan og vilja seinastu 10 árini fyri pensiónstillutan við handlingum til fyrimuns fyri børn ella onnur, ella við oyðsli og óryggiligum levnaði, hevur verrað síni fíggjarligu kor, skal pensiónin útroknast, sum um hann ikki hevði verrað síni kor á nevnda hátt. Tó skal síggjast burtur frá tí, ið viðkomandi hevur brúkt til uppaling og undirvísing av egnum børnum.

2.9. pensión og gjald í samband við varandi uppihald á serforsorgarstovnum, ellis- og røktarheimum, sjúkrahúsum, o.a.
Sambært nýggjastu reglunum á hesum øki verður pensión útgoldin óskerd, tá pensiónistar búgva í sambýlum. Hesir gjalda so fyri uppihaldið við pensiónini.

Hjá persónum við víttfevnandi sálarligum ella likamligum brekum dettur pensiónin burtur, tá uppihaldið á serforsorgarstovni, psykiatrisku deild e.l. í einum tíðarskeiði uppá 1½ ár er farið út um 6 mánaðir. Á vanligum sjúkrahúsi (fyri somatiskar sjúkur) verður pensiónin varðveitt uttan mun til innleggingartíð. Tó detta møguligar hjálpar- og røktarviðbøtur burtur. Somu reglur eru galdandi fyri tey, sum sita revsing e.t. sambært dómi.

Á ellis- og røktarheimum fellur pensiónin burtur, tá uppihaldið er varandi. Í staðin verður lummapeningur útgoldin.

Á ellis- og røktarheimum verður goldið fyri uppihaldið, um so er, at pensiónistur hevur aðrar inntøkur, t.d. tænastueftirløn, rentuinntøkur, krígsskaðaendurgjald o.t. Eftir lógini skal gjaldast ein upphædd, sum er í mesta lagi 60% av inntøkuni, og í útrokningini skal fyrilit havast fyri burturdotna partinum av pensiónini. Í pensiónslógarinnar fatan er inntøka at skilja sum bruttoinntøka. Í kunngerð galdandi frá 1. apríl 1993 verða reglur gjørdar fyri útroknan av gjaldinum, soleiðis at hetta í staðin skal roknast av inntøkuni, tá skattur er drigin frá.

2.10. Umsitingarmyndugleikar
Tað eru - ríkisumboðsmaðurin undantikin - framvegis somu myndugleikar, sum nevndir eru undir søguliga partinum um ellis- og avlamisrentuna, sum eru við í umsitingini av pensiónum.

Kommunurnar taka ímóti, kanna og syrgja fyri, at neyðug skjalprógv fylgja við umsóknum um pensión. Tær skulu gera tilráðing um framskundaða fólkapensión, avlamispensión og einkjupensión.

Sýslumaðurin ( í Havn, fútin) skal ummæla í sambandi við einkjupensión til einkjur, sum ikki hava børn undir 18 ár, og pensión til einsmallar kvinnur yvir 50 ár.

Vanlukkutryggingarráðið ger av, um avlamispensión skal tilkennast o.a., og ger tilráðing um tillutan av framskundaðari fólkapensión, sum Almanna- og heilsumálastýrið tekur avgerð um.

Annars er tað Almannastovan, sum hevur umsitingina av pensiónslógini um hendi.

3. ATFINNINGAR AT GALDANDI LÓGUM OG UPPSKOT TIL BROYTINGAR
3.1. pensiónsskipanin
pensiónssløgini eftir galdandi reglum eru:

  1. Vanlig aldurstreytað fólkapensión, 67 ár
  2. Fólkapensión til einsamallar kvinnur, 62-66 ár
  3. Fólkapensión til kvinnur, giftar við pensiónistum, 62-66 ár
  4. Framskundað fólkapensión, grundað á serligar umstøður, 60 ár
  5. Vanlig einkjupensión, børn undir 18 ár
  6. Framhaldandi einkjupensión aftaná, at børnini eru blivin 18, og pensión til einsamallar kvinnur, grundað á serligar umstøður, 50 ár
  7. Hægsta avlamispensión
  8. Miðal avalmispensión
  9. Lægsta avlamispensión

Reglurnar eru at finna í 4 lógum - sí inngangin - og umfata tilsamans yvir 100 lógargreinar, sum, av tí at reglurnar í teim 4 lógunum ganga aftur í so nógvum førum, kunnu niðurskrivast til eitt nógv minni tal av greinum.

Í uppskotinum eru pensiónsreglurnar samskipaðar og samanskrivaðar í eina lóg, sum skal gera samlaðu skipanina greiðari fyri borgara og umsiting. pensiónirnar verða fólkapensión og fyritíðarpensión í 3 stigum. Treytirnar fyri at fáa fyritíðarpensión eru broyttar soleiðis, at munur ikki longur verður gjørdur ímillum kvinnur og menn, at pensión ikki verður játtað uttan so, at serligar umstøður tala fyri tí (heilsa, arbeiðsmøguleikar, annað), og at pensión ikki longur kann játtast til persónar undir 60 ár, uttan so at tað ikki hevur verið møguligt at útvega hóskandi arbeiði ella at menna arbeiðsførið soleiðis, at viðkomandi eftir hetta kann átaka sær eitt arbeiði. pensiónssløgini verða sambært uppskotinum:

  1. Fólkapensión - svarar til 1) omanfyri
  2. Hægsta fyritíðarpensión - svarar til 7) omanfyri,
  3. Miðal fyritíðarpensión - umfatandi 5) og 8) omanfyri
  4. Lægsta fyritíðarpensión - umfatandi 2), 3), 4), 6) og 9) omanfyri.

Vísandi til javnstøðulógina og til, at tað er meira vanligt á okkara døgum, at kvinnur hava sjálvstøðuga lønarinntøku og eru meduppihaldarar í familjuni, og tí ikki, sum vanligt var, tá upprunaliga fólkapensiónslógin varð sett í gildi, eru heimaarbeiðandi og verða uppihildnar av manninum burturav, verður skotið upp, at kvinnur ikki longur fáa serstøðu í pensiónslógini.

Harafturímóti verður skotið upp, at møguligt verður at veita fyritíðarpensión á lægsta stigi svarandi til fólkapensiónsupphæddina, um treytirnar, sum í dag eru galdandi fyri framskundaða fólkapensión og einkjupensión eftir undantaksregluni, eru til staðar. Hetta uttan mun til, um talan er um kvinnur ella menn. Verður mett, at ásettu treytirnar eru loknar, kann pensión tillutast. Aldurin verður settur til 50 ár, sum í galdandi treytum fyri pensión til einkjur uttan børn og einsamallar kvinnur. Menn skulu sostatt eisini kunna fáa pensión, lúka teir somu treytir.

Ætlanin við nýggju fyritíðarpensiónini er ikki at víðka skaran av persónum, sum hava rætt til pensión ella almannaveiting av einhvørjum slagi. Afturat persónum, sum longu fáa pensión av hesum slagi (einkjur og einsamallar kvinnur) koma persónar yvir 50 ár, sum í dag fáa ella høvdu havt rætt til varandi veiting. Hetta er ein veiting, sum verður játtað í førum, har ymisk stuðlandi ella aktiverandi tiltøk hava verið úrslitaleys, ella at mett hevur verið frammanundan, at slíkar royndir eru til fánýtis. Komið er sostatt til ta niðurstøðu, at viðkomandi ikki kemur at fáa aðrar møguleikar at skaffa sær og sínum til uppihalds enn við varandi almannaveiting.

Oftast verður komið til hesa niðurstøðu aftaná eina tíð, har viðkomandi hevur fingið fyribils forsorgarveiting vegna arbeiðsloysi ella av øðrum orsøkum. Hetta saman við ymiskum øðrum stuðli, herímillum persónligari ráðgeving og leiðbeining, stuðli til at finna arbeiði ella endurbúgvandi stuðli av ein hvørjum slagi.

Reglurnar í galdandi lógum hava við sær, at grundupphæddirnar hjá einum fólkapensiónisti og einum avlamispensiónisti skulu metast í mun til hvørja aðra og ásetast á annan hátt, enn tá talan er um tveir fólkapensiónistar ella tveir avlamispensiónistar, sum eru giftir við hvørjum øðrum. Uppskotið hevur við sær, at viðgerðin av øllum pensiónistum er eins uttan mun til, hvat slag av pensión, viðkomandi fær. Tí munur verður einans gjørdur í upphæddum hjá einsamøllum pensiónistum og giftum, og ikki, sum í galdandi reglum, eftir pensiónskombinatiónum.

Tá skotið er upp, at heitið verður broytt, er hetta grundað á, at tað ikki verður hildið neyðugt í heitinum at nágreina, av hvørji grund pensiónin er játtað: avlamni, einkjustøðu, samansettum heilsu- og arbeiðstrupulleikum, e.ø.

Skipanin er í staðin grundað á skilmarkan millum fólkapensión, sum øll hava rætt til, tá ávísur aldur er náddur (67 ár), og fyritíðarpensión, sum kann tillutast áðrenn vanligan pensiónsaldur, um serligar varandi forðingar fyri fíggjarligum sjálvbjargni eru til staðar. Tey 3 stigini grundað á veitingarstøðini, sum eisini eru í galdandi lógum. Tó burtursæð frá lægstu avlamispensión, sum skotið er upp at hækka og viðgera á sama hátt sum fólkapensión áðrenn 67 ára aldur eftir galdandi reglum.

Sum avleiðing av broytingini í heiti og álíku samansetingini av pensiónunum fær eisini "avlamisviðbótin", sum, hvat stødd av upphæddini viðvíkir, eisini í galdandi lóg verður veitt øðrum enn avlamnum, annað heiti. Galdandi uppískoytisveiting til einkjur er sama upphædd sum avlamisviðbótin, og fáa hesar báðar í uppskotinum nú bert heitið viðbót. 

pensiónirnar verða eftir uppskotinum samansettar soleiðis:

  Grundupphædd Viðbót
Fólkapensión x x
Lægsta fyritíðarpensión x x
Miðal fyritíðarpensión x x
Hægsta fyritíðarpensón x x

Viðbøturnar eru tó ymiskar í stødd.

3.2. pensión til børn
Sambært galdandi reglum kann pensión veitast frá 15 ára aldri. Sum kunnugt hava foreldur uppihaldsskyldu mótvegis børnum undir 18 ár. Samfelagsstøðan er broytt grundleggjandi, síðan galdandi reglur vórðu innførdar. Flestøll børn fóru tá út at tæna, tá tey vóru fermd. Í dag er meginparturin av børnunum í skúla ella undir útbúgving til tey eru 18 ár og longur.

Afturat hesum kemur, at tær meirútreiðslur, sum foreldur at brekaðum børnum hava í mun til onnur foreldur, í dag kunnu endurgjaldast sambært §§ 17 og 18 í forsorgarlógini. Eisini hetta talar ímóti at halda fram við játtan av pensión til børn.

Spurningurin um evt. endurbót til ung (16-17 ára gomul) avlamin vegna vantandi møguleika fyri at skaffa sær inntøku við arbeiði, eitt nú í summarmánaðunum, tá onnur ung hava møguleikar fyri tí, eigur at verða tikin upp í sambandi við endurskoðan av forsorgarlógini.

Við omanfyri standandi grundgevingum er skotið upp, at pensión verður veitt frá 18 ára aldri.

3.3. Lægsta avlamispensión
Lægsta avlamispensión hevur, orsakað av upphæddini, verið óheppin, tí hon røkkur ikki til kostnaðin av tí mest neyðturviliga til uppihalds. Tað hevur havt við sær, at ein stórur partur av teimum, sum hava fingið hesa pensión, samstundis hava fingið ískoytisstuðul upp til fólkapensiónsupphædd smb. § 13 um varandi veiting í forsorgarlógini, ofta byrjandi við fyribils hjálp eftir § 9 í forsorgarlógini í fleiri ár.

Tað vísir seg nevniliga, at ein stórur partur ikki fær brúkt síni restarbeiðsevni. Hetta er ikki ein nýggjur trupulleiki við uppruna í verandi støðu á arbeiðsmarknaðinum.

Lægstu avlamispensiónistar hava eftir galdandi reglum rætt til hálva grundupphædd, hálva avlamisviðbót og hálva barnaviðbót. Fær hjúnafelagin miðal ella hægstu avlamispensión, verða hálvu upphæddirnar helvtarbýttar einaferð enn. pensiónsviðbót verður ikki løgd afturat pensión á hesum stigi.

