Játtanarmannagongdir

 

100-32  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viđv. játtanarmannagongum

Ár 1999, tann 5. februar, bođađi formađurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Jóannes Eidesgaard, lřgtingsmanni:

F y r i s p u r n i n g u r

Hvřrji krřv setir Fíggjarmálastýriđ fyri at at heimila eini meirnýtslu á einum rakstrarstađi fyri einari lógarbundnari útreiđslu á fíggjarlógini, tá iđ meirnýtslan er orsakađ av eini nýggjari lóg, ella orsakađ av lógarbroytingum í eini galdandi lóg innan řki, sum myndugleikarnir kenna kostnađin av, tá máliđ verđur framlagt?

Viđmerkingar:
Mikudagin 27. januar 1999 vóru munnligir fyrispurningar svarađir á tingfundi. Jákup Sverri Kass, lřgtingsmađur, spurdi Signar á Brúnni, landsstýrismann, nćr ein nýggj stuđulsskipan innan útbúgvingar verđur lřgd fyri tingiđ, og hvussu landsstýrismađurin ćtlar at fíggja hesa nýggju skipanina?

Til seinna spurningin svarađi landsstýrismađurin: "Tađ verđur soleiđis, at tađ kemur fram sum eitt lógaruppskot, og í tí lógaruppskotinum er nágreinilig frágreiđing um, hvat kostnađurin verđur av tí. Men soleiđis sum tađ hevur veriđ praktiserađ í tinginum, so verđur ikki biđiđ um eina eykajáttan, tí tađ er ein lógarbundin útreiđsla, t.v.s. at tađ er ikki neyđugt at koma viđ eini eykajáttan, sřkja um eina eykajáttan, tí tađ er lógarbundiđ."

Eg segđi í einari viđmerking, at eingin útreiđsla má haldast uttan viđ heimild í eini játtan á fíggjarlógini ella í ađrari játtanarlóg.

Til m.a. hetta svarađi landsstýrismađurin: "Og fyri at vera heilt vísur í, at mannagongdin var rřtt í sambandi viđ hetta máliđ, so havi eg vent mćr til Fíggjarmálarstýriđ og spurt, hvussuleiđis man skal fyrihalda sćr í einum sovorđnum máli sum hesum. Hatta svariđ, sum eg havi giviđ, er tađ, sum eg havi fingiđ at vita frá teimum. So ger man upp, tá iđ áriđ er úti, og man setir tađ upp og greiđir frá í sambandi viđ tađ uppskot, sum verđur gjřrt fyri ár 2000. Hatta er svariđ, sum eg havi fingiđ frá teimum serkřnu. Tađ er tađ, sum eg havi latiđ fariđ víđari."

Grein 43, stk. 2, pkt. 1 í stýrisskipanarlógini sigur: "Eingin útreiđsla má verđa goldin, uttan at heimild er fyri henni í teirri fíggjarlóg ella ađrari játtanarlóg, iđ er í gildi, tá iđ ávíst verđur."

Á síđu 361 í fíggjarlógaruppskotinum fyri 1999 sigur landsstýriđ, at fíggjarlógin kann seinni verđa broytt viđ 1) eykajáttan viđ lřgtingslóg, ella um máliđ hevur skund 2) fíggjarnevndin veitir eykajáttan.

Annars sigur landsstýriđ víđari á síđu 365 um lógarbundnar játtanir: "Hetta merkir, at játtanin á fíggjarlógini bara heimilar útreiđslum ella inntřkum, um sjálv játtanarupphćddin ikki er bindandi ásett. Hetta kemst av, at tađ er bindandi ásett í ađrari lóggávu, hvřr kann fáa pening, og hvřr skal rinda, og hvussu stór upphćddin skal verđa."

Fíggjarnevndarformađurin metti meirupphćddina til stuđulsskipanina, sum třrvur fór at verđa fyri í ár, til um 5 mió. kr. og fyri komandi ár um 10 mió. kr.

Hřvuđsreglan er, at fíggjarlógin er grundarlagiđ undir virkseminum hjá landinum í einum fíggjarári.

Tá landsstýrismađurin í skúlamálum eftir samráđ viđ Fíggjarmálastýriđ er av tí fatan, at ikki er neyđugt viđ serstakari játtanarlóg, so skuldi tađ heldur ikki veriđ neyđugt, um eitt nú pensjónsupphćddirnar í einum ári verđa hćkkađar, tí hesar eru eisini lógarbundnar.

Um henda mannagongd verđur brúkt fyri allar lógarbundnar útreiđslur, so kann tađ lćtt henda, at samtykta fíggjarlógin viđ eykjáttanarlógum ikki vísir rřttu myndina av útreiđsluvirkseminum hjá tí almenna.

Eg eri vitandi um, at hetta var ikki tann praksis, sum fíggjarnevndin brúkti eitt nú, tá iđ útgjaldsskipanirnar vórđu gjřrdar í samband viđ bruttoskattalóggávuna. Tá varđ kravt, at sjálvt um útgjaldiđ var lógarfest, so skuldi ein eykajáttanarlóg samstundis leggjast fyri tingiđ.

Tá henda ógreiđa nú tykist at hava tikiđ seg upp, meti eg, at tađ er rćtt at seta landsstýrismanninum í fíggjarmálum henda fyrispurning.

