Útbúgvingarstuðulsskipan

 

97  Skjal - Álit  december 1997 útbúgvingarstuðulsskipan

Álit
um nýggja
útbúgvingarstuðulsskipan
desember 1997

Innihald

1. Inngangur

1.1 Tilnevning og arbeiðssetningur
1.2 Arbeiðið í arbeiðsbólkinum

2. Verandi skipan og uppskot til broytingar

2.1 Endamálið við útbúgvingarstuðulslóggávuni
2.2 Stuðulstreytir
2.3 Stuðulsskipan
2.4 Fyribils og endaligar stuðulsupphæddir
2.5 Lán
2.6 Fyrisiting, kærumøguleikar o.a.

3. Uppskot til nýggja lóg um útbúgvingarstuðul

4. Fíggjarligur kostnaður av uppskotinum

5. Verandi reglugerð og uppskot til broytingar

5.1 Lýsing av verandi reglugerð
5.2 Viðmerkingar til verandi reglugerð
5.3 Uppskot til nýggja reglugerð

6. Fylgiskjøl

6.1 Yvirlit yvir stuðulsskipanirnar í hinum Norðanlondunum
6.2 Hagtøl yvir lesandi í Føroyum
6.3 Løgtingslóg nr. 109 frá 15.09.1988 um útbúgvingarstuðul (sum broytt við Ll. nr. 43 frá 30.03.1990)
6.4 Reglugerð um útbúgvingarstuðul, januar 1990.

Formæli
Arbeiðsbólkurin, sum landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum setti í apríl 1997 at endurskoða og gera uppskot til nýggja útbúgvingarstuðulslóg, letur við hesum landsstýrismanninum "Álit um nýggja útbúgvingarstuðulsskipan".

Arbeiðsbólkurin metir soleiðis arbeiði sítt at vera liðugt og vónar, at arbeiði hansara má verða føroyska skúlaverkinum og næmingum tess at gagni.

Tórshavn, 5. desember 1997

John Rajani, form.     Bjørg Róin      Páll Isholm

1. Inngangur

1.1 Tilnevning og arbeiðssetningur
Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Eilif Samuelsen, hevur í skrivi, dagfest 2. apríl 1997, eftir tilmæli frá m.a. Lestrarvegleiðarafelganum og LFÚ, sett limir í ein arbeiðsbólk til at endurskoða ÚS-stuðulsskipanina.

Í arbeiðsbólkinum sótu:

John Rajani, fíggjarfulltrúi í Landsskúlafyrisitingini og leiðari av Stuðulsstovninum (form.)
Bjørg Róin, studentaskúlalærari og lestrarvegleiðari
Páll Isholm, lesandi við Fróðskaparsetur Føroya

Í tilnevningarskrivinum verður m.a. sagt, at arbeiðssetningurin verður:

Við støði í verandi útbúgvingarskipan skal arbeiðsbólkurin lýsa lestrarmynstrið í Føroyum býtt sundur í ungdómsútbúgvingar og hægri útbúgvingar.

Arbeiðsbólkurin skal eftir samrøður við m.a. umboð fyri tey lesandi, lestrarvegleiðarar og Almannastovuna meta um fíggingartørvin hjá teimum lesandi.

Arbeiðsbólkurin skal kunna seg um útbúgvingarstuðulsskipanir í grannalondum okkara.

Við støði í omanfyri standandi og við atliti at teimum fíggjarkørmum, sum givnir eru á fíggjarløgtingslógini til útbúgvingarstuðul, skal arbeiðsbólkurin koma við tilmæli um eina hóskandi stuðulsskipan.

Arbeiðsbólkurin skal útfrá tilmæli sínum gera eitt uppskot til eina dagføring av verandi lógarverki. T.e. Ll. nr. 109 frá 15. 09. 1998 um útbúgvingarstuðul (sum broytt við Ll. nr. 43 frá 30. 03. 1990) og Reglugerð um útbúgvingarstuðul, januar 1990.

Arbeiðsbólkurin hevði sín fyrsta fund tann 9. apríl 1997 og hevur tilsamans havt 24 fundir. Av hesum hava 16 verið innanhýsis fundir, og 8 hava verið við ymiskar áhugabólkar. Seinasti fundurin var 5. desember 1997. Harumframt hava limirnir í arbeiðsbólkinum arbeitt við álitinum millum regluligu fundirnar.

1.2 Arbeiðið í arbeiðsbólkinum
Í arbeiðsbólkinum hevur orðaskiftið mest snúð seg um lestrarviðurskiftini hjá teimum ungu í Føroyum, trupulleikarnar við verandi ÚS-stuðulsskipan, og hvussu ein nýggj útbúgvingarstuðulsskipan eigur at verða skipað.

Arbeiðsbólkurin ásannar, at verandi lóg um útbúgvingarstuðul hevur munandi brek. Í høvuðsheitum kann sigast, at sambært hagtølunum er keypiorkan hjá teimum lesandi minkað við uml. 40%, síðani útbúgvingarstuðulin varð tikin við í heildarveitingina í 1988 (sí talvu á síðu 13). Serliga eru tað tey lesandi yvir 18 ár, sum búgva til leigu, og tey, sum mugu ferðast fyri at koma í skúla, sum eru illa fyri.

Føroyski útbúgvingarstuðulin er í mun til aðrar norðurlendskar útbúgvingarstuðulsskipanir illa fyri. Talvan niðanfyri vísir eina samanbering millum ymisku norðurlendsku skipanirnar, og týðiliga sæst, at tann føroyska ikki kann javnmetast. Tølini, ið nýtt eru, eru árligar stuðulsveitingar til lesandi við hægri lærustovn yvir 18 ár, sum eru útibúgvandi. (sí nærri lýsing í fylgiskjali 6.1)

Eisini er útbúgvingarstuðulin illa fyri samanborin við stuðul frá Arbeiðsloysisskipanini ella Almannastovuni. Hetta hevur týdning, tá fólk undir hesum skipanum ynskja at fara undir útbúgving.

Tað kemst tí ikki uttan um, at um nakað munagott skal gerast, verður neyðugt við størri játtan á fíggjarløgtingslógini.

Arbeiðsbólkurin hevur umhugsað ymiskar møguleikar fyri at betra um verandi skipan, uttan at hesar skuldu kosta meira. Ein møguleiki kundi t.d. verið, at á útbúgvingum, sum geva vinnuførleika, kundi lánsparturin av tí samlaða stuðlinum hækkað. Grundgevingin fyri hesi áskoðan er, at tann lesandi við at útbúgva seg ger eina íløgu, sum hann seinni vinnur inn aftur við hægri løn. Trupulleikin er bert, at um tað verður dýrari at útbúgva seg í Føroyum í mun til í Danmark, taka vit grundarlagið undan teimum føroysku útbúgvingunum, tá føroyingar heldur velja at fara til Danmarkar at lesa.

Tá arbeiðsbólkurin var avmarkaður í sínum arbeiðssetningi til at halda seg til teir karmar, sum givnir vóru á fíggjarløgtingslógini, var neyðugt við fundi við landsstýrismannin um málið.

Arbeiðsbólkurin hevði gjørt sær eina meting av, hvat ein munagóður bati vildi kostað landskassanum, og varð henda meting løgd fyri landsstýrismannin á fundi 27. november 1997. Kunnað varð um trupulleikan við orðingini í arbeiðssetninginum, og at trupult var at koma við nakrari munagóðari endurskoðan, um hildið varð fast við orðingina í arbeiðssetninginum.

Niðurstøðan av fundinum varð, at landsstýrismaðurin tók støðu arbeiðsbólksins til eftirtektar, samstundis sum hann heitti á arbeiðsbólkin um at arbeiða víðari við álitinum uttan tær avmarkingar, sum liggja í fíggjarkørmunum til útbúgvingarstuðul.

Við støði í arbeiði arbeiðsbólksins og við støði í arbeiðssetninginum mælir arbeiðsbólkurin til fylgjandi meginbroytingar í eini nýggjari útbúgvingarstuðulsskipan:

Umframt omanfyri nevndu meginbroytingar mælir nevndin til, at aðrar smærri broytingar verða gjørdar í lógarverkinum. Hesar verða nærri lýstar í sjálvum álitinum.

Arbeiðsbólkurin varð biðin um at dagføra verandi lógarverk, og eru broytingaruppskotini tískil innskrivað í uppskotið til nýggja útbúgvingarstuðulslóg og reglugerð, sum er partur av álitinum.