Skotið er upp, at fólkapensiónsupphæddin, sum annars er lægst møguliga pensiónsútgjald, í framtíðini eisini verður veitt teimum, sum frameftir koma at fáa ta pensión, ið svarar til lægstu avlamispensiónina eftir galdandi reglum.

Full grundupphædd, viðbót og evt. barnaviðbót verður sostatt veitt til lægstu fyritíðarpensión eftir uppskotinum í staðin fyri hálvu grundupphæddina, hálvu avlamisviðbótina og hálvu barnaviðbótina.

Ein stórur partur av lægstu avlamispensiónistunum fara at fáa eina hægri pensiónsveiting enn í dag, men so detta aðrar ískoytisveitingar sambært forsorgarlógini burtur.

3.4. Tær smáu viðbøturnar
Skotið er upp, at hjúnabandsviðbót, sjúkrakassaviðbót og aldursviðbót verða tiknar av.

Hjúnabandsviðbótin (350 kr. um mánaðin) verður latin giftum pensiónistum, tá hjúnafelagin ikki fær pensión, og verður hon minkað eftir inntøku í framhaldi av minkingini av pensiónsviðbótini.

Hjúnabandsviðbótin er so lítil, at hon ikki røkkur til uppihald hjúnafelagans, skuldi hesin ikki havt egna inntøku. Hevur giftur pensiónistur fíggjarligar trupulleikar, t.d. tí hjúnafelagin ikki hevur arbeitt úti og uppihaldsgrundarlagið tí minkar nógv, tá tann eini gerst pensiónistur, skal meira til enn henda viðbótin til at gjalda uppihald familjunnar. Tí verða møguligir fíggjarligir trupulleikar hjá hjúnum, har tann eini er pensiónistur, antin loystir við at tilluta fyritíðarpensión til hjúnafelagan, um viðkomandi lýkur treytirnar, ella við at veita hjúnafelaganum stuðul sambært forsorgarlógini, møguliga saman við stuðli til endurbúgving, soleiðis at viðkomandi kann verða við til at uppihalda familjuni (yngri fólk). Ein triðji møguleiki er at veita persónliga viðbót til pensiónistin upp til pensiónsupphædd til hjún í tíðini til hjúnafelagin fær rætt til pensión.

Eftirsum hjúnabandsviðbót verður javnað eftir inntøku, er drúgt at umsita eina yvirgangsreglu, har hon verður varðveitt fyri tey, sum í dag fáa hana. Tí verður skotið upp, at hon fellur heilt burtur.

Sjúkrakassaviðbótin hevur í fleiri ár av umsitingini verið løgd afturat og sædd sum ein partur av pensiónsviðbótini og minkað eftir inntøku saman við hesi. Í uppskotinum verður hon strikað sum sjálvstøðug viðbót

Aldursviðbótin (80 ár) hevur helst, tá hon í síni tíð varð innførd, havt sum endamál at rinda fyri meirútreiðslur av elli. Slíkar verða í dag veittar, antin sum eyka stuðul til røkt, hjálp, heilivág, sjúkraviðgerð o.s.fr., ella við at pensiónisturin kemur á ellis- og røktarheim, sambýli e.l. Tí er skotið upp, at eisini hon fellur burtur. Tó við yvirgangsreglu varðveitt fyri tey, sum í dag fáa hana.

3.5. Avlamisveiting
Avlamisveiting kann sambært galdandi lóg tillutast persónum, sum vegna inntøku ikki kundu fáa pensión, tá avlamni læknaliga mett er so mikið umfatandi, at teir vildu havt rætt til hægstu ella miðal fyritíðarpensión. Henda veiting fellur burtur. Hetta kemst av, at sambært uppskotinum, verður øll fyritíðarpensiónin inntøkuregulerað, og fellur pensiónin harvið burtur, tá pensiónisturin hevur inntøku yvir eina ávísa upphædd. Tí verður mett, at rættast er, at avlamisveitingin fellur burtur. Mett verður eisini, at henda veiting ikki er so neyðug sum fyrr. Avlamisveitingin skuldi dekka tær eykaútreiðslur, brekið hevði havt við sær. Aðrar lógir og aðrar skipanir, so sum forsorgarlógin og avsláttur við strandferðsluni, dekka sama endamál.

3.6. Frádrátturin í pensiónini fyri inntøkur (inntøkujavning)
Skotið er upp, at farið verður aftur til at lata grundupphæddina hjá fólkapensiónistum vera óhefta av inntøku. Í 1992 varð innførd tann regla, at arbeiðsinntøkur hjá fólkapensiónistum, 67-69 ár, skuldu hava við sær lækking í grundupphæddini, tá inntøkan fór upp um ávíst mark, meðan tænastupensiónir, rentuinntøkur, krígsskaðaendurgjald o.a. framhaldandi ikki skuldu ávirka.

Eitt av endamálunum við broytingini var sparing. Tá samanum kom, var sparingin lítil, undir 2 mió. kr. Reglan hevur týðiliga sosiala slagsíðu, tí hon rakar tey, sum ikki hava aðrar møguleikar at skoyta upp í fólkapensiónina, enn við smávegis arbeiði nú og tá, til dømis við egning, nøkrum arbeiðstímum á flakavirki, reingerð e.t.

Umsitingarliga hevur tað skapt nógv meirarbeiði at viðgera fólkapensiónina ymist eftir, um talan er um hetta ella hitt slagið av inntøku fyri sama bólk av pensiónistum. Av tí at skrásetingarnar hjá Toll & Skattstovu Føroya ikki hava verið eintýðugar, hvat inntøkusløgum viðvíkir, hevur ikki borið til at automatisera útrokningina.

Alternativið til fyriliggjandi uppskot hevði verið, at grundupphæddin verður javnað eftir øllum inntøkum, bæði arbeiðs- og eftirlønarinntøkum v.m., upp til og við 69 ár. Tað er umsitingarliga lættari at hava við at gera.

3.7. Inntøkugrundarlagið
At vísa seg sýnist inntøkugrundarlagið, sum pensiónsútrokningin skal grundast á, og árliga ásetanin av pensiónum eftir nýggjum inntøkum at vera einfalt, sí pkt. 2.6. Í verki hava tó verið stórir trupulleikar.

Fram til 1987 varð umrokningin gjørd "manuelt". Long tíðarskeið undan hvørji umrokning varð nógv yvirtíðararbeiði nýtt til hetta endamál. Tó vóru tað einans tey mál, sum umsitingin frammanundan metti neyðug vórðu at kanna - t.d. tí viðkomandi við pensiónstillutan hevði inntøku - sum vórðu tikin upp til árliga umrokning. Kommunalu líkningarnevndirnar lótu Almannastovuni skjalprógv um nýggja arbeiðsinntøku, eftirlønarinntøku v.m. Ognarinntøkurnar eru í flestøllum málum ásettar einaferð - eftir upplýsingum á umsóknarblaðnum um pensión og ognaruppgerðini um sama mundi, sum søkt var, um hon yvirhøvur var til. Sostatt var umrokningin myndað av ávísari tilvild; tó má metast, at hon hevur verið grundað á rímiliga rætta arbeiðs- og eftirlønarinntøkur í teimum málum, sum yvirhøvur vórðu umroknað.

Í 1987 verður árliga umrokningin automatiserað. Tað at skattamyndugleikarnir skrásettu inntøkurnar elektroniskt, skapti møguleikar fyri, at inntøkuupplýsingar kundu verða yvirførdar beinleiðis frá telduskipan skattavaldsins til útrokningar- og útgjaldsskipanina hjá Almannastovuni. Møguligt var nú at umroknað allar pensiónir eftir inntøku, ið var skattskyldug. Upplýsingar um ognarinntøkur hevur tað tó ikki verið møguligt at yvirføra elektroniskt. Tí hevur ikki verið møguligt at ajourføra útrokningina eftir møguligum broytingum í ognarinntøkum. Hesar inntøkur eru tí einans broyttar, tá pensiónisturin hevur gjørt vart við, at tær eru ov høgt settar, ella tá Almannastovan í samband við aðrar umsóknir, t.d. um persónliga viðbót, er komin á, at viðkomandi stendur skrásettur við skeivari ognarinntøku.

Automatiseringin vísti seg ikki einans at hava við sær fyrimunir, men eisini vansar, sum komu av, at skrásetingarnar og sundurgreinan av inntøkusløgum, ið eru hóskandi fyri skattaumsitingina, ikki vóru hóskandi fyri pensiónsumsitingina, eitt nú, at meðan tað í pensiónsútrokningini er neyðugt at skilja ímillum tænastueftirlønir og arbeiðsinntøkur, er hetta ikki neyðugt fyri skattaútrokningina. Úrslitið varð, at inntøkurnar skuldu bólkast umaftur manuelt aftaná, at tær vóru komnar inn í pensiónsskipanina. Hesin trupulleiki er nú loystur í ávísan mun við at nýta arbeiðsgevaratølini í sundurgreiningini. Men framvegis er ikki komið á mál.

Í umsitingini hava trupulleikar verið av, at pensiónin eftir galdandi lóg skal roknast eftir inntøkuni hjá pensiónistinum seinasta kalendaraárið. Tann 1. januar eru inntøkur pensiónistsins seinasta kalendaraár ikki kendar. Tí hava inntøkurnar næstseinasta kalendaraár verið nýttar flestu árini. Tó við onkrum undantaki, har fyribils skrásettar inntøkur seinasta kalendaraár hava verið nýttar. Henda inntøka er væl eftirfarandi í mun til A-inntøkur, men als ikki í mun til aðrar inntøkur, t.v.s. tær sum eru skrásettar undir heitinum B-inntøkur.

Seinnu árini eru komnir fleiri skattligir frádráttir, sum ikki hava verið áður. Ivasamt hevur verið, um teir skulu takast við í útrokningargrundarlagið fyri pensión ella ikki.

Kærunevndin hevur, vísandi til donsku pensiónsreglurnar, sum hon metir kunnu samanberast við tær føroysku, hildið, at atlit skal havast við frádráttum fyri framflutt hall av egnum virki.

Grannskoðanardeild Landskassans hevur í sínum frágreiðingum eftirlýst eini nágreinan av inntøkugrundarlagnum og -útrokningini. Komið verður í grannskoðanarfrágreiningunum inn á niðanfyri nevndu trupulleikar:

Støðutakan til omanfyri nevndu ivamál, ið eru reist av grannskoðarum, kærunevnd og Almannastovuni sjálvari, liggja til grund fyri ásetanini í uppskotinum av inntøkugrundarlagnum. Roynt er at definera (avmarka, víðka og tillaga) inntøkuhugtakið og inntøkuárið fyri pensiónsútrokningina í mun til inntøkur í skattligum høpi og skrásetingar og viðgerð skattavaldsins av hesum. Inntøkur í pensiónslógarinnar høpi eru bæði inntøkur, ið eru skattskyldugar eftir skattalógini og inntøkur av fíggjarogn, sum ikki verða skattaðar eftir skattalógini. Sí annars viðmerkingarnar til §§ 20 og 21.

Hall av sjálvstøðugum virki, húsaleigu og veðhaldi (kautión), avskrivingar og eftirlønargjøld verða eftir skattareglunum lutvíst endurgoldin av tí almenna í og við, at frádráttur verður gjørdur hesum viðvíkjandi í inntøkuni, áðrenn hon verður skattað. Tap og avskrivingar skulu ikki eisini "endurgjaldast" við hægri pensiónsveitingum. Hinvegin verður hildið rímiligt, at egið gjald til pensiónsuppsparing, sum til sína tíð kann koma at minka um pensiónsveitingar, skulu dragast frá inntøkuni.

