Innflutningsloyvi til norskan línubát

 

100-24  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðv. innflutningsloyvinum til norskan línubát

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá tingmonnunum Jákup Sverra Kass (framsøgumanni) og Vilhelm Johannesen, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvussu kann landsstýrið geva innflutningloyvi til eitt fiskfar úr Noregi, sum er størri enn øll tey verandi stállínuskipini í føroyska flotanum, og koyra hetta far í bólk 4b saman við útróðrabátum, uttan at hetta nervar tey verandi línuskipini í føroyska flotanum og útróðrabátarnar í nevnda bólki?
  2. Kann landsstýrismaðurin greiða meira nágreinliga frá, hvør báturin er, hvussu stórur hann er, hvussu hann er útgjørdur, og hvussu stóra veiðiroku hann hevur í mun til tey førini, sum eru farin úr flotanum?
  3. Kann landsstýrismaðurin greiða tinginum frá, hvat stendur í teimum avtalum, sum eru gjørdar í millum norsku og føroysku eigararnar í felagnum, sum skal innflyta norska bátin FRØYANES? T. d. hevur tað áhuga at vita, hvar báturin skal landa veiðuna."
  4. At enda vilja vit spyrja landsstýrismannin, um vit kunnu rokna við, at fleiri innflutningsloyvir av hesum slagnum verða givin, ella um landsstýrismaðurin ætlar at taka givna innflutningsloyvið aftur og koma við uppskoti um at broyta lóggávuna soleiðis, at slíkt ikki kann henda?" 

Viðmerkingar:
Í nógv ár hevur mannagongdin verið, at skal loyvi gevast til nýbygging ella innflutning av fiskiskipi, skal annað fiskiskip við samsvarandi veiðiorku burtur úr fiskiskapinum.

Seinastu tíðina hevur ligið á ljóði, og nú er váttað, at eitt føroyskt felag hevur fingið innflutningloyvi til ein umleið 10 ára gamlan norskan línubát, og at trý føroysk fiskiskip, sum seinastu nógvu árini hava verið lítið ella einki í vinnu, skulu burtur úr fiskiskapinum ístaðin.

Vit eru vitandi um, at tey skipini, talan er um at leggja fyri at fáa norska línubátin inn, ikki hava verið í vinnu sum línuskip. Talan er um ein útróðrarbát og tvey fiskifør, íð eru nakað størri, men sum bert í lítlan mun hava roynt við snellu ávikavist undir Føroyum og undir Íslandi.

Eftir tí vit vita, hevur tann norski línubáturin nógv størri veiðiorku enn hesir báðir tilsamans og eisini eina størri veiðiorku enn tey verandi føroysku línuskipini. Sambært tíðindum í føroysku fjølmiðlunum er talan um ein bát, sum er bygdur í 1989, íð hevur frystilast, og sum er væl størri enn teir vanliga føroysku línubátarnir.

Sambært galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap er samlaða fiskidagatalið hjá bólki 3: Línuskip yvir 110 tons 2.660. Hetta fiskidagatal verður býtt ímillum tey verandi skipini í nevnda bólki. Talan er um 17 skip við fullum línuloyvi og tvey skip við partvísum loyvi. Skipini við fullum loyvi hava 133 dagar í part og ávísa kvotu í íslendskum sjógvi.

Sambært tíðindum, sum ganga, hevur norski línubáturin fingið tillutaðar 156 dagar, umframt tvey loyvir í íslendskum sjógvi. Tað sigst, at FRØYANES hevur fingið kalvaloyvið hjá MAI, og at snelluloyvi hjá MIÐVINGI verður latið sum línuloyvi í íslendskum sjógvi. Hetta kemur sjálvsagt at skerja kvoturnar hjá hinum føroysku bátunum undir Íslandi.

Um innflutningsloyvið til FRØYANES ikki verður tikið aftur, kunnu vit rokna við, at fleiri aðrar umsóknir um innflutningsloyvi av sama slag eru á veg. Verða hesi givin, síggja vit fyri okkum, at støðan bæði hjá útróðrarflotanum og teim núverandi stállínuskipunum verður álvarsliga hótt, bæði tá talan er um fiskidagur undir Føroyum og kvotur í íslendskum sjógvi.

Út frá hesum viðmerkingum loyva vit okkum at seta landsstýrismanninum í fiskivinnumálum hesar spurningar.

