Havumhvørvisvernd

 

96  Álit - Havumhvørvisvernd - Skjal 2

Skjal 2

Álit
frá arbeiðsbólki
viðvíkjandi kgl. fyriskipan um havumhvørvið

 

Uppskot til fyrisitingar- og eftirlitsskipan.

Uppskot til hvørjar kunngerðir skulu setast í gildi.

Viðmerkingar til uppskot um nýggja kgl. fyriskipan um havumhvørvið.

FORORÐ

Í skrivi dagfest 16. apríl 1996 hevur landsstýrismaðurin í umhvørvismálum, Eilif Samuelsen, sett arbeiðsbólk at gera fyrireikandi arbeiði í sambandi við dagføring og útbygging av regluverkinum viðvíkjandi vernd av havumhvørvinum.

Arbeiðsbólkurin er serliga biðin um at gera uppskot um kunngerðir, sum eiga at koma í gildi fyri føroyska økið og at gera uppskot til fyrisitingar- og eftirlitsskipanir.

Arbeiðsbólkurin hevur í arbeiðnum havt samband við danska umhvørvisstýrið, sum hevur gjørt uppskot um at seta galdandi donsku havumhvørvislógina í gildi fyri Føroyar við kgl. fyriskipan. Arbeiðsbólkurin hevur havt høvi til at gjørt viðmerkingar til danska uppskotið. Hesar viðmerkingar eru tiknar við í tí uppskoti, sum er hjálagt hesi frágreiðing.

Við hesum verður álitið frá arbeiðsbólkinum latið Føroya landsstýri.

Tórshavn 16.09.97.

Djóni Weihe                                                      Jacob Pauli Joensen
Vaktar- og Bjargingartænastan                       Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Arne Nørrevang                                                  Herálvur Joensen
Oljuráðleggingarnevndin                                    Oljufyrisitingin

Eilif Gaard
Fiskirannsóknarstovan                                      /

Jalgrim Hildeberg, skr.                                      Tine Wilsøe, skr.
Føroya Landsstýri                                              Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Frágreiðing

Generellar viðmerkingar
Galdandi lóg um vernd av havumhvørvinum er ríkislóg nr. 130 frá 9. apríl 1980 (om beskyttelse af havmiljøet), sum er sett í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan nr. 318 frá 26. juni 1985.

Eftir kgl. fyriskipanini er eftirlitið innan føroyska fiskimarkið og í føroyskum havnum lagt til Føroya landsstýri. Fráboðanir um havdálking skulu fráboðast til landsstýrið, og landsstýrið hevur ábyrgdina av at basa dálking á føroyskum havøki innan fiskimarkið. Nakrar heimildir eru í danska umhvørvismálaráðnum, serliga veitan av loyvum til dumping (t.d. søkking av skipum) og loyvum til útleiðing í hav frá borivirksemi, frálandavinnu o.t.

Í kunngerð nr. 20 frá 8. apríl 1987 verður álagt kommununum at hava móttøkuskipanir fyri oljurestir og -blandingar, kloakk og burturkast í føroysku havnunum. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur eftirlitið við, at kommunurnar halda sínar skyldur eftir kunngerðini.

Við undantaki av omanfyri nevndu kunngerð um móttøkuskipanir í føroyskum havnum eru ongar av teimum kunngerðum, sum eru settar í gildi í Danmark við heimild í lógini, lýstar at galda í Føroyum.

Í Danmark er komin nýggj havumhvørvislóg, nr. 476 frá 30. juni 1993, við seinni broytingum. Endamálið við havumhvørvislógini frá 1980 var at lúka reglurnar í ymsum altjóða sáttmálum um havdálking frá skipum, m.a. MARPOL-konventiónina. Altjóða havumhvørvissamarbeiðið gjørdi tað neyðugt við eini dagførdari lóg um vernd av havumhvørvinum, tí neyðugt er, at reglurnar um dálking av havumhvørvinum frá skipum og øðrum virksemi eru so eins sum gjørligt í teimum ymsu londunum.