Millum annað tann veruleiki, at ikki allar fíggjarognarinntøkur fult út verða skrásettar sentralt uppá persón, og at skrásetingarnar, sum verða gjørdar av rentuinntøkum í nøkrum førum kunnu vera misvísandi, umframt at Toll & Skattstova Føroya ikki fult út kann eftirkanna sjálvuppgivnar intøkur av rentum og vinningi av innistandandi peningi og virðisbrøvum uttanlands, hevur havt við sær, at umhugsað hevur verið í sambandi við tilevnan av lógaruppskotinum, at taka ognarinntøkur burtur úr inntøkugrundarlagnum. Komið er tó til ta niðurstøðu, at ein so prinsippiell broyting ikki eigur at vera gjørd av fyrisitingarligum grundum, serliga havandi í huga, at nógvar eftirlønir - bæði tær, ið verða uppspardar privat, og tær, ið verða uppspardar hjá løntakarum eftir sáttmálum á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum - í framtíðini fara at verða útgoldnar sum kapitalur heldur enn sum loypandi eftirlønarveitingar. Eisini út frá tí sosialpolitiska sjónarmiði, at tað ikki verður mett rímiligt, at arbeiðsinntøkur skulu ávirka pensiónsupphæddina, meðan inntøkur forvunnar av uppsparing, íløgum í virðisbrøv, arvi, rentuspekulatión ella annan hátt, ikki skulu ávirka. Ístaðin fyri eigur at verða arbeitt fram ímóti at gera skrásetingarnar av ognarinntøkum so neyvar sum til ber. Eisini skal havast í huga, at tænastumannaeftirlønir verða roknaðar við í inntøkuna, sum pensiónin verður lækkað eftir. Í roynd og veru eru hesar bert eitt annað slag av "uppsparing".

Uppskotið ber í sær, at "naturaliur" ikki fáa annað virði í pensiónsásetanini enn tað, sum ásett verður skattligt, t.v.s. í tann mun hesi virði eru partar av skattskyldugu inntøkuni. Somuleiðis verður samskipanarfrádrátturin í tænastumannaeftirlønum, sum áður varð lagdur aftrat útgoldnu tænastumannaeftirlønini, áðrenn pensiónin varð roknað, burtur. Hetta samsvarar við seinastu broytingarnar á hesum øki, har samskiftisfrádrátturin er tikin av frá 1. januar 1997 at roknað.

Av tí at møguleiki ikki er fyri at fáa fullfíggjaðar upplýsingar um, hvør fær uppihaldsgjald til børn, ið er hægri enn vanliga gjaldið eftir lógini um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, er reglan í galdandi lóg hesum viðvíkjandi tikin burtur í uppskotinum. Viðmerkjast skal, at talan einans kann verða um heilt fáar, um nakran pensiónist, ið vildi verði ávirkaður av regluni.

3.8. Ásetan av pensión í samband við atgerðir pensiónistsins til fyrimuns fyri børn o.a., oyðslandi og óryggiligan levnað
Eftir galdandi lóg skal pensiónin hjá einum pensiónisti, sum seinastu 10 árini hevur verrað síni fíggjarligu kor orsakað av "handlinger til fordel for børn... eller... hans uordentlige eller ødsle levned", roknast, sum um hann ikki hevði verrað síni kor á nevnda hátt. Hetta vil t.d. siga, at ein pensiónistur, sum hevur givið burtur tað, hann hevði innistandandi í peningastovni, framvegis skal roknast við teirri rentuinntøku, viðkomandi vildi havt, um hann ikki hevði givið pengarnar burtur. Ella at ein pensiónistur, ið hevur átt eini sethús, sum hann áður hevur havt leiguinntøku av, framhaldandi skal roknast við hesi leiguinntøku, um hann gevur húsið til arvingarnar. Reglan hevur verið trupul fyri ikki at siga ómøgulig at umsita. Reglan er einans yvirhildin í málum, har umsitingin av tilvild er komin fram til slíkar ognarminkingar.

Av tí at tað als ikki ber til at yvirhalda regluna konsekvent, og at hon undir øllum umstøðum er torfør at umsita, verður hon ikki tikin við í fyriliggjandi uppskot.

3.9. 20%´s frádráttur
Í galdandi lóg eru reglur um at mótrokna 20% av ávísum útgoldnum avlamis- og deyðsendurgjøldum í grundupphæddini. Eftir uppskotinum verða hesar reglur settar úr gildi. Um henda frádrátt og grundgeving fyri at taka hann av, sí nærri í fylgisskjølum til lógaruppskotið.

3.10. Avleiðing fyri pensiónina við innleggjan á sjúkrahús, ellis- og røktarheim, o.t. og gjald fyri uppihaldið
Í galdandi pensiónslóg verður ásett, hvussu verður við pensiónini, tá pensiónistur fær varandi uppihald á ellisheimi og røktarheimi, umframt hvussu nógv viðkomandi møguliga skal gjalda fyri uppihaldið av inntøku umframt pensiónina. Tá tað snýr seg um uppihald á øðrum stovnum, t.d. sambýlum undir serforsorgini og eldrasambýlum, er heimilað landsstýrinum at áseta nærri reglur. Reglur eru gjørdar fyri hvønn bústaðin sær, og hevur tað havt við sær, at sera ymist er, hvussu gjaldið er ásett frá stovni til stovn, og hvat tað kostar at uppihalda sær varandi ella fyribils (til umlættingar) á teim ymsu bústøðunum.

Tørvurin á tilboðum er vaksandi. Samstundis er steðgur komin í upprættan av nýggjum røktarheimum, meðan fleiri og fleiri eldrasambýli verða upprættað. Við upprættan av eldrasambýlum er lutvíst farið burtur frá at inndraga pensiónina; í staðin skal pensiónisturin varðveita pensiónina og sjálvur gjalda fyri uppihaldið. Broytingarnar, sum hendar eru seinastu árini, gera tað neyðugt at fáa greiðari politikk á økinum, hvat gjaldsreglum viðvíkir.

Av omanfyri nevndu grundum er valt at taka reglurnar um gjald fyri uppihald á almennum ella alment góðkendum stovnum úr pensiónslógini og í staðin áseta nágreiniligari reglur um hesi viðurskiftini í serligari løgtingslóg, sum verður løgd fyri tingið í næstum, og sum skal koma í gildi samstundis sum fyriliggjandi lógaruppskot.

Ásetingarnar í galdandi lóg um, hvat hendir við pensiónini, tá ein pensiónistur fer "inn at sita" (í fongsul), eru varðveittar í uppskotinum. Somuleiðis eru ásetingarnar um, at røktar- og hjálparviðbót fella burtur beinanvegin, tá pensiónistur fær uppihald á stovni, sjúkrahúsi e.l. framvegis við í lógini.

3.11. Umsitingarmyndugleikar
Sambært galdandi lógum skulu umsóknir kannast og - í ávísum førum - tilráðingar gerast av kommunustýrinum, áðrenn umsóknir verða sendar víðari til viðgerð á Almannastovuni ella Vanlukkutryggingarráðnum.

Hendan skipan hevur, serliga seinnu árini, ikki riggað væl. Tær upplýsingar, kommunurnar hvør sær fyrr lótu í umsóknini, fáast nú frá Toll & Skattstovu Føroya, Landsfólkayvirlitinum og øðrum sentralum myndugleikum.

Nakrar kommunur hava onga umsitingarorku yvirhøvur, og tað kemur fyri, at eingin kommunustýrislimur er at hitta, tá umsóknir skulu latast inn, ella tá Almannastovan hevur fyrispurningar í sambandi við eina umsókn.

Almannastovan hevur nú skrivstovur í Norðoyggjum, Eysturoy og Suðuroy og viðtaludagar í Vágum, og hevur ætlanir um at hava viðtaludagar í - í hvussu so er - Sandoy afturat. Tað er ein fyrimunur, at fyrispurningar viðvíkjandi umsóknum, ráðgeving og leiðbeining í sambandi við yvirgongd til pensión o.a., verða viðgjørdir av teimum sakkønu, sum manna hesar deildir.

Brúk er tó framvegis fyri kunnleikanum hjá bý- og bygdaráðum í ávísan mun, tá tað snýr seg um viðurskifti á staðnum. Tílíkar upplýsingar kunnu fáast við vanligari hoyring. Ásett er í lógini, at almennir myndugleikar o.o. hava skyldu til at lata upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina.

Í sambandi við tillutan av pensión til einkjur og til einsamallar kvinnur 50 ár og eldri, skal, fyriuttan tilráðing frá kommunustýri, eisini úttalilsi frá sýslumanni (í Tórshavn, fútanum) til, áðrenn støða kann takast. Fá duga í dag at síggja grundina til hesa reglu. Kommunutilráðingin verður oftast latin sum ein "verður viðmæld" ella "eingin viðmerking" til umsóknina; sama er við úttalilsum hjá flestu sýslumonnunum.

Í sambandi við tillutan av framskundaðari fólkapensión eftir galdandi reglum skal landsstýrið, aftaná tilráðing frá Vanlukkutryggingarráðnum, taka avgerð. Eftir vanligum nútímans umsitingarsiði tekur ovasti politiskt/administrativi myndugleikin ikki lut í avgerðum um einstaklingamál.

Almannastovan er, við sínum fakútbúgvna starvsfólki, før fyri at meta um eina pensión, ið skal grundast á sosialu heildarstøðuna hjá viðkomandi umsøkjara. Eftir uppskotinum verður tað Almannastovan, sum, umframt tær uppgávur, sum hon í dag hevur, kemur at átaka sær tann leiklut, sum kommunurnar og sýslumenn/fúti hava sambært galdandi lóg, t.v.s. at taka ímóti og kanna umsóknir, gera tilráðing um fyritíðarpensión og taka avgerðir um sosialt treytaðu fyritíðarpensiónirnar. Vanlukkutryggingarráðið letur framvegis pensión, grundað á varandi likamligt/sálarligt avlamni.

3.11. pensiónin heldur uppat
Hetta verður sambært uppskotinum broytt soleiðis, at rætturin til veitingar heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, ein pensiónistur doyr. Sambært galdandi lóg fellur pensiónin burtur sama mánað pensiónisturin doyr. Hetta hevur í summum førum verið óheppið. Um ein pensiónistur doyr, eftir at pensiónin er útgoldin fyri næsta mánað, skal Almannastovan krevja pensiónina aftur frá teimum avvarðandi.

4. FÍGGJARLIGAR AVLEIÐINGAR

Sambært útrokningum Almannastovunar, verða fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum mettar at verða:

Meirkostnaður   Minnikostnaður  
 

Kr.

 

Kr.

Grundupph.: 67-69ár

2.663.904

Hjúnabandsviðbót

247.000

20%’s frádráttur:

269.000

   
Lægsta fyritíðarpens.:

2.623.000

   
Barnaviðbót (½-heila):

292.500

Avlamisveiting

1.520.000

Avlamisviðbót:

267.200

   
Einkjupensión

105.000

   
Tilsamans

6.220.604

Tilsamans

1.767.000

 

Umframt nevnda meirkostnað kemur, at nakrir pensiónistar fara at koma inn í skipanina, sum ikki eru við í dag. Mett verður ikki, at talið er stórt.

Umframt nevndu sparingar (minnikostnaðin), koma sparingar av, at aldursviðbótin (4,3 mió yvir eitt áramál) og bíðiviðbótin (172.000 kr yvir eitt áramál) fella burtur (yvir eitt áramál), og á forsorgarøkinum av at lægsta avlamispensión verður hækkað, umframt av at pensión ikki verður veitt til børn frameftir.

Sambært uppskotinum er ætlanin at inntøkuregulera alla pensiónina hjá fyritíðarpensiónistum.

Tann fíggjarliga avleiðingin kann ikki gerast endaliga upp, fyrr enn uppskotið til løgtingslóg um áseting og javning av veitingum fyriliggur. Um t.d. ætlanin er at hækka/javna pensiónina í hesi lóg (um áseting og javning) soleiðis, at viðbótin til giftar pensiónistar verður hækkað við 5.832 kr. og til stakar pensiónistar við 4.020 kr., og henda upphæddin verður givin bæði til fólka- og fyritíðarpensiónistar, vil inntøkuregulering og hækking/javning tilsamans føra við sær ein meirkostnað uppá 12,7 mió. kr.

5. UMSITINGARLIGAR AVLEIÐINGAR

5.1. Arbeiðsorka
At pensiónsskipanin verður einfaldari at umsita, hevur við sær, at minni orka skal nýtast til at umsita sjálvar veitingarnar. Verður edv-kervið tíðarhóskandi, og nóg nógv tíð sett av til fyrireikingar, t.v.s. til hjá landsstýrismanninum at gera kunngerðir, leiðbeiningar, oyðibløð o.s.fr., áðrenn lógin verður sett í gildi, verður mett, at tørvurin á starvsfólki til pensiónsveitingarnar verður væl minni enn í dag.

At kommunustýrini fara úr skipanini hevur við sær, at partur av tí spardu orkuni skal nýtast av Almannastovuni til tær uppgávur, kommunurnar hava havt.

