Vaktar- og bjargingarskip

 

100-30  Fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, viðv. nýggjum vaktar- og bjargingarskipi

Ár 1999, tann 2. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

F y r i s p u r n i n g u r

 

  1. Hvat, heldur landsstýrismaðurin, kann vera orsøkin til, at tilboðini til vaktar- og bjargingarskipið vóru so høg í mun til tað, sum sett var av á fíggjarlógini?
  2. Fekk stýrisbólkurin (settur av landsstýrinum) og fyritøkan Kverndokk og Eldoy (sum gjørdu ítøkiligu spesifikatiónina), boð um, at spesifikatiónin skuldi vera so mikið realistisk, at tilboðini kundu halda seg til ávísar fíggjarkarmar, um so er, hvørjar?
  3. Er ætlanin við byggingini av skipinum ein liður í eini heildarætlan fyri vaktar- og bjargingartænastu við Føroyar?
    3.1.Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við fullveldisætlanina?
    3.2. Hvørji krøv verða sett til vaktar- og bjargingartænastu í sambandi við eina møguliga komandi oljuvinnu?
    3.3. Hvørji krøv verða sett til eina framtíðar tyrlutænastu fyri Føroyar?
  4. Er ætlanin við byggingini av skipinum ein liður í eini íløguraðfesting hjá landsstýrinum?

Viðmerkingar:

ad 1 og 2. Tá ið fíggjarlógin fyri 1999 var til viðgerðar, var m.a. nýtt vaktarskip á skránni, har síggja vit, at játtaðar eru:
    17 mió. kr. fyri 1998,
    23 mió. kr. fyri 1999 og
    23 mió kr. fyri ár 2000.

Soleiðis fingu tingfólk ta fatan, at ætlanin kom at kosta uml. 63 mió. kr. fyri landskassan; men nú tá avtornar, og tilboðini eru komin inn, síggja vit, at landskassin má av við 118 mió. kr., um skipið verður bygt í Føroyum (tá er vanligi meirikostnaðurin ikki tikin við til endaligu byggingina), og 93 mió. kr., um skipið verður bygt í Noregi.

So er spurningurin, hvar feilurin liggur:

ad 3 og 4. So til spurningin um heildarætlan og íløguraðfesting: Tað hevur ligið á ljóði, at betri er at byggja skipið í Noregi, tí har er tað bíligari og skjótari, men um landsstýrið kann leggja skipið í eina raðfesting fyri almennar íløgur, sum liggja fyri framman, og harumframt kann gera eina heildarætlan fyri vaktar- og bjargingarøkið, so eri eg vís í, at tað skjótt verður komið til ta niðurstøðu, at tað loysir seg ferfalt at gera skipið her heima.

ad 3 Viðvíkjandi heildarætlan skal støða takst til, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur á vaktar- og bjargingarøkinum,

  1. nú vit stevna móti fullveldi; eru nøkur krøv har, sum skulu lúkast fyri t.d. at verja suverenitetin yvir land- og sjóøkið?
  2. Hvørji krøv seta vit okkum/verða sett okkum, og hvørjir samstarvsmøguleikar eru við størri oljufyritøkur til eina møguliga oljuvinnu?
  3. Viðvíkjandi tyrlutænastuni kenna vit ta ótryggu støðu, sum føroyingar eru í, eingin veit, nær vit missa verandi avtalu, tí eigur tyrlutænastan at vera ein liður í eini møguligari tilbúgvingarætlan.

ad 4 Við raðfesting av almennum íløgum verður hugsað um tær stóru íløguætlanir, sum landsstýrið hevur fyri framman; m.a. stendur Strandferðslan framman fyri íløgur fyri góðar 800 mió. kr. Eins og hesar eigur eisini nýggja vaktar- og bjargingarskipið at vera við í eini almennari íløguraðfesting hjá landsstýrinum, so vit fyrst og fremst sleppa undan eini yvirupphiting - og somuleiðis fyri at útnytta møguleikan at drýggja búskaparvøksturin - ein drýggjan, sum átti at verið møgulig aftaná góð búskaparár. Tað er rætt, at íløgur eru neyðugar, bæði hjá kommunum og hjá landinum, og óivað hjá tí privata eisini. Men íløgurnar hjá tí almenna mugu raðfestast soleiðis, at ein ætlan er, sum sigur, í hvørji raðfylgju íløgurnar verða gjørdar!

Á tingfundi 5. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 9. februar 1999 svaraði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður fyrispuringinum soleiðis:

Svar

ad.1.
Í sambandi við gerð av fíggjarlógaruppskoti fyri 1998 varð í juni 1997 settur peningur av til bygging av nýggjum vaktarskipi. Her byrjaði arbeiðið, og tá var einki projekt gjørt, men ein meting var, at kostnaðurin fór at liggja um 65 mió. kr.

