Radioeftirlitið

 

100-44  Fyrispurningur til Finnboga Arge, landsstýrismann, viðvíkjandi økismenning

Ár 1999,  2. mars. boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni

F y r i s p u r n i n g u r 

  1. Vísandi til málsetningin hjá samgonguni um at fremja økismenning og í hesum sambandi at umskipa partar av almennu umsitingini, verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann sum skjótast, vísandi til niðanfyri standandi upplýsingar, vil taka stig til at flyta Radioeftirlitið til Suðuroyar?
  2. Hvørjar ætlanir um økismenning hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum á málsøki sínum?

 

Viðmerkingar:

Besta grundarlagið undir samfelagnum er virksemi og trivnaður á øllum plássum í landinum. Útjaðarin er í eini serligari støðu. Samgongan er samd um, at neyðugt er at fremja verulig tiltøk, um útoyggjum og smáplássum skal vera lív lagað.(Úr samgonguskjalinum frá 9. mai 1998.)

Í 1990 varð ein rakstraravtala skrivað undir millum Telestyrelsen og TFL um, at TFL skuldi átaka sær raksturin av Radioeftirlitinum í Føroyum. Samsvarandi hesi avtalu varð so Radioeftirlitið (RE) stovnað sum deild undir TFL.

Tá Radioeftirlitið eisini skuldi hava eftirlit við TFL (Føroya Tele), var hesi skipan ikki langt lív lagað, og kom hon tí 1. januar 1999 undir Fjarskiftiseftirlitið.

Fjarskiftiseftirlitið virkar sambært løgtingslóg nr. 79 frá 23. mars 1997 um fjarskifti, og er stovnur undir Vinnumálastýrinum, og upplýst verður í fíggjarlógini fyri 1999, at Fjarskiftiseftirlitið í sambandi við umlegging av TFL til partafelag pr. 1. januar 1999 umsitur rakstraravtaluna millum Fjarskiftiseftirlitið og Telestyrelsen

Víðari verður upplýst í fíggjarlógini fyri 1999, at eftir ætlan skal radioeftirlitið leggjast saman við Fjarskiftiseftirlitinum pr. 1. januar 2000, men at henda samanlegging ongan týdning hevur fyri nettoúrslitið hjá Fjarskiftiseftirlitinum, tí at inntøkur og útreiðslur vaksa samsvarandi hjá hesum báðum inntøkufíggjaðu stovnum.

Radioeftirlitið virkar sambært fólkatingslóg nr. 210 frá 6. apríl 1976 um radiosamskifti og eini røð av kunngerðum samsvarandi hesi og aðrari lóggávu á økinum, sum eftir ætlan verður løgd yvir í føroyska lóggávu í næstum. Radioeftirlitið, sum er brúkarafíggjað, verður rikið við lutfalsliga stórum vinningi, sum danir fáa. Talan er um ein triðing av rakstrarúrslitinum, sum so eisini merkir, at brúkarin rindar hetta meiri, enn neyðugt er. Til sammetingar kann nevnast, at danska Telestyrelsen verður rikin við stórum halli.

Tekniska menningin ger, at størvini og stationerað arbeiðsplássið eins væl kunnu liggja í Suðuroynni sum í Havnini. Eftirlitsvirksemið er soleiðis háttað, at Radioeftirlitið fer út til viðskiftafólkini antin eftir avtalu ella uttan fráboðan, og elektronisku samskiftismøguleikarnir eru so framkomnir, at eftirlitið kann virka, hvaðani í landinum tað skal vera.

Vísandi til, at danir ikki leggja seg út í hetta mál, sum nú er ávegis til føroyskar myndugleikar, kann sigast, at Radioeftirlitið kann flytast til Suðuroyar uttan drál.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum verður tí spurdur, um hann samsvarandi frammanfyri nevnda kann taka ein part av tí setningi, hann umsitur samgongunnar vegna, til sín, og í álvara at fara undir at menna og skapa trivnað í útjaðaranum.

Á tingfundi 3. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi tann 8. apríl 1999 svaraði Finnbogi Arge, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Ad.1.