At Almannastovan skal gera tilráðing í sambandi við umsókn um fyritíðarpensiónir, áðrenn tær verða sendar til Ráðið, og at pensión ikki verður veitt, uttan so at roynt er frammanundan at finna arbeiði ella at endurskapa arbeiðsførið hjá einkjum og einsamøllum kvinnum, sum áður hava fingið eina pensión uttan hesa treyt, hevur við sær meirarbeiði. Av tí at Almannastovan frammanundan, sum fylgja av síni ráðgevingar- og leiðbeiningarskyldu, hevur verið rættiliga nógv inni í viðgerðini í slíkum málum, er avmarkað, hvussu nógv meirarbeiði, stuðulin til útvegan av arbeiði ella endurbúgvingarroyndir í veruleikanum fer at hava við sær.

Samanumtikið verður mett, at avleiðingin av lógaruppskotinum verður status quo, hvat starvsfólkatørvi á Almannastovuni viðvíkir. Sí nærri í viðmerkingunum til tær einstøku greinirnar frá Almannastovuni hesum viðvíkjandi í fylgisskjølunum, har komið verður inn á viðurskifti, ið hava við sær meirarbeiði. Almannastovan kemur tó ikki inn á minniarbeiðið, sum stendst av, at lógin annars verður einfaldari at umsita.

5.2. Tøkniútgerð
Edv-útgerðin á Almannastovuni hevur virkað langt frá nøktandi. Hon er gomul, krevur nógvar bæði smáar og stórar batar fyri yvirhøvur at kunna nýtast forsvarliga, sum er, og hon er ikki dimensionerað til brúkaratørvin.

Nýggj útgerð er keypt og kann vónandi takast í nýtslu mitt í 1999.

6. VIÐMERKINGAR FRÁ UMMÆLANDI STOVNUM, FELØGUM OG RÁÐUM
Lógaruppskotið varð sent til ummælis á Almannastovuni, Vanlukkutryggingarráðnum, Toll- & Skattstovu Føroya, Sosialráðgevarafelag Føroya, Eldraráðnum, Ráðnum fyri Brekað, Føroya Kommunufelag, Tórshavnar Kommunu, Klaksvíkar Kommunu, Runavíkar Kommunu og Grannskoðanardeild Landskassans, og eru ummæli komin frá teim flestu. Tó skal sigast, at hesi ummælini eru frá, tá lógaruppskotið bleiv lagt fyri tingið fyrstu ferð. Lógaruppskotið er broytt nakað síðani tá, serliga tá talan er um samanseting av pensiónini.

Ummælini hava í ávísan mun havt við sær, at ásetingar eru broyttar samsvarandi tilmælum frá teim ummælandi. Dentur verður av Almannastovuni, Tórshavnar kommunu og Ráðnum fyri Brekað lagdur á, at góð tíð verður sett av til fyrireikingar, áðrenn lógin verður sett í gildi, t.v.s. at kunngerðir, leiðbeiningar, oyðibløð o.a. eru til taks fyri umsitingina, áðrenn lógin fær gildi, og at tøkniútgerðin er soleiðis, at lógin í øllum, sum til ber, kann umsitast rætt og forsvarliga elektroniskt.

Ístaðin fyri at greiða frá her, hvat í hesir stovnar og onnur hava greitt frá í viðmerkingunum, eru allar viðmerkingarnar lagdar við sum fylgiskjøl.

II. VIÐMERKINGAR TIL EINSTØKU GREINIRNAR

Ad § 1.
Í greinini verður víst til heimildina til at áseta reglur um sosialar pensiónir, sonevndu rammulógina fyri almannaveitingar í Føroyum.

Ad § 2.
Ásett verður, hvørjar veitingar (pensión og viðbøtur) henda lóg umfatar, hvussu pensiónirnar eru samansettar. pensión verður definerað sum fólka- og fyritíðarpensión og veitingar sambært skiftisreglurnar í kap. 11. Krónutalið fyri tær ymsu upphæddirnar er ásett í aðrari lóggávu. Í almennu viðmerkingunum undir pkt. 2.5. verður víst á, hvat ætlanin var, at hesar upphæddirnar skuldu fevna um. Einki er broytt viðvíkjandi upphæddum, einans heiti eru broytt. Tó er tann fyritíðarpensión, ið svaraði til lægstu avlamispensión, broytt í samanseting og hækkað til sama støði sum fólkapensión. Sí nærri um broytingarnar undir 3. parti í almennu viðmerkingunum.

Ad § 3
Almennu treytirnar fyri at fáa pensión eftir hesi lóg (ríkisborgaraskapur, fastur bústaður o.a.) verða ásettar í hesi grein. Í fyrsta lagi verður danskur heimarættur settur sum ein treyt. Høvuðsreglan er, at viðkomandi hevur danskan heimarætt ella er giftur við ella seinast hevur verið giftur við einum persóni, ið hevur danskan heimarætt. Ein persónur við heimarætti í einum øðrum landi, ið hevur verið giftur við einum persóni við donskum heimarætti, varðveitir rættin til pensión, um viðkomandi verður skildur ella hjúnafelagin doyr, treytað av, at viðkomandi ikki aftaná giftist við einum persóni, ið ikki hevur danskan heimarætt. Hetta tó eisini treytað av, at viðkomandi samstundis lýkur treytirnar viðvíkjandi føstum bústaði í Føroyum og 3 ára bústaðartíðini ella er umfataður av reglum í sáttmálum við onnur lond.

Undantaksvís kann landsstýrismaðurin í serligum førum gera frávik frá regluni um danskan heimarætt fyri persónar, sum hava búð minst 10 ár í Føroyum frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið, harav seinastu 5 árini beint áðrenn pensión verður tillutað. Ítøkilig dømi eru um persónar við ríkisborgararætti í einum landi, sum eingin sáttmáli er gjørdur við, men sum nærum ein mansaldur hava arbeitt og tænt landinum í samstarvi við persónar úr londum, sum sáttmáli er gjørdur við. Hesi seinast nevndu hava sambært sáttmála rætt til pensión aftaná 5 ella 10 ára bústaðartíð, meðan teir fyrst nevndu ikki hava henda møguleika. Tí er rímiligt at heimila landsstýrismanninum at gera undantøk frá kravinum um danskan heimarætt í tílíkum serligum førum, um viðkomandi ikki hevur innvunnið sær rætt til eina pensión í viðkomandi landi, ið er eins høg og føroyska pensiónin.

Í øðrum lagi verður sett sum treyt fyri tillutan og útgjaldi av pensión, at viðkomandi hevur fastan bústað í Føroyum ella hevur hýru við skipi, skrásett í Føroyum. Bústaðarkravið er sostatt uppfylt hjá einum persóni við donskum ríkisborgararætti, sum hevur hýru við føroyskum skipi, uttan mun til um hann býr í Føroyum ella uttanlands. Hvørjar treytir skulu verða uppfyltar fyri at fáa eitt skip skrásett í Føroyum, eru ásettar í løgtingslóg nr. 9 frá 05. mars 1970 um skráseting av skipum við seinni broytingum og løgtingslóg nr. 78 frá 10 mars 1992 um Føroyska Altjóða Skipaskrá við seinni broytingum. Í teirri løtu viðkomandi ikki longur hevur hýru við føroyskum skipi og framvegis býr í útlandinum, fellur rætturin til pensión burtur. Er pensiónin tillutað, meðan viðkomandi hevði hýru við føroyskum skipi, kann viðkomandi søkja um framhaldandi útgjald eftir regluni í stk. 3, 2. pkt. Landsstýrismaðurin kann gera undantak frá kravinum um fastan bústað í Føroyum, um so er, at pensiónisturin búsetist uttanlands aftaná at hava fingið tillutað pensión.

Í triðja lagi verður sett sum treyt, at viðkomandi skal hava búð í Føroyum í minsta lagi 3 ár frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið. 3 ára bústaðarkravið er galdandi fyri líknandi veitingar í øllum norðanlondum.

Frá treytunum um heimarætt og fastan bústað/hýru við føroyskum skipi, kann landsstýrismaðurin gera reglur um undantak, tá sáttmáli er gjørdur við onnur lond um hetta. Av sáttmálum, sum Danmark hevur gjørt við onnur lond, eru hesir galdandi fyri Føroyar: Norðurlond, Stórabretland, Frakland, Schweiz. Av hesum er tann norðurlendski mest víttgangandi.

Ad § 4.
Í greinini verður aldurin fyri at fáa fólkapensión ásettur at verða 67 ár.

Ad § 5.
Í greinini verður ásett, at fyritíðarpensión ikki verður játtað persónum undir 60 ár, um til ber at stuðla viðkomandi persóni til fíggjarligt sjálvbjargni við at finna eitt arbeiði, eitt arbeiði, ið er í samsvari við hansara/hennara evnir, kreftir og persónliga og fakliga førleika, ella við at stuðla til endurskapan av arbeiðsførinum við viðgerð, endurbúgving e.a. Henda treyt skal eisini setast í samband við, hvar viðkomandi hevur og framhaldandi fer at búgva, arbeiðsmøguleikarnar á staðnum, møguleikarnar fyri at flyta, tað rímiliga ið at krevja, at viðkomandi flytur hagar, arbeiðið er, og útbúgvingarmøguleikar eru, umframt til hvussu nær teimum 60 árunum, viðkomandi er.

Ad § 6.
Í greinini verða ásettar nærri treytir fyri at fáa hægstu fyritíðarpensión. Viðkomandi skal hava fylt 18 ár og vera undir 60 ár, tá umsóknin verður latin inn. Viðkomandi skal vera likamliga ella sálarliga avlamin. Eftir metingini sambært § 9 skal viðkomandi vera óarbeiðsførur i ein hvørji vinnu ella einans hava smávegis eftir av arbeiðsførleikanum. Grundgevingin fyri, at persónar, ið eru fyltir 60 ár ikki fáa hægstu avlamispensión, er, at tíðarskeiðið til viðkomandi skal liva av fólkapensión er so stutt, at óheppið kann verða at áseta pensiónina á ov høgum stigi so seint, heldur enn at laga veitingina og harvið livistøðið til seinnu lækkingina, sum verður, tá viðkomandi sum 67 ára gamal fer at liva av fólkapensión.

Ad § 7.
Í greinini verða ásettar nærri treytir fyri at fáa miðal fyritíðarpensión. Fyri at fáa miðal fyritíðarpensión grundað á avlamni, skal viðkomandi vera frá 18 til og við 66 ár. Viðkomandi skal vera likamliga ella sálarliga avlamin, og eftir metingini sambært § 9 skal arbeiðsførið hjá viðkomandi vera minkað við í minsta lagi 2/3. Fyri at fáa miðal fyritíðarpensión grundað á uppihaldaramiss (einkjustøðu) skal viðkomandi hava uppihaldsskyldu mótvegis barni ella børnum undir 18 ár. Bæði kvinnur og menn hava rætt til hesa pensión.

Ad § 8.
Í greinini verða ásettar treytir fyri at fáa lægstu fyritíðarpensión. Fyri at fáa lægstu fyritíðarpensión grundað á avlamni skal viðkomandi vera frá 18 til og við 66 ár. Viðkomandi skal vera likamliga ella sálarliga avlamin og eftir metingini sambært § 9 skal arbeiðsførið hjá viðkomandi verða minkað við í minsta lagi eini helvt.

Lægsta fyritíðarpensión grundað á samansettar sosialar trupulleikar, sum sambært fyrrverandi galdandi reglum kundi veitast til einsamallar kvinnur yvir 50 ár, einkjur í framhaldi av vanligu einkjupensiónini, tá treytirnar fyri hesi ikki longur vóru loknar og persónar annars yvir 60 ár, sum orsakað av viknandi heilsu, vantandi vinnumøguleikum ella øðrum serligum umstøðum kundu metast at hava ein varandi forsorgartørv, kunnu eftir hesi lóg veitast til allar persónar yvir 50 ár - bæði kvinnur og menn. Grundað á eina heildarmeting av sosialu støðuni í løtuni og útlitunum frameftir í tí einstaka førinum, er komið fram til, at viðkomandi ikki metist at verða førur fyri at klára seg sjálvstøðugt fíggjarliga uttan framhaldandi veiting frá tí almenna. Ætlanin er ikki at víðka persónskaran í mun til fyrrverandi galdandi lóg. Tó koma persónar yvir 50 ár, sum fáa ella vildu fingið varandi veiting sambært § 13 í forsorgarlógini, í staðin at fáa eina pensión. Hjá persónum, ið fáa varandi veiting er støðan tann, at allir møguleikar at stuðla viðkomandi í at gerast sjálvbjargin fíggjarliga hava verið til fánýtis ella frammanundan verða mettir útlitaleysir.