2. Verandi skipan og uppskot til broytingar
Hesin táttur í álitinum er skipaður á tann hátt, at teir einstøku partarnir av verandi lóg verða viðgjørdir fyri seg. Hvør lógarpartur verður fyrst lýstur, síðani eru viðmerkingar gjørdar, og at enda verða sett fram tilmæli til broytingar. Tátturin er býttur í fylgjandi partar:

2.1 Endamálið við útbúgvingarstuðulslóggávuni

2.1.1 Lýsing av verandi skipan
Til 1988, tá ið blokkstuðulin kom, fingu lesandi føroyingar, sum lósu í Føroyum, útbúgvingarstuðul frá SU (Statens Uddannelsesstøtte). Í 1988 var gjørd ein føroysk lóg "Løgtingslóg um útbúgvingarstuðul nr. 109 frá 15.9.1988".

Tað framgongur ikki av lógini, hvat endamálið við henni er. Her verður hugsað um, at tað ikki er orðað, hví vit skuldu hava eina stuðulsskipan, um tað skuldi verða ein stuðul, sum ein kundi liva av, ella tað skuldi verða ein ískoytisstuðul.

Politiska ynski við lógini var at gera eina so einfalda skipan sum møguligt.

Tvey tey fyrstu árini bleiv stuðul givin øllum lesandi eldri enn 16 ár, t.v.s. at tey 16 ára gomlu í 10. flokki eisini fingu stuðul. Í 1990 bleiv hetta broytt til, at øll, sum vóru í útbúgving aftaná 10. flokk, fingu stuðul, og var tað ikki longur ein treyt, at tú skuldi vera 16 ár.

So at siga øll góðtóku skipanina, sjálvt um peningaupphæddin, sum bleiv givin til tann einstaka, minkaði í mun til upphæddina frá SU.

Orsøkirnar til hetta vóru millum annað, at:

2.l.2. Viðmerkingar til verandi skipan
Við at lesa lógina kann ein fáa ta fatan, at útbúgvingarstuðulin er ætlaður sum stuðul til livikostnað. M.a. stendur í § 4, stk. 4, at útbúgvingarstuðul verður veittur til fólk í útbúgving, sum "ikki fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað."

Hinvegin eru eisini ábendingar um, at stuðulsskipanin er ætlað at vera ein ískoytisstuðulsskipan. Roknað verður við, at tann lesandi, umframt at fáa stuðul, forvinnur sær pening við síðuna av, tí stuðulsupphæddirnar eru so lágar, at eingin kann liva av teimum.

At kunna forvinna sær pening, uttan at tað ávirkaði stuðulin, var í 1988 ein stórur fyrimunur. Tíðirnar vóru góðar, og lætt var at finna sær nakað av arbeiði aftaná skúlatíð og í summarfrítíðini. Tey seinastu árini hevur hetta ikki verið nakar fyrimunur, tí tað er torført hjá teimum ungu at finna sær arbeiði aftaná skúlatíð og í summarfrítíðini.

Summi lesandi í dag eru tó so heppin at finna sær arbeiði aftaná skúlatíð fyri at kunna klára seg fíggjarliga. Arbeiðsbólkurin heldur hetta vera skeivt, tí fulltíðar skúlagongd er fulltíðararbeiði. Hevur ein lesandi ov nógv arbeiði við síðuna av skúlagongdini, kemur tað í mongum førum at ganga út yvir skúlagongdina við nógvari fráveru, ov vánaligari fyrireiking og ov vánligum úrsliti sum avleiðing. Ónøgd um hetta er at finna millum lesandi, foreldur, lærarar og onnur.

2.1.3 Tilmæli um broyting til verandi skipan
Endamálið við útbúgvingarstuðlinum eigur at vera at geva øllum borgarum fíggjarligan møguleika at fara undir miðnáms- ella hægri útbúgving, óansæð sosialar umstøður og búðstaðarviðurskifti.

Sum liður í menningini av einum samfelagi eigur fólkið at vera so væl skúlað sum gjørligt, og øll eiga at fáa møguleika at vera við í hesi menning. Tískil skal útbúgvingarstuðulin hava til endamáls at gera tað fíggjarliga møguligt hjá øllum borgarum at fáa eina útbúgving.

Eisini skal havast í huga, at útbúgvingarstuðulin samanborin við aðrar almennar skipanir, sum hava til endamáls at tryggja tí einstaka stuðulsmóttakaranum neyðuga inntøku til lívsuppihaldið, verður javnsettur, og hetta verður gjørt í dag, tí um ein lesandi fær útbúgvingarstuðul, er hann avskorin frá stuðli frá hinum stuðulsskipanunum (t.e. ALS og Almannastovan).

Tá útbúgvingarstuðulin á henda hátt kann samanberast við m.a. arbeiðsloysisstuðul og forsorgarhjálp, sum eru skipanir, ið tryggja stuðulsmóttakaranum eitt minstamark fyri lívsuppihaldi, eigur útbúgvingarstuðulin at vera á hædd við hesar.

2.2 Stuðulstreytir

2.2.1 Lýsing av verandi skipan
Sambært verandi lóggávu verður veittur útbúgvingarstuðul til fólk í útbúgving sum:

Harafturat kann Stuðulsstovnurin áseta reglur fyri útbúgvingarstuðli til fólk í útbúgving, ið fáa aðra almenna hjálp og fyri at veita stuðul, tá ið talan er um norðurlendskt, europeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði.

Stuðulstíðin er ásett sambært reglugerð, sum Stuðulsstovnurin hevur gjørt.

2.2.2 Viðmerkingar til verandi skipan
Verandi skipan virkar væl, og nevndin heldur ikki, at neyðugt er við stórvegis broytingum.

2.3 Stuðulsskipan

2.3.1 Lýsing av verandi skipan
ÚS stuðulin er býttur sundur í 4 stuðulsbólkar. Umsøkjararnir verða bólkaðir eftir, um teir eru yvir ella undir 18 ár, og um teir eru heima- ella útibúgvandi. Fylgjandi upphæddir verða veittar teimum fýra bólkunum:

Harafturat kunnu lesandi yvir 18 ár taka lán upp til 1.141 kr. um mánaðin.

2.3.2 Viðmerkingar til verandi skipan
Samsvar hevur ikki verið millum broytingina í stuðulsupphæddum og prístali seinastu 10 árini. Sammeta vit prístalsvøksturin við gongdina í stuðulsupphæddunum fáa vit eina talvu, sum sær soleiðis út:

Stuðuls-
upphædd
kr.

Árlig
broyting
%

Kumuleraður
vøkstur
%

Prístals-
vøkstur
%

Kumuleraður
vøkstur
%

Fall í
Keypiorku
%

1988/89

29.412

3,2

1989/90

27.696

-5,8

-5,8

7,2

7,2

-13,0

1990/91

26.471

-4,4

-10,3

4,2

11,4

-21,7

1991/92

26.471

0,0

-10,3

4,0

15,4

-25,7

1992/93

26.471

0,0

-10,3

3,6

19,0

-29,3

1993/94

26.471

0,0

-10,3

-1,3

17,7

-28,0

1994/95

26.471

0,0

-10,3

6,9

24,6

-34,9

1995/96

26.471

0,0

-10,3

3,7

28,3

-38,6

1996/97

26.471

0,0

-10,3

2,6

30,9

-41,2

1997/98

26.471

0,0

-10,3

3,4

34,3

-44,6

Keldur: Hagtíðindi & Árbók fyri Føroyar

Á hesi talvu framgongur heilt greitt, at lesandi hava verið fyri vanbýti, síðan verandi stuðulslóg varð samtykt. Samstundis, sum prístalsvøksturin seinastu 10 árini hevur verið 34,3%, eru stuðulsupphæddirnar til lesandi lækkaðar 10,3%. Samanlagt gevur hetta eina minking í keypiorkuni hjá teimum lesandi uppá 44,6%.

Avleiðingarnar av verandi skipan eru m.a.:

  1. Fleiri næmingar fara úr skúlunum, tí tað fíggjarliga ikki ber til at halda fram.
  2. Útbúgvingarstuðulsskipanin eggjar ikki fólki undir øðrum almennum skipanum at fara undir lestur, av tí at upphæddirnar frá ÚS eru lægri enn frá øðrum almennum stuðulsskipanum.
  3. Skipanin ger tað torført hjá ófaklærdum/tilkomnum, ið hava arbeiði, at fara undir útbúgving.
  4. Skipanin eggjar næmingum at arbeiða eftir skúlatíð.
  5. Lesandi eru undir minstamarkinum hjá Almannastovuni, ið er 2.830 kr. Hetta skal vera eftir, tá ið leiga o.a. er goldið.
  6. At fólk taka útbúgving í Danmark, hóast útbúgvingarmøguleikarnir eru í Føroyum.

