Landskassaskuld til kommunurnar

 

100-41  Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðv. landskassans skuld til føroysku kommunurnar

Ár 1999, 25. februar, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Jógvan við Keldu, løgtingsmanni
 

F y r i s p u r n i n g u r

  1. Nær ætlar landskassin at rinda tær 70 milliónir krónurnar, sum er beinleiðis skuld til føroysku kommunurnar?
  2. Nær ætlar landsstýrið at taka upp fíggjarligu viðurskiftini millum land og kommunur í tíðarskeiðnum 1993-1999 og gjalda tað, kommunur hava gjørt íløgur í hesa tíðina í havnir, skúlar og heilsumiðstøðir, har partur er landskassaskuld til kommunurnar?
  3. Ætlar landsstýrið at greiða hesi skilaleysu viðurskifti, áðrenn umrøðuna á tingi um nýggjan kommunubygnað – "álitið frá kommununevndini"?

Viðmerkingar:
Undan kreppuni seinast í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, sum elvdi til avtalu millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri í 1992, var siðvenja, at landskassin rindaði partar av útbyggingum til eitt nú vegir ígjøgnum bygdir og býir, sum hoyrdu til landsvegakervið, til havnir, skúlaútbyggingar, heilsumiðstøðir o.a. – Hetta var landskassans partur.

Eftir avtalu við donsku stjórnina helt henda partsfígging uppat.

Í fyrstu atløgu elvdi tað til, at føroysku kommunurnar áttu tilgóðar hjá landskassanum einar 70 mió.kr., sum kommunurnar skuldu rinda og fáa endurgoldið – uttan rentur – úr landskassanum. T.v.s., at hetta er peningur, sum í roynd og veru beinleiðis er tikin frá føroysku kommununum og nýttur til landskassans gjaldføri, sum landskassin hevur spart í lántøku.

Í aðru syftu hevur Føroya landsstýri og løgting ongantíð tikið málið upp viðvíkjandi, hvussu verða skuldi við býtinum millum land og kommunur í teimum arbeiðum, sum kommunur vóru noyddar at seta í verk frá 1993 til í dag. T.v.s, at eingin skiftistíð hevur verið, men landskassin hevur tikið sær henda serrætt at brúka pening, sum kommunur áttu, ella í øðrum lagi at broytt býtið millum land og kommunur til landskassans fyrimun.

Onkrar seravtalur viðvíkjandi havnabygging eru gjørdar við t.d. Skopunar Havn, Fuglafjarðar Havn, dýping í Leivík v.m.

Hesi viðurskifti hava havt við sær, at føroysku kommunurnar hava mist trísiffraða milliónaupphædd, peningur sum er endaður í landskassanum.

Í einum framkomnum samfelagi, sum Føroyar eru tað, ber ikki bara til – uttan nakra avtalu við hin partin – at taka pening burtur úr landskassafíggingini til kommunur og síðani lata sum um, at hetta er ogn landskassans.

Av hesi orsøk rósa summir landspolitikarar sær av dyggum gjaldføri, meðan aðrir geva fólki varðhugan av, at nú ber til at geva skattalætta í landsskattinum. T.v.s., at landskassin gevur skattalætta við pengum, sum føroysku kommunurnar heilt einfalt eiga.

Kanska kann skoytast uppí, at fleiri kommunur hava so mikið stórar viðlíkahalds- og umbyggingarútreiðslur á skúlaøkinum, at hesar kunnu sammetast við nýbygging.

Á tingfundi 26. februar 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 20. apríl 1999 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður fyrispurningum soleiðis

S v a r

  1. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kennir einki til nakra uppgerð, sum vísir, at landskassin skyldar føroysku kommununum 70 mió. kr. Í landskassaroknskapinum fyri 1997 er heldur einki, sum týðir á, at landið skyldar kommununum hesar pengar.
  2. Avtalan í 1993 við donsku stjórnina í sambandi við bankabjargingina hevði við sær, at landskassin bant seg til ikki longur at veita stuðul til kommunalar íløgur. Hesum hava kommunurnar eisini vitað av, tí tær hava fingið noktandi svar uppá umsókn um stuðul, og tískil hava tær gjørt hesar íløgur vælvitandi um, at eingin stuðul fekst frá landskassanum. Eftir avtaluna við donsku stjórnina á sumri 1998 er eingin binding longur fyri landskassan viðvíkjandi stuðli til kommunalar íløgur. Tað, sum ávísir kommunalpolitikarar ynskja, er, at landskassin nú afturvirkandi skal veita stuðul til kommunalar íløgur framdar í tíðarskeiðnum 1993-1999.
  3. Landsstýrismaðurin metir, at gamla stuðulsskipanin, har kommunur kundu seta stórar íløgur í gongd, sum landskassin rindaði meginpartin av, virkaði sera illa. Skipanin førdi til vantandi kostnaðaransni og ov stórar og óneyðugar íløgur. Landsstýrismaðurin heldur, at ístaðin fyri at venda aftur til gomlu stuðulsskipaninar og veita kommunum stuðul fyri gjørdar íløgur, so er frægari at útgreina, hvussu hesi viðurskifti skulu verða frameftir. Tað, sum samgongan hevur sett sær fyri, er, at uttan mun til, hvussu kommunubygnaðurin verður frameftir í Føroyum, so er neyðugt at fáa eitt so greitt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur sum gjørligt. Hetta er eisini høvuðsboðskapurin í álitinum hjá kommununevndini.

  4. Til henda partin av fyrispurninginum verður víst til svarini omanfyri.

Málið avgreitt.