Pensjónstrygging

 

100-37  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðv. pensjónstrygging

Ár 1999,  23. februar, boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi frá Óla Breckmann, løgtingsmanni

F y r i s p u r n i n g u r

Hvussu stóra upphædd av landskassans avlopi hevur landsstýrismaðurin hugsað sær at sett av í ár sum fyrsta inngjald, og hvussu nógv komandi ár í eina pensjónstrygging til øll tey 10-15.000 fólkini á arbeiðsmarknaðinum, sum enn ikki hava eina tíðarhóskandi pensjónsskipan?

Viðmerkingar:
Í samgonguskjalinum hjá verandi landsstýrisflokkum stendur m.a., at "øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn". Ætlan Fólkafloksins við hesum setningi var at tryggja øllum skattgjaldarum á arbeiðsmarknaðinum eina munagóða eftirløn, sum um 10-15 ár táttar í vanliga verkamannaløn í dag, t.e. 12-13.000 kr. um mánaðin. Tað ber til, um rætt verður atborið, við nóg stórum inngjaldi burtur av goldnum skatti og rentutilskriving yvir longri áramál.

Loystu vit pensjónsspurningin fyri allar skattaborgarar og teirra avvarandi, hevði landskassin fingið tilsvarandi meir orku at tryggja teimum, sum ikki sleppa á arbeiðsmarknaðin, betri pensjón enn nú, alt hongur í tí almenna.

Verandi sosialistiska pensjónsskipan er skammilig, nú fjøldin bert hevur eina karga almenna avlamis- ella fólkapensjón at líta á, meðan tey betur løntu og organiseraðu eru væl pensjónstryggjað.

Svarið frá fíggjarmálaráðharranum til hendan spurning veldst nakað um støðuna hjá almannaráðharranum til pensjónsreformin. Men hvat metir landsstýrismaðurin vera eitt hóskandi pensjónsinngjald í ár og árini frameftir burtur av tí skatti, sum allir borgarar eru við til at gjalda, 40 mió kr., 80 mió. kr., 120 mió kr. .............. ?

Á tingfundi 25. februar 1999 var samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 23. apríl 1999 varð skrivligt svar frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, lagt fram. Orðaskifti var ikki, tí landsstýrismaðurin var sjúkur:

S v a r

Landsstýrissamgongan hevur sett sær sum mál at gera broytingar á pensjónsøkinum. Arbeitt verður við at gera eina nýggja pensjónsskipan, sum skal virka frá 1. januar 2000. Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum er farin í gongd við hetta arbeiðið, og skal tað í hesum sambandi vísast til svarið uppá fyrispurning 100-09 um pensjónsreform, eisini í hesum føri frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, har nærri verður greitt frá ætlanunum á pensjónsøkinum.

Í tí svarinum verður nevnt, at ein arbeiðsbólkur er settur at gera uppskot til eina skipan, sum áleggur øllum borgarum, sum hava inntøku, at rinda til sína egnu pensjónsskipan. Tað fyriliggur enn ikki nakað uppskot frá bólkinum um, hvussu henda nýggja pensjónsskipanin fer at verða innrættað.

Komandi pensjónsskipanin hevur sostatt ikki verið til endaliga politiska viðgerð í samgonguflokkunum. Henda viðgerð verður avgerandi fyri, hvussu komandi pensjónsskipanin fer at verða samansett.

Tí er tað enn ógreitt, hvønn leiklut landskassin skal hava í sambandi við nýggju pensjónsskipanina, og tískil ber ikki til at geva eitt ítøkiligt svar til fyrispurningin.

Tá uppskotið hjá arbeiðsbólkinum er handað landsstýrinum, og tað hevur verið til politiska viðgerð í samgonguflokkunum, fer at bera til at svara fyrispurninginum um, hvønn leiklut landskassin fer at fáa í samband við komandi pensjónsskipanina.

Orðaskifti var á tingfundi 12. mai 1999.

Málið avgreitt.