Í Føroyum eru lýstar at galda fylgjandi altjóða sáttmálar um verju av havumhvørvinum:

Í sambandi við løgtingsmál nr. 5 /1993 um lóg um leiting eftir olju og gassi á føroyskum øki varð álagt, at arbeiðssetningurin hjá oljuráðleggingarnevndini eisini skuldi vera at gera uppskot til lóg og kunngerðir viðvíkjandi oljudálking av havumhvørvinum.

Oljuráðleggingarnevndin boðaði í skrivi til Føroya landsstýrið tann 11. mars 1996 frá, at hon metti, at havdálking frá boripallum og umsiting av umhvørvisreglum fyri útleiðing frá boripallum átti ikki at verða viðgjørt í oljuhøpi einans, tí slík mál eru tvørgangandi og hoyra tí av røttum heima í umhvørvislóggávuni og hjá umhvørvismyndugleikunum.

Landsstýrið tók undir við hesum sjónarmiði og gjørdi av at seta ein arbeiðsbólk.

Manningin í arbeiðsbólkinum varð henda:

Jacob Pauli Joensen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Eilif Gaard frá Fiskirannsóknarstovuni,
Djóni Weihe / Jóan Karl Høgnesen frá Vaktar- og Bjargingartænastuni,
Arne Nørrevang frá Oljuráðleggingarnevndini,
Herálvur Joensen frá Oljufyrisitingini,
Jalgrim Hilduberg og Tine Wilsøe hava verið skrivarar hjá arbeiðsbólkinum.

Arbeiðssetningurin hjá arbeiðsbólkinum var at gera uppskot um, hvørjar kunngerðir eiga at koma í gildi fyri føroyska økið, umframt at koma við uppskoti um fyrisitingar- og eftirlitsskipan. Harafturat kom bólkurin at gera viðmerkingar til danska uppskotið til nýggja kgl. fyriskipan innan havumhvørvið. Landsstýrið hevði verið í samband við ríkisumboðsmannin viðvíkjandi spurninginum um at fáa donsku havumhvørvislógina, nr. 476 frá 30. juni 1993 við seinni broytingum, setta í gildi fyri Føroyar. Arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum skuldi taka útgangsstøði í hesi lóg.

Arbeiðsbólkurin hevur gjøgnumgingið nýggju donsku lógina (nr. 476) og gjørt viðmerkingar til tær greinar, har mett var neyðugt at hava serstakar føroyskar reglur. Eisini gjøgnumgekk bólkurin allar kunngerðir (16 í tali ), sum givnar eru við heimild í gomlu og nýggju donsku havumhvørvislógunum, men sum eingin enn er sett í gildi fyri Føroyar. Støða varð tikin til, hvørjar kunngerðir kundu lýsast óbroyttar at kunna setast í gildi fyri Føroyar, og hvørjar máttu broytast, ella serstakar kunngerðir gerast fyri Føroyar.

Fyriliggjandi uppskot til kgl. fyriskipan er tilevnað av danska umhvørvisstýrinum, eftir at arbeiðsbólkurin á fundi við stýrið hevði ført fram síni sjónarmið um, hvørjar broytingar áttu at verða gjørdar í lógini, áðrenn hon kundi setast í gildi í Føroyum. Uppskotið frá danska umhvørvisstýrinum varð síðan aftur gjøgnumgingið av arbeiðsbólkinum, og fleiri rættingar og broytingar gjørdar, sum danska umhvørvisstýrið kundi taka undir við.

Í uppskotinum til nýggja kgl. fyriskipan eru allar heimildir innan fyri føroyska fiskimarkið hjá Føroya landsstýri. Dumping er samb. uppskotinum ikki loyvd longur, tó hevur arbeiðsbólkurin ynskt, at loyvi í serligum føri kann gevast fram til 2004. Hetta er í tráð við reglurnar í OSPAR-konventiónini. Fyrisitingin av loyvum til útleiðingar í hav frá borivirksemi o.ø. verður samb. uppskotinum lagt til Føroya landsstýri at fyrisita.

