Fyrispurningur um leiguútreiðslur til aðalstýrini

100-19 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi leiguútreiðslum til aðalstýrini

Ár 1999, 7. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

1. Hvussu nógv gjalda ymsu aðalstýrini í leiguútreiðslum?

2. Hvussu nógvar fermetrar leiga aðalstýrini í dag?

3. Hvør myndugleiki góðkennir leigusáttmálarnar?

4. Hvørjar egnaðar bygningar eigur landsstýrið, sum í dag ikki verða brúktir til umsiting?

5. Hvussu sær leigusáttmálin, sum Fiskimálastýrið hevur gjørt um húsini Yviri við Strond, út?

Viðmerkingar
Bygnaðarbroytingarnar hava m.a. eisini ført við sær, at ymsu aðalstýrini eru flutt úr Tinganesi í aðrar bygningar í Havn.

Sum skilst, so er Fíggjarmálastýrið flutt út á Argir í "Albert Hall", Almanna- og Heilsumálastýrið er flutt út í bygning hjá Landssjúkrahúsinum, Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal flyta í Grunnahúsini á Hoyvíksvegnum, Fiskimálastýrið í leigaði hølir Yviri við Strond, oljumálaráðharrin situr í Gróthúsinum á Debesartrøð, meðan Vinnumálstýrið og Løgmansfyrisitingin verða verandi í Tinganesi.

Løgtingið viðgjørdi í fjør eina umsókn um eykajáttan til viðlíkahald og broytingar av húsunum á Bryggjabakka, tí hesi høli skuldu brúkast til Vinnumálastýrið. Men nú frættist, at Vinnumálastýrið verður verandi í Tinganesi, meðan Fiskimálstýrið skal flyta til leigaði hølir Yviri við Strond.

Hvat hølini á Bryggjubakka síðan skulu brúkast til, vita vit løtingsmenn einki um.

Hølini, sum verða leigað yviri við Strond, hava áður verið leigað av Toll- og Skattstovuni, og tá fekst at vita, at hesi høli vóru óegnað til umsiting, tí húsini vóru í so vánaligum standi. Tí hevði tað verið áhugavert at fingið at vita frá løgmanni, hvat er øðrvísi í dag við hesum hølum.

Somuleiðis brúkti Toll- og Skattstovan húsini á Bryggjubakka, og einki frættist um, at tey ikki vóru væl egnað.

Við hesum viðmerkingum seti eg tí løgmanni henda fyrispurning.

Á tingfundi seinni sama dag varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi tann 18.  februar 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1) Hvussu nógv gjalda ymsu aðalstýrini í leiguútreiðslum ?

Trý av aðalstýrunum hava í dag leiguútreiðslur. Tey eru:

1

Fiskimálastýrið

1.024.992 kr. um árið

2

Vinnumálastýrið

251.370 kr. um árið

3

Undirvísingar- og mentamálastýrið

575.794 kr. um árið

Til 1) Viðmerkjast skal, at útreiðslurnar hjá Fiskimálastýrinum vóru 897.000 kr. áðrenn flytingina. Við flytingini hevur Fiskimálastýrið frígivið 261 kvadratmetrar í Tinganesi. Eingin húsaleiga var rindað fyri hesi hølir. Fiskimálastýrið hevur keypsrætt uppá ognina Yviri við Strond 17-19. Keypsprísurin er 14 mill. kr. og er galdandi fram til 1. mai 1999.

Til 2) Vinnumálastýrið leigar á Bryggjubakka, og fara smærri stovnar, sum hoyra til Vinnumálastýrið, at flyta inn í bygningin í næstum. Viðmerkjast skal eisini, at partur av leiguútreiðslunum á Bryggjubakka uppá 84.000 kr. fellur burtur ár 2000. (sí annars frágreiðing undir punkt 4)

Til 3) Leiguútreiðslurnar hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum fella burtur seinni í ár, tá stýrið flytur í Grunnahúsini á Hálsi.

Harumframt skal viðmerkjast, at Stýrið fyri Toll- og Skattstovuna, Gjaldstovan og Hagstovan høvdu, undan flytingini í Fíggjarmálastýrið, eina leiguútreiðslu íalt uppá 847.378 kr. Hesir stovnar fluttu í bygningin á Argjum, sum var keyptur fyri 11 mió. kr.

Samanumtikið vísa tølini at útreiðslurnar eru farnar frá 2.320.172 kr. til 1.852.156 kr. um árið. Hetta er ein munur uppá 468.016 kr.

