Fjølbroyttur fiskifloti

 

98  Uppskot til  løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð

Ár 1999, 5. mars, legði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot
til
løgtingslóg um varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota

§ 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at útgjalda stuðul til íløgur, rakstur og/ella veðhalda fyri parti av útgerðarláni, til tess at varðveita fjølbroyttan fiskiflota.

§ 2. Stuðul til íløgur, rakstur og/ella veðhald fyri parti av útgerðarláni, kann latast fiskifari, sum vegna vánaliga støðu í fiskastovnunum á teimum leiðum, har fiskifarið vanliga roynir, ikki ber seg rakstrarliga, men at útlit eru fyri, at fiskiskapurin kann gerast lønandi aftur, og um fiskiskapurin vegna vánalig stutttíðar útlit kann detta niðurfyri.

§ 3. Á fiskileiðum, har Føroyar sambært millumlanda avtalum ella øðrum avtalum hava skyldu at hava eygleiðara um borð til eftirlit við fiskiskapi, verður landsstýrismanninum heimilað at gjalda kostnaðin av tílíkum skipanum eftir hesi lóg.

§ 4. Landstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um fyrisiting av hesi lóg.
Stk. 2. Útreiðslurnar sambært hesi lóg kunnu ikki fara upp um ta til eina og hvørja tíð játtaðu upphædd á løgtingsfíggjarlógini.

§ 5. Hendan lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 72 frá 20. mai 1996. 

Viðmerkingar
Síðani lóggávan um íløgustuðul til feskfiskaflotan fór úr gildi, hevur tað verið ein ávísur tørvur á framhaldandi at stuðla einum parti av feskfiskaflotanum, sum ikki er undir dagaskipan, og sum verður mettur at vera ringast fyri vegna støðuna í fiskastovnum sum kongafiskur og svartkalvi. Framhaldandi rakstrarstuðul til lemmatrolararnar hevur verið nógv umrøddur í løgtinginum, men hevur landsstýrismaðurin heldur valt at finna betri fiskimøguleikar, so at hesin nógv avmarkaði flotin kann klára seg sjálvan. Á fíggjarlógini fyri 1999 hevur løgtingið tí játtað 8 mió. kr til varðveiting av fjølbroyttum flota, har tað í viðmerkingunum verður sagt frá, at ætlanin er at nýta 6 mió. kr. til tess at stuðla royndum eftir fiskasløgum á djúpum vatni. Í hesum sambandi hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at nýtt uppskot fór at verða lagt fram til bata fyri lemmatrolarar.

Ætlanin við uppskotinum er tí, at landsstýrismanninum eisini verður heimilað at stuðla tí parti av fiskiflotanum (lemmatrolarar), sum higartil ikki er undir galdandi lóg um varðveiting av fjølbroyttum flota, løgtingslóg nr. 72 frá 20. mai 1996, og at heimila landsstýrismanninum eisini at nýta hesa lóg á føroysku landleiðunum.

Higartil hevur endamálið við lógini um at varðveita ein fjølbroyttan fiskiflota verið at stuðla fiskiskapi eftir kvotum v.m. uttan fyri føroysku landleiðirnar í tíðarskeiðum, har hesin fiskiskapur ikki bar seg rakstrarliga, men útlit vóru fyri, at fiskiskapurin aftur gjørdist lønandi, og har vandi var fyri, at fiskirættindini hjá Føroyum, vegna vánalig stutttíðar útlit, kundu detta burtur.

Lógin hevur verið nýtt til fiskiskapin á NAFO-økinum (Flemish Cap) í beinleiðis veiðu eftir toski til tess at tryggja rakstur fyri einstakar túrar og at gjalda ein part av teirri eygleiðaraskipan, sum Føroyar sambært millumtjóða avtalum binda seg til í NAFO. Henda skipan ætlast at halda fram og eisini at galda fyri komandi eygleiðaraskyldur á NEAFC økinum og í føroyskum sjógvi.

