Fyrispurningur um barnaansingarviðurskifti

100-6 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi barnaansingarviðurskiftum

Ár 1998, 21. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvat ætlar landsstýrið at gera fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, nú tað vísir seg, at tann játtan, ið landsstýrið ætlar at seta av til barnaansing á komandi fíggjarlóg, ikki er nóg stór til, at tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi um nýggj ansingartilboð, kunnu játtast?
  2. Hvussu nógvar umsóknir um góðkenning og fíggjarligan stuðul til nýggj ansingarpláss hevur landsstýrið liggjandi, og hvussu nógvar av hesum kann landsstýrið játta við tí upphædd, ið landsstýrið skjýtur upp at seta av á fíggjarlógini komandi ár?
  3. Metir landsstýrið seg ikki at hava skyldu at nøkta verandi tørv á ansingartilboðum sum fylgja av, at úrtreiðslubýtið millum land og kommunur varð broytt fyri 1998 og 1999 fyri at nøkta tørvin?
  4. Hvørjar tankar hevur landsstýrið um, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna vantandi barnaansing, samstundis sum at landsstýrið tosar um at økja um inntøkurnar í samfelagnum?
  5. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um framyvir at tryggja teimum børnum, ið hava tørv á ansing, ansingartilboð, og um so er, hvørjar eru hesar ætlanir?

Viðmerkingar:
Seinastu mongu árini hevur verið trupult og eisini ógjørligt hjá nógvum foreldrum at fáa nøktandi barnaansingartilboð, og hóast fleiri kommunur seinastu árini hava sett meiri pening av til barnaansing, hevur ta verið trupult at fáa landsstýrið at játta sín part av rakstrinum.

Tá tað ikki var møguligt at fáa neyðugu játtanina setta á fíggjarlógina fyri 1998, soleiðis at landsstýrið kundi játta tær umsóknir, ið tað hevði liggjandi, fyrislóg undirritaði, ið tá var landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, at broyta útreiðslubýtið millum land og kommunur soleiðis, at kommunuparturin av rakstrarútreiðslunum vaks úr 30% upp í 35%, og at landskassans partur minkaði samsvarandi. Hetta fór at gera landskassans part av útreiðslunum góðar 5 mió.kr. bíligari, og kommununar part samsvarandi dýrari. Endamálið var fyrst og fremst at nýta henda pening til at játta tær umsóknir, ið landsstýrið hevði liggjandi. Vi øðrum orðum komu kommunurnar sostatt sjálvar at fíggja øktu ansingartilboðini.

Hóast kommunurnar mótmæltu hesi ætlan, ið kom at áleggja teimum størri fíggjarligar byrðar, so varð uppskotið samtykt í løgtinginum, tó við tí avmarking at broytt útreiðslubýti bert var galdandi fyri 1998 og 1999.

Henda avmarking varð gjørd eftir ynski kommununar, ið førdu fram, at álitið um framtíðar kommunubygnaðin tá var liðugt, og at fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur tá skuldu takast til viðgerðar.

Undir viðgerðini av uppskotinum bleiv ført fram, bæði mnunnliga og í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at endamálið við uppskotinum var at nýta part av tí sparing, ið landskassin fekk, til at nøkta tørvin á barnaansing. Fleiri løgtingslimir, bæði í samngongu og andstøðu, vóru sera ivasamir, um teir fóru at atkvøða fyri uppskotinum, tí uppskotið álegði kommununum fleiri útreiðslur. Høvuðsorsøkin, til at uppskotið bleiv samtykt í løgtinginum, var, at peningurin skuldi nýtast til at nøkta tørvin á barnaansingarplássum.

Kommunurnar, ið høvdu umsóknir um fleiri ansingartilboð, fingu síðan hesi játtaði av landsstýrinum.

Nú sær út til, at landsstýrið longu hevur gloymt tað lyftið, ið bleiv givið kommununum, tí peningurin, ið er settur av til landskassans part av barnaansingarútreiðslunum komandi ár, ikki røkkur til tær umsóknir, ið landsstýrið hevur liggjandi.

T.d. hevur Tórshavnar kommuna søkt um góðkenning og rakstrarjáttan av landskassans parti til 127 nýggj stovnspláss. Sum landsstýrisins støða er nú, verður neyvan møguligt hjá Tórshavnar kommunu at fara undir ætlaðu barnaansingina í nýggja býlingshúsinum Inni á Gøtu, í Sjónleikarhúsinum og í útbygdu býlingshúsunum. Harafturat sigur landsstýrið seg í fíggjarlógaruppskotinum hava umsóknir liggjandi frá 11 øðrum kommunum.

Tað fer neyvan at økja um áhugan hjá kommunum at gera avtalur við landsstýrið, tá tær ikki kunnu rokna við tí, ið landsstýrið sigur seg ætla. Eisini kann tað fáa fíggjarligar fylgjur fyri kommunur, ið gera íløgur í nýggj stovnspláss, um landsstýrið ikki viðurkennir sín part av ábyrgdini fyri at fáa hesar stovnar latnar upp.

Somuleiðis má tað kennast hugstoytt hjá teimum foreldrum, ið ynskja at vera á arbeiðsmarknaðinum, at landsstýrið við vantandi raðfesting og vilja ikki tryggjar teimum henda møguleika.

Tað er somuleiðis undrunarvert, at landsstýrið, ið sigur seg arbeiða fyri at avloysa blokkstuðulin við øðrum inntøkum, beinleiðis er ein forðan fyri, at foreldur kunnu fara til arbeiðis.

