Innflutnings- og fiskiloyvi Frųyanes

 

100-23  Fyrispurningur til Jųrgen Niclasen, landsstżrismann, višv. innflutnings- og fiskiloyvinum til Frųyanes

Įr 1999, 22. januar, bošaši formašurin frį omanfyrinevnda fyrispurningi frį Bjarna Djurholm, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Er taš ķ samsvari viš lógina um vinnuligan fiskiskap, at nżmótans lķnuskip ogna sęr fiskiloyvi ķ bólki 4 B?
  2. Hevur skipanarnevndin višmęlt, at fųroyingar eru slopnir at flyta inn Frųyanes, og at bįturin fęr fiskiloyvi ķ bólki 4 B?
  3. Fęr Frųyanes loyvi at royna į grunnum vatni, har onnur fiskiskip ķ somu stųdd ikki sleppa at royna?
  4. Vķkir landsstżriš ķ hesum mįli frį meginreglunum um vinnuligan fiskiskap ķ spurninginum um atgongd til fųroysk veišiloyvi og kvotur?
  5. Hvussu tryggjar landsstżriš sęr, at reglurnar um ognarvišurskiftini ķ fiskiflotanum verša hildnar sambęrt § 7 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap?

Višmerkingar:
Fyri stuttum kom undan kavi, at eitt fųroyskt felag hevur keypt 2/3 av norska frystilķnubįtinum Frųyanes, og at noršmenn framhaldandi eiga seinasta trišingin. Sambęrt landsstżrinum er hesin lķnubįtur skrįsettur ķ bólki 4 B, saman viš śtróšrarbįtum yvir 40 tons. Fyri at nįa hesi skrįseting, hava fųroysku eigararnir keypt trż skip śr flotanum, og eftir umrokningum fęr nżggi lķnubįturin 156 fiskidagar umframt ķslandsloyvi.

Henda mannagongd hevur vakt ans. M.a. er Frųyanes skrįsettur ķ bólkinum fyri śtróšrarbįtar yvir 40 tons og ikki fyri lķnuskip yvir 110 tons. Harafturat skilst, at landsstżriš hevur jįttaš at leggja veišiloyvir saman millum bólkarnar, og fylgja fiskidagarnir tķ viš.

Hóast noršmenn bert eiga trišingin ķ lķnubįtinum, er spurningurin, um landsstżriš nś opnar fyri mųguleikanum, at śtlendingar, sum frį lķšur, kunnu ogna sęr fųroysk fiskiloyvi og kvotur.

Vit kunnu longu stašfesta, at stórur śtlendskur įhugi er ķ nótaflota okkara, og at alivinnan lutvķst eisini er undir śtlendskari leišslu og ognarrętti. Hetta kann verša ein óheppin gongd, tķ sum frį lķšur kann hųvušsvinnan gerast śtlendsk og fer tķ ikki at virka viš fųroyskum įhugamįlum fyri eyga.

Politiski bošsetningur landstżrisins hevur veriš, at veišitrżstiš ikki skal ųkjast. M.a. varš dagatališ hjį lķnuskipunum lękkaš ķ fjųr.

Ein tżšandi tįttur ķ fiskivinnupolitikkinum hevur eisini veriš, at skip og bįtar eru bólkaši eftir stųdd og reišskapi. Fiskiskapurin undir Fųroyum er sera fjųlbroyttur, og hóast sjįlvsagt ynski um stųrri umsetiligheit ķ skipanini, so hevur taš tżdning, at bżtiš millum stór og smęrri skip/bįtar veršur soleišis, at trolarar og stųrri fųr ikki fiska viš sķšuna av śróšrarbįtum o.s.fr. Hetta er ein partur av sjįlvari stovnsrųktini.

Sum skilst hevur Frųyanes fingiš fiskiloyvi millum smįu skipabólkarnar, og gitingar eru tķ um, at hann fer at royna viš allari veišiorku sķni į grunnum vatni, har stųrru fųroysku skipini ikki sleppa framat. Um so er, er hetta nżggj mannagongd ķ bżtinum millum skipabólkarnar, og eigur lands-stżrismašurin tķ at greiša tinginum frį samanhanginum ķ mannagongdini ķ mįlinum higartil.

Nżggi lķnubįturin fer at frysta fiskin umborš, og taš er nógv, iš bendir į, at ętlanin er at avreiša ķ Noregi. Um veišan ikki veršur avreidd og viršisųkt ķ Fųroyum, er taš ein spurningur, um taš er ķ samsvari viš fųrda fiskivinnupolitikkin.

Taš er sera umrįšandi, at fųroyingar sjįlvir hava fulla stżring į fiskivinnuni, og at vit ikki frįskriva okkum ognaręttin til tilfeingi okkara. Taš kann gerast ein vandaleiš, enda fųroysk fiskiloyvi/kvotur sum vešhald hjį eitt nś norskum kreditorum.

Samanumtikiš hava fleri spurningar og gitingar stungiš seg upp ķ mįlinum um Frųyanes. Tķ veršur hesin fyrispurningur settur landsstżrismanninum ķ fiskivinnumįlum.

Į tingfundi tann 26. januar 1999 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast.

A tingfundi 23.  februar 1999 svaraši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis

Svar:

Ad. 1.
Viš lųgtingslóg nr. 69 frį 18. august 1998 varš lógin um vinnuligan fiskiskap broytt, so taš nś er mųguligt at leggja veišiloyvi saman. Henda heimild er ķ § 8, stk. 2 og stk. 3.