2.3.3 Tilmæli um broyting í verandi skipan

Undir 18 ár
Arbeiðsbólkurin mælir til, at stuðulsútrokningin verður skild sundur eftir aldursmarki soleiðis, at næmingar undir 18 ár ikki longur fáa útbúgvingarstuðul til livikostnað. Lesandi undir 18 ár eru sambært lóg undir foreldranna forsyrgjaraskyldu, og tískil eiga foreldrini at syrgja fyri peningi til teirra livikostnað.

Tó metir arbeiðsbólkurin, at næmingar undir 18 ár eiga at fáa ískoytisstuðul til útreiðslur, sum standast av beinleiðis undirvísingartilfari (Á øllum lærustovnum í Føroyum skulu tey lesandi sjálvi gjalda fyri bøkur og annað, sum er neyðugt fyri at kunna fylgja við í undirvísingini. Ein lesandi í t.d. studentaskúla og á HF-skeiði skal keypa bøkur fyri millum kr. 2.000 til kr. 4.000 um árið. Henda upphæddin fer við einum sera stórum parti av stuðlinum, sum er ætlaður til livikostnað) og ferðing (Í verandi skipan er ikki tikið við, at nógv lesandi hava stórar útreiðslur í sambandi við ferðing. At koma til Tórshavn úr Vágunum hevur við sær nógv fleiri útreiðslur enn tað, stuðulin hækkar við, um tú gerst útibúgvandi. Stuðulin hækkar við kr. 760   um mánaðin, og torført er at finna nakað at búgva í fyri minni enn kr. 1.200. Næmingar, sum ferðast til Kambsdal, t.d. úr Klaksvík, skulu umframt ta tíð, tað tekur, brúka umleið kr. 400 til ferðing. Nevndin heldur, at neyðug hædd ikki er tikin fyri flutningskostnaði til og frá skúla í verandi skipan).

Upphæddirnar ætlaðar til undirvísingartilfar eiga at verða goldnar teimum lesandi, tá ið skúlaárið byrjar. Arbeiðsbólkurin skjýtur upp, at tey, ið fylla 18 eftir 1. januar í skúlaárinum, fáa fullan ískoytisstuðul til undirvísingartilfar. Tey ið fylla 18 ár millum 1. september og 31. desember fáa hálvan ískoytisstuðul til undirvísingartilfar. Arbeiðsbólkurin skjýtur víðari upp, at fullur ískoytisstuðul til undirvísingartilfar verður 2.000 kr.

Upphæddirnar ætlaðar til ferðakostnað millum heimstað og útbúgvingarstað eiga at verða goldnar mánaðarliga eftir eini talvu, sum fylgir prísinum á almennum flutningi.

Næmingar undir 18 ár, sum eru noyddir at flyta til útbúgvingarstaðið, eiga at fáa serligan stuðul, sum umleið svarar til kostnaðin av einum kamari.

Yvir 18 ár
Arbeiðsbólkurin heldur, at næmingar yvir 18 ár eiga at fáa stuðul, sum er nóg mikið at liva fyri. Sum skipanin er í dag, kanst tú sum lesandi yvir 18 ár í mesta lagi fáa 3.347 kr. um mánaðin. (stuðul 2.206 kr. og lán 1.141 kr.) Skal ein leiga kamar t.d. í Havn, kostar tað í minsta lagi 1.000 kr. til 1.500 kr. um mánaðin. Almannastovan hevur eitt minstamark fyri, hvat ein skal hava at liva fyri, tá ið húsaleiga og fastar útreiðslur eru goldnar. Hetta minstamarkið er 2.830 kr. um mánaðin fyri ein persón. Stuðulin til lesandi yvir 18 ár, ið eru útibúgvandi, er umleið 1.000 kr. lægri.

Stuðulin til lesandi yvir 18 ár eigur tó framhaldandi at verða givin eftir, um viðkomandi er heima- ella útibúgvandi. Sum heimabúgvandi eigur møguleiki at vera fyri einum stuðli upp til 4.000 kr., 1/2 sum stuðul og 1/2 sum møguligt lán. Sum útibúgvandi eigur møguleiki at vera fyri einum stuðli upp til 5.000 kr., har 3/5 verða veittir sum stuðul, meðan 2/5 sum møguligt lán.

Lesandi á hægri útbúgving og lesandi, sum eru foreldur, eiga altíð at verða roknað sum útibúgvandi.

Grundgevingar fyri skilnaðinum millum heima- og útibúgvandi eru m.a., at ásannast má, at vanliga eru útreiðslurnar ikki tær somu heima sum úti, og um so er, hevur viðkomandi møguleika fyri at flyta í egnan bústað, og harvið fáa stuðul sum útibúgvandi.

Býtið millum stuðul og lán er ein meting eftir, hvat arbeiðsbólkurin metir forsvarligt.

Stuðulsupphæddin til tey, sum eru útibúgvandi, kr. 5000 (stuðul + lán), er ásett við støði í tí minstu upphæddini, sum Almannastovan nýtir í sínum útrokningum.

Arbeiðsbólkurin mælir til, at næmingar, ið ferðast millum heim og útbúgvingarstað, fáa ískoytisstuðul til ferðing eftir somu skipan, sum næmingar undir 18 ár.

2.4 Fyribils og endaligar stuðulsupphæddir

2.4.1 Lýsing av verandi skipan
Stuðulsstovnurin veitir lestrarstudning og lestrarlán í stuðulsárinum sum fyribils upphæddir, sum fyri tann einstaka so vítt møguligt skulu svara til tær upphæddirnar, ið viðkomandi hevur rætt til, tá ið stuðulsárið er úti.

Útgjaldingar av fyribils upphæddum í stuðulsárinum verða framdar út frá upplýsingum um lestrarviðurskifti, øðrum almennum stuðli o.a.

Stuðulsstovnurin kann steðga ella broyta útgjaldan av fyribils upphæddum, um broytingar henda í stuðulsárinum í viðurskiftum, ið kunnu fáa munandi ávirkan á stuðulsveitingina.

Fyribils upphæddir, ið eru goldnar fyri mánaðir, har stuðulsmóttakarin ikki lýkur stuðulstreytirnar, kunnu verða kravdar aftur, áðrenn tann endaliga veitingin av útbúgvingarstuðlinum verður framd.

Endaliga veitingin av lestrarstuðli og lestrarláni verður framd, tá ið stuðulsárið er úti. Um stuðulstreytirnar ikki hava verið loknar í stuðulsárinum, verður stuðulsupphæddin sett niður lutfalsliga.

Útgoldnar fyribils upphæddir, ið ikki endaliga kunnu veitast sum lestrarstuðul og lestrarlán, skulu gjaldast aftur.

Tá ið stuðulsárið er úti, skal tann, ið er í útbúgving, og sum hevur tikið ímóti upphæddum í stuðulsárinum, geva allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri ta endaligu stuðulsveitingina.

Lýkur tann, ið er í útbúgving ikki upplýsingarskylduna, verða tær útgoldnu fyribils upphæddirnar kravdar aftur. Kravið kann tá heilt ella partvíst falla burtur, um tann, ið er í útbúgving, kortini gevur upplýsingarnar.

2.4.2 Viðmerkingar til verandi skipan

Reglurnar hava týdning fyri umsiting Stuðulsstovnsins av útbúgvingarstuðlinum.

Ofta kemur fyri, at stuðulsfortreytirnar hjá stuðulsmóttakaranum broytast gjøgnum árið, og hóast tann lesandi sambart kap. 8 í reglugerðini hevur skyldu at boða frá broyttu viðurskiftunum til Stuðulsstovnin beinanvegin, kemur tað meiri enn so fyri, at neyðugt er at regulera stuðulin (halda aftur ella útgjalda meira).

2.4.3 Tilmæli um broyting av verandi skipan
Arbeiðsbólkurin heldur tað ikki vera neyðugt at skilja ímillum fyribils og endaligar upphæddir. Tó er neyðugt at heimila Stuðulsstovninum at regulera stuðulin, um stuðulsfortreytirnar broytast í stuðulsárinum.