Burtursæð frá ávísum tillagingum orsakað av, at landsstýrið hevur myndugleikan innan fyri føroyska fiskimarkið, er kgl. fyriskipanin lík teirri donsku havumhvørvislógini. Uppskotið er formað soleiðis, at innan fyri føroyska fiskimarkið er tað landsstýrið ella stovnar, sum landsstýrið hevur heimilað til tess, sum hava fyrisitingina av góðkenningum, eftirliti v.m.

Tað mest umhvørvisliga viðkvæma økið runt Føroyar er innan fyri 12 sjómíl, tí her melur sjógvurin kring Føroyar. Danmark væntast at víðka sjómark sítt  frá 3 til 12 sjómíl, og kann arbeiðsbólkurin mæla til, at samsvarandi víðkan verður framd í Føroyum.

Arbeiðsbólkurin hevur verið inni á spurninginum um, hvat gildi fyriskipanin hevur fyri útlendsk skip uttan fyri 3 sjómíl, so leingi búskaparligt mark ikki er lýst. Hetta er ikki viðgjørt nærri, men vil arbeiðsbólkurin vísa á, at tørvurin fyri at fáa lýst eina "Marine Pollution Zone" kring Føroyar eigur at verða kannaður.

Tá nýggja kgl. fyriskipanin, saman við kunngerðum, er sett í gildi fyri Føroyar, er føroyska lóggávan innan havumhvørvið samsvarandi tí donsku. Føroyar kunnu tá lúka somu konventiónir, sum Danmark hevur ratifiserað, t.d. OSPAR.

Fyrisitingar- og eftirlitsbygnaður
Eins og eftir galdandi kgl. fyriskipan fyri Føroyar um vernd av havumhvørvinum verður tað landsstýrið, sum innan fyri føroyska fiskimarkið kemur at hava fyrisitingina, eftirlitið, fráboðanarmóttøkuna og basingina av dálking á føroyskum havøki.

Ásetanin av reglum fyri útleiðing í sjógv undir t.d. borivirksemi er eftir galdandi fyriskipan hjá danska umhvørvismálaráðnum, meðan alt eftirlit er hjá Føroya landsstýri. Í nýggja uppskotinum er ásetanin av treytum fyri útleiðingum, tað, sum kann samanberast við umhvørvisgóðkenningar, eisini lagt til føroyskar myndugleikar at umsita.

Arbeiðsbólkurin metir tað vera mest hóskandi, at fyrisitingin av kgl. fyriskipanini verður løgd út á teir stovnar, sum frammanundan røkja samsvarandi uppgávur og á ein hátt, sum samsvarar við uppgávubýtið í Danmark.

Í Danmark er tað umhvørvisstýrið, "Miljøstyrelsen", sum vegna "Miljø- og Energiministeren" hevur fyrisitingina av havumhvørvislógini um hendi. Fyrisitingin umfatar serliga viðgerð av dálkingarvandum frá skipum og frá frálandavinnu, eftiransing og upptøka av dálking á sjónum og arbeiði í sambandi við altjóða sáttmálar. Stórir partar av hesum arbeiði eru við avtalum lagdir til serliga Søværnets Operative Kommando (SOK) og Søfartsstyrelsen (Skipaeftirlitið) at røkja. Harafturat umfatar fyrisitingin av havumhvørvislógini umhvørvisgóðkenningar fyri frálandavinnuna og veitan av góðkenningum til tilbúgvingarskipanir hjá oljufeløgum og kommunum/amtum. Arbeiðið hevur í stóran mun støði í altjóða reglum, og liggur tí eisini nógv arbeiði í at luttaka í hesum samstarvi.

Eftirlitið við skipum snýr seg serliga um, at skipini halda útleiðingarkrøvini. Eftirlitið er býtt upp í eftirlit við dálking á sjónum og í eftirlit við, hvat verður leitt í havið frá skipum. Eftirlitið við dálking á sjónum fer fram við fráboðanartænastu, við flogfari ella við skipi, og er lagt til Søværnets Operative Kommando. Eftirlit við journalum og útgerð umborð á skipum fer fram við at kanna olju- og lastajournalar og kravda útgerð umborð og verður framt av Søfartsstyrelsen (Skipaeftirlitinum). Umhvørvisstýrið hevur ábyrgd av allari lógarviðgerð og fær fráboðan um brot á lógina/kunngerðirnar til uppfylgingar.