Tá játtanin var samtykt, var farið í gongd. Stórur dentur var lagdur á, at hetta skip skuldi klára tær uppgávur, ið skuldu til bæði á vaktar- og ikki minst á bjargingarsíðuni. Her skuldi íløga gerast í framtíðina hjá eini sjóvinnutjóð, og tí var umráðandi, at loysnin var tann rætta. Út frá hesum varð kravspesifikatión gjørd og latin tann 3. apríl 1998. Á sumri 1998 varð Kverndokk og Eldøy biðin um at projektera.

Fiskimálastýrið sendi síðani um miðan september innbjóðingarskriv til 21 skipasmiðjur við áheitan um at geva tilboð uppá bygging av nýggjum vaktarskipi. Skipasmiðjurnar, sum vóru bidnar at geva tilboð, vóru úr Kina, Chile, Spania, Danmark, Noregi og Føroyum. Freistin at geva tilboð varð ásett til 15. oktober 1998.

Tá freistin var úti høvdu 10 skipasmiðjur givið tilboð til Fiskimálastýrið. Eitt yvirlit yvir innkomnu tilboðini verður hjálagt. (sí fylgiskjal)

Tá tilboðini komu inn í oktober 1998, var møguligt at halda tey tætt uppat játtanini. Tilboðini lógu frá 70 mió. kr. og uppeftir. Men hetta broyttist undir realitetssamráðingunum m.a. orsaka av hækkandi krónukursi. Nú eru tilboðini endalig og klár at takað støðu til.

Sum tað týðiliga gekk fram á evnisdegnum fyri landsstýris- og løgtingslimum, er við hesum projekti gjørd ein framtíðarætlan til eftirlit og trygd á sjónum. Uppskot verður lagt fyri løgtingið fyrsta dagin, har endalig støða skal takast til skipið.

Ad. 2
Stýrisbólkurin
Verkætlanin er stýrd av einum stýrisbólki umboðandi Fiskimálastýrið, hvørs limir eru Kaj P. Mortensen, Elmar Højgaard, Jan Kristoffersen og Almfinn Jacobsen umframt tekniskum serkønum, Kristin Rasmussen, verkfrøðingi og løgfrøðisligum serkunnleika, Christian Andreasen, advokati.

Projekteringsarbeiðið og útbjóðingartilfarið er, sum áður nevnt, gjørt av Kverndokk og Eldøy í tøttum samstarvi við stýrisbólkin, sum hevur gjørt kravspesifikatiónina.

Stýrisbólkurin hevur staðið fyri at gjøgnumføra verkætlanina og hevur havt samráðingarnar við skipasmiðjurnar.

Uppgávan hjá stýrisbólkinum var at fáa til vega rætta projektið, sum eisini skuldi haldast á einum rímiligum prísstøði. Til samanberingar kann nevnast, at grannar okkara fyri vestan, Ísland, í hesum døgum er í ferð við eitt projekt til nýtt vaktar- og bjargingarskip, sum kemur at kosta uml. 250 mió. kr.

Eftir at tilboðini komu inn, hevur stýrisbólkurin havt samráðingar við 3 skipasmiðjur og fyriliggja hesi boð at taka støðu til. Skipasmiðjurnar vóru Huangpu Guangzhou, Kina, Myklebust Mekaniske Verksted, Noreg og skipasmiðjan á Skála og Tórshavnar Skipasmiðja

Eftir gjøllari viðgerð og havandi prísmunin og leveringstíðina í huga mælir stýrisbólkurin til at byggja skipið í Noregi.

Ad. 3.
Fiskiveiðieftirlitið, herundir vaktar- og bjargingartænastan, má hava 2 rímiliga stór skip tøk, til tess at hava eitt neyvt fiskiveiðieftirlit bæði á føroyska landgrunninum og á altjóða leiðunum, sum koma undir umsiting av NEAFC og NAFO, og at røkja bjargingaruppgávurnar nøktandi.

ad. 3.1
Við bygging av nýggjum vaktarskipi er farið grundiga til verka, so at vit eru før fyri at røkja vaktar- og bjargingartænastu á nær- og fjarleiðum á rímiligum støði. Frammanundan hava vit Tjaldrið og Spógvan, og neyðugt er við einum skipi aftrat. Nýggja skipið er av slíkari stødd, sum kann røkja okkara uppgávur á altjóða leiðum, men er samstundis ansað eftir, at tað ikki er ov stórt til uppgávur á nærleiðum. Ætlaða nýggja skipið saman við Tjaldrinum og Spógvanum verður mett at kunna røkja allar okkara vaktar- og bjargingartænastu.

