Lesandi í Danmark - kollegiir o.a.

 

100-45  Fyrispurningur til Signar á Brúnni, landsstýrismann, viðvíkjandi rættindum hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark

Ár 1999, 16. mars, boðaði formaðurin frá soljóðandi fyrispurningi frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni

Fyrispurningur 

  1. Hvør verður atgongdin hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og kollegiir í Danmark eftir eina møguliga loysing.

Viðmerkingar:
Føroysk lesandi hava í dag atgongd til donsk lestrarstøð sum aðrir danskir borgarar. Landsstýrismaðurin eigur at greina fyri tinginum, hvørja atgongd borgarar í øðrum norðanlondum hava til lestur í Danmark, bæði tá ræður um miðnámsútbúgvingar, handaligar útbúgvingar eins og hægri lesnað.

Serliga eigur landsstýrismaðurin at greina, hvat grundarlagið er fyri atgongdini hjá øðrum norðanlendingum til danskar utbúgvingar. Er hetta bert vanlig donsk praksis, sum kann broytast. Er talan um EU reglur, sum føroyingar ikki fáa ágóðan av.

Støðan hjá íslendskum lesandi hevur serligan áhuga. Ísland loysti í síni tíð frá danska ríkinum. Hvønn týdning fekk hetta fyri.

Ísland loysti í síni tíð frá danska ríkinum. Tí hevur støðan hjá íslendskum lesandi serligan áhuga.T.d. hvønn týdning hetta hevði fyri møguleikar íslendinga at útbúgva seg í Danmark.

Hvat kollegiiíbúðum og øðrum almennum bústaði viðvíkir, eigur landsstýrismaðurin at kunna tingið um ta praksis, sum danskir stovnar hava viðvíkjandi føroyskum lesandi. Sum skilst hava føroyingar lætta atgongd til kollegiir vegna teirra danska ríkisborgaraskap og ta truplu støðu, teir eru í, so langt heimanífrá.

Landsstýrismaðurin eigur at upplýsa fyri tinginum, hvør støðan er hjá øðrum norðanlendskum lesandi, tá ræður um atgongd til bústað. Serliga eigur landsstýrismaðurin at kunna tingið um grundarlagið fyri núverandi atgongdini hjá teimum norðanlendingum, sum ikki eru danskir statsborgarar.

Landsstýrismaðurin eigur gjølla at meta um, hvønn týdning tað fær fyri føroysk lesandi, ikki at vera danskir ríkisborgarar, bæði tá ræður um atgongd til lestrarstøð og somuleiðis atgongd til kollegiir og aðrar almennar bústaðir.

Á tingfundi 17. mars 1999 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 21. apríl 1999 svaraði Signar á Brúnni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

S v a r

Í 1996 var avtala gjørd millum Danmark, Finland, Ísland, Noreg og Svøríki um javnbjóðis atgongd til hægri lestur hjá persónum í nevndu londum við lærustovnarnar hjá hvør øðrum. Í avtaluni binda partarnir seg til at tryggja øllum, sum ynskja at fara undir hægri lestur, og sum eru búsitandi í einum øðrum norðurlendskum landi, javnbjóðis atgongd til hægru lærustovnarnar í sínum egna landi.

Avtalan tilskilar, at londini Danmark, Finland, Noreg og Svøríki skulu gjalda DKK 22.000 fyri hvønn lesandi um árið. Gjørt verður upp árliga, hvussu nógv lesandi hvørt landið hevur í einum øðrum landi, og verða nettoútreiðslurnar ella -inntøkurnar síðani reguleraðar í tí upphædd, sum hvørt landi rindar til Norðurlandaráðið. Ísland er undantikið hesi reglu og rindar tískil einki fyri at hava javnbjóðis atgongd til hægru lærustovnarnar í hinum Norðurlondunum.

Eitt sindur av ónøgd hevur verið um hesa avtalu. Serliga hava tað verið Danmark og Svøríki, sum hava funnist at avtaluni, m.a. av tí at gjaldið DKK 22.000 er ov lítið, men eisini at ov nógv fremmand lesandi eru komin til ávikavist Danmarkar og Svøríkis fyri at taka útbúgvingar, sum eru dýrar og avmarkaðar í tali. Eitt dømi er norskir læknalesandi í Danmark.

