Meirvirðisgjald

 

95  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. 3. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna Karsten Hansen, landsstýrismann, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

§ 1

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998, verða gjørdar hesar broytingar:

  1. Í § 22, stk. 2, 2 pkt., verður "goldin" strikað og í staðin fyri verður sett: "roknað".
  2. Í § 22 verður sett sum stk. 3:
  3. "Stk. 3. Reglurnar í stk. 2 eru eisini galdandi fyri skuldskrivaða rentu."

  4. § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis:
    "Stk. 4. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, skal 1,0% roknast í mánaðarligari rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá 1. í tí mánaði, sum virkið skal gjalda upphæddina í."

§ 2

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. § 1, nr. 2 fær tó gildi 1. januar 1999 og fer úr gildi 31. desember 1999. § 1, nr. 3 fær tó ikki gildi fyrr enn 1. januar 2000 burtursæð frá, at rentusatsurin verður broyttur til 1,0% við gildi frá 1. januar 1999.

Almennar viðmerkingar
Rættingar og nágreiningar av reglum, sum viðvíkja renturokning av ov seint goldnum meirvirðisgjaldi.

Uppskotið hevur ikki eyka útreiðslur við sær.

Viðmerkingar til einstøku broytingarnar
Til 1). Talan er um eina umorðing av verandi grein.

Til 2) og 3). Broytingarnar snúgva seg um partvíst at lækka rentusatsin úr 1,5% niður í 1,0% av ov seint inngoldnum mvg og partvíst at broyta grundarlagið fyri útrokning av morarentum av mvg. Rentusatsurin verður eftir uppskotinum lækkaður 1. januar í ár, og útrokningargrundarlagið verður broytt við gildi frá 1. januar 2000.

1. viðgerð 10. mars 1999. Málið beint í fíggjarnevndina, sum 17. mars 1999 legði fram soljóðandi

Álit

Málið varð lagt fram av landsstýrinum tann 5. mars 1999 og eftir 1. viðgerð 10. mars 1999 beint í fíggjarnevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini havt fund við Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum, umboð fyri Fíggjarmálastýrið og Toll- og Skattstovu Føroya. Upplýst er, at uppskotið er ein rætting til skeivleika, sum kom fyri, tá ið løgtingslóg nr. 96 frá 29. desember 1998 varð samtykt og staðfest.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.

2. viðgerð 8. apríl 1999. Uppskotið samtykt 27-0-2. At málið soleiðis samtykt kann fara til 3. viðgerð samtykt uttan atkvøðugreiðslu.

3. viðgerð 13. apríl 1999. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-2. Málið avgreitt.

J.nr. 688-9/98
L.l. nr. 33/1999 frá 23.04.1999