Verður hugt eftir fíggjarlógini fyri 1999 stovnsnr. 6.38.3.17. Fjarskiftiseftirlitið sæst, at ætlanin (sum partvís er framd) er at at leggja fleiri smáar stovnar saman í eina eind. Hesir stovnar eru: Fjarskiftiseftirlitið, Radioóljóðtænastan og Radioeftirlitið. Framman fyri nevndu stovnar eru í eini tilgerð, sum umfatar samanleggingar og yvirtøku av málsøkjum fyri síðani at fáa ein føroyskan stovn, sum umsitur og hevur eftirlit við øllum viðurskiftum á fjarskiftisøkinum í Føroyum.

Endamálið við hesi tilgerðini er at fáa ein í mun til umstøðurnar effektivari rakstur, samstundis sum førleikastøðið økist, soleiðis at borgarin fær eina so góða og bíliga tænastu sum til ber.

Á komandi samanlagda stovninum verður starvsfólkatalið 5-6 fólk, sum koma at starvast við sera fjøltáttaðum uppgávum. Uppgávunar kunnu t.d. verða at fáa í lag samflutningsavtalur, roknskaparkanningar á fjarskiftisøkinum, uppgávur í smb. við frælsgerðing av fjarskiftisøkinum, eftirlitsuppgávur, radiotøknifrøðiligar uppgávur so sum eftirlit við frekvensnýtsluni, frekvenstilluting við tilhoyrandi frekvenssamskipan (sum danir gera fyri okkum nú) og onnur loyvir.

Soleiðis eru viðuskiftini í øllum teimum londum, sum vit samanbera okkum við (Ísland, Danmørk, Noreg), t.v.s. at tað bert er ein stovnur, sum umsitur alt fjarskiftisøkið íroknað radiosamskiftisøkið, hóast fólkatalið í hesum londum er nógvar ferðir størri enn í Føroyum. Orsøkin til, at talan hevur verið um so nógvar lítlar stovnar á hesum øki í Føroyum, er at finna í ábyrgdarbýtinum millum ríkið og heimastýrið.

Fjarskiftistænasturnar í hesum londunum eru eisini nógv bíligari og betri enn í Føroyum. Alheimsrákið innan fjarskifti er, at gott og bíligt fjarskifti ikki er nakar marglætiságóði, men heldur ein av grundfyritreytunum fyri menning av vinnu, mentan og samfelagnum sum heild, herundir eisini økismenning. Harav er radioøkið ein týðandi lutur á samlaða fjarskiftisøkinum. Roknað verður við, at ein altsamt størri partur av telesamskiftinum millum persónar fer at ganga um fartelefon og at farið verður frá, at telefonapparatið hevur eitt nummar til, at hvør borgari fær eitt persónligt telefonnummar. Harumframt fara at koma hópin av øðrum tænastum (dátusamskifti yvir fartelefon, UMTS-fartelefonin, ein ørgrynna av radiosambondum, punkt til multipunkt radiosamskifti v.m.), sum gera brúk av frekvenstilfanginum í luftini. Hetta fer at seta alstór krøv til umsitingina av radiosamskiftisøkinum í Føroyum.

Tað verður ikki nevnt í viðmerkingunum til spurningin, um tað er Radioeftirlitið sum stovnur, ella um tað er ein deild (radioeftirlitsdeildin) í samanlagda stovninum, sum ynski er um at flyta til Suðuroyar. Í tí fylgjandi verður gingið út frá, at tað er sum sjávstøðugur stovnur, at Radioeftirlitið ynskist flutt til Suðuroyar. Flyting av eini deild við 1 ella 2 starvsfólkum (radioeftirlitsdeildini) í einum lítlum stovni hevði elvt til óneyðugar, seinførar og fløktar mannagongdir, sum vinnuvirkir í dag stríðast fyri at umganga.