Eftirlitið við boripallum o.t. snýr seg serliga um, at grundarlagið fyri útleiðingum er í lagi, og at útleiðingarkrøvini verða hildin. Eftirlitið verður framt við vitjanum á pallunum ella við umbøn um frágreiðingar um viðurskiftini á pallunum, eitt nú innan eftirlitsskrásetingar. Avtala er gjørd við "Energistyrelsen" soleiðis, at hesin stovnur undir sínum eftirlitsvitjanum á boripallum eisini fremur ávís eftirlit vegna umhvørvisstýrið. Í hesum sambandi kann eisini nevnast, at VVM-viðgerðin (Vurderinger af Virkningen på Miljøet), áðrenn útlegging av nýggjum økjum, verður framd av "Energistyrelsen" og umhvørvisstýrinum í felag, har "Energistyrelsen" hevur ábyrgd av viðgerðini sum ein partur av plangóðkenningini.

Nevndin hevur hugsað sær, at fyrisitingin v.m. av havumhvørvisfyriskipanini í Føroyum verður skipað soleiðis:

  1. Landsstýrið (Vinnumálastýrið) hevur málsøkið um vernd av havumhvørvinum, eins og umhvørvislóggávuna á landi. Kunngerðir verða givnar av landsstýrinum, sum eisini verður kærumyndugleiki fyri avgerðir, ið lagdar verða til ávísar stovnar at umsita ella taka sær av.
  2. Heilsufrøðiliga Starvsstovan tekur sær av dagligu umsitingini av havumhvørvismálum eftir fyriskipanini og kunngerðunum. Hetta umfatar serliga umhvørvisgóðkenningar og eftirlit við borivirksemi og søkking av botnmóru, uppfylging av fráboðanum um brot á lógina og luttøka í altjóða regluskapandi samstarvi. Starvsstovan umsitur frammanundan umhvørvisverndarlóggávuna á landi.
  3. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur eftirlit við havdálking, tekur sær av at basa havdálking og móttekur fráboðanir um havdálking.
  4. Kommunurnar umsita kunngerð nr. 20 frá 8. apríl 1987 um móttøkuskipan av oljurestum og -blandingum, kloakkavlopsvatni og burturkasti í føroyskum havnum og reglurnar í § 35 í fyriskipanini um tilbúgving og upptøku av dálking í fjøruni.

Vaktar- og Bjargingartænastan hevur havt eftirlitið við, at kommunurnar hava neyðugu móttøkuskipanina fyri oljurestir og -blandingar, kloakkavlopsvatn og burturkast í havnum. Eftir nýggju skipanini metir arbeiðsbólkurin, tað vera mest hóskandi, at hetta verður lagt til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna at røkja.

Kommunurnar hava í dag ábyrgd av upprudding av tí dálking, sum setir inn á land. Mett verður ikki, at kommunurnar, ið hvussu er tær minnu kommunurnar, í øllum førum verða førar fyri at taka sær av at reinsa fjøruna, um talan verður um eina størri dálking. Arbeiðsbólkurin er ikki farin nærri inn á møguleikarnar fyri at samskipa kommunalu tilbúgvingina. Mælt verður til, at hetta verður havt í huga í sambandi við ta landstilbúgvingarætlan, sum er í gerð.

Góðkenning av tilbúgvingarskipanum hjá oljufeløgum og kommunum verður í Danmark umsitin av umhvørvistýrinum. Tað er Vaktar- og Bjargingartænastan, sum tekur sær av at basa havdálking, og metir arbeiðsbólkurin, at tað er nattúrligt, at hesin stovnur er við í hesi góðkenningarviðgerð.

