Fyrispurningur um virksemið hjá PET

100-15 Fyrispurningur til Høgna Hoydal, landsstýrismann, viðvíkjandi lógaruppskotinum um kanningar av virkseminum hjá PET

Ár 1999, 7. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

Ætlar Føroya Landsstýri at taka stig til, at kanningin av virkseminum hjá PET eisini skal fevna um føroysk viðurskiftu?

Viðmerkingar
Danski løgmálaráðharrin legði 28. oktober 1998 fram lógaruppskot, sum skuldi vera grundarlag fyri eini kanning av virkseminum hjá PET (Politiets Efterretningstjeneste) á politiska økinum síðan 1968.

30. september 1968 kom danska stjórnin við eini fráboðan um, at skráseting av donskum ríkisborgarum ikki skuldi fara fram orsakað av politiskum virksemi.

Síðan er m.a. komið undan kavi, at PET í desember 1968 hevur skrásett limir hjá DKP og VS, og at henda skráseting helt áfram til august 1974.

Eisini hevur verið ivi um, hvussu upplýsingar hjá PET hava verið goymdar serliga í tíðarskeiðinum frá 1968 til 1985.

Málið fekk fyrstu viðgerð 12. november 1998 og varð síðan beint í rættarnevndina.

Sum skilst, hava grønlendingar sett ynski fram um, at kanningin eisini skal fevna um grønlendsk viðurskifti.

Føroya Landsstýri hevur enn ikki alment latið við seg koma, og tískil verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum við ábyrgd fyri lógarmálum.

Á tingfundi seinni sama dag varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi tann 9. februar 1999 svaraði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

Í viðmerkingunum til fyrispurningin nevnir spyrjarin, at landsstýrið hevur ikki latið alment við seg koma í hesum máli. Hetta er bert partvíst rætt, og tí skal verða greitt frá gongdini í málinum:

Ríkismyndugleikarnir hava spurt landsstýrið, um uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste (PET) skal setast í gildi fyri Føroyar. Uppskotið er í løtuni til viðgerðar í Rættarnevndini hjá fólkatinginum.

Í desember mánaði í fjør hevur undirritaði í fjølmiðlunum gjørt vart við, at møguligt virksemi hjá PET í Føroyum avgjørt eigur at verða kannað, um fólkatingið samtykkir lógina um kanning av virkseminum hjá PET.

Kortini hevur drigið nakað út við tí formliga svarinum til ríkismyndugleikarnar, tí landsstýrið hevur viðgjørt, hvussu eigur at farast fram í einum slíkum máli. Spurningurin hevur verið:

  1. Eigur landsstýrið at geva ríkismyndugleikunum sítt tilmæli, og skal løgtingið síðani fáa ríkislógina til viðgerðar, tá fólkatingið hevur samtykt hana?
  2. Ella eigur málið at leggjast fyri tingið sum ríkislógartilmæli, áðrenn ríkismyndugleikarnir fáa svar?

Løgdeildin í landsstýrinum hevur viðgjørt spurningin gjølla og hevur mælt til, at uppskotið til fólkatingslóg um kanning av virkseminum hjá PET verður lagt fyri tingið sum uppskot til ríkislógartilmæli við ávísari broyting í arbeiðssetningi nevndarinnar.

Landsstýrið fer at leggja málið fyri tingið ein av fyrstkomandi døgunum.

Grundgevingar
Seinastu árini hevur í fleiri londum í Evropa, og nú eisini í Danmark, verið kjak um leiklutin og heimildirnar hjá fregnartænastum í demokratiskum londum.

Í Danmark hevur orðaskiftið serliga viðgjørt spurningin, um Politiets Efterretningstjeneste (PET) hevur hildið seg til avgerðina hjá donsku ríkisstjórnini frá 1968, um at: "Registrering af danske statsborgere ikke længere må finde sted alene på grundlag af lovlig politisk virksomhed."

Serliga seinasta árið er komið nógv undan kavi, ið bendir á, at so er ikki.

Sambært uppskotinum skjýtur danska ríkisstjórnin tí upp at gera eina kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste til tess at staðfesta, um avgerðin hjá donsku ríkisstjórnini frá 1968 er hildin, og um virksemið annars hevur hildið seg til reglurnar.

Uppskotið til arbeiðssetning hjá kanningarnevndini, er soljóðandi:

"Undersøgelseskommissionen har til opgave at undersøge, klarlægge og vurdere, om Politiets Efterretningstjeneste siden 1968 i sin virksomhed i forhold til politiske partier, faglige konflikter og politisk ideologisk prægede grupperinger og bevægelser i Danmark har efterlevet de regler og retningslinier for tjenestens virksomhed, som har været fastsat af Folketinget eller regeringen."

Sum uppskotið er orðað í løtuni, fevnir arbeiðssetningurin sostatt ikki um kanning av virkseminum hjá Politiets Efterretningstjeneste mótvegis t.d. politiskum flokkum, feløgum, fakligum ósemjum og fylkingum í Føroyum.

Um lógin verður sett í gildi fyri Føroyar í núverandi líki, so fær kanningarnevndin heimild at gera kanningar í Føroyum, men bert av virksemi, sum hevur beinleiðis tilknýti til flokkar, fakligar ósemjur og rørslur í Danmark.

Hetta er óheppið av fleiri orsøkum:

Til tess at tryggja, at hesi atlit verða fylgd, mælir landsstýrið sostatt til, at lógin um kanning av PET verður sett í gildi fyri Føroyar við teirri broyting, at Føroyar verða nevndar í arbeiðssetningi nevndarinnar.

Samanumtikið
Samanumtikið er at siga, at afturlítandi kanningar hava nærum verið gerandiskostur í ríkinum seinastu árini, og ivasamt er, hvønn týdning hesar hava, nú ætlanin er at broyta viðurskiftini millum Føroyar og Danmark grundleggjandi. Í hesum máli hava ríkismyndugleikarnir sjálvir tikið stig til kanningina, og málið má metast at hava stóran prinsipiellan týdning fyri fólkaræði, rættartrygd og viðurskiftini millum statsmyndugleikar og borgarar sum heild. Tí er eingin ivi um, at Føroyar og føroysk viðurskifti eiga at vera partur í kanningini hjá ríkismyndugleikunum.

Uppískoyti
Í viðmerkingunum til fyrispurningin nevnir spyrjarin, at grønlendska heimastýrið hevur mælt til, at kanningin eisini fevnir um grønlendsk viðurskifti. Landsstýrið hevur spurt seg fyri hjá grønlendska heimastýrinum, og har er politiska og formliga mannagongdin øðrvísi. Umsitingin hjá heimastýrinum hevur í brævi heitt á ríkismyndugleikarnar um at tryggja í lógini, at virksemið hjá PET í grønlendskum viðurskiftum verður kannað.

Málið avgreitt