Fyrispurningur um fyribyrging av bróstkrabba

100-20 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi fyribyrging av bróstkrabba

Ár 1999, 7. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hevur landsstýrið ætlanir um at virka fyri, at reglulig røntgenkanning av bróstum - mammografi screening - sum tað eisini verður rópt, verður sett í verk?
  2. Er tað so, at útgerð og fakligur førleiki til slíkar kanningar er á Landssjúkrahúsinum?
  3. Um so er, heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott?

Viðmerkingar
Tað frættist, at tilburðirnir av krabbameini hava verið vaksandi seinastu árini. Bróstkrabbi er mest vanliga krabbasjúka, konufólk hava at dragast við, umframt at vera tann krabbasjúkan, sum kemur oftast fyri, tá ið saman um kemur.

Til tess at forða fyri, at bróstkrabbi gerst deyðilig sjúka, verður reglulig mammografi screening brúkt í fyribyrgjandi arbeiðinum. Hetta er vanligt í norðanlondum. Talan er um 50-69 ára gamlar konur, sum verða kannaðar á øðrum ella triðja hvørjum ári. Í so máta sigst Svøríki vera undangonguland. Ì løtuni er eingin ivi um nyttuna av hesum kanningum.Heldur kjakast tey um, hvørt málbólkurin átti at verið víðkaður til 40-69 ár.

Ì Danmark hava einstøk amt tikið hetta til sín. Men heilsumyndugleikarnir mæla til, at skipanin fer at fevna um landið alt, og at kannað verður á øðrum hvørjum ári. Tí, sum teir siga - jú fyrr sjúkan verður staðfest, størri nytta er í møguligari viðgerð, og færri eru tær, sum slíta ikki aldur.

Til samanberingar er hóskiligt at vísa á, at bert krabbi í lívmóðurhálsinum er minkaður í tali - hetta eftir at screeningar hava staðið kvinnum í boði. Donsku tølini siga eina helvt.

Ì Føroyum fór hetta, eftir tógvið stríð, at virka í jan. 1995 eini 20 ár eftir, at farið varð undir tað í grannalondunum. Størsta forðingin tá mundi helst vera ein spurningur um skipan. Men gleðiligt var, at tað, sum í 60`unum var ein vanlig deyðsorsøk, nú verður roknað fyri lítið og lætt.

Eisini eiga vit at bera so í bandi, at møgulig orka og vitan, sum er í okkara hondum verður gagnnýtt og fjálgað. At vit miðað ímóti at líta á egnu megi, syrgja fyri at fólk kenna seg trygg, og at vit seta mannalagnuna í hásæti.

Á tingfundi seinni sama dag varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.

Á tingfundi tann 18. februar svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

  1. Eftirlitsmyndugleikin hjá føroyska heilsuverkinum, danska Sundhedsstyrelsen, hevur mælt til, at mammografi screening verður gjørd av kvinnum í aldursbólkinum 40-59 ár, landsstýrismaðurin kannar í løtuni, um hetta eisini skal setast í verk í Føroyum og undir hvørjum formi.
  2. Mett verður, at útgerð og fakligur førleiki er tilstaðar á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó givið, at verður almenn mammografi screening sett í verk í Føroyum, so er neyðugt við ávísum umprioriteringum, ella at fleiri ressoursir verða tilførdar sjúkrahúsinum. Tað er tó altavgerðandi undir hvørjum formi, ein møgulig mammografi screening verður gjørd.
  3. Landsstýrismaðurin er av teirri fatan, at tá ið eftirlitsmyndugleiki okkara mælir til, at slík kanning verður gjørd, so eiga vit at seta slíkar kanningar í verk. Tað skal tó ásannast, at ávís fyrireiking skal gerast, áðrenn slíkar kanningar kunnu setast í verk, og støða eigur eisini at verða tikin til undir hvørjum formi, hesar kanningar skulu gerast. Hetta verður í løtuni arbeitt við innan heilsuverkið.

Málið avgreitt.