Ad § 9.
Í greinini verður nærri ásett, hvørji viðurskifti skulu gera seg galdandi í dømingini av mista arbeiðsførinum, tá pensiónsstigið vegna likamligt ella sálarligt avlamni skal setast. Ein meting skal gerast av, hvat viðkomandi við sínum avlamni kann væntast verða førur fyri at forvinna av inntøku. Hetta sæð í mun til útbúgving og arbeiði fyrr og samanborið við, hvat persónar, ið ikki hava heilsutrupulleikar, við samsvarandi útbúgving og royndum kunnu forvinna í sama øki. Aldur, lívsstarv, bústaður, arbeiðsmøguleikar og líkindi fyri betran ella versnan av avlamninum, umframt aðrar serligar umstøður, sum hildnar verða at hava týdning í tí einstaka málinum, skulu takast við í metingini av skerda arbeiðsførinum.

Ad § 10.
Barnaviðbót verður veitt einum pensiónisti, um so er, at viðkomandi hevur uppihaldsskyldu mótvegis einum barni undir 18 ár. Einans ein barnaviðbót verður útgoldin fyri hvørt barnið. Eru báðir uppihaldararnir pensiónistar, verður barnaviðbótin einans útgoldin til tann, sum í høvuðsheitum uppiheldur ella hevur uppihildið barninum. Búgva foreldrini ikki saman, verður barnaviðbótin útgoldin tí, sum hevur skyldu at rinda barnagjald til barnið.

Barnaviðbótin verður ikki veitt, um pensiónisturin frá hinum foreldrapartinum við uppihaldsskyldu fyri sama barnið fær barnagjald, antin beinleiðis ella forskotsvís av tí almenna. Á sama hátt, sum barnagjald eftir løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar ikki verður útgoldin, um foreldrini búgva saman, verður barnaviðbót heldur ikki veitt til pensiónina, um viðkomandi býr saman við tí, ið hevur uppihaldsskyldu fyri sama barnið, og hesin ikki er pensiónistur.

Barnaviðbót verður heldur ikki útgoldin/veitt, um pensiónisturin fær barnagjald eftir 2. parti í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar ("einkjubarnastyrk"), ella um barnið verður uppihildið av tí almenna eftir lóggávuni um almenna forsorg ella barnaforsorg.

Ad § 11.
Hjálpar- ella røktarviðbót kunnu, av Vanlukkutryggingarráðnum, tillutast fyritíðarpensiónistum. Hjálparviðbótin er ætlað at dekka útreiðslur, ein blindur persónur, ein persónur við nógv niðursettari sjón ella ein persónur, grundað á annað slag av avlamni, væntast at hava sum avleiðing av, at viðkomandi er bundin av støðugt at fáa hjálp frá øðrum. Røktarviðbótin, ið er ein hægri veiting, verður tillutað, um viðkomandi hevur tørv á varandi røkt ella støðugari umsjón, tí viðkomandi als ikki kann klára seg uttan at hava onnur um seg, so at siga alt samdøgrið.

Samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima hevur sama endamál sum røktarviðbótin, men verður hendan veitt til tann, ið ansar, meðan røktarviðbótin verður veitt til tann óhjálpna at løna øðrum av. Tí er ásett, at ein tillutað hjálpar- ella røktarviðbót ikki verður útgoldin, um so er, at pensiónisturin verður ansaður eftir reglunum í løgtingslógini um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima. Hjálpar- og røktarviðbótin verður tó tikin uppaftur, um ansingarsamsýningin steðgar.

Ad § 12.
Persónlig viðbót kann verða veitt pensiónistum, sum hava serliga trupul kor. Fyrsta fyritreytin fyri at veita persónliga viðbót er, at talan er um stuðul til eina rímiligt grundaða stakútreiðslu ella til rímiligar og neyðugar framhaldandi útreiðslur hjá pensiónistinum. Mett verður, um tað, sum pensiónisturin søkir um eyka stuðul til, er neyðugt og rímiligt, um kostnaðurin er á einum rímiligum støði, ella um trupulleikin kann loysast á annan ódýrari hátt. Onnur fyritreytin er, at pensiónisturin ikki fíggjarliga er førur fyri at bera útreiðsluna sjálvur. Kannað verður, um pensiónisturin sjálvur hevur pening at gjalda fyri, ella um hann hevur fastogn ella leysafæ, sum við sølu kann geva pensiónistinum tann pening, sum søkt verður um ískoyti til. Somuleiðis verður inntøka hjá pensiónistinum kannað, og mett verður, um inntøkan er á einum slíkum støði, at viðkomandi átti at verið førur fyri sjálvur at gjalda. Tá talan er um fyritíðarpensiónistar, verður ein ítøkilig meting av fíggjarliga tørvinum gjørd sum grundarlag fyri støðutakanini til stuðul. Føstu útreiðslur pensiónistsins, ið verða mettar neyðugar, verða sammettar við inntøku hansara.

Um so er, at neyðugt er at veita stuðul til framhaldandi útreiðslur av lánum til egnan bústað pensiónistsins, skal tann parturin av stuðlinum, ið verður veittur til avdrátt av lánum rindast aftur. Hetta grundað á sjónarmiðið, at tað almenna ikki eigur at veita stuðul til økjan av ognini hjá einum borgara. Tílíkur stuðul verður einans latin í undantaksførum, tá allir aðrir møguleikar eru royndir, herundir møguleikarnir fyri at umleggja lánini soleiðis, at pensiónisturin sjálvur kann gjalda, umframt at meting er gjørd av møguleikanum fyri og tí rímiliga í, at pensiónisturin selur ognina og finnur sær ein annan ódýrari bústað, sum hann sjálvur er førur fyri at rinda kostnaðin av.

Eftirsum persónlig viðbót einans verður veitt, tá viðurskiftini hjá pensiónistinum eru sera trupul, er sum høvuðsregla ikki grund til at rokna við, at pensiónisturin seinni verður førur fyri at gjalda aftur tað, ið veitt er. Tí verður tað einans í ávísum serligum førum, at afturgjald kann verða kravt. Sum dømi um, nær afturgjald kann verða kravt vegna skilaleysa peninganýtslu, kunnu verða, at ein pensiónistur, ið hevur havt munandi av innistandandi peningi, gevur hann burtur ella yvir eina stutta tíð nýtir peningin til endamál, sum stuðul ikki hevði verið latin til eftir reglunum, Sum dømi um, nær afturgjald kann verða kravt vegna tað, at pensiónisturin um stutta tíð verður førur fyri sjálvur at gjalda, kann nevnast, at viðkomandi í sambandi við hjúnaskilnað má fáa hjálp til t.d. búseting. Kravt kann tá verða, at hjálpin verður afturgoldin av møguligum yvirskoti í samband við búskifti. Somuleiðis kann verða veitt við afturgjaldsskyldu, um eitt størri kapitalendurgjald er væntandi í samband við eitt vanlukkutryggingar- ella líknandi mál. Treytin fyri afturgjaldskravi undir omanfyri nevndu umstøðum er, at pensiónisturin frammanundan er kunnaður um kravið.

Afturgjaldskrav fyri hjálp, sum verður veitt til sama endamál og fyri somu tíð, sum ein onnur veiting dekkar, er ásett fyri at forða fyri dupultforsyrgilsi. Í hesum sambandi er ikki krav um kunning frammanundan. Reglan kann t.d. hugsast at verða nýtt, tá ein pensiónistur, ið hevur fingið persónligt ískoyti til húsaleigu ella lán, seinni í sambandi við hjúnaskilnað fær tilkent uppihaldspening, ið dekkar sama tíðarskeið, eftirsum uppihaldspeningurin er ætlaður at dekka útreiðslur til uppihalds, herundir bústaðarútreiðslur.

Afturgjaldingin eigur at verða framd eftir eini avtalu við pensiónistin um eina avdráttarskipan, Við ásetan av upphæddini, ið, um neyðugt, kann verða mótroknað í framtíðarpensiónini, skal atlit havast at møguleikanum hjá pensiónistinum at uppihalda sær og familju síni av írestandi pensiónini og møguligari løn hjá pensiónistinum sjálvum og hjúnafelagnum.

Ad §§ 13 - 15.
Reglurnar um innvinnan av pensión komu í gildi pr. 1. januar 1995 sum tillaging til "Nordisk konvention om social sikring", sum Føroyar samtyktu at taka undir við og undirskrivaðu 8. juli 1994. Reglurnar í forsorgarlógini um einkjupensión, sum eftir fyrrverandi lóg ikki hava verið umfataðar av konventiónini, koma við hesi lóg at verða umfataðar, eins og samsvarandi pensiónir í hinum norðanlondunum eru.

Reglurnar um innvinnan av pensión eftir bústaðartíð eru við norðurlendsku konventiónini gjørdar eins fyri øll norðurlond. Í fyrsta lagi hava tær við sær, at pensión skal roknast í mun til innvinningartíðina, t.v.s. ta tíð ein hevur búð í einum norðurlandi. Hevur ein pensiónistur búð í fleiri norðurlondum, fær hann pensión í hvørjum landi sær í mun til bústaðartíðina.

Veitingar eftir lógini skulu kunna tillutast og útgjaldast til ein norðurlendskan umsøkjara, sum hevur búð fast í Føroyum, hóast hann býr í einum øðrum norðurlandi ella í einum landi, sum er limur av EØS.

pensiónirnar verða útroknaðar eftir reglunum í hvørjum norðurlandi sær, og fær pensiónisturin eina brøkpensión í hvørjum landi. Somuleiðis skulu føroyingar gjalda pensión til ein norðurlending, sum býr í øðrum norðurlandi ella í einum landi innan fyri EØS-økið, um hann áður hevur havt fastan bústað í Føroyum.

Millum Føroyar og hinar ríkispartarnar eru reglurnar higartil framvegis galdandi, t.v.s. at ein føroyingur, dani ella grønlendingur hevur rætt til pensión, útroknað eftir reglunum í tí ríkisparti, viðkomandi býr.

Ásett verður, at full fólkapensión er treytað av føstum bústaði í ríkinum í minst 40 ár, og at pensiónin fyri persónar, sum síðan fylta 15. árið hava havt fastan bústað í ríkinum í minni enn 40 ár, verður ásett í mun til, hvussu nógvar fjørutiundapartar viðkomandi hevur havt fastan bústað her.

Somuleiðis verður ásett, at full fyritíðarpensión er treytað av longdini av bústaðartíðini frá fylta 15. árinum til dagfestingina fyri tillutan av pensión. Rætturin til fulla fyritíðarpensión er treytaður av, at viðkomandi hevur búð 4/5 av árunum síðan fylta 15. árið í danska ríkinum. Lutfallið 4/5 er tað sama, sum galdandi er fyri fólkapensiónistar. Hjá fólkapensiónistum er talan um 40 ár av 52 møguligum árum (67-15), t.v.s. 40/52 ella umleið 4/5.

Útrokningarbrøkurin fyri fyritíðarpensión og avlamisveiting sær sostatt soleiðis út:

faktisk bústaðartíð í mánaðum
4/5 av møguligari bústaðartíð í mánaðum

Fær ein pensiónistur ikki fulla pensión í Føroyum, kann tað verða tí, at írestandi fjørutiundapartarnir eru innvunnir í øðrum landi.

Hugsast kann eisini, at ein føroyingur hevur búð í einum landi, sum sáttmáli ikki er gjørdur við, og at hann tey árini, hann hevur verið burturstaddur, ikki hevur vunnið sær pensiónsrættindi í viðkomandi landi. Í slíkum førum eigur at verða mett um, um viðkomandi skal hava eitt persónligt ískoyti til pensiónina upp til fulla pensión. Tá verður sostatt hugt uppá fíggjarligu viðurskiftini (inntøku og ogn) hjá viðkomandi, til tess at meta um tað neyðuga í slíkum persónligum ískoyti.

Áðrenn pensiónin verður roknað eftir bústaðartíð (brøkpensión), verður hon roknað eftir inntøku ú tyvir pensiónina hjá pensiónistinum og í summum førum hjá hjúnafelaga. Síðan verður pensiónin niðursett til talið av fjørutiundapørtum, sum pensiónisturin hevur rætt til. Barnaviðbót eftir § 10 og persónlig viðbót eftir § 12, sum verða veittar til ein brøkpensiónist, verða tó ikki niðursettar orsakað av bústaðartíð. Til dømis býr ein pensiónistur í Noregi, og hevur hesin búð bæði í Føroyum og Danmark í eitt tíðarskeið, fær viðkomandi eina brøkpensión bæði úr Føroyum og Danmark (ikki ríkinum).