Radioeftirlitið (RE):

Danska Telestýrið hevur ábyrgdina av økinum "radio" í Føroyum. Hesa uppgávu hevur Telestýrið í Danmørk latið Telefonverkið rikið fyri seg smb. "Driftsaftale" (DA) frá 1990. Í smb. við at Telefonverkið er vorðið partafelag, samstundis sum væntandi er, at Føroya Tele eisini fær kappingarneytar, verður henda DA flutt til Fjarskiftiseftirlitið (sjá uppskot til fíggjarlóg 1999). Samstundis verður arbeitt við at yvirtaka part av økinum "radio", og er ætlanin at leggja Radioeftirlitið saman við Fjarskiftiseftirlitinum, samstundis sum henda yvirtøka verður gjørd.

Uppgávurnar hjá Radioeftirlitinum eru smb. ríkislógarkunngerð nr. 210 frá 1976 at hava eftirlit/geva loyvir umframt at halda skil á tíðleikabondum viðv. bátum, skipum, landstøðum og radioamatørum. Harumframt er Radioeftirlitið próvdómari við ávísar próvtøkur á sjómansskúlunum í Føroyum. Uppgávurnar eru sostatt eftirlits/próvtøku uppgávur á staðnum, umframt tað tilhoyrandi skrivstovuarbeiði (loyvir, fragreiðingar, endurútbúgving av starvsfólkunum v.m.). Tað eru sostatt bert skrivstovu uppgávurnar, sum kunnu flytast til Suðuroyar, meðan ástaðaruppgávurnar eru har "kundin" er, t.v.s. har sjómansskúlar eru, har skip & bátar eru (um alt landið), og annars har fólk búgva. Eisini eru uppgávur, har kundin kemur á stovnin, t.d. fyri at fáa nýggja átekning á loyvi. Leysliga mett stava umleið ½ av uppgávunum frá høvuðsstaðarøkinum, meðan 20 % eru sunnanfyri og 30 % norðanfyri.

Radioeftirlitið hevur síðstu árini verðið rikið við yvirskotið, men enn er peningur ongantíð fluttur til Telestyrelsen í Danmørk. Í staðin hevur yvirskotið higartil verið nýtt til at keypa eftirlitsamboð og bil fyri. Í 1993 & 1994 mátti Danska Telestyrelsen gjalda pening til Radioeftirlitið, tí tá hevði stovnurin undirskot verður upplýst frá Telestyrelsen.

Hølisviðurskiftini hjá Radioeftirlitinum:

Radioeftirlitið framleigar part av hølunum, sum Fjarskiftiseftirlitið leigar á Skálatrøð 20. Leigusáttmáli varð gjørdur 1/4-98, og er hann óuppsigiligur í 5 ár, hetta fyri at fáa fullgóða nyttu av teimum innrættingum og innleggingum(EDV v.m.), sum vóru gjørdar í samb. við innflytingina. Nevnast kann at Fjarskiftiseftirlitið umfatar eisini Radioóljóðtænastuna, sum áður var sjálvstøðugur stovnur, men sum varð lagdur saman við Fjarskiftiseftirlitinum 1/1-98. Fjarskiftiseftirlitið nýtir umleið 17 % av hølunum.

Harumframt húsast skrivstovan hjá Kappingarráðnum eisini í hølunum, við tað at hendan varð løgd saman við skrivstovuni hjá Fjarskiftiseftirlitinum og fingu hesir stovnar felags stjóra smb. reglugerð. Skrivstovan hjá Kappingarráðnum nýtir umleið 7 % av hølunum.

17/11-98 varð settur løgfrøðingur á Fjarskiftiseftirlitinum. Hesin skal taka sær av uppgávum fyri allar teir omanfyri nevndu stovnarnar.

Føroya Kærustovnur flutti inn í hølini á Skálatrøð 1. juni 1998. Kærustovnurin leigar umleið 48 % av hølunum og nýtir felags EDV-skipanina og aðrar felags hentleikar í hølunum. Annars hevur hesin stovnurin einkið at gera við hinar stovnarnar.

Í hølunum eru felagsrúm t.d. fundarrúm, teldurúm, køkur og matstova. Harumframt er EDV-skipanin við føstum internetsambandi felags, umframt aðrir hentleikar, sum annars eru ov dýrir til smærri stovnar (kopimaskina, printari, uppvørpa v.m.). Væntandi kann felags DNL-tilknýti (dátunet landsins) eisini fáast til ein rímuligan penga fyri hvønn stovnin.