Samsvarandi hesi heimild kann landsstżrismašurin eftir umsókn loyva, at fiskiręttindini hjį einum skipi kunnu leggjast afturat fiskiręttindunum hjį einum ųšrum skipi, sum er ķ flotanum frammanundan, og fiskiręttindini hjį tveimum ella fleiri fiskifųrum kunnu leggjast saman og flytast yvir į eitt skip viš ongum veišiloyvi ella innflutt fiskifar. Hetta kann gerast viš teirri treyt, at fiskiorkan ikki veršur stųrri enn fiskiorkan tilsamans hjį fiskifarinum frammanundan og fiskifarinum, sum veišiloyvi veršur flutt frį.

Ķ bólki 4 B, śtróšrarbįtar yvir 40 tons, eru 4 skip stųrri enn 110 tons.
Skipamįliš, sum sipaš veršur til ķ hesum fyrispurningi, er višgjųrt samsvarandi heimildunum ķ § 8, stk. 2 og 3 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap, og eru samstundis trż skip farin śr bólki 4.

Ad 2.
Skipanarnevndin skal ikki višgera einstųk mįl. Hennara uppgįva er sambęrt § 22, stk. 4 at ….."lata landsstżrismanninum tilmęli um, hvussu fiskiskapurin skal skipast taš komandi fiskiįriš, her undir mųguligar broytingar ķ fiskidagatalinum fyri hvųnn hųvušsbólk. Broytingar ķ fiskidagatalinum skulu m. a. vera grundašar į metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvųnn hųvušsbólk av fiskifųrum best tryggjar, at fiskastovnarnir verša gagnnżttir buršardygt. Skipanarnevndin skal meta, um galdandi fyriskipanir fyri fiskiveiši ķ fųroyskum sjógvi yvirhųvur tryggja, at endamįlini viš hesi lóg verša rokkin."
Samsvarandi hesum er Skipanarnevndin ikki bišin um at višgera hetta įvķsa mįliš.

Ad. 3.
Hųvušsreglan er, at frišingar og avmarkingar į fiskiųkjum verša gjųrdar śt frį skipastųdd og veišihįtti og ikki śt frį teimum bólkum, sum ķ lógini um vinnuligan fiskiskap į fiskidagatališ. Kunngeršin um, at lķnuskip ikki kunnu fiska innanfyri 6 fjóršingar, er galdandi fyri ųll lķnuskip oman fyri 90 tons. Somuleišis er ķ kunngeršini um frišing av gżtingarleišum frišaš eftir skipastųdd og veišihįtti, men ķ tveimum kassum veršur vķst til lķnuskip ķ bólki 3.

Sambęrt teimum tilsųgnum, sum eru givnar, fęr m/s Frųyanes sķni veiširęttindi ķ bólki 4 B, śtróšrarbįtar stųrri enn 40 tons. Hetta merkir, at um eingin broyting veršur gjųrd ķ hesi kunngerš, kann m/s Frųyanes fiska ķ hesum bįšum kassum.

Fiskimįlastżriš arbeišir viš at gera broytingar ķ hesi kunngerš, tķ frišingar skulu ikki vķsa til skipabólk, men til skipastųdd og veišuhįtt. Haraftrat umhugsar landsstżrismašurin at leggja fyri lųgtingiš uppskot um at flyta stųrri fiskifųr śr bólki 4 upp ķ bólk 3, men hetta krevur lógarbroytingar.

Ad. 4.
Fiskimįlastżriš hevur višgjųrt hetta mįliš ķ samsvari viš galdandi lóggįvu. Tó kann verša lagt afturat, at hetta er fyrsta mįl, sum veršur avgreitt samsvarandi nżggju heimildunum ķ § 8, stk. 3 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eftirsum bindandi tilsųgn var givin um innflutningsloyvi, og bindandi keypssįttmįli var gjųrdur, įšrenn tilsųgnin var śti, er mįliš avgreitt samsvarandi lógini. Landsstżrismašurin fer nś at stešga į viš višgeršini av slķkum mįlum og įseta greišari reglur samsvarandi § 8, stk. 7 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap.

Ad. 5.
Tį tilsųgn um innflutningsloyvi hevur veriš givin, veršur vķst til treytirnar ķ § 7, og hevur fastur tįttur veriš at vķsa į, at tilsųgnin er treytaš av, at nevndu treytir eru loknar. Hetta fevnir eisini um innflutt skip, sum er komiš undir fųroyskt flagg og hevur fingiš fųroysk fiskiręttindi, og skulu hesar treytir altķš vera loknar. Fiskimįlastżriš hevur bišiš um og fingiš ųll skjųl og avtalur ķ nevnda mįli og er komiš til ta nišurstųšu, at treytirnar um ognarętt og avgeršarętt eru loknar.

Samsvarandi § 7, stk. 3, punkt 3 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap skal Fųroya landsstżri hava upplżsingar, tį broyting fer fram ķ bżtinum millum fųroyska partin og śtlendska partin av ognarpeninginum og atkvųšuręttinum og skal góškenna slķkar broytingar, og taš įliggur eigararunum framhaldandi at boša landsstżrinum frį broytingum ķ lutfallinum millum fųroyska partin og śtlendska partin ķ ognarpeninginum og atkvųšuręttinum.

Mįliš avgreitt.