Fyrispurningur um innflutning

100-14 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi innflutningi til privata nýtslu  í árunum 1988 - 1998

Ár 1999,7. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvussu stórur var innflutningurin til privata nýtslu í árunum frá 1988 til 1998?
  2. Hevur landsstýrið nakrar ætlanir um at tálma privatu nýtsluna í føroyska samfelagnum, og um so er, hvørjar?

Almennar viðmerkingar
Tað skulu breiðir herðar til at bera góðar tíðir, verður sagt. Seinastu fýra árini hevur landið reist seg búskaparliga frá einum fíggjarligum aldudali, og tað hevur m.a. havt tað positiva við sær, at fólk nú hava munandi meiri at ráða yvir, men tíverri vísir tað seg ofta so, at stórur partur av tí, fólk hava at ráða yvir meiri enn til dagligt uppihald, fer til meirnýtslu. Hetta hevur eisini víst seg seinastu árini.

Hesi árini hevur ikki trotið við fiskiskapi, fiskaprísirnir hava verið høgir, og lánsrentan hevur verið lág. Fiskiskapur, prísir, renta og gongdin í alheimsbúskapinum eru alt fyribrigdi, sum vit ikki eru harrar yvir, men sum vit meiri ella minni verða stýrd av. Somuleiðis eru hetta fyribrigdi, sum kunnu broytast eftir stutta tíð. Tí eigur eitthvørt at verða gjørt til tess at spara, t.d. til tvungna uppsparing ella til pensjónir.

Hóast handilsjavni føroyinga í 1998 ber á rætta borðið í mun til árini frammanundan, so er privata nýtslan hjá fólki økt nógv seinastu árini. Nøgdin í innflutninginum til Føroya til privata nýtslu er støðugt økt síðani kreppuárini fyrst í 90-unum og er í 1998 farin upp um nýtsluna, sum hon var, tá ið hon var í hæddini í 80-unum.

Umframt at lesa tabellir og frágreiðingar frá búskaparfrøðingum, so dugir vanligi føroyingurin at síggja, at nýtslan minnir í so nógv um tey ræðandi áttatiárini. Tað sæst m.a. á bilasølu, húsa- og grundstykkjaprísum. Úttalilsir frá handilsfólki bera eisini boð um hetta.

Okkurt eigur at verða gjørt til tess at tálma nýtsluni - privatu eins væl og almennu.

Skal nýtslan tálmast, meðan búskapurin er í hæddini, má hetta gerast við politiskum tiltøkum, tí hesar spurningar.

Á tingfundi seinni sama dag var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi tann 9. februar 1999 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Tann fyrri spurningurin, Annita á Fríðriksmørk hevur sett mær, er um, hvussu stórur innflutningurin var til privata nýtslu í árunum 1988-1998.

Partvís kann ein meta innflutningin til privata nýtslu frá 1988 til 1998 nominelt, t.v.s. í krónum, og tá er hann samanlagdur nakað minni í 1998, enn hann var í 1988, sum tað sæst av hjálagda skjali.

Men upp á fólkið (fólkatal við árslok) er innflutningurin til privata nýtslu tó nakað størri í 1998 enn í 1988. Roknar ein so við einum ávísum prísvøkstri, so er minni munurin. x)

Men haraftrat skal sigast, at tá fólk keypa vørurnar, er føroyskur vinningur komin afturat, so innlendska inflasjónin má leggjast aftrat, fyri at síggja, hvussu nógv innflutningurin tyngir inntøkuna hjá fólki.

Og fyri at gera myndina uppaftur meira rættvísandi, er tað tann tøka lønin eftir skatt, sum ein skal seta nýtsluna í mun til.

Innflutningurin er helst meginparturin av vørunýtsluni hjá húsarhaldinum, men týdningurin av keypinum av føroyskum vørum – og serliga tænastum - eigur ikki at undirmetast.

Roknar ein innflutningin til húsarhaldsnýtslu sum part av inntøkumassanum, so sær tað út til, at hann er á leið tann sami í 1998 sum í 1988.

Alt hetta vísir, at Annita á Fríðriksmørk helst hevur rætt í, at mynstrið í dag líkist tí í 1988.

Tann seinni spurningurin, um landsstýrið hevur nakrar ætlanir um at tálma nýtsluna í føroyska samfelagnum, og um so er, hvørjar, er heldur fløktari at svara.