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

A tingfundi  23. februar svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

Ad. 1 og 2.
Avgerðin um at veita tilsøgn um loyvi at innflyta norska frystilínuskipið m/s Frøyanes var tikin við heimild í § 8, stk. 3, í løgtingslóg nr. 28. frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum. Tilsøgnin um at flyta veiðirætttindini frá m/s Miðvingi og m/s Mai til m/s Frøyanes er grundað á, at talið av fiskidøgum, tillutað ávikavist m/s Miðvingi og m/s Mai, verður minkað niður í 45%.

Frøyanes er bygdur í Noregi í 1989, umbygdur og longdur í 1995, longd 37,7 m, breidd 8,5 m, dýpd 6,5 m. Tonsatal 565 brutto/169 netto.

Viðvíkjandi veiðiorkuni er umrokningin av fiskidøgunum gjørd við støði í veiðievnunum hjá ávikavist stállínuskipum og útróðrarbátum yvir 60 tons samsvarandi roknimodellinum í uppskotinum, sum varð latið landsstýrinum í sambandi við nevndarálitið frá Skipanarnevndini 8. februar 1996. Eisini er tikið við, at 70% av fiskidøgunum hjá m/b Óðin í bólki 4 A (útróðrarbátar 15-40 tons) verða latin m/s Mai. Verða hesir fiskidagarnir seinni latnir til m/s Frøyanes við 45% sum umrokningarfaktori, svarar tað til 31,5% av upprunaligu fiskidøgunum hjá m/b Óðin.

Annars kann verða lagt afturat, at í bólki 4 B, útróðrarbátar yvir 40 tons, eru 4 skip yvir 110 tons.

Fiskidagarnir, sum innflutta skipið hevur fingið tilsøgn um at fáa, koma sostatt úr sama skipabólki, sum hesi skip - á jøvnum føti við onnur fiskifør í bólkinum samsvarandi § 29 í lógini um vinnuligan fiskiskap - framman undan hava fingið tillutað fiskidagar burturúr. Tó verður dagatalið minkað samsvarandi ymisku veiðievnunum millum fiskiførini.

Ad. 3.
Fiskimálastýrið hevur biðið um og fingið øll skjøl og avtalur í nevnda máli og er komið til ta niðurstøðu, at treytirnar um ognar- og avgerðarrætt eru loknar.

Samsvarandi kunngerð nr. 148 frá 14. november 1997 um avreiðing av fiski til innvigingar í Føroyum skal øll veiða á føroysku landleiðunum og/ella í íslendskum sjógvi, undantikin ávís fiskasløg, annaðhvørt seljast beinleiðis til fiskavirki í Føroyum til virkingar ella seljast á uppboðssølu í Føroyum. Fiskasløg, sum eru undantikin hesi reglu, eru lodna, sild, makrelur, rossamakrelur, gullaksur, laksur, kalvi og hávasløg.

Nevnda kunngerð heimilar tó fiskiførum at avreiða beinleiðis uttanlands, svarandi til 25% av nøgdini, uppgjørt 4. hvønn mánað, uttan at hetta ávirkar nýtta fiskidagatalið. Er meira enn 25% av nøgdini, uppgjørt 4. hvønn mánað, avreitt beinleiðis uttanlands, verður nýtta fiskidagatalið fyri hvønn túr, avreitt hevur verið uttanlands í 4 mánaða tíðarskeiðnum, hækkað við 30%.

Sostatt kemur eisini m/s Frøyanes eins og onnur føroysk skip undir somu reglur, tá fiskað hevur verið á føroysku landleiðunum og/ella í íslendskum sjógvi.

Ad. 4.
Fiskimálastýrið hevur viðgjørt hetta málið í samsvari við galdandi lóggávu. Tó kann verða lagt afturat, at hetta er fyrsta mál, sum verður avgreitt samsvarandi nýggju heimildunum í § 8, stk. 3, í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Eftirsum bindandi tilsøgn var givin um innflutningsloyvi, og bindandi keypssáttmáli var gjørdur, áðrenn tilsøgnin var úti, er málið avgreitt samsvarandi lógini. Landsstýrismaðurin fer nú at steðga á við viðgerðini av slíkum málum og áseta greiðari reglur samsvarandi § 8, stk. 7, í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Málið avgreitt.