Skipasýnið hevur í dag, sum danskur stovnur, eftirlitið við, at skip verða innrættað soleiðis, at tey lúka galdandi reglur um fyribyrging av havdálking. Mælt verður til, at hendan skipan heldur áfram, og at avtala verður gjørd við "Søfartsstyrelsen" um, at fráboðanir um óreglulig viðurskiftir verða latnar føroyskum myndugleikum. Sambært omanfyri nevnda bygnaði: Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Undir viðgerðini av nýggju kgl. fyriskipanini hevur verið víst á møguleikan, at veitanin av umhvørvisgóðkenningum og ásetan av útleiðingarkrøvum til borivirksemi o.l. framhaldandi varð umsitið av danska umhvørvismálaráðnum. Í uppskotinum til nýggja kgl. fyriskipan er hetta, saman við aðrari fyrisiting, lagt til føroyskar myndugleikar. Arbeiðsbólkurin hevur fingið ta fatan, at danska umhvørvisstýrið er áhugað í at stuðla føroyska fyrisitingararbeiðnum eftir tí tørvi, sum vil vísa seg, eins og teir síggja fram til eitt samstarv, har eisini føroyskir myndugleikar koma at luttaka í tí regluskapandi arbeiði, sum fer fram á altjóða stigi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað verða gjørdar samstarvsavtalur ímillum føroyskar stovnar og samsvarandi danskar stovnar, har tað ítøkiliga verður lýst, hvussu arbeiðast kann saman, og hvussu samstarvið skal mennast.

Nakran størri kostnað hevur landskassin ikki havt av verandi fyriskipan um vernd av havumhvørvinum. Við broytingunum í kgl. fyriskipanini, og nú fleiri kunngerðir verða settar í gildi, og tað samstundis eru ætlanir um at fara undir leiting eftir olju á føroyskum øki, kemur hetta at krevja eina munandi størri fyrisiting og tørv á útgerð.

Arbeiðsbólkurin hevur biðið Vaktar- og Bjargingartænastuna og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um eina meting av kostnaðinum, um frammanfyri nevnda uppskot um fyrisiting verður nýtt. Mett verður í fyrstu atløgu, at neyðugt verður hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at fáa eina upphædd upp á umleið 1,2 mió. árliga, ella svarandi til umleið 3 fólk, um stovnurin skal átaka sær hetta arbeiðsøkið. Harafturat vísir stovnurin á, at tað skjótt kann gerast neyðugt við størri orku, um umfatandi oljuleiting kemur at fara fram. Hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni er neyðugt at betra um móttøkuna av fráboðanum, betra um eftirlitið við føroyska havøkinum, betra um útgerðina til tilbúgving og upptøku av oljudálkingum, betra um upplæringina av manningum og at fáa játtan til keyp av meiri útgerð. Sostatt kann í fyrstu atløgu gerast talan um ein tørv upp á nakrar milliónir.

Uppskot til kunngerðir at seta í gildi við heimild í donsku lógini um havumhvørvi
Arbeiðsbólkurin hevur hugt tær kunngerðir ígjøgnum, sum eru í gildi í Danmark við heimild í lógini um havumhvørvi.

Mælt verður til at seta fylgandi kunngerðir í gildi uttan broytingar:

A1) Bekendtgørelse nr. 427 af 7. september 1983 om anvendelse af kontrolsystemer til forebyggelse af olieforurening fra fiskeskibe.

A2) Bekendtgørelse nr. 428 af 7. september 1983 om anvendelse af oliejournal.

A3) Bekendtgørelse nr. 165 af 1. april 1987 om anvendelse af journal for skadelige flydende stoffer (lastjournal).

A4) Bekendtgørelse nr. 169 af 1. april 1987 om påtegning af lastjournal for skibe, der transporterer skadelige flydende stoffer i bulk.

A5) Bekendtgørelse nr. 534 af 21. juni 1992 om udtømning af affald fra skibe m.v.

A6) Bekendtgørelse nr. 535 af 21. juni 1992 om udtømning af olie fra maskinrumsrendestenene på skibe i særlige havområder.

A7) Bekendtgørelse nr. 253 frá 1. apríl 1997 om udarbejdelse, indhold og godkendelse af skibsberedskabsplaner ved olieforurening.

A8) Bekendtgørelse nr. 529 fra 20. juni 1997 om førelse af affaldsjournal.