Á tingfundi tann 9. februar 1999 var samtykt uttan atkvřđugreiđslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 5. mars 1999 svarađi Karsten Hansen, landsstýrismađur, fyrispurninginum soleiđis

Svar:

Í játtanarskipanini (s 428-29) stendur eitt yvirlit yvir játtanarslřgini á fíggjarlógini. Tey eru:

Játtanir á fíggjarlógini kunnu grundleggjandi skiljast sundur, um nýtslan er játtanarstýrd ella ikki. T.v.s. um játtanarupphćddin á fíggjarlógini stýrir nýtsluni, ella játtanin á fíggjarlógini bara er ein meting. At upphćddin er játtanarstýrd merkir, at lřgtingiđ viđ tí upphćddini iđ sett er á fíggjarlógina, hevur tikiđ střđu til mest loyvdu nýtslu.

Sum dřmi kann verđa nevnt játtanin til stovnin Almannastovuna (rakstrarjáttan) og játtanin til fólkapensión (lógarbundin játtan). Játtanin til stovnin Almannastovan er til rakstur, tvs. í hřvuđsheitum lřnir og húsaleiga. Óansćđ hvřrjar broytingar verđa í uppgávunum hjá starvsfólkunum, má stovnurin ikki nýta meiri til rakstur enn ásett á fíggjarlógini. Ein av uppgávunum hjá Almannastovuni er at umsita fólkapensjónir. Tađ er ásett ein upphćdd á fíggjarlógini til fólkapensjónir.

Um nú lřgtingiđ ger av at broyta pensjónslógina, so fólkapensjónin hćkkar, rřkkur upphćddin á fíggjarlógini ikki til nýtsluna fyri alt áriđ, og tá komiđ er til november, er řll játtanin nýtt. Hóast hetta, so fáa pensionistar eisini pensjón í desember, tí teirra rćttur til pensjón er ikki regulerađur á fíggjarlógini, men í ađrari lóg. So óansćđ hvat ásett er á fíggjarlógini, hava teir krav uppá ta upphćdd, sum pensjónslógin ásetir. Hetta slag av játtan verđur nevnt lógarbundin játtan, t.e. játtan, har játtanarnýtslan ikki er stýrd av fíggjarlógini, men ađrari lóggávu.

Lógarbundin játtan er tí í veruleikanum bert ein meting, og ikki nakađ tal fyri mest loyvdu nýtsluni. Vil ein minka ella řkja um nýtlsuna, er tađ ikki taliđ á fíggjarlógini, ein skal broyta, men tann lóggáva, sum regulerar řkiđ.

At tćr lógarbundnu útreiđslurnar yvirhřvur eru viđ á fíggjarlógini, er av tveimum orsřkum. Fyri tađ fyrsta er ásett í § 43, stk. 2, í stýrisskipanarlógini, at eingin útreiđsla má verđa goldin, uttan at heimild er fyri hesum í teirri fíggjarlóg, ella ađrari játtanarlóg, iđ hevur gildi, tá ávíst verđur. Harumframt gevur tađ lítla meining at gera eina fíggjarlóg, sum bara inniheldur tćr játtanarstýrdu útreiđslurnar, tí tá fćr lřgtingiđ einki samlađ yvirlit yvir landsins útreiđslur og inntřkur at taka střđu til, jb. § 43, stk. 1, sum ásetir, at tađ skal verđa gjřrd ein árlig fíggjarlóg.

Eyđkenniđ viđ lógarbundnari játtan er sum nevnt, at tađ er bindandi ásett í ađrari lóggávu, hvřr kann fáa pening, hvřr skal rinda, og hvussu stór upphćddin er. Er tađ ásett í lóg, hevur landskassin skyldu til at rinda, líka mikiđ hvussu stór játtanarupphćdd er ásett í fíggjarlógini.

Er talan um eina nýggja lóg, sum heimilar útgjaldi, so skal ein nýggj hřvuđskonto upprćttast á fíggjarlógini til hetta endamál. Hetta verđur gjřrt viđ eykajáttanarlřgtingslóg, sum t.d. varđ gjřrt, tá iđ útgjaldsskipanirnar vórđu gjřrdar í sambandi viđ bruttoskattalóggávuna. Er harafturímóti talan um eina broytan í verandi lóggávu, sum longu hevur eina hřvuđskonto á fíggjarlógini, er ikki neyđugt viđ eykajáttan.

Víst verđur til Tingskipan Fřroya Lřgtings § 37, stk. 3, at tá iđ lógaruppskot verđa lřgd fram, skal m.a. upplýsast: "hvřr fíggjarligur kostnađur stendst av uppskotinum". Lřgtingiđ fćr her upplýst, hvřr kostnađurin er fyri lógaruppskotiđ ella lógarbroytingina.

Tá iđ lřgtingiđ hevur samtykt eina lóg, sum ásetir, at persónur kann fáa pening útgoldnan, og hvussu stóra upphćdd, fćr persónurin samstundis eitt rćttsligt krav til útgjaldiđ. Tí hevđi tađ veriđ eitt sindur lřgiđ, um lřgtingiđ síđani noktađi, tá ein mřgulig eykajáttanarlřgtingslóg kom fyri tingiđ.

Annars er at siga um tćr lógarbundnu útreiđslurnar á fíggjarlógini, at landsstýriđ í fíggjarlógararbeiđinum roynir at meta um hesar so neyvt sum gjřrligt, soleiđis at fíggjarlógin gevur eina so realistiska meting av útreiđslunum, sum mřguleiki er fyri.

Máliđ avgreitt.