Tikið saman um, so er hugsjónin at leggja fleiri smærri eindir undir sama tak ein loysn, sum gevur ein bíligari rakstur við fleiri tænastum/amboðum til tann einstaka stovnin, samstundis sum umhvørvið á arbeiðsplássinum verður meira fjøltáttað og mennandi.

Viðurskifti, sum tala ímóti at flyta stovnin Radioeftirlitið til Suðuroyar:

Stovnurin verður longri burtur frá "samstarvspartnarunum", t.e. kundar sum eru sjómanskúlarnir, bátar & skip, landstøðir (høvuðssamskifti er við Føroya Tele, umleið 1/3 av umsetninginum hjá RE) og radioamatørar, aðrir myndugleikar t.e. Vinnumálastýrið, Fjarskiftiseftirlitið, Gjaldstovan (høvuðsbókhaldið) v.m. Fyri at finna optimalu plaseringina hjá stovninum skal ein rokna "inertipunktið" fyri uppgávurnar hjá stovninum við ávísum búskaparligum fortreytum (tað sum á frøðismáli verður nevnt transportmodellið). Lítil ivi er um, at Tórshavn er rætta staðið. Um stovnurin flytur til Suðuroyar, vil kostnaðurin (serstakliga ferðakostnaðurin) til uppgávur í restini av landinum økjast, serstakliga í Norðoyggjum og Vágunum (t.v.s. ul. 80 % av uppgávunum).

Radioeftirlitið missir stórdriftsfyrimunin við ikki at verða í sama húsi sum hinir stovnarnir, umframt at Fjarskiftiseftirlitið kann missa leiguinntøkur og aðrar inntøkur (færri skulu deilast um teldunet v.m.), um hølini hjá Radioeftirlitinum verða tóm.

Viðurskitfi, sum tala fyri at flyta stovnin Radioeftirlitið til Suðuroyar :

Uppgávurnar, sum liggja í Suðuroy verða loystar fyri lægri kostnað.

Niðurstøða:

Í hesum svari er roynt at lýsa viðurskiftini hjá Radioeftirlitinum, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri radiosamskiftisøkið og annars fyri heildargongdina innan fjarskiftiviðurskiftini í Føroyum, um Radioeftirlitið sum stovnur verður fluttur til Suðuroyar. Tænastugóðskan vil gerast verri og dýrari fyri stórsta partin av landinum. Hetta er óheppi, serstakliga tá hugsað verður um avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman serliga á radiosamskiftisøkinum.

Tá hetta er sagt, so vil eg gera vart við, at eg skilji væl ynskini hjá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, um at fáa ein stovn fluttan úr miðstaðarøkinum og til Suðuroyar, við tað at hetta kundi verið eitt stig til at skapa trivna í hesum útjaðarunum í Føroyum.

Hinvegin so er tað eftir mínum tykki umráðandi, at verður stig tikið til at fáa stovnar miðfyrraðar, so eigur tað at vera stovnar, sum ikki hava so nógv samskifti við aðrar partar av Føroyum, ella stovnar sum hava samband við annað virksemi, sum av politiska myndugleikanum verður lagt til ávísan part av landinum.

 

Ad 2.

Økismenning snýr seg í stóran mun um samskifti og vinnumenning, og í nýliga orðaða vinnupolitikkinum verður m.a. sagt, at vælútbygt undirstøðukervi mennir kappingarførum lívskorum um alt landið. Her verður í stuttum nomið við nøkur av teimum økjum, sum Vinnumálastýrið umsitur.

Jarðarmál:

Ein av týðandi fortreytunum fyri virksemi í útjaðaraøkjum er landbúnaðurin. Undirritaði fer í heyst at leggja fram uppskot til aðalorðaskifti á hesum øki. Uppskotið um skuldareftirgeving til festibøndur, sum júst er lagt fyri Løgtingið, kemur at hava við sær positiva ávirkan, ikki minst fyri bøndur á útjaðaraøkjunum, verður tað samtykt.