Av hesum spurninginginum og viðmerkingunum má ein ganga út frá, at Annita á Fríðriksmørk heldur, at nýtslan er ov stór.

Men nær er privatnýtslan ov stór? Fyri at kunna gera sær metingar um hetta, er brúk fyri at seta samanhangirnar í búskapinum upp fyri at koma til botns í málinum.

Sigast kann, at málið við framleiðsluni - ella búskapinum yvirhøvur – er, at gagnið hjá borgarunum (ofta mett í nýtslu pr.capita) skal vera so stórt, sum til ber, og vaksandi sum frá líður. Uppsparing - og íløgur burtur úr uppsparingini, sum geva eitt so gott avkast sum gjørligt - hava einki endamál í sjálvum sær, men eru bara neyðug fyri, at vit kunnu hava størri nýtslu pr.capita í framtíðini.

Er reala nýtslan pr.capita vaksandi í einum landi, so hevði hetta helst verið mett sum framgongd. Men vaks nýtslan bara tí, at uppsparingin minkaði, so var tað ein trupulleiki, tí so tyngir ein nýtsluna í framtíðini av ov stórari nýtslu nú.

Stór nýtsla er í sjálvum sær ikki ein trupuleiki, um vit ikki seta hana í mun til inntøkuna og harftrat hyggja at uppsparingini og avkastinum av íløgunum. Ella tað kann sigast (eitt sindur provokerandi kanska, men tó ikki av leið), at nýtslan er ongantíð nakar trupuleiki í sjálvum sær, men at uppsparingin og avkastið av íløgunum kunnu verða tað - sum frá líður.

Uppsparingin í Føroyum hevur generelt verið høg - helst umleið 25% av tøku bruttotjóðarinntøkuni í meðal síðan 1962. Hetta er í altjóða høpi ein høg sparikvota. Og hetta hevur so verið grundarlagið undir íløgunum ígjøgnum 60'ini og 70'ini, sum nýmótansgjørdi okkara samfelag og legði grundina undir tí vøkstrinum, sum var í inntøkum og harav nýtsluni hjá føroyingum. Men hvat var so trupulleikin upp gjøgnum 80'ini? Hví endaðu vit við hesari stóru uttanlandaskuldini og fylgjandi kreppuni?

Uppsparingin í 80'unum - serliga í seinnu helvt - var kanska í minna lagi, men eftir nógvum at døma ikki katastrofalt lág.

Eftir tølunum at døma var uppsparingin sjálvt hesa tíðina eini 18% av bruttotjóðarinntøkuni - tá er talan um árini 1985-1990.

Sum búskaparráðið vísir á í frágreiðing síni á sumri 1998 síðu 74 citat: "Tað, sum tyngdi handilsjavnan mest í gjøgnum 80 árini, var valla innflutningurin til húsarhaldsnýtslu. Helst hevur innflutningurin til beinleiðis nýtslu verið ov stórur – serliga tíðarskeiðið 1985 til 1988 – og tá átti kannska at verið táttað meira í. Men søgnin um ein nýtsluróm – ella "forbrugsfest" – sum mangan hevur verið frammi í donskum bløðum, er ósonn."

Heldur vóru tað íløgurnar - ella avkastið av íløgunum - sum sviku

Gjaldsjavnahallið komst kanska einamest av, at íløguinnflutningurin vaks púra ótálmaður, og at nýtsluvøruinnflutningurin ikki minkaði tilsvarandi. Íløgurnar, sum gjørdar vóru, góvu antin ov lítið avkast, ella so vóru tær beinleiðis tapsgevandi - t.d. skip, sum blivu seld av landinum aftur stutt eftir.

Uppsparingin í 1998 sær ikki út til at vera serliga lág. Uppsparingin er summurin av gjaldsjavnaavlopinum og gjørdu íløgunum í árinum. Hetta er umleið 1,5 mia. ella 25% av bruttotjóðarúrtøkuni.

T. v. s. eru íløgurnar í Føroyum størri enn bruttouppsparingin í Føroyum í eitt tíðarskeið, fáa vit gjaldsjavnahall. Tað umvenda ger seg galdandi, um uppsparingin er størri enn íløgurnar.