Ad § 16.
Tá bústaðartíðin í danska ríkinum skal gerast upp í sambandi við útrokning av pensión hjá teimum, ið møguliga, orsakað av at tey hava búð í øðrum landi enn Føroyum, Grønlandi ella Danmark, ikki skulu hava fulla pensión, skulu eisini takast við tíðarskeið, har viðkomandi hevur verið uttanlands í tænastu fyri danska ríkið. Sum uppihald uttanlands í "almennum áhuga" kann t.d. nevnast starv í altjóða felagsskapum, sum ríkispartarnir eru limir í, starv sum tænastufólk hjá einum diplomati, luttøka í altjóða granskingarverkætlanum o.t.

Ad § 17.
Tað er einans bústaðartíðin í danska ríkinum frá fylta 15. árinum til fylta 67. árið, ið skulu roknast við í bústaðartíðina. Eru fleiri tíðarskeið, verða tey løgd saman. Hjá fólkapensiónistum verður síðan lækkað til næsta heila talið av árum, meðan avrundað verður til næsta heila talið av mánaðum, tá tað snýr seg um fyritíðarpensiónistar.

Ad § 18-19.
Grundupphæddin til fólkapensiónistar verður útgoldin uttan mun til inntøku. Grundupphæddin til fyritíðarpensiónistar og viðbøturnar verða útroknaðar eftir inntøku. Tó verður ein frádráttur gjørdur í inntøkugrundarlagnum fyri hvønn pensiónist sær. Hareftir lækkar pensiónin við 60%. Hetta merkir, at fyri hvørja 100 kr. pensiónisturin hevur í inntøku, umframt pensiónina, lækkar viðbótin við 60 kr.

Tað er bert inntøkan hjá pensiónistinum sjálvum, sum verður tikin við í útrokningina, tá talan er um fyritíðarpensiónistar. Hjá giftum pensiónisti verður viðbótin lækkað við grundarlagi í helvtini av samlaðu inntøkuni hjá báðum hjúnafeløgunum tilsamans.

pensiónin hjá fyritíðarpensiónistum lækkar soleiðis, at fyrst lækkar viðbótin, og tá henda er burtur, lækkar grundupphæddin á sama hátt. Tað er bert ein frádráttur fyri hvørja pensión ella hvønn pensiónist.

Ad § 20.
Inntøkugrundarlagið fyri útrokning av pensión er útroknaða inntøkan við ávísum frádrátti.

Inntøka skal skiljast sum lønar- og eftirlønarinntøka, samsýning, inntøka av sjálvstøðugum virki og landbúnaði, húsaleiguinntøka, virði av fríum ágóðum, o.a.t. sambært skattauppgerðini, umframt avkast av fíggjarognum.

Við í inntøkuna skulu ikki roknast sosialar pensiónir, hvørki fólka- ella fyritíðarpensiónin sjálv, ella líknandi pensiónir í øðrum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensión og sosialar veitingar. Eftirløn sambært løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, ið m.a. er ætlað sum eitt uppískoyti til fólkapensiónina, verður heldur ikki roknað við í inntøkugrundarlagnum.

Høvuðsreglan er, at pensiónin verður roknað eftir teirri inntøku, sum pensiónisturin hevði sambært seinastu uppgerð og álíkning hjá skattavaldinum. Frá hesi inntøku verður frádráttur einans gjørdur fyri egið gjald til eftirløn smb. skattauppgerðini. Afturat inntøkuni verður løgd renta og annar vinningur - áðrenn frádrátt fyri rentuskatt - av føroyskum fíggarognum (innistandandi peningi í føroyskum peningastovnum, føroyskum lánsbrøvum, partabrøvum, v.m.) sambært upplýsingum frá pensiónistinum. Áðrenn rentuinntøka v.m. verður løgd afturat inntøkuni smb. skattauppgerðini, verða rentuútreiðslur av lánum drignar frá. Inntøkan av fíggjarogn verður einans tikin við í inntøkugrundarlagið, um úrslitið er positivt, t.v.s. um inntøkurnar eru størri enn útreiðslurnar.

Inntøkur, sum verða skrásettar av Toll & Skattstovu Føroya í skattauppgerðini, kunnu heintast elektroniskt frá skráum skattavaldsins til pensiónsskrá Almannastovunnar. Av tí at ikki øll fíggjarognarinntøka, ið skal takast við í inntøkugrundarlagið, er tøk í hesum skráum, verður pensiónisturin í teimum førum, har hetta er neyðugt, biðin um at upplýsa um møguliga inntøku av hesum. Hetta í sambandi við umsóknina og árligu pensiónsásetanina.

Uttan mun til, um talan er um felags- ella serogn, koma hjúnafelagar at standa fyri hvør síni helvt av inntøkuni av fíggjarogn hjá báðum tilsamans.

Hevur pensiónisturin ella hjúnafelagi hansara í staðin fyri inntøku eitt tíðarskeið í inntøkuárinum, ið nýtt verður, fingið fyribils hjálp eftir forsorgarlógini, skal henda roknast við í inntøkugrundarlagið. Hetta tó ikki, um undantaksreglan viðvíkjandi ásetan av inntøkugrundarlagnum verður nýtt, t.v.s. tá inntøkan er varandi broytt.

Undantaksvís kann inntøka av arbeiði ella eftirløn ásetast út frá væntaðari inntøku frameftir, og er hetta, tá endauppgerðin ikki er nóg góð ímynd av veruligu inntøkuviðurskiftum pensiónistsins, tá ið hann fær tillutað pensión. Gevst pensiónisturin við at arbeiða, ella fer hann niður í arbeiðstíð, ella fær pensiónisturin eftirløn í staðin fyri vanliga løn, verður inntøkan broytt til ta væntaðu. Møguligar aðrar inntøkur, sum pensiónisturin er skrásettur við í seinastu inntøkuuppgerð, verða standandi óbroyttar, t.d. rentuinntøkur. Væntaða inntøkan verður nýtt, til samsvar er millum hesa og endauppgerðina.

pensiónin verður, til samsvar er, umroknað við ársenda fyri at tryggja, at væntaða inntøkan svarar til veruligu inntøkuna sambært hóskandi skjalprógvi (afturhaldsskipan skattavaldsins, lønarseðlar e.a.t). Undantaksreglan verður vanliga nýtt við ásetan av nýggjum pensiónum við fyrst og næstkomandi ársumrokning, síðan skuldi samsvar verðið ímillum enda- og fyribilsásetanina, um ikki talan er um framhaldandi skiftandi inntøkur. Tá verður umrokning gjørd á hvørjum ári, til inntøkan er støðug.

Undantaksreglan hevur við sær, at ein pensiónistur í roynd og veru í einum skiftistíðarskeiði kemur at verða roknaður við inntøkum frá tveimum ymiskum árum, næstseinasta ár fyri uppgjørdar inntøkur og inniverandi ár fyri væntaðar inntøkur av arbeiði ella eftirløn.

Áðrenn grundupphæddin til fyritíðarpensiónistar og viðbøturnar verða roknaðar eftir inntøku, er ein frádráttur í inntøkugrundarlagnum. Upphæddin er ásett í serligari løgtingslóg.

Tann soleiðis útroknaða inntøkan skal avrundast niðureftir til næsta talið, ið kann býtast við 100.

Ad § 21.
pensiónin verður ásett einaferð um árið eftir inntøkugrundarlagnum, sum lýst omanfyri undir § 20.

Henda broytingar í persónligu støðu pensiónistsins, herundir hjúnabandsstøðu (við giftu, sundurlesing, skilnað), bústøðu t.d. uppihald á stovni, uppihaldarastøðu (børn verða fødd, ella blíva 18 ár), verður pensiónin umroknað út frá nýggju støðuni.

Um so er, at broytingar knappliga henda í arbeiðsinntøkuni hjá pensiónistinum, sum hava við sær, at inntøkan varandi broytist, kann pensiónin broytast mitt í árinum við grundarlagi í væntaðu inntøkuni. Sum treyt fyri broyting av inntøkugrundarlagnum hjá t.d. sjálvstøðugum vinnurekandi er, at viðkomandi fyrst skal boða Toll- og Skattstovu Føroya frá hesum.

Hjá pensiónistum, sum hava skiftandi og óvissar lønarinntøkur, er møguleiki fyri at áseta pensiónina við styttri millumbilum, enn vanligt er við grundarlagi í upplýsingum frá Toll- og Skattstovu Føroya. Soleiðis kann Almannastovan gera av at útrokna pensiónina kvartalsvís ella hálvárliga, um mett verður, at hetta í størri mun tryggjar, at pensiónisturin fær ta røttu upphæddina beinanvegin.

Tann soleiðis av nýggjum ásetta inntøkan verður eftirroknað við næstkomandi ársumrokning, eftir at veruliga inntøkan er fingin til vega. Møguligt ov lítið ella ov nógv útgoldið, sum vísur seg við eftirrokningina, verður útgoldið ella kravt aftur.

Ad § 22-23.
Álagt verður pensiónistum at boða frá einhvørji broyting í persónligu viðurskiftunum, ið kann hava við sær, at pensiónin skal minka ella detta burtur. Tílík viðurskifti eru t.d., at viðkomandi verður giftur, og at arbeiðs- ella onnur inntøka hækkar.

Boðar pensiónisturin ikki frá tílíkum broytingum, og fær tí veiting av órøttum, hevur tað við sær, at tann upphædd, ið er ov nógv útgoldin, skal gjaldast aftur. Sigur pensiónisturin seg ikki vera føran fyri at gjalda aftur beinanvegin, og góðtekur Almannastovan hetta aftaná at hava mett um fíggjarligu støðu hansara, stendur kravið við, um neyðugt til búgv hansara verður skift við deyða.

Ad § 24.
Um so er, at í viðurskiftunum hjá einum pensiónisti  henda munandi broytingar, sum hava týdning við atliti til rættin til ta fyritíðarpensión, sum er tillutað viðkomandi, skal málið takast upp til nýggja viðgerð og døming. "Munandi" broytingar skulu skiljast sum broytingar, ið kunnu hava við sær, at pensiónin, grundað á aktuellu støðuna hjá viðkomandi, møguliga hevði hækkað, lækkað ella dottið burtur, um ein nýggj meting varð gjørd.

Tó er tað soleiðis, at tá ein pensiónistur er vorðin 60 ár, kunnu ongar broytingar gerast, hvørki lækking, hækking ella afturtøka av pensión.

Ein fyritíðarpensiónistur, ið fær pensión grundað á uppihaldaramiss (einkja, einkjumaður), missir pensiónina, um viðkomandi giftist uppaftur.

Ad § 25.
Tað er Almannastovan, sum skal ansa eftir, um broytingar fara fram í persónligu viðurskiftum pensiónistsins, sum kunnu hava við sær, at pensiónin møguliga skal broytast ella takast aftur. Almannastovan skal taka nýggja avgerð um pensiónina, tá tað snýr seg um pensiónir, Almannastovan sjálv hevur tikið avgerð um sambært hesi lóg, meðan Almannastovan skal reisa mál fyri Vanlukkutryggingarráðnum, tá tað snýr seg um pensión grundað á avlamni, sum ráðið tekur avgerð um sambært hesi lóg.

Ítøkiliga skal Almannastovan reisa mál fyri Vanlukkutryggingarráðnum, tá inntøka pensiónistsins útyvir pensiónina fer upp um ávíst mark, tá arbeiðsførið hjá einum fyritíðarpensiónisti er týðandi betrað ella versnað ella, tá støðan hjá einum persóni, ið hevur fingið tillutað avlamisveiting ella røktar-/hjálparviðbót, er batnað so mikið, at roknast má við, at viðkomandi ikki longur lýkur treytirnar fyri hesi veiting/viðbót.

Spurningar viðvíkjandi broytingum í pensión, veiting ella viðbót kunnu eisini til ein hvørja tíð reisast av persóninum sjálvum.

Ad § 26-27.
Tá ein fyritíðarpensiónistur verður 67 ár, skiftir hann frá fyritíðarpensión til fólkapensión. Hevur hann frammanundan havt rætt til hjálpar- ella røktarviðbót, sum annars ikki verða veittar til fólkapensiónistar, varðveitir hann hesar viðbøtur. Skiftið frá fyritíðarpensión til fólkapensión krevur ikki, at nýggj umsókn verður latin inn. Skiftið fer fram frá 1. í mánaðinum aftaná fylta 67. árið.