Støðan hjá lemmatrolarunum er broytt við minkandi tilfeingi av kongafiski og svartkalva, og at upsastovnurin er lívfrøðiliga í eini vánaligari støðu. Eisini er íløgustuðulin burturdottin, og møguleikarnir fyri kvotum í Barentshavinum eru sera lítlir, av tí at kvotan minkar í 1999 í so stóran mun, at tað er ikki rúmd fyri teimum fiskiloyvum, sum síðani 1994 eru givin, til tess at fáa betri gagnnýtslu úr hesum kvotutilfeingi eisini til virkingar í Føroyum.

Fiskimálastýrið arbeiðir við eini verkætlan við hesum høvuðsinnihaldi:

  1. Lemmatrolararnir verða stuðlaðir at gera royndir á djúpum vatni eftir blálongu, langasporli, stinglaksi, kongafiski og búrfiski á leiðum uttan fyri føroyska sjómarkið og innanfyri, har hesin fiskiskapur kann fara fram. Játtanin verður nýtt til íløgur og at tryggja raksturin einstakar royndartúrar. Haraftrat verður veittur hesum parti av flotanum møguleiki at gera royndir eftir langasporli á Reykjanesrygginum og eftir høggislokki á Føroya Banka samsvarandi teimum verkætlanum, sum eru undir fiskivinnuroyndum.
  2. Samsvarandi § 29, stk. 6, í lógini um vinnuligan fiskiskap, verður ein skipan við hjáveiðiparti fyri lemmatrolarar sett í verk á innaru fiskidagaleiðini.
  3. Økisfriðingar á teimum uttaru fiskileiðunum verða broyttar við tí endamáli at finna fram til, hvussu garnaveiða kann skipast á økjum til minst møguligan ampa fyri djúpvatnstrolararnar og soleiðis, at hesin bólkur eisini fær roynt eftir kongafiski og svartkalva uttan at vera ov nógv darvaður.
  4. Lemmatrolarum verður veittur møguleiki at royna eftir upsa í Norðsjónum og á leiðunum í Eysturgrønlandi eftir svartkalva og kongafiski.

Uppskotið hevur ikki aðrar útreiðslur við sær uttan nevndu játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 1999. Uppskotið hevur ikki við sær aðrar fyrisitingarligar útreiðslur.

Fiskivinnu Starvsnevndin hevur havt uppskotið til ummælis.

Viðmerkingar til tær einstøku greinirnar
Ad. § 1. Heimildarreglan fevnir um stuðul til íløgur, sum í avmarkaðan mun mugu gerast í serstøk tól ella útgerð fyri at gera tær einstøku royndirnar, um at tryggja rakstur tann einstaka royndartúrin ella tryggja útgerðalán í tann mun, játtanin røkkur, til tey skip, sum verða við í ætlanini. Í § 3 verður heimild givin landsstýrismanninum at rinda fyri eygleiðaraskipanir.

Ad. § 2. Skipanin kann brúkast á føroysku landleiðunum ella uttan fyri føroysku landleiðirnar og teir skipabólkar, sum talan er um, eru: Lemmatrolarar, saltfiskalínuskip, verksmiðjutrolarar, rækjutrolarar, frystilínuskip, nótaskip v.m.

Ad. § 3. Eygleiðaraskipan er nevnd í § 36 í lógini um vinnuligan fiskiskap, løgtingslóg nr. 28. frá 10. mars 1994. Skipanin hevur higartil verið nýtt til fiskiskapin á NAFO økinum (Flemish Cap) og í kanadiskum sjógvi. Ein partur av hesum útreiðslum hevur verið afturgoldin reiðaríunum. Eygleiðaraskipan er komin sambært millumtjóða avtalum, sum Føroyar er partur í t.d. í NAFO. Henda skipan heldur fram og verður eisini at galda fyri komandi eygleiðaraskyldur á NEAFC økinum og í føroyskum sjógvi.