Føroyingar hava higartil verið partur av hesi norðurlendsku samstarvsavtaluni, tí at føroyingar eru danskir ríkisborgarar. Danir hava tískil goldið fyri teir føroyingar, sum lesa í hinum Norðurlondunum. Um Føroyar gerast fullveldi, verður mett, at Føroyar koma við í hesa norðurlendsku samstarvsavtalu fyri á tann hátt at tryggja føroyingum eitt breitt og dygdargott úrval av hægri lestrarmøguleikum.

Eitt sindur torført er at meta um, hvussu kostnaðarmikil ein tílík avtala verður fyri Føroyar. Avtalan er galdandi til 31. desember 1999. Eftir hetta verður væntandi ein nýggj avtala gjørd, sum kann fáa stóran týdning fyri Føroyar. M.a. verður áhugavert at síggja, um upphæddin uppá DKK 22.000 hækkar, um kvotur verða settar á ávísar hægri útbúgvingar, og um Ísland framvegis sleppur undan at gjalda fyri síni lesandi.

Føroyingar hava tí ikki sum føroyingar framíhjárætt atgongd til danskar útbúgvingarstovnar. Allir norðbúgvar eru tryggjaðir somu atgongd til hægri lesna í Danmark, eins og í øðrum Norðurlondum. Hetta er við støði í norðurlendsku avtaluni frá 1996, og ikki við støði í ES avtalum, og sostatt verða føroyingar við hesi skipan ikki verri fyri, um Føroyar gerast fullveldi.

Viðvíkjandi teimum handaligu útbúgvingunum kann sigast, at út frá hagtølunum um lærlingatilgongd er talið á føroyskum lærlingum, ið noyðast til Danmarkar at fáa ta til læruna hoyrandi skúlagongd, í miðal um 70 um árið, og at longdin á skúlagongdini í miðal er 9,6 vikur um árið. Avtala er gjørd við so at siga allar yrkisnevndir í Danmark um, at føroysk sveinabrøv verða góðtikin í Danmark ájavnt við donsk sveinabrøv. Treytirnar fyri, at so kann verða, eru, at Læruráðið veitir trygd fyri, at innihaldið í føroysku útbúgvingunum í minsta lagi er á sama støði, sum tilsvarandi útbúgving er í Danmark. Hetta verður m.a. tryggjað á tann hátt, at víðkaða Læruráðið hevur samtykt og fyrisett, at lærupláss verða góðkend eftir somu góðkenningarkriterium, sum galdandi eru í Danmark, og at føroysku útbúgvingarreglurnar samsvara við donsku útbúgvingarkunngerðirnar í tann mun, hesar ikki stríða ímóti føroyskari lóggávu. Flestu av hesum avtalum eru óformligar. Tó eru formligar avtalur gjørdar við el-fakið, grafisku fakini, hotel- og restauratiónsfakini, jarn- og metalfakini og garðyrkisfakini.

Viðvíkjandi Íslandi kann verða sagt, at vanligt er, at íslendingar, sum lesa á hægri útbúgvingarstovnum, taka Bachelor prógv í Íslandi, men velja ofta at leita út í heim at lesa yvirbygningin. Nógv fara til Danmarkar og Svøríkis, men eisini til Bretlands og USA. Tey, sum fara til Danmarkar ella Svøríkis, eru fevnd av sáttmálanum frá 1996, tvs. tey rinda einki fyri skúlagongdina, og hava somu atgongd, sum øll onnur í Norðurlondum.

Føroysk lesandi hava ikki framíhjárætt til næmingaíbúðir ella aðrar almennar bústaðir fram um onnur. Tað eru ymiskar kvotaskipanir, t.d. tey, sum hava brek, hava børn ella búgva langt burturi frá útbúgvingarstaðnum, koma framum í raðnum. Men eingin kvotaskipan fevnir um nationalitetin hjá umsøkjaranum. Tí hava hvørki danskir ríkisborgarar ella onnur framíhjárætt, tá tosað verður um atgongd til bústað.

Eg kann tískil svara, at viðvíkjandi atgongdini hjá føroyskum lesandi til lestrarstøð og næmingaíbúðir í Danmark eftir fullveldi, við verandi sáttmála millum Norðurlond, framvegis verðu eins og hon er í dag. Øllum norðurlendingum eru tryggjað somu rættindi til atgongd til lestrarstøð í Danmark, og til kollegiir hava øll somu rættindi, danskir ríkisborgarar eins og øll onnur.

Málið avgreitt.