Men hvat so við kostnaðarstøðinum? Leggur stór húsarhaldsnýtsla trýst á føroyska arbeiðsmarknaðin, so at kostnaðarstøðið hækkar? Tað kann ein kanska siga, at tað í ein vissan mun ger - men bara í lítlan mun. Tí stórur eftirspurningur eftir nýtsluvørum ávirkar fyrst og fremst innfluttu nøgdirnar - ikki innflutningsprísin. Tað kann fáa ávirkan á vinningin í handlunum - men bara í lítlan mun, um kappingin er nóg hørð. So mesta ávirkanin skuldi verið í tænastueftirspurninginum og húsabyggingini.

Tað, sum harafturímóti leggur trýst á arbeiðsmarknaðin sum heild, er íløgueftirspurningurin. Um tað almenna og tað privata fara undir stór íløguprosjekt í senn, so kann ein hugsa sær, at vit fáa sama trýstið á arbeiðsmarknaðin aftur - og harav stendst so lønartrýst á innlendsku marknaðunum. Lønartrýstið rakar helst ikki so harðliga útflutningsvinnurnar, men kann tó gera tað, sum frá líður.

Samanumtikið kann ein neyvan siga, at nýtslueftirspurningurin, sum í løtuni sæst í innflutninginum av nýtsluvørum til húsarhaldið, er nakar trupulleiki fyri handilsjavnan ella gjaldsjavnan, sum støðan er í løtuni. Heldur ikki kann ein rokna við, at økti eftirspurningurin er nakar stórur trupulleiki fyri kostnaðarstøðið sum heild - tó kanska í byggivinnuni. Tað sær heldur ikki út til, at uppsparingin er nakað, ein eigur at óttast, tí hon liggur eftir øllum at døma rættiliga høgt enn.

Men ein kann ikki rokna við, at avlopið á handilsjavnanum heldur sær - og somuleiðis á gjaldsjavnanum. Ein grund er, at nýtsluvøruinnflutningurin framvegis veksur. Ein onnur er, at útflutningurin kann minka í virði, tí at prísirnir ikki halda sær so høgir, sum teir hava verið. Og at enda kann ein vænta, at tað rættiliga verður brúk fyri innflutningi til íløgur, bæði hjá tí almenna og í privatu vinnuni. Hetta verður kanska tað, vit fáa mest brúk fyri at hava eftirlit við og at stýra so væl, sum til ber. Bæði tí at trýst fer at koma á gjaldsjavnan , og tí at íløgueftirspurningurin kann leggja trýst á arbeiðsmarknaðin.

Tá spurt verður, um ætlanin hjá landsstýrinum er at gera nakað fyri at minka um privatnýtsluna, verður oftast hugsað um hægri beinleiðis ella óbeinleiðis skatt. Men tað hevur onga meining at taka meira frá tí privata til tað almenna at brúka. Tað er eingin ætlan um at økja almennu inntøkurnar mótvegis teim privatu.

Samgonguskjalið tosar um skattalættar heldur enn skattahækkingar sum ein liður í at lækka kostnaðarstøðið í landinum.

Men gongdin í búskapinum verður viðgjørd, og eingin ivi er um, at neyðugt er at hava eitt vaki eyga við búskapargongdini í løtuni. Tað er so mangt, sum so skjótt kann venda.

Í løtuni verður ikki arbeitt við tiltøkum at avmarka privatnýtsluna, men verður tað mett neyðugt, so verður tað gjørt.

Persónliga halli eg meg meira til eina uppsparing, um tað skuldi gjørst neyðugt.

Men tað, sum liggur í fyrsta umfari, er at samskipa samlaðu íløgurnar í samfelagnum bæði almennar, tað verið seg kommunalar ella landskassa íløgur, og privatar soleiðis, at vit ikki missa tamarhaldið á íløgunum.

x)

(Her er trupuleikin hvat prístal skal brúkast fyri at koma nærri einum máti fyri realan innflutning - føroyska prístalið sigur nakað um vørukeypið, tá vinningur er komnin aftrat, danska útflutningsprístalið er ov nógv merkt av teirra landbúnaðarútflutningi, og danska innflutningsprístalið til húsarhaldsvørur sigur nakað um prísgongdina í einum meðali av londum, sum danir innflyta frá.)

Málið avgreitt.