Strandferšslan - Landsverkfrųšingurin

 

100-13  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstżrismann, višvķkjandi ętlanini at leggja saman Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrųšingsstovnin

Įr 1998, 29. december, bošaši formašurin frį omanfyrinevnda fyrispurningi frį Jóannes Eidesgaard, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi

Fyrispurningur

  1. Hvķ er Fųroya Lųgting ikki kunnaš um ętlanina, t.d. ķ samband viš višgeršina av fķggjarlųgtingslógini fyri 1999?
  2. Hvųrji felags starvsųki hava hesir stovnar į tķ fakliga, tęnastuliga og tķ fķggjarliga ųkinum?
  3. Hvussu vil ein samanlegging bųta um rašfestingina av rakstrinum og av ķlųgunum?
  4. Hvķ veršur ein "analysa" av mųguligum fyrimuni ikki gjųrd, įšrenn hetta stig veršur tikiš?
  5. Hvųrjir ķtųkiligir fyrimunir vęntast at fara at standast av hesi samanlegging?
  6. Hvussu veršur fakliga vitanin og fakligi fųrleikin į LV tryggjašur?
  7. Hvussu kann nżggi stjórin taka fakliga avgeršir, sum landsverkfrųšingurin įšur hevur tikiš?
  8. Er hetta ein lišur hjį samgonguni ķ eini privatiseringsętlan av hesum stovnum?

Višmerkingar:
Ķ tķšindaskrivi dagfest ķ dag 28.des. 1998 bošar landsstżrismašurin Finnbogi Arge frį, at stjórin fyri SL veršur stjóri fyri samanskipaša stovnin, sum er SL og LV, og at stjórin fyri LV er uppsagdur. Hetta er lišur ķ eini ętlan til at leggja hesar bįšar stovnar saman.

18.des. 1998 varš fķggjarlųgtingslógin fyri 1999 samtykt viš trišju višgerš. Ķ hesi lóg fęr SL eina jįttan, og LV fęr eina jįttan. Fųroya Lųgting hevur samtykt fķggjarlógina viš tķ fortreyt, at talan veršur um tveir sjįlvstųšugar stovnar. Tķggju dagar seinni bošar landsstżriš frį, at hesir stovnar verša nś samanlagdir. Landsstżrismašurin sigur vķšari, at arbeitt hevur veriš viš ętlanini ķ meira enn eitt hįlvt įr.

Hetta fęr okkum lųgtingsmenn at undrast, og fyrsti spurningur, sum stingur seg upp, er um, hvķ Fųroya Lųgting ongantķš varš kunnaš um ętlanina, men samtykti fķggjarlógina undir "skeivum" fortreytum.

Taš hevši nś ikki veriš annaš enn rķmiligt, at įšrenn slķkar stórar avgeršir verša tiknar um almenna bygnašin, at lųgtingiš varš kunnaš beinleišis heldur enn gjųgnum fjųlmišlarnar, og at eitt oršaskifti fór fram į tingi um mįliš, įšrenn avgeršin fall. Sum skilst eru starvsfólkini į hesum bįšum stovnum heldur ikki kunnaš.

Ein samanlegging er ikki eitt mįl ķ sęr sjįlvum, uttan so at ķtųkiligir fyrimunir kunnu standast av samanleggingini. Fyrimunir sum t.d. betri tęnastuveiting og bķligari rakstur.

Vanliga verša stovnar, sum hava felags starvsųki lagdir saman. Hetta er ringt at fįa eygaš į, tį taš snżr seg um SL og LV. Annar er ein tęnastustovnur, og hin er ein tekniskur stovnur. Var taš Postverkiš og SL, ella var taš Matrikkulstovan og LV, so hevši hóast alt veriš talan um felags starvsųki.

Annaš er, hvussu landsstżriš vil tryggja, at fakliga vitanin og fakligi fųrleikin, sum ķ dag er hjį LV, veršur varšveittur, um stovnurin bert veršur ein deild av SL. Taš er ķ dag stórur eftirspurningur eftir verkfrųšingum ķ londunum rundan um okkum, og tķ er vandi fyri, at um arbeišsumstųšurnar į LV broytast munandi, vil ein partur av starvfólkunum siga upp.

Nżggi stjórin er ikki śtbśgvin verkfrųšingur. Viš allari viršing fyri hesum stjóra, so kunnu dagliga stinga seg upp spurningar av fakligum slag innan ųkiš hjį LV, har stjórin ikki hevur fųrleikan til stųšutakan, men mį dśva uppį taš, sum rįšgevingin sigur.

Nś nevnir rįšgevandi nevndin hjį forsętismįlarįšharranum ķ seinastu frįgreišingini, at mųguleikarnir fyri at selja aktivir hjį SL, śtlicitering av ferjusambondum og śtlicitering av bussrutum eiga at verša kannašir. Į leiš somu oršingar sķggja vit ķ samgonguskjalinum hjį sitandi samgongu. Tķ er taš eisini ein viškomandi spurningur, um henda ętlan er ein lišur ķ borgarliggeringini av fųroyska samfelagnum?

