Vegurin til Tjørnuvíkar

 

100-34  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðv. vegnum til Tjørnuvíkar

Á tingfundi  tann 12. februar 1999 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá tingmonnunum Jógvan Durhuus, (framsøgumanni), Eyðun Hansen og Hans Paula Strøm, sum var soljóðandi

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hví verður einki sagt um vegin til Tjørnuvíkar í raðfestingini á samferðsluøkinum?
  2. Hvørjar ætlanir hevur landstýrið/landsverkfrøðingurin um vegin til Tjørnuvíkar?

Viðmerkingar:
Tá Tjørnuvík fekk vegasamband síðst í sekstiárunum, so var hetta ein bati fyri bygdina, sum vit øll frøddust um. Farleiðin hevur nú staðið sínar royndir í stívliga tríati ár. Hesi árini eru kortini onkrar brýr og vegastubbar breiðkaði, og asfalt lagt á vegin. Nógvar áheitanir eru sendar myndugleikunum um batar, uttan at stórvegis er gjørt. Tí er enn langt á mál, til farleiðin er trygg.

Í brattanum oman til Tjørnuvíkar – ella Líðin – sum staðið verður rópt, er vegurin smalur og brattur. Somuleiðis er ógvuliga bratt bæði omanfyri og niðanfyri vegin, so har er hættisligt at koyra allar árstíðir.

Tá nógv regn og toybil er, ryður nógv oman á vegin, og í kava og hálku er hetta ein vandaleið hjá størri akførum so sum bussum, sum dagliga koyra við skúlabørnum. Haldórsvíkar Bygdaráð hevur ferð eftir ferð gjørt vart við hesar vandar, uttan at nakað munandi er gjørt.

Tingmenn og valevni úr øllum flokkum hava kappast um at geva lyftir um at gera nakað við umrødda veganet, so her er ein breið politisk semja um at gera nakað, sostatt skilja undirritaðu tingmenn úr Norðstreymoy ikki, at hetta týdningarmikla økið ikki er komið við í raðfestingina av samferðsluíløgunum, og seta tí fram fyrispuning hesum viðvíkjandi.

Skjal: Avskrift av brævi frá Haldórsvíkar Bygdaráð, dagfest 5. mai 1998

Til nývaldu løgtingsmenn fyri Norðstreymoy

Haldórsvíkar Bygdaráð hevur á fundi tann 16. mars 1998 samtykt at senda hesa áheitan til tykkara:

Fyrst vilja vit ynskja tykkum trimum tillukku við valinum.

Sum okkum øllum kunnugt, er vegurin til ’Tjørnuvíkar bæði smalur og vandamikil, her verður serstakliga hugsað um Líðina.

Haldórsvíkar Bygdaráð vil við hesum skrivi heita á tykkum um at bera so í bandi, at ein tunnel til Tjørnuvíkar verður sett inn í eina raðfesting, sum møguliga verður gjørd á saamferðsluøkinum.

Onkur av tykkum kemur í eina landsstýrissamgongu, so har skuldi verði møguleiki at gjørt sína ávirkan galdandi.

Í skrivandi løtu vita vit ikku, hvussu samgongan kemur at síggja út.

Vónandi taka tit hesa áheitan okkara væl upp, sum kann verða til stórt gang fyri hendan partin av valdøminum.

Á tingfundi 16. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Ad. 1. og 2. Lat tað verða sagt beinanvegin, at ætlanin við samferðsluverkætlanini ikki er at gera eina endaliga raðfesting av íløgunum á øllum samferðsluøkinum. Hevði frágreiðingin hinvegin kunna verið ein partur av grundarlagnum, sum løgtingið og landsstýrið í komandi tíðum fara at raðfesta út frá, er endamálið rokkið.

Ein av høvuðstrupulleikunum við einhvørji frágreiðing er innihaldsavmarkingin. Sjálvt kommissoriið leggur høvuðskarmarnar, men sum arbeiðið líður, er altíð tørvur á nærri lýstum mørkum. Hvat skal takast við? Hvussu ítøkiligt skal hvørt evni viðgerast? o.t.

Tað verður nevnt bæði í formælinum og í samandráttinum í samferðsluætlanini, at tað helst eru nógvar smærri verkætlanir, sum tørvur er á at lýsa nærri. Verkætlanarbólkurin hevur tó valt at leggja meginpartin av orkuni í at lýsa tær verkætlanir, sum hava størst ávirkan á heildarmyndina av framtíðar samferðslukervi landsins.

Við hesum í huga sæst, at frágreiðingin stílar eftir at fáa forstáilsi fyri, at samferðsluøkið verður útbygt soleiðis, at landfast verður fyri ein stóran part norðanfyri, meðan sunnaru Føroyar fáa betri ferjusamband.

Sum nevnt eru fleiri smærri verkætlanir, sum mugu lýsast (og helst setast í verk), samstundis sum hildið verður fast við høvuðsmyndina, men tær hava so ikki fingið innivist í hesi fyrstu samferðsluætlanini. Seinni samferðsluætlanir – ella konkretar kostnað/nyttu kanningar - fara at viðgera eisini smærri verkætlanir, og tá kemur vegurin til Tjørnuvíkar ivaleyst eisini á borðið aftur.

Málið avgreitt.