2.5 Lán

2.5.1 Lýsing av verandi skipan
Í verandi skipan hava næmingar oman fyri 18 ár rætt til 1.145 kr. í láni um mánaðin. Treytirnar fyri at fáa lán eru annars tær somu sum fyri stuðul.

Árliga rentan í lestrartíðini er 4 %. Eftir lokna útbúgving er rentan 1 % omanfyri diskonto.

Afturgjalding av lestrarláni og rentum byrjar vanliga eitt ár eftir, at útbúgvingin er lokin. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um afturgjalding av lestrarlánum.

Stuðulsstovnurin stendur fyri innkrevjing av lánum, og ásetir reglur fyri, hvussu mishildin lán verða kravd inn.

2.5.2 Viðmerkingar til verandi skipan
Í verandi skipan er avmarkað, hvussu mishildin lán kunnu krevjast inn. Úrslitið av hesum er, at landskassin ikki fær tann pening, hann eigur, rættstundis, og vandi kann vera fyri, at hann als ikki kemur afturíaftur.

Trupulleikar eru av og á, tá ið lántakarar doyggja. Eingin heimild er at avskriva lán hjá deyðum lántakara.

2.5.3 Tilmæli um broyting til verandi skipan
Arbeiðsbólkurin mælir til, at mishildin stuðulslán verða flutt til Føroya Gjaldstovu til innkrevjingar. Gjaldstovan hevur neyðugan sakkunnleika til hetta, umframt møguleikan at halda útistandandi aftur í skatti o.ø. hjá lántakara. Arbeiðsbólkurin mælir til, at hetta verður heimilað í lógini.

Somuleiðis verður mælt til, at um lántakari doyr, eigur møguleiki at vera fyri at strika restskuldina hjá viðkomandi. Grundin fyri hesi broyting er, at lánið er ein persónlig íløga, ið ikki eigur at tyngja onnur.

Mælt verður til, at lániupphæddirnar verða broyttar sambært kap. 2.3.2. Á henda hátt hava lesandi møguleika fyri at fáa eina forsvarliga upphædd at liva fyri.

Í aðrar mátar verður mælt til, at verandi lániskipan heldur fram óbroytt.

2.6 Fyrisiting, kærumøguleikar o.a.

2.6.1 Lýsing av verandi skipan
Stuðulsstovnurin umsitur útbúgvingarstuðulin sambært Ll. 109 frá 15/09-1988, sum broytt við Ll. nr. 43 frá 30/03-1990. Sambært § 9, stk. 1 í hesi lóg eigur landsstýrið at áseta nærri reglur fyri stovnin.

3-manna kærunevndin, ið hevur hægsta fyrisitingarliga vald, verður sett av landsstýrinum 4. hvørt ár.

2.6.2 Viðmerkingar til verandi skipan
Verandi fyrisiting virkar væl, og nevndin mælir ikki til lógarbroytingar á hesum øki.

3. Uppskot til nýggja lóg um útbúgvingarstuðul

Kapitul 1
Endamál við Útbúgvingarstuðlinum

§1 Endamálið við útbúgvingarstuðlinum sambært hesi lóg er at gera tað figgjarliga møguligt hjá øllum borgarum í Føroyum at nema sær útbúgving.

Kapitul 2
Stuðulsskipanir og upphæddir

§2 Tey, sum eru yvir 18 ár, fáa í mesta lagi fylgjandi útbúgvingarstuðul í einum stuðulsári:
                    Heimabúgvandi 22.000 kr.
                    Útibúgvandi 33.000 kr.

Stk. 2. Tann, ið er í útbúgving, og sum er 18 ár ella eldri, kann í stuðulsárinum fáa lestrarlán upp til 22.000 kr.

Stk. 3. Lesandi á hægri útbúgvingum og lesandi, sum eru forsyrgjarar, verða altíð roknað sum útibúgvandi.

Stk. 4. Tann, sum er í útbúgving og er yngri enn 18 ár, kann í stuðulsárinum fáa upp til 2.000 kr. í ískoytisstuðli til keyp av undirvísingartilfari.

Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri ískoytisstuðli til ferðing til og frá skúla og ískoytisstuðli til lesandi undir 18 ár, sum noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið

Stk.6. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri: a) hvørjar útbúgvingar geva rætt til stuðul. b) nærri treytir fyri stuðuli til hægri útbúgvingar. c) um útrokning av stuðli styttri enn eitt ár. d) um treytirnar fyri at vera roknaður sum heimabúgvandi og útibúgvandi. e) stuðulstíðina.

Kapitul 3
Stuðulstreytir

§ 3. Stuðulsstovnurin veitir sambært umsókn stuðul til fólk í útbúgving sum:

1) eru í einari útbúgving í Føroyum, sum av Stuðulsstovninum er stuðulsheimilað smb. kunngerð.

2) eru føroyingar ella hava annan ríkisborgararætt enn tann føroyska/danska, og viðkomandi, áðrenn hann er fyltur 20 ár, hevur tikið fastan bústað saman við foreldrunum í Føroyum, ella um hann, eftir at hava fylt 20 ár, hevur havt fastan bústað í Føroyum minst tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgvingina.

3) eru lestrarvirkin í Føroyum

4) Ikki fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til livikostnað.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri útbúgvingarstuðli til fólk í útbúgving, ið fáa aðra almenna hjálp og kann í hesum sambandi áseta, at hesi ikki fáa lestrarlán.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri at veita stuðul, tá ið talan er um norðurlenskt, evropeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði.

Kapitul 4
Regulering av stuðulsupphæddum

§4. Stuðulsstovnurin veitir útbúgvingarstuðul og lán, sum fyri tann einstaka so vítt møguligt skal samsvara við tær upphæddir, viðkomandi hevur rætt til.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann steðga ella broyta útgjaldan av upphæddum, um broytingar henda í viðurskiftum hins lesandi, ið hava ávirkan á stuðulsveitingina. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta.

Stk. 3. Upphæddir, ið eru goldnar fyri mánaðir har stuðulsmóttakarin ikki lýkur stuðulstreytirnar, skulu verða kravdar aftur. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta.

Kapitul 5
Rentan og afturrindan av lestrarláni

§ 5. Endaligt veitt lestrarlán samb. § 6, stk. 1 verður at renta í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 4%. Síðani rentar upphæddin eftir lokna útbúgving við 1% oman fyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskonto. Stuðulsstovnurin ásetir reglur um útbúgvingartíðina, um hvørjar fylgjur steðgur í útbúgvingini fær, og um skyldu lántakaranna at geva upplýsingar um hetta.

Stk. 2. Afturrindan av lestrarláni, eisini afturrindan av rentum, skal vanliga byrja 1 ár aftaná, at tað stuðulsárið er úti, har ið útbúgvingin er lokin. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um afturrindan av lestrarlánum.

Stk. 3. Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgoldið kann restskuldin verða strikað.

§ 6. Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar, kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan.

Stk. 2. Krøv smb. stk. 1 verða fyrisitin av Føroya Gjaldstovu, ið innkrevur skuldina.

Stk. 3. Føroya Gjaldstova ásetir rentuafturgjaldstreytir fyri mishildin lestrarlán.

Stk. 4. Heimilað verður Føroya Gjaldstovu at innkrevja tað, Stuðulsstovnurin hevur til góðar, um borganin verður effektiv, við rentum við at afturhalda løn o.a. hjá lántakaranum, sambært reglunum fyri innkrevjan av persónsskatti í samtíðarskattalógini.

Kapitul 6
Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.

7. Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin. Føroya Landsstýri ásetir nærri reglur fyri stovnin.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna stuðulin.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um innihald og uppsetan av umsóknum, lániskjølum o.ø., um útgjalding av stuðli, um hvørjar upplýsingar, ið kunnu krevjast skrivliga, og um freistir fyri umsóknir, inngjaldingar og fráboðanir.

Stk. 4 Fólk í útbúgving skulu geva upp navn, bústað og persónstal, tá ið søkt verður um stuðul, og tá ið tey annars venda sær til Stuðulsstovnin.

§ 8. Landsstýrið kann gera av, at Stuðulsstovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðrum almennum stovni.

§ 9. Avgerð tikin av Stuðulsstovninum um:

1) grundarlagið fyri veitan og útroknan av stuðli til fólk í útbúgving, ella

2) at ein stuðulstakari skal afturrinda stuðul, kann, áðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðini, kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum av tí, ið avgerðin viðvíkir. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.

