Almenni sektorurin

 

100-36  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðv. komandi tillagingum og skerjingum í almenna sektorinum

Ár 1999, 16. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni 

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Hvørja mannagongd ætlar landsstýrismaðurin at nýta í tillagingunum og skerjingunum av almenna sektorinum?
  2. Ætlar landsstýrismaðurin at spara burtur ávísar almennar funktiónir ella at skera javnt í øllum sektorinum?
  3. Hvørjar dupultfunktiónir í skúla-, heilsu-, almanna- og øðrum økjum ætlar landsstýrismaðurin at skera burtur?
  4. Hvussu tulkar landsstýrismaðurin ásetingina í samgonguskjalinum um, at almenni bygnaðurin skal gerast bíligari og koma í betri javnvág við vinnuliga sektorin?
  5. Fer fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár at verða ein spegilsmynd av fráboðaðu rationaliseringunum í almenna sektorinum?
  6. Hvussu stórar sparingar í krónum hevur landsstýrismaðurin sett sær sum mál at fremja árliga, og hvussu nógv ársverk fer almenni sektorurin tí at minka árliga í skiftistíðini?
  7. Hvussu nógv % væntar landsstýrismaðurin, at raksturin av almenna sektorinum verður bíligari, tá ríkisveitingin er burtur?

Viðmerkingar:

Í samljóð við stevnu floksins, skjeyt Fólkaflokkurin upp undan løgtingsvalinum, at gjørdur varð nýggjur sáttmáli millum Føroyar og Danmark, ein sokallað samríkjalóg. Floksins sjónarmið eru nærum óbroytt endurgivin á fyrstu síðu, pkt. 1,1 í samgonguskjalinum. Skal samgongan megna at fremja setningin um broytt ríkisrættarlig viðurskifti, so er Fólkaflokkurin annars av teirri grundfatan, at vit ikki røkka tjóðskaparligum frælsi, fyrrenn vit kunnu tryggja karmarnar um fíggjarliga frælsið (síðurnar 2-7 í samgonguskjalinum).

Beinleiðis árliga ríkisveitingin knappast skjótt um milliardina. Aðrar veitingar frá statskassanum tátta í fjóðrings milliard. Samanumtikið er samlaða veitingin tí knappliga helvtin av fíggjarløgtingslógini.

Neyvan fara danir at nokta at skerja ríkisveitingina. Spurningurin er heldur, um skurðurin verður yvir styttri ella longri áramál.

So hvørt, sum ríkisstuðulin fellur burtur, verður neyðugt við eini tillagingargongd, sum verður rættiliga víttfevnandi, og sum eisini fer at seta nýggj mørk fyri búskaparliga rásarúminum.

Fyrsta beinleiðis árinið verður lønartillagingar, sum verða orsakaðar av nýggju búskaparligu fortreytunum. Hesar tillagingar verða sjálvsagdar, skulu vit rokna við framleiðsluøkingini, sum skal til, skal tað eydnast at varðveita livifótin.

Harumframt verður neyðugt at tátta í almenna sektorin, sum í dag livir eina varda tilveru, goldin av donsku ríkisveitingini. Árinið frá ríkisveitingini á lønarlagið og harvið kostnaðarstøðið er sera umfatandi. Serstakliga høvuðsvinnan kennir negativu ávirkanina, men eisini privata tænastuvinnan, sum hevur lagað seg til ríkisstuðulin, er helst størri enn okkara eginframleiðsla loyvir.

Nýggju fortreytirnar fara at krevja, at politiski myndugleikin megnar at halda fast í ein búskapar- og vinnulívspolitikk, har málið er skattalættar og lønartillagingar, so at framleiðslan kann vaksa og soleiðis kompensera fyri niðurskurðinum.

Hvussu tillagingartíðin fer at hepnast, er ilt at spáa um. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur í løgtinginum og í fjølmiðlunum boðað frá, at tað skal verða betri og bíligari at liva í Føroyum. Fyri at náa hesum setningi hevur landsstýrismaðurin staðfest, at almenni sektorurin skal rationaliserast, at allar almennar dupultfunktiónir skulu burtur, og at almenni sektorurin sum heild skal verða einfaldari. Um talan er um skerjingar í dupultfunktiónunum á skúla-, heilsu- ella almannaøkinum er enn ógreitt, men givið er, at so hvørt sum ríkisstuðulin fer at fjara burtur, kann danska vælferðarskipanin í Føroyum ikki halda fram. Spurningurin er tí, hvørja rationaliseringsmannagongd landsstýrismaðurin velur? Fer tað at muna nóg mikið at skerja í smáum í øllum útreiðslustøðum landskassans (plenuklippara-hátturin), ella fer landsstýrismaðurin at mæla til, at summar almennar funktiónir verða skornar burtur? Eisini verður áhugavert, um rationaliseringarnar fara at síggjast aftur í komandi fíggjarlógaruppskoti, og um fíggjarmálaráðharrin fer at leggja fyri tingið uppskot um langtíðarfíggjarlógir, sum vísa, at landsstýrið hevur vilja og megnar at gera skerjingar í hundraðmilliónaklassanum árliga í ávíst áramál?

