Stýrisskipan Føroya

 

100-25  Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðv. løgtingslóg um stýrisskipan Føroya

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Lisbeth L. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

 
F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvat ætlar løgmaður at gera, um landsstýrismaður ikki ger eftir samtykt løgtingsins ella røkir skyldur sínar sambært galdandi lóg?
  2. Ætlar sitandi løgmaður at skjóta upp broytingar í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya?

Viðmerkingar:
Síðan løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya varð sett í gildi ávikavist ólavsøkudag 1995 og 1996, hava spurningar verið frammi um ymist í somu lóg, ið kundi verið øðrvísi, og í summum førum ikki hóskaði til føroyska samfelagið, t.d. víðkan av verandi fyrisiting og vaksandi starvsfólkatali í sambandi við størri ábyrgd hjá einstaka landsstýrismanninum.

Sjálvur hevur løgmðuur víst á iva í ávísum máli, har takast skuldi avgerð, um landsstýrismaður skuldi verða sitandi ella fara úr starvi. Løgmaður, ið tilnevnir og loysir úr starvi landsstýrismenn, segði seg ikki hava nóg greiðar reglur at virka eftir, og eftirlýsti greiðari orðing hesum viðikjandi.

Lógin um "ábyrgd landsstýrismanna" viðvíkir ábyrgdini fyri embætisførslu, og hava løgmaður og landsstýrismenn sambært hesi lóg ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra. Krøv til somu landsstýrismenn eru m.o., at teir hava ikki loyvi til at geva løgtinginum skeivar upplýsingar um málsøki teirra.

Fyri stuttum varð dømi nevnt alment, har landsstýrismaður ikki hevði borið røtt tíðindi fram í ávísum máli. Ein annar landsstýrismaður hevur í hesum døgum ongar ætlanir um at medvirka til at útinna tey ríkislógartilmæli, sum løgtingið hevur samtykt og løgmaður staðfest. Ríkislógtilmælini eru fyri langari tíð síðani samtykt á Føroya løgtingi.

Sambært § 33, stk. 3 í lóg um stýrisskipan Føroya hevur løgmaður "eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt".

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. februar 1999 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 S v a r:

Til 1:

Sambært stýrisskipanarlógina § 27 tilnevnir løgmaður landsstýrismenn.

Sambært § 29 skal løgmaður loysa landsstýrismann úr embæti, ið biður um tað. Eisini í øðrum førum kann løgmaður loysa landsstýrismann úr embæti, og skal loysa landsstýrismann úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har meira enn helmingur av øllum tingmonnum atkvøða fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrismanni.

Sambært § 33 hevur løgmaður eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.

Sambært § 37 hava løgmaður og landsstýrismenn rættarliga ábyrgd av fyrisitingini av teim málsøkjum, sum løgd eru til teirra.

Út frá omanfyri standandi er tað skylda løgmans at syrgja fyri, at landsstýrismenn gera eftir samtyktum løgtingsins, ella røkja sínar skyldur sambært galdandi lóg. Gera teir ikki tað, kann løgmaður loysa landsstýrismann úr embæti.

Løgtingið hevur eisini møguleika at reisa misálit á landsstýrismann ella løgmann sambært § 29.

Harafturat hava vit eina landsstýrismálanevnd, sum kann taka upp til viðgerðar øll mál, sum hava við umsitingina at gera, og har landsstýrismenn hvør á sínum øki hava ábyrgdina.

Ivamál spyrjarans eiga tí at síggjast í hesum samanhangi.  

Løgmaður hevur sjálvandi tikið hesi mál upp í landsstýrinum.

Til fyrra málið er at siga, at onkrar misskiljingar og mistulkingar í fjølmiðlunum vóru orsøkin til ógreiðu tíðindini.

Til seinna málið er at siga, at eg meti málið at hava fingið nøktandi viðgerð. Arbeitt verður tó framvegis við málinum. Áðrenn lógin kann setast í gildi, skulu samráðingar verða millum danska kirkjumálaráðharran og landsstýrismannin í mentamálum um partar av lógini. Harafturat skulu kunngerðir gerast. Hetta arbeiði er ikki liðugt, og roknað verður við, at tað tekur nakað av tíð enn. Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur tí sent løgtinginum uppskot um ríkislógartilmæli, til tess at leingja um ígildissetanarfreistina.

Til 2:

Løgmaður ætlar ikki at skjóta upp broytingar í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya. Orsøkin er heilt einfalt hon, at Føroya løgting hevur samtykt at seta nevnd at gera uppskot til nýggja føroyska grundlóg. Sum ein partur av hesum arbeiði inngongur verandi stýrisskipanarlóg. Tí verða møguligar broytingar av stýrisskipanarlógini partur av hesum arbeiði.

Málið avgreitt.