Stk. 2. Landsstýrið setir kærunevnd við 3 limum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrið kann áseta reglugerð fyri kærunevndina.

§ 10. Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin fyrisitur almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg.

§ 11. Henda lóg fær gildi 01.08.98 og samstundis fer Løgtingslóg nr. 109 frá 15.09.1998 um útbúgvingarstuðul ,sum broytt við Ll. nr. 43 frá 30.03.1990 úr gildi. Lógin eigur at verða endurskoðað av umboðum fyri næmingar, lestrarvegleiðarar og Stuðulsstovnin, tá ið eitt ár er umliðið.

4. Fíggjarligur kostnaður av uppskotinum

Í brotið 2.3.3 mælir arbeiðsbólkurin til, at lesandi undir 18 ár ikki longur fáa útbúgvingarstuðul til livikostnað. Samstundis verður mælt til, at hesi somu fáa ískoytisstuðul til útreiðslur, sum standast av beinleiðis undirvísingartilfari og ferðing, eins og serligur stuðul eigur at verða latin teimum, sum verða noydd at flyta til útbúgvingarstaðin.

Fyri tey, sum eru yvir 18 ár, verður mælt til, at:

Mælt verður til, at øll lesandi, sum eru foreldur, og øll lesandi við hægri læristovn altíð verða roknað sum útibúgvandi.

Arbeiðsbólkurin hevur við støði í hagtølunum fyri lesandi í Føroyum, sum eru at finna í fylgiskjali nr. 6.2, roknað sparingarnar og meirkostnaðin av omanfyri nevndu broytingum. Hesar eru lýstar í niðanfyri standandi talvu. Viðmerkjast skal, at næmingatalið, fyri ferðaískoyti og avbygdaískoyti, er mett og eigur tí at takast við fyrivarni.

 

Tal av
næm.

Stuðul um árið

Stuðul um árið

Kostn. um árið

Kostn. um árið

Munur um árið

   

gomul lóg

nýggj lóg

gomul lóg

nýggj lóg

 
ÚS-grundstuðul            
Undir 18 ár heimab.

238

7.303

0

1.741.015

0

1.741.015

Undir 18 ár útib.

93

16.430

0

1.527.754

0

1.527.754

Yvir 18 ár heimab.

685

17.343

22.000

11.883.789

15.074.863

-3.191.074

Yvir 18 ár útib.

1.003

26.471

33.000

26.560.897

33.112.070

-6.551.173

Tilsamans

2.020

   

41.713.455

48.186.933

-6.473.478

             
ÚS-ískoytisstuðul            
Bókað ískoyti

331

 

1.500

0

497.074

-497.074

Ferðaískt. avb. næm.

50

 

13.200

0

660.000

-660.000

Ferðaískoyti

300

 

4.400

0

1.320.000

-1.320.000

Tilsamans

681

     

2.477.074

-2.477.074

             
Tilsamans      

41.713.455

50.664.007

-8.950.552

             

Broytingaruppskotini, sum arbeiðsbólkurin mælir til, eru mett at hava við sær ein meirkostnað uppá kr. 8.950.552 um árið. Meirkostnaðurin kann sundurgreinast í tríggjar bólkar:

  1. lesandi undir 18 ár fáa ikki longur grundstuðul                                      kr.3.268.769
  2. hækkingin í stuðulsupphæddunum til tey lesandi yvir 18 ár                    kr.-9.742.247
  3. ískoytisstuðul til avbygdanæmingar, ferðing og undirvísingartilfar          kr.-2.477.074

At meta um fíggjarligu avleiðingarnar av øktu lánimøguleikunum er eitt sindur torførari. Hetta kemst av, at trupult er at meta um støðuna hjá teimum, sum í dag lána. Av teimum uml. 1.688 lesandi, sum í dag hava møguleika fyri at lána, eru uml. 210, sum nýta møguleikan.

Møguleiki er fyri, at ein partur av teimum, sum í dag taka lán, ikki longur hava tørv á láni, um studningurin hækkar. Hinvegin kann eisini hugsast, at ein partur av teimum, sum í dag taka lán, hava tørv á meiri peningi og tískil vilja brúka økta lánimøguleikan. Arbeiðsbólkurin metir, at ikki verður neyðugt við hægri játtan, um lánimøguleikarnir verða øktir samsvarandi tilmæli arbeiðsbólksins. Hetta skal tó takast við fyrivarni.

5. Verandi reglugerð og uppskot til broytingar

5.1 Lýsing av verandi reglugerð

Verandi reglugerð hevur heimild í ymiskum greinum í lógini, har tilskilað verður, at Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur. Neyðugt er við hesum heimildum m.a. soleiðis, at umsitingin av lógini kann verða meira liðilig, eins og at tað eru møguleikar fyri eini neyvari áseting í reglugerðini í mun til lógina.

Reglugerðin kann eisini dagførast, tá ið hetta gerst neyðugt, uttan at hetta skal leggjast fyri lóggávumyndugleikarnar.

5.2 Viðmerkingar til verandi reglugerð

Arbeiðsbólkurin hevur í hesum broti valt bert at gera viðmerkingar til nakrar av reglunum, sum, arbeiðsbólkurin metir, eiga at verða broyttar. Hetta er gjørt niðanfyri.

Viðmerking til kapittul 1, grein 2: Útbúgvingarstovnarnir hava ymiskar treytir fyri, hvat tað merkir at vera lestrarvirkin, og eigur hetta at vera meira nágreiniliga allýst í reglugerðini.

Viðmerking til kapittul 1, grein 3: Uppbýtið í hægri útbúgvingar og ungdómsútbúgvingar er ikki tíðarhóskandi, og eigur nýtt uppbýti at verða gjørt.

Viðmerking til kapitul 5, grein 15: Av tí at eitt lestrarár er 11 mánaðir, eigur útbúgvingarstuðulin at verða útgoldin 11 ferðir um árið.

Aðrar smávegis broytingar eru eisini gjørdar, sum ongar viðmerkingar eru til. Hesar eru innskrivaðar í broytingaruppskotið til nýggja reglugerð í brotið 4.3.

5.3 Uppskot til nýggja reglugerð

Við heimild í § 2, stk. 6, litra a, c, d og e, § 4, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2, § 5, stk. 2 og § 7, stk. 2 í løgtingslóg xxx hevur Stuðulsstovnurin fyrisett:

Kapitul 1
Hvør, ið hevur rætt til stuðul

§ 1. Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til fólk í útbúgving, um tey:

1) Eru lestrarvirkin smb. § 2

2) Eru í útbúgving, sum gevur rætt til stuðul smb. § 3

§ 2. Persónur í útbúgving er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligar royndir, uttan at lestrartíðin verður longd munandi.

Eisini skal persónur í útbúgving møta upp til frálæru eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum, lata inn kravdar uppgávur og fara til tær kravdu royndirnar/próvtøkurnar sambært lesiætlanum.

§ 3. Ein útbúgving í Føroyum gevur rætt til at fáa stuðul, tá ið hon:

  1. Er ein hægri útbúgving.
  2. Er ein viðurkend styttri vinnuførleikagevandi útbúgving ella ein viðurkend miðnámsútbúgving.
  3. Útbúgving á framhaldsdeildarstigi fyri fólk eldri enn 18 ár
  4. Er skipað sum heiltíðarlestur.
  5. Er ólønt, jbr. tó § 5.

Stk. 2. Hægri útbúgvingar eru: Útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, lærara-, námsfrøðilig-, maskinmeistara-, sjúkrasystra- og skipsføraraútbúgving.

Stk. 3. Styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar og viðurkendar miðnámsútbúgvingar eru: Motorpassara-, kokka-, heimaskipara- og sosial-og sundheitshjálparaútbúgving, FHS-, students- og HF-útbúgving, hægri handilsskúla-, fiskivinnu- og SIT-útbúgving.

§ 4. Fyri útbúgvingar nevndar í § 3, stk. 3. og 4. er kravið um heiltíðarlestur lokið, um tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna.

§ 5. Fólk í útbúgving, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í tí ólønta tíðarskeiðinum, um tey ikki fáa løn í minsta lagi í tríggjar fylgjandi mánaðir í einum stuðulsári. Fáa tey løn fyri minni enn tríggjar mánaðir í einum stuðulsári, hava tey rætt til at fáa stuðul alt árið.