Ásannandi týdningin av einum effektivum almennum sektori, má politiski myndugleikin longu nú gera greitt, hvør kós verður vald. Skal almenni sektorurin ikki syndrast, má allur bygnaðurin endurskoðast og rationaliserast, so hann kemur í javnvág við vinnuliga sektorin. Endamálið má vera, at ein bíligari almennur sektorur framhaldandi megnar at veita borgarunum eina góða og trygga tænastu.

Tað er skilagott, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu nú hevur signalerað, at neyðugt er við rationaliseringum í almenna sektorinum, skal fullveldisætlanin gerast veruleiki. Fyri at sleppa undan misskiljingum, hevur tað tó týdning, at landsstýrismaðurin nágreinar sínar hugsanir um tillagingar og skerjingar í almenna sektorinum. Tí verður hesin fyrispurningur settur fíggjarmálaráðharranum.

Á tingfundi 17. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður,   fyrispurninginum soleiðis

S v a r

Til fyrispurning 1:
Í samgonguskjalinum er ásett, at almenni bygnaðurin skal rationaliserast, so hann gerst lutfalsliga bíligari og kemur í betri javnvág við vinnuliga sektorin, og at fyrisitingarliga lógaverkið verður endurskoðað, so umsitingin av øllum málsøkjunum verður einfaldari og lagað til tørvin í føroyska samfelagnum.

Í oktober mánaði seinasta ár setti Fíggjarmálastýrið seg í samband við hini aðalstýrini við tí fyri eyga at finna eina hóskandi mannagongd til at fremja omanfyri nevnda setning í samgonguskjalinum.

Semja var um, at arbeiðið skuldi samskipast av Fíggjarmálastýrinum, men at tey einstøku aðalstýrini skuldu gera alt, tey vóru ment at hjálpa til í hesum arbeiði.

Fíggjarmálastýrið fór longu tíðliga í januar í ár at hava fundir við tey einstøku stýrini, har mannagongdir og tíðarkarmar fyri framhaldandi arbeiðinum vórðu avtalaðar. Á hesum fundum var m.a avtalað, at hvørt stýrið skuldi gera eitt yvirlit "idékatalog" yvir rationaliseringsmøguleikar á sínum øki.

Klárt er nú at fara undir annað umfar av hesum arbeiði, har útgreiningarnar hjá teimum einstøku stýrunum verða nærri viðgjørdar.

Til fyrispurning 2:
Sum eg fleiri ferðir hava víst á, er ikki ætlanin at nýta sokallaða plenuklipparaháttin, t.v.s. at skera javnt í øllum sektorinum. Hesin háttur er nóg nógv brúktur í undanfarnu árum, men ístaðin er ætlanin, saman við teimum einstøku stýrunum, at hyggja eftir teimum einstøku almennu funktiónunum, um hesar kunnu skipast á ein skilabetri hátt.

Til fyrispurningur 3:
Ætlanin er, at frameftir skulu ongar uppgávur gerast dupult. Á teimum fundum, vit hava havt við hinar landsstýrismenninar og aðalstýri teirra, hava nógv dømi um dupultfunktiónir og rationaliseringar verið nevnd, men eg haldi ikki, tað er rætt av mær her at nevna einstøk dømi, so leingi teir einstøku landsstýrismenninir arbeiða við sínum útgreiningum.

Til fyrispurning 4:
Eg var ikki sjálvur við til at skriva samgonguskjalið. Spyrjarin veit tí helst betur enn eg, hvat teir, ið skrivaðu samgonguskjalið, hava meint við, tá teir siga, at "almenni bygnaðurin skal gerast bíligari og koma betur í javnvág við vinnuliga sektorin".

Ætlanin er ikki at kvetta ella kuta og senda arbeiðsfólk til hús uttan fyrilit.

Spariætlanirnar taka støði í tí sannroynd, at føroysk umsiting í stóran mun er vorðin til við "kopiering" av donskum skipanum, ið eru gjørdar til eitt samfelag, ið er meira enn 100 ferðir so stórt sum okkara. Eg tulki tí henda setning í samgonguskjalinum á tann hátt, at vit skulu fara undir at laga almenna sektorin til, so hann er hóskandi til eitt samfelag við u.l. 45.000 menniskjum og samstundis gevur hesum eina dygdargóða tænastu.

Tillagingin verður gjørd sum ein langtíðarætlan, har vinnuligi parturin økist í mun til almenna partin av samfelagnum. Samstundis er ætlanin at varðveita ein vælvirkandi almennan sektor, sum er fortreytin fyri einari støðugari vinnuligari menning.

Til fyrispurning 5:
Tað er mín vón, at rationaliseringsmøguleikar, sum funnir verða fram til, kunnu verða gjørdir til veruleika og sostatt koma at síggjast aftur í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. Ein fyritreyt fyri, at hetta kann eydnast, er tó, at tiltøkini fáa politiska undirtøku.

Til fyrispurning 6 og 7:
Tað skuldi ikki verið neyðugt at upplýst, at landsstýrið hevur sett arbeiðsbólk at gera búskaparligar útgreiningar og kanningar, ið skulu vera tøkar, áðrenn farið verður undir samráðingar við donsku stjórnina um sáttmála um framtíðarsamstarv herundir eisini, hvussu og hvussu skjótt heildarveitingin skal minkast. Tað er tí ov tíðliga longu nú at áseta tey % og mál fyri sparingum, ið spyrjarin her spyr um.

Málið avgreitt.