Rættast er her at nevna, at Tjaldrið er 23 ára gamalt og treingir til stórar ábøtur serstakliga í maskinrúminum. Umhugsast má, at Tjaldrið eisini verður skift út innan fyri eitt hóskandi tíðarbil, og má tí longu nú setast á eina framtíðar íløguætlan.

ad. 3.2

Ein komandi oljuvinna hevur sum krav frá myndugleikans síðu, at oljufeløgini muga hava eina trygdarskipan (Safety Case), sum áleggur teimum at hava til reiðar alla útgerð í sambandi við, at olja ikki dálkar havumhvørvið. Fiskiveiðieftirlitið, herundir vaktar- og bjargingartænastan hevur vegna landsstýrið sambært havumhvørvislógini ábyrgdina av at basa oljudálking við Føroyar. Krøvini til vaktar- og bjargingartænastuna eru at hava útgerð og útbúnað hesum viðvíkjandi. Nýggja skipið skal hava møguleika at leggja út girðingar og at sópa upp, um olja er komin á sjógv. Tað er enn ov tíðliga at siga so nógv um samstarvsmøguleikar á hesum øki við oljufyritøkur.

ad. 3.3
Landsstýrið hevur ábyrgdina av bjarging, og til tess at røkja tyrlutænastuna til hetta endamál er gjørd ein avtala við donsku sjóverjuna, tá teirra tyrla er tøk. Eisini hevur tyrlan hjá Atlantic Airways verið nýtt til ymiskar uppgávur.

Sjóverjutyrlan verður ikki ein varandi loysn, men fyribils er avtalan longd fyri 1999. Tað er nógv, sum týðir uppá, at neyðugt er við útbygdari tyrlutænastu í Føroyum.

Landstýrið er av teirri áskoðan, at hesar uppgávur eiga at verða samskipaðar, og hevur tí sett seg í samband við Atlantic Airways um møguleikan at samskipa framtíðar tyrlutænastu. Tyrlutænastan í framtíðini skal m.a. røkja hesar uppgávur:

Atlantic Airways megnar ikki í dag at røkja allar hesar uppgávur og arbeiðir tí við eini verkætlan, sum kann nøkta tørvin við tyrlu at røkja nevndu uppgávur. Tá verkætlanin er liðug, má støða takast til hesa. Henda ætlan er ein liður í tilbúgvingarætlanini.

Tyrla at røkja omanfyri nevndu uppgávur má hava eina hóskandi stødd, má taka 12 - 14 persónar og hava møguleika at fara (range) út á 200 fj. sjómarkið.

Í grannalondum okkara er farið burtur frá at hava tyrlu umborð á skipum, tí henda skal altíð vera klár, vera plaserað sentralt, so hon skjótast kann koma á staðið og kunna hava neyðuga læknahjálp ella aðra hjálp við, tá farið verður avstað. Tí er eingin ivi um, at føroysk tyrlutænasta skal vera plaserað á landjørðini, og tað fíggjaliga sigur okkum, at hon sjálvandi skal samskipast.

ad. 4
Víst verður til íløguætlan landsstýrisins á fíggjarlógini. Í løtuni er ætlanin fyrst at byggja eitt vaktar- og bjargingarskip og eitt ferðamannaskip til Strandfaraskip Landsins.

 

Hesar skipasmiðjur eru bidnar um at geva tilboð uppá bygging av nýggjum vaktarskipi til Fiskimálastýrið:

Skipasmiðja Land Leveringstíð

DKR

NOK

UDS

The Embassy of the People’s Republic of China in Denmark Hellerup, Danmark        
Astilleros y Servicios Navales S.A. Santiago, Chile

15 mðr.

101.139.380

 

16.260.352

ASMAR Shipbuilding Yard Talcahuano, Chile

30/3-2000

96.235.840

 

15.472.000

Balencia Shipyard Valencia, Spania        
Constructiones Navales P. Freire S.A. Galicia/Pontevedra Spania        
Astoilleros de Murueta S.A. Vizeaya, Spania        
Astilleros de Pasaia S.A. Guipuzcoa, Spania        
CMC Hitran International Shipbuilding Co. Beijing, China

1/3-2000

111.960.000

 

18.000.000

China Shipbuilding Trading Co. Ltd. Beijing, China

16 mðr.

70.360.640

 

11.312.000

China National Complete Plant I/E Corp. Beijing, China        
Ørskov Christensens Staalskibsværft A/S Frederikshavn, Danmark        
Karstensens Skibsværft A/S Skagen, Danmark        
Aarhus Flydedok A/S Århus, Danmark        
Myklebust Mekaniske Verksted A/S Gursken, Norge

30/3-2000

86.590.632

 

14.204.500

Mjellem & Karlsen A/S Bergen, Norge

15 mðr.

116.500.000

   
Langsten Slip & Båtbyggeri A/S Tomrefjord, Norge

1. kv. 2000

92.500.000

   
Flekkefjord Slip & Maskinfabrikk A/S Flekkefjord, Norge

Mars 2000

98.700.000

   
Brattvaag Industrier A/S Brattvaag, Norge        
Simek A/S Flekkefjord, Norge

1. kv. 2000

103.794.560

127.700.000

 
Tórshavnar Skipasmiðja P/F Tórshavn

Medio 2001

99.500.000

   
Skipasmiðjan á Skála P/F Skála        

Málið avgreitt.