Viš hesum višmerkingum veršur hesin fyrispurningur settur.

Į tingfundi tann 7. januar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Į tingfundi 5. februar 1999 svaraši Finnbogi Arge, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

S v a r

Ad 1:
Jóannes Eidesgaard spyr, hvķ Lųgtingiš ikki varš kunnaš um ętlanina at leggja Strandfaraskip Landsins og Landsverkfrųšingin saman.

"Ętlanin", sum Jóannes Ejdesgaard sipar til, snśši seg ķ fyrstu syftu ikki um samanlegging.

Sum nevnt varš ķ tķšindaskrivinum tann 28. desember 1998, var talan um at seta ein felags stjóra fyri bįšar stovnarnar, aftanį at starviš sum landsverkfrųšingur var nišurlagt.

Uppgįvan hjį stjóranum var at kanna rationaliseringsmųguleikarnar og at lżsa fyrimunir og vansar av einari samskipan viš SL.

Taš ber ikki til at upplżsa lųgtinginum um eina endaliga "ętlan", fyrr enn stųša er tikin til tey kanningarśrslit, sum skulu vera partar av grundarlagnum fyri somu "ętlan".

Annars hevur Jóannes Eidesgaard havt įvķsar mųguleikar at kunna seg um, at arbeitt veršur viš broytingum. Undir grein 6.11.1.25 į fķggjarlógini (samferšslu- og samskiftisętlanir) veršur upplżst fyri lųgtinginum (og seinni samtykt av lųgtinginum), at "somuleišis veršur

verkętlanin eitt amboš til at lżsa tųrvin į broytingum bęši av sjįlvum samferšslukervinum og į teimum stovnum, sum vara av kervinum".

Ad 2:
Vanliga uppfata vit LV og SL sum tveir ręttiliga ymiskar almennar stovnar, bęši į tųkni- og tęnastuųkinum. Men grundleggjandi virkisųkini hjį Landsverkfrųšingsstovninum og Strandfaraskipum Landsins hanga saman:

LV śtbyggir og višlķkaheldur partar av sjįlvum kervinum, mešan SL veitir flutningstęnastur į kervinum, umframt at umsita ferjurnar, sum eisini kunnu metast sum partar av sjįlvum kervinum.

Nógv fakųki kundu veriš felags fyri bįšar stovnarnar. Vit kundu nevnt leišslu, kunningartųkni, maskin- og verkstašarųkiš, umsiting, logistik, skrivstovuhald, fķgging o.s.fr.

Ad 3:
Ein samskipan av virkseminum hjį teimum bįšum almennu stovnunum, sum vara av samferšslukervinum, hevši gjųrt, at meira vitan um samferšslukerviš varš savnaš į einum staši.

Tess meira vitan um kerviš og feršsluna, tess betri eru mųguleikarnir fyri optimalari rašfesting av ķlųgunum. Frįgreišingin um framtķšar samferšslukerviš ķ Fųroyum er bert eitt dųmi um, hvat kann koma burturśr ųktum samstarvi millum partarnar.

Tį ķlųga t.d. veršur gjųrd ķ ferjulegu, er tżdningarmikiš, at bęši LV og SL eru viš til at leggja ętlanina til ręttis. Vantandi kommunikatión og samskipan millum partarnar kann įvirka eina tķlķka ķlųgu negativt viš meirkostnaši sum śrslit.

Annars er ringt at skilja, hvat Jóannes Eidesgaard meinar viš, tį hann spyr um "rašfesting av rakstrinum".

Ad 4:
Sķ svar Ad 1

Ad 5:
Sum longu nevnt skuldi felags stjórin m.a. lżsa fyrimunirnar av samskipan. Nevnt kundi veriš felags stjóri, felags umsiting og bókhald, felags EDV, felags starvsfólkadeild, felags teknisk/maskindeild, felags verkstašareindir, felags logistikdeild o.s.f.r.

Vķst veršur annars til svar Ad 1, Ad 2 og Ad 3.

Ad 6:
Taš hevur ongantķš veriš ętlanin at nišurleggja LV viš tķ vitan, sum stovnurin hevur, men bert at samskipa stovnarnar. Fųrleikin veršur tryggjašur viš at hava fólk ķ starvi viš hollari śtbśgving og praktiskum royndum og einum umhvųrvi, sum tryggjar įjourfųring av nżggjari vitan. 

Ad 7:
Nś er hesin spurningur ikki aktuellur ķ lųtuni, men sjįlvsagt hevši ein nżggjur stovnsleišari, sum ikki var verkfrųšingur, havt somu mųguleikar sum undanfarnir landsverkfrųšingar at tikiš avgeršir.

Tį taš snżr seg um at reka almennan stovn av slķkum slagi sum LV, kunnu ašrar kvalifikatiónir vera eins viškomandi og verkfrųši fyri stovnsleišaran.

Taš er bert ein spurningur um at seta saman tann rętta leišslubólkin viš neyšuga fakliga fųrleikanum.

Ad 8:
Taš er ikki lišur ķ eini privatiseringsętlan, men ķ eini rationaliseringsętlan.

Mįliš avgreitt.