Sum nevnt omanfyri, fella leiguútreiðslur hjá Undirvísingar- og mentamálastýrinum, á Falkavegi 6, uppá 575.794 kr., og leiguútreiðslurnar hjá Vinnumálastýrinum á Bryggjubakka, uppá 84.000 kr., burtur ávikavíst í ár og í ár 2000. Samlaðu leiguútreiðslurnar verða tá 1.192.352 kr.

Víst verður eisini til hjáløgdu talvu.

2) Hvussu nógvar fermetrar leiga aðalstýrini í dag ?

Aðalstýrini leiga hesar fermetrar:

1

Fiskimálastýrið

1.332 fermetrar

2

Vinnumálastýrið

266 fermetrar

3

Undirvísingar- og Mentamálastýrið

871 fermetrar

3) Hvør myndugleiki góðkennir leigusáttmálar ?

Tað er Fíggjarmálastýrið sum góðkennir leigusáttmálar.

4) Hvørjar egnaðar bygningar eigur landsstýrið, sum í dag ikki verða brúktir til umsiting?

Allir egnaðir bygningar, sum landsstýrið eigur, verða í dag nýttir, og tað hevur verið sera torført at finna egnaðar bygningar í sambandi við flytingina av miðfyrisitingini.

Í samband við bygnaðarbroytingarnar, sum landsstýrið framdi í 1997 og 1998, varð Bryggjubakki tillutaður Vinnumálastýrinum (VMS). Tá ið Toll- og Skattstovan flutti út í Albert Hall, mai 1998, var ætlanin at flyta VMS inn í Bryggjubakka. Játtaðar vórðu 2 mió. kr. til endamálið á fíggjarlógini fyri 1998.

Landið eigur ein part av Bryggjubakka, har Toll- og Skattstovan hevur hildið til. Hendan ognin er uml. 350 fermetrar. Umframt hetta leigaði Toll- og Skattstovan frá Fiskimannafelagnum og Samvinnufelagnum, samanlagt uml. 260 fermetrar. Í sambandi við flytingina hjá Toll- og Skattstovuni yvirtók VMS hetta leigumálið. Samstundis varð avrátt at gera ávísar broytingar í hølunum á Bryggjubakka, áðrenn flytast kundi inn. Í samráð við Landsarkitektin varð eitt arkitektavirkið biðið um at gera uppskot til broytingar í samsvari við tørvin hjá Vinnumálastýrinum. Í sambandi við hesa viðgerð kom fram, at pláss var ikki fyri øllum starvsfólkunum í hesum bygningum, og tí leigaði VMS ein part av bygninginum hjá Poul Hansen, matr. 180. Samskiftisdeildin flutti inn í hetta leigumálið, sum er 140 fermetrar, í juli 1998.

Játtanin uppá 2 mió. vísti seg ikki at halda, og tí legði VMS fram eykajáttanaruppskot, har biðið varð um eyka 3 mió. Uppskotið var havnað av løgtinginum, og vísast kann til tilmælið frá fíggjarnevndini hesum viðvíkjandi.

Í hesum millumbili varð tað greitt, at Fiskimálastýrið, sum skuldi verða verandi í Tinganesi, gjørdi av at flyta yvir við Strond. Avgjørt varð tí, at VMS skuldi verða verandi í Tinganesi. Í staðin fyri at flyta VMS á Bryggjubakka, er tað nú ætlan Vinnumálastýrisins, at smærri stovnar verða fluttir hagar. Talan er m.a. um Menningarstovuna, Nora, Útnorðurgrunnin, Útflutningsráðið og møguliga aðrar.

Tankin er, at við at flyta umrøddu stovnar saman, kann skapast eitt ávíst vinnuligt umhvørvi har, samstundis sum tað kann gera tað høgligari hjá viðskiftafólkunum, tí kundaskarin er í mongum førum hin sami hjá fleiri av stovnunum. Nevndu stovnar - uttan Útflutningsráðið - hava sjálvir útgerð og innbúgv. Farið verður ikki undir tær ynskiligu broytingarnar, sum tilmæltar vórðu í fyrru ætlanini, men við ávísum hølisbroytingum, sum allar ikki nýtast at verða gjørdar beinanvegin, verður mett, at hølini á Bryggjubakka eru hóskilig til endamálið. Mett verður, at stovnarnir kunnu flyta inn, og at man fer at klára seg við tillutaðu fíggjarligu karmunum. 

Samstundis hevur VMS sagt upp leigumálið á Bryggjubakka 180cde, harumframt kemur leigumálið hjá Menningarstovuni - einar 200.000 kr. um árið incl. ljós og hita - eisini at falla burtur.

5) Hvussu sær leigusáttmálin, sum Fiskimálastýrið hevur gjørt um húsini Yviri við Strond, út?

hjálagda skjal.

Málið avgreitt.