Fyrispurningur um Lønjavningargrunn

100-4 Fyrispurningur til John Petersen, landsstýrismann viðvíkjandi løgtingslógini um Lønjavningargrunn

Ár 1998, 2. oktober, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Henrik Old, løgtingsmanni

Fyrispurningur

  1. Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum enn ikki hevur valt sín lim í yrkisráðið?
  2. Hvør er orsøkin til, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum enn ikki hevur ásett í kunngerð nærri reglur fyri virksemi ráðsins?

Viðmerkingar:
Tann 23. mai 1997 varð løgtingslóg um Lønjavningargrunn kunngjørd. Henda lóg er ein liður í teirri umskipan, sum er gjørd av nevnda grunni vegna nýggju stýrisskipanarlógina.

Ein broyting í nýggju lógini var, at tann táverandi nevndin fyri Lønjavningargrunnin varð tikin av. Í staðin varð ásett í § 4 í nýggju lógini:

"At ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spurningum viðvíkjandi fyrisitingini hjá Lønjavningargrunninum verður sett eitt yrkisráð við 5 limum. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum velur 1 lim, ið er formaður. Føroya Fiskimannafelag velur 1 lim, Meginfelag Útróðrarmanna 1 lim, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskinmeistarfelagið og Føroya Motorpassarafelag velja í felag 1 lim og Føroya Reiðarafelag 1 lim. Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn. Á sama hátt verða 5 varalimir valdir.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virksemið hjá ráðnum."

Tað er eingin ivi um, at tað var ein avgjørd fyritreyt hjá løgtinginum fyri at taka nevndina í Lønjavningargrunninum av, at hetta ráð varð sett, sum í hvussu er kundi vera ráðgevandi í málum, har tað fyrr hevði heimild. Hetta var eisini fyritreytin fyri, at gamla nevndin og vinnufeløgini, sum høvdu verið umboðað í nevndini tóku undir við hesi broyting.

Hóast tað skjótt er hálvt annað ár farið, síðan lógin varð lýst, er hetta ráð ikki komið at virka enn. Orsøkin er tann, at avvarðandi landsstýrismaður ikki hevur valt sín lim, og at kunngerðin um nærri reglur fyri virksemið hjá ráðnum ikki er gjørd enn.

Er eri kunnaður um, at avvarðandi vinnufelag hevur spurt landsstýrið eftir hesum máli uttan at hava fingið nakað svar. Tískil er grund til at halda, at landsstýrismaðurin als ikki ætlar at fylja hesi løgtingssamtykt.

+ skjøl (løgtingslóg nr. 73/1997 og álit í løgtingsmáli nr. 79/1996)

Á tingfundi 6. oktober 1998 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 6. november 1998 svaraði Høgni Hoydal, varaløgmaður,   fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Sambært løgtingslógum eru tríggjar ráðgevandi funktiónir, sum ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum. Hesir eru: Fiskivinnuráðið, Fiskivinnu Starvsnevndin og Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin.

Í § 1 í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya er lógávuvaldið í yvirtiknum málum hjá løgtinginum og løgmanni í felag, og útinnandi valdið er hjá landsstýrinum.

Samsvarandi § 2 í løgtingslóg nr. 90 frá 4. juni 1996 við seinni broytingum um ábyrgd landsstýrisins, er fyrisitingin av málsøkinum undir ábyrgd løgmans og landsstýrismanna.

Sambært § 35 í í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya "… kann við løgtingslóg í nærri ásettan avmarkaðan mun heimild verða latin nevndum, stýrum og ráðum at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir."

Viðvíkjandi teimum ráðum sum umrødd her og sambært omanfyri nevndu lógum,er ikki talan um fyrisitingarligar avgerðir, men um ráðgeving og ummælisrætt.

Øll uppskot til lógir, kunngerðir og reglugerðir skulu leggjast fyri Fiskivinnu Starvsnevndina til ummælis.

Uppgávan hjá Yrkisráðnum fyri Lønjavningargrunnin er at ráðgeva landsstýrismanninum í spurningum viðvíkjandi inntøkutrygd v.m. og í spurningum viðvíkjandi fyrisitingini hjá Lønjavningargrunninum. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur fyri virksemið hjá ráðnum. Arbeiðið hjá ráðnum er sostatt treytað av, um landsstýrismaðurin setur ráðnum nakran spurning.

Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin er skipað sambært løgtingslóg nr. 73 frá 23. mai 1997 og er mannað við 5 limum og 5 varalimum. Fiskimanafelagið velur 1 lim og 1 varalim, Meginfelag Útróðrarmanna velur 1 lim og 1 varalim, Skipara- & Navigatørfelagið, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið velja í felag 1 lim og 1 varalim, Reiðarafelagið velur 1 lim og 1 varalim og landsstýrismaðurin velur formann og varaformann.

Limir og varalimir í Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin eru valdir fyri fýra ár í senn. Limir og varalimir vórðu valdir í 1997, næsta val av limum verður tí í 2001. Yrkisráðið hevur ikki havt nakran fund og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer at skjóta upp fyri løgtinginum at avtaka yrkisráðið, tí Lønjavningargrunnurin er fyrisitingarliga skipaður í Fiskimálastýrinum.

Ad spurningi 1) Landsstýrismaðurin valdi sín lim í yrkisráðið hin 6. oktober 1997.

Ad spurningi 2) Løgtingslóg nr. 73 frá 23 mai 1997 um lønjavningargrunn varð undir viðgerðini í løgtinginum á vári 1997 broytt soleiðis, at uppgávan hjá yrkisráðnum eisini skuldi fevna um fyrisiting Lønjavningargrunnsins. Henda orðing hevur tarnað landsstýrismanninum at áseta í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum hjá ráðnum. Víst verður til omanfyri standandi viðmerkingar um stýrisskipanina, um ábyrgdina hjá landsstýrismanninum og um fyrisiting av egnum málsøkjum. Fyrisitingin er tengd at bygnaðinum í Fiskimálastýrinum.

Um sama mundi sum yrkisráðið varð mannað, sat ein arbeiðsbólkur, settur av landsstýrismanninum at endurskoða reglurnar um inntøkutrygd fiskimanna v.m. Hesin arbeiðsbólkur hevði frammanundan lógini um Lønjavningargrunn, herundir um yrkisráðið, fingið samanfallandi uppgávur sum yrkisráðið, og mátti landsstýrismaðurin streingja á, soleiðis at hesin bólkur varð liðugur við arbeiðið sítt. Arbeiðið í hesum bólki gekk ógvuliga striltið, og varð niðurstøðan fyrst handað landsstýrismanninum 8. Juli 1998 við ongum tilmæli.

Eftirsum so nógvar ráðgevandi funktiónir hava verið inni í myndini um inntøkutrygdina, og eftirsum landsstýrismaðurin hevur fyrireikað broytingaruppskot at leggja fyri løgtingið hesa tingsetuna, samstundis sum viðgerðin av sama málið datt burtur í vár, hevur tað ikki verið gjørligt at áseta ein brúkligan arbeiðshátt fyri yrkisráðið. Landsstýrismaðurin fer í hesi tingsetuni at koma við uppskoti um at avtaka yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin, soleiðis at betri samsvar verður millum galdandi lóggávu og fyrisiting av málsøkjunum hjá landsstýrismanninum.

Málið avgreitt.