 

Fiskaaling:

Alingin av fiski er spjødd kring alt landið, og er á ávísum smáplássum vorðin enn meira týdningarmikil enn jarðarbrúkið. Miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at menna hesa vinnu uppaftur meira, m.a. við at finna nýggj aliøkir og at ala nýggj fiskasløg.

Postmál: Ætlaða umleggingin av útberingini av posti hevur við sær, at postur nú fer at verða útborin á smáplássunum hvønn dag í viku, og er hetta ein munandi øking í mun til frammanundan.

Samferðslumál:

Farið er undir at gera miðvísa ætlanir innan samferðsluøkið, og kann í hesum sambandi vísast til samferðsluverkætlanina, sum løgd varð til orðaskifti í Løgtinginum herfyri. Projekteringin av Sandoyarferjuni er liðug, og farið er undir fyrireikingar at projektera nýtt suðuroyarskip, og peningur er settur av til projektering av nýggjum skipi til Fugloynna og Svínoynna.

Partafelag er stovnað við tí endamáli at fara undir gerð av føstum sambandi um Vetsmannasund, og verða gjørdar kanningar og metingar um onnur projekt, sum koma at gera, at stórsti parturin av føroya fólki fara at hava fast samband hvør við annan.

Framkomin samferðsla er ein hin mest týðandi fyritreytin fyri menning av føroyska samfelagnum og kanska serliga fyri útjaðaraøkini.

Ferðavinnumál:

Í fleiri ár hevur verið arbeitt við at menna ferðavinnu í Føroyum, herundir eisini at menna ferðavinnuna kring landið. Ferðaráðið fer í næstum at leggja serligan dent á økismenningina í samband við at menna ferðavinnuna í Føroyum.

Fjarskiftismál: Í løtuni fer fram eitt miðvíst arbeiði fyri at fremja meira kapping innan fjarskifti við tí endamáli, at brúkarnir skulu fáa meira fjølbroyttar, betri og bíligari tænastur. Eins og góð samferðsla er eisini nøktandi samskifti fortreyt fyri menning og trivna í útjaðaraøkjunum.

Kunningartøkni:

Av øðrum ítøkiligum stigum, sum eru tikin av landstýrismanninum í samskiftismálum til at menna útjaðaraøkir, kann nevnast verkætlanin "Grannar", har bygdirnar Famjin, Nólsoy og Funningsfjørður samstarva í eini "multimedia" internetverkætlan, sum Vinnumálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið samstarva um. Verkætlanin verður fíggjað av játtanini til KT-ætlan, sum Vinnumálastýrið umsitur, og tað er við spenningi, at bíðað verður eftir, hvørjar royndir koma burturúr hesi verkætlanini. Verkætlanin er væl lýst í fjølmiðlunum, og tí verður tað ikki endurtikið her.

Á fíggjarlógini eru játtaðar 1,5 mió til KT-ætlan, og er hesin peningur í stóran mun ætlaður til menningartiltøk í útjaðaraøkjum í Føroyum.

Burtur úr royndunum at spjaða brúkið av kunningartøkni kann vónandi spyrjast ein gongd móti meira nýtslu av fjararbeiði, ið kundi verið ein tann týdningarmesti stuðulin til varðveitan av smáplássunum.

Útjavningarstuðul til útjaðaraøkir:

Í desember síðsta ár varð samtykt lóg um útjavningarstuðul til útjaðaraøkir, og við heimild í hesi lóg er nú gjørd reglugerð fyri hendan stuðul. Innihildið í hesi reglugerð er eisini, at á teimum útjaðaraøkjum, har tørvur er á tíð, fáast tveir leigutúrar um árið.

Framtaksgrunnurin:

Í tráð við samgonguskjalið arbeiðir Vinnumálastýrið við at broyta viðtøkurnar fyri Framtaksgrunnin. Endamálið er, at grunnuirn í størri mun skal menna nýggjar vinnur og fremja økismenning eftir handilsligum fortreytum.

Málið avgreitt