Landsstýrisins støða er eisini magháttlig, tá ein hugsar um, at rakstrarútreiðslan á løgtingsfíggjarlógini til barnaansing er útreiðsluneutral fyri landsskassan. Sum er, rinda foreldrini 30% og landskassin og kommunurnar 35% hvør av rakstrinum. Uml. 90% av samlaðu rakstrarútreiðslunum fer til at løna starvsfólki. Hesi rinda skatt av lønini, umframt at tann peningur, ið tey hava eftir, fer í umfarð í samfelagnum og tískil økir um skatta- og avgjaldsinntøkur landskassans.

Harafturat koma fleiri fólk í vinnu, sum í dag møguliga veðra forsyrgd av tí almenna, tí tey eru arbeiðsleys.

Á tingfundi 23. oktober 1998 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. november 1998 svaraði Helena Dam á Neystbø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Sambært nýggja álitinum frá kommununevndini viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýti stendur m.a.: "Harafturímóti er dagrøktin og dagstovnar sjálvandi ein kommunal uppgáva, tí eisini í hesum førinum er tað lættari hjá kommununum at raðfest hesa uppgávu, tí kommunan kennir betri henda tænastutørvin hjá borgarunum í kommununi."

    Almanna- og heilsumálastýrið er samt í hesi niðurstøðu, at dagrøktin er ein kommunal uppgáva og eigur ikki at vera ein landsuppgáva, hetta júst tí at einki krav er til at sama tænastustøði, tvs. tal av dagstovnum, er í øllum kommunum.

    Landsstýrismaðurin tekur fult undir við hesum sjónarmiði hjá kommununevndini og metir tað vera rættast, at tænastustøðið á dagstovnaøkinum er ein partur av virkisøkinum hjá kommunalpolitikkarunum.

    Eisini skrivar kommununevndin: "Fíggjarliga ábyrgdin av hesum stovnum skal tí eisini vera hjá kommununum."

    Sostatt er greitt, at báðir partar, kommunurnar og landsstýrismaðurin í almannamálum, eru samd um, at hetta økið eigur at leggjast til kommunurnar. Tað, sum nú má verða arbeitt við, er at fáa fastlagt, hvussu vit fáa gjørt eina skipan, soleiðis at vit fáa lagt hetta økið yvir til kommunurnar á ein hátt, sum partarnir kunnu góðtaka. Landsstýrismaðurin hevur á fundi við m.a. Tórshavnar kommunu greitt frá, at væntast kann, at tann upphæddin, ið stendur í dag á fíggjarløgtingslógini til dagstovnar, verður ikki hækkað framyvir, men ístaðin yvir nøkur ár verður lækkað, soleiðis at kommunurnar spakuliga kunnu yvirtaka hetta økið, eisini fíggjarliga, sum kommununevndin leggur upp til.

    Her mangla nakrar samráðingar at fara fram millum land og kommunu, soleiðis at hetta kann skipast á rættan hátt. M.a. má semja fáast um, hvussu ein tílík skipan skal ávirka útreiðslu- og inntøkubýtið millum land og kommunur. Somuleiðis má semja fáast um, hvussu vit tryggja, at fakliga innihaldið og at fysisku karmarnir lúka neyðugar treytir, eins og leiðbeinandi upptøkutreytir.

    Hetta er støðan hjá landsstýrismanninum og hetta merkir, at tað, sum landsstýrið ætlar fyri at nøkta tørvin á barnaansingarplássum, er at stuðla undir, at kommunurnar fáa fult sjálvræði innan hetta økið, soleiðis at tað eru kommunurnar, ið bæði hava ábyrgd talinum av ansingarplássum og sjálvar uppá sikt mugu bera útreiðslurnar av teimum. Hetta eigur at vera ein partur av tænastustøðinum í hvørjari kommunu.

  2. Landsstýrið liggur inni við 12 umsóknum til frama fyri eini víðkan av barnaansingarplássum við 235 plássum, tilsamans ein landskassaútreiðsla uppá 5,3 mill. kr. Harumframt eru 2 umsóknir til skúlabarnaansingarskipan. Í verandi uppskoti til fíggjarløgtingslóg og við verandi býti millum land og kommunu eru bert møguleikar at ganga pørtum av hesum umsóknum í møti, nevniliga fyri 1,5 mill. kr., tvs. um 100 dagrøktarpláss ella 50 dagstovnapláss.

  3. Landsstýrismaðurin metir, at tað var rætt at broyta útreiðslubýtið millum land og kommunur fyri 1998 og 1999, og at hetta var fyrsta stigið á leiðini at geva kommununum størri ábyrgd av barnaansingini. Landsstýrismaðurin metir seg at hava skyldu til at virka fyri einari skipan, sum eins og áður sagt gevur kommununum møguleika at nøkta tørvin á ansingarplássum.

  4. Landsstýrismaðurin metir tað vera óheppið, at foreldur ikki sleppa til arbeiðis vegna barnaansingartrupulleikar og vil í hesum sambandi mæla til, at kommunurnar, tá ið tær játta dagrøktarpláss, taka hesi foreldur fram um. Men hinvegin er hetta at meta sum ein prioritering, sum kommunan eigur at gera.

  5. Víst verður til svarið undir punkt eitt, og lagt kann verða afturat, at tað hevur stóran týdning fyri landsstýrismannin, at vit sum skjótast koma ásamt við kommunurnar og at búgva kommunurnar út til at átaka sær hesa uppgávu.

Málið avgreitt.