1. viðgerð 16. mars 1999. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 16. apríl 1999 legði fram soljóðandi

Á l i t 

Málið er lagt fram av landsstýrinum tann 6. mars 1999 og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 1999 beint í vinnunevndina.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 13. og 15. apríl 1999.

Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin.

Ein meiriluti í nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan á Lakjuni, Niels T. Pedersen og Jákup Sverri Kass) vísir á, at í november mánaði í fjør legði Javnaðarflokkurin fram uppskot um løgtingslóg um stuðul til lemmatrolarar. Samgongumeirilutin tók ikki undir við hesum uppskoti, hóast ásannað varð, at okkurt átti at verðið gjørt fyri at betra um støðuna hjá djúpvatnstrolarunum. Mett varð ikki, at tað var rætt at fara undir at veita beinleiðis rakstrarstuðul til henda skipabólk, men samgonguumboðini í nevndini tóku undir við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum í nevndini upplýsti, at hann arbeiddi við eini aðrari loysn, m.a. við at nýta einar 6 mió. av tí, sum á fíggjarlógini er sett av til varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota, til at stuðla djúpvatnstrolarunum í royndum eftir fiskasløgum á djúpum vatni.

Meirilutin ásannar, at møguleikarnir hjá djúpvatnstrolarunum eru skerdir, og kann tí taka undir við, at neyðugt kann verða at stuðla eitt sindur uppundir og hjálpa hesum skipum at finna nýggjar møguleikar, soleiðis at hesum flota kann vera lív lagað. Djúpvatnsflotin hevur jú ómetaliga stóran týdning fyri ávís øki í landinum.

Men meirilutin leggur samstundis stóran dent á, at hetta ikki verður ein rakstrarstuðul til vanligan fiskiskap hjá lemmatrolarunum, men bara ein stuðul til at gera royndir m.a. á djúpum vatni og at tryggja einstakar royndartúrar. Meirilutin kann ikki taka undir við, at tað í lógini skal verða heimilað landsstýrismanninum at veðhalda fyri parti av útgerðarláni, og mælir tí til ístaðin at seta inn orðingina: "til at tryggja einstakar royndartúrar". Eisini leggur meirilutin dent á, at stuðul bert verður veittur til lemmatrolarar til fiskiskap á føroysku landleiðunum og ikki til onnur skip. Lemmatrolarar eru harumframt fevndir av hugtakinum "fiskifar" sum kann fáa stuðul í sambandi við fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar.

Meirilutin heitir á landsstýrismannin um at endurskoða lógina og leggja endurskoðað lógaruppskot fyri tingið innan árslok. Meirilutin heitir eisini á landsstýrismannin um til tíðina at hava tøl tøk, ið lýsa úrslitini av teimum stuðulsveitingum, sum verða latnar sambært lógini.

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin til, at uppskot landsstýrissins verður samtykt við niðanfyristandandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t i

  1. Í § 1 verða orðini "rakstur og/ella veðhald fyri parti av útgerðarláni" broytt til "og rakstur til at tryggja einstakar royndartúrar og".
  2. Í § 2 verða orðini "rakstur og/ella veðhald fyri parti av útgerðarláni kann latast fiskifari" broytt til "og rakstur kann latast til at tryggja einstakar royndartúrar hjá fiskifari, sum rekur fiskiskap uttan fyri føroysku landleiðirnar, ella hjá lemmatrolarum, sum reka fiskiskap á føroysku landleiðunum og".

Ein minniluti í nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) vísir á, at við tað at meirilutans støða hevur verið so ógreið og skiftandi undir nevndarviðgerðini, hevur minnilutin ikki møguleika fyri at taka støðu, fyrr enn eitt møguligt meirilutaúrslit fyriliggur, vónandi upp undir atkvøðugreiðslu.

2. viðgerð 20. apríl 1999. Broytingaruppskot frá meirilutanum í vinnunevndini til §§ 1 og 2 fall 11-0-17. Upprunauppskotið fall 10-1-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.

J.nr. 689-5/99