Nýtt Suðuroyarskip

 

100-26  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðv. nýggjum Suðuroyarskipi

Ár 1999, 22. januar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Landsstýrismaðurin verður spurdur um, hvørjar hugsanir hann hevur gjørt sær um gongdina í teirri politisku viðgerðini av komandi Suðuroyarskipinum?
  2. Verður málið lagt til tingsins viðgerð?
  3. Verða lokal áhugamál, ferða- og farmavinna, ítróttar-, frítíðar- og mentanaráhugamál og onnur lokal áhugamál tikin upp á ráð?
  4. Verður vinnulívið, fiski-, íðnaðar- o.o. vinnuáhugamál tikin upp á ráð?
  5. Verður ein komandi oljuvinna, havnaviðurskifti, herundir ferjulega, tikin við í metingunum?
  6. Verður Meginfelag teirra brekaðu og heilsutænastan annars tikin upp á ráð?
  7. Kann landsstýrismaðurin tryggja løgtinginum, at tað ikki verður farið undir fyrireikingar til projektering og útbjóðing, fyrr enn frammanfyri nevndu politisku-, lokalu-, mentanarligu- og heilsuáhugamálini eru tikin upp á ráð?

Viðmerkingar:
Samgongan hevur avtalað at dagføra sambandið um Suðuroyarfjørð og hevur í hesum sambandi m.a. sett á løgujáttanina, 6.38.2.02 Strandfaraskip Landsins, undir útreiðslum, bygging og løguframleiðslu, 1 mió. kr. í játtan fyri 1999, 60 mió.kr. í ætlan fyri 2000, 60 mió.kr. fyri 2001 og 70 mió.kr. fyri 2002.

Talan er um størstu almennu ætlan av sínum slagi, og sjálvsagt er ein røð av viðurskiftum, ið havast skal í huga, tá ið avgerðir skulu takast íløguni viðvíkjandi.

Kravspesifikatión til skipið frá tí, tað er bygt, og næstu tríati árini, skal gerast, og er tá neyðugt at lýsa verandi flutningsviðurskifti og greina tey sundur við atliti at fólka- og farmaflutningi.

Tænastustøðið skal lýsast við atliti at oyggja-, bygda- og farmaleiðum.

Smyrli viðvíkjandi skulu teknisku spesifikatiónirnar, galdandi trygdarkrøv, rakstur - íroknað umvælingar og viðlíkahald - lýsast.

Verandi atløgumøguleikar, bryggja og landgongd, skulu lýsast, og metast skal um nyttustigið, skipastødd, slag og ferð.

Einum nýggjum Suðuroyarskipi viðvíkjandi skulu avgerðir takast viðvíkjandi tekniskum kravfestingum, byggisniði, høvuðsinnrætting og rakstri.

Eisini skulu framtíðar trygdarkrøv, skipaeftirlit og klassi, tænastustigið fyri røsk og brekað, útbúgvingar- og mentamál, oyggja-, bygda- og farmaleiðir havast í huga.

Eftir at verandi og komandi flutningskrøv eru lýst so neyvt sum til ber, kemur sjálv verksetanarætlanin, ið fevnir um byggi- og kostnaðarætlan, játtan á fíggjarlógini, projektering og útbjóðing.

Frammanfyri nevndu skilgreiningar eru sjálvandi neyðugar fyri teirri politisku viðgerðini.

Á tingfundi tann 26. januar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 18. februar 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Ad.1. og 2. Sum nevnt á fíggjarlógini, hava Strandfaraskipini ein lutfalsliga høgan miðalaldur – nevniliga 31 ár - samstundis sum myndugleikarnir seta alsamt størri krøv til m.a. trygd. Tí verður neyðugt komandi árini at seta stórar upphæddir av til útskiftingar og umvælingar av skipunum, til tess at kunna nøkta flutningstørvin og framtíðarkrøv frá Skipaeftirlitinum og klassanum.

Peningur varð settur av á fíggjarlógini 1998 til projektering av sandoyarskipi, og á fíggjarlógini 1999 er peningur settur av til projektering av Suðuroyarskipi og nýggjum Mása, harumframt er í ár 2000 sett av á langtíðarætlanini upphædd til projektering av nýggjum avloysaraskipi.

Í sambandi við útbjóðingina av sjálvum projekteringsarbeiðinum av Sandoyarskipinum gjørdi Strandfaraskip Landsins eitt grundarlag, sum projekterast skuldi út frá - eina frágreiðing um kravspesifikatiónir o.a. Í hesi frágreiðing útgreinar og lýsir Strandfaraskip Landsins ein hóp av faktorum, ið hava ávirkan á endaligu ferjuverkætlanina. Her eru verandi og komandi flutningsuppgávur lýstar, so sum:

Harumframt er verksetanarætlanin gjølliga lýst, herundir byggiætlan, kostnaðarætlan, projektering v.m.

Landsstýrismaðurin kundi hugsa sær, at fyrireikingin til bygging av nýggjum Suðuroyarskipi fer fram á sama hátt, sum lýst omanfyri.

Løgtingið hevur tikið fyrsta stigið við at játta eina upphædd til projekteringina av nýggjum Suðuroyarskipi. Tá projekteringin er liðug, fær Løgtingið høvi til at viðgera málið aftur í sambandi við eina játtan til sjálva byggingina. Ætlanin er, at Løgtingið verður gjølla kunnað um byggingina. T.d. kundi projektbólkurin havt kunnandi fundir við áhugaðar tingmenn um projektið áðrenn fíggjarlógarviðgerðina.

Ad. 3. - 6. Sum omanfyri víst á, hevur Strandfaraskip Landsins gjørt eitt stórt arbeiði í sambandi við Sandoyarferjuna, har allir áhugabólkar eru tiknir við uppá ráð. Hetta er ein nýggjur leistur, sum Strandfaraskip Landsins fer at nýta í framtíðini, eisini tá tað snýr seg um Suðuroyarferjuna.

Øll eru vælkomin til at siga sína meining um eitt komandi Suðuroyarskip, og fer Strandfaraskip Landsins eisini at taka allar teir bólkar uppá ráð, sum, mett verður, hava áhuga í projektinum.

Ad.7. Endamálið við fastari mannagongd í sambandi við projektering av nýggjum skipum er júst fyri at tryggja løgtinginum, at øll atlit eru tikin við, áðrenn bygt verður.

Málið avgreitt.