§ 6.Rætt til stuðul sum útibúgvandi hevur persónur, ið kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði.

Stk. 2. Persónur, ið býr á sama matr. nr. sum foreldur/verjar, verður vanliga roknaður at búgva heima.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 2.

Kapitul 2
Stuðulstreytir fyri útlendingar í Føroyum

§ 7. Stuðul verður veittur út frá somu fortreytum, sum til føroyingar, til fólk í útbúgving, sum hava ein annan ríkisborgararætt enn tann føroyska/ danska, um viðkomandi, áðrenn hann fylti 20 ár, hevur tikið fastan bústað saman við foreldrunum í Føroyum.

§ 8. Útlendskir ríkisborgarar fáa útbúgvingarstuðul, tá teir hava búð í Føroyum í minst tvey fylgjandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgvingina.

§ 9. Ríkisborgarar úr øðrum Norðurlondum undantikið Danmark kunnu bert fáa stuðul, um eingin møguleiki er at fáa stuðul úr heimlandinum

Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 1.

Kapitul 3
Stuðulstíðin

§ 10. Næmingar í útbúgvingum, har útbúgvingartíðin er 2 ár ella longri, fáa í mesta lagi útbúgvingarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin.

Stk. 2. Upp í lestrartíðina fyri hesa útbúgving verður roknað tilmeldingarskeið á hægri útbúgvingum, ið áður eru loknar ella steðgaðar, um umsøkjarin hevur fingið útbúgvingarstuðul ella stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 1, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, vísindaligt arbeiði o.a.

Kapitul 4
Ískoytisstuðul

§ 11. Ískoytisstuðul til ferðing til og frá skúla verður veittur til lesandi, sum ikki búgva í tí kommunu, har útbúgvingarstaðið er. Stuðulin eigur at fylgja tí til eina og hvørja tíð galdandi kostnaði við almennum flutningstólum.

§ 12. Lesandi, sum ikki hava møguleika at ferðast millum heim og útbúgvingarstað dagliga, verða bólkað sum avbygdanæmingar við rætti til ískoytisstuðul. Fyri fult stuðulsár er hesin stuðul 13.200 kr. Í annex 1 til hesa reglugerð er yvirlit yvir tey øki, har lesandi hava rætt til avbygdanæmingastuðul.

Stk. 3. Lesandi undir 18 ár kunnu velja, um tey vilja bólkast sum avbygdanæmingar sambært § 12, treytað av, at tey flyta til útbúgvingarstaðið.

Kapitul 5
Hvussu stuðulin verður roknaður

§ 13. Stuðulstíðin er tann partur ella teir partar av stuðulsárinum, tá ið tann, ið er undir útbúgving, hevur rætt til stuðul (smb. § 4 í lógini)

Stk. 2. Er stuðulstíðin styttri enn eitt ár, verður stuðulsupphæddin lækkað lutfalsliga.

§ 14. Fyllir persónur 18 ár í stuðulsárinum, kann hann fáa lestrarlán, ið svarar til ta tíðina, ið eftur er av stuðulsárinum.

§ 15. Persónar, sum fáa aðra almannahjálp til livikostnað so sum endurútbúgving, kunnu ikki fáa lestrarlán.

Kapitul 6
Um útgjalding av útbúgvingarstuðli

§ 16. Fólk í útbúgving kunnu í mesta lagi søkja um útbúgvingarstuðul fyri eitt ár í senn. Er útbúgvingin byrja áðrenn 15. apríl, skulu umsóknarbløðini sendast Stuðulsstovninum í seinasta lagi 15. mai í stuðulsárinum.

Stk. 2. Byrjar útbúgvingin seinni enn 15. apríl, ásetir Stuðulsstovnurin fyri hvørja einstaka útbúgving eina seinastu freist fyri innflýgging av umsóknarbløðum.

§ 17. Føroya Gjaldstova flytur 1/11 av upphæddini til stuðul og lestrarlán seinast í hvørjum mánaði á konto í peningastovni, á giro ella við pos-ávísing. Fyrsta útgjaldingin av lestrarláni verður flutt, tá ið Stuðulsstovnurin hevur fingið tað undirskrivaða lániskjalið.

Kapitul 7
Broyting í stuðli

§ 18. Stuðulsupphæddirnar verða broyttar, um umsøkjarin flytur heim ella heimanífrá. Broytingin verður at rokna frá tí fyrsta í mánaðinum, flutt verður.

§ 19. Um persónurin, ið fær stuðul, gevst við útbúgvingini, ella missir hann av aðrari orsøk rættin til stuðul, dettur stuðulin burtur frá tí fyrsta í tí mánaði, broytingin hendir.

Kapitul 8
Afturgjaldingartreytir fyri lestrarlán

§ 20. Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at útbúgvingin er lokin.

Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki søgd at vera lokin, um tann lesandi innan 12 mánaðir eftir hesa útbúgving byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá hesum ásetingum

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera av, at lestrarlánið skal vera goldið aftur, hóast útbúgvingin ikki er lokin, um lántakarin ikki longur er lestrarvirkin (sbr. tó 1. og 2. stk.)

§ 21. Afturgjalding av lestrarláni við roknaðum rentum fer fram við líka stórum gjøldum annan hvønn mánað.

Stk. 2. Gjaldsupphæddin verður ásett av Stuðulsstovninum í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi vera 300 kr.

Kapitul 9
Upplýsingarskylda

§ 22. Fólk í útbúgving, sum fáa stuðul eftir løgtingslóg um útbúgvingarstuðul, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey:

  1. Steðga ella verða liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini.
  2. Steðga við eini útbúgving fyri at byrja uppá eina aðra útbúgving í sama stuðulsári.
  3. Fáa farloyvi
  4. Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini, og hetta ikki sæst í umsóknini, jbr. tó § 5.
  5. Fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað.
  6. Flyta heim at búgva.
  7. Ikki longur eru í heiltíðarútbúgving.

Stk. 2. Fólk í útbúgving, ið hava fingið lán, hava skyldu til skrivliga at boða Stuðulsstovninum frá, tá ið:

  1. útbúgvingin er lokin, ella tey gevast at lesa,
  2. farið verður uttanlands í lestrarørindum,
  3. steðgur annars verður í lestrinum.

§ 23. Reglurnar eru galdandi frá 01.08.1998.

6. Fylgiskjøl

6.1 Yvirlit yvir stuðulsskipanirnar í hinum Norðanlondunum

6.1.1 Danmark

Viðmerking:

Lesandi við børnum fáa umframt SU barnastuðul, sum gevur uml. kr. 800 fyri hvørt barnið. Lesandi, sum búgva til leigu, hava møguleika fyri at fáa stuðul til leiguútreiðslur (boligsikring).

6.1.2 Noregi

6.1.3 Ísland

 (Studiestødet i de nordiske länderna)

6.2 Hagtøl yvir lesandi í Føroyum

Lesandi sum fáa ÚS-stuðul, skipað eftir aldri og bústaði (juni 1997 og august 1997)

jun-97*

Heima

<18 ár
Úti

Tils.

Heima

>18 ár
Úti

Tils.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

35

1

2

3

4

28

32

Føroya Studentaskúli og HF-skeið

538

107

39

146

223

169

392

Klaksvíkar HF-skeið

48

0

0

0

20

28

48

Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali

267

49

10

59

129

79

208

Suðuroyar Miðnámsdepil

105

15

6

21

54

30

84

Føroya Handilsskúli, Kambsdalur

146

21

7

28

58

60

118

Føroya Handilsskúli, Tórshavn

230

26

13

39

71

120

191

Føroya Læraraskúli

138

0

0

0

9

129

138

Maskinmeistaraskúlin

136

1

0

1

21

114

135

Sjúkrasystraskúlin

42

0

0

0

19

23

42

Føroya Sjómansskúli

164

0

0

0

29

135

164

Klaksvíkar Sjómansskúli

40

1

4

5

6

29

35

Tekniski skúli í Klaksvík

78

13

8

21

26

31

57

Tekniski skúli í Tórshavn

49

6

5

11

17

21

38

Fróðskaparsetur Føroya

40

0

0

0

7

33

40

Samanlagt

2.056

240

94

334

693

1.029

1.722

 

aug-97*

<18 ár
Tils.

>18 ár
Tils.

