Ferðaætlan Leirvíksfjørð

 

100-12  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi ferðaætlanini um Leirvíksfjørð

Ár 1998, 3. december, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Rúnu Sivertsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi

Fyrispurningur

  1. Hvussu ætlar Landstýrið at tryggja, at ferðaætlanin á Leið 50 hóskar til og nøktar altsamt vaksandi ferðafólka- og farmaflutningin um Leirvíksfjørð?

Viðmerkingar:

Síðani tað á fyrsta sinni varð møguligt at flyta bilar inn á meginøkið, tveir bilar í senn við Gardar, er ferðafólkatalið vaksið ógvusligt. Tá Ternan I byrjaði at sigla í 1974, varð mett, at teir 14 bilarnir, ið pláss var fyri, fóru at nøkta tørvin nógv ár fram í tíðina. Tó gingu bara 6 ár, til tað gjørdist neyðugt við størri skipi. Tá so nýggja Ternan, sum tók 30 bilar, varð sett í sigling, varð mett, at tørvurin endaliga var nøktaður. Men longu í 9o’unum mátti enn størri kapasitetur setast inn á rutuna, og Dúgvan byrjaði at avloysa nýggju Ternuna.

Við hesi søguligu gongd í huga er góð grund at meta, at eitt økt túratal fer at føra økta ferðslu við sær.

Tað er av týdningi, at hugburðurin til samskifti millum Norðoyggjar og restina av landinum flytur seg frá sparing til tænastu. T.v.s. at støði ikki skal verða ein spurningur um, hvussu nógv tað kostar, og hvussu nógv kann sparast, men um hvør tænasta er neyðug.

Í hesum liggur tann møguleiki, at um tænastan gerst betri, við at túratali økist, og tað harvið gerst neyðugt at brúka meiri pening til rutuna, so fara inntøkurnar helst eisini at økjast, tá fólk og vinnulív hava fingið álit á øktu tænastuni.

Orsakað av ov lítlum túratali, er vinnan í Norðoyggjum verri fyri enn aðrastaðni í landinum. Fyrst og fremst verður hugsað um feskfiskaframleiðsluna. Fesku vørurnar eru sárbærar og krevja tí eina skjótari og meiri álítandi avgreiðslu. Støðugi ivin hjá vinnuni um møguleikan fyri at flyta vøruna av oynni kann ikki longur góðtakast. Tað er í heilum neyðugt hjá vinnuni at halda seg aftur í at framleiða, tí møguleikin fyri at flyta vøruna víðari er útilokaður. Roknast kann við, at hetta kostar norðingum og samfelagnum sum heild milliónir krónur árliga í mistum inntøkum.

Tá hugsað verður um skúla, skeiðvirksemi, fundavirksemi og annað, tarnar ólagaliga ferðaætlanin norðingum í neyðuga samskiftinum við meginøkið. Norðingar hava ikki høvi at luttaka í mentunartiltøkum, skeiðvirksemi, kvøldskúla og øðrum, sum neyðugt er fyri framburðin í nútímanssamfelagnum.

Hóast ta sannroynd, at tiltøk bæði til gaman og álvara verða løgd í vikuskiftunum, verður ferðaætlanin nógv skerd í vikuskiftunum. Hetta er sera óheppið, tí tað er í vikuskiftunum, at fólk vanliga hava størsta ferðatørvin. Av tí at ov fáir túrar eru í vikuskiftunum, mugu ítróttarfólk oftast bíða í fleiri tímar, annaðhvørt fyri ella eftir dystirnar. Tí samlast ofta ein hópur av ferðafólki til ein túr, oftast til stóran ampa fyri farleiðina. Serliga ringt er vetrarhálvuna, tá stongt verður fyri allari ferðslu til og úr Norðoyggjum klokkan sjey á kvøldi.

Norðingar og tey, sum javnan ferðast um Leirvíksfjørð, fegnast um, at Dúgvan nú er sett í fasta rutu um Leirvíksfjørð. Men hóast tað, so uppliva vit javnt og samt ein ov lítlan kapasitet á rutuni, einamest við ov lítlum túratali. Vitandi um, at Leið 50 hvørt ár vinnur Strandferðsluni fleiri milliónir krónur, er torført at skilja orsøkina til, at ferðasambandið á hesi leið ikki verður betur røkt. Samanbera vit ruturnar eftir sjónum við landsvegirnar, er munurin stórur. Uttan mun til veðrið verða landsvegirnir hildnir soleiðis, at altíð er komandi fram. Í kavaveðri verður grivið hvønn einasta dag frá tíðliga á morgni og út á náttina. Sjálvsagt er hetta kappingaravlagandi og eigur í so stóran mun, til ber, at verða bøtt um.

Um Norðoyggjar skulu hava møguleikan fyri at mennast og vera við, er tað av alstórum týdningi, at vit fáa eitt opið samband við meginøkið. Tí er neyðugt við eini ferðaætlan, ið ikki verður broytt árliga. Túratalið má økjast, so tað eisini slepst aftur til Norðoyggjar allar dagar. Tað er av týdningi fyri mentunarlívið og trivnaðin í Norðoyggjum, at vitjandi sleppa avstað aftur um kvøldarnar. At enda er tað av alstórum týdningi fyri Norðoyggjar, at ferðaætlanin verður soleiðis skipað, at hon ikki er kappingaravlagandi fyri vinnuna.

Tað er hugaligt hjá norðingum og ferðandi á Leið 50 at síggja, at roynt verður at gera ábøtur á hesi farleið. Strandferðslan má frameftir arbeiða soleiðis, at tænastan kemur fram um tørvin og ikki støðugt haltar aftaná.

Á tingfundi 4. december 1998 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi 5. februar 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Støðið fyri samlaðu tænastuframleiðsluni hjá SL verður lagt í ferðaætlanini. Tað er ferðaætlanin, sum samskipar ferðsluna á øllum farleiðum, og ferðaætlanin er sum so ein mynd av tí stignum, sum tænastustøðið er á. Tað eru tveir høvuðsspurningar í hesum sambandi:

1. veruligi flutningstørvurin (eftirspurningur eftir flutningi) og

2. fíggjarligar avleiðingar.

Á Leirvíksfjarðarleiðini er tænastustøðið hækkað munandi seinastu árini, t.d. er meira sigling um summarið, og eitt stórt framstig er, at Dúgvan nú er sett í fasta sigling alt árið. Í hesum sambandi verður Leirvíkar havn dýpd.

Ynski hava verið frammi frá norðoyingum, at siglast skal eins nógv um veturin sum um summarið, og at siglast skal longri út á kvøldið og um náttina (fiskaflutningur). Einasti háttur at meta, um hetta er skilagott ella ikki, er at kanna, hvør veruligi tørvurin er, og hvørjar fíggjarligar avleiðingar økt sigling hevur við sær.

Um siglast skal við hægsta títtleika alt árið, metir SL, at bruttoútreiðslan (olja, løn, slit o.g.) økist við 2 mió. kr., meðan inntøkurnar - leysliga mett - hækka við uml. 3-400 tús. kr. SL vísir eisini á, at øktur títtleiki ofta hevur við sær, at flutningsmynstrið broytist, meðan samlaða úrslitið ikki verður stórvegis ferðslulop.

SL arbeiðir í løtuni við komandi ferðaætlan, og fer - við støði í nýggjum flutningshagtølum á farleiðini - at tryggja eitt so skilagott tænastustøði sum gjørligt.

Málið avgreitt.