 

Niðanfyristandandi kunngerðir eiga at setast í gildi við smærri broytingum:

B1) Bekendtgørelse nr. 311 af 12. juni 1981 om indberetning i henhold til lov om beskyttelse af havmiljøet.
Viðm.: §3. Fráboðan eigur at verða givin til Vaktar- og Bjargingartænastuna.

B2) Bekendtgørelse nr. 166 af 1. april 1987 om klassifikation og kategorisering samt udtømning af flydende stoffer, der transporteres i bulk.
Viðm.: § 5: "På dansk søterritorium" eigur at broytast til føroyskt sjóøki.

B3) Bekendtgørelse nr. 394 af 17. juli 1984 om udledning i havet af stoffer og materialer fra visse havanlæg.
Viðm.: Kann setast í gildi so skjótt støða er tikin til, hvussu føroyski myndugleikin skal skipast.

B4) Bekendtgørelse nr. 395 af 17. juli 1984 om beredskab i tilfælde af forurening af havet fra visse havanlæg.
Viðm.: Kann setast í gildi so skjótt støða er tikin til, hvussu føroyski myndugleikin skal skipast. Henda kunngerð eigur eisini at steðga, til kolvetnislóggávan er sett í gildi.

 

Fylgjandi kunngerðir eiga at viðgerast nærri:

C1) Bekendtgørelse nr. 975 af 19. december 1986 om dumpning af optaget havbundsmateriale (klapning).
Viðm.: Neyðugt er við serligari føroyskari kunngerð um hesi viðurskiftir.

C2) Bekendtgørelse nr. 167 af 1. april 1987 om modtageordninger i danske havne for rester og blandinger af skadelige flydende stoffer, der transporteres i bulk.
Viðm.: Eigur at lagast til føroyska kunngerð nr. 20 frá 8. apríl 1987.

C3) Bekendtgørelse nr. 662 af 26. september 1986 om fordeling af udgifter til beredskab og bekæmpelses- og saneringsforanstaltninger vedrørende olie og kemikalieforurening mellem havnebestyrelsen, kommunalbestyrelsen, amtsrådet, hovedstadsrådet og staten.
Viðm.: Neyðugt er við eini serligari kunngerð fyri Føroyar. Eigur at verða viðgjørt nærri í.s.v. viðgerðina av føroysku tilbúgvingini.

C4) Bekendtgørelse nr. 525 af 3. desember 1980 om henlæggelse af opgaver og beføjelser efter lov om beskyttelse af havmiljøet til Miljøstyrelsen.
Viðm.: Neyðugt er við líknandi kunngerð, tá støða er tikin til, hvussu fyrisitingin á føroyskum øki skal skipast.

Kunngerðir, sum ikki er tørvur á at seta í gildi:

D1) Bekendtgørelse nr. 643 af 28. juni 1996 om lavfrekvent støj fra højhastighedsfartøjer.
Viðm.: Kunngerðin er ikki aktuell fyri Føroyar, sum er.
Kunngerðirnar eru allar hjálagdar sum fylgiskjøl (Fylgiskjal 2).

 

Viðmerkingar til tær einstøku greinarnar í uppskoti til nýggja kgl. fyriskipan
Viðmerkingar eru gjørdar til tær greinarnar, har tað í uppskotinum til kgl. fyriskipan eru gjørdar broytingar í lógini vegna serlig føroysk viðurskifti. Har ongar broytingar eru gjørdar í lógini verður víst til donsku lógarviðmerkingarnar í viðløgdum skjali (Fylgiskjal 3).

Ad. §2. Í hesi grein er innsett eitt nýtt stk. 4, har ásett er, at heimildirnar eftir stk. 3 um stuttleikafør eru lagdar til landsstýrið innan fyri føroyskt fiskimark. Líknandi broytingar eru gjørdar í fleiri øðrum greinum.

Ad. §8. Í stk. 3 verður ásett, at har landsstýrið ásetir reglur, skal landsstýrið reika fyri neyðugum hoyringum av felagsskapum og myndugleikum.

Ad. §11. Ásett verður, at á føroyskum sjóøki er ikki loyvt at útleiða olju. Sjóøkið gongur út á 3 fjórðingar úr landi

Ad. §13. Her verður danskt sjóøki broytt til føroyskt sjóøki.

Ad. § 20. Her verður gjørd sama broyting sum í §13.

Ad. § 21. Í hesi grein verður sett nýtt stk. 3 um, at landsstýrið innan fyri føroyska fiskimarkið hevur heimildina eftir stk. 2 at áseta reglur um útblaking av slógvi og feskum fiski.

Ad. § 22. Í nýggjum stk. 4 verður ásett, at landsstýrið fær heimild at áseta reglur um útblaking av matvørum frá boripallum og skipum við boripallar á føroyskum fiskiveiðiøki.

Ad. § 24. Reglan í stk. 1 um, at landsstýrið kann áseta reglur um móttøkuskipanir í føroyskum havnum, finst eisini í galdandi skipan, samb. kunngerð nr. 20 frá 08.04.1987.

Ad. § 26. Skotið verður upp at taka § 26, stk. 5, av sum óneyðuga at galda fyri føroyskt sjóøki, og í staðin verður sett nýtt stk. 5, har ásett verður, at loyvi krevst frá einum av landsstýrinum heimilaðum stovni til at dumpa havbotnstilfar á føroyskum havøki.

Ad. § 28. Her verður eins og í broytingini av § 26 ásett, at landsstýrið hevur eftirlitið og heimildina at áseta reglur viðvíkjandi upptøku og søkking av havbotnstilfari innan føroyska fiskimarkið.

Ad. § 30. Sett er nýtt stk. 3, har ásett verður, at heimildin at áseta reglur í sambandi við úttøming og burturkast í sambandi við útvinning av ráevnum, herundir olju úr føroyska havbotninum, er hjá landsstýrinum.

Ad. § 31. Eftir § 31 kemur landsstýrið at áseta reglurnar um brenning av ruski á boripallum.

Ad. § 32. Landsstýrið kann eftir stk. 2 áseta reglur um krøv til brennievni til nýtslu á boripallum.

Ad. § 33. Reglurnar í stk. 2 og 3 í lógini um skjóttgangandi ferjur verða eisini galdandi fyri sigling til føroyskar havnir, og eftir stk. 3 kann landsstýrið áseta neyðugar reglur.

Ad. §34. Í hesa grein verður sett  inn nýtt stk. 2 um, at innan fyri føroyska fiskimarkið hevur landsstýrið ábyrgdina av basing av olju- og aðrari dálking. Hesa ábyrgd hevur landsstýrið eisini eftir galdandi fyriskipan.

Ad. § 35. Í greinina er sett inn nýtt stk. 7 um, at kommunurnar hava ábyrgdina av upprudding av tí dálking, sum rekur inn á land.

Ad. § 38. Ásett verður í nýggjum stk. 5, at fráboðanir um dálking innan fyri føroyska fiskimarkið skulu fráboðast til Føroya landsstýri, ella til tann, sum landsstýrið heimilar at taka ímóti fráboðanum. Ætlanin er, at Vaktar- og Bjargingartænastan skal taka ímóti fráboðanunum.

Ad. § 41. Sett er inn  nýtt stk. 2 um, at heimildin at áseta reglur viðvíkjandi føroyskum havnum er hjá landsstýrinum.

Ad. § 42. Á føroyskum sjó- og fiskiveiðiøki hevur landsstýrið, ella tann, sum landsstýrið heimilar til tess, eftirlitið við ólógligari dálking frá skipum og boripallum.

Ad. § 43. Eftir stk. 6 fær landsstýrið, ella tann, sum landsstýrið heimilar til tess, heimild at fremja neyðug tiltøk at fyribyrgja dálking.

Ad. § 43a. Heimildin at seta skipum, sum ikki halda lógarreglurnar, forboð at koma í føroyskar havnir verður løgd til landsstýrið, samb. stk. 6.

Ad. § 44. Heimildin at krevja trygd frá eigarum av skipum og boripallum fyri dálking og at halda aftur skip og boripallar, til trygd er sett fyri dálking, verður løgd til landsstýrið.

Ad. § 45. Eftirlitið við, at lóg og kunngerðir við heimild í lógini verða hildnar á føroyskum sjó- og veiðiøki, verður lagt til landsstýrið, ella til ein stovn, sum landsstýrið heimilar til tess. Hesa eftirlitsskyldu hevur landsstýrið eisini eftir galdandi skipan.

Ad. § 48. Ásett verður í stk. 3, at umsitingin í Føroyum av havumhvørvislógini við tilhoyrandi kunngerðum verður løgd undir landsstýrið ella stovnar, sum landsstýrið heimilar til tess.

Ad. § 49. Í hesi grein verður ásett, hvør skal hava boð um avgerðir, sum landsstýrið ella heimilaðir stovnar taka avgerð í.

Ad. § 51 og § 52. Ásett verður í hesum greinum reglur um kærumyndugleika, og hvør kann kæra avgerðir, ið landsstýrið ella tess stovnar hava avgreitt."Tilbageholdelsesnævnet " er nevnd, sum er sett við heimild í lóg um skipatrygd.

Ad. § 53a. Landsstýrið umsitur reglurnar í grein 33 um skjóttgangandi ferjur og kann eftir hesi grein eisini gera av, um kærur skula virka tálmandi.

Ad. § 54. Til vísindaligar kanningar á føroyskum sjó- ella fiskiveiðiøki krevst loyvi frá landsstýrinum ella tí stovni, sum landsstýrið hevur heimilað til tess.

Ad. § 55. Tá føroyskir myndugleikar koma at umsita havumhvørvislógina á føroyskum sjó- og fiskiveiðiøki, fær landsstýrið heimild at áseta reglur um gjøld fyri útreiðslur av umsitingini.

Ad. § 62. Sett er inn í lógargreinina, at landið eisini kann koma undir revsiábyrgd. Ávísingin til § 60 verður strokin, tí eingin líknandi grein finst í føroysku kommunulógini.

Ad. § 64. Eftir nýggju lógini verður søkking í havið (dumping ) ikki loyvd. Í stk. 3 verður skotið upp at hava eina skiftisreglu, sum loyvir undantaksloyvi at søkkja træskip til ár 2004.

Tilrættað uppskot er hjálagt. (Fylgiskjal 1).

Samandráttur
Arbeiðsbólkurin hevur gjørt viðmerkingar til uppskot til kgl. fyriskipan fyri havumhvørvið, og eru hesar innarbeiddar í uppskotið til kgl. fyriskipan um havumhvørvið í samráð við danska umhvørvisstýrið. Víst er eisini á tær kunngerðir, sum eiga at setast í gildi í Føroyum, óbroyttar ella við ávísum broytingum.

Í mun til galdandi kgl. fyriskipan um havumhvørvið frá 1985 er uppskotið ein endurskoðan samsvarandi donsku havumhvørvislógini frá 1993 við seinni broytingum. Sambært uppskotinum eru allar heimildir innan fyri føroyska fiskimarkið lagdar til Føroya landsstýri at fyrisita. Nýtt í hesum sambandi er, at fyrisitingin av útleiðingarloyvum frá borivirksemi o.t. er løgd til Føroya landsstýrið. Sama er við veitan av loyvum til dumping, tó er dumping avmarkað til træskip og fram til ár 2004.

Í uppskotinum um fyrisitingar- og eftirlitsbygnað fyri kgl. fyriskipanina um havumhvørvið verður víst á fylgjandi bygnað:

Arbeiðsbólkurin hevur í álitinum fylgjandi tilmæli:

Av øðrum ávísingum og tilmælum kann nevnast:

Hjálagt
Fylgiskjal 1: Tilrættað uppskot til nýggja kgl. fyriskipan um havumhvørvi. (Burturúrlagt)
Fylgiskjal 2: Avrit av kunngerðum, sum hava heimild í donsku lógini um havumhvørvi. (Burturúrlagdar, sí lovtidende)
Fylgiskjal 3: Viðmerkingar til uppskot til "lov om havmiljøet", frá 1993. (Burturúrlagdar sí folketingstidende 1992 - 93 A sp. 7277)