Fiskivinnuskúlin í Vestmanna

29

2

27

Føroya Studentaskúli og HF-skeið

523

152

371

Klaksvíkar HF-skeið

46

0

46

Studentaskúlin og HF-skeiðið á Kambsdali

252

63

189

Suðuroyar Miðnámsdepil

104

23

81

Føroya Handilsskúli, Kambsdalur

136

38

98

Føroya Handilsskúli, Tórshavn

256

65

191

Føroya Læraraskúli

163

0

163

Maskinmeistaraskúlin

106

0

106

Sjúkrasystraskúlin

59

0

59

Føroya Sjómansskúli

116

0

107

Klaksvíkar Sjómansskúli

20

9

20

Tekniski skúli í Klaksvík

97

35

62

Tekniski skúli í Tórshavn

40

12

28

Fróðskaparsetur Føroya

37

0

37

Samanlagt

1.984

399

1.585

6.3 Løgtingslóg nr. 109 frá 15. 09. 1988 um útbúgvingarstuðul (sum broytt við Ll. nr. 43 frá 30. 03.1990)

Kapitul 1
Stuðulsskipanir og upphæddir

§ 1. Stuðulsstovnurin veitir útbúgvingarstuðul sum lestrarstuðul og lestrarlán.

§ 2. Í stuðulsárinum 1989/90 kann tann, ið er í útbúgving ,í mesta lagi fáa fylgjandi útbúgvingarstuðul:

Heimabúgvandi undir 18 ár             7.641 kr.
Heimabúgvandi yvir 18 ár               18.146 kr.
Útibúgvandi undir 18 ár                  17.191 kr.
Útibúgvandi yvir 18 ár                   27.696 kr.

Í stuðulsárinum 1990/91 og seinni stuðulsár kann tann, ið er í útbúgving, í mesta lagi fáa fylgjandi útbúgvingarstuðul:

Heimabúgvandi undir 18 ár              7.303 kr.
Heimabúgvandi yvir 18 ár               17.343 kr.
Útibúgvandi undir 18 ár                  16.430 kr.
Útibúgvandi yvir 18 ár                     26.471 kr.

Stk. 2. Tann, ið er í útbúgving, og sum er 18 ár og eldri, kann í stuðulsárinum 1990/91 og seinni stuðulsár fáa lestrarlán úr landskassanum upp til 13.692 kr.

Stk. 3. Stuðulsárið er frá 1. august til 31. juli.

Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri: a) hvørjar ungdómsútbúgvingar ið geva rætt til stuðul. b) nærri treytir fyri stuðli til hægri útbúgvingar. c) um útroknan av stuðli fyri styttri tíðarskeið enn eitt ár. d) um treytirnar fyri at vera roknaður sum heimabúgvandi og útibúgvandi. e) stuðulstíðina.

§ 3. verður strikað.

Kapitul 2
Stuðulstreytir

§ 4. Stuðulsstovnurin veitir sambært umsókn útbúgvingarstuðul til fólk í útbúgving sum:

  1. eru í einari útbúgving í Føroyum, sum av stuðulsstovninum er stuðulsheimilað smb. kunngerð.
  2. eru føroyingar, ella sum sambært altjóða sáttmála hava rætt til útbúgvingarstuðul á jøvnum føti við føroyingar, ella sum av Stuðulsstovninum í sambandi við stuðulsveitingina verða javnsett við føroyingar.
  3. eru lestrarvirkin i Føroyum og
  4. ikki fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur fyri útbúgvingarstuðli til fólk í útbúgving, ið fáa aðra almenna hjálp, og kann í hesum sambandi áseta, at hesi ikki kunnu fáa lestrarlán.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann áseta nærri reglur fyri at veita stuðul, tá talan er um norðurlendskt, europeiskt ella alheims lestrarsamarbeiði av tílíkum slagi, sum ERASMUS og Nordplus skipanirnar.

Kapitul 3
Fyribils og endaligar stuðulsupphæddir

§ 5. Stuðulsstovnurin veitir lestrarstuðul og lestrarlán í stuðulsárinum sum fyribils upphæddir, sum fyri tann einstaka so vítt møguligt skulu svara til tær upphæddirnar, ið viðkomandi hevur rætt til, tá ið stuðulsárið er úti.

Stk.2. Útgjaldan av fyribils upphæddum í stuðulsárinum verða framdar út frá upplýsingum um lestrarviðurskifti, annan almennan stuðul o.a. Stuðulsstovnurin ásetir reglur um hetta.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann steðga ella broyta útgjaldan av fyribils upphæddum, um broytingar henda í stuðulsárinum í viðurskiftum, ið kunnu fáa munandi ávirkan á stuðulsveitingina. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta.

Stk. 4. Fyribils upphæddir, ið eru goldnar fyri mánaðir, har stuðulsmóttakarin ikki lýkur stuðulstreytirnar, kunnu verða kravdar aftur, áðrenn tann endaliga veitingin av útbúgvingarstuðulinum smb. § 6 verður framd. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um hetta.

§ 6. Endaliga veitingin av lestrarstuðli og lestrarláni verður framd, tá ið stuðulsárið er úti. Um stuðulstreytirnar smb. § 4 ikki hava verið loknar í stuðulsárinum, verður stuðulsupphæddin sett niður lutfalsliga.

Stk. 2. Útgoldnar fyribils upphæddir, ið ikki endaliga kunnu veitast sum lestrarstuðul og lestrarlán smb. stk. 1, skulu gjaldast aftur.

Stk. 3. Tá ið stuðulsárið er úti, skal tann, ið er í útbúgving, og sum hevur tikið ímóti upphæddum í stuðulsárinum, geva allar upplýsingar, ið eru neyðugar fyri ta endaligu stuðulsveitingina.

Stk. 4. Lýkur tann, ið er í útbúgving ikki upplýsingarskylduna smb. stk. 3, verða tær útgoldnu fyribils upphæddirnar kravdar aftur. Kravið kann tá heilt ella partvíst falla burtur, um tann, ið er í útbúgving, kortini gevur upplýsingarnar, og um tað av teimum er greitt, at upphæddirnar kunnu veitast smb. stk. 1.

Kapitul 4
Rentan og afturrindan av lestrarláni

§ 7. Endaligt veitt lestrarlán samb. § 6, stk. 1 verður frá og við 1. august 1990 at renta í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 4%. Síðani rentar upphæddin eftir lokna útbúgving við 1% omanfyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskonto. Stuðulsstovnurin ásetir reglur um útbúgvingartíðina, um hvørjar fylgjur steðgur í útbúgvingini fær, og um skyldu lántakaranna at geva upplýsingar um hetta.

Stk. 2. Afturrindan av lestrarláni, eisini afturrindan av rentum, skal vanliga byrja 1 ár aftaná, at tað stuðulsárið er úti, har ið útbúgvingin er lokin. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um afturrindan av lestrarlánum.

§ 8. Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar, kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan.

Stk. 2. Krav smb. stk. 1 verða fyrisitin av Stuðulsstovninum, ið innkrevur skuldina.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin ásetir rentuafturgjaldstreytir fyri mishildin lestrarlán.

Kapitul 5
Fyrisiting, kærumøguleiki o.a.

Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin. Føroya Landsstýri ásetir nærri reglur fyri stovnin.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna stuðulin.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann áseta reglur um innihald og uppsetan av umsóknum, lániskjølum o.ø., um útgjalding av stuðli, um hvørjar upplýsingar, ið kunnu krevjast skrivliga, og um freistir fyri umsóknir, inngjaldingar og fráboðanir.

Stk. 4. Fólk í útbúgving skulu geva upp navn, bústað og persónstal, tá ið søkt verður um stuðul, og tá ið tey annars venda sær til stuðulsstovnin.

§ 10. Landsstýrið kann gera av, at Stuðulsstovnurin skal fyrisitast saman við ella av øðrum almennum stovni.

§ 11. Avgerðir tiknar av Stuðulsstovninum um:

  1. grundarlagið fyri veitan og útroknan av stuðli til fólk í útbúgving og
  2. at ein stuðulstakari skal afturrinda stuðul kunnu, aðrenn 6 vikur eru gingnar, eftir at boðað er frá avgerðunum, kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum av tí, ið avgerðin viðvíkir. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.

Stk. 2. Landsstýrið setir kærunevnd við 3 limum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur. Limirnir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrið kann áseta reglugerð fyri kærunevndina.

§ 12. Landsstýrið kann áseta nærri reglur fyri almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg.

Stk. 2. Stuðulsstovnurin fyrisitur almennan útbúgvingarstuðul, ið ikki kemur undir hesa lóg.

§ 13. Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

6.4 Reglugerð um útbúgvingarstuðul, januar 1990

Við heimild í § 2, stk. 4, litra a, c, d og e, § 4, stk. 1, nr. 1 og 2 og stk. 2, § 5, stk. 2 og § 7, stk. 2 í løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 hevur Stuðulsstovnurin fyrisett:

Kapitul 1
Hvør, ið hevur rætt til stuðul

§ 1. Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til fólk í útbúgving, um tey:

  1. Eru lestrarvirkin smb. § 2
  2. Eru í útbúgving, sum gevur rætt til stuðul smb. § 3

§ 2. Persónur í úbúgving er lestrarvirkin, til tað við royndum ella á annan hátt verður mett, at hann ikki kann standa endaligar royndir, uttan lestrartíðin verður longd munandi.

§ 3. Ein útbúgving í Føroyum gevur rætt til at fáa stuðul, tá ið hon:

  1. Er ein hægri úbúgving.
  2. Er ein viðurkend ungdómsútbúgving.
  3. Er skipað sum heiltíðarlestur.
  4. Er ólønt, jbr. tó § 5

Stk. 2. Hægri útbúgvingar eru: Lærara-, námsfrøðilig-, maskinmeistara-, byggiteknikara-, sjúkrasystra-, og skipsføraraútbúgving og útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya.

Stk. 3. Ungdómsútbúgvingar eru: FHS-útbúgving, studenta- og HF-útbúgving, hægri handilsskúli, motorpassara-, kokka-, heimaskipara- og fiskivinnuútbúgving og útbúgving til tekniskan hjálpara.

§ 4. Fyri ungdómsútbúgvingar er kravið um heiltíðarlestur lokið, um tann lesandi hevur minst 20 lestrartímar um vikuna.

§ 5. Fólk í útbúgving, sum fáa løn ein part av útbúgvingartíðini, kunnu fáa stuðul í tí ólønta tíðarskeiðinum, um tey ikki fáa løn í minsta lagi í tríggjar fylgjandi mánaðir í einum stuðulsári. Fáa tey løn fyri minni enn tríggjar mánaðir í einum stuðulsári, hava tey rætt til at fáa stuðul alt árið.

§ 6. Sum útibúgvandi verður roknaður persónur, ið kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði.

Stk. 2. Persónur, ið býr á sama matr. nr. sum foreldur/verjar, verður vanliga roknaður at búgva heima.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 2.

Kapitul 2
Stuðulstreytir fyri útlendingar í Føroyum.

§ 7. Stuðul verður veittur út frá somu fortreytum, sum til føroyingar, til fólk í útbúgving, sum hava ein annan ríkisborgararætt enn tann føroyska/ danska, um viðkomandi áðrenn hann fylti 20 ár, hevur tikið fastan bústað saman við foreldrunum í Føroyum.

§ 8. Útlendskir ríkisborgarar fáa út-búgvingarstuðul, tá ið teir hava búð í Føroyum í minst tvey fylgjandi ár, áðrenn útbúgvingin er byrja, jbr. tó §7.

§ 9. Ríkisborgarar úr øðrum Norður-londum undantikið Danmark kunnu bert fáa stuðul, um eingin møguleiki er at fáa stuðul úr heimlandinum.

Stk. 2. Útlendingar annars kunnu bert fáa stuðul, um so er, at útbúgvingin ikki er stuðulsheimilað í heimlandinum, og teir ikki kunnu fáa útbúgvingarstuðul úr heimlandinum.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann í serligum førum gera undantak frá regluni í stk. 2.

Kapitul 3
Stuðulstíðin

§ 10. Fólk í hægri útbúgving kunnu í mesta lagi fáa útbúgvingarstuðul upp í eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin.

Stk. 2. Upp í lestrartíðina fyri hesa útbúgving verður roknað tilmeldingarskeið á hægri útbúgvingum, ið áður eru loknar ella steðgaðar, um umsøkjarin hevur fingið útbúgvingarstuðul ella stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni í stk. 1, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, vísindaligt arbeiði o.a.

Kapitul 4
Hvussu stuðulin verður roknaður

§ 11. Stuðulstíðin er tann partur ella teir partar av stuðulsárinum, tá ið tann, ið er undir útbúgving, hevur rætt til stuðul (smb. § 4 í lógini)

Stk. 2. Er stuðulstíðin styttri enn eitt ár, verður stuðulsupphæddin lækkað lutfalsliga.

§ 12. Fyllir persónur 18 ár í stuðulsárinum, kann hann fáa lestrarlán, ið svarar til ta tíðina, ið eftir er av stuðulsárinum.

§ 13. Persónar undir endurútbúgving kunnu ikki fáa lestrarlán. Stuðul til persónar undir endurútbúgving verður beinleiðis fluttur Almannastovuni.

Kapitul 5
Um útgjalding av útbúgvingarstuðli

§ 14. Fólk í útbúgving kunnu í mesta lagi søkja um útbúgvingarstuðul fyri eitt ár í senn. Er útbúgvingin byrjað áðrenn 15. apríl, skulu umsóknarbløðini sendast Stuðulsstovninum í seinasta lagi 15. mai í stuðulsárinum.

Stk. 2. Byrjar útbúgvingin seinni enn 15. apríl, ásetir Stuðulsstovnurin fyri hvørja einstaka útbúgving eina seinastu freist fyri innflýgging av umsóknarbløðum.

§ 15. Føroya Gjaldstova flytur 1/12 av upphæddini til stuðul og lestrarlán seinast í hvørjum mánaði á konto í peningastovni, á giro ella við postávísing. Fyrsta útgjaldingin av lestrarláni verður flutt, tá ið Stuðulsstovnurin hevur fingið tað undirskrivaða lániskjalið.

Kapitul 6
Broyting í stuðli

§ 16. Stuðulsupphæddirnar verða broyttar, um umsøkjarin flytur heim ella heimanífrá. Broytingin verður at roknað frá tí fyrsta í mánaðinum, flutt verður.

§ 17. Um persónurin, ið fær stuðul, gevst við útbúgvingini, ella missir hann av aðrari orsøk rættin til stuðul, dettur stuðulin burtur frá tí fyrsta í tí mánaði, broytingin hendir.

Kapitul 7
Afturgjaldingartreytir fyri lestrarláni

§ 18. Tann lesandi byrjar vanliga at gjalda aftur lestrarlán og rentur eitt ár aftaná, at útbúgvingin er lokin.

Stk. 2. Útbúgvingin verður ikki søgd at vera lokin, um tann lesandi innan 12 mánaðir eftir hesa útbúgving byrjar eina aðra útbúgving. Tað sama er galdandi, um ein fyribils steðgað útbúgving verður tikin uppaftur innan fyri somu tíðarfreist.

Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera av, at lestrarlánið skal verða goldið aftur, hóast útbúgvingin ikki er lokin, um lántakarin ikki longur er lestrarvirkin (sbr. tó 1. og 2. stk.)

§ 19. Afturgjalding av lestrarláni við roknaðum rentum fer fram við líka stórum gjøldum annan hvønn mánað.

Stk. 2. Gjaldsupphæddin verður ásett av Stuðulsstovninum í mun til skuldina. Afturgjaldstíðin er í minsta lagi 4 ár, og í mesta lagi 15 ár. Hvørt gjaldið skal í minsta lagi vera 300 kr.

Kapitul 8
Upplýsingarskylda

§ 20. Fólk í útbúgving, sum fáa stuðul eftir løgtingslóg um útbúgvingarstuðul, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey:

  1. Steðga ella verða liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini.
  2. Steðga við eini útbúgving fyri at byrja uppá eina aðra útbúgving í sama stuðulsári.
  3. Fáa farloyvi
  4. Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini, og hetta ikki sæst í umsóknini, jbr. tó § 5.
  5. Fáa annan almennan stuðul, ið er ætlaður til at gjalda livikostnað.
  6. Flyta heim at búgva.
  7. Ikki longur eru í heiltíðarútbúgving.

Stk. 2. Fólk í útbúgving, ið hava fingið lán, hava skyldu til skrivliga at boða Stuðulsstovninum frá tá ið:

  1. útbúgvingin er av, ella tey gevast at lesa,
  2. farið verður uttanlands í lestrarørindum,
  3. steðgur annars verður í lestrinum.

§ 21. Reglunar eru galdandi frá 1. januar 1990.