Rætturin til pensión og viðbøtur heldur uppat við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, móttakarin doyr. Tó hevur hjúnafelagin hjá einum giftum pensiónisti, um viðkomandi eisini er pensiónistur, rætt til at fáa pensión hjúnafelagans í 3 mánaðir frá endanum av tí mánaði, pensiónisturin doyr. Møgulig persónlig viðbót verður somuleiðis útgoldin hjúnafelagnum. Hjálpar- og røktarviðbót fella tó burtur við endan av tí mánaði, sum kemur aftaná mánaðin, móttakarin doyr. Fekk pensiónisturin barnaviðbót, fellur hendan eisini burtur. Hjúnafelagin ella annar persónur, ið hevur uppihaldsskyldu mótvegis sama barni, hevur í staðin rætt til at fáa barnagjald eftir 2. parti í lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar. Henda veiting kemur fram um barnaviðbótina, tí barnaviðbótin verður einans útgoldin, um treytirnar fyri at fáa barnagjald ikki eru til staðar.

Ad § 28.
Tá ein pensiónistur fær uppihald á serforsorgarstovni, á ellis- og røktarheimi, sjúkrahúsi e.a., herundir eisini á donskum samsvarandi stovni, har viðkomandi fær hjálp ella røkt, dettur røktar- ella hjálparviðbót burtur við endan av tí mánaði, ið kemur aftaná mánaðin, viðkomandi fær uppihald á stovninum ella verður innlagdur á sjúkrahús. Hetta er eisini galdandi, um viðkomandi verður settur í røkt í privatum heimi undir eftirliti av einum almennum ella alment góðkendum stovni, ella um hjálparfyriskipan verður sett í verk av Almannastovuni, ið hevur sama endamál, sum røktar- ella hjálparviðbótin.

pensiónin dettur burtur aftaná 6 mánaðir hjá einum pensiónisti, sum situr dóm av.

Reglur um, hvussu annars verður við pensiónini, tá pensiónistar fáa uppihald á omanfyri nevndu stovnum, røktarheimum, sjúkrahúsum v.m., og um evt. gjald fyri stovnsuppihaldið, verða ásettar í serligari løgtingslóg, ið skal fáa gildi samstundis, sum henda lóg um almannapensiónir kemur í gildi.

Ad § 29.
Upphæddirnar verða ásettar í serligari løgtingslóg, og hesar verða eisini javnaðar í somu lóg. pensiónsupphæddirnar eru lægri, tá bæði hjúnini fáa pensión.

Ásett verður, at ein giftur persónur verður javnsettur við ein stakan, tá samlívið við hjúnafelagan er slitið, við sundurlesing ella hjúnaskilnað. Tá tann eini av hjúnafeløgunum fær uppihald á einum stovni sambært § 28, herundir eisini eldrasambýli, verður pensiónin roknað sum til ein stakan pensiónist hjá báðum hjúnafeløgunum.

Upphæddirnar til bíðiviðbót og aldursviðbót sambært §§ 44 og 45 eru ásettar í hesum uppskoti og verða ikki javnaðar.

Ad § 30.
Í greinini verður staðfest, at veitingar eftir lógini einans verða veittar eftir umsókn, at serligt umsóknarblað skal nýtast, og at umsøkjarin skal leggja við tey skjalprógv, sum neyðug eru fyri, at avgerð kann takast.

Tá tað snýr seg um umsóknir um avlamistreytaða fyritíðarpensión, skulu umsóknirnar latast inn til Almannastovuna. Almannastovan hevur eftir forsorgarlógini skyldu til at veita øllum, sum tørva tað, ráðgeving og leiðbeining í persónligum og forsorgarligum spurningum. Hjá einum persóni, ið er komin í ta støðu, at umsókn um fyritíðarpensión er komin uppá tal, er tað av týdningi at fáa ráðgeving, herundir um aðrar møguleikar enn pensión. Tað er Almannastovan, sum kannar møguleikarnar fyri og tekur avgerðir um íverksetan av endurbúgvandi tiltøkum. Fyritreytin fyri tillutan av pensión er, at allir møguleikar at útvega hóskandi arbeiði ella at hjálpa til endurskapan av arbeiðsførinum eru royndir frammanundan. Fyri at tryggja, at støða er tikin til hesar spurningar, umframt møguliga aðrar persónligar ella forsorgarligar spurningar, verður ásett, at Almannastovan skal gera sína tilráðing um pensión í tí einstaka málinum. Samstundis verður álagt Almannastovuni at syrgja fyri, at allar upplýsingar, sum eru neyðugar hjá Ráðnum at hava, áðrenn støða kann takast til pensiónsumsóknina, eru við umsóknini.

Tað kann koma fyri, at ein persónur ikki ynskir at søkja pensión ella aðra veiting eftir hesi lóg, hóast greitt er, at aðrir møguleikar ikki eru hjá viðkomandi at klára seg frameftir. Um so er, kann Almannastovan reisa mál um pensiónstillutan. Hetta kann t.d. koma fyri, tá viðkomandi leingi hevur livað av fyribils hjálp eftir forsorgarlógini, og mett verður, at endurbúgvingartiltøk eru úrslitaleys. Tað kann eisini koma fyri, tá viðkomandi persónur, t.d. orsakað av sálarligari sjúku, ikki verður mettur at vera førur fyri sjálvur at taka eina slíka avgerð.

Ad § 31.
Ásett verður, at Almannastovan og Vanlukkutryggingarráðið kunnu krevja at fáa upplýsingar, ið hava týdning fyri viðgerðina av einum pensiónsmáli, frá einhvørjum myndugleika, ið hevur kunnleika til viðurskifti av týdningi fyri viðgerðina. Ein almennur myndugleiki kann ikki nokta at útflýggja tílíkar upplýsingar.

Ad § 32.
Fyritíðarpensión verður veitt frá tí degi, sum er uppgivin í avgerðini hjá Vanlukkutryggingarráðnum ella Den Sociale Ankestyrelse (avgerðir, ið eru kærdar). pensión annars, t.v.s. har Almannastovan tekur avgerðina, verður veitt frá tí degi, treytirnar eru loknar, tó í fyrsta lagi frá 1. í mánaðinum aftaná, at umsóknin er móttikin av Almannastovuni.

Ad § 33.
Í nógvum førum er tað soleiðis, at ein persónur, sum søkir fyritíðarpensión, frammanundan hevur fingið fíggjarligan stuðul eftir forsorgarlógini. Hesin stuðul kann bæði vera framhaldandi fíggjarlig hjálp til uppihalds og hjálp til stakútreiðslur, herímillum møguliga eisini hjálp til at sanera skuld við við tí endamáli at gera viðkomandi føran fyri at klára seg. Tá tað snýr seg um ein persón, sum er soleiðis staddur, at søkt verður um fyritíðarpensión, verður við hjálpini roynt at gera tillagingar til eina støðu sum pensiónistur. Hjálpin verður líðandi tillagað veitingarstøðinum, roknað verður við, at viðkomandi kemur at fáa.

Tá henda tillaging er at enda komin, t.v.s. tá mett verður, at viðkomandi nú er førur fyri at klára seg á tí metta fyritíðarpensiónsstøðinum, og viðkomandi einans bíðar eftir eini pensiónsavgerð, er umsitingarliga lættari beinanvegin at fara yvir til at veita viðkomandi eina pensión. Neyðugt er ikki - sum tá talan er um forsorgarveitingar - at taka málið uppaftur við stuttum millumbilum. Umsitingin kann automatiserast beinanvegin við forskotsveitan av pensión.

Reglan skal ikki nýtast, men kann nýtast, tá tað frammanundan er rímiliga greitt, hvat úrslitið av pensiónsumsóknini verður, og tá neyðugar fyrireikingar eru gjørdar til, at pensiónisturin klárar seg við hesi veiting.

Forskotið verður veitt við teirri upphædd, roknað verður við, at viðkomandi kemur at fáa í pensión.

Skuldi tað komið fyri, at viðkomandi kom at fáa eina lægri pensiónsupphædd, enn roknað varð við frammanundan, verður munurin umkonteraður sum hjálp uttan afturgjaldsskyldu sambært forsorgarlógini.

Ad § 34.
pensión verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin.

Álagt verður pensiónistum at boða Almannastovuni frá, tá hann skiftir bústað og upplýsa um nýggja bústaðin.

Landsstýrismaðurin skal í samráð við donsku stjórnina áseta reglur um, hvørja pensión ein pensiónistur, sum hevur fingið tillutað pensión í Danmark, skal fáa í Føroyum, tá hann flytur til Føroya. Hinvegin gera donsku myndugleikarnir reglur um, hvørja pensión, ein pensiónistur, sum flytur úr Føroyum til Danmarkar, skal fáa har. Hetta eru spurningar, sum verða tiknir upp við Almannamálaráðið so skjótt, sum henda lógin er samtykt, soleiðis at hesin spurningur er avgreiddur, tá lógin fær gildi.

Ad § 35.
Í greinini verður ásett, at Almannastovan kann umsita pensiónina hjá einum persóni, tá hon gerst varug við, at viðkomandi ikki sjálvur er førur fyri at umsita pensiónina. Hetta kann koma fyri, tá ein pensiónistur endurtakandi ferðir hevur brúkt pensiónina upp, áðrenn mánaðin er av, ella tá ið tað hevur verið neyðugt at veita viðkomandi ískoyti til yvirlivilsi restina av mánaðinum, ella tá ið tað hevur verið neyðugt at veita eyka hjálp at gjalda útreiðslur til hita, ljós o.a. Um so er, at pensiónistur sálarliga ella á annan hátt er so illa fyri, at mett verður, at viðkomandi als ikki er førur fyri at hava ábyrgdina fyri sær sjálvum, kann Almannastovan reisa mál um ómynduggeran.

Ad § 36.
Krøv um veitingar eftir hesi lóg kunnu ikki gerast til mál fyri úttøku ella aðrari rættarsókn.

Er talan um, at ein pensiónistur hevur givið upp skeivar upplýsingar ella hevur latið vera við at geva upplýsingar, sum hann hevur skyldu at boða frá, og hann av hesi grund hevur fingið ov stóra veiting, kann krav um tað ov nógv útgoldna gerast í pensiónini.

pensión til giftar persónar er lægri, tá bæði fáa pensión, enn tá bert annar av hjúnafeløgum fær pensión. Viðgerðin av eini pensiónsumsókn kann taka langa tíð - fleiri mánaðir, enntá ár, tá talan er um avlamisgrundaða pensión. pensiónin verður tí tillutað frá einum degi, sum er langt afturi í tíðini, og verður eftirgjald tí útgoldið fyri tíðina, sum farin er. Í tíðarskeiðnum, sum gongur frá umsókn til avgerð um pensión til ein hjúnafelaga hjá einum pensiónisti, fær pensiónisturin útgoldið eina veiting svarandi til hana, ein pensiónistur, ið er giftur við ikki-pensiónisti, fær. Fekk hjúnafelagin pensión beinanvegin - uttan ta longu viðgerðartíðina - varð pensiónin hjá báðum veitt eftir reglunum beinanvegin. Við tað at vantandi samsvar er millum tillutanardag og útgjaldsdag, hevur pensiónisturin í roynd og veru fingið eina pensión, ið er hægri, enn hann vildi havt fingið, um tíðarsamsvar var.

Í greinini verður tí ásett, at tað, sum av omanfyri nevndu orsøk er ov nóg útgoldið, kann verða mótroknað í teirri pensión, sum hjúnafelagin fær útgoldnað fyri sama tíðarskeiðið.

Ad § 37.
Vanlukkutryggingarráðið tekur avgerð um tillutan, broyting og afturtøku av fyritíðarpensjón, hjálparviðbót, røktarviðbót.

Ráðið er sett saman av Sorinskrivarinum (dómaranum), sum er formaður, landslæknanum og 4 limum valdir av landsstýrinum fyri 4 ár ísenn. Tá ið ráðið hevur tikið avgerð í einum máli, verður tað sent Almannastovuni til avgreiðslu.

Greinin ásetir eisini ymisk krøv, sum Vanlukkutryggingarráðið kann seta umsøkjaranum, t.d. at møta í ráðnum fyri at geva frágreiðing, at lata seg viðgera av lækna, innleggja til kanningar og viðgerð ella eisini lata málið fella burtur, um umsøkjarin ikki virkar við í neyðugum kanningum, uppvenjing ella øðrum fyriskipanum, sum ætlast at hava við sær munandi betran av arbeiðsførinum.

Ad § 38.
Fyri virksemið hjá Vanlukkutryggingarráðnum ásetir landsstýrismaðurin í almannamálum nærri reglur. Ráðslimirnir fáa eina samsýning, og útreiðslurnar av virkseminum hjá ráðnum verða goldnar av landskassanum.

Ráðið skal gjalda fyri møguligan ferðakostnað hjá pensiónistum fyri at møta í ráðnum og tann partin av útreiðslum til viðgerð, sum ikki verður goldin av sjúkrakassanum, umframt læknaváttanir, sum ráðið hevur umbiðið.

Ad §§ 39-40.
Avgerðir, sum Almannastovan hevur tikið sambært hesi lóg, kunnu kærast til Kærunevndina í almannamálum.

Avgerðir, sum Vanlukkutryggingarráðið hevur tikið sambært hesi lóg, kunnu kærast til Den Sociale Ankestyrelse.

Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at heimildin hjá Den Sociale Ankestyrelse kann leggjast til Kærunevndina í Almannamálum.

Ad §§ 41-45
Ásett er, at lógin skal koma í gildi frá 1. januar 2000.

Samstundis fara úr gildi galdandi fólka-, avlamispensiónslóg, §§ 27 – 31 í lógini um almenna forsorg og løgtingslóg um uppískoytisveiting til einkjur.

Í § 42 er ásett, at persónar, sum áðrenn 1. januar 2000 høvdu rætt til hægstu, miðal og lægstu avlamispensión, hava frameftir rætt til fyritíðarpensiónir eftir hesi lóg.

Eisini teir persónar, sum høvdu rætt til hjálpar- og røktarviðbót áðrenn 1. januar 2000, fáa hesar veitingar eftir hesi lóg.

Kvinnur, sum áðrenn 1. januar 2000 høvdu rætt til einkjupensión, hava frameftir rætt til miðal fyritíðarpensión eftir hesi lóg og kvinnur, sum høvdu rætt til veiting eftir § 27, stk. 2 í forsorgarlógini, t.v.s. kvinnur yvir 50 ár vegna ringa heilsu ella annað, hava frameftir rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir hesi lóg.

Persónar, sum áðrenn 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión, tí teir vórðu yvir 67 ár, hava frameftir rætt til fólkapensión eftir hesi lóg.

Persónar, sum áðrenn 1. januar 2000 høvdu rætt til fólkapensión av øðrum grundum enn aldur, hava rætt til lægstu fyritíðarpensión eftir hesi lóg.

Persónar, sum áðrenn 1. januar 2000 høvdu rætt til bíðiviðbót og aldursviðbót, varðveita hesar við teim upphæddum, sum ásettar eru í §§ 44 og 45.

 

 

Fylgiskjal 1 Søgulig lýsing

Fylgiskjal 2 Frágreiðing frá Almannastovuni um fíggjarligu avleiðingarnar.

Fylgiskjal 3 Frágreiðing frá Almannastovuni um EDV støðuna

Fylgiskjal 4 Viðmerkingar frá stovnunum o.a. (verður lagt inn seinni)

  1. Almannastovan
  2. Grannskoðanardeild Landskassans
  3. Tórshavnar Býráð
  4. Toll- og Skattstova Føroya
  5. Færøernes Ulykkeforsikringsråd
  6. Eldraráðið
  7. Ráðið fyri brekað
  8. Føroya Kommunufelag

1. viðgerð 19. mars 1999. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 5. mars 1999, og eftir 1. viðgerð 19. mars 1999 er tað beint í trivnaðarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 29., 30.mars, 12.,13, 15. og 16. apríl 1999 og hevur undir viðgerðini havt fund við Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, deildarleiðaran í pensjónsmálum, almannastjóran og landsgrannskoðaran.

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og í ein minniluta.

Meirilutin (Páll á Reynatúgvu, Finnur Helmsdal, Rúna Sivertsen, Jóanis Nielsen) mælir til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

Lyklaorðini til hesa nýggju pensjónslóggávu eru einfald- og nýtímansgerð, umframt tillaging til føroysk viðurskifti.

Samstundis ásannar meirilutin, at ásetingarlóggávan ikki longur er fevnd av hesi lóg, og heitir meirilutin tí á landsstýrismannin um at leggja fyri tingið lóggávu hesum viðvíkjandi beint eftir ólavsøku.

Meirilutin setir tó fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t
til
uppskot landsstýrisins
  

  1. § 13, stk. 4 verður orðað soleiðis: "Tá serligar umstøður tala fyri tí, kann landsstýrismaðurin gera undantøk frá regluni í stk. 1, um í minsta lagi at hava búð í danska ríkinum í 40 ár fyri at fáa rætt til fulla pensjón."
  2. § 20 og § 21 verða orðaðar soleiðis:

§ 20. Inntøkugrundarlagið er skattskylduga inntøkan sambært skattalógini, undantikið

  1. sosialar pensjónir, herímillum pensjón eftir hesi lóg og sosial pensjón, útgoldin sambært lóg í einum landi, sum sáttmáli er gjørdur við um pensjón og sosialar veitingar annars við samsvarandi endamáli og
  2. Arbeiðsmarknaðareftirløn sambært lóg um arbeiðsmarknaðareftirløn.

Stk. 2. Afturat inntøkuni sambært stk. 1 skal leggjast:

  1. renta av føroyskum lánsbrøvum og innistandandi peningi í peningastovni ella postgiro, ið verður skattað eftir reglunum í rentuskattalógini og
  2. inntøka av fyribils uppihaldshjálp eftir forsorgarlógini, tá viðkomandi, eftir at forsorgarhjálpin er hildin uppat, heldur fram við at móttaka ta inntøku, forsorgarhjálpin varð veitt sum endurgjald fyri.

Stk. 3. Tíðarskeiðið fyri uppgerð av inntøkugrundarlagnum er seinasta álíknaða inntøkuárið.

Stk. 4. Fyrsta pensjónsútrokningin verður grundað á væntaða inntøku frameftir, um inntøkan broytist varandi aftaná pensjónstillutan.

Stk. 5. Áðrenn upphæddirnar sambært § 19 verða útroknaðar, verður ein frádráttur gjørdur í inntøkugrundarlagnum.

Stk. 6. Tann eftir stk. 1-5 uppgjørda inntøkan verður avrundað niðureftir til næstu upphædd, ið kann býtast við 100.

§ 21. Pensjónin verður ásett eina ferð um árið eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20.

Stk. 2. Pensjónin verður umroknað í árinum,

  1. um inntøkan varandi broytist, og ein útrokning av pensjónini, grundað á væntaða inntøku frameftir, hevur við sær, at pensjónsupphæddin broytist, ella
  2. um broytingar henda í teimum persónligu viðurskiftunum, herímillum hjúnabandsstøðu, uppihaldarastøðu ella øðrum viðurskiftum, ið hava týdning fyri støddina av pensjónini.

Stk. 3. Um ein broytt væntað inntøka er óviss at meta um, kann pensjónin verða ásett við styttri millumbilum enn eina ferð um árið við grundarlagi í fyribilsskattaskrásetingini í inniverandi ári. Tá inntøkuviðurskiftini eru vorðin støðug, verður pensjónin aftur umroknað eina ferð um árið eftir inntøkugrundarlagnum sambært § 20.

Stk. 4. Fyritreytin fyri at útrokna pensjónina eftir væntaðari inntøku er, at broytingin framgongur av fyribilsskattaskrásetingini.

Stk. 5. Pensjón, ásett sambært stk. 2-4 og sambært § 20, stk. 4, verður eftirroknað eftir inntøkuni viðkomandi ár, tá inntøkan er álíknað.

Stk. 6. Vísir eftirrokningin sambært stk. 5, at ein pensjónistur hevur fingið lægri veiting, enn hann við álíknaðu inntøkuni sum grundarlagi hevði havt rætt til, verður avlopsupphæddin útgoldin. Hevur ein pensjónistur fingið hægri veiting, verður ov nógv útgoldna upphæddin kravd aftur.

3. § 30, stk. 3 verður orðað soleiðis: "Tað áliggur Almannastovuni at senda einum og hvørjum upplýsingar- og umsóknarblað til fólkapensjón 3 mánaðir, áðrenn persónurin gerst 67 ár."
Stk. 3-5 verður stk. 4-6.

Minnilutin (Marjus Dam, Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen), tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar.

Minnilutin harmast um, at semja ikki kundi fáast um uppskotið, ið miðar ímóti at gera almennu pensjónsskipanir okkara einfaldari og meiri nútíðarhóskandi.

Somuleiðis heldur minnilutin, at tá talan er um so týðandi mál sum nýggja lóg um almannapensjónir, liggur serlig ábyrgd á samgongumeirilutum at arbeiða fyri, at breið semja fæst í tinginum fyri at tryggja stabilitet og tryggleika á økinum. Tað er alneyðugt, at fólk, so sum avlamis- og fólkapensjónistar, trygt kunnu rokna við pensjónsskipanum okkara, uttan at bera ótta fyri broytingum í tíð og ótíð alt eftir, hvør situr í samgongu.

Tíverri tykist samgongumeirilutin ikki at hava skilt tað neyðuga í hesum, tá meirilutin í trivnaðarnevndini velur at skunda málið í gjøgnum í nevndini, og harvið noyðir minnilutan at vera ímóti uppskotinum.

Uppskotið er eftir minnilutans hugsan hvørki lýst ella viðgjørt til lítar, og ivasamt er, um greiða er fingin á ógreiðum og óhepnum orðingum í uppskotinum.

Høvuðsmunurin á hesum uppskotinum og teimum fyrr framløgdu er, at í hesum eru allar ásetingar um upphæddir á ymsu pensjónunum tiknar úr og skulu frameftir vera í sjálvstøðugari lóg um áseting av almannaveitingum.

Landsstýrið og samgongan eru fullgreið yvir, at uppskotið um almannapensjónir og uppskotið um áseting av almannaveitingum hoyra saman og tískil eiga at verða viðgjørd saman soleiðis, at løgtingsmenn kunnu síggja, hvørjar avleiðingarnar verða fyri núverandi og komandi pensjónistar, um uppskotið verður samtykt.

Landsstýrið hevur ferð eftir ferð boðað frá, bæði á tingi, í trivnaðarnevndini og í fjølmiðlunum, at nú fór uppskot um ásetingarlóg at koma á tingborð fyrsta dagin, soleiðis at tíð var at viðgera hetta saman við lógaruppskotinum um almannapensjónir.

Hóast hesi lyfti er uppskotið ikki framlagt, og tykjast landsstýrið og samgongan nú eisini at vera í uppisetur fyri undanførðslur og hava bert tað einu grundgevingina eftir fyri at skrambla málið ígjøgnum, at tey eru fleiri enn minnilutin.

Minnilutin hevur undir nevndarviðgerðini mælt til, at málið vegna tíðarneyð og vegna manglandi uppskotið um ásetingar ikki eigur at verða samtykt, ella at landsstýrið eigur at taka málið aftur fyri at leggja tað fram aftur á ólavsøku saman við uppskotinum um áseting av almannaveitingum. Hetta hevði givið nevndini neyðuga tíð at givið báðum uppskotunum eina gjølla og neyva viðgerð, ið eigur at fara fram í øllum lógararbeiði, um hetta skal vera nøktandi. Minnilutin mælti eisini í hesum sambandi til, at umsitingin longu nú kundi fyrireika seg til, at nýggja pensiónslógin kundi koma í gildi tann 1. jan. ár 2000. Hesi sjónarmið vunnu ikki frama hjá samgonguumboðunum í nevndini, og kunnu minnilutaumboðini tískil ikki standa inni fyri uppskotinum.

Nú løgtingsmenn hava givið sær betri umstøður til lógarsmíð, heldur minnilutin, at tíðin nú eigur at vera komin at vísa hetta í verki við at fella uppskot landsstýrisins.   

2. viðgerð 20. apríl 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini til §§ 13, 20, 21 og 30 samtykt 16-0-12.   Uppskotið soleiðis broytt samtykt 16-0-12. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 23. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 17-0-13. Málið avgreitt.

J.nr. 687-9/99
Ll.